113  Uppskot til  løgtingslóg um at einskilja P/F Føroya Lívstrygging

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
G. 3. viðgerð
H. Orðaskifti við 3. viðgerð

Ár 2006, 7. apríl, legði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um at einskilja P/F Føroya Lívstrygging


 

§ 1. Landsstýrismaðurin fær heimild at lata 50 % av partapeninginum til Ognarfelagið Lív og at selja hini 50 % av partapeninginum.

 

§ 2. Latanin, sum er nevnd í § 1, hevur ikki skattligar avleiðingar fyri Ognarfelagið Lív ella fyri tryggingartakararnar, sum til eina og hvørja tíð eru limir í felagnum.

 

§ 3. Hendan løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

 

Viðmerkingar til lógaruppskotið

Kap. 1: Almennar viðmerkingar

 

1. Endamálið við lógini

Í sambandi við, at Føroya Landsstýri fer undir varliga og gjøgnumskygda einskiljing av fyritøkum landsins, sum virka í kappingarkendum vinnugeirum, hevur landsstýrismaðurin í vinnumálum arbeitt við at fyrireika einskiljingartilgongdina í P/F Føroya Lívstrygging.

 

Endamálið við lógini er at útvega landsstýrismanninum materiella heimild at einskilja P/F Føroya Lívstrygging. Harafturat skal lógin tryggja, at málið fær eina nøktandi politiska viðgerð, áðrenn avgerðin um at fremja einskiljingina av P/F Føroya Lívstrygging verður tikin.

 

Í viðmerkingunum til lógina verður einskiljingartilgongdin lýst nærri, so Løgtingið verður kunnað um, hvør ætlan landsstýrismansins er (sí eisini frágreiðing um einskiljing av P/F Føroya Lívstrygging).

 

2. Ætlanin hjá landsstýrismanninum at einskilja P/F Føroya Lívstrygging

Ætlanin hjá landsstýrismanninum er lýst niðanfyri:

 

Landsstýrismaðurin biður um heimild at selja 50% av partapeninginum í P/F Føroya Lívstrygging.

 

Landsstýrismaðurin biður somuleiðis um heimild, at hini 50% av partapeninginum verða latin til Ognarfelagið Lív.

 

Í sambandi við einskiljingina  fer landsstýrismaðurin at virka fyri, at ein partaeigarasáttmáli verður gjørdur, sum skal loysa upp fyri trætumálum, sum kunnu standast av, at partarnir eiga felagið helvt um helvt. Parteigarasáttmálin skal m.a. taka støðu til:

 

-         hvussu farast skal fram, tá talan er um vinningsbýti

-         hvussu farast skal fram, um talan verður um kapitalhækkingar

-         og aðrar týðandi avgerðir

                     

Sum partur í eini heildarætlan fyri tryggingarøkið fer landsstýrismaðurin at gera uppskot um at dagføra tryggingarlóggávuna. Ein broyting er, at tryggingarmarknaðurin verður liberaliseraður. Hetta hevur við sær, at:

                     

-         útlendsk tryggingarfeløg kunnu veita tænastu í Føroyum

-         føroysk tryggingarfeløg kunnu fara út um landoddarnar við sínum  tryggingarvirksemi

-         at tað verður lættari hjá tryggingingartakarum at skifta veitara frá P/F Føroya Lívstrygging

                     

Landsstýrismaðurin leggur fyri Løgtingið uppskot um nýggja tryggingarlóg eftir ólavsøku 2006.

 

Í sambandi við umboðsráðsvalið til P/F Føroya Lívstrygging verða 35 umboð fyri tryggingartakararnar vald. Allir tryggingartakararnir fáa tillutaðan atkvøðuseðil í sambandi við val til umboðsráðið. Umboðsráðið velur tveir nevndarlimir í nevndina í P/F Føroya Lívstrygging. Keyparin/ar av hinum 50% av partapeninginum velur tveir og landsstýrismaðurin velur fimta nevndarlimin.

                     

3. Lóggáva viðvíkjandi P/F Føroya Lívstrygging

Við løgtingslóg nr. 105 frá 22. desember 1999 um umskipan av Føroya Lívstrygging stovnaði landsstýrismaðurin eitt lívstryggingarfelag við 500.000 kr. í partapeningi, sum er teknaður av landsstýrinum. Partapeningurin er ogn landsins, og kunnu partabrøvini ikki avhendast uttan við heimild við løgtingslóg.

 

Lógin varð sett í gildi 1. januar 2000. Samstundis fóru úr gildi løgtingslóg nr. 64 frá 10. oktober 1966 um lívstryggingarvirksemi við seinni broytingum, og løgtingslóg nr. 77 frá 23. mai 1997 fyri Føroya Lívstrygging við seinni broytingum.

 

Tann í løgtingslóg um lívstryggingarvirksemi nevnda landskassaábyrgd er framvegis galdandi fyri tær tryggingaravtalur, sum P/F Føroya Lívstrygging hevði tann 31. desember 1999.

 

P/F Føroya Lívstrygging er undir løgtingslóg nr. 3 frá 13. februar 1996 um tryggingarvirksemi, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 104 frá 22. desember 1999.

 

4. Høvuðsinnihaldið í lógaruppskotinum

Lógaruppskotið hevur, umframt ígildiskomuásetingina, tvær greinar:

 

§ 1 er ein heimildargrein, sum heimilar landsstýrismanninum at selja 50% av partapeninginum í P/F Føroya Lívstrygging og at lata hini 50% av partapeninginum til Ognarfelagið Lív.

 

§ 2 er ein staðfesting av, at latanin ikki hevur skattligar avleiðingar fyri Ognarfelagið Lív.

 

5. Gongdin higartil

Føroya Lívstrygging varð stovnað við løgtingslóg í 1966 um lívstryggingarvirki sum  ein sjálvstøðugur lívstryggingarstovnur við einkarrætti at reka lívstryggingarvirksemi í Føroyum. Sambært lógini varð virksemið rikið við landskassaveðhaldi. Stovnurin virkaði á hesum grundarlagi til 1. januar 2000, tá Føroya Lívstrygging varð umskipað til eitt alment partafelag. Veðhald landskassans er tó framhaldandi galdandi fyri tær tryggingaravtalur, gjørdar vórðu áðrenn umskipanina 1. januar 2000, og so leingi hesar eru í gildi.

 

Løgtingið samtykti í mars 2002 at heita á landsstýrið um at leggja uppskot fyri Løgtingið, soleiðis at P/F Føroya Lívstrygging varð skipað sum sjálveigandi stovnur ella á annan hátt, ið kundi tryggja áhugamálini hjá øllum tryggingartakarunum um ávirkan og innlit.

 

Í 2004 samdist Føroya Landsstýri á landsstýrisfundi at einskilja P/F Føroya Lívstrygging. Við atliti at løgtingssamtyktini, avgjørdi landsstýrið at arbeiða fram ímóti at lata helvtina av partabrøvunum til felag, har allir tryggingartakararnir í P/F Føroya Lívstrygging eru limir, og at selja hina helvtina til ein íleggjara, t.d. tryggingarfelag, peningastovn ella líknandi.

 

Í einskiljingartilgongdini hevur síðani verið skipað fyri einum umboðsráðslíknandi vali, soleiðis at tryggingartakararnir fáa høvi at velja sær umboð at taka sær av áhugamálunum hjá tryggingartakarunum undir umskipanini av P/F Føroya Lívstrygging, og – sum partur av hesum – umboða tryggingartakararnar í nevndini fyri P/F Føroya Lívstrygging. 5 limir eru valdir í umboðsráðið.

 

Í sambandi við einskiljingararbeiðið hevur landsstýrismaðurin sett ein arbeiðsbólk. Arbeiðsbólkurin er mannaður við umboðum fyri umboðsráðið, Vinnumálaráðið, Einskiljingarnevndina og P/F Føroya Lívstrygging. Endamálið við arbeiðsbólkinum er at fyrireika, fylgja við og vera við í einskiljingararbeiðinum.

 

Harafturat hevur málið verið til viðgerðar í samgonguflokkunum, einskiljingarbólkinum, einskiljingarnevndini og á landsstýrisfundi.

 

6. Tryggingarlóggávan

Tryggingarlógin er sett í gildi við løgtingslóg nr. 83 frá 6. juni um tryggingarvirksemi, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 104 frá 22. desember 1999.

 

Lógin um tryggingarvirksemi ásetir í § 9, stk. 4, at føst ogn, skip, motorakfør, lógbodnar tryggingar, lívstryggingar, eftirlønargrunnar og annar tryggingarbærur váði í Føroyum, ið er knýttur at føroyskum áhugamálum, ikki kann verða tryggjaður aðrastaðni, men einans í feløgum, ið hava loyvi til at reka tryggingarvirksemi í Føroyum.

 

Undantikið reglunum í stk. 4 eru tryggingarmál, ið hoyra undir danska ríkið, tryggingarváði av skipum við tilhoyrandi manning, útgerð og reiðskapi, sum eru skrásett undir FAS-skipanini og um føroysk feløg ikki ynskja at átaka sær eina trygging, verða reglurnar í stk. 4 ikki nýttar.

 

Í § 9, stk. 2 er ásett, at einans feløg, hvørs stovnarar kunnu skjalprógva, at parta- ella ábyrgdarpeningurin er føroyskur, kunnu fáa loyvi (konsessjón) til at reka tryggingarvirksemi í Føroyum.

 

Hesar ásetingar avmarka kappingina á tryggingarmarknaðinum í Føroyum, og skerja frælsið hjá vanliga føroyinginum og vinnulívinum at tekna tryggingar, har tað loysir seg best.

 

Landsstýrismaðurin í vinnumálum arbeiðir í løtuni við at gera uppskot til eina nýggja tryggingarlóg. Nýggja tryggingarlógin er í løtuni til hoyringar og verður væntandi løgd fyri Løgtingið eftir ólavsøku 2006.

 

Ein broyting í nýggju tryggingarlógini er, at marknaðurin verður liberaliseraður, og at tað skal gerast lættari hjá viðskiftafólki at skifta veitara.

 

Fyri tryggingarfeløgini, herundir P/F Føroya Lívstrygging, fer liberaliseringin at hava við sær økta kapping um kundarnar innan tær tryggingargeirar, ið útlendsk tryggingarfeløg halda vera áhugaverdar.

 

Samstundis, sum útlendsk tryggingarfeløg kappast á jøvnum føti við føroysk tryggingarfeløg um føroyskar kundar, fer liberaliseringin at hava við sær, at føroysk tryggingarfeløg eisini fáa javnbjóðis møguleika at fara út um landoddarnar við sínum tryggingarvirksemi.

 

Ein liberalisering av marknaðinum víðkar um møguleikarnar hjá borgaranum og vinnuni at tekna tryggingar, soleiðis at hesi ikki longur vera avmarkað at tekna tryggingar í teimum føroysku tryggingarfeløgunum, men nú eisini kunnu tekna tryggingar í útlendskum feløgum, ið eru sinnað at átaka sær váða í Føroyum. Ein liberalisering er sostatt til gagns fyri tryggingartakararnar, tí hesir í størri mun kunnu velja ímillum fleiri tryggingarfeløg.

 

Viðvíkjandi liberaliseringini av tryggingarmarknaðinum arbeiðir landsstýrismaðurin við at gera Føroyar til part av felagsevropeiska tryggingarøkinum.

 

Tryggingareftirlitið

Uppskotið um nýggja tryggingarlóg byggir á verandi grundarlag, sum longu er stovnað við galdandi lóg um tryggingarvirksemi. Bygnaðurin í lógini tekur byrjanarstøði í donsku lógini um fíggjarligt virksemi (lov om finansiel virksomhed). Uppskotið vísir á, at tryggingarvirksemi fer yvir landamørk og tí byggir á altjóða avtalur, herundir ES lóggávu.  

 

Viðvíkjandi uppgávuni hjá tryggingareftirlitinum so fær eftirlitið víðari heimildir sambært nýggju lógini. Eftir galdandi lóggávu kann eftirlitið ikki fara inn í eitt mál, áðrenn áhugamálini hjá tryggingartakara ella íleggjara eru í vanda. Við nýggja lógaruppskotinum fær eftirlitið heimild at áleggja felagnum at fremja tiltøk fyri at verja áhugamálini hjá tryggingartakarum og íleggjarum.

 

Tryggingareftirlitið fær víðkaðar heimildir viðvíkjandi eftirliti við nevnd og stjórn í einum tryggingarfelag, herundir at krevja, at tryggingarfelag koyrir stjóra úr starvið vegna væntandi førleika ella eginleikar.

 

7. At skifta veitara

Í munnligum fyrispurningi tann 27. mars 2006, spurdi Vinnumálaráðið Tryggingareftirlitið eftir reglum í tryggingarlógini viðvíkjandi flyting ímillum lívstryggingarfeløg, hetta í sambandi við ætlanir um at einskilja P/F Føroya Lívstrygging, og at Føroyar skulu gerast partur av felagsevropeiska tryggingarøkinum.

Í tryggingarlógini § 19 er ásett, at í sonevnda tekniska grundarlagnum hjá einum lívstryggingarfelag skulu vera reglur um útrokning av afturkeypsvirðinum og tryggingarfrískjølum. Í løtuni er eittans lívstryggingarfelag, ið virkar í Føroyum, tað er P/F Føroya Lívstrygging, umframt tríggir tvørgangandi eftirlønargrunnar hjá trimum fakfeløgum.

Í § 20, stk. 1 í tryggingarlógini stendur viðvíkjandi lívstryggingarvirksemi, at "Tey fráboðaðu viðurskiftini skulu vera tryggjandi og rímilig mótvegis tí einstaka tryggingartakaranum og øðrum, sum hava rættindi sambært tryggingaravtalunum". Í galdandi tekniska grundarlagnum hjá P/F Føroya Lívstrygging er byrjanarstøðið, at afturkeypsvirðið er 93%, umframt eitt avgreiðslugjald, ið er 1256 kr. Tó frá 54 ára aldri hækkar afturkeypsvirðið 1% stig um árið inntil 60 ára aldur. Hetta er skipað í tí sonevnda G82 tryggingargrundarlagnum, ið verður brúkt í Danmark.

Miðskeiðis í nítiárunum bleiv G82 grundarlagið nakað broytt í Danmark, har afturkeypsvirðið tá bleiv grundað á ein ella fleiri av fylgjandi staklutum:

·                frádráttur fyri ikki-amortiseraðar útveganarútreiðslur

·                frádráttur fyri transaksjónsútreiðslur (útreiðslur til at uppgera virðið á tryggingini)

·               frádráttur fyri váðaverju (um afturkeypið kann hugsast at innibera eina spekulasjón móti felagnum)

·               frádráttur fyri kursverju (um afturkeypið verður hildið at stava frá einum falli í virðinum á ognunum)

Hesar reglurnar eru einans galdandi fyri lívstryggingar í Danmark frá 1994 og frameftir. Í Danmark hevur tað ikki verið nakar frádráttur fyri afturkeyp í sambandi við flyting í annað starv.

Ymiskar bindingar eru fyri flyting millum lívstryggingarfeløg og/ella tvørgangandi eftirlønargrunnar, ið ikki eru í tryggingarlóggávuni, men í sáttmálunum á arbeiðsmarknaðinum. T.d. hava flestu fakfeløgini í sáttmála, bæði við Fíggjarmálaráðið og/ella privatu arbeiðsgevararnar avtala, at eftirløn skal gjaldast inn í eitt nú Føroya Lívstrygging. Slíkar bindingar eru sum skilst eisini vanligar í øðrum londum.

Í sambandi við ymiskar broytingar innan tryggingarøkið í næstum fer Tryggingareftirlitið at gjøgnumganga teknisku viðurskiftini og taka upp samráð við lívstryggingarfelagið og tvørgangandi eftirlønargrunnarnar, um møguligar tillagingar í tí tekniska grundarlagnum, hvat viðvíkur afturkeypsvirði, flyting í sambandi við skifti av arbeiði v.m.

Ein nærri niðurstøða verður væntandi tøk í fyrra hálvári 2006 ella í september 2006.

 

8. Landskassaveðhaldið

Í lógaruppskotinum um umskipan av Føroya Lívstrygging er ásett, at landskassaveðhaldið framvegis verður galdandi fyri tær tryggingaravtalur, sum Føroya Lívstrygging hevur tann 31. desember 1999.

 

Í mun til støðuna eftir lógini, sum var galdandi áðrenn umskipanina, og sum ásetti, at “Lívstrygging røkir virki sítt við landskassaveðhaldi”, er landskassaábyrgdin galdandi individuelt fyri hvørja tryggingaravtalu sær.

 

Landskassaábyrgdin fevnir um øll tey krøv, sum tey tryggjaðu kunnu gera galdandi, eisini í tann mun tryggingaravtalurnar sambært heimild í tryggingarskjalinum verða broyttar. Landskassaábyrgdin er tó bert galdandi fyri tryggingar, sum eru teknaðar áðrenn 1. januar 2000.

 

9. Parteigarasáttmálin

Í sambandi við einskiljingina fer landsstýrismaðurin at virka fyri, at parteigarasáttmáli verður gjørdur ímillum Ognarfelagið Lív og keypara/ar av hinum 50% av partapeninginum. Parteigarasáttmálin skal loysa upp fyri trætumálum, sum kunnu standast av, at partarnir eiga felagið helvt um helvt. Parteigarasáttmálin skal millum annað áleggja, hvussu farast skal fram tá talan er um vinningsbýti, eina møguliga kapitalhækking og aðrar týðandi avgerðir.

 

10. Ognarfelagið Lív

Undanfarna landsstýri tók undir við, at stig blivu tikin til, at landið letur helvtina av partabrøvunum í P/F Føroya Lívstrygging til eitt felag við tryggingartakarunum í Føroya Lívstrygging sum limum.

 

Limirnir í umboðsráðnum hava stovnað Ognarfelagið Lív. Heimstaður felagsins er Tórshavnar kommuna, og felagið er felag við avmarkaðari ábyrgd. Endamálið við felagnum er at eiga partapening í P/F Føroya Lívstrygging.

 

Allir tryggingartakarar og tryggjað sambært samlagstrygging hjá P/F Føroya Lívstrygging, eru limir í felagnum. 35 umboðsráðslimir verða valdir av og millum limirnar í felagnum. Umboðsráðið velur 2 limir í nevndina hjá P/F Føroya Lívstrygging.

 

Fráboðanin um, nær val av umboðsfólkum skal fara fram, verður almannakunngjørd í einum ella fleiri av miðlunum innan 15. januar í tí árinum, valið verður. Allir limir skulu fáa sendan atkvøðuseðil frá P/F Føroya Lívstrygging.

 

Viðtøkurnar hjá Ognarfelagnum Lív skulu broytast, áðrenn partapeningurin verður handaður felagnum.

 

11. Ummæli

Lógaruppskotið hevur verið til ummælis í einskiljingarbólkinum, einskiljingarnevndini og á landsstýrisfundi. Uppskotið hevur verið til viðgerðar hjá samgonguflokkunum.

 

Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum

 

Fíggjarligar avleiðingar

 

A. Fyri landið

Tað er torført at meta um, hvussu stórt søluvirði P/F Føroya Lívstrygging hevur. Tað er tó greitt, at hægri søluprísur hevði fingist fyri felagið, um øll partabrøvini blivu boðin til sølu til áhugaðar keyparar – ella í øllum førum ein meirilutapartur av partabrøvunum, heldur enn at bjóða 50% av partabrøvunum til sølu. 

 

Landið fær tó við umrøddu loysn ein ávísan fíggjarligan ágóða av eini sølu av helvtini av partabrøvunum. Viðmerkjast skal, at eginognin við ársenda í 2005 var 86,6 mió. kr. Samlaða bonusútjavningin við ársenda 2005 er 111,2 mió. kr. Eginognin, bonusútjavning og ábyrgdarpeningur tilsamans eru 222,9 mió. kr. (sí frágreiðing um einskiljing av P/F Føroya Lívstrygging).

 

Landsstýrismaðurin fer at virka fyri, at pengarnir, sum landið fær fyri søluna av 50% av partapeninginum í P/F Føroya Lívstrygging skulu nýtast til niðurrindan av skuld og ella gransking.

 

Viðvíkjandi útreiðslum, sum standast av søluni, so er vanligt at ráðgevar taka umleið 3-5% av sølukostnaðinum fyri at fyrireika, avgreiða og ráðgeva í sølugongdini.

 

B. Fyri kommunurnar

Uppskotið hevur ongar fíggjarligar avleiðingar fyri kommunurnar.

 

C. Fyri vinnuna

Uppskotið hevur ongar fíggjarligar avleiðingar fyri vinnuna.

 

Umsitingarligar avleiðingar

Uppskotið hevur ongar umsitingarligar avleiðingar.

 

Umhvørvisavleiðingar

Uppskotið hevur ongar umhvørvisavleiðingar.

 

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Uppskotið hevur ongar avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur.

 

Sosialar avleiðingar

Uppskotið hevur ongar sosialar avleiðingar.

 

Talva 1: Yvirlit yvir avleiðingar

 

Fyri landið/

landsmyndug-leikar

Fyri kommunalar myndugleikar

Fyri pláss/øki í landinum

Fyri ávísar samfelagsbólkar/ felagsskapir

Fyri vinnuna

Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar avleiðingar

 

 

Nei

Nei

 

 

 

Kap. 3. Viðmerkingar til einstøku lógargreinarnar

 

Til § 1:

Ásetingin heimilar landsstýrismanninum at lata 50 % av partapeninginum til Ognarfelagið Lív og at selja hini 50 %.

 

Latanin av 50% av partapeninginum til Ognarfelagið Lív

Landsstýrismaðurin fer at lata 50% av partapeninginum til Ognarfelagið Lív. Heimstaður felagsins er Tórshavnar kommuna, og felagið er felag við avmarkaðari ábyrgd. Endamálið við felagnum er at eiga partapening í P/F Føroya Lívstrygging.

 

Allir tryggingartakarar og tryggjað sambært samlagstrygging hjá P/F Føroya Lívstrygging eru limir í felagnum. Limirnir í felagnum ábyrgdast ikki fyri skyldum felagsins. Limirnir hava ikki rætt til part av ogn felagsins, tá ið hesir fara úr, eins og einki gjald verður kravt við innliman.

 

Valt verður umboðsráð, sum skal virka sum aðalfundur hjá P/F Føroya Lívstrygging at taka avgerð limanna vegna á aðalfundi felagsins. 35 umboðsfólk verða vald av og millum limirnar í felagnum. Val verður annað hvørt ár, og allir limir standa fyri vali.

 

Fráboðanin um, nær val av umboðsfólkum skal fara fram, verður almannakunngjørd í einum ella fleiri av miðlunum innan tann 15. januar í tí árinum, valið verður. Allir limir skulu fáa sendan atkvøðuseðil frá P/F Føroya Lívstrygging innan 14 dagar frá tí, at kunngjørt er.

 

Atkvøðurætt hava øll, sum eru limir í felagnum. Limir við teknaðum tryggingum, har árliga tryggingargjaldið er minni enn 15.000 kr., hava 1 atkvøðu. Fyri hvørjar byrjaðar 15.000 kr. í árligum tryggingargjaldi herafturat fær limurin 1 atkvøðu, og fyri hvørjar byrjaðar 150.000 kr. í samanspardum virði á tryggingunum við ársenda, hægri enn 150.000 kr., fær limurin 1 atkvøðu, upp til í alt 8 atkvøður.

 

Umboðsráðið kann møta á aðalfundi og taka orðið har. Allir limirnir í umboðsráðnum hava atkvøðurætt. Umboðsráðið skal velja 2 limir í nevndina í P/F Føroya Lívstrygging.

 

Áðurnevndu ásetingar skulu setast í viðtøkurnar fyri Ognarfelagið Lív.

 

Søla av 50% av partapeninginum í P/F Føroya Lívstrygging

Eftir tað, at landsstýrismaðurin hevur fingið heimild at selja 50% av partapeninginum, verður farið at søkja eftir ráðgeva. Ráðgevauppgávurnar skulu sambært leiðreglunum verða bodnar út alment. Arbeiðsbólkurin fyrireikar at bjóða út slíkar uppgávur og ger tilmæli til landsstýrismannin at seta tænastuveitara. Tilmælið verður grundað á innkomin tilboð, har greiði er á tænastuvavi, prísi og treytum annars.

 

Ráðgevin skal saman við arbeiðsbólkinum gera verkevnisætlan viðvíkjandi P/F Føroya Lívstrygging. Eisini skal felagið verða virðismett. Landsstýrismaðurin kunnar almenningin um gongd og støðu at einskilja P/F Føroya Lívstrygging

 

Partapeningurin skal í øllum lutum verða seldur sambært leiðreglunum at einskilja fyritøkur landsins.

 

Til § 2:

Latanin av 50% av partapeninginum til Ognarfelagið Lív skal ikki hava skattligar avleiðingar fyri Ognarfelagið Lív ella fyri tryggingartakararnar, sum til eina og hvørja tíð eru limir í felagnum.

 

Til § 3:

Ætlanin er, at lógin skal koma í gildi skjótast til ber.

Skjøl:
Skjal 1: Frágreiðing um einskiljing av P/F Føroya Lívstrygging
Skjal 2: Bygnaður - Føroya Lívstrygging

Hesir tingmenn viðmæla, sambært § 54, stk. 2 í tingskipanini, at málið kann leggjast fram og fáa viðgerð:

Olav Enomoto Jógvan við Keldu Óli Breckmann
Poul Michelsen Anfinn Kallsberg Johan Dahl
John Johannessen Jørgen Niclasen Gerhard Lognberg
Sverre Midjord Alfred Olsen Kristian Magnussen
Marjus Dam Andrias Petersen Heðin Zachariasen
Kaj Leo Johannesen Henrik Old Heidi Petersen
Kjartan Joensen Tórbjørn Jacobsen Karsten Hansen

1. viðgerð 18. apríl 2006. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 28. apríl 2006 legði fram soljóðandi

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 7. apríl 2006, og eftir 1. viðgerð tann 18. apríl 2006 er tað beint vinnunevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 28. apríl 2006.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við umboð fyri fimm-mannanevndina í Ognarfelagnum Lív og við landsstýrismannin í vinnumálum.

 

Landsstýrismaðurin upplýsti, at tað verður eitt krav, at vinningsbýti av partabrøvunum hjá Ognarfelagnum Lív og søluinntøkur, verða hesi partabrøvini seld, skal fara í bonusútjavningargrunnin, sum er felags áogn hjá øllum tryggingartakarunum.

 

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

2. viðgerð 3. mai 2006. §§ 1, 2 og 3 samtyktar 29-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

 

3. viðgerð 5. mai 2006. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 26-0-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 59 frá 16.05.2006