115  Uppskot til  løgtingslóg um vegaføring við Leirvík

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð
H. 3. viðgerð
I. Orðaskifti við 3. viðgerð
 

Ár 2006, 19. apríl, legði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um vegaføring við Leirvík

 

§ 1. Landsstýrismanninum verður heimilað at skipa fyri, at vegur við tilhoyrandi rundkoyringum verður gjørdur frá verandi landsvegi sunnanfyri tunnilsmunnan á Leirvíkstunlinum yvir til tilkoyringarvegin til Norðoyatunnilin. Vegaføringin skal leggjast gjøgnum Leirvíkar bygd eftir verandi vegi, omanfyri virkini á havnarlagnum, gjøgnum fjørðuna eftir einari útfylling, sum verður gjørd í havnini uttanfyri neystini út á Kráartanga.

Stk. 2. Byggiútreiðslurnar til verkætlanina kunnu í mesta lagi verða 40 mió. kr.

 

§ 2. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

 

Viðmerkingar til lógaruppskotið

 

Kap. 1. Almennar viðmerkingar

 

1.      Orsøkin til, at lógaruppskotið verður gjørt, og endamál við lógini

 

Orsøkin til, at lógaruppskotið verður gjørt, er at geva Løgtinginum høvi at taka avgerð um vegaføringina við Leirvík. Nú fleiri veg- og tunnilsuppskot eru kannað, herundir uppskotið hjá J&K Petersen og NCC um eina lokrennu omanfyri virkini á havnarlagnum, verður framvegis mett, at besta loysnin er ein vegaføring. Í viðmerkingunum verður greitt frá teimum uppskotum, sum hava verið uppá tal seinasta hálva árið.

 

Ásett er í játtanarskipanini, at tá talan er um størri íløgur, ið ofta fevna um fleiri fíggjarár, er meginreglan, at serstakt lógaruppskot verður lagt fyri Løgtingið. Í lógartekstinum fær landsstýrismaðurin heimild at gera nýggja vegaføring við Leirvík, og kunnu byggiútreiðslurnar í mesta lagi verða 40 mió. kr. í alt. Um samlaði løgukostnaðurin er ásettur í lógini, kann landsstýrismaðurin sambært játtanarskipanini gera avtalur, sum hava við sær útreiðslur í komandi fíggjarárum, um so er, at hetta er neyðugt fyri at gera skilagóðar sáttmálar, og treytað av, at samlaði løgukostnaðurin verður hildin.

 

Við øllum verkætlanum er tað tó so, at tá komið er nakað áleiðis við arbeiðinum, kann tað av og á vísa seg, at umstøðurnar eru øðrvísi í mun til fortreytirnar fyri sáttmálanum, og tá kann tað henda, at arbeiðið gerst nakað dýrari enn upprunaliga ásett í byggisáttmálanum. Avgerandi fyri, um farast kann undir arbeiðið, er tí, at samlaðu byggiútreiðslurnar verða mettar at verða ájavnt við ella lægri enn tann upphæddin, sum er ásett í lógini, tá byggisáttmálin verður undirskrivaður. Ein verklagslóg er sostatt eingin endalig trygd fyri, at samlaði kostnaðurin ikki gerst hægri enn ásett í lógini, tó at tað væntandi bert hendir í undantaksføri, at útreiðslurnar ikki kunnu haldast undir tað, sum er ásett í lógini.

 

2.      Gongdin í málinum

Verklagslógin fyri fast samband um Leirvíksfjørð varð løgd fram tann 4. mars 2002, beint áðrenn seinasta framløgudag. Í lógini var støða ikki tikin til, hvussu vegaføringin við Leirvík skuldi skipast. Til 3. viðgerð av lógaruppskotinum varð broytingaruppskot samtykt, har ásett varð, at landsstýrismaðurin, eftir at hava ráðført seg við Klaksvíkar- og Leirvíkar kommunur, skuldi taka støðu til neyðugar atknýttar verkætlanir, áðrenn tunnilsarbeiðið varð sett í verk. Eitt ávíst samskifti var við Leirvíkar- og Klaksvíkar kommunu. Í hesum samskifti kom fram, at Leirvíkar kommuna ynskti eina tunnilsloysn omanfyri bygdina, meðan Klaksvíkar kommuna ynskti, at vegur varð gjørdur frá ætlaðu rundkoyringini Borðoyarmegin yvir í Oyravegin.

 

Ymsar vegaføringar vórðu kannaðar Leirvíksmegin, og mælti Landsverk til, at vegur varð gjørdur omanfyri Leirvíkar bygd, heldur enn tunnil. Málið varð sent politisku flokkunum til støðutakan, og var tá undirtøka fyri heldur at fara undir forkanningar av einum tunli omanfyri bygdina.

 

Lógin um fast samband um Leirvíksfjørð varð síðani broytt í apríl 2003, og varð nú ásett, at tá neyðugar forkanningar og prosjektering vóru gjørdar, og í seinasta lagi í 2005, skuldi landsstýrismaðurin leggja fram uppskot til løgtingslóg um hesar verkætlanir. Eisini varð ásett, at verklagslógin skuldi fevna um ein tunnil undir Leirvíkar bygd eysturoyarmegin og ein veg frá ætlaðu rundkoyringini yvir í Oyravegin Borðoyarmegin. Ásetingin um, at landsstýrismaðurin skuldi ráðføra seg við Leirvíkar- og Klaksvíkar kommunu, varð strikað.

 

Arbeitt varð síðani eftir hesari áseting, og skipaði Landsverk fyri, at forkanningar vórðu gjørdar av ætlaðu tunnilsloysnini, sum tá varð mett at kosta einar 60-70 mió. kr. Í 2005 vísti tað seg tó, at undirtøkan fyri ætlaðu tunnilsloysnini var minkað nógv, og at neyðugt var at viðgera vegaføringina av nýggjum. Bygdarráðið í Leirvík ynskti nú í fyrra føri ein tunnil niðarlaga í bygdini og í øðrum føri ein veg niðarlaga í bygdini. Leirvíkar kommuna hevði biðið eina teknistovu í Gøtu um at gera eitt skitsuprosjekt av tunli undir havnalagnum við Leirvík, og varð hetta hugskot lagt fram fyri Landsverki tíðliga í 2005 og fyri innbodnum á fundi í Leirvík í mai 2005. Teknistovan metti tá, at ein slíkur tunnil kostaði uml. 70-80 mió. kr.

 

Landsverk metti tó leysliga, at kostnaðurin av tunlinum helst var einar 150 mió. kr., og hevði tí biðið Landsbyggifelagið meta um verkætlanina. Landsbyggifelagið metti við fyrivarni, at kostnaðurin kundi gerast einar 130-140 mió. kr. Í báðum førum varð tó sagt, at neyvari kanningar máttu gerast, um kostnaðarmetingin skuldi gerast við størri vissu.

 

Politiskt var undirtøka fyri at gera fleiri kanningar av verkætlanini, men ynski var nú um, at tunnilin skuldi ganga undir niðasta vegnum í Leirvík heldur enn fram við bryggjukantinum, og uppskot varð tí lagt fyri Løgtingið um eykajáttan til at gera kanningarnar. Lógin um fasta sambandið um Leirvíksfjørð varð broytt, so landsstýrismaðurin í seinasta lagi 15. februar 2006 skuldi leggja fram uppskot til løgtingslóg um tunnil undir ella vegaføring framvið Leirvík. Teknistovan í Gøtu gjørdi saman við COWI og HMP Consult hesar kanningar. Samstundis gjørdi Landsbyggifelagið kanning av eini vegaføring niðri í bygdini.

 

Úrslitið var greitt beint fyri jól í 2005. Ráðgevandi feløgini mettu nú, at kostnaðurin á einum tunli var uml. 147 mió. kr., og at ein vegur niðarlaga í bygdini kostaði uml. 38 mió. kr. Tá úrslitini av kanningunum vóru løgd fram fyri bygdarráðnum í Leirvík, var ynski um at fáa vegaføringarnar omanfyri bygdina lýstar betri, og gjørdi Landsverk hetta fyrst í 2006.

 

Aftaná at ymisku loysnirnar vóru lagdar fyri bygdarráðið, boðaði bygdarráðið frá, at tað framvegis ynskti tunnilsloysnina niðarlaga í bygdini, og vísti ikki á aðrar møguleikar.

 

Stutt áðrenn lógaruppskotið um veg- ella tunnilsføring skuldi vera liðugt, sendu entreprenørfeløgini NCC og J&K Petersen Vinnumálaráðnum eina nýggja kostnaðarmeting fyri eina eitt sindur broytta tunnilsloysn niðarlaga í bygdini, og søgdu feløgini seg vera sinnað at fara í samráðingar um eina avtalu, grundað á eina kostnaðarmeting, sum er uml. 86 mió. kr. Landsverk kannaði leysliga kostnaðarmetingina og staðfesti, at talan var ikki um prosjekt, men talvur, sum í yvirskiftsformi lýstu, at talan var um ein 350 m langan stoyptan tunnil (50 metrar stytri enn Leirvíkar kommuna hevði samtykt), veg, rundkoyringar v.m. Eisini kundi staðfestast, at ætlanin var at forankra tunnilin í helluna og sostatt spara betong. Út frá talvunum bar ikki til at siga, hvørjar fortreytirnar vóru fyri kostnaðarmetingini. Staðfestast kundi tó, at ymiskir útreiðslupostar, t.d. endurgjald fyri jørð og neyst, ikki vóru við í kostnaðarmetingini. Tað bar ikki til at staðfesta, um henda loysnin lýkur galdandi krøv og normar.

 

Politiskt ynski var tó um at kanna uppskotið hjá NCC og J&K Petersen nærri, og varð tíðarfreistin longd til 4. apríl 2006, samstundis sum 1 mió. kr. vórðu játtaðar til kanningar. Landsverk metti tá, at slíkar kanningar kundu taka 3-6 mánaðir, men at tað var torført at siga við vissu. Løgtingið gjørdi so av at leingja freistina uml. 1½ mánaða, og bað Landsverk síðani ráðgevandi felagið Rambøll um at gera tær ávegis kanningar, sum kundu gerast við so stuttari tíðarfreist. Rambøll metti síðani, at um felagið fekk neyðugt tilfar beinanvegin, kundi eitt úrslit fáast uml. 1. apríl, og eitt endaligt úrslit 1. mai. Lítið og einki tilfar kom frá J&K Petersen og NCC og tí bað Landsverk Rambøll um at kanna, um loysnin hjá teknistovuni í Gøtu kundi gerast bíligari við at festa tunnilin í helluna og/ella at stytta hann. 28. mars 2006 er tilfar av statiskum útrokningum komið frá J&K Petersen og NCC, men tað bar ikki til at kanna hetta innan ta tíðarfreist, sum Løgtingið hevði sett. Tí legði landsstýrismaðurin uppskot fyri Løgtingið um at leingja hesa freist til 30. apríl 2006. Einki liðugt prosjekt er komið frá J&K Petersen og NCC til støðutakan.

 

Rambøll er síðani komið við einari fyribils niðurstøðu, at ein tunnil, sum er 350 m langur og verður festur í helluna, kann gerast fyri uml. 120 mió. kr. (-15 mió. kr./+ 40 mió. kr.). T.v.s. at metingin hjá Rambøll er, at ein slíkur tunnil í besta føri kostar 105 mió. kr., men í ringasta føri kann hann kosta 160 mió. kr. Eisini eru tær statisku útrokningarnar kannaðar, og vísir tað seg, at har eru ymisk viðurskifti, sum mugu broytast. Sparingin í betongnøgd er sambærilig við tað, sum Rambøll er komið til í sínum metingum, men tó metir Rambøll, at sparingin í krónum er yvirmett.

 

Samstundis hevur Landverk kannað møguleikan fyri at føra ferðsluna frá Norðoyatunlinum uttanum Leirvík við at gera ein tunnil, sum fer inn í fjallið sunnanfyri Leirvík og gongur beinleiðis yvir í verandi Leirvíkstunnil ella beinleiðis yvir í Gøtudal. Henda loysn er mett at kosta 110-118 mió. kr.( +/- 10 mió. kr.).

 

Málið varð síðani viðgjørt á samgongufundi, har stórur meiriluti var fyri einari vegaloysn. So skjótt sum henda niðurstøða var greið, setti landsstýrismaðurin seg í samband við bygdarráðið í Leirvík, sum varð kunnað um hesa niðurstøðu. Bygdarráðið í Leirvík viðgjørdi síðani málið á bygdarráðsfundi 7. apríl og kunnaði Vinnumálaráðið um niðurstøðuna. Niðurstøðan var, at samtyktin um ein tunnil (lokrennu) dettur burtur og ístaðin mælir meirilutin í bygdarráðnum til at gera ein veg niðri í bygdini.

 

3.      Meting av ymiskum loysnum

Fleiri ymiskar loysnir hava verið í uppskoti at leggja vegaføringina frá Norðoyatunlinum til Leirvíkstunnilin. Í sambandi við, at henda lógin skuldi gerast, er mett um fyrimunir og vansar við ymsum loysnum í mun til ymisk metingarstøði.

Tær loysnirnar, sum verða samanbornar, eru hesar:

1) Vegur niðarlaga í bygdini

2) Vegur og lokrenna (tunnil) omanfyri virkini á havnarlagnum

3) Veg omanfyri bygdina, niðanfyri bygdarhúsið

4) Veg omanfyri bygdina, omanfyri bygdarhúsið

5) Tunnil inn í Leirvíkstunnilin/Gøtudal

 

Í talvuni niðanfyri er gjørd ein samanbering av hesum loysnunum í mun til ymisk metingarstøði. Einstøku metingarstøðini eru ikki vektað.

 

Metingarstøði

Veg niðarlaga í bygdini

Veg/lokrenna

Veg niðanfyri bygdarhúsið

Veg omanfyri bygdarhúsið

Tunnil inn í Leirvíkstunnil/Gøtudal

Lágur kostnaður

● ● ● ●

● ● ● ●

● ● ● ●

Lítið hall á vegnum

● ● ● ●

● ● ●

● ●

● ● ● ●

Ferðslutrygd

● ●

● ●

● ● ● ●

● ● ● ●

● ● ● ●

Stutt byggitíð

● ● ● ●

● ●

● ● ● ●

● ● ● ●

● ●

Lítla ávirkan á náttúruna/umhvørvið

● ●

● ● 

● ● ●

● ●

● ● ● ●

Fleksibilitet í framtíðar bygdarplanlegging

● ●

● ● ●

● ● ●

● ● ●

● ● ● ●

Betri atkomuviður-skifti til bygdarhús /fótbóltsvøll

● ● ● ●

● ● ●

Lítið óljóð frá vegnum

● ●

● ●

● ● ●

● ●

● ● ● ●

Stutt strekki at koyra

● ● ●

● ● ●

● ●

● ●

● ● ● ●

Lítil ferðslunøgd í bygdum øki

● ● ●

● ● ● ●

● ● ● ●

● ● ● ●

Framkomuleiki (Ferð og forðingar)

● ●

● ●

● ●

● ● ● ●

Lítil órógv í byggitíð

● ● ●

● ● ●

● ● ● ●

 

 

Frágreiðing til samanberingina:

 

Lágur kostnaður

Vegaloysnirnar verða allar mettar at kosta uml. 40 mió. kr. Av tunnilsloysnunum verður 350 m lokrennan við vegi mett at kosta uml. 120 mió. kr. (- 15/+ 40 mió. kr.), meðan tunnilin inn í Leirvíkstunnilin verður mettur at kosta uml. 110 mió. kr. (-10/+10 mió. kr.).

 

Raksturin av vegunum er mettur til uml. 250 tús kr. árliga, meðan árligi raksturin av tunnilsloysnunum er mettur til uml. 700 tús. kr. árliga.

 

Lítið hall á vegnum

Við báðum loysnunum niðarlaga í bygdini og á tunlinum, ið fer inn í Leirvíkstunnilin, verður lítið og einki hall á vegnum, tó at niðurkoyringarnar í lokrennuni eru á markinum fyri, hvat kann góðtakast. Á vegnum niðanfyri bygdarhúsið verður lítið hall á vegnum frá bygdarhúsinum oman til rundkoyringina til Norðoyatunnilin, men nakað av halli verður frá bygdarhúsinum oman móti Leirvíkstunlinum (uml. 7,5% í uml. 500 m). Á vegnum omanfyri bygdarhúsið verður hallið á vegnum frá bygdarhúsinum oman til rundkoyringina til Norðoyatunnilin nakað størri, og eisini verður nakað av halli frá bygdarhúsinum oman móti Leirvíkstunlinum (uml. 7,5% í uml. 650 m).

 

Ferðslutrygd

Við vegnum niðarlaga í bygdini verður hørð og bleyt ferðsla blandað. Hetta er eisini partvíst galdandi fyri lokrennuna. Í báðum vegaføringunum omanfyri bygdina verður henda ferðsla sundurskild við undirføringum, skildum gongu/súkklubreytum o.a. Við tunlinum, ið fer inn í Leirvíkstunnilin, verður ferðsla til og frá Norðoyatunlinum skild frá mestu ferðsluni í Leirvík.

 

Stutt byggitíð

Byggitíðin, íroknað prosjektering fyri báðar tunnilsloysnirnar, er mett til 32 mánaðar. Byggitíðin, íroknað prosjektering fyri vegaloysnirnar, er mett til 12 mánaðir.

 

Ávirkan á náttúru og umhvørvi

Vegurin gjøgnum fjøruna verður nokk so sjónligur og ávirkar náttúruna nakað, serliga í Kettuvíkini, har einasta fjøran í bygdini er. Harafturat ávirkar ætlanin nógv neystaumhvørvið, tí neystini norðanfyri virkini mugu takast burtur, og sunnanfyri verður ein útfylling út fyri neystini. Lokrennan hevur á leið somu ávirkan sum vegaloysnin niðarlaga í bygdini, men har, sum sjálvur tunnilin er, er minni ávirkan. Vegurin niðanfyri bygdarhúsið fer at síggjast í landslagnum, men hetta verður tó nakað avmarkað av ljóðvollunum, sum verða gjørdir. Vegaføringin omanfyri bygdarhúsið er helst tann loysnin, sum hevur størstu ávirkanina á náttúruna, m.a. tí tann vegaføringin liggur beint gjøgnum viðarlundina. Tunnilin, ið fer inn í Leirvíkstunnilin, ávirkar umhvørvið lítið ella einki.

 

Fleksibilitet í framtíðar bygdarplanlegging

Vegurin niðarlaga í bygdini kann avmarka møguleikarnar at nýta havnina og fremja útbyggingar nakað. Báðar loysnirnar niðarlaga í bygdini avmarka útbyggingarmøguleikarnar av havnaøki og vinnuvirkjum suðureftir. Vegaføringarnar í erva avmarka møguleikar fyri at planleggja framtíðar útstykkingar nakað. Hinvegin hevði undir øllum umstøðum verið neyðugt við vegaføringum til hesar útstykkingar, og kunnu vegirnir í erva verða gagnnýttir til hetta endamál. Tunnilin inn í Leirvíkstunnilin ávirkar í minni mun fleksibilitetin, við tað at 400 metrar av vegi skulu gerast. Hetta er óvuliga lítil partur av byggilendinum í Leirvík. Millum tunnilsmunnan og viðarlundina má roknast við avmarkingum í spreingiarbeiði, eftir at tunnilin er gjørdur.

 

Betri atkomuviðurskifti til bygdarhús/fótbóltsvøll

Sum er, fer øll ferðsla til og frá bygdarhúsi og fótbóltsvølli gjøgnum bygdina. Við vegnum niðarlaga í bygdini og báðum tunnilsloysnunum verður hetta óbroytt. Við báðum vegaføringunum í erva í bygdini verða atkomuviðurskiftini betrað. Tó verður tilkoyringin til bygdarhúsið betri, um vegurin verður lagdur niðanfyri bygdarhúsið, tí atkomuviðurskiftini verða høgligari og tunga ferðslan til bygdarhúsið nýtist ikki at fara ígjøgnum bygdina. Tá ber eisini til at gera nýtt parkeringspláss til bygdarhúsið, sum serliga leirvíkingar fáa fyrimun av.

 

Lítið óljóð frá vegnum

Við vegaføringum niðarlaga í bygdini verður hallið á vegnum og harvið óljóðið frá bilmotorunum minni. Tó kann roknast við, at nakað av óljóði stendst av uppbremsing og akseleratión í tveimum støðum mitt í bygdini. Harafturat hoyrist ljóð betri niðaneftir enn omaneftir, og ferðslan verður í stóran mun millum hús og ávirkar harvið meira. Ljóðvollar, ið verða gjørdir á vegaføringunum omanfyri bygdina, fara væntandi at minka um óljóðið sum hoyrist omaneftir frá vegnum við eini helvt. Samanumtikið verður tí mett, at ávirkanin frá óljóði verður nakað størri fyri vegi niðri í bygdini og partvís lokrennu. Møguliga hevur lokrennan ein lítlan fyrimun, tí partur av vegastrekkinum verður lagt undir jørð. Lítið og einki óljóð verður frá tunlinum, sum fer inn í Leirvíkstunnilin, tí tilkoyringarvegurin til tunnilsinntakið er 400 m, og rættiliga lítið hall er á vegnum.

 

Stutt strekki at koyra

Longdin á vegaføringini niðarlaga í bygdini og á vega/tunnilsloysnini er uml. 1100 m frá rundkoyring til rundkoyring, meðan longdin á vegaføringunum omanfyri bygdina er uml. 1700 m frá rundkoyring til rundkoyring. Stytsta koyristrekkið verður við tunlinum, ið fer inn í Leirvíkstunnilin.

 

Lítil ferðslunøgd

Ferðslan frá Norðoyatunlinum (væntandi uml. 1200-1500 akfør um samdøgrið í upplatingarárinum) fer við vegaføringunum niðarlaga í bygdini partvíst at koyra eftir verandi vegi, har uml. 2000 akfør um samdøgrið koyra frammanundan. Samlaða ferðslan gjøgnum bygdina verður tá upp til 3500 bilar. Við vegaloysnunum omanfyri bygdina verður ferðslan frá Norðoyatunlinum í stóran mun skild frá verandi ferðslu. Roknast kann við, at tann tunga ferðslan, sum í dag fer út á Vík gjøgnum bygdina, ístaðin fer at nýta nýggja vegin, og harvið avlasta verandi vegakervið í bygdini. Við tunlinum, sum fer inn í Leirvíkstunnilin, verður ferðslan í enn størri mun skild frá verandi ferðslu.

 

Framkomuleiki (ferð og forðingar)

Við vegunum omanfyri bygdina skal gjøgnumkoyrandi ferðslan steðga við 2 rundkoyringar og hægst loyvda ferð verður 50 km/t. Fyri vegin niðarlaga í bygdini er hetta sama galdandi, tó má roknast við, at gjøgnumkoyrandi ferðslan verður meira órógvað av bleytari og lokalari ferðslu. Við tunli niðri í bygdini er nakað tað sama galdandi sum við vegi niðri í bygdini, tó verður gjøgnumkoyrandi ferðslan munandi minni órógvað av bleytari og lokalari ferðslu, og møguliga er bert neyðugt við einari rundkoyring. Við tunli inn í Leirvíkstunnilin verður neyðugt at steðga við eina rundkoyring, meðan hægst loyvda ferð kann verða 80 km/t fyri allan teinin.

 

Lítil órógv í byggitíð

Við loysnini niðarlaga í bygdini verður nógv órógv í byggitíðini fyri tey, sum búgva fram við niðara vegi, og fyri tey, sum nýta niðara veg í dag. Við tunli beinleiðis inn í Leirvíkstunnilin, verður stórt sæð ongin órógv í byggitíðini, um sleppast kann undan at koyra grót ígjøgnum bygdina. Hinvegin verður tunga ferðslan munandi økt í hesum tíðarskeiði. Við vegaføringunum verður nakað av tungari ferðslu í byggitíðini. Harumframt verða virkini á havnarlagnum órógvað nakað, um vegur verður gjørdur gjøgnum fjøruna.

 

Niðurstøða:

Vísandi til gongdina í málinum og tilmælið frá Leirvíkar bygdarráði, er valt at leggja uppskot fyri Løgtingið um vegaføring gjøgnum bygdina.

 

4.      Um verkætlanina

Endamálið við verkætlanini er serliga at tryggja eitt hóskandi samband millum Norðoyatunnilin og Leirvíkstunnilin.

 

Talan er um vegaføring frá vegnum til Norðoyatunnilin, fram við fjøruni í Kettuvíkini yvir á Kráartanga. Av Krártanga fer vegurin eftir eini uppfylling uttanfyri neystini yvir á havnarlagið sunnanfyri virkini, og haðani eftir verandi vegi omanfyri virkini yvir í landsvegin. Ein siglirenna til smærri bátar verður gjørd í uppfyllingini.

 

Miðskeiðis við Tavuna verður ein lítil rundkoyring við íbinding í bygdarvegin, har tung ferðsla má koyra yvir um miðarealið, og við kirkjuna verður ein stór rundkoyring, har allar íbindingar, íroknað íbindingina oman á verandi ferjulegu, koma í.

 

Sunnanfyri Tavuna verður ein íbinding í vegin omanfyri neystini, har bert verður loyvt at koyra av landsvegnum. Við havnalagið á Kráartanga verður ein vanlig T-íbinding. Eisini verður ein undirføring til bleyta ferðslu á Kráartanga. Miðøksl verður frá Kráartanga til nakað eftir kirkjuna, so ikki ber til at yvirhála. Har, sum vegurin fer eftir verandi vegi, verður garður gjørdur, soleiðis at gangandi ferðsla bert sleppur um vegin eftir gonguteigum við rundkoyringarnar.

 

Talan verður um 50 km/t veg frá Kráartanga til sunnanfyri tunnilsmunnan á Leirvíkstunlinum.

 

Smærri broytingar ella tillagingar kunnu verða gjørdar í mun til tað, sum her er lýst, um tað verður mett at vera neyðugt ella skilagott.

 

5.      Tíðarætlan

Vegurin kann verða liðugur eitt ár eftir, at játtan og neyðug loyvi fyriliggja.

 

6.      Ummæli

Lógaruppskotið hevur ikki verið til ummælis, men er gjørt í samstarvi við Landsverk.

 

Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum

 

1.      Fíggjarligar avleiðingar

 

A. Fyri landið

 

Íløgukostnaður:

Byggiútreiðslurnar til verkætlanina eru mettar til uml. 40 mió. kr. tilsamans. Um Løgtingið samtykkir lógina, er ætlanin at leggja uppskot til eykajáttanarlóg fyri Løgtingið, har biðið verður um pening til tann partin av arbeiðnum, sum kann gerast í ár. Tað, sum írestar, verður so at játta á fíggjarlógini fyri 2007. Mett verður, at uml. 10 mió. kr. kunnu brúkast í ár, og uml. 30 mió. kr. í 2007.

 

Rakstrarkostnaður:

Landið fær ein eyka kostnað av at reka og viðlíkahalda nýggju vegaføringina, sum verður landsvegur. Samlað er talan um eina økta útreiðslu til landsvegahald, sum er 250 tús. kr. árliga. Játtanin til hald av landsvegum má tí økjast við hesari upphædd, tá  vegurin verður tikin í nýtslu, um ikki viðlíkahaldið av samlaða veganetinum skal versna.

 

B. Fyri kommunurnar

Uppskotið hevur ongar fíggjarligar avleiðingar fyri kommunurnar.

 

C. Fyri vinnuna

Uppskotið hevur positivar fíggjarligar avleiðingar fyri byggivinnuna. Tó kunnu økis- og byggiavmarkingar fyri vinnuna á staðnum hava negativar avleiðingar.

 

2.      Umsitingarligar avleiðingar

Uppskotið hevur smávegis umsitingarligar avleiðingar, tí Landsverk skal útbjóða og hava eftirlit við arbeiðinum. Harafturat skal Landsverk standa fyri rakstri og viðlíkahaldi. Av tí, at talan verður um landsveg gjøgnum bygdina, skal øll bygging í nánd, íbindingar v.m. góðkennast av Landsverki í framtíðini, og missir kommunan vegamyndugleikan.

 

3.      Umhvørvisavleiðingar

Vegurin verður nokk so sjónligur, og ávirkar náttúruna nakað, serliga í Kettuvíkini, har einasta fjøran í bygdini er. Harafturat ávirkar ætlanin nógv smábáta- og neystaumhvørvið. Ferðslan á vegnum veksur væntandi til umleið tað dupulta, og kann hetta hava nakað av ávirkan fyri virksemið fram við vegnum. Roknast kann við, at nakað av óljóði stendst av uppbremsing og akseleratión í tveimum støðum mitt í bygdini. Harafturat verður ferðslan í stóran mun millum hús, og ávirkar óljóðið harvið meira.

 

Við hesari loysnini fer ferðslan til og frá brennistøðini framvegis gjøgnum bygdina.

 

4.      Avleiðingar fyri serstøk øki í landinum

Uppskotið fær ta avleiðing, at verandi kommunali vegur verður landsvegur, og harvið verður Landsverk vegamyndugleiki á vegnum. Sí eisini tað, sum er skrivað omanfyri um umhvørvisavleiðingar.

 

5.      Sosialar avleiðingar

Uppskotið hevur ongar sosialar avleiðingar.

 

6.      Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Uppskotið hevur ongar avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur.

 

Talva 1: Yvirlit yvir avleiðingar

 

Fyri landið/

landsmyndug-leikar

Fyri kommunalar myndugleikar

Fyri pláss/øki í landinum

Fyri ávísar samfelagsbólkar/ felagsskapir

Fyri vinnuna

Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Ja

Umsitingarligar avleiðingar

Ja

Ja

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar avleiðingar

Nei

Nei

Ja

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar avleiðingar

 

 

Nei

Nei

 

 

 

Kap. 3. Viðmerkingar til einstøku lógargreinarnar

 

Til § 1

Í lógargreinini verður heimilað landsstýrismanninum at skipa fyri, at nýggjur landsvegur verður gjørdur gjøgnum bygdina. Í lógargreinini er eisini ásett, at byggiútreiðslurnar til verkætlanina í mesta lagi kunnu verða 40 mió. kr. Um Løgtingið samtykkir lógina, er ætlanin at leggja uppskot til eykajáttanarlóg fyri Løgtingið, har biðið verður um pening til tann partin av arbeiðnum, sum kann gerast í ár. Tað, sum írestar, verður so at játta á fíggjarlógini fyri 2007. Mett verður, at uml. 10 mió. kr. kunnu brúkast í ár og uml. 30 mió. kr. í 2007. Við byggiútreiðslur er at skilja tær samlaðu ódiskonteraðu útreiðslurnar til arbeiðið, t.v.s. sáttmálakostnaður, eftirlit v.m. Útreiðslurnar til forkanningar og prosjektering eru ikki partur av byggiútreiðslunum.

 

Til § 2

Ongar viðmerkingar. 

 

Hjáløgd skjøl:

Kort, ið vísa ætlaðu vegaføringina við Leirvík.

Kort, ið vísa aðrar kannaðar verkætlanir.

Skjal 1. Vegur gjørgnum Leirvík
Skjal 2. Tunnil undir Leirvík
Skjal 3. Tunnilsloysnir Gøta-Leirvík
Skjal 4. Vegur niðan fyri Bygdahúsið
Skjal 5. Vegur oman fyri Bygdahúsið

Hesir tingmenn viðmæla, sambært § 54, stk. 2 í tingskipanini, at málið kann leggjast fram og fáa viðgerð:

Óli Breckmann Heðin Zachariasen Kjartan Joensen
Jógvan við Keldu Johan Dahl Jørgen Niclasen
Gerhard Lognberg Sverre Midjord Henrik Old
Kristian Magnussen John Johannessen Kaj Leo Johannesen
Lisbeth L. Petersen Olav Enomoto Anfinn Kallsberg
Jenis av Rana Bill Justinussen Andrias Petersen

1. viðgerð 21. apríl 2006. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 28. apríl 2006 legði fram soljóðandi

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 19. apríl 2006, og eftir 1. viðgerð tann 21. apríl 2006 er tað beint vinnunevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 27. og 28. apríl 2006.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við umboð fyri NCC, J&K Petersen Contractors, Leirvíkar bygdarráð og landsstýrismannin í vinnumálum.

 

Frá NCC fekk nevndin avrit av skrivi til Vinnumálaráðið, dagfest 24. januar 2006, viðv. betongtunli gjøgnum Leirvík og tekningar av tunlinum og tunnilsføringini. Frá landsstýrismanninum fekk nevndin avrit av frágreiðing frá Rambøll Danmark A/S, frá arpíl 2006, við eini tekniskari/fíggjarligari meting av uppskoti til verkætlan frá Teknistovuni í Gøtu til tunnil gjøgnum Leirvík.

 

Ein minniluti í nevndini (Henrik Old, Heðin Zachariasen og Gerhard Lognberg) vísir á, at samgongan hevur avgjørt at gera veg og ikki tunnil, og varð avtalan síðani, at man vendir aftur til bygdarráðið um, hvar vegaføringin skal vera. Ein meiriluti í bygdarráðnum mælir til veg niðri í bygdini. Minnilutin tekur tí undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

Ein annar minniluti í nevndini (Alfred Olsen, Tórbjørn Jacobsen og Heidi Petersen) vísir á, at semja alla tíðina hevur verið um at fylgja ynskjunum hjá bygdarráðnum, men er støðan nú er tann, at bygdarráðið er biðið um at velja millum tvær loysnir, ið bygdarráðið annars ikki ynskir. Minnilutin tekur undir við einum samdum bygdarráði um eina lokarennu. Minnilutin vísir á, at tað er sera trupult hjá tinginum at taka støðu til, um talan skal vera um eina vegaføring ella eina vegaføring við eini lokarennu. Av tí at fíggjarligu upplýsingarnar ikki eru nøktandi, er í løtuni í størri mun talan um eina ósemju um veruligu fíggjarligu útreiðslurnar enn eina politiska ósemju. Viðmerkingarnar geva ikki nærri ráðgeving, og upplýsingarnar frá Rambøll hava eitt ivasemi upp á 55 mió. Bæði NCC og bygdarráðið siga, at besta loysnin er ein vegur við eini lokarennu niðan fyri bygdina. Fyri at fáa greiðu á veruligu fíggjarligu viðurskiftunum í málinum, mælir minnilutin Løgtinginum til at broyta uppskotið soleiðis, at landsstýrismaðurin í staðin fær heimild at seta neyðug arbeiðir í verk at staðfesta veruliga kostnaðin av hesum báðum verkætlanunum, eina um vegaføringina sambært uppskotinum og eina um vegaføring við lokarennu eftir sama vegastrekki. Neyðugt verður sostatt at  bjóða bæði arbeiðir út fyri at fáa eina endaliga staðfesting av hesum. Tá veruligi kostnaðurin er staðfestur, má uppskot aftur leggjast fyri Løgtingið til støðutakan um, hvør verkætlan skal setast í verk.

 

Um so er, at uppskotið frá minnilutanum verður samtykt, metir minnilutin ikki, at hetta fer at seinka arbeiðið við eini vegaføring í Leirvík, av tí at prosjektering skal gerast undir øllum umstøðum. Verður uppskotið hjá minnilutanum samtykt, tá er endalig avgerð tikin um, at annahvørt vegur við lokarennu ella vegur verður har niðri í bygdini, og fær Leirvíkar bygdarráð aftur loyvi at disponera yvir økjum oman fyri bygdina, eftir at hetta hevur verið darvað av eini vantandi støðutakan í málinum.

 

Mælt verður harumframt til, at § 1, stk. 2 verður strikað. Fíggjarnevndin hevur samtykt álit, har játtaðar verða 10 mió. vísandi til fyriliggjandi uppskot. Fíggjarnevndin hevur viðmerkt, at vinnunevndin enn ikki hevur skrivað álit í málinum, og at viðmerkingarnar til játtanina tí mugu hava atlit til tað, sum vinnunevndin kemur til.

 

Samsvarandi hesum setir minnilutin fram soljóðandi 

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t

 

1) § 1, stk. 1 verður orðað soleiðis: "Landsstýrismanninum verður heimilað at seta neyðug arbeiði í verk at staðfesta veruliga kostnaðin bæði av eini vegaføring við lokarennu niðan fyri Leirvík og einum vegi við tilhoyrandi rundkoyringum frá verandi landsvegi sunnan fyri tunnilsmunnan á Leirvíkstunlinum yvir til tilkoyringarvegin til Norðoyatunnilin. Vegaføringin skal, annaðhvørt talan verður um veg við lokarennu ella ikki, leggjast gjøgnum Leirvíkar bygd eftir verandi vegi, oman fyri virkini á havnarlagnum."

 

2) § 1, stk. 2 verður strikað.

 

Annar minnilutin tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið við hesum broytingum.

 

Ein triði minniluti í nevndini (Kjartan Joensen) vísir á, at grundirnar til at mæla frá verandi uppskoti eru nógvar, og vil minnilutin her lýsa nakrar av teimum.

 

1. Landsverk metir loysnin í neðra er tann vánaligasta av teim trimum nevndu vegaføringum, sum talan er um.

2. Ráðið fyri Ferðslutrygd mælir staðiliga frá at leggja ferðsluna gjøgnum bygt øki.

3. Vinnan í Leirvík mælir staðiliga frá hesi loysn í neðra, og hevur sent mótmælisskriv bæði til Leirvíkar kommunu og til Vinnumálaráðið.

4. Størsti parturin av íbúgvunum í Leirvík ynskja ikki, at landsvegurin verður lagdur niðarlaga í bygdini, tí at alt tað gamla bygdaumhvørvið og framtíðar møguleikar at útbyggja havnina verða oyðiløgd.

5. Fólk aðrastaðni frá við fakligum kunnleika, t.d. Gunnar Hoydal, Heini Olsen og J.P. Gregoriussen mæla frá at leggja vegin har niðri við øllum teimum vansum, tað hevur við sær.

6. Øll ferðslan til og úr Leirvík og til og úr Norðoyggjum fer um ein og sama tronga í Leirvík - í Klaksvík fer hon í tvey ella meir.

7. Fólk, ið hava ørindi í gamla miðstaðarøkinum fáa truplari við at avgreiða síni ørindi har.

8. Okkara skjótt 100 ára gamla kirkja er har, hon er, og hon og kirkjugangararnir verða órógvað av hesi nýggju ferðsluæðr.

9. Parkeringsmøguleikarnir har verða munandi skerdir.

10. Havnaøkið, sum er ein partur av okkara bygdamynd, fer at verða nógv avbyrgt frá hinum partinum av bygdini, og sum frá líður, fer áhugin fyri virkseminum har at minka vegna hesa avbyrging.

 

Grundirnar til at mæla til vegaføring í erva eru at:

1. Bygdin fær góða til og frá koyring til bygdarhús og ítróttarøki.

2. Bygdin fær hervið ókeypis vegaføring, har sum vit alíkavæl skulu hava veg í framtíðini. hetta er beinleiðis vunnin peningur fyri bygdarráðið.

3. Ferðslan verður leidd uttan um bygt øki, allur tungur lastbilaflutningur til og úr Norðoyggjum og til og frá brennistøðini hjá IRF, eins og øll persónbilakoyring verður uttan ampa fyri bygdina í Leirvík.

4. Vegurin opnar eitt nýtt øki fyri útstykking. Leirvíkskingar kunnu nú fara at hugsa stórt og annarleiðis - gera nýggjar samanhangandi útstykkingar longur uppi , og harvið lata grøn øki liggja í friði í gamla bønum í Leirvík.

5. Ítróttarøkið, sum nú liggur langt frá bygdum øki, kann gerast ein meira integreraður partur av nýútstykkingini/byggingini í Leirvík.

 

Minnilutin mælir tí til, at vegaføringin verður løgd oman fyri Leirvíkar bygd, oman fyri bygdarhúsið, í samráð við byggimyndugleikan á staðnum, t.v.s. millum annað teknisku nevnd og bygdarráðið í Leirvík.

 

Samsvarandi hesum setir minnilutin fram soljóðandi 

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t

 

1) § 1, stk. 1, 2. pkt. verður orðað soleiðis: "Vegaføringin skal leggjast oman fyri Leirvíkar bygd, oman fyri bygdarhúsið, í samráð við viðkomandi byggimyndugleikar á staðnum."

 

Triði minnilutin tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið við hesi broyting.

 

2. viðgerð 3. mai 2006. Broytingaruppskot frá einum minniluta í vinnunevndini, Kjartan Joensen, til § 1 fall 1-1-29. Broytingaruppskot frá einum øðrum minniluta í vinnunevndini, Alfred Olsen, Tórbjørn Jacobsen og Heidi Petersen, til § 1 fall 14-0-17. §§ 1 og 2 samtyktar 24-0-7. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

 

Á tingfundi 5. mai 2006 løgdu tingmenninir Tórbjørn Jacobsen, Heidi Petersen, Alfred Olsen, Bill Justinussen og Kári P. Højgaard fram soljóðandi

 

Broytingaruppskot 

til 

3. viðgerð

 

1) § 1, stk. 1 verður orðað soleiðis: "Landsstýrismanninum verður heimilað at seta neyðug arbeiði í verk at staðfesta veruliga kostnaðin bæði av eini vegaføring við lokarennu niðan fyri Leirvík og einum vegi við tilhoyrandi rundkoyringum frá verandi landsvegi sunnan fyri tunnilsmunnan á Leirvíkstunlinum yvir til tilkoyringarvegin til Norðoyatunnilin. Vegaføringin skal, annaðhvørt talan verður um veg við lokarennu ella ikki, leggjast gjøgnum Leirvíkar bygd eftir verandi vegi, oman fyri virkini á havnarlagnum."

 

2) § 1, stk. 2 verður strikað.                                                                 

 

Viðmerkingar:

Víst verður til viðmerkingarnar í álitinum hjá einum minniluta í vinnunevndini (Alfred Olsen, Tórbjørn Jacobsen og Heidi Petersen) til málið.

 

3. mai 2006. Broytingaruppskot frá Tórbjørn Jacobsen, Heidi Petersen, Alfred Olsen, Bill Justinussen og Kára P. Højgaard  til § 1 fall 13-0-17. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 23-1-6. Málið avgreitt.


Ll.nr. 60 frá 16.05.2006