Fra: Terje Sigurðsson [terje@kapping.fo]
Sendt: 29. mars 2006 16.09
Til: Hanna Jacobsen
Emne: Hoyring viðv Kringvarp.doc

Mentamálaráðið

 

 

Tórshavn 29. marts 2006

 

 

 

Hoyring viðv. ”Uppskot til lógtingslóg um kringvarp.”

Kappingarráðið hevur í telduposti 21. mars 2006, umvegis Fjarskiftiseftirlitið, móttikið uppskot til lógtingslóg um kringvarp, sum sent er teimum til hoyring. Mentamálaráðið hevur sostatt ikki formliga sent Kappingarráðnum lógaruppskotið til viðmerkingar.  Hóast tað, loyva vit okkum at gera fylgjandi viðmerkingar. Eisini hava vit havt í huga, at Løgtingsskrivstovan í 2001, tá uppskot til broyting av kringvarpslógini var til viðgerðar, bað Kappingarráðið um viðmerkingar til uppskotið.(Løgtingsmál nr. 57/2001)

Viðmerkingar Kappingarráðsins eru avmarkaðar til tann partin sum snýr seg um fígging av virkseminum hjá Kringvarpi Føroya. Ásetingarnar hesum viðvíkjandi metir Kappingarráðið verða viðkomandi fyri møgulig kappingaratlit í lógaruppskotinum.

Víst verður til § 8 í lógaruppskotinum:

 

”§ 8. Virksemið hjá Kringvarpi Føroya verður fíggjað við kringvarpsgjaldi, lýsingarinntøkum, sponsorering og øðrum virksemi, sum er knýtt at uppgávum stovnsins. Harumframt hevur Kringvarp Føroya loyvið til at skipa fyri inntøkugevandi eydnuspølum.

Stk. 2. Virksemið hjá Kringvarpi Føroya kann eisini verða fíggjað við játtan á løgtingsfíggjarlógini.

Stk. 3. Kringvarp Føroya kann hava virksemi, sum hevur til endamáls at nýta útgerð, søvn, serkunnleika o.a. til fulnar.

Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um fíggjarviðurskiftini í Kringvarpi Føroya, umframt um tað virksemi, sum er nevnt í stk. 1 og 3.

Stk. 5. Lýsing og sponsorering skal verða háttað soleiðis, at greiður skilnaður er millum programminnihald, lýsing og sponsorering. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um lýsingar og sponsorering. Reglurnar kunnu verða avmarkandi og útdýpandi í mun til § 10.”

Smb. lógaruppskotinum eru fylgjandi keldur til fígging av virkseminum:

·        Kringvarpsgjald

og

 

Umframt frammanfyristandandi hevur Kringvarpi í dag eisini lýsingar á heimasíðuni. Spurningurin er um hetta virksemi ikki eisini átti at verða regulera í lógini. Í hvønn mun Kringvarpið hevur inntøkur av sølu av eginframleiðslum vita vit ikki, men hetta átti kanska eisini at verða nevnt í lógini.

Viðmerkingar:

 

Høvuðssjónarmið Kappingarráðsins er, at lógaruppskotið brýtur grundleggjandi við meginregluna um at almannakringvarp (public-service) bert, ella í høvuðsheitinum, verður fíggjað við lógarásettum lurtara- og hyggjaragjaldi. Um føroyska lógin hevði havt somu kappingaratlit sum til dømis tann danska og tann norska lógin, høvdu inntøkukeldurnar verið munandi avmarkaðar í mun til frammanfyristandandi.

 

Sambært lógaruppskotinum fær Kringvarp Føroya allar teir inntøkumøguleikar sum almannakringvarp hava og harafturat teir inntøkumøguleikar sum aðrir miðlar skulu hava at lívbjarga sær við. Í so máta er eingin javnsetan av almenna kringvarpinum. Skuldi ein rímulig avleiðing av valdu inntøkuskipanini verið tikin, so skuldi aðrar rásir/miðlar fingið part av einum kringvarpsgjaldi. Tað fáa tey ikki í dag, og heldur ikki smb. lógaruppskotinum.

 

Úr donsku lógini:

”§ 15. DR er en selvstændig offentlig institution.

Stk. 2. DR’s virksomhed finansieres gennem DR’s andel af licensafgifterne samt gennem indtægter ved salg af programmer og andre ydelser, tilskud, udbytte, overskudsandele m.v. DR kan ikke oppe-bære reklameindtægter fra programvirksomheden og public service-aktiviteter på internettet.

Stk. 3 DR kan optage lån på almindelige markedsvilkår til finansiering af institutionens investeringer, forudsat at den samlede lånoptagelse ikke overstiger 4 pct. af indtægterne ifølge seneste regnskab. Lånoptagelse herudover skal godkendes af kulturministeren.

Stk. 4. Kulturministeren kan fastsætte en vedtægt for DR.”

Úr norsku lógini:

§ 6-4. Finansiering m.v.

       Virksomheten i Norsk rikskringkasting AS finansieres ved kringkastingsavgift, salgsinntekter m.v. Virksomheten kan ikke finansieres ved reklame i NRKs allmennkanaler. NRKs tekstfjernsyn regnes ikke som en del av allmennkanalene. Kongen kan i forskrift gi nærmere regler om reklame i NRKs tekstfjernsyn. Kringkastingsavgift fastsettes av Stortinget.

Endret ved lover 2 feb 1996 nr. 6 (se dens II - i kraft 30 april 1996), 14 jan 2000 nr. 6 (i kraft 20 jan 2000 iflg. res. 14 jan 2000 nr. 31).

Kappingarráðið skal við hesum heita á Mentamálaráðið at umhugsa lógaruppskotið enn einaferð við atlitið til hvørjar inntøkumøguleikar Kringvarp Føroya eigur at hava. Hesum viðvíkjandi vilja vit mæla til at skipaninar í grannalondunum verða nýttar sum fyrimynd.  

 

Vegna Kappingarráðið

Terje Sigurðsson