98  Uppskot til  samtyktar um fólkaskúlalógina

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð

Ár 2006, 3. mars, legði Heidi Petersen, løgtingsmaður, vegna Tjóveldisflokkin fram soljóðandi

Uppskot

til

samtyktar

Løgtingið heitir á landsstýrismannin í mentamálum um at kanna og leggja frágreiðing fyri Løgtingið um, hvussu undirvísingin í fólkaskúlanum kann uppraðfestast:

 

 

Løgtingið tekur undir við, at frágreiðingin verður løgd fyri tingið innan 15. september 2006.

 

Viðmerkingar

Føroyski fólkaskúlin er grundarsteinurin undir einum framkomnum nútímansgjørdum samfelagi á altjóða støði. Skulu vit røkka hesum máli til fulnar, er støðugt neyðugt at skoða og endurskoða innihaldið og skipanina í fólkaskúlanum. 

 

Við nýggju lógini frá 1997 fingu vit eitt nýtt amboð at reka fólkaskúla við, bæði í innihaldi og arbeiðshættum. Hvussu lógin hevur eydnast, og um vit hava fingið ein betri fólkaskúla við tí nýggju lógini, er ikki staðfest, tí higartil er lógin ikki eftirmett.

 

Hava vit betri frálæru, duga næmingarnir betur at samstarva, hava teir gott høvi at menna skapanarevni, er nýggja tøknin ein samrunnin partur av undirvísingini, hava føroyskir fólkaskúlanæmingar ment eitt høgt sjálvsvirði og sjálvsálit, duga teir væl at loysa ókendar spurdómar, hava teir ein høgan fakligan førleika, sum lýkur altjóða krøv, hava lærararnir nøktandi útbúgving og eftirútbúgving at starvast í einum framkomnum skúla?

 

Hesar og nógvar aðrar spurningar eiga vit, sum sita við ábyrgdini av føroyska skúlaverkinum at seta okkum.

 

Umráðandi er, at føroyskir fólkaskúlanæmingar fáa gott í beinið, so hvørt sum heimurin við nýggjari tøkni og samskiftismiðlum, ferðasambondum og margføldum møguleikum gerst minni og minni fyri hvønn dag, sum gongur.

 

Hetta gerst best við hollari upplæring og undirvísing í máli og mentan, har stórur dentur skal leggjast á landins søgu og siðir, tí hesi eru sjálvt grundarlagið undir einum sjálvstøðugum og sterkum samleika í føroyska fólkinum.

 

Sjálvstøðugur og sterkur samleiki hevur munandi størri týdning í dag enn fyri 100 árum síðani. Áhaldandi ávirkanin, ágangurin, tilboðini, møguleikarnir, og alt annað, ið kemur uttaneftir, er so ovurhonds stór og ógvuslig, at vandi er fyri, at vit missa okkum burtur í øllum meldrinum og eisini missa fótafesti sum fólk.

 

Íblástur og ávirkan uttaneftir er av stórum týdningi fyri eina tjóð, sum við sterkari mentan og sterkum samleika kann velja og vraka millum tann førning, sum bera skal uppi á ferðini frameftir.

 

Samstarv og skapanarevni eru lyklaorð til framtíðar vælferð. Umráðandi er at menna hesi evni næminganna, sum eru ein fortreytin fyri at kunna liva og virka í einum framkomnum samfelagi, og harvið eisini duga og gera tær neyðugu tillagingar, sum broyttu umstøðurnar  í samfelagnum krevja. Okkara tíð sýnir tíverri manglandi evni til nóg skjótt og í nóg stóran mun at broyta fortreytir og umstøður í skúla og samfelag sum heild.

 

Nútímansgerð av  lærugreinum og arbeiðshættir eiga at vera verkevni, sum støðugt skal arbeiðast við í føroyska fólkaskúlanum. Málið eigur greitt at vera at styrkja um fakliga førleikan, so hann lýkur altjóða krøv og harvið ger okkum betur brynjaði til kappingina á altjóða pallinum.

 

Atlit eiga at takast til nútímans føroyskt undirvísingartilfar til næmingar á øllum aldursstigum. Málið er, at allir næmingar fáa hóskandi frálærutilfar á góðum føroyskum máli í øllum lærugreinum innan tvey ár, og at munandi størri fíggjarorka skal setast av til endamálið á fíggjarlógunum 2007 og 2008.

 

Lærararnir eiga at fáa munandi betri umstøður at menna eitt breitt tyssi av ymsum arbeiðshættum í skúlunum. Bæði tí at næmingarnir eru so ymiskir og hava ymsar mátar at ogna sær vitan og førleika á, men eisini við tí fyri eyga at geva teimum ymisk amboð í menningini av sjálvsvirðingini og sjálvsálitinum.

 

Endurskoðanin av lógini skal eisini festa seg við næmingar og familjur teirra kring landi, sum hava tørv á  sernámsfrøðiligari ráðgeving og undirvísing. Um stutta tíð verða 80 - 90 % av føroyingum knýtt saman í nýmótans samferðslukervi, og kunnu tí nýta tey undirvísingartilboð, sum eru í miðstaðarøkinum.

 

Næmingar og familjur teirra í Suðuroy hava á ongan hátt sama møguleika, og eiga tí at fáa  undirvísingartilboð til næmingar við serligum tørvi í egnum umhvørvi.

 

Ein týðandi liður í føroyska skúlaverkinum eru fólkaskúlalærararnir. Læraraútbúgvingin eigur at verða dagførd samsvarandi broyttum krøvum til fólkaskúlan, eins og góð og nútímans útbúgving og eftirútbúgving skal standa hesum lærarum í boði, og samsvarandi hesum málsetningi eigur fíggjarorka at vera sett av á fíggjarlógini í 2007 og 2008.

 

Hetta týdningarmikla framtak kann ikki liggja í dvala komandi tíggju árini. Alstórur dentur skal leggjast á beinanvegin at styrkja týdningarmestu uppgávurnar í føroyska fólkaskúlanum.

 

Mál og mentan, søga og siðir skulu setast ovast á breddan, samstarv og skapanarevni skulu mennast og fjøltáttast, og fakligi førleikin í ymsu lærugreinunum og arbeiðshættirnir skulu nútímansgerast og víðarimennast.

 

Sernámsfrøðiliga økið skal raðfestast frammarlaga um alt landið, og serstakt tilboð skal skipast í Suðuroy.

 

1. viðgerð 17. mars 2006. Málið beint í mentanarnevndina, sum tann 4. apríl 2006 legði fram soljóðandi

 

Álit

 

Tjóðveldisflokkurin hevur lagt málið fram tann 3. mars 2006, og eftir 1. viðgerð tann 17. mars 2006 er tað beint mentanarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 28. mars og 4. apríl 2006.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í mentamálum.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

 

Ein meiriluti í nevndini (Andrias Petersen, Heðin Zachariasen, Marjus Dam, John Johannessen og Olav Enomoto) vísir á, at tað er ikki møguligt at gera eina kanning og koma við eini frágreiðing um øll tey viðurskiftini, sum eru nevnd í uppskotinum, innan 15. september. Eisini vísir meirilutin á, at landsstýrismaðurin fyrireikar eitt aðalorðaskifti um fólkaskúlan, sum kemur fyri Løgtingi í heyst, og tí tekur meirilutin ikki undir við uppskotinum og mælir Løgtinginum til at fella uppskotið.

 

Ein minniluti í nevndini (Tórbjørn Jacobsen og Heidi Petersen) mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

2. viðgerð 20. apríl 2006. Uppskot til samtyktar fall 10-0-18. Málið avgreitt.