100-26 Fyrispurningur til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, viðvíkjandi Sandoyartunlinum 

Orðaskifti

Ár 2006, mikudagin 24. januar, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Páll á Reynatúgvu, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur   

1)      Hvørjar samferðsluætlanir hevur sitandi samgonga viðvíkjandi komandi Sandoyartunlinum?

2)      Hvørjar samferðsluætlanir hevur sitandi samgonga viðvíkjandi møguligum Skálafjarðar­tunli?  

3)      Hvussu langt eru kanningarnar viðvíkjandi Sandoyartunlinum komnar, og hvat restar í?

4)      Er linjuføringin fastløgd?

5)      Nær verður verklagslóg um Sandoyartunnil løgd fyri Løgtingið?

6)      Nær verður arbeiðið viðvíkjandi Sandoyartunlinum boðið út?

7)      Nær byrjar arbeiðið upp á sjálvan Sandoyartunnilin?

8)       Nær verður Sandoyartunnilin liðugur?

9)      Hvussu verður fíggingarmynstrið viðvíkjandi Sandoyartunlinum?

10)  Sær landsstýrismaðurin nakran samfelagsbúskaparligan vansa í at gera ein møguligan Skálafjarðartunnil samstundis, sum Sandoyartunnilin verður framdur?

11)  Hvør verður almenni kostnaðurin av arbeiðinum viðvíkjandi einum møguligum Skálafjarðartunli og íbindingarvegum til tunnilin?

 

Viðmerkingar

Fyri viku síðani legði P/F Skálafjarðartunnilin fram væla ætlan viðvíkjandi føstum undirsjóvartunli, sum bindur saman Eysturoy og Streymoy. Ein risastór samferðsluætlan, sum sambært somu ætlan, hevur við sær, at loyvislóg skal samtykkjast í Løgtinginum í vár. Samlaða verkætlanin skal vera liðug um áleið 5 ½ ár.

 

Løgmaður hevur fleiri ferðir ført fram, at undanfarna samgonga samtykti og setti í verk Vágatunnilin og Norðoyatunnilin, og at sitandi samgonga skuldi samtykkja Sandoyartunnilin, sum so skuldi liðugtgerast í komandi valskeiði.

 

Eins og við einum møguligum Skálafjarðartunli tekur tað meira enn eitt valskeið at fremja ein komandi Sandoyartunnil. Spurningurin er eisini, um tað landsbúskaparliga ber til at fremja tvær so stórar samferðsluætlanir samstundis, hóast onnur eftir ætlan verður verður framd av einum privatum partafelag, og hin helst av einum almennum felag.

 

Fyri betur at fáa hylling á, hvørjar samferðsluætlanirnar hjá sitandi samgongu eru, nú minni enn ár er eftir av valskeiðnum, vera hesir spurningar settir landsstýrismanninum.

 

Á tingfundi 25. januar 2006 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast. 

 

Á tingfundi 6. mars 2007 svaraði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis

 

Svar:

 

Til 1:

Uppskot til verklagslóg verður lagt fyri Løgtingið fyrst í komandi tingsetu um undirsjóvartunnil millum Streymoy og Sandoy. Tekur Løgtingið undir við uppskotinum, verður farið í holt við fyrireikingarnar sum skjótast. Ætlandi verður verkætlanin skipað eftir sama leisti sum Vágatunnilin og Norðoyatunnilin.

 

Til 2:

Uppskot verður lagt fyri Løgtingið í hesari tingsetu, sum gevur landsstýrismanninum heimild at fyrireika eina konsessión til eitt partafelag, at skipa fyri føstum sambandi millum høvuðsstaðarøkið og Skálafjørðin.

 

Til 3:

Jarðfrøðiligar metingar, kjarnuboringar og seismiskar kanningar eru gjørdar. Enn manglar at gera supplerandi kanningar til hesar, og verða jarðfrøðiligu kanningarnar lidnar í mai. Niðurstøða og avgerð um linjuføring verður væntandi liðug hálvan juni.

 

Til 4:

Endaliga linjuføringin er ikki fastløgd enn, men verður hetta væntandi gjørt áðrenn hálvan juni. Arbeitt verður í løtuni við tveimum høvuðsmøguleikum, ein sunnari og ein norðari, men linjan verður ikki endaliga løgd, fyrr enn jarðfrøðiligu kanningarnar eru heilt lidnar.

 

Til 5:

Uppskot til verklagslóg verður væntandi klárt at leggja fyri Løgtingið um ólavsøku í ár.

 

Til 6:

Um verklagslógin verður samtykt í heyst, kann arbeiðið væntandi bjóðast út fyrra hálvár/miðskeiðis í 2008.

 

Til 7:

Arbeiðið kann væntandi byrja uml. 10 vikur eftir, at verkætlanin er boðin út.

 

Til 8:

Tunnilin verður væntandi liðugur í 2014.

 

Til 9:

Er undirtøka fyri tí, er ætlanin partvíst at fíggja tunnilin við brúkaragjaldi, partvíst við almennari fígging, sum verður játtað partafelagnum á fíggjarlógini. Av tí, at tunnilin er munandi dýrari enn bæði Vága- og Norðoyatunnilin, og ferðslan væntandi er minni, má ein størri partur fíggjast yvir fíggjarlógina, enn gjørt varð við Vága- og Norðoyatunlinum.

 

Kostnaðurin av undirsjóvartunlum verður í planleggingarfasuni mettur til uml. 60 mió kr./km. Hetta gevur ein samlaðan kostnað fyri undirsjóvartunnilin til Sands, sum er uml. 700 mió kr. Óvissan um hetta tal er tó enn rættiliga stór.

 

Annars er støða ikki tikin til smálutirnar í fíggingini, men væntandi verður peningurin játtaður á fíggjarlógini yvir eitt áramál, eins og gjørt varð við Vága- og Norðoyatunlinum.

 

Til 10:

Samfelagsbúskaparliga er sum meginregla altíð best at fremja stórar íløgur, tá lítið virksemi annars er í landinum, og framleiðslumiðlar eru tøkir. Vísa kostnað-nyttu kanningar, at ein verkætlan er gagnlig samfelagsbúskaparliga, eigur hon tó altíð at vera framd, tí kostnað-nyttu kanningar eru vanliga gjørdar út frá teirri varnu fortreyt, at allir framleiðslumiðlar til verkætlanina verða tiknir úr aðrari framleiðslu.

 

Samfelagsbúskaparliga úrslitið av einum føstum sambandi millum Skálafjørðin og Suðurstreymoy er sera positivt, omanfyri 2 milliardir kr. í yvirskoti, roknað yvir 30 ár, meðan samfelagsbúskaparliga úrslitið av fasta sambandinum um Skopunarfjørð er negativt. Tað eru tí onnur atlit enn tey samfelagsbúskaparligu, sum eru orsøk til, at samgongan hevur valt at raðfesta fasta sambandið til Sandoynna so frammaliga.

 

Um verkætlanin verður bjóðað út millum norðurlendskar arbeiðstakarar, verður tað støðan á norðurlendska byggimarknaðinum, sum í stóran mun fer at ávirka prísin og størri partur av búskaparligu ávirkanini av byggingini verður uttanfyri landoddarnar.

 

Um støðan verður tann, at tað verður eitt útlendskt felag, sum stendur fyri verkætlanini, skapa slíkar verkætlanir tó so at siga altíð ringvirkningar í Føroyum eisini, tí føroyskir undirarbeiðstakarar og føroysk arbeiðsmegi fáa ein leiklut.

 

Samstundis skal tó gerast vart við, at tað ikki er vist, at trotið á eitt nú arbeiðsmegi verður eins stórt í 2008-2013, sum tað er í dag. Um vøksturin í búskapinum heldur fram, ber til at bøta um trotið á framleiðslumiðlum á annan hátt, t.d. at lætta um atgongdina til føroyska arbeiðsmarknaðin. Tí meti eg tað vera forsvarligt, at báðir undirsjóvartunlarnir verða í gerð í senn, hóast tað altíð er skilagott at toyggja íløgurnar soleiðis, at tær ikki ávirka kostnaðarstøðið óneyðugt skeiva vegin.

 

Til 11:

Sjálvum tunlinum og íbindingarvegunum er ætlanin, at partafelag skal standa fyri, og hetta ávirkar tí ikki útreiðslurnar hjá landskassanum. Hinvegin verður neyðugt at framskunda gerð av tunlinum Kambsdali/Gøtudali-Skálabotn ella vegagerð omanfyri bygdirnar á eystara armi á Skálafjørðinum.

 

Hvørja av hesum verkætlanum, neyðugt verður at framskunda, er treytað av, hvussu linjuføringin verður. Kemur fasta sambandið millum Skálafjørðin og høvuðsstaðarøkið upp á eystara armi á Skálafjørðinum, verður neyðugt at framskunda ein veg omanfyri bygdirnar á eystara armi og omanfyri Gøtugjógv. Verandi veganet á eystara armi er als ikki egnað at bera so nógva gjøgnumkoyrandi ferðslu, sum væntast kann, um hetta verður høvuðsfarleiðin.

 

Kemur fasta sambandið millum Skálafjørðin og Tórshavn hinvegin upp á vestara armi á Skálafjørðinum, verður neyðugt at framskunda verkætlanina at gera tunnil millum Kambsdal/Gøtudal og Skálabotn. Verður hetta ikki gjørt, er stórur vandi fyri, at ferðslan, sum kemur norðanífrá til rundkoyringina við Skipanes, velur at fara eftir eystara armi og so yvir um komandi fasta sambandið tvørtur um fjørðin, tí tað verður styttri strekki at koyra, í mun til at koyra til Skálabotn og út eftir vegnum á vestara armi.

 

Vísir tað seg, at tað er gjørligt at gera rundkoyring í undirsjóvartunlinum við einari íbinding til hvønn arm á Skálafjørðinum, má í minsta lagi onnur av nevndu verkætlanum fremjast.

 

Ein tunnil Kambsdal/Gøtudal - Millum Fjarða verður mettur at kosta uml. 160-180 mió kr., meðan ein vegur omanfyri bygdirnar á eystara armi verður mettur til uml. 180-200 mió kr.

Ætlanin er eisini at leggja vegin út um bygt øki í Skálabotni, men hetta hevði verið gjørt undir øllum umstøðum, og verður tí væntandi ikki ávirkað av komandi fasta sambandinum.

 

Umframt hesar vegagerðir, so er nýggur innkoyringarvegur til Tórshavn týdningarmikil. Hesin er í gerð, og er hann neyðugur við teirri ferðslu, sum longu er á verandi innkoyringarvegi til høvuðsstaðin. Í 2005 koyrdu í miðal omanfyri 8000 bilar dagliga um teljistøðina á Hvítanesvegnum (við Hoydalsá), og uml. 6000 akfør koyrdu til Havnar og úr Havn sama ár. Hetta tal hækkar væntandi í stórum, tá undirsjóvartunnilin verður tikin í nýtslu.

 

Málið avgreitt.