114  Uppskot til  løgtingslóg um kringvarp

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð
H. 3. viðgerð
I. Orðaskifti við 3. viðgerð

Ár 2006, 7. apríl, legði Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um kringvarp


 

Kapittul 1

Rættindi

§ 1.  Rætt til at reka programmvirksemi hava:

1.      Kringvarp Føroya

2.      Persónur, felag, kommuna o.o. við loyvi sbrt. kap. 3.

Stk. 2. Programmvirksemi skal fara fram sambært ásetingunum í hesi lóg, umframt teimum treytum, sum settar eru í loyvinum.

Stk. 3. Landið hevur skyldu til at tryggja, at allir borgarar hava møguleika at móttaka sendingar hjá Kringvarpi Føroya.

 

§ 2. Programmvirksemi merkir:

  1. kringvarping av ljóð- og myndasendingum til almenningin
  2. kringvarping um fjarskiftiskervi

Stk. 2. Fjarskiftiskervi  sbrt. hesi lóg er at skilja sum øll sløg av fjarskiftiskervum, ið koma undir fjarskiftislógina, til kringvarping av ljóð- og myndasendingum til privatar búðstaðir.

Stk. 3. Krav um sendiloyvi sbrt. § 1, stk. 1, nr. 2 forðar ikki eigarafelagi o.ø. at senda út fráboðanir til íbúgvar í eigarafelagsumdøminum, sum snúgva seg um ymisk viðurskifti í grannalagnum.

Stk. 4. Tey, ið taka niður frá fylgisveini ella gjøgnum annan útbúnað móttaka og senda útvarps- ella sjónvarpssendingar sbr. stk. 1, hava skyldu at senda sendingarnar hjá  Kringvarpi Føroya, um sent verður á fleiri enn trimum rásum og til fleiri enn 20 húski. Landsstýrismaðurin kann í serligum førum loyva frávik frá hesum.
 

Kapittul 2

Kringvarp Føroya

 

Bygnaður

§ 3. Kringvarp Føroya er sjálvstøðugur almennur stovnur, sum virkar óheftur av politisku skipanini.

 

§ 4. Kringvarp Føroya verður stjórnað av stýri við sjey limum. Landsstýrismaðurin tilnevnir sjey stýrislimir og sjey varalimir fyri 4 ár í senn.

Stk. 2. Stýrislimir og varalimir hjá hesum verða tilnevndir soleiðis:

  1. Átta persónar verða tilmæltir av politisku flokkunum, ið hava umboð í Løgtinginum. Millum hesar átta tilnevnir landsstýrismaðurin ávikavist fýra stýrislimir og fýra varalimir.
  2. Ein limur og ein varalimur verða tilnevndir eftir tilmæli frá starvsfólkunum í føstum starvi í Kringvarpi Føroya.
  3. Landsstýrismaðurin tilnevnir eftir egnari avgerð tveir stýrislimir og  tveir varalimir.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin tilnevnir formann og næstformann. Varalimur tekur sæti í stýrinum, um vanligum limi berst frá.

Stk. 4. Teir stýrislimir, ið verða tilnevndir sbrt. stk. 2, skulu samlað umboða førleikar, ið fevna um dyggan kunnleika til og innlit í føroysk samfelagsviðurskifti og mentan, fjølmiðlar og fíggjar- og roknskaparviðurskifti.

Stk. 5. Løgtingslimur ella fólkatingslimur kann ikki verða limur í stýrinum fyri Kringvarp Føroya. Starvsfólk, nevndarlimur ella leiðsla fyri øðrum føroyskum fjølmiðli kunnu ikki verða limir í stýrinum fyri Kringvarp Føroya.

Stk. 6. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um, hvussu stýrislimir sbrt. stk. 2, nr. 1 verða valdir, og hvørjar ítøkiligar førleikar hesir hvør sær skulu umboða. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um hvussu tilráðingin av umboði fyri starvsfólk í Kringvarpi Føroya fer fram, sbr. stk 2, nr. 2.

Stk. 7. Samsýning til stýrislimir skal góðkennast av landsstýrismanninum.

 

§ 5. Stýrið er ovasta leiðslan á stovninum og hevur yvirskipaðu ábyrgdina av, at ásetingarnar í lógini og øðrum fyriskipanum um virksemi stovnsins verða fylgdar. Eftir tilmæli stjórans staðfestir stýrið virksemi stovnsins sum heild og yvirskipaðu meginreglurnar fyri programmpolitikkin í fíggjarárinum, eins og stýrið skal góðkenna og hava eftirlit við stovnsins rakstrarætlan og roknskapi.

Stk. 2. Stýrið ger starvsskipan fyri virksemið hjá Kringvarpi Føroya, sum landsstýrismaðurin góðkennir.

Stk. 3. Stýrið setir og loysir úr starvi stjóra.

 

§ 6. Stjórin hevur dagligu programmábyrgdina og røkir fyrisitingarligu- og búskaparligu leiðsluna av Kringvarpi Føroya.

Stk. 2. Stjórin ger uppskot til stovnsbygnað, sum stýrið staðfestir, tó so at tað til eina og hvørja tíð skulu vera tvær tíðindaeindir.

 

Fíggjarviðurskifti

§ 7. Til Kringvarp Føroya skal rindast kringvarpsgjald. Landsstýrismaðurin ásetir kringvarpsgjaldið eftir tilráðing frá stýrinum fyri Kringvarp Føroya. Kringvarp Føroya krevur inn kringvarpsgjaldið.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð tær upphæddir, ið rindast skulu fyri ávikavist útvarp og sjónvarp, og sum samlað eru kringvarpsgjaldið. Uppkrav um kringvarpsgjald verður sent hvørjum húski í landinum. Ongum húski kann verða álagt at rinda meira enn eitt kringvarpsgjald. Gjaldskyldan er bert galdandi fyri húski sum hava tól, sum kann móttaka sendingar frá Kringvarpi Føroya.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð nærri reglur um gjaldskylduna fyri einstaka húskið og fyri tær bústaðaeindir, ið fevna um fleiri fyribils- ella fastar bústaðir í búfelagsskapum, á stovnum, sjúkrahúsum, gistingarhúsum o.l. Ásett verður, hvør skal rinda, hvørji tól koma undir gjaldskylduna, nær gjaldskyldan byrjar og endar. Somuleiðis verða ásettar reglur um afturrindan av ov nógv inngoldnum kringvarpsgjaldi, avgreiðslugjald, eykagjald fyri ov seint goldið kringvarpsgjald og støddina á hesum gjøldum.

Stk. 4. Øll krøv eftir hesum kapitli kunnu, saman við innkrevjingarkostnaði, verða innheintað við panting.

Stk. 5. Innheintingarreglurnar eftir hesi grein verða eisini at nýta í sambandi við innheinting av krøvum til Kringvarp Føroya, sum stava frá tíðini, áðrenn henda lóg kom í gildi.

 

§ 8. Virksemið hjá Kringvarpi Føroya verður fíggjað við kringvarpsgjaldi, kunngerðar- og lýsingarinntøkum, sponsorering og øðrum virksemi, sum er knýtt at uppgávum stovnsins. Kringvarp Føroya hevur loyvi til at skipa fyri inntøkugevandi eydnuspølum. Loyvt er ikki Kringvarpi Føroya at hava lýsingarinntøkur á netmiðlum Kringvarpsins, tó undantikið kunngerðir.

Stk. 2. Virksemið hjá Kringvarpi Føroya kann eisini verða fíggjað við játtan á løgtingsfíggjarlógini.

Stk. 3. Kringvarp Føroya kann hava virksemi, sum hevur til endamáls at nýta útgerð, søvn, serkunnleika o.a. til fulnar.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um fíggjarviðurskiftini í Kringvarpi Føroya og um tað virksemi, sum er nevnt í stk. 1 og 3.

Stk. 5. Loyvt er ikki at lýsa fyri búskaparliga heftum sjónarmiðum ella fyri átrúnaðarligum og politiskum áskoðanum. Kunngerð, lýsing og sponsorering skal verða háttað soleiðis, at greiður skilnaður er millum programminnihald, kunngerð, lýsing og sponsorering.  Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um kunngerðir, lýsingar og sponsorering. Reglurnar kunnu verða avmarkandi og útdýpandi í mun til § 10. 

 

§ 9. Fíggjarætlan Kringvarpsins verður send landsstýrismanninum til góðkenningar.

Stk. 2. Ársroknskapur verður granskoðaður av løggildum granskoðara. Granskoðaði roknskapurin verður sendur landsstýrismanninum til góðkenningar og Løgtinginum til kunningar.

Stk. 3. Kringvarp Føroya skal fylgja roknskaparlóg landsins og teimum fyriskipanum, ið eru ásettar sbrt. hesi lóg. Kringvarp Føroya kann hava egna búskaparskipan.

Stk. 4. Kringvarp Føroya hevur heimild til at flyta eitt møguligt rakstraravlop ella hall til næsta roknskaparár.  

 

Public service – skyldur

§ 10. Kringvarp Føroya hevur skyldu til at útvarpa sendingar, ið fevna um tíðindi, upplýsing, mentan og undirhald. Kringvarp Føroya skal í programmvirkseminum leggja dent á upplýsingar- og talufrælsi, sakliga og óhefta upplýsing og eitt fjøltáttað tilboð, sum varðveitir og fjálgar um mál, mentan, átrúnað og siðalæru føroyinga.

Stk. 2. Kringvarp Føroya eigur at leggja dent á at hava gott føroyskt mál í sínum sendingum. Kringvarp Føroya hevur skyldu at tryggja starvsfókunum holla málsliga ráðgeving.

Stk. 3. Kringvarp Føroya skal ansa eftir, at sendingar ikki kunnu skaða likamligu, sálarligu og siðalagsligu menningina hjá børnum og ungum undir lógaldri, eitt nú við ónærisligum ella ógrundaðum harðligum innihaldi.

Stk. 4. Sendingarnar skulu ikki á nakran hátt elva til mannminkan, harðskap ella hatur orsakað av húðaliti, kyni, átrúnaði ella tjóðskapi.

Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at í sendivirkseminum skal serligt fyrilit vísast børnum og ungum.

 

§ 11. Landsstýrismanninum verður heimilað at gera public-service sáttmála við Kringvarp Føroya.

Stk. 2. Áðrenn public-service sáttmáli verður undirskrivaður, skal landsstýrismaðurin tryggja sær, at Løgtingið hevur havt høvi at umrøða ætlaða innihaldið í sáttmálanum.

 

§ 12.  Umframt egnar sendingar kann Kringvarp Føroya eisini kringvarpa sendingar, ið onnur framleiða. Slíkar sendingar koma undir somu treytir, sum nevndar eru í § 10.

 

Onnur viðurskifti

§ 13. Løgtingslóg um fyrisitingarlóg og løgtingslóg um alment innlit í fyrisitingina eru galdandi fyri fyrisitingina hjá Kringvarpi Føroya.

Stk. 2. Kapitlarnir 4 til 6 í løgtingslóg um fyrisitingarlóg eru ikki galdandi fyri mál, ið snúgva seg um programmvirksemi, og upplýsingar, ið viðvíkja handilsviðurskiftum í sambandi við programmvirksemi.

Stk. 3. Løgtingslóg um alment innlit í fyrisitingina er ikki galdandi fyri mál, ið snúgva seg um programmvirksemi og upplýsingar, ið viðvíkja handilsviðurskiftum í sambandi við programmvirksemi.

 

§ 14. Kringvarp Føroya hevur skyldu til at taka lut í almennum tilbúgvingarskipanum.

 

§ 15. Kringvarp Føroya hevur skyldu at goyma eintak av allari eginframleiðslu. Hetta tilfar verður goymt í miðlasavni, ið verður knýtt at Kringvarpi Føroya. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um skipan og rakstur av miðlasavninum.  

Stk. 2. Miðlasavnið kann taka ímóti og varðveita talgilt tilfar (savnindi) frá almennum og privatum stovnum eftir reglum, sum landsstýrismaðurin ásetir.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur fyri varðveiting av talgildum tilfari sbrt. stk. 2 og atgeingi til hetta tilfar.

 

Kapittul 3

Aðrar kringvarpsstøðir

 

§ 16. Kringvarping av sendingum um fjarskiftiskervi kann einans fara fram við sendiloyvi frá landsstýrismanninum.

Stk. 2. Sendiloyvi kann eftir umsókn latast persónum og feløgum í upp til fimm ár í senn. Umsókn um sendiloyvi skal lýsa ætlaða programmvirksemið hjá umsøkjaranum. Sendiloyvið kann eisini fevna um loyvi til at skipa fyri eydnuspølum. Landsstýrismaðurin ásetir nærri treytir í sendiloyvinum.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin hevur eftirlit við, at treytirnar í sendiloyvum verða hildnar. Landsstýrismaðurin kann taka sendiloyvi aftur, um so er, at treytirnar í loyvinum ikki verða hildnar.

Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um sendiloyvi til kringvarp og um   kringvarpsstøðir sum heild.

 

§ 17.  Kommunur kunnu fáa sendiloyvi, um so er, at endamálið hjá kommununi við programmvirkseminum einans er at seta framleiðslu- og sendiútgerð til nýtslu fyri áhugaðar borgarar ella at senda kommmunala kunning.

 

§ 18. Ein ábyrgdarpersónur, sum er myndugur, skal hava ábyrgdina av sendiloyvinum sum loyvishavari.

Stk. 2. Loyvishavarin skal sjálvur útvega frekvensloyvi og konsessjónsloyvi frá avvarðandi myndugleika.

Stk. 3. Sendiloyvi til kringvarp kann endurnýggjast.
Stk. 4. Útvegar loyvishavarin ikki frekvensloyvi frá avvarðandi myndugleika og onnur neyðug loyvi innan 12 mánaðir eftir, at sendiloyvið er givið, fellur sendiloyvið burtur.


§ 19. Tað áliggur loyvishavaranum at syrgja fyri, at tað í hvørji sending er ein persónur (redaktørur), sum hevur ábyrgdina av sendingini. Viðkomandi skal hava kunnleika til, hvør hevur tikið lut í sendingini ella á annan hátt lagt hana til rættis.

Stk. 2. Tað áliggur loyvishavaranum at fylgja ásetingunum í fjølmiðlaábyrgdarlógini.

Stk. 3. Loyvishavarin til kringvarp skal ansa eftir, at sendingar ikki kunnu skaða likamligu, sálarligu og siðalagsligu menningina hjá børnum og ungum undir lógaldur, eitt nú við ónærisligum ella ógrundaðum harðligum innihaldi.
Stk. 4. Sendingarnar skulu ikki á nakran hátt elva til mannminkan, harðskap ella hatur orsakað av húðaliti, kyni, átrúnaði ella tjóðskapi.

Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at í sendivirkseminum skal serligt fyrilit vísast børnum og ungum.

 

§ 20. Loyvishavarin hevur skyldu til at goyma upptøkur av øllum sendingum í minsta lagi í 3 mánaðir. Landsstýrið kann veita loyvishavaranum undantak frá skylduni at goyma upptøkur av tilfari, sum longu frammanundan er tøkt á aðrari goymslu.

Stk. 2.  Loyvishavari hevur rætt til at lata upptøkur av sendingum við mentanarligum og siðsøguligum innihaldi til varðveiting í miðlasavninum, sbrt. § 15.

   

Kapittul 4

Kæra, revsing o.a.

 

§ 21. Fyri innihald og snið í lýsingum og sponsoravtalum eru ásetingarnar í § 10, stk. 3 og 4 og  § 19, stk. 3 og 4 galdandi.

Stk. 2. Kringvarp Føroya tekur avgerð viðvíkjandi innihaldi og sniði í kunngerðum, lýsingum og sponsoravtalum. Avgerð, tikin av Kringvarpi Føroya, er endalig innan fyrisitingina.

Stk. 3. Loyvishavari, sbrt. § 16, stk. 2, hevur skyldu til at viðgera kæru um innihald og snið í kunngerðum, lýsingum og sponsoravtalum. Brot á hesa áseting kann hava við sær, at sendiloyvið verður tikið aftur.

 

§ 22. Mál, ið snýr seg um fjølmiðlasið og viðvíkur programmvirkseminum hjá Kringvarpi Føroya ella aðrari kringvarpsstøð við sendiloyvi sbrt. hesi lóg, kann kærast sbrt. reglunum í fjølmiðla­ábyrgdar­lógini.

Stk. 2. Kringvarp Føroya ella onnur kringvarpsstøð við sendiloyvi sbrt. hesi lóg hava skyldu til at viðgera kæru um fjølmiðlasið og taka avgerð í málinum.

Stk. 3. Í sambandi við viðgerð av máli, ið snýr seg um programmvirksemi, herundir lýsinga­virksemi, kann verða álagt Kringvarpi Føroya og øðrum kringvarpsstøðum við loyvi sbrt. hesi lóg at útflýggja upptøkur av viðkomandi programmum og lýsingum.

 

§ 23. Fyrisitingarlig avgerð, ið er tikin av Kringvarpi Føroya, kann kærast til landsstýrismannin í mentamálum. Kærufreistin er 4 vikur eftir, at kærarin hevur móttikið avgerðina.

 

§ 24. Um ikki strangari revsing er ásett sambært lóggávuni annars, verður hann, sum fremur brot á § 1, stk. 1 og 2, § 2, stk. 4, § 16, stk. 1 og 2, § 17, § 20, § 22, stk 3 og § 25, stk. 3 revsaður við bót.
Stk. 2. Feløg vm. (løgfrøðiligir persónar) kunnu revsast sbrt. reglunum í kap. 5 í revsilógini.

 

Kapittul 5

Gildiskoma og skiftisreglur

 

§ 25. Henda lóg kemur í gildi 1. januar 2007. Samstundis fer úr gildi, løgtingslóg nr. 22 frá 20. februar 1998 um kringvarp við seinni broytingum.

Stk. 2. Í § 2 í løgtingslóg nr. 91 frá 21. desember 2004 um broyting í løgtingslóg um kringvarp v.m., sum broytt við løgtingslóg nr. 131 frá 9. desember 2005, verður “1. september 2006” broytt til: “31. desember 2006”
Stk. 3. Tey feløg, samtøk, kommunur o.o., sum sambært kap. 2 í løgtingslóg nr. 22 frá 20. februar 1998 um kringvarp senda ljóð- og myndasendingar til almenningin um radioútbúnað ella annan fjarskiftisútbúnað, skulu í seinasta lagi 1 ár eftir, at henda løgtingslóg er komin í gildi, hava útvegað sær sendiloyvi sbrt. kap. 3 í hesi lóg.

 

Lógarviðmerkingar   

 

Kapittul 1.

Almennar viðmerkingar

 

Tann 14. desember 2004 samtykti Løgtingið broytingar í kringvarpslógini. Endamálið við broytingunum var at geva heimild fyri samanlegging av Útvarpi Føroya og Sjónvarpi Føroya.

 

Undir viðgerðini boðaði landsstýrismaðurin frá, at hann ætlaði at loysa kringvarpsspurningin í tveimum stigum. Fyrsta stigið var ein neyðug umskipan og dagføring av galdandi kringvarpslóg. Annað stigið var at fáa gjørt uppskot til eina føroyska fjølmiðlalóg, ið leggur upp fyri teimum stóru broytingum, ið henda á miðlaøkinum. Landsstýrismaðurin fer at seta  fjølmiðlanevnd við tí setningi at gera ein almennan fjølmiðlapolitikk, ið skal fevna um loftmiðlar, bløð og internet. Burtur úr hesum arbeiði fer ætlandi eisini at koma ein nýggj og tíðarhóskandi kringvarpslóggáva.

 

Í uppskotinum verður sum nakað nýtt mælt til at skipa Kringvarp Føroya við einum stýri, ið fær meginpartin av teimum heimildum, sum landsstýrismaðurin hevur í galdandi lóg. Royndirnar vísa, at tað er óheppið, mett frá einum public service sjónarmiði, at landsstýrismaður hevur beinleiðis ábyrgd av kringvarpi. Við støði í hesum verður mett, at eitt stýri millum landsstýrismannin og stjóran er neyðugt til tess at tryggja meginreglur fyri public service og í hesum høpi redaksjonellum frælsi.

 

Skotið verður upp, at stýrið verður mannað við 7 limum. Stýrið kemur at hava ovastu leiðsluna á stovninum og setir stjóra. Stýrið røkir eftirlitsuppgávuna í sambandi við ásetingarnar í lógini og avtalum annars. Stjórin kemur at hava dagligu ábyrgdina og setir og loysir úr starvi starvsfólk. Stjórin hevur programmábyrgdina, men skal í samstarvi við stýrið leggja yvirskipaða programmpolitikkin til rættis.

 

Skotið verður upp, at landsstýrismaðurin fær heimild at gera public-service sáttmála við Kringvarp Føroya. Hugsanin við hesum er, at ein landsstýrismaður eftir eitt aðalorðaskifti í Løgtinginum um public-service skal kunna gera avtalu við leiðsluna í kringvarpinum um, at serstakir partar av public-service økinum verða raðfestir frammarlaga í einum ávísum tíðarskeiði, t.d. í trý ár. Tað er ikki ætlanin við hesum, at landsstýrismaður og Løgting skulu leggja seg út í programmábyrgdina hjá stjóranum. Heldur er ætlanin tann, at landsstýrismaðurin skal kunna raðfesta ávís mentanarøki. Talan kann t.d. vera um føroyskt mál, sendingar fyri børn og ung o.s.fr., sí annars viðmerkingar til grein 11.

 

Skotið verður upp, at útvarps- og sjónvarpsgjøldini verða løgd saman í eitt kringvarpsgjald. Kringvarp Føroya krevur kringvarpsgjaldið inn. Landsstýrismaðurin ásetir kringvarpsgjaldið í kunngerð eins og nú. Gjaldið verður kravt inn frá hvørjum einstøkum húski í landinum. Treytin fyri at gjalda kringvarpsgjald er, at húski hevur tól, sum kann móttaka sendingar hjá Kringvarpinum. Ætlanin er at áseta nærri reglur um kringvarpsgjaldið í kunngerð. Her verður serstakliga hugsað um allýsingina av hugtakinum húski, umframt reglur og mannagongdir í sambandi við innkrevjingina.

 

Ásetingar eru um, at kringvarpið skal varðveita alt talgilt tilfar í einum miðlasavnið. Eisini er ætlanin, at analoga tilfarið skal talgildast og varðveitast fyri alla tíð í miðlasavninum. Somuleiðis verður latið upp fyri, at aðrir mentanarstovnar eins og privatar kringvarpsstøðir kunnu, um ynski er um hetta, varðveita teirra tilfar í miðlasavninum. Reglur fyri atgeingi og varðveitslu verða ásettar í kunngerð.

 

Við kringvarpslógini frá 1998 varð kringvarpsøkið formliga liberaliserað. Sum galdandi lóg er orðað, er tað trupult at seta á stovn privatar útvarps- og sjónvarpsstøðir. Ásannast má tí, at 1998- kringvarpslógin ikki slóðaði fyri tí liberalisering, sum Løgtingið ynskti, og at tað tískil ikki gjørdist verulig kapping á loftmiðlaøkinum.

 

Sum støðan er í dag, verður ikki mett neyðugt at varðveita Loftmiðlanevndina.  Tað er einki, ið forðar fyri, at landsstýrismaðurin við sínari fyrisiting kann útinna tær uppgávur, sum nú liggja hjá Loftmiðlanevndini. Tá havt verður í huga, at aðrir myndugleikar geva frekvensloyvi og konsessjón, so er nærliggjandi at lata landsstýrismannin umsita sjálvt sendiloyvið. Í sendiloyvinum kunnu verða ásettar nærri treytir, umframt at loyvið verður tíðaravmarkað í 5 ár. Endamálið við hesi broyting er at gera tað einfaldari og lættari at stovna privatar útvarps- og sjónvarpstøðir. Sostatt verður slakað í treytunum fyri at fáa sendiloyvi. Ásannast má tó, at kapping millum almenna kringvarpið og privatu støðirnar framvegis ikki verður á jøvnum føti.

 

1998-lógin gav feløgum, samtøkum, kommunum o.o. rætt til at senda ljóð- og myndasendingar beinleiðis um antennu ella gjøgnum kaðalútbúnað uttan sendiloyvi, um sent varð frá kelduni uttan broytingar. Hetta verður broytt soleiðis, at eitt hvørt felag, sum kringvarpar til fleiri privatar bústaðir, skal hava sendiloyvi. Orsøkin til hesa broyting er, at tørvur er á eftirliti við teimum sendingum, sum eitt nú eigarafeløg senda. Fleiri av hesum eigarafeløgum eru so mikið stór, at sent verður til heilar býlingar.

 

Í hesum uppskoti verður mælt til at taka programmnevndirnar av. Tað verður mett at vera óneyðugt við programmnevndum, tá ið kringvarpið fær eitt stýri, ið eisini fær ávísa ábyrgd í sambandi við programmvirksemið.

 

Uppskotið er nær tengt at lóg um fjølmiðlaábyrgd, og er fjølmiðlaábyrgdalógin sostatt ein týðandi fortreyt fyri, at hetta lógaruppskotið kann koma at virka eftir ætlan.

 

Um uppskotið er annars at siga, at tað í ávísan mun byggir á galdandi lóg, samstundis sum nakrar av gomlu ásetingunum verða lagdar í kunngerð, t.d. ásetingar um etiskar reglur fyri innihald í lýsingum v.m.

 

 

Kapittul 2. Avleiðingar av lógaruppskotinum

 

Fíggjarligar avleiðingar fyri land og kommunur

Limirnir í stýrinum skulu hava samsýning, ið samsvarar ábyrgd og uppgávum, sum verða lagdar til stýrislimirnar.

 

Við at niðurleggja loftmiðlanevndina verður ávís sparing í nevndarsamsýningum. Mett verður ikki, at hetta kemur at hava fíggjarligar avleiðingar við sær í sambandi við umsitingina í Mentamálaráðnum.

 

Miðlasavnið kemur, sum frá líður, at hava ávísar fíggjarligar avleiðingar við sær fyri teir stovnar, ið velja at nýta tað.

 

Umsitingarligar avleiðingar fyri land og kommunur

Tann umsiting, sum sbrt. gomlu lógini lá í loftmiðlanevndini, kemur at liggja í Mentamálaráðnum. Hetta kemur at hava við sær nakað av øktari umsiting.

 

Avleiðingar fyri vinnuna

Uppskotið er ein liberalisering fyri privatu kringvarpsstøðirnar, tað verður tí nakað lættari at seta á stovn privata kringvarpsstøð.

 

Uppskotið fær umsitingarligar avleiðingar fyri tey feløg, sum sbrt. 1998-lógini senda uttan sendiloyvi. Hesi skulu innan eitt ár, eftir at lógin er komin í gildi, hava útvegað sær sendiloyvi.

 

Avleiðingar fyri umhvørvið

Uppskotið hevur ongar umhvørvisligar avleiðingar.

 

Avleiðingar fyri serstøk øki í landinum

Uppskotið hevur ongar avleiðingar fyri serstøk øki í landinum

 

Sosialar avleiðingar

Uppskotið hevur ongar sosialar avleiðingar.

 

Millumtjóða sáttmálar

Uppskotið hevur ongar avleiðingar í mun til millumtjóða sáttmálar.

 

Skyldur álagdar einstaklingum

Ongar skyldur verða álagdar einstaklingum.

 

Heimildir til annan landsstýrismann ella kommunur

Heimildir verða ikki lagdar til aðrar myndugleikar.

 

Talva 2.1 Avleiðingar

 

 

Fyri lands-
myndugleikar

Fyri
kommunalar
myndugleikar

Fyri serstøk
øki í
landinum

Fyri ávísar
samfelagsbólkar/
felagsskapir

Fyri vinnuna

Fíggjarligar/
búskaparligar
avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Ja

Umsitingarligar
avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Ja

Nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avtalur í mun til altjóða avtalur/reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar

 

 

 

Nei

 

 

  

Hoyring:

 

Lógaruppskotið hevur verið til hoyring hjá: Kringvarpi Føroya, Rás 2, Lindini, Televarpinum, Blaðmannafelagnum, Fjarðskiftiseftirlitinum, Fíggjarmálaráðnum, Loftmiðlanevndini og  Programmnevndunum fyri ÚF og SvF. Harumframt hava søvini havt lógaruppskotið til hoyring.

 

Kringvarp Føroya vísir á ymisk viðurskifti í sambandi við ta skipan, sum sett er í lógina. M.a. verður mett, at tað ber illa til at meta um ella staðfesta, um tær reglur, sum landsstýrismaðurin skal áseta við heimild í lógini, fara at veita ta trygd, sum lagt er upp til.

 

Eisini mælir Kringvarpið til, at vanliga skipanin verður nýtt í sambandi við setan og uppsøgn av deildarleiðarum. Tvs. at stýrið setir ein stjóra, sum setir og loysir úr starvi deildarleiðarar. Hetta tilmæli verður tikið til eftirtektar. § 5, stk. 3 er broytt samsvarandi.

 

Í sambandi við kringvarpsgjaldið verður víst á, at orðingin í viðmerkingini til lógargreinina ikki er orðað á nøktandi hátt. Hetta er broytt soleiðis, at viðurskiftini viðvíkjandi innkrevjing og møguligari afturrindan av kringvarpsgjaldi verður regulerað í kunngerð.

 

Til seinast vísir Kringvarpið á, at tá nýtt digitalt sjónvarpssendinet verður bygt, verður sannlíkt, at kringvarpið fer at ráða yvir einum multipleksara við fimm digitalum rásum. Mælt verður til, at hesar rásir verða nýttar til beinleiðis at endurvarpa nakrar útlendskar Public Service rásir. Lógin er ikki broytt hesum viðvíkjandi.

 

Í viðmerkingunum frá Kringvarpinum og í serligari áheitan frá starvsfólkunum í Kringvarpinum verður víst á ynski um, at starvsfólkaumboð er í stýrinum fyri stovnin. Víst verður á, at hetta tryggjar, at Kringvarpið verður óheft av politisku skipanini. Áheitanin er tikin til eftirtektar, og § 4, stk. 2 er sett inn samsvarandi.

 

Rás2 metir, at uppskotið sum heild er betri enn tann gamla lógin. At fleiri ting eru tikin úr lógini og flutt til landsstýrismannin í mentamálum at umsita, ger tað lættari hjá øllum pørtum at arbeiða og fáa tillaga arbeiðsgongdina. Hinvegin verður víst á, at høgt kringvarpsgjald verður kravt inn til almennu miðlarnar, samstundis sum teir hava lógartryggjaða heimild at kappast við allar hinar miðlarnar um lýsingar, sponsorar, spøl, kappingar o.l. Rás2 metir, at lýsarar og sponsorar eiga ikki at hava atgongd til almennu miðlarnar.

 

Televarpið vísir somuleiðis misnøgd í sambandi við, at almenni miðilin framhaldandi hevur møguleika at fíggja virksemið við lýsingum og sponsorering.

 

Fjarskiftiseftirlitið vísir m.a. á, at tað er sannlíkt, at tað komandi árini verður alsamt meira vanligt at nýta sonevnt VideoOnDemand (VoD), har ein kann heinta sendingar/filmar um internet ella annað kervi. Mælt verður Mentamálaráðnum til at taka støðu til hesi viðurskifti í lógini. Hóast áheitanina er støða ikki tikin til hesi viðurskifti í hesum uppskoti.  Vent verður aftur til henda partin seinni, og verður hann, um neyðugt, settur í lógina við broyting.

 

Samsvarandi tilmæli frá Fjarskiftiseftirlitinum eru heitini í lógini broytt soleiðis, at samsvar er millum útbúnaðin, sum í hesi lóg er nevndur fjarskiftiskervi, og allýsingina í lógini um fjarskifti.

Saman við svarinum frá Fjarskiftiseftirlitinum var eisini viðmerking frá Kappingarráðnum. Kappingarráðið vísir á, at Kringvarpið eisini hevur lýsingar á heimasíðuni, uttan at hesin inntøkumøguleikin er tikin við í uppskotinum. Mentamálaráðið hevur tikið tilmælið hjá Kappingarráðnum til eftirtektar. Men ístaðin fyri at lógaráseta inntøkumøguleikan verður skotið upp, at forboð verður sett fyri lýsingarinntøkum á netmiðlum Kringvarpsins. Orsøkin til, at forboð er sett fyri lýsingarinntøkum á netmiðlunum hjá Kringvarpinum er, at lýsingar á netmiðlum er øki, ið privatar vinnufyritøkur í landinum taka sær av. Mett verður ikki, at almenni miðilin eigur at kappast við henda partin av privata vinnumarknaðinum.

Eisini programmnevndirnar fyri Útvarpið og Sjónvarpið hava sent inn viðmerkingar.

Hoyringarsvarini eru hjáløgd.

 

Kapittul 3. Serligar viðmerkingar

 

Til § 1:

Ásett er, hvør  hevur rætt at reka programmvirksemi. Kringvarp Føroya er stovnur, sum sbrt. lógini hevur rætt at reka programmvirksemi. Aðrar kringvarpsstøðir fáa rætt til at reka programmvirksemi við loyvi frá landsstýrismanninum. Onnur kringvarpsstøð kann verða rikin av t.d. persóni, felagi, kommunu e.l. Talan er um broyting í mun til gomlu lógina, við tað at øll, sum kringvarpa, uttan mun til um útlendsk rás verður send beinleiðis, skulu hava sendiloyvi.

 

Í stk. 2 er ásett, at programmvirksemi, umframt at fara fram sambært ásetingunum í lógini, eisini skal fara fram sbrt. teimum treytum, sum landsstýrismaðurin setir, tá ið loyvi verður givið. T.d. verður skotið upp, at loyvi til eydnuspæl kann verða givið øðrum kringvarpsstøðum samstundis sum sendiloyvi. Treytin í hesum sambandi verður, at ásetingarnar í løgtingslóg um gjald av vinningi við burturluting v.m. verða hildnar. 
 

Til § 2:

Allýsing av programmvirkseminum. Programmvirksemi merkir kringvarping av ljóð- og myndasendingum til almenning uttan mun til, um talan er um egna framleiðslu ella sendingar, ið onnur hava framleitt. Kringvarping fer fram um fjarskiftiskervi.

 

Stk. 2. Fjarskiftiskervi er í fjarskiftislógini allýst sum: “Fjarskiftiskervi: Kervi til flutning og sundurskifti av signalum millum skilgreinaðar kervisendar gjøgnum kaðal, radio, ljós ella á aðrari elektromagnetiskari rás”. Talan er sostatt eisini um programmvirksemi, tá ið sent verður beinleiðis um antennu ella gjøgnum kaðalútbúnað, samstundis sum sent verður frá kelduni uttan broytingar. Hetta virksemið krevur tískil eisini sendiloyvi.

 

Stk. 3. Øll kringvarping skal fara fram við sendiloyvi. Tað verður tó møguligt hjá t.d. einum eigarafelag uttan sendiloyvi at senda út fráboðan í økinum og til ávísa økið, sum felagið fevnir um.  

 

Stk. 4 áleggur teimum, sum taka rásir og sendingar niður um fylgisvein ella annan útbúnað og senda á fleiri enn trimum rásum og til fleiri enn 20 húski, eisini at senda sendingarnar hjá Kringvarpi Føroya. Hetta verður gjørt til tess at tryggja øllum húskjum møguleikan at síggja føroysku rásirnar, og at útbúnaðurin ikki verður ein forðing fyri at síggja sendingarnar hjá almenna kringvarpinum.

Til § 3:

Ásetingin merkir, at stovnurin er óheftur av politisku skipanini. Hetta er neyðugt til tess at lúka alment góðtiknar public service meginreglur.

 

Til § 4:

Galdandi skipan, har kringvarpið liggur beinleiðis undir landsstýrismanninum, er óheppin og í stríð við góða public-service siðvenju. Tí verður mælt til, sum lond flest hava gjørt, at seta eitt stýri millum landsstýrismannin og stovnin. Landsstýrismaðurin tilnevnir sjey stýrislimir at stjórna Kringvarpi Føroya. Stýrið verður mannað fyri 4 ár í senn.

 

Stk. 2. Politisku flokkarnir, ið hava umboð í Løgtinginum, fáa áheitan frá Mentamálaráðnum um í felag at tilmæla átta persónar. Eftir landsstýrismansins avgerð verða hesir tilnevndir ávikavist stýrislimir og varalimir. Valið fer fram sbrt. reglum, sum landsstýrismaðurin ásetir, sbr. stk. 6.

 

Ein stýrislimur og ein varalimum hjá hesum verða valdir eftir tilmæli frá starvsfólkunum í føstum starvi í Kringvarpinum. Tilráðingin fer fram sbrt. reglum, sum landsstýrismaðurin ásetir, sbr. stk. 6.

 

Tveir stýrislimir og tveir varalimir verða tilnevndir eftir avgerð landsstýrismansins.

 

Stk. 3. Landsstýrismaðurin avger, hvørjir persónar í uppskoti skulu verða ávikavist formaður og næstformaður. 

 

Stýrislimir og varalimir verða tilnevndir soleiðis, at stýrið til eina og hvørja tíð umboðar teir førleikar, sum eru ásettir í lógini og í fyriskipanum við heimild í lógini. Varalimur verður tilnevndur fyri hvønn vanligan lim soleiðis, at varalimur tekur sæti, tá ið vanligum limi, ið hann er varalimur fyri, berst frá.

 

Í stk. 4 er ásett, at stýrið verður sett saman soleiðis, at limirnir hvør sær skulu hava førleikar, ið samlað gevur stýrinum førleika og dyggan kunnleika til og innlit í føroyska mentan, fjølmiðlar og fíggjar- og roknskaparviðurskifti. Hetta verður gjørt til tess at tryggja, at stýrið hevur teir førleikar, ið krevjast til at hava hægstu ábyrgd fyri einum so sermerktum stovni sum Kringvarpi Føroya. Dyggur kunnleiki merkir í hesum høpi, at viðkomandi hevur útbúgving og/ella drúgvar starvsroyndir innan nevndu øki.

 

Stk. 5. Løgtingslimur kann ikki vera limur í stýrinum, vísandi til stýrisskipanarlógina. Hóast fólkatingslimur ikki er nevndur í stýrisskipanarlógini í slíkum høpi, verður mett, at henda meginregla eisini eigur at verða galdandi fyri fólkatingslimir. Somuleiðis er ásett, at starvsfólk, nevndarlimur ella leiðsla í øðrum føroyskum fjølmiðli, sum í hesum høpi má metast sum kappingarneyti hjá Kringvarpinum, ikki kunnu røkja nevndarsess í Kringvarpi Føroya, samstundis sum viðkomandi arbeiða fyri viðkomandi fjølmiðil.

 

Í stk. 6 fær landsstýrismaðurin heimild at áseta nærri reglur um, hvussu valið av stýrislimunum, sum verða valdir sbrt. stk. 2, nr. 1, skal fara fram. Her verður m.a. hugsað um, hvussu býtið millum evnini, ið verða skotin upp av teimum politisku flokkunum, skal vera. Eisini kann verða tørvur á at seta onnur ítøkilig førleikakrøv, sum saman við lógarásettu krøvunum samlað geva stýrinum neyðugan førleika til at røkja tær uppgávur, sum verða lagdar til stovnin.

 

Eisini fær landsstýrismaðurin til uppgávu at áseta reglur fyri, hvussu tilráðingin av starvsfólkaumboði fer fram.

 

Stk. 7. Limirnir í stýrinum skulu hava samsýning, ið samsvarar ábyrgd og uppgávum, sum verða lagdar til stýrislimirnar. Samsýningin verður ásett av stýrinum, og skal góðkennast av landsstýrismanninum.


Til § 5

Stýrið hevur ovastu leiðsluna og yvirskipaðu ábyrgdina fyri Kringvarpinum, og skal hetta síggjast í mun til, at stjórin hevur ovastu dagligu leiðsluna. Stýrið hevur yvirskipaðu ábyrgdina fyri fíggjarviðurskiftunum á stovninum, herundir at yvirskipaðu meginreglurnar fyri programmpolitikkinum verða hildnar (public-service eftirlit). Tað er ikki hugsanin, at stýrið skal hava myndugleika í sambandi við dagliga programmvirksemið ella møguleika at leggja seg út í einstakar sendingar. Leiklutur stýrisins er at vera venjuboksari (sparringspartnari) hjá stjóranum og eisini at vera ráðgevandi. Hugsanin er, at stýrið røkir hesa uppgávu við orðaskifti á stýrisfundum um evni og programminnihald eftir reglum, sum verða ásettar í starvsskipanini.

 

Stk. 2. Í sambandi við at stýrið skal útinna sínar uppgávur mótvegis og saman við dagligu leiðsluni á stovninum, verður heimilað stýrinum at gera starvsskipan fyri virksemið sum heild og onnur viðkomandi viðurskifti. Starvsskipanin skal góðkennast av landsstýrismanninum.

 

Stk. 3. Stýrið setir stjóra í starv og loysir stjóra úr starvi.

 

Til § 6:

Stjórin hevur dagligu programmábyrgdina og ábyrgdina av fyrisitingini og teimum málum, sum stovnurin tekur sær av. Stjórin skal umrøða viðurskifti við stýrið, t.d. programminnihald og programmlegging. Stjórin setir starvsfólk og loysir starvsfólk úr starvi.

 

Í stk. 2 verður ásett, at tað er stjórin, ið ger stovnsbygnaðin. Einasta avmarking er, at álagt verður stjóranum at tryggja, at stovnurin hevur tvær tíðindaeindir. Orsøkin til ásetingina um tvær tíðindaeindir er kappingarfyrilit.   

 

Til § 7:

Gjald fyri útvarp og sjónvarp verður lagt saman í eitt felags gjald, ið verður nevnt kringvarpsgjald. Landsstýrismaðurin ásetir kringvarpsgjaldið eftir tilráðing frá stýrinum, og Kringvarpið krevur gjaldið inn.

 

Stk. 2. Kringvarpsgjaldið verður ásett í kunngerð. Kringvarpsgjaldið verður býtt sundur í tvær upphæddir, ið skulu nýtast í sambandi við innkrevjing og møguliga afturrindan av inngoldnum gjaldi. Eitt uppkrav verður sent hvørjum húski í landinum. Ongum húski kann verða álagt at rinda meira enn eitt kringvarpsgjald. Gjaldskyldan er bert galdandi um húski hevur tól, sum kann móttaka sendingar hjá Kringvarpinum. Um húski ikki skal rinda fult kringvarpsgjald, men t.d. einans fyri útvarp ella einans fyri sjónvarp, eigur húski at skjalprógva yvir fyri Kringvarpi Føroya, at húski ikki hevur tól, sum kann móttaka sendingarnar hjá Kringvarpinum.

 

Stk. 3. Av tí at neyðugt verður at allýsa húskið, og hvørjir persónar kunnu roknast sum partur av húskinum, verður heimilað landsstýrismanninum at áseta í kunngerð nærri reglur um gjaldskylduna hjá einstaka húskinum. Eisini skal ein allýsing gerast av hvørji tól koma undir gjaldskylduna. Gjaldskyldan fyri tær bústaðaeindir, ið ikki kunnu roknast sum vanlig húski, verður somuleiðis ásett í kunngerð. Her verður serliga hugsað um búfelagsskapir, sum t.d. sambýli og stovnar, sjúkrahús, ellisheim o.l. umframt gistingarhús v.m. Í kunngerð verður ásett, hvør skal rinda, tvs. hvør hevur ábyrgdina av, at kringvarpsgjald verður goldið, og hvussu nógv gjøld skulu rindast fyri teir nevndu búfelagsskapirnar. Eisini verður ásett, hvussu árliga gjaldið kann rindast, t.d. í mánaðarligum gjøldum. Tey viðurskifti, sum kunnu verða viðkomandi í sambandi við, at gjaldskylda byrjar og heldur uppat, verða somuleiðis ásett í kunngerð. Um so er, at ov nógv er goldið í kringvarpsgjaldi, verða reglur um møguliga afturrindan ásettar í kunngerðini, umframt onnur gjøld í sambandi við innkrevjingina.

 

Stk. 4. Øll krøv, ið viðvíkja innkrevjing av kringvarpsgjaldi, kunnu verða innheintað við panting av Kringvarpi Føroya eins og nú.

 

Stk. 5. Um so er, at krøv eru, sum stava frá tíðini undan gildiskomuni av hesi lóg, verða hesi eisini kravd inn soleiðis, sum ásett í stk. 4.

 

Til § 8:

Greinin ásetir inntøkugrundarlagið hjá almenna loftmiðlinum. Inntøkurnar eru tær somu, sum tá ið stovnarnir vóru tveir, men Kringvarp Føroya krevur nú inn eitt gjald, sum fíggjar bæði útvarps- og sjónvarpsvirksemið. Loyvi til eydnuspøl er givið sbrt. lógini, tí verður ikki neyðugt hjá Kringvarpi Føroya at søkja um loyvi til slíkt virksemi. Kringvarp Føroya skal sjálvsagt bera so í bandi, at avgjald av vinningum verður latið sbrt. løgtingslóg um gjald til landskassan av vinningi við burturluting.

 

Loyvt er ikki hjá Kringvarpi Føroya at hava inntøkufíggjað lýsingarvirksemi á netmiðlunum. Talan er um eitt forboð, sum eisini finst í donsku lógini um kringvarp. Mett verður ikki rímiligt, at almenna Kringvarpið fær inntøkur frá lýsingarvirksemi á miðli, sum ikki er útvarp ella sjónvarp, og har miðilin er í kapping við aðrar privatar vinnufyritøkur. Endurgeving av kunngerðum, sum eru lisnar í útvarpinum, kann hóast forboðið fara fram.

 

Stk. 2 ásetir, at játtan á løgtingsfíggjarlógini eisini kann verða við til at fíggja part av virkseminum.

 

Stk. 3 ásetir, at Kringvarp Føroya kann hava virksemi, har m.a. útgerð og søvn verða nýtt til fulnar. Her verður hugsað um t.d. nýtslu av hølum, útgávuvirksemi, tekniskar veitingar, savnsvirksemi o.a.

 

Stk. 4 gevur landsstýrismanninum heimild til í kunngerð at áseta nærri reglur um fyrisitingarligu og búskaparligu viðurskiftini á stovninum. Her verður serliga hugsað um fyriskipanir, ið líkjast reglugerðini, ið stovnurin virkar eftir í dag. Eisini kunnu ávís viðurskifti viðvíkjandi kringvarpsgjaldi, roknskapi v.m. verða ásett í kunngerð.

 

Stk. 5. Forboð verður sett fyri at lýsa fyri búskaparliga heftum sjónarmiðum ella fyri áskoðanum, sum eru átrúnaðarligar ella politiskar. Talan er um somu áseting sum í gomlu lógini.

 

Av tí at lýsingar ikki eru fevndar av løgtingslóg um fjølmiðlaábyrgd, og tað kann hugsast orsakað av etiskum fyrilitum at vera neyðugt við avmarkingum viðvíkjandi innihaldi og sniði í lýsingunum, so verður heimilað landsstýrismanninum at áseta nærri reglur um hesi viðurskifti í kunngerð. Tað verður tó Kringvarp Føroya, sum í hvørjum einstøkum máli tulkar og ger endaliga niðurstøðu, tvs. at mál um lýsingar ikki kunnu kærast til hægri fyrisitingarligan myndugleika. Kringvarp Føroya eigur í sambandi við lýsingar og sponsorering at taka fyrilit fyri regluni í fjølmiðlaábyrgdarlógini kap. 6 um, at persónur hevur rætt til at svara aftur.

 

Til § 9:

Árliga fíggjarætlanin hjá stovninum verður send landsstýrismanninum til góðkenningar. Hetta er neyðugt, so at landsstýrismaðurin kann áseta kringvarpsgjaldið.

 

Stk. 2. Tá árið verður gjørt upp, er tað stýrið saman við stjóranum sum ber so í bandi, at ársroknskapur verður gjørdur og granskoðaður av løggildum granskoðara. Roknskapurin verður á sama hátt sendur landsstýrismanninum til góðkenningar, umframt Løgtinginum til kunningar.

 

Stk. 3. Ásett verður, at roknskaparlógin er galdandi, umframt tær fyriskipanir, ið eru ásettar við heimild í hesi lóg. Heimild verður harumframt givin Kringvarpi Føroya at hava egna búskaparskipan. Kringvarpið hevur allatíðina havt egna búskaparskipan, ið er knýtt at skipanini hjá Føroya Gjaldstovu um eina kontobrúgv. Grundin til, at Kringvarpið hevur egna skipan er, at henda búskaparskipan er sett upp soleiðis, at hon samstarvar beinleiðis við framleiðslu- og aðrar skipanir hjá Kringvarpinum, og harvið er ein dagligur partur av leiðsluamboðunum hjá stovninum.

Búskaparskipan landsins vil ikki geva Kringvarpi Føroya eina so liðiliga skipan, av tíð at virksemið hjá Kringvarpinum víkir so nógv frá virkseminum hjá vanligum landsstovnum annars.

 

Stk. 4. Av tí at talan verður um sjálvstøðugan almennan stovn við armslongd frá landsstýrismanninum, verður mett neyðugt, at stovnurin kann flyta møguligt rakstraravlop ella hall yvir um ár. Hetta verður skotið upp fyri at javnstilla kringvarpsgjaldið við játtanina á fíggjarlógini og forða fyri, at óneyðuga nógv av almennu pengunum verða nýttir, áðrenn innkravda kringvarpsgjaldið, sum jú ikki kemur undir somu ásetingar. 

 

Til § 10:

Kringvarp Føroya skal við útvarpi, sjónvarpi og interneti o.t. tryggja Føroya fólki eitt breitt tilboð av programmum og tænastum. Kringvarp Føroya skal leggja dent á dygd, fjølbroytni, margfeldi og víttfevnandi og óheft tíðindavirksemi.

Við kunningarvirkseminum skal stovnurin leggja stóran dent á sakligt og óheft upplýsingarvirksemi, sakligheit og óvildarligleika. Programmvirksemið skal fevna um tíðindi, upplýsing, undirhald og mentan.

Stovnurin skal leggja dent á sakligt og óheft upplýsingarvirksemi og fjøltáttað programmtilboð. Programmtilboðið skal eisini fevna um greiðan, álítandi og óheftan tíðindaflutning, upplýsingarvirksemi og dygdargóðar og fjølbroyttar sendingar við mentan og undirhaldi við tilboðum til allar samfelagsbólkar. Samlaða programmvirksemið skal eisini tryggja tjóðini atgeingi at týðandi samfelagskunning og orðaskifti, eins og programmvirksemið skal endurgeva breiddina í føroyskari mentan og list og sostatt lúka øll krøv til góða public-service siðvenju.

 

Stk. 2. Kringvarp Føroya eigur at hava gott føroyskt mál í sendingum sínum. Kringvarp Føroya skal í sínum programmvirksemi um útvarp, sjónvarp og internet v.m. leggja dent á kunningar-, talu- og skrivifrælsi. Stovnurin skal seta málsligan ráðgeva í starv, soleiðis at starvsfólkini javnan verða skúlað í føroyskum máli, og at holl málslig ráðgeving er tøk hjá starvsfólkunum. Hugsanin er, at starvsfólkini skulu hava skyldu til at nýta og fylgja fakligu málsligu ráðgevingini.

 

Stk. 3. Kringvarp er ein so sterkur miðil, at tað má metast sum eitt rímiligt og alment góðtikið krav, at einki kemur fyri í sendingum, sum skaðar likamligu, sálarligu og siðalagsligu menningina hjá børnum og ungum.

 

Stk. 4. Ásetingin er í samsvari við meginreglurnar í ST-mannarættindasáttmálanum.

 

Stk. 5. Heimild verður latin landsstýrismanninum í kunngerð at áseta, at serligt fyrilit skal vísast børnum og ungum. Hugsað verður um kunning, ráðgeving, ávaringar og upplýsingar um innihald og senditíðir o.a. Latið verður t.d. upp fyri, at kringvørp skulu kunna nýta kunning, ráð og vegleiðing frá einum komandi umskipaðum filmseftirliti.

 

Til § 11:

Public-service hugtakið er eitt breitt hugtak, og kann tað tí verða trupult hjá einum kringvarpi at røkja allar hugsandi public-service skyldur í senn. Tað kann tí verða skilagott, at landsstýrismaðurin tryggjar og raðfestir ávísar nærri allýstar public-service skyldur í tíðaravmarkaðum  public-service sáttmála millum Kringvarpið og Mentamálaráðið. Sum dømi kann verða nevnt, at ávís fyrilit fyri móðurmálinum, børnum og ungum v.m. kunnu verða tryggjað við slíkum sáttmála, uttan at hetta á nakran hátt skal nerva redaksjonella frælsið hjá kringvarpinum. Talan kann t.d. verða um at áseta, at allar sendingar til børn undir ávísan aldur skulu verða týddar við føroyskari talu. Eisini kunnu mál, tíðarkarmar og vav av eginframleiðslu til sjónvarp verða ásett í slíkum sáttmála, sí almennu viðmerkingarnar. Skipanin við public service sáttmála er kend uttanlands, har royndirnar eru góðar.

 

Til § 12:

Kringvarp Føroya kann umframt egna framleiðslu eisini senda sendingar, sum onnur hava framleitt. Hesar sendingar koma undir ásetingarnar í hesi lóg.

 

Til § 13:

Kringvarp Føroya skal í fyrisitingini nýta tær reglur, sum eru galdandi fyri almennu fyrisitingina. Fyrisitingin hjá Kringvarpi Føroya er m.a. innkrevjing av kringvarpsgjaldi. Í fyrisitingarmálum verður harumframt møguleiki at kæra til landsstýrismannin.

 

Stk. 2 er undantak frá reglunum fyri almennu fyrisitingina í málum, sum snúgva seg um programmvirksemi og handilslig viðurskifti í sambandi við hetta slagi av virksemi. Tvs. at programmvirksemið verður undantikið reglunum um skjalainnlit, partshoyring og grundgeving. Hetta merkir, at persónur, sum er partur í sambandi við programmvirksemi, ikki hevur fullan partsrætt ella partsstatus.

 

Heitið programmvirksemi í lógini fevnir um programmlegging, ta redaksjonellu tilgongdina, umframt allar avtalur, ið eru gjørdar í tilknýti til hetta virksemið. Mál um sendingar og innihald í sendingum verða viðgjørd sbrt. reglunum í fjølmiðlaábyrgdalógini.

 

Stk. 3. Tað verður ikki latið alment innlit í mál, ið snúgva seg um programmvirksemi og handilslig viðurskifti í hesum sambandi. Hetta merkir, at t.d. annað fjølmiðlafólk ikki kann fáa innlit í mál, ið snúgva seg um programmvirksemi.

 

Til § 14:

Her verður skyldan hjá Kringvarpi Føroya at taka lut í almennu tilbúgvingini ásett.

 

Til § 15:

Til tess at tryggja, at møguligt er at viðgera innihaldið í ávísari sending, um tað skuldi verðið kært um hetta, skal tilfar varðveitast í minsta lagi í 3 mánaðir, sbr. lóg um fjølmiðlaábyrgd. Landsstýrismaðurin kann loyva undantaki frá kravinum, um so er, at tað kann prógvast, at tilfarið er tøkt í aðrari goymslu.

 

Orsakað av fyriliti fyri rættartrygdini, eins væl og av siðsøguligum orsøkum, eigur programmtilfarið at verða varðveitt, eins og almenn savnindi verða varðveitt. Hugtakið eginframleiðsla fevnir um alla framleiðslu, íroknað tíðindasendingar og lýsingar. Talan er um eina varðveitingaruppgávu í tveimum høvuðspørtum. Fyri tað fyrsta er talan um varðveitslu av kringvarpsins egnu programmframleiðslu, sum umframt at hava týdning fyri virksemið hjá kringvarpinum, í sjálvum sær hevur stóran siðsøguligan og mentanarligan týdning. Sum frá líður eigur almenningurin at kunna fáa atgeingi til savnið hjá Kringvarpinum undir teirri fortreyt, at øll formlig viðurskifti loyva hesum. 

 

Í øðrum lagi er talan um talgilt siðsøguligt tilfar hjá Fróðskaparsetrinum og teimum søvnum, ið umsita og varðveita mentanararvin. Nógv talar fyri at miðsavna øll slík talgild savnindi. Av tí at Kringvarp Føroya hevur serfrøðina so væl sum tøkniliga útgerð og pláss, verður mett skilagott at leggja eitt felags talgilt miðlasavn hjá Kringvarpi Føroya. Hesin partur hevur einki við stovnin Kringvarp Føroya at gera. Við ásetingini verður latið upp fyri møguleika hjá siðsøguligum søvnum at varðveita talgild savnindi í miðlasavninum eftir reglum, sum landsstýrismaðurin ásetir. Fyri atgeingi at hesum savnindum eru sjálvsagt galdandi tær reglur, ið avhendandi stovnar til eina og hvørja tíð áseta fyri nýtslu av savnindum teirra. Mælt verður til hesa loysn, av tí at tað verður bæði trupult og kostnaðarmikið, at hvør stovnur sær hevur sítt egna talgilda savn.

 

Til § 16:

Skotið verður upp, at landsstýrismaðurin gevur sendiloyvi til aðrar kringvarpsstøðir. Hugtakið “aðrar kringvarpsstøðir” fevnir um kringvarping av sendingum um fjarskiftiskervi soleiðis, sum hetta er allýst í fjarskiftislógini.

 

Tað verður ikki mett at vera rímiligt at varðveita eitt nú ítøkilig fíggjarlig krøv, áðrenn kringvarpsstøð kann byrja virksemi. Hugsað verður um krøv, ið kunnu virka sum ein forðing fyri stovnsetan av nýggjum privatum kringvarpsstøðum. Tí verður slakað í núgaldandi krøvum, sum sett verða í sambandi við, at loyvi verður givið, og sum eftirfylgjandi skulu verða uppfylt. Skotið verður tí upp, at umsitingin í Mentamálaráðnum viðger innkomnar umsóknir sbrt. teimum reglum, sum eru ásettar í lóg og kunngerð. Samanumtikið er endamálið við ásetingunum at skapa fortreytir fyri, at økið kann verða liberaliserað.

 

Stk. 2. Umsókn um sendiloyvi, sum lýsir ætlaða programmvirksemið, verður latin landsstýrismanninum. Landsstýrismaðurin kann geva sendiloyvi í upp til fimm ár í senn. Skotið verður upp, at loyvið verður givið tíðaravmarkað fyri at tryggja eitt leypandi eftirliti við loyvinum.

 

Endamálið við hesi áseting er at gera tilgongdina við sendiloyvum til privatar støðir einfaldari. Hetta merkir, at loyvi til at hava eydnuspøl v.m. kann verða innbygt í sendiloyvið og givið umsøkjara, samstundis sum sendiloyvið verður givið.

 

Loyvi til almenn eydnuspøl v.m. eiga sjálvsagt at verða givin undir teimum fortreytum, at allar ásetingar í lógini um gjald til landskassan av vinningi við burturluting verða hildnar. Í nevndu lóg er ásett, at vinningur av burturluting, eydnuspæli, happadrátti, vedding, premiulánsbrævi, premiukontu, gitikapping, umframt vinningur frá bókmentaligari, listaligari, vísindaligari og tekniskari kapping og virðisløn fyri tílíkt arbeiði eru undantikin inntøkuskatti til land og kommunu. Í staðin fyri inntøkuskatt skal latast gjald, sum er 15% av tí parti av vinninginum, sum er oman fyri 3.000,00 kr. Gjaldið fellur til landskassan.

 

Stk. 3. Landsstýrismaðurin setir nærri treytir í sendiloyvið og hevur eftirlit við, at settu treytirnar í sendiloyvinum verða hildnar.

 

Stk. 4 gevur heimild til landsstýrismannin at áseta nærri reglur í kunngerð. Hugsað verður um reglur av almennum slagi, sum eins væl kunnu verða ásett í felags kunngerð, sum í treytunum fyri einstaka sendiloyvinum.  

 

Til § 17:

Møguligt er hjá kommunum at søkja um sendiloyvi. Hetta er sama áseting, sum í § 29 í galdandi lóg.

 

Til § 18:

Tað er lógarásett treyt, at ein persónur hevur ábyrgdina av sendiloyvinum. Viðkomandi skal vera myndugur og er loyvishavari.

 

Stk. 2 ásetir tey krøv, sum verða sett loyvishavaranum. Hesin skal síggja til, at neyðug loyvi eru fingin frá avvarðandi myndugleika, her verður serliga hugsað um frekvensloyvi og konsessjónsloyvi.

 

Stk. 3 og 4 eru ásetingar um, at sendiloyvi kann endurnýggjast, og nær eitt sendiloyvi dettur burtur.

 

Til § 19:

Ein persónur skal hava ábyrgdina av sendingini sum redaktørur. Viðkomandi skal hava kunnleika til, hvør hevur verið við í sendingini.

 

Stk. 2. Tað er ógvuliga umráðandi, at privat kringvarpsstøð fylgir ásetingunum í fjølmiðlaábyrgdarlógini. Loyvishavaranum verður álagt at ansa eftir, at hetta verður gjørt á fullgóðan hátt.

 

Stk. 3 og 4 eru avmarkandi í mun til innihaldið í sendingunum. Tað skal nevniliga vísast ávíst fyrilit fyri børnum og ungum, umframt at sendingarnar á ongan hátt mugu elva til mannminkan, harðskap el.líkn. Talan er um somu ásetingar sum í galdandi lóg.

 

Stk. 5. Heimild verður latin landsstýrismanninum í kunngerð at áseta, at serligt fyrilit skal vísast børnum og ungum. Hugsað verður um kunning, ráðgeving, ávaringar og upplýsingar um innihald og senditíðir o.a. Latið verður t.d. upp fyri, at privatar kringvarpsstøðir skulu kunna nýta kunning, ráð og vegleiðing frá einum komandi umskipaðum filmseftirliti.

 

Til § 20:

Loyvishavari hevur skyldu at goyma upptøkurnar í minsta lagi í 3 mánaðir. Hetta er samsvarandi lógini um fjølmiðlaábyrgd. Hetta verður gjørt til tess at tryggja, at møguligt er at viðgera innihaldið í ávísari sending, um tað skuldi verið kært um hetta.

Landsstýrismaðurin kann loyva undantaki frá kravinum, um so er, at tað kann prógvast, at tilfarið er tøkt á aðrari goymslu.

 

Stk. 2 er ein rættur, sum privat kringvarpsstøð hevur at lata tilfar til varðveiting í miðlasavninum soleiðis, sum hetta er ásett í § 15. 

 

Til § 21:

Tá tað snýr seg um lýsingar og sponsoravtalur, eru tær avmarkingar, sum ásettar eru viðvíkjandi innihaldinum í sendingunum annars, galdandi. Tvs. at ikki er loyvt at nýta snið ella hátt í slíkum innsløgum, sum kann virka mannminkandi, skaðiligt e.líkn.

 

Stk. 2. Av tí at lýsingar og sponsoravtalur ikki eru fevndar av lógini um fjølmiðlaábyrgd, so verður álagt Kringvarpi Føroya at taka endaliga avgerð í málum av hesum slagi, og harvið taka ábyrgd fyri, at brot á ásetingina ikki kemur fyri, ella at tað verður rættað. Kringvarp Føroya eigur at hava fyrilit fyri rættinum at svara aftur soleiðis, sum hesin er lógarásettur í fjølmiðlaábyrgdalógini.

 

Stk. 3 Eins og í stk. 2 verður álagt loyvishavara at viðgera kæru um lýsing ella sponsoravtalu og síggja til, at ásetingarnar í lógini verða hildnar. Harumframt eigur loyvishavari at hava fyrilit fyri reglunum í fjølmiðlaábyrgdalógini kap. 6 um rættin til at svara aftur. Um loyvishavari sýtir fyri hesum, ella á annan hátt misrøkir sína uppgávu, kann landsstýrismaðurin taka sendiloyvið aftur.

 

Til § 22:

Henda áseting vísir til lógina um fjølmiðlaábyrgd. Tað verður álagt bæði Kringvarpi Føroya og aðrari kringvarpsstøð við sendiloyvi at fylgja reglunum í lógini um fjølmiðlaábyrgd. Stk. 1 ásetir, at mál, ið snýr seg um fjølmiðlasið, skal kunna kærast.

 

Stk. 2 áleggur Kringvarpi Føroya og øðrum kringvarpsstøðum at viðgera kærur um fjølmiðlasið. Somuleiðis verður álagt hesum at taka avgerð í slíkum málum. Málið verður síðani lagt fyri kærunevndina soleiðis, sum henda er ásett í lógini um fjølmiðlaábyrgd.

 

Stk. 3 er framhald av skylduni um at goyma upptøkur av programmum. Tað verður álagt sendistøð at útflýggja viðkomandi upptøkur til nýtslu í viðgerðini av møguligari kæru. 

 

Til § 23:

Fyrisitingarlig avgerð, tikin av Kringvarpi Føroya, kann kærast til landsstýrismannin. Fyrisitingarlig avgerð í hesum høpi er t.d. tikin av í sambandi við kringvarpsgjald.

 

Henda lóg inniheldur avmarkingar og aðrar reglur um kæru. Víst verður til ásetingina um lýsingar og sponsoravtalur, har endalig fyrisitingarlig avgerð verður tikin av Kringvarpinum. Mál um fjølmiðlasið verða kærd sbrt. lógini um fjølmiðlaábyrgd.

 

Til § 24:

Áseting um revsing.

 

§ 1, stk.1, nr. 2 og stk. 2, § 16, stk. 1 og 2 og § 17.  Tann, sum rekur programmvirksemi uttan sendiloyvi, ella um programmvirksemið ikki verður útinnt soleiðis, sum ásett í hesi lóg, verður revsaður við bót. Somuleiðis kann felag, samtak, kommuna el.o. revsast sbrt. revsilógini kap. 5, um sent verður uttan sendiloyvi, eftir at eitt ár er farið, frá tí at lógin er komin í gildi, sbr. § 25, stk. 3.

 

§ 2, stk. 4. Tey, ið taka niður frá t.d. fylgisveini og senda útvarps- ella sjónvarpssendingar, hava skyldu at senda sendingar hjá Kringvarpi Føroya. Brot á hesa skyldu verður revsað við bót.

 

§ 20, stk. 1. Tað áliggur loyvishavara at goyma upptøkurnar í 3 mánaðir, soleiðis at hesi kunnu nýtast í møguligum kærumáli. Um brot verður framt á hesa skyldu, kann bót áleggjast loyvishavaranum.

 

§ 22, stk. 3. Um loyvishavari noktar at útflýggja upptøkur, sum eru viðkomandi í viðgerðini av kærumáli, kann verða álagt bót fyri hetta brot, umframt at sendiloyvið verður tikið aftur.

 

Til § 25:

Gildiskoma og skiftisreglur

 

Stk. 1 er vanlig áseting um gildiskomu. Samstundis sum lógin kemur í gildi 1. januar 2007, verður galdandi lóg um kringvarp sett úr gildi.

 

Stk. 2.  Av tí at løgtingslógin frá 2004, sum broytir í kringvarpslógini, fer úr gildi 1. september 2006, verður úrgildissetanin við hesum stykki broytt til 31. desember 2006. Tvs. at løgtingslóg nr. 91 frá 21. desember 2004 um broyting í løgtingslóg um kringvarp v.m., sum broytt við løgtingslóg nr. 131 frá 9 desember 2005, verður verandi í gildi fram til 31. desember 2006.

 

Stk. 3. Álagt verður teimum, sum kringvarpa sbrt. gomlu lógini kap. 2, at útvega sær sendiloyvi innan eitt ár eftir, at lógin er komin í gildi. Verður sent uttan sendiloyvi, eftir at eitt ár er farið, kann verða álagt felagi, samtaki ella øðrum sektarábyrgd.  

 

Fylgiskjøl:

  1. Programmnevndirnar fyri Útvarp og Sjónvarp
  2. Televarpið
  3. Áheitan frá starvsfólkunum í Kringvarpinum
  4. Rás 2
  5. Fjarskiftiseftirlitið
  6. Kappingarráðið
  7. Kringvarp Føroya
  8. Føroya Landsskjalasavn
  9. Kringvarp Føroya
  10. Føroya Landsbókasavn

Hesir tingmenn viðmæla, sambært § 54, stk. 2 í tingskipanini, at málið kann leggjast fram og fáa viðgerð:

Poul Michelsen Óli Breckmann Jógvan við Keldu
Anfinn Kallsberg Jørgen Niclasen Johan Dahl
Kjartan Joensen Andrias Petersen Tórbjørn Jacobsen
Kristian Magnussen Heðin Zachariasen Gerhard Lognberg
Henrik Old Sverre Midjord Alfred Olsen
Kaj Leo Johannesen Marjus Dam John Johannessen
Olav Enomoto Høgni Hoydal Heidi Petersen
Lisbeth L. Petersen    

1. viðgerð 18. apríl 2006. Málið beint í mentanarnevndina, sum tann 28. apríl 2006 legði fram soljóðandi

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 7. apríl 2006, og eftir 1. viðgerð tann 18. apríl 2006 er tað beint mentanarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 24. og 26. apríl 2006.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Blaðútgevarafelagið, Kringvarpið, Rás 2, Kristiliga Lurtara- og Hyggjarafelagið, Reklamufelagið, landsstýrismannin í innlendismálum og landsstýrismannin í mentamálum. Frá Kristiliga Lurtara- og Hyggjarafelagnum fekk nevndin skriv, dagfest 19. apríl 2006, við viðmerkingum til lógaruppskotið.

 

Nevndin hevur lagt stóran dent á, at tað verða tvær sjálvstøðugar tíðindaeindir í Kringvarpi Føroya. Fyri at staðfesta, at tíðindaeindirnar vanliga skulu arbeiða hvør sær, og fyri at tryggja fjølbroytni í tíðindaflutninginum soleiðis, at føroysku samfelagsviðurskiftini verða viðgjørd frá so nógvum sjónarhornum sum møguligt, skjýtir nevndin upp at broyta § 6, stk. 2 soleiðis, at orðini sjálvstøðugar tíðindaeindir verða sett inn. Spurningurin, um tað skal vera eitt krav, at tíðindafólkini skulu hava útbúgving sum journalistar, hevur eisini verið umrøddur. Nevndin er av teirri áskoðan, at tíðindaeindirnar í mest møguligan mun eiga at verða mannaðar við útbúnum journalistum ella fólkum við líknandi førleika. Nevndin heldur, at landsstýrismaðurin í mentamálum eigur at skapa møguleika fyri, at partar av journalistiskari útbúgving kann takast á Fróðskaparsetrinum.

 

Viðvíkjandi lýsingarinntøkunum heldur nevndin, at hetta eigur at verða avmarkað til bara at galda fyri lýsingar yvir vanliga sendinetið hjá Útvarpinum og Sjónvarpinum. Tað vil siga, at kringvarpið ikki skal hava lýsingar á heimsíðu ella portali hjá kringvarpinum, senda lýsingar yvir teldupost, fartelefon ella annað. Hetta skal tó ikki vera galdandi fyri beinleiðis sendingar yvir internetið. Landsstýrismaðurin skal áseta nærri reglur um hesi viðurskifti, og tí verður skotin upp ein nágreining av kunngerðaheimildini í § 8, stk. 4.

 

Nevndin er av teirri áskoðan, at fyri at kringvarpið kann varðveita tað óheftni, sum ein public- service stovnur eigur at hava, eigur at verða miðað ímóti, at tann bindingin, sum liggur í lýsingarinntøkum frá handilslýsingum í kringvarpinum verður niðurlagað í eitt 5 ára tíðarskeið. Samstundis ásannar nevndin, at tann figgjarligi parturin eigur at uppvigast.

 

Mentanarnevndin tekur undir við viðmerkingunum frá Kringvarpi Føroya um, at heimildin til at endurvarpa útlendskar public-service sjónvarpsrásir eigur at verða tikin við í lógina. Nevndin sær hetta bæði sum eina styrki av almenna kringvarpinum og sum eina liberalisering, við tað at tá føroyska rásin ikki sendir, verður rásin opin fyri privatum rásum, og sostatt fæst ein menning av liberaliseringini á fjølmiðlaøkinum.

 

Nevndin skjýtur upp eina broyting í § 18, stk. 1. Mentamálaráðið hevur upplýst, at í § 18, stk. 1 skuldi orðið “ábyrgdarpersónur” verið “persónur”.

 

Samsvarandi hesum setir nevndin fram soljóðandi 

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t

 

1) Í § 6, stk. 2 verður aftaná “tvær” sett: “sjálvstøðugar”

2) Í § 6 verður sum stk. 3 sett:

Stk. 3. Stjórin eigur at taka atlit til journalistiskan førleika, tá ið størv verða sett á tíðindaeindunum.”

3) § 8, stk. 4 verður orðað soleiðis:

Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um forboð fyri lýsingarinntøkur á  netmiðlum kringvarpsins um fíggjarviðurskiftini í Kringvarpið Føroya og um tað virksemi, sum er nevnt í stk. 1 og 3.”  

4) Í § 10 verður sum stk. 6 sett:

Stk. 6. Virksemið hjá Kringvarpi Føroya kann eisini fevna um at endurvarpa útlendskar public-service sjónvarpsrásir.”

5) Í § 18, stk. 1 verður orðið “ábyrgdarpersónur” broytt til: ”persónur”.

 

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið við nevndu broytingum.

 

2. viðgerð 3. mai 2006. Broytingaruppskot frá samdari mentanarnevnd til §§ 6, 8, 10 og 18 samtykt 24-2-2. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 24-2-2. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 5. mai 2006. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 26-3-2. Málið avgreitt.

Ll.nr. 61 frá 16.05.2006