Frágreiðing um orkupolitikk
101-2 Frágreiðing sambært § 51, stk. 4, í tingskipanini um orku
Framløga og aðalorðaskifti
Ár 2007, 6. februar 2007, legði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi
Frágreiðing
til
aðalorðaskifti um orkupolitikk
Sum landsstýrismaður í vinnumálum leggur undirritaði frágreiðing
um orkupolitikk til Løgtingsins viðgerð.
Visjónin hjá landsstýrinum er, at í 2015
- Skulu 20%
av orkunýtsluni á landi skulu stava frá varandi orkukeldum
- Skal
fiskiflotin nýta 15% minni orku í mun til veiðinøgdina
Aftur at høvuðsmálsetningunum um minni oljunýtslu, skulu karmar
og krøv setast, soleiðis at vit hava:
-
Hóskandi veitingartrygd
-
Rímiligan orkuprís
-
Nøktandi náttúru- og umhvørvisfyrilit
-
Góðan orkukunnleika
Niðanfyri er høvuðstátturin av teimum tiltøkum, sum skotin vera
upp at fremja:
Tríggir meginhættir eru at minka um oljunýtsluna:
-
at nýta meira varandi orku
-
at gagnnýta orkutilfeingið betur
- at broyta
yvirskipaða strukturin fyri orkutørvin hjá fiskiflota, húsarhaldum og
flutningskervi við t.d. at gera tillagingar í samanseting av fiskiflota,
bústaðarmynstri og flutningskervi.
Uppskotið til orkupolitikk er skipað í tveir høvuðspartar,
ávíkavíst orkunýtslu á landi og á sjógvi, og sett eru ítøkilig mál fyri
orkunýtsluna til 2015.
Orkunýtsla á landi
Málsetningurin um orkunýtslu á landi kann røkkast við at byggja
út varandi orkukeldur, gagnnýta avlopshita frá elframleiðslu og brenning av
burturkasti, minka um nýtsluna av olju og bensini fyri hvønn koyrdan kilometur
og við at nýta minni olju til upphiting og elorku.
Ítøkiliga verður mælt til:
- At økja
vindorkuna úr 6% til at nøkta í minsta lagi 20% av elorkutørvinum. Hetta fer
at spara umleið 9.600 tons av tungolju um árið.
- At kanna
møguleikarnar fyri at nýta vindorku til upphiting. Umleið helvtin av
orkunýtsluni á landi fer til upphiting, og í nýggjum útstykkingum eigur
upphitingin tí at verða væl fyrireikað, so at møguleikar eru at skifta
orkukeldu og at laga seg til orkusparandi tøkni. Felags hitastøðir og
fjarhitaskipanir geva betri umstøður at velja orkukeldu.
- At kanna
hvørjir møguleikar eru at byggja út vatnorkuna við atliti at kostnaði,
náttúru og umhvørvi. Nakað av hesum arbeiði hevur SEV longu gjørt, og talan
verður tí um at dagføra og víðka um vitanina, umframt at meta um
møguleikarnar við støði í krøvum viðvíkjandi náttúruvernd, búskapi og
veitingartrygd. Um vatnorkan kann økjast við 20%, fer hetta at minka
tungoljunýtsluna við umleið 4.300 tonsum um árið.
Til tess at gagnnýta orkuna á landi betur, er neyðugt við
miðvísum arbeiði á fleiri økjum. Í høvuðsheitum kunnu vit:
- Gera eina
landsbyggireglugerð, ið ásetir mestu orkunýtslu fyri hvønn fermetur við
atliti at nýggjum húsum, umbyggingum og umvælingum.
- Gera eina
bygningsskrá við orkuupplýsingum. Hetta kann verða gjørt í sambandi við
fyrireikingarnar til ætlaðu fólka- og bústaðarteljingina, sum verður víðkað
til eisini at fevna um bygningar. Bygningsskráin verður grundarlag undir
orkukanningum og orkumerkingum av húsum og bygningum í sambandi við sølu.
- Fremja
felags hitaveitingar í samband við nýggjar útstykkingar.
- Seta í
verk skipan, sum kann stimbra orkusparing í sethúsum og almennum bygningum.
Her verður t.d. hugsað um ráðgeving, avgjaldstillaging og stuðulsmøguleikar
í sambandi við nýbygging, umbygging og íløgur í orkusparandi tøkni og
tilfar. Henda skipan kann t.d. fíggjast við oljuavgjaldi, og ráðgevingin
skal eisini fevna um hagtalsinnsavning og royndir av sólhitaskipanum,
hitapumpum, húsarhaldstólum o.s.fr.
- Orkumerkja
allar bygningar, sum tað almenna eigur ella leigar, og gera íløgur í lønsom,
orkusparandi tiltøk.
- Gera krav
um, at vinnu- og vinnurekandi bygningar skulu gera íløgur í lønandi,
orkusparandi tiltøk.
- Gera krav
um gagnnýtslu av avlopsorku frá brennistøðum, elframleiðslu, størri
køliútgerð o.s.fr. har tað ber til.
- Útbyggja
fjarhitanetið samsvarandi tøkari avlopsorku. Mett skal verða um lønsemi,
áðrenn slíkar útbyggingar verða framdar.
- Betrað
skal alsamt verða um flutningsmøguleikarnar, so fólk hava eitt gott og
bíligt alternativ til egnan bil.
- Umskipa
skrásetingargjøld og vektgjøld á bilum, so fyrimunur verður at keypa
orkusparandi og umhvørvisrættar bilar.
- Endurskoða
olju- og bensingjøldini og møguliga broyta tey til umhvørvisgjøld.
Gagnnýta vit avlopsorkuna frá brennistøðum og elverkum og minka
um orkunýtsluna í húsarhøldunum og ferðsluni við 20% fyri hvørja eind
samstundis sum vit framskriva ferðsluna við 30% og búskaparvøksturin annars við
8%, verður mett at oljunýtslan kann minka við 10.000 tonsum. Leggja vit tær
sparingar, ið standast av nevndu vindorku- og vatnorkuútbyggingum afturat,
verður mett, at samlaða oljunýtslan á landi kann minkast við umleið 25.000
tonsum í mun til 2005.
Orkunýtsla á sjónum
Trupult er at seta neyv mál fyri fiskiflotan, tí skiftandi
viðurskifti kunnu ávirka bæði veiðunøgd og orkunýtslu, og skipabólkarnir hava
eisini ólíkar fortreytir. Aftur ímóti heimaflotanum fiska aðrir skipabólkar til
dømis bæði í føroyskum og útlendskum sjógvi og av føroyskari sum útlendskari
kvotu. Tí kann verða trupult at seta sama mál fyri allar bólkar, og
málsetningurin má verða lisin í røttum samanhangi, har ein samtykkir at virka
fyri, at fiskiflotin sum heild skal nýta minni orku í mun til veiðinøgdina.
Til ber at minka um orkunýtsluna við at hvørt skip sær stýrir
roynd og orkunýtslu, so at úrtøkan verður sum mest, og við at samfelagið ásetir
gagnligasta veiðitrýst á fiskastovnarnar.
Ítøkiliga verður mælt til:
- At gera
hagtalsskipanir, sum tryggja álítandi vitan um orkunýtslu og rakstur annars
hjá øllum skipabólkum. Sum partur av hesum verður skotið upp at víðka um
ætlaðu sporførisskipanini fyri fiskiflotan til at fevna um hagtøl eisini
fyri orkunýtslu.
- At stimbra
nýtslu av stýriskipanum, sum geva reiðaríi og manning eitt amboð at fáa
betri orkunýtslu. Hetta kann gerast við at ráðgeva og seta skipunum
beinleiðis krøv um sparingar og harvið eggja til at minka um óneyðuga
orkunýtslu.
- At seta í
verk eina benchmarkingskipan, sum miðar ímóti orkugóðari og burðardyggari
veiðu.
- Endurskoða
um vit hava hóskandi tal og slag av skipum til verandi
tilfeingisgrundarlag, og at gera neyðugar tillagingar út frá hesum.
Mælt verður til at tikið verður undir við hjálagda uppskoti til
orkupolitikk.
Orðaskifti var um um frágreiðingina tann 13. februar 2007. Málið avgreitt.