Fra: Sigurð Ó. Vang [sv@FSE.FO]
Sendt: 29. mars 2006 16.14
Til: Hanna Jacobsen
Cc: Eydna Midjord Mikkelsen; Jógvan Thomsen
Emne: Mál nr.: F-295-2006025 - Hoyring í sambandi við nýggja kringvarpslóg

Mentamálaráðið (MMR),

Fjarskiftiseftirlitið (FSE) fekk 21. mars 2006 uppskot til nýggja kringvarpslóg til hoyringar. FSE hevur fylgjandi viðmerkingar:

1. Viðm. til § 2, stk. 1 - Sum FSE skilir hesa orðing, stuðla av orðingini í viðmerkingunum til § 2, stk. 1, so er tann broyting í mun til galdandi lóg § 2, at felagsantennuútbúnaður (sum MMR nýtir sum felagsheiti fyri ymiskan fjarskiftisútbúnað) framyvir skal hava sendiloyvi sbrt. § 16 í lógaruppskotinum. Í hesum sambandi vil FSE viðmerkja at tað kundi verið viðkomandi at staðfest í viðmerkingunum til lógina, um programvirksemi (§2) er avmarkað til kringvarping til nógvar móttakarar samstundis ella um tað at taka "sendingar niður" á netinum eisini kemur undir lógina ?

Tað er sannlíkt, at komandi árini fer at gerast alsamt meiri vanligt at nýta sonevnt VideoOnDemand (VoD), har ein kann heita sendingar/filmir niður gjøgnum interneti ella annað útbúnað/kervi og so hyggja eftir sendingini, tá ein hevur stundir, ella NearVideoOnDemard (NVoD) har sendingar verða vístar ávísar tíðir, hetta er eitt nú kent frá Canal Digital Kiosk. Eisini kann nevnast PodCast, ið blaðið VinnuVitan hevur boðað frá ella um feløg v.m. FSE vil mæla til at MMR tekur støðu til hesi viðurskiftini í lógini í tann mun hesar tænastur verða veittar í føroyskum lógarøki !

2. Viðvm. til § 16, stk. 1 og viðm. til somu grein. - Betri at nýta orðið fjarskiftisútbúnað ella kervi í staðin fyri telesamskiftisútbúnað.

Hevur MMR sp. ella viðm. er FSE til taks.

GG.: Svar frá Kappingarráðnum verður sent av Terja Sigurðsson.

Vinarliga vegna FSE,
--------------------------------------------------------------------------------------
Sigurð Ó. Vang, ráðgevi / Advisor
Fjarskiftiseftirlitið / Telecommunications Authority
Posteftirlitið / Postal Authority
Tryggingareftirlitið / Insurance Authority
Kappingarráðið / Competition Council

Web: www.fse.fo , www.posteftirlit.gov.fo
www.tryggingareftirlit.gov.fo , www.kapping.fo,
P.O. Box 73
Skálatrøð 20
FO-110 Tórshavn
Faroe Islands
Phone: +298 356 020
Direct: +298 356 025
Mobile: +298 556 025
Fax: +298 356 035
-------------------------------------------------------------------------------------