109 Uppskot til  løgtingslóg um at broyta løgtingslóg um frítíð við løn

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti viðm 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
G. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)
 

Ár 2006, 3. mars, legði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um at broyta løgtingslóg um frítíð við løn

 

§ 1

 

Í løgtingslóg nr. 30 frá 7. apríl 1986 um frítíð við løn, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 67 frá 23. mai 1997 verða gjørdar hesar broytingar:

 

1) § 10 verður orðað soleiðis: “§ 10. Arbeiðsgevarin veitir løntakaranum frítíðarløn, ið er 12% av vunnari løn. Frítíðarlønin fellur til gjaldingar samstundis við lønini.”

 

2) § 11, stk. 2, 2. pkt. verður orðað soleiðis:

”Samstundis sum hann fer úr starvinum, verður upphæddin goldin eftir reglunum í § 20 a.”

 

3) § 18 verður orðað soleiðis:

§ 18. Krøv um frítíðarløn, ið ikki eru fráboðað Toll- og Skattstovu Føroya í seinasta lagi 5 ár frá tí degi, frítíðarlønin er tøk 2. mai, eru fyrnað, og fer frítíðarlønin fyri krøv, sum eru fyrnað, í Frítíðargrunnin.”

 

4) 20 a verður orðað soleiðis:

”§ 20 a. Arbeiðsgevarin skal um tey av landsstýrinum góðkendu avrokningarstøð rinda frítíðarlønina á frítíðarlønarkonto avvarðandi løntakarafelags.
Stk. 2  Hevur løntakari einki umboðandi løntakarafelag at vísa á, skal frítíðarlønin, á sama hátt sum tilskilað í 1. stk., rindast á frítíðarlønarkonto hjá Frítíðarkontu, sum er skipan til varðveitslu og útgjald av  frítiðartløn hjá teimum, sum einki umboðandi løntkarafelag hava.

Stk. 3. Tað einstaka løntakarafelagið og Frítíðarkonta skal útvega sær eina frítíðarlønarkonto til at varðveita frítíðarlønir á.

Stk. 4. Løntakarafelagið hevur ikki ræði á peningi, sum stendur á frítíðarlønarkonti. Einans Toll- og Skattstova Føroya kann ráða yvir innistandandi á frítíðarlønarkontum, tá ið tað er neyðugt í sambandi við fyrisitingina av skipanini.

Stk. 5. Renta av innistandandi á frítíðarlønarkontu hjá løntakarafeløgunum og hjá Frítíðarkontu skal rindast avvarðandi løntakarafelag og ávikavist Frítíðargrunninum. 

Stk. 6. Toll- og Skattstova Føroya fyrisitur inn- og útgjaldingina av fríðtíðarløn og Frítíðarkontu.  Løntakarafeløgini og Frítíðarkonta  rinda Toll- og Skattstovu Føroya fyri umsiting sambært hesi lóg

Stk.7. Landsstýrismaðurin í vinnumálum ásetur nærri reglur um inn- og útgjaldsskipanina og um Frítíðarkontu. 

5) § 21 verður orðað soleiðis:

”§ 21. Frítíðargrunnurin er sjálveigandi stovnur.
Stk. 2. Fæ grunsins fæst til vega frá rentuinntøkum smbrt. § 20 a, stk. 5 og avkasti av fænum, og peningi, sum sambært § 18 í løgtingslóg um frítíð við løn er ogn grunsins. Harafturat hoyrir til fæ grunsins tann upphædd, sum 1. apríl 1986 sambært landskassans roknskapi stóð í grunninum.

Stk. 3. Fæ grunsins fer til at fíggja tiltøk, ið útvega løntakarum frítíðarmøguleikar. Í førum, har talan er um trotabúarviðgerð av peningastovni, kann Frítíðargrunnurin í tann mun, fæ grunsins røkkur, tryggja løntakara frítíðarlønarkrøv móti at vinna rættin til kravið mótvegis trotabúnum.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin velur nevndina fyri grunnin  fyri 3 ár í senn.

Stk. 5. Roknskaparár grunsins er álmanakkaárið. Nevndin hevur skyldu at lata gera ársroknskap fyri farna árið við fíggjarstøðu tann 31. desember. Nevndin velur løggildan grannskoðara fyri eitt 3-ára skeið til at grannskoða roknskapirnar, sum verða sendir landsstýrinum á hvørjum ári innan 1. juni.

Stk. 6. Landsstýrismaðurin ásetur viðtøkurnar fyri grunnin. 

 

§ 2. 

Henda løgtingslóg fær gildi 1. juni 2006.

 

Viðmerkingar til lógaruppskotið 

Kap. 1: Almennar viðmerkingar 

1.      Bakstøðið

Nógvu seinastu árini hevur Landsgrannskoðarin í sambandi við viðgerðina í Løgtinginum av landsroknskapinum viðmerkt, at tað er ivasamt, um tað er rætt, at ávísir stovnar og grunnar, herundir Frítíðargrunnurin, ikki verða tiknir við í fíggjarlógina og landsroknskapin. Viðmerkingarnar hjá Landsgrannskoðaranum byggja fyri stóran part á niðurstøðurnar í álitinum frá Fíggjarmálaráðnum í 2001. “Álit um lands­stovnar og –grunnar, tilknýti til fíggjarlóg, landsroknskap”.

Niðurstøðan í álitinum var, at Frítíðargrunnurin, eins og fleiri aðrir stovnar og grunnar, má haldast at vera landsgrunnur og landsogn og skal vera við í landsroknskapinum eins og á fíggjarlógini, ella at hann fær heimild at verða hildin uttan fyri fíggjarlógina. 

2.      Endamálið við lógini

Endamálið við uppskotinum er at staðfesta, at grunnurin er sjálveigandi grunnur, og at gera greiðan skilnað millum skipanina viðvíkjandi inn- og útgjaldi av frítíðarløn og Frítíðargrunnin. Samstundis verður skotið upp at gera aðrar broytingar, sum hava til endamál at fáa betri samljóð millum ásetingarnar um útgjaldið í frítíðarárinum og ásetingarnar um útgjaldið, eftir at frítíðarárið er endað.

 

3.      Samandráttur av uppskotinum.

Høvuðsbroytingarnar eru hesar:

 

4.      Ummæli 

Uppskotið hevur verið til ummælis hjá:

 

 

Tað kom inn ummæli frá Innlendismálaráðnum, Frítíðarðargrunninum, Starvsmannafelagnum, Føroya Arbeiðsgevarafelag, Føroya Lærarafelag, Føroya Verkfrøðingafelag og Skipara- og Navigatørfelagnum

 

Tikið verður sum heild undir við uppskotinum.

 

Nevndin fyri Frítiðargrunnurin vísti á, at eftir uppskotinum skal Frítíðargrunnurin rinda fyri umsiting av inn- og útgjaldsskipanini, men at hetta ikki samsvarar við, at ætlanin er at gera greiðan skilnað millum inn- og útgjaldsskipanina og grunnin. Hetta er tí rættað soleiðis, at tað er Frítíðarkonta, sum skal rinda fyri umsiting. Nevndin fyri grunnin vísti eisini á, at tað í uppskotinum ikki er tikin støða til, hvør skal hava ábyrgdina av Frítíðarkontu, eins og tað ikki eru gjørdar reglur um roknskap og grannskoðan o.a., og hvør og hvussu avgerast skal, hvussu stórur partur av rentunum av frítíðarløn skal flytast grunninum, og hvussu nógv skal avsetast til at rinda fyri umsiting. Í uppskotinum er nú ásett, at Toll_ og Skattstova Føroya skal hava ábyrgdina av Frítíðarkontu. Nærri reglur um Frítíðarkontu um nevndu viðurskifti verða gjørdar í kunngerð, áðrenn lógin fær gildi.

 

Lærarafelagið metir, at landsstýrismaðurin fær ov stórt vald, við tað at landsstýrismaðurin skal velja nevndina og gera viðtøkur fyri grunnin. Fyrimyndin fyri skipanini er danska frítíðarlógin og tilsvarandi “Feriefond¨, sum eisini er sjálveigandi grunnur. Har er tað ráðharrin, sum velur nevndina og ger viðtøkurnar fyri grunnin, uttan at tað verður mett at verða nakar trupulleiki.

 

Viðmerkingarnar frá Skipara- og Navigatørfelagnum viðvíkja viðurskiftum, sum ikki eru í uppskotinum, men sum kunnu verða tikin upp, um lógin verður endurskoðað.

 

Kap. 2: Avleiðingar av uppskotinum

 

Fíggjarligar avleiðingar

 

A. Fyri landið

Uppskotið hevur ongar fíggjarligar avleiðingar við sær fyri landið.

 

B. Fyri kommunurnar

Uppskotið hevur ongar fíggjarligar avleiðingar við sær fyri kommunurnar.

 

C. Fyri vinnuna

Uppskotið hevur ongar fíggjarligar avleiðingar við sær fyri vinnuna.

 

Umsitingarligar avleiðingar

Uppskotið hevur ongar umsitingarligar avleiðingar.

 

Umhvørvisavleiðingar

Uppskotið hevur ongar umhvørvisavleiðingar.

 

Avleiðingar fyri serstøk øki í landinum

Uppskotið hevur ongar avleiðingar fyri serstøk øki í landinum.

 

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Uppskotið hevur ongar avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur.

 

Sosialar avleiðingar

Uppskotið hevur ongar sosialar avleiðingar.

 

Talva 1: Yvirlit yvir avleiðingar

 

Fyri landið/

Landsmyndug-leikar

Fyri kommunalar myndugleikar

Fyri pláss/øki í landinum

Fyri ávísar samfelagsbólkar/ felagsskapir

Fyri vinnuna

Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar avleiðingar

 

 

Nei

Nei

 

 

 

Kap. 3: Viðmerkingar til einstøku lógargreinarnar

 

Til § 1:

 

Til 1 og 2

§ 10 og § 11, stk. 2

§ 10 og § 11, stk 2 innihalda reglur um inn- og útgjaldskipanina. Hesar reglur, sum eru felags, verða eftir uppskotinum savnaðar í § 20 a. og verða tí strikaðar í § 10 og § 11, stk. 2. 

 

Til 3 

§ 18

Fríðarlønin verður flutt arbeiðstakarunum 2. mai. Í nøkrum førum fær Toll- og Skattstovan ikki flutt peningin.

 

Hetta er í førum, tá

 

·        eingin lønarkonta ella onnur konta finst, hagar peningurin kann flytast,

·        eingin adressa er, hagar fráboðanir kunnu sendast, og

·        viðkomandi ikki sjálvur vendir sær til Toll- og Skattstovuna at fáa peningin útgoldnan.

 

Serliga snýr tað seg um ung lesandi og útlendingar, sum arbeiða her eitt skifti, og síðani flyta av landinum.

 

Eftir galdandi skipan fer frítíðarløn, sum ikki er tikin út í frítíðarárinum, í Frítíðargrunnin. Landsstýrismaðurin kann í serligum førum góðkenna, at fríðtíðarlønin, sum er farin í Frítíðargrunnin, verður útgoldin, eftir at frítíðarárið er endað. Í 2003 snúði tað seg um 10 persónar og eina upphædd uppá uml. 24.000 kr.

 

Einki staðiligt krav er í frítíðarlógini – sum tað er í donsku frítíðarlógini, og sum er fyrimynd fyri ta føroysku – um, at frítíðin skal haldast, fyri at frítíðarlønin skal útgjaldast. Kravið um, at tað skulu vera serligar grundir fyri at rinda frítíðarlønina út, eftir at frítíðarárið er farið, er tí minni rímiligt.

 

Eftir uppskotinum fer frítíðarlønin ikki í Frítíðargrunnin, eftir at frítíðarárið er endað, men verður standandi á frítíðarlønarkontu hjá Frítíðarkontu. Toll- og Skattstovan kann útgjalda frítíðarlønina aftaná, at frítíðarárið er endað, uttan at serligar treytir skulu verða loknar, men kravið fyrnast 5 ár eftir, at frítíðarlønin var tøk 2. mai í frítíðarárinum, og fer tá í Frítíðargrunnin.

 

Til nr. 4 

§ 20 a

Arbeiðsgevarin skal eftir § 10 rinda frítíðarlønina samstundis sum lønin verður rindað. Reglurnar um skipanina, sum skal tryggja, at frítíðarlønin er tøk hjá arbeiðstakaranum, tá frítíðin skal takast, eru ásettar í kunngerð nr. 14 frá 16. februar 1987 um frítíðarløn.

 

Eftir galdandi reglum skal arbeiðsgevarin rinda frítíðarlønina inn á eina frítíðarlønarkontu, sum arbeiðstakarafeløgini í teimum peningastovnum, sum av landsstýrinum eru góðkendir til avrokning av løn, skulu útvega sær til varðveitslu av frítíðarløn. Feløgini hava ikki ræði á kontuni, men bert Toll- og Skattstova Føroya í sambandi við umsitingina av inn- og útgjalding av frítíðarløn. Arbeiðstakarafeløgini fáa renturnar av frítíðarlønini, sum stendur á frítíðarlønarkontu. Um arbeiðstakarin einki umboðandi fakfelag hevur, verður frítíðarlønin á sama hátt rindað, frítíðarlønarkontu hjá Frítiðargrunninum.

 

Høvuðsreglurnar í kunngerðini um inn- og útgjaldsskipanina verða nú tiknar uppí lógina.

 

Reglurnar verða tó broyttar soleiðis, at tann parturin av inn- og útgjaldsskipanini, sum Fritiðargrunnurin hevur havt, t.e. at taka ímóti frítíðarløn hjá hjá teimum, sum einki umboðandi fakfelag hava, verður lagdur til Frítíðarkontu, sum ikki hevur aðra uppgávu enn hesa. Hendan skipanin líkist eini deponeringsskipan, har arbeiðsgevarin kann rinda frítíðarlønina við frígerandi virkan. Løntakarin eigur innistandandi í skipanini, sum hann kann krevja útgoldið, tá frítíðarárið byrjar, t.e. 2. mai. Toll- og Skattstovan umsitur hesa skipan.

 

Frítíðargrunnurin skal framvegis hava renturnar av frítíðarlønini á frítíðarlønarkontu hjá Frítíðarkontu, jbr. tó niðanfyri.

 

Tá grunnurin verður leysur av inn- og útgjaldsskipanini, sum Frítíðarkonta yvirtekur, skal grunnurin ikki longur rinda Toll- og Skattstovuni fyri umsitingina av inn- og útgjaldsskipanini, men Frítíðarkonta saman við fakfeløgunum. Tí er neyðugt, at Frítíðarkonta fær ein part av rentunum av frítíðarløn á frítíðarlønarkontum hjá Frítíðarkontu at rinda fyri umsiting, meðan hin parturin verður latin Fríðtíðargrunninum. Nærri reglur um hvussu og hvør tekur avgerð um hetta, og um roknskapar - og grannskoðnarviðurskiftini verða ásettar í kunngerðini um inn- og útgjaldsskipanina.

 

Hesar broytingarnar verða gjørdar, tí tá Frítíðargrunnurin er sjálveigandi grunnur, eigur hann bert at hava til uppgávu at umsita fæið í grunninum samsvarandi endamálinum hjá grunninum.

 

Til nr. 5 

§ 21

Frítíðargrunnurin er stovnsettur við løgtingslóg nr. 30 frá 7. apríl 1986 um frítíð við løn. Fæið í grunninum er útvegað við, at óavheintað frítíðarløn hjá løntakarum, er latin grunninum, og skal fæið nýtast til at fíggja tiltøk, ið útvega løntakarum frítíðarmøguleikar. Leiðslan fyri grunnin er óheft av landsstýrismanninum. Játtanarliga hevur grunnurin í praksis ikki verið roknaður sum ein partur av landskassanum.

 

Í § 21, stk. 1 í galdandi lóg er ásett: ”Frítíðargrunnurin er grunnur undir landsstýrinum”. M.a. hendan ásetingin skapar iva um hvørja støðu grunnurin hevur. Eftir uppskotinum verður staðfest, at grunnurin er sjálveigandi grunnur, sum m.a. merkir at tað er grunnurin, sum eigur aktivini í grunninum, sum Løgtingið ikki endurgjaldsfrítt kann gera inntriv í.  

 

Reglurnar um fæ, uppgávur - tó undantikið regluni um, at grunnurin tekur ímóti frítiðarpeningi í varðveitslu - leiðslu, roknskap og grannskoðan og heimildirnar hjá landsstýrismanninum, verða tær somu sum í galdandi lóg og kunngerð. Tær grundleggjandi reglurnar um grunnin í kunngerðini, verða tiknar uppí lógina. Kunngerðin um grunnin verður tikin av, og grunnurin verður nærri reguleraður í viðtøkunum fyri grunnin. 

 

Til § 2

Fyri at stundir skulu vera at gera neyðugu reglurnar, áðrenn lógin kemur í gildi, skal lógin fáa gildi 1. juni 2006.

 

Skjøl: Innkomin ummæli

Skjal 1. Føroya Lærarafelag
Skjal 2. Føroya Arbeiðsgevarafelag
Skjal 3. Føroya Skipara- og Navigatørfelag
Skjal 4. Føroya Verkfrøðingafelag
Skjal 5. Innlendismálaráðið
Skjal 6. Starvsmannafelagið
Skjal 7. Frítíðargrunnurin

 

1. viðgerð 16. mars 2006. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 28. apríl 2006 legði fram soljóðandi

 

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 3. mars 2006, og eftir 1. viðgerð tann 16. mars 2006 er tað beint vinnunevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 20. og 27. apríl 2006.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í fíggjarmálum.

 

Ein meiriluti í nevndini (Henrik Old, Alfred Olsen, Jørgen Niclasen, Heðin Zachariasen og Gerhard Lognberg) tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

Ein minniluti í nevndini (Tórbjørn Jacobsen og Heidi Petersen) vísir á, at sambært viðmerkingunum til lógaruppskotið er endamálið við uppskotinum m.a. at staðfesta, at grunnurin er sjálveigandi grunnur. Í hesum sambandi verður víst á, at Landsgrannskoðarin í sambandi við viðgerðina í Løgtinginum av landsroknskapinum nógvu seinastu árini hevur viðmerkt, at tað er ivasamt, um tað er rætt, at ávísir stovnar og grunnar, herundir Frítíðargrunnurin, ikki verða tiknir við í fíggjarlógina og landsroknskapin.

 

Minnilutin setir í hesum sambandi stórt spurnartekin við, um tað, at man í lóg kallar ein grunn ein sjálveigandi grunn, inniber, at grunnurin ikki er landsgrunnur og landsogn. Ein ábending um, at ognarviðurskiftini til grunnin ikki verða broytt, er, at viðmerkingarnar siga uppskotið ongar fíggjarligar avleiðingar hava fyri landið.

 

Uppskotið reisir harumframt nýggjar ivaspurningar, við ásetingum um eina "frítíðarkonto", har ognarviðurskiftini heldur ikki eru greið.

 

Minnilutin er tí ikki í iva um, at Landsgrannskoðarin í sambandi við viðgerðina í Løgtinginum av landsroknskapinum í framtíðini ikki bara vil siga tað vera ivasamt, at Frítíðargrunnurin ikki verður tikin við á fíggjarlógina og í landsroknskapin, men nú eisini fer at koma við somu viðmerkingum um frítíðarkontuna.

 

Eisini er nevndin gjørd varug við onnur ivamál í uppskotinum. Minnilutin heldur tí, at uppskotið krevur eina neyvari viðgerð og útgreining, áðrenn Løgtingið kann taka støðu til tað.

 

Minnilutin tekur tí ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

 

2. viðgerð 3. mai 2006. §§ 1 og 2 samtyktar 20-0-10. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 5. mai 2006. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 21-0-10. Málið avgreitt.

Ll.nr. 56 frá 16.05.2006