100-19 Fyrispurningur til Hans Paula Strøm, landsstýrismann, viðvíkjandi betri fyribyrging og viðgerð av krabbameini  

Orðaskifti

Ár 2006, hósdagin 30. november, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Óla Breckmann, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur  

  1. Hvør er verandi støðan í Sjúkrahúsverkinum við fyribyrging og viðgerð av krabbameinsjúkum?
  2. Hvønn bata væntar landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum og viðgerð av krabbameinsjúkum komandi ár, um Løgtingið gongur umbønini hjá landsstýrismanninum um hægri játtan næsta fíggjarár á møti?
  3. Hvussu er í okkara sjúkraverki sammett við tað støði, sum vit við rímiligleika kunnu krevja av okkum sjálvum fíggjarliga og læknavísindaliga?      
  4. Hvussu nógv størri játtan enn tann umbidna er neyðug til, at sjúkrahúsverkið kundi havt eina fullgóða fyribyrging og viðgerð av krabbameinsjúkum sammett við eitt nú sjúkrahúsverkið í Íslandi?                                                                                                     

 

Viðmerkingar

Norðurlendskir fjølmiðlar vísa skjótari staðfesting og viðgerð av krabbameinsjúkum stóran ans í hesum døgum. Ikki minst í donskum miðlum er kjakið lívligt, og vit hava eisini alment viðgjørt Føroya støðu á hesum øki sammett við serliga ta donsku.

 

Krabbamein man vera eitt tað sjúkraslagið, sum krevur flest lívlát av fólki í góðum árum, umframt mistar møguleikar og inntøku av stúran, pínu, drúgvari viðgerð og eftirbata.

 

Somuleiðis munnu hesar sjúkur teljast millum teirra, sum tað ger mestan mun fyri úrslitið av viðgerðini, at sjúkrueyðkennini verða staðfest so tíðliga sum gjørligt.

 

Eingin kann krevja av sjúkraverki av okkara stødd í so lítlum landi, at tað skal kunna viðgera øll sløg av krabbameini. Til tess hava vit samstarv við Danmark, Ísland og vist eisini onnur lond.

 

Men alt ræður um hjá okkum at vera útgjørd til at kunna kanna og staðfesta krabbameinsjúkur so tíðliga í sjúkragongdini sum tilber. Tað er serliga hetta, sum hesir spurningar til landstýrismannin snúgva seg um.

 

Tað kundi tí verið bæði áhugavert og gagnligt fyri einstaklingar og samfelagið sum heild at fingið at vita frá landsstýrismanninum, hvussu nógv skal til av peningi afturat verandi játtan á fíggjarlógini, til vit kundu sagt, at nú eru vit væl brynjað til at finna fram til og viðgera hesar krabbameinsjúkur við best møguligum úrslitum.

 

Á tingfundi 1. desember 2006 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast

 

Á tingfundi 25. januar 2007 svaraði Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis

 

 

Svar:

  1. Hvør er verandi støðan í Sjúkrahúsverkinum við fyribyrging og viðgerð av   krabbameinssjúkum?

 

Ein fullgóð fyribyrging er ein samanhangandi “keta”, sum fevnir um alt, frá fullgóðari upplýsing, umhvørvi, kosti, rørslu, primerari læknatænastu umframt fakligan og tøkniligan førleika innan sjúkrahúsini/serlæknatænasturnar, so kanning og tíðliga staðfesting av krabbameinssjúkum verður framd. Fyrsti parturin av ketuni liggur uttanfyri sjálvi sjúkrahúsini/serlæknatænasturnar, og er politiska grundarlagið fyri átøkum á hesum økjunum lagt í Fólkaheilsuætlan føroyinga.

 

Viðvíkjandi screenings-átøkum hevur screening fyri kyknubroytingar/lívmóðurhálskrabba verið gjørd í Føroyum í nógv ár. Undirtøkan hevur verið rímulig, serliga innan teir aldursbólkar, sum eru í størsta vanda fyri at fáa hesa sjúku. Sum áður hevur verið nevnt í svari til skrivligan fyrispurning í 2005, er ætlanin at fara undir bróstkrabba-screening ella mammografi-screening í 2008. Treytin er sjálvsagt, at politisk undirtøka verður fyri neyðugari fíggjarligari játtan.

 

Á øðrum kanningarøki verða nú gjørdar tøkniligar íløgur (sum fígging fekst til við eykajáttan í heyst) fyri betur at kunna kanna fyri prostatakrabba innan serliga vandabólkar hjá monnum.

 

Fyri at sjúkrahúsparturin, í tí sum viðvíkur kanning og tíðliga staðfesting av krabbameinssjúkum, skal verða best møguligur, er alneyðugt, at her ræður ein ágangandi stremban eftir at greina sjúkueyðkenni skjótt og rætt. Hetta verður ofta nevnt “agressiv diagnostisk approach”. Til at kunna røkka langt í hesum er neyðugt, at hesar fyritreytir eru til staðar:

·        tøkni,

·        førleiki,

·        hugburður.

 

Tøkni

Tað hevur í fleiri áratíggir verið trupult at útvega neyðuga fíggjartilfeingið til tað tøkniliga. Tá  verður hugsað um m.a. bygningar, fysiskir karmar og tól. Men seinastu árini er veruliga settur skjøtul á at nútímansgera Landssjúkrahúsið, og síggjast nú veruligir batar á fleiri økjum.

 

Førleiki

Talent- ella førleikarekruttering er onnur fyritreyt, ið er nær tengd at bæði fysiskum kørmum og hugburðinum í heilsuverkinum (tøkni og toleransu). Sum nevnt niðanfyri í svari til spurning 4, er skjøtul settur á at dagføra serlæknamanningina á Landssjúkrahúsinum, soleiðis at sergreinirnar vónandi verða mannaðar, yvir eitt stutt áramál, sum mælt er til.

 

Hugburður

Fyri stuttum hava nógvir spurningar viðvíkjandi støðinum á Landssjúkrahúsinum verið settir.  Ætlanin er at seta ymiskar kanningar í verk viðvíkjandi hesum, soleiðis at vit fáa betri skjalfest støðuna, og størri vitan um, hvar setast skal inn við møguligum ábøtum.

 

 

  1. Hvønn bata væntar landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum og viðgerð av krabbameinsjúkum komandi ár, um Løgtingið gongur umbønini hjá landsstýrismanninum um hægri játtan næsta fíggjarár á møti?

 

Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2007 er avsett játtan til at seta ein serlækna í krabbameinssjúkum. Hetta er ein fyritreyt fyri, at vit framhaldandi, serliga innan viðgerðarøkið, kunnu fasthalda støðið í Føroyum. Við betri atgongd til servitanina á økinum vilja sjúklingagongdir og planlegging av viðgerðum kunna lyftast upp á eitt hægri støði. Einstakar viðgerðir, sum nú liggja í útlondum, kunnu fremjast í Føroyum, um ein serlækni í krabbameinssjúkum er á staðnum. 

 

  1. Hvussu er í okkara sjúkraverki sammett við tað støði, sum vit við rímiligleika kunnu krevja av okkum sjálvum fíggjarliga og læknavísindaliga?

 

Krabbameinsviðgerðin í Føroyum verður framd í tøttum samstarvi við sjúkrahús uttanlands, einamest við Ríkissjúkrahúsið í Keypmannahavn. Eitt ávíst samstarv hevur seinastu árini verið við Landsspítalin í Reykjavík við atliti til at lýsa møguleikarnar fyri víðkaðum samstarvi. Ein møguleiki er, at Landsspítalin verður eitt alternativt strategiskt samstarvssjúkrahús hjá Landssjúkrahúsinum, millum annað innan stráluviðgerð, har vantandi kapasiteturin í Danmark hevur elvt til harðar atfinningar í seinastuni. Sambært læknastjóranum á Landssjúkrahúsinum verður førleikin og kapasiteturin í Íslandi mettur at vera góður, og er samstarv innan eitt nú stráluviðgerð eitt upplagt øki.

 

Sambært hagtølunum hjá NOMESCO (Nordic-medico-statistical-commite) er deyðstíttleikin av flestu krabbameinssjúkum í Føroyum áleið tann sami sum í Noregi og Svøríki, men nakað lægri enn í Danmark. Ísland hevur lægri deyðstíttleika enn øll hini Norðurlondini innan flest allar krabbameinssjúkur. Sambært læknastjóranum á Landssjúkrahúsinum er metingin, at høvuðsorsøkin til lága deyðstíttleikan í Íslandi er tann, at bæði kanningarátøk og viðgerð eru fremri har enn í hinum Norðurlondunum.

 

Okkara málsetningur eigur tí ikki at vera, at vit skulu vera á støði við Danmark, sum liggur niðast millum Norðurlondini, men heldur, at vit miða ímóti at kunna samanbera okkum við eitt nú Ísland, sum tykist at hava góð úrslit á nógvum økjum, m.a. eisini tá talan er um krabbameinsøkið. Stutt kann sigast, at mett verður, at kanning, staðfesting og viðgerð av krabbameinssjúkum í Føroyum liggur á einum høgum støði, men at strembanin eigur at verða at vit gerast betri.

 

 

  1. Hvussu nógv størri játtan enn tann umbidna er neyðug til, at sjúkrahúsverkið kundi havt eina fullgóða fyribyrging og viðgerð av krabbameinsjúkum sammett við eitt nú sjúkrahúsverkið í Íslandi?

 

Viðmerkjast skal, at mett verður, at hesin spurningurin er sera breiður og tí ikki lættur at svara. Spurningurin verður skiltur soleiðis, at spurt er um, hvussu nógv játtan skal afturat til, at tann parturin, sum kann viðgerast á Landssjúkrahúsinum, er væl fyri, og tá verður eisini hugsað um íløgur.

 

Beinleiðis uppgávan hjá sjúkrahúsverkinum er at hava tøkniligan og fakligan førleika til skjótt at kanna og staðfesta sjúkur og tilrættisleggja viðgerð og til at fremja tann partin av viðgerðunum, sum heilsufakliga, tøkniliga ella fíggjarliga skilagott kann fremjast her á landi. Her kann sigast, at gongdin í framtíðini kemur at verða tann, at størri og størri partur av teirri “invasivu” krabbameinsviðgerðini, t.v.s. skurðviðgerðir v.m., verður miðsavnaður á stórum sjúkrahúsum, sum kunnu halda eitt høgt servitanar- og rutinustøði. Høvuðsuppgávan hjá smærru sjúkrahúsunum, eitt nú Landssjúkrahúsinum, verður, umframt vanliga akutt-viðgerðir, at kanna, útgreina og staðfesta sjúkur. Tí eigur alstórur dentur at leggjast á at menna kanningarútgerð og sergreinavitan.

 

Í sambandi við tilrættislegging av umbygging og nútímansgerð av Landssjúkrahúsinum hevur verið mett um, hvørja serlæknamanning á Landssjúkrahúsinum miðað eigur at verða ímóti. Hetta verður viðgjørt í álitinum “Landssjúkrahúsið, endurskoðað byggiætlan juni 2005”, sum hevur verið viðgjørd á Løgtingi. Har verður núverandi støðan yvir serlæknamanningina á Landssjúkrahúsinum samanborin við, hvussu støðan skuldi verið sambært meting frá danska Heilsustýrinum og partvíst sambært tilmæli frá teim einstøku serlæknagreinunum. Yvir eitt stutt áramál eigur at verða miðað ímóti at fáa dagført serlæknamanningina við eini 15-20 størvum. Við hesum verður neyðugt at hækka játtanina til Landssjúkrahúsið við umleið 10-15 mió. kr.   

 

Tøkniliga menningin innan kanningarútgerð gongur skjótt, og tøkni, sum í dag er fíggjarliga óhugsandi at fáa til vega, kann um fá ár gerast eitt sjálvsagt krav, eisini í lítla føroyska heilsuverkinum. Átøk eru gjørd seinastu árini at lyfta tøkniliga standardin á sjúkrahúsunum, og eru talgilding av røntgenskipanini, og talgilda heilsuskipanin tey avgjørt týdningarmestu dømini, og hava hesi lagt hald á stóran part av fíggjarorkuni til tøkni seinastu árini. Til at hjálpa eitt sindur uppá støðuna viðvíkjandi øðrum tólum, varð neyðugt at søkja um eykajáttan í 2006.

 

Ein varlig meting er, at neyðugt verður at nýta umleið 9-10 mió. kr. árliga til at endurnýggja/dagføra tólaparkina hjá sjúkrahúsunum.

 

Málið avgreitt.