96  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í ymiskum løgtingslógum í sambandi við Hoyvíkssáttmálan

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
G. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2006, 3. mars, legði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í ymiskum løgtingslógum í sambandi við Hoyvíkssáttmálan

 

§ 1

 

Í løgtingslóg nr. 64 frá 27. apríl 2001 um vinnu verða gjørdar hesar broytingar:

 

1)      Í § 2 verður sum stk. 2 sett:

Stk. 2.  Kravið í stk.1, nr. 1 um bústað í Føroyum er ikki galdandi fyri persónar, ið eru fevndir av Hoyvíkssáttmálanum, og hava bústað innan umveldisvídd sáttmálans.”

 

2)      Í § 5 verður aftaná stk. 3 sett:

Stk. 4. Uttan mun til ásetingarnar í stk. 1-3  kunnu feløg v.m., sum ikki eru heimahoyrandi í Føroyum, men eru fevnd av Hoyvíkssáttmálanum, reka vinnuvirksemi, ið kemur undir hesa lóg.”

 

§ 2

 

Í løgtingslóg nr. 119 frá 21. mai 1993 um skrásettar grannskoðarar / om registrerede revisorer verða gjørdar hesar broytingar:

 

1)      Í § 1 verður aftaná stk. 4 sett:

Stk. 5. Kravið í stk. 2, nr. 1 um bústað í Føroyum er ikki galdandi fyri persónar, ið eru fevndir av Hoyvíkssáttmálanum, og hava bústað innan umveldisvídd sáttmálans.”

 

2)      Danski lógarteksturin verður settur úr gildi. 

§ 3

 

Í løgtingslóg nr. 120 frá 21. mai 1993 um løggildar grannskoðarar/ om autoriserede revisorer verða gjørdar hesar broytingar:

 

1)      Í § 1 verður aftaná stk. 4 sett:

 

Stk. 5. Kravið í stk. 2, nr. 1, um bústað í Føroyum er ikki galdandi fyri persónar, ið eru fevndir av Hoyvíkssáttmálanum, og hava bústað innan umveldisvídd sáttmálans.”

 

2)      Danski lógarteksturin verður settur úr gildi. 

§ 4

 

Í løgtingslóg nr. 3 frá 13. februar 1996 um tryggingarvirksemi, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 104 frá 22. desember 1999, verður gjørd henda broyting:

 

Í § 9, stk. 2 verður aftaná “føroyskur” sett: “ella íslendskur”.

 

§ 5

 

Í løgtingslóg 53 frá 28. apríl 2000 um vatnið í sumbiarbergholinum verða gjørdar hesar broytingar:

 

1)      § 3, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Verður loyvi latið einstaklingi ella einstaklingum í felag, skulu hesir hava bústað í Føroyum. Kravið um bústað í Føroyum er tó ikki galdandi fyri persónar, ið eru fevndir av Hoyvíkssáttmálanum, og hava bústað innan umveldisvídd sáttmálans.”

 

2)      Í § 3, stk. 2 verður aftaná “Føroyum” sett: ”, ella aðrastaðni innan umveldisvídd Hoyvíkssáttmálans.”

 

§ 6

 

Í løgtingslóg nr. 20 frá 10. mars 1992 um innflutning og sølu av rúsdrekka, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 64 frá 2. mai 2003, verða gjørdar hesar broytingar:

 

1)      Í § 5, stk. 1 verður aftaná “rúsdrekka” sett: “, jb. tó § 8, stk. 4.”

 

2)      Í § 7, stk. 3 verða í staðin fyri orðini “og føroysku bryggjaríini” sett: “og bryggjarí, ið hava fingið loyvi at útflýggja egna framleiðslu av øli”.

 

3)      Í § 8 verður aftaná stk. 3 sett:

“Stk. 4. Loyvisnevndin kann heimila øðrum enn føroyskum bryggjaríum at útflýggja egnu framleiðslu teirra av øli, um hesi eru fevnd av Hoyvíkssáttmálanum. Tann í § 6 ásetta avmarking er eisini galdandi.

 

4)      Í § 10 verður aftaná stk. 4 sett:

“Stk. 5. Kravið í stk. 1 um, at feløg v.m. skulu vera heimahoyrandi í Føroyum, er ikki galdandi fyri feløg v.m., ið eru fevnd av Hoyvíkssáttmálanum.”

 

5)      Í § 12, stk.1 verður sum pkt. 2 sett:

“Kravið í stk. 1, nr. 3, um bústað í Føroyum er ikki galdandi fyri persónar, ið eru fevndir av Hoyvíkssáttmálanum, og hava bústað innan umveldisvídd sáttmálans.” 

§ 7

 

Í løgtingslóg nr. 83 frá 6. juni 1997 um kapping, sum broytt við løgtingslóg nr. 81 frá 3. desember 1998, verður aftaná § 20 sett:

 

“§ 20 a. Kappingarráðið kann lata kappingarmyndugleikum í øðrum londum upplýsingar, ið koma undir tagnarskyldu Kappingarráðsins, um hesar eru neyðugar til tess at fremja handhevjanina av kappingarlóggávuni í hesum londum. Tað er ein treyt, at upplýsingar kunnu latast báðar vegir.

Stk. 2. Tá upplýsingar verða latnar eftir stk. 1, skal Kappingarráðið seta sum treyt, at upplýsingarnar verða undir samsvarandi tagnarskyldu hjá móttakaranum, einans verða nýttar til tað endamál, sum er ásett í sínámillum avtalum við eitt ella fleiri lond, um so er, at umbýtið fer fram sambært avtaluni, og einans kunnu latast víðari við greiðum samtykki frá Kappingarráðnum og einans til tað endamál, sum samtykkið fevnir um.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um, hvussu upplýsingar, ið eru fevndar av tagnarskyldu Kappingarráðsins, kunnu latast øðrum kappingarmyndugleikum.”

 

§ 8

 

Løgtingslóg nr. 25 frá 12. mai 1959 um forboð fyri gerð og sølu av mjólk frá mjólkamaskinum verður sett úr gildi.

 

§ 9

 

Í løgtingslóg nr. 142 frá 10. juni 1993 um løggilding av elinnleggjarum v.m. verða gjørdar hesar broytingar:

 

1)      Í § 4 verður aftaná stk. 3 sett:

Stk. 4. Treytin í stk.1, nr. 2 er ikki galdandi fyri persónar ella feløg, ið eru fevnd av Hoyvíkssáttmálanum, og hava bústað ella eru heimahoyrandi innan umveldisvídd sáttmálans.”

 

2)      Danski lógarteksturin verður settur úr gildi.

 

§ 10

 

Henda løgtingslóg fær gildi á gildisdegi Sáttmálans frá 31. august 2005 millum Stjórn Íslands, øðrumegin, og Stjórn Danmarkar og Føroya Landsstýri, hinumegin.

 

 

Viðmerkingar til lógaruppskotið

 

Kap. 1. Almennar viðmerkingar:

 

1. Endamálið við lógini

Endamálið við hesum uppskoti til broyting í ymiskum løgtingslógum í sambandi við Hoyvíkssáttmálan er at gera ávísar broytingar í lóggávuni í førum, har lóggávan er í ósamsvari við sáttmálan. Víst verður til uppskot til løgtingslóg um at seta í gildi Hoyvíkssáttmálan (løgtingsmál nr. 15).

 

Í flestu førum eru broytingaruppskotini orðað generelt og vísandi til Hoyvíkssáttmálan, heldur enn at nevna Ísland ella íslendingar o.l. Hesin leistur er valdur við tí fyri eyga, at um onnur lond gerast  partur av Hoyvíkssáttmálanum, verður, í teimum førum nevndi leistur er valdur, ikki neyðugt at gera lógarbroytingar. Hóast lógarteksturin er orðaður generelt, eru í viðmerkingunum ofta víst til Ísland, tá avleiðingarnar av lógaruppskotinum eru lýstar. Hetta er gjørt fyri betur at lýsa, hvørjar avleiðingar lógaruppskotið fær í fyrstu syftu. Gerast onnur lond partur av sáttmálanum, skulu viðmerkingarnar sjálvsagt lesast við hesum í huga.

 

Í uppskotinum verður í fleri førum ásett, at  krav um bústað í Føroyum er ikki galdandi fyri persónar, ið eru fevndir av Hoyvíkssáttmálanum. Sáttmálin fevnir í løtuni um íslendskar rískisborgarar og føroyingar. Føroyingar eru skilmarkaðir sum persónar við donskum heimarætti, búsitandi ella áður búsitandi í Føroyum. Sí § 2 í sáttmálanum og Frumskjal 1. Løgfrøðiligir persónar, t.d. partafeløg v.m., sum eru fevnd av sáttmálanum í løtuni, eru feløg v.m., sum eru heimahoyrandi í Føroyum og í Íslandi.

 

Í tryggingarlóggávuni skulu fremjast aðrar broytingar enn tær, ið verða gjørdar við hesum uppskoti, áðrenn lóggávan á tryggingarøkinum er í samsvari við Hoyvíkssáttmálan.  M.a. verður neyðugt við lógarásetingum, sum viðvíkja eftirlitinum við útlendskum (íslendskum) tryggingarfeløgum, í tann mun hesi virka í Føroyum.  Arbeitt verður við hesum, og verður eitt uppskot eftir ætlan lagt fyri Løgtingið seinni í ár.

 

Í grein 5, nr. 2, litra F í Hoyvíkssáttmálanum er ásett, at kappingarmyndugleikarnir hjá sáttmálapørtunum, til tess at tryggja frælsan handil og jøvn kappingarkor á búskaparøkinum, sum sáttmálin fevnir um, skulu samstarva og flýggja hvørjum øðrum upplýsingar og ráðføra seg hvør við annan um eftirlit sum heild, og krevst tað, í einstøkum málum. 

 

Galdandi kappingarlóg loyvir ikki, at trúnaðarupplýsingar verða latnar øðrum, og verður tí skotið upp, at kappingarlógin verður broytt soleiðis, at omanfyrinevnda samstarv verður í samsvari við kappingarlógina.  Uppskotið er orðað soleiðis, at tað harumframt verður møguligt hjá Føroyum at gerast partur av norðurlendska sáttmálanum um sínamillum hjálp í kappingarmálum.  

 

Kappingarráðið hevur víst á, at tað kann hava stóran týdning fyri at tryggja kapping og eina sunna kappingarjavnvág millum tær fyritøkurnar, ið virka ella fara at virka í Føroyum, at Føroyar gerast  partur hesum millumtjóða kappingarsamstarvi. Við sáttmálanum hevði Kappingarráðið fingið  møguleika at fara yvir um landamørk fyri at fáa upplýsingar um eitthvørt viðkomandi mál í samstarvi við kappingarmyndugleikan í landinum og øvugt – innan fyri karmarnar av kappingarlóggávuni í hvørjum einstøkum landi.  Á tann hátt fer at bera til í størri mun at tryggja endamálið við kappingarlógini.

 

Í grannskoðaralógunum báðum verður skotið upp, at tann danski lógarteksturin, sum enn formliga er í gildi, verður settur úr gildi, soleiðis at tað slepst undan ósamsvari millum føroyska og danska lógartekstin.

 

Skotið verður eisini upp, at løgtingslóg nr. 25 frá 12. mai1959 um forboð fyri gerð og sølu av mjólk frá mjólkamaskinum verður sett úr gildi. Lógin, ið gevur føroyskari mjólk fyrsta rætt at verða seld, hevur ongan týdning longur og hevur ikki verið umsitin

 

Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum

 

Víst verður til uppskot til løgtingslóg um at seta í gildi Hoyvíkssáttmálan (løgtingsmál nr. 15).

 

Kap. 3: Viðmerkingar til einstøku lógargreinarnar

 

Til § 1: 

Nr. 1.

Við hesum verður kravið um bústað í Føroyum strikað fyri teir persónar, sum eru fevndir av Hoyvíkssáttmálanum, um so er, at hesir persónar hava bústað innan umveldisvídd sáttmálans.  Hetta merkir  – sum nú er – í Føroyum og í Íslandi.  Í frumskjali 1 til Hoyvíkssáttmálan verður ein  “íslendskur likamligur persónur” skilmarkaður sum ein persónur við íslendskum heimarætti, og ein “føroyskur likamligur persónur” sum ein persónur við donskum heimarætti, búsitandi ella áður búsitandi í Føroyum. Hesir persónar kunnu sambært uppskotinum eins væl búgva í Íslandi sum í Føroyum, og kortini hava rætt at reka vinnuvirksemi, ið kemur undir vinnulógina.

 

Nr. 2

Hetta merkir, at eisini feløg, sum eru skrásett ella heimahoyrandi í Íslandi, kunnu reka vinnuvirksemi, ið kemur undir vinnulógina, eins og deildir hjá íslendskum feløgum í Føroyum ikki hava fyri neyðini at geva seg undir ásetingarnar í § 5, stk. 3.

 

Til § 2

 

Nr.1

Kravið um bústað í Føroyum, fyri at kunna verða skrásettur sum grannskoðari, verður ikki galdandi fyri persónar, sum búgva innan umveldisvídd sáttmálans.  Hetta merkir – nú sáttmálaøkið er Ísland og Føroyar – at ein íslendskur ríkisborgari ella ein føroyingur búsitandi í Íslandi kunnu gerast skrásettir grannskoðarar í Føroyum, um teir annars lúka tey krøv, ið sett eru í lógini ella sambært lógini, fyri at kunna verða skrásettur í Grannskoðaraskrásetingini. 

 

Til § 3 

Nr.1

Kravið um bústað í Føroyum, fyri at verða tilnevndur sum løggildur grannskoðari, verður strikað fyri persónar, sum búgva innan umveldisvídd sáttmálans.  Hetta merkir – nú sáttmálaøkið er Ísland og Føroyar – at ein íslendskur ríkisborgari búsitandi í Íslandi ella ein føroyingur búsitandi í Íslandi kunnu gerast løggildir grannskoðarar í Føroyum, um teir annars lúka tey krøv, ið sett eru í lógini ella sambært lógini fyri at verða tilnevndur sum løggildur grannskoðari. 

 

Til § 4 

Lógarbroytingin gevur íslendingum møguleika at stovna tryggingarfeløg í Føroyum. Tað verður tó eitt krav, at parta- ella ábyrgdarpeningurin í felagnum antin er íslendskur ella føroyskur.  Hetta skal ikki skiljast sum antin føroyskan ella íslendskan kapital, men kann eitt felag eisini verða grundað á bæði føroyskan og íslendskan kapital.

 

Til § 5 

Nr. 1.

Hetta merkir, at loyvi at gagnnýta vatnið í sumbiarbergholinum eisini kann verða latið íslendskum ríkisborgarum, sum búgva í Íslandi og føroyingum búsitandi í Íslandi.

 

Nr. 2

Loyvi at gagnnýta vatnið í sumbiarbergolinum kann eisini verða latið til felag, sum eru skrásett ella heimahoyrandi í Íslandi.

 

Til § 6    

Nr. 1

Íslendsk bryggjarí fáa við uppskotinum møguleika at útflýggja egna framleiðslu av øli í Føroyum, og fáa harvið loyvi at innflyta øl til Føroya.

 

Nr. 2

Orðingin fevnir nú bæði um føroysk bryggjarí, sum sambært § 8, stk. 1 hava fingið loyvi at útflýggja egna framleiðslu av øli, og bryggjarí, sum hava fingið loyvi eftir § 8, stk. 4 í hesum uppskoti, jb. broyting nr. 3.

 

Nr. 3

Við hesi broyting fáa íslendsk bryggjarí javnbjóðis møguleikar sum tey føroysku at útflýggja egna framleiðslu av øli í Føroyum.

 

Nr. 4

Íslendsk feløg fáa við hesum møguleika at fáa skeinkiloyvi.

 

Nr. 5

Íslendingar og føroyingar búsitandi í Íslandi fáa sambært hesum uppskoti eisini møguleika at fáa skeinkiloyvi.

 

Til § 7 

Eftir § 20 a fær Kappingarráðið heimild at lata víðari upplýsingar, sum koma undir tagnarskyldu Kappingarráðsins, til kappingarmyndugleikar í øðrum londum. Hetta er treytað av, at upplýsingarnar ganga báðar vegir.

 

Fyritøkurnar hava í støðugt størri mun virksemi, ið røkkur út um landamørkini, og hevur hetta við sær, at neyðugt er við einum virknum eftirliti við kappingaravmarkandi avtalum. Eitt slíkt eftirlit er bert møguligt við øktum samstarvi og skifti av upplýsingum millum kappingarmyndugleikarnar.

 

Til tess at tryggja eina munadygga handhevjan av kappingarreglunum er tað neyðugt at geva Kappingarráðnum heimild at útflýggja upplýsingar, ið koma undir tagnarskyldu Kappingarráðsins, til kappingarmyndugleikar í øðrum londum.

 

§ 20 a, stk. 1

Sambært ásetingini kann Kappingarráðið einans útflýggja upplýsingar, sum koma undir tagnarskylduna, tá hesar eru neyðugar fyri at kunna fremja handhevjanina av kappingarlóggávuni í teimum londum, sum upplýsingar verða útflýggjaðar til. Útflýggjan av upplýsingum til onnur lond kann bert fara fram, um samsvarandi upplýsingar kunnu verða útflýggjaðar føroysku kappingarmyndugleikunum.

 

§ 20 a, stk. 2.

Reglan ásetir tær treytir, ið skulu vera loknar, tá Kappingarráðið útflýggjar upplýsingar til kappingarmyndugleikar í øðrum londum. Tað er ein treyt, at móttakarin av upplýsingunum eisini hevur tagnarskyldu, at upplýsingarnar einans verða nýttar til tað endamál, ið er tilskilað í millumtjóðaavtaluni, og at móttakarin einans kann lata upplýsingarnar víðari við staðiligum samtykki frá Kappingarráðnum og einans til tey endamál, ið samtykkið fevnir um.

 

Upplýsingar, ið kunnu verða útflýggjaðar, eru upplýsingar um týðandi handilslig viðurskifti, ið hava týdning fyri kappingina, og har tað er neyðugt, at hesar upplýsingar verða hildnar loyniligar fyri almenninginum.

 

Vilja kappingarmyndugleikarnir í einum øðrum landi lata upplýsingarnar til ein annan myndugleika, kann hetta einans verða gjørt, um samtykki er fingið frá Kappingarráðnum, og einans til tað endamál, sum samtykkið fevnir um. Hetta hevur við sær, at bert í undantaksføri verður samtykki givið til at útflýggja upplýsingar til onnur enn kappingarmyndugleikan. Hetta er harumframt treytað av, at trúnaðurin verður varðveittur.

 

§ 20 a, stk. 3

Eftir stk. 3 kann landsstýrismaðurin áseta reglur um, hvussu Kappingarráðið skal útflýggja upplýsingar, ið koma undir tagnarskyldu Kappingarráðsins.

 

 

Til § 8

Skotið verður upp at seta hesa lóg úr gildi.  Lógin, ið gevur føroyskari mjólk fyrsta rætt at verða seld, hevur ongan týdning longur og hevur ikki verið umsitin.

 

Til § 9

Eftir § 2, stk. 1 í løgtingslóg nr. 142 frá 10. juni 1993 um løggilding av elinnleggjarum v.m. kunnu elinnlggjaraarbeiði bert verða gjørd undir ábyrgd av persónum, ið hava fingið løggilding sum elinnleggjarar. Eftir § 4, stk. 1, nr. 2) í somu løgtingslóg er ein treyt at fáa løggilding, at umsøkjarin hevur fastan vinnustað og telefon her í landinum.

 

Treytin fastan vinnustað og telefon er ein forðan fyri frælsum handli við tænastum og verður tí strikað.

 

Aðrar treytir fyri at fáa føroyska løggilding, heruppií treytirnar um útbúgving og royndir, verða eisini galdandi fyri persónar og fyritøkur, sum koma undir hesa ásetingina.   

 

Til § 10

Løgtingslógin fær gildi á gildisdegi Hoyvíkssáttmálans. Víst verður til ígildiskomuásetingina (§ 4) í uppskotinum til løgtingslóg um at seta í gildi Hoyvíkssáttmálan (Løgtingsmál nr. 15/2005)

 

1. viðgerð 13. mars 2006. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 26. apríl 2006 legði fram soljóðandi

 

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 3. mars 2006, og eftir 1. viðgerð tann 13. mars 2006 er tað beint vinnunevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 15. mars, 6. og 20. apríl 2006.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við umboð fyri Føroya Bjór, Rúsdrekkaloyvisnevndina og  Fyribyrgingarráðið og við landsstýrismannin í vinnumálum.

 

Frá Føroya Bjór fekk nevndin skriv, dagfest 10. mars 2006, við avriti av skrivi frá Halgir W. Poulsen, advokati, til Innlendismálaráðið viðvíkjandi broyting av lóg um íløt til øl, mineralvatn og lidnar leskidrykkir. Eisini fekk nevndin avrit av teldusamskifti tann 26. september 2006 millum Føroya Bjór og Vinnumálaráðið, og avrit av telduskrivi, dagfest 9. januar 2006, við viðmerkingum úr íslendska uttanríkisráðnum viðvíkjandi eingangsíløtum, sum Halgir W. Poulsen, advokatur, hevur fingið sendandi frá uttanlandsdeildini hjá løgmanni tann 14. mars 2006.

 

Á fundinum við loyvisnevndina, varð vinnunevndin gjørd varug við, at ongar geografiskar bindingar ella avmarkingar eru í sambandi við heimildina at útflýggja egna framleiðslu av øli. Praksis hevur tó verið tann, at egin framleiðsla av øli hevur verið útflýggjað beinleiðis frá bryggjaríunum ella frá lagri, har einki egið bryggjarí er. Spurningurin er tí, um man nú skal kunna hava sølustøð alla møguliga staðni, t.d. í keypsamtøkuni, Miðlon, SMS ella aðrastaðni.

 

Nevndin heldur ikki, at tað er í samsvari við endamálið við rúsdrekkalógini, um atkomuligheitin til rúsdrekka verður framd við, at loyvi verður givið at hava sølustøð, har fólk vanliga gera síni gerandisinnkeyp.

 

Sum uppskotið er orðað, er tað bert heimildin at loyva teimum, ið eru fevnd av Hoyvíkssátt­málanum, at útflýggja egna framleiðslu av teirra øli, sum er til viðgerðar. Tað ber tí ikki til við einum broytingaruppskoti frá nevndini, at avmarka heimildina at loyva føroysku bryggjaríunum at útflýggja egna framleiðslu teirra av øli.

 

Hinvegin inniheldur § 8, stk. 2 í galdandi lóg eina áseting, ið áleggur landsstýrinum at áseta nærri reglur um veitan av heimild at útflýggja egna framleiðslu av øli. Við hesi heimild eigir landsstýris­maðurin at tryggja, at endamálið við lógini verður rokkið.

 

Nevndin er samd um, at heimildin at loyva føroysku bryggjaríunum, og nú eisini teimum, ið eru fevnd at Hoyvíkssáttmálanum, at útflýggja egna framleiðslu teirra av øli, eigur at verða avmarkað soleiðis, at øl bara kann útflýggjast beinleiðis frá bryggjaríum ella frá lagri, har einki egið bryggjarí er. Nevndin heldur harumframt, at loyvi at útflýggja frá lagri eigur at verða avmarkað til "eitt" lagur í hvørjum øki, soleiðis at bryggjarí ikki kunnu fáa sær lagur í hvørji handilsgøtu ella sølumiðstøð. Tað má so verða upp til landsstýrismannin í kunngerð ella loyvisnevndina at meta um, hvussu landið skal verða býtt í hóskandi øki, og hvar tað við atliti til endamálið við rúsdrekkalógini er mest hóskandi, at slík lagur kunnu liggja.

 

Við hesum viðmerkingum tekur ein samd nevnd undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 2. mai 2006. §§ 1 til og við 10 samtyktar 30-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 4. mai 2006. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 31-0-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 55 frá 16.05.2006