Frágreiðing um fólkaskúlan

Framløga
Aðalorðaskifti


101-3  Frágreiðing sambært § 51, stk. 4, í tingskipanini um fólkaskúlan


Ár 2007, 31. januar, legði Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, vegna Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Frágreiðing
til
aðalorðaskiftis
 

Sum landsstýrismaður í skúlamálum leggur undirritaði hjáløgdu frágreiðing til aðalorðaskiftis um fólkaskúlan saman við tilmæli frá PISA-arbeiðsbólki til Løgtingsins viðgerð.

 

Endamálið er at geva tingmonnum høvi til at umrøða fólkaskúlan sum heild, serliga við atliti at PISA-undankanningini, sum vísti, at tann føroyski fólkaskúlin á mongum økjum ikki er serliga væl fyri.

 

Landsstýrið hevur tikið hesa niðurstøðuna í størsta álvara og hevur sett sær fyri at bøta um hetta. Tá ið úrslitið av PISA-undankanningini var almannakunngjørt, varð ein arbeiðsbólkur settur, sum við støði í PISA-undankanningini skuldi lata landsstýrismanninum tilmæli um átøk, sum kunnu bøta um fakligu, sosialu og undirvísingarligu støðuna í fólkaskúlanum.

 

Í arbeiðsbólkinum vóru umboð fyri Kommunufelag Føroya, Kommunusamskipan Føroya, Føroya Lærarafelag, felagið Heim og skúli, Skúlaleiðarafelagið og Mentamálaráðið. Heitt varð á arbeiðsbólkin eisini at hava samband við onnur, m.a. Føroya Pedagogfelag og útlendskar PISA-serfrøðingar.

 

Álit var handað landsstýrismanninum  19. oktober 2006. Tilmælini, sum arbeiðsbólkurin kom við, eru sum nevnt eisini partur av aðalorðaskiftinum. Her eru ikki minni enn 45 tilmæli.

 

Tað er sjálvandi ikki rætt, og tað ber heldur ikki til at seta alt ov nógv tiltøk í verk í senn. Men sum frágreiðingin vísir, verður mælt til at gera fleiri átøk og broytingar. Summi av tiltøkunum krevja lógarbroytingar og onnur ikki.

 

- - - - -

 

Mælt verður m.a. til at fáa eitt nógv meira skipað samstarv ímillum heim og skúla, soleiðis at foreldur og skúli í felag miðvíst taka sær av at læra børnini at lesa. Nógv størri dentur skal leggjast á fyrireikingina til skúlabyrjan, og her verður neyðugt, at skúli, barnagarður og frítíðarskúli samstarva.

 

Eisini verður lagt upp til  at styrkja um byrjanarundirvísingina og lesimenningina við at hækka tímatalið í 1. og 2. flokki stigvíst tey næstu trý árini, at fáa til vega meira av føroyskum undirvísingartilfari, at bøta um støðuna hjá næmingum við serligum tørvi og at játta pening til øðrvísi undirvísingartilboð til atferðartruplar næmingar.

 

Somuleiðis verður mælt til at seta eftirmetingarskipan í verk. Tað skal vera eitt krav at fara til fráfaringarroyndir, og ein skipað eftirmeting við landsroyndum og støðuroyndum verður sett í verk í ávísum flokkum.

 

Leiðslurnar á skúlunum skulu framvegis fáa møguleika til at taka leiðaraútbúgving, samstundis sum mælt verður til, at onnur enn fólk við læraraútbúgving eisini kunnu gerast skúlastjórar í fólkaskúlanum. Nýggj lærara- og pedagogútbúgving verður sett í verk frá 1. aug. 2008,  og námsfrøðilig gransking verður ein partur av virkseminum hjá Læraraskúlanum. Í læraraútbúgvingini verður eitt kravt evni byrjanarundirvísing í lesing.

 

Eisini verður mælt til at leggja fólkaskúlan út til kommunurnar at umsita, ella í øðrum lagi at skipa økisfyrisitingar. Skotið verður upp at skipa eina royndarkommunu í eini 3 ár.

 

Somuleiðis er tilmæli um at seta lesiætlanarnevnd at endurskoða fólkaskúlalógina sum heild – og í fyrsta umfari lærugreinirnar, náttúru og tøkni og handaverk og list.

 

Onnur tilmæli eru eisini í frágreiðingini.

 

- - - - -

 

Við støðið í álitinum frá PISA-arbeiðsbólkinum og frágreiðingini, sum nú er løgd fram, vóni eg, at vit fáa eitt gott, mennandi og framskygt orðaskifti um fólkaskúlan, sum jú er grundarlagið undir allari okkara skúlaskipan.

 

Aðalorðaskifti var 6. februar 2007. Málið avgreitt.