100-1 Fyrispurningur til Bárð Nielsen, landsstýrismann, viðvíkjandi pensjónsreformi  

Orðaskifti

Ár 2006, hósdagin 17. august, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Óla Breckmann, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur  

  1. Hvussu stóra eftirløn hevði eitt verkafólk fingið útgoldið í eftirløn (sum lívrentu) um mánaðin frá 2007, um løgtingið í 1975 hevði ásett við lóg, at eitt nú 12% (2% inngjald fyrsta árið (1975) og síðan hækkandi við 2% um árið til 1980) av verkamannalønini høvdu verðið goldin inn í eina persónliga lívrentu eftir galdandi skattareglum?

 

  1. Hvussu stórar høvdu hesar mánaðarligu pensjónir blivið, tá tær toppa, eftir t.d. 40 ára inngjald við aktuariskari rentutilskriving?

 

  1. Hvussu stór hevði persónliga pensjónsuppsparingin (+bónus) verið hjá einum verkafólki við slíkari lívrentu eftir ávikavist 30 árum og eftir 40 árum?

 

  1. Hvussu stór hevði samlaða uppsparingin verið í føroyskum pensjónsgrunnum í ávikavist 2007 og í 2015?

 

  1. Hvussu stór er verandi samansparing í føroyskum pensjónsgrunnum og hvussu stór er samansparing føroyinga í donskum pensjónsgrunnum nú í 2006?

 

  1. Hvussu nógvar milliardir krónur hava føroyskir løntakarar og landsbúskapurin mist av, at vit hava ligið fleiri sjóvarføll av okkum, tí vit ongantíð fingu politiskt fleirtal, og tí fakfelagsleiðslur hava sett seg ímóti at seta omanfyri nevndu pensjónstrygging tað mestu tíðina síðan 1975?

 

  1. Hevði landstýrismaðurin viljað sagt Løgtinginum, um landstýrið (við lóg og eftir galdandi pensjónsskattalóg) ætlar at seta í verk eina persónliga lívrentu pensjónstrygging frá 2007 fyri allar føroyskar løntakarar, sum ikki longu hava hana, har inngjaldið kann byrja við eitt nú 2% (goldið helvt um helvt av arbeiðsgevara og løntakara við skattafrádrátti) komandi 7 árini, til inngjaldið kemur upp í eitt nú 12% av lønini?

 

  1. Hevði landstýrismaðurin viljað lýst við krónutølum og orðum, hvussu stórar eftirlønir føroyskir løntakarar og hvussu stóra samansparing landsbúskapurin fáa við slíkari eftirlønartrygging komandi 30-40 árini?

 

Viðmerkingar:

Tað er bæði rætt og neyðugt at útbyggja og styrkja eftirlønartrygdina hjá føroyskum løntakarum, til fólk verða gomul og fara av arbeiðsmarknaðinum. Frægasti mátin er at leggja eina lívlanga pensjónstrygging við rentutilskriving aftrat verandi skattfíggjaðu fólka- og samhaldsføstu og pensjón.

 

Higartil hava ymsar politiskar samanrenningar forðað fyri ella forsømt at seta í verk eina sjálvsfíggjaða persónliga lívrentupensjón við rentutilskriving, kanska tí hon hevur verið hildin at vera politiskt ókorrekt. Ístaðin hava flestar politiskar royndir at bøta pensjónskorini hjá føroyingum bygt á skatttryggjaða skipan.

 

Av løntakarafeløgnum á vinnuliga arbeiðsmarknaðinum høvdu bert leiðslurnar hjá Havnar og Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag longu í 80-árunum fatan fyri týdninginum av og kendu ábyrgd av eftirløn til teirra limir. Leiðslurnar í FA mótarbeiddu hesi pensjónstrygging hjá tímaløntum og Starvsmannafelagið bumbaði sínar limir fleiri ár aftur í tíðina, tá felagið sjálvt avsegði pensjónsskipanina fyrst í 90-árunum.

 

Annars hava fakfeløgini hjá betri løntum almennum løntakarum leingi, og onnur fakfeløg hava nýliga fingið eftirlønartryggingar fyri limirnar. Betri seint enn ongantíð.

 

Tilveran hjá føroyskum pensjónistum yvirhøvur hevur ikki, er ikki og fer ikki at vera nóg trygg við verandi fólka- og samhaldsføstu pensjón einsamallari. Í evsta enda er ein beinleiðis pensjónsveiting frá skattgjaldara um landskassa til pensjónist at sammeta við eitt pyramiduspæl.

 

Ein slík skipan er treytað av: 1) at fríi marknaðarbúskapurin megnar at tryggja framhaldandi vøkstur í búskapinum, og 2) at talið á fólki á arbeiðsmarknaðinum veksur minst líka skjótt sum talið á pensjónistum.

 

Demokratisk kapitalisma skal nokk tryggja okkum framhaldandi búskaparvøkstur.

 

Men stígur í ella enntá fallandi fólkatal í øllum vestanlondum, samstundis sum vit øll røkka hægri aldri og krevja betri og kostnaðarmeiri røkt, eru hóttanir móti verandi almennu fólkapensjónsskipan við beinleiðis skattfíggjaðari veiting.

 

Neyðugt er við einari sjálvvirkandi og persónligari pensjónstrygging, sum flestu av okkara grannalondum langt síðan hava sett í verk og flestir eldri borgarar har nú njóta gott av, men sum vit føroyingar hava forsømt, hóast framsíggin fólk hava talað og skrivað fyri tí í ártíggju, men ikki fingið undirtøku fyri.

 

Bert um hvør pensjónistur er góður fyri milliónir í persónligari pensjónsuppsparing og kann spara saman til eina pensjón við skattafrádrátti, sum svarar til dastið av seinast útgoldnu lønini, kunnu vit siga, at føroysk verkafólk, handverkarar, sjómenn og løntakarar yvirhøvur kunnu hyggja fram ímóti tryggum aldurdómi.

 

Ein slík lívrentupensjón, sum ikki  kann takast út og brúkast, hevði samstundis leysgivið størri orku hjá hinum almenna til at tryggja tilveruna hjá teimum, sum ikki hava heilsu til at vera á arbeiðsmarknaðinum.

 

Verandi skattfíggjaða veitingarskipanin miðar eftir at vera alt fyri øll, men kann óbroytt og einsamøll skjótt enda við, at hon verður einki fyri nakran.

 

Verandi samgonga hevur eins og fleiri undanfarnar sum stavnhald at seta ein pensjónsreform í verk. Hann er ætlaður at vera ein stuðul og ískoyti til verandi almennu pensjónskipan og er ikki ætlaður at órógva ella koma ístaðin fyri tær pensjónsavtalur, sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum koma ásamt um. Men nú líður valskeiðinum so nógv, at tinginum leingist at frætta frá landstýrismanninum, um hann ætlar og væntar, at hesin pensjónsreformur verður settur í verk.

Á tingfundi 17. august 2006 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 21. september 2006 svaraði Bárður Nielsen, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar:

Við demografisku gongdini, har tað í framtíðini verða fleiri eldri fólk í mun til yngri fólk, fara útreiðslurnar til eftirlønir hjá landskassanum at vaksa nógv í framtíðini, um ikki onkrar broytingar verða gjørdar. Sum spyrjarin vísir á, hava flestu av okkara grannalondum sett skipanir í verk, har lønmóttakarar spara upp til sína egnu eftirløn, og sjálvur haldi eg, at tað er stórt spell, at vit ikki hava megnað at sett slíkar skipanir í verk fyri nógvum árum síðani. 

 

Til spurning 1:

Fyri at gera hesar útrokningar, ið spyrjarin spyr um, er neyðugt at seta nakrar fortreytir upp. Fortreytirnar her eru:

 

Um ein verkamaður hevði spart upp til eina eftirløn frá 1975 til 2007, sum lýst í spurninginum, hevði hann frá 2007 fingið útgoldið  umleið 59 prosent av síni endaløn í lívrentu.

 

Um ein verkakvinna hevði spart upp til eina eftirløn frá 1975 til 2007, sum lýst í spurninginum, hevði hon frá 2007 fingið útgoldið  umleið 51 prosent av síni endaløn í lívrentu.

 

Munurin millum kvinnur og menn stavar m.a. frá, at kvinnur hava ein hægri miðallivialdur enn menn.

 

Talan er her um eina sera einfalda skipan, har eingin tryggingarpartur er við. Vanliga inniheldur ein væl útbygd eftirlønarskipan t.d. eisini hjúnafelagseftirløn, barnaeftirløn, óarbeiðsførisveiting og útgjald við deyða. Um t.d. inngjaldið til eftirløn er 15 prosent, so eru 3 prosent – ella 20 prosent av inngjaldinum – til at dekka slíkar tryggingar.

 

Til spurning 2:

Fortreytirnar her eru tær somu, sum eru nevndar í spurningi 1, umframt ein árligur lønarvøkstur upp á 3 prosent frá 2007 til 2015.

 

Ein verkamaður, ið hevði byrjað inngjaldingar  í 1975 og fór frá við eftirløn í 2015 hevði fingið umleið 75 prosent av síni endaløn í lívrentu.

 

Ein verkakvinna, ið hevði byrjað inngjaldingar í 1975 og fór frá við eftirløn í 2015 hevði fingið umleið 65 prosent av síni endaløn í lívrentu.

 

Til spurning 3:

Um spart hevði verið upp til kapitaleftirløn ístaðin fyri lívrentu, men annars undir somu fortreytum sum í spurningi 1 og 2, hevði upppsparda virðið við ársenda í 2006 verið  umleið kr 1.537.000 og við ársenda 2014  umleið kr 2.592.000. 

 

Til spurning 4:

Ein eftirlønarskipan tekur umleið 40 ár at byggja upp, og svarar tað til, at eitt heilt ættarlið hevur spart upp í hesi skipan. Vanliga verður sagt, at ein liðug útbygd eftirlønarskipan hevur eina uppsparing, ið er áleið tvær ferðir bruttotjóðarúrtøkuna. Um ein eftirlønarskipan var sett í verk í Føroyum í 1975, sum álegði øllum at spara upp, sum lýst í spurningi 1, vildi samlaða uppsparingin í 2015 verið komin á áleið hetta støðið, tí tá vóru gingin 40 ár. Í 2007 vildi uppsparingin haft verið nakað lægri – eini 150 – 175 prosent av BTÚ.

 

Til spurning 5:

Samlaða eftirlønaruppsparing føroyinga var um seinasta ársskifti áleið 4,4 mia. kr., um 300 mió. kr. verða goldnar inn um árið.  Av teimum 4,4 mia. kr. vóru áleið 1,1 mia. kr. í donskum eftirlønargrunnum. 

 

Til spurning 6:

Ein eftirlønaruppsparing er í veruleikanum eitt gjald í dag fyri ta nýtslu, ein fer at hava, tá ein gerst gamal og fer av arbeiðsmarknaðinum til eina tilveru sum eftirløntur. So ikki kann sigast, at føroyskir løntakarar og føroyski landsbúskapurin beinleiðis hava mist pening av, at ikki allir borgarar hava haft eina eftirlønaruppsparing.

Roknast má við, at ein partur av arbeiðstakarunum hava haft eina sjálvbodna uppsparing í hesum tíðarskeiði – t.d. í bankum og sparikassum, umframt at tað er ein sannroynd, at flestu føroyingar hava spart stór virðir upp í egnum húsum. Í dag hava eisini stórir partar av arbeiðsmarknaðinum eftirlønaruppsparing sum ein part av teirra lønarsáttmála. Tó vil ein tvungin eftirlønaruppsparing uttan iva økja um samlaðu uppsparingina í samfelagnum. Økt eftirlønaruppsparing gevur í sær sjálvum ikki økta trygd fyri livistøðinum eftir arbeiðsvirknan aldur, um henda øking ikki førir til økta samfelagsliga uppsparing. Við øðrum orðum er tað alneyðugt, at samfelagið rekur ein skilagóðan og ábyrgdarfullan politikk, soleiðis at eftirlønaruppsparingin røkkur tí endamáli, hon er ætlað – at tryggja eitt ávíst livistøði í aldurdóminum. 

 

Til spurning 7:

Málsøkið eftirlønaruppsparing var í januar 2006 flutt til landstýrismannin í fíggjarmálum. Í apríl setti eg arbeiðsorku burturav til at arbeiða við málinum. Arbeitt verður við at gera eitt uppskot til eina eftirlønarskipan fyri Føroyar, og ávegis í arbeiðnum verður skipað fyri hoyringsumførum við partarnar á arbeiðsmarknaðinum og politiska myndugleikan. Sum sæst í løglistanum til Løgmansrøðuna í ár, er ætlanin at leggja uppskot til løgtingslóg um eftirlønarskipan fyri Løgtingið á vári 2007.

 

Til spurning 8:

Um fortreytirnar vóru tær somu sum í spurningi 1 og 2, og búskaparvøksturin var  um 2 prosent um árið, vildi uppsparingin í 2047 verðið áleið tvær ferðir BTÚ (sí eisini svar til spurning 4). Meðan hon vildi verðið nakað minni í 2037.

Lívrentan hjá hvørjum einstøkum vildi undir somu fortreytum verið tann sama sum í spurningi 1 og 2. Um rentan og/ella lønarvøksturin verða lægri enn árini síðan 1975, vil lívrentan verða samsvarandi lægri. Um renta og/ella lønarvøksturin verða hægri enn árini síðan 1975, vil lívrentan verða hægri.  

Málið avgreitt.