93  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Føroya Realkredittstovn (Realurin)

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
F. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2006, 3. mars, legði Bárður Nielsen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Føroya Realkreditstovn (Realin)

 

§ 1

 

Í løgtingslóg nr. 75 frá 5. november 1998 um Føroya Realkreditstovn (Realin) verða gjørdar hesar broytingar:

 

1)  Í § 1, stk. 2 verður aftaná 1. pkt. sum nýtt 2. pkt. sett:

“Vinnugreinar í Føroyum fevna eisini um tað virksemi, sum persónur, sum er fevndur av Hoyvíkssáttmálanum og hevur heimstað innan umveldisvídd sáttmálans, hevur við virkisstaði í Føroyum innan vinnugreinina.”

 

2)  Í § 1 verða aftaná stk. 3 sum nýggj stk. 4 og 5 sett:

Stk. 4. Kravið um heimstað í Føroyum, sum er ásett í § 1, stk. 1, 2. pkt. er ikki galdandi fyri:

1)            fiskifør, flótandi eindir, før í frálandsvinnu ella fiskaaling við heimstaði innan umveldisvídd Hoyvíkssáttmálans, um farið v.m.  hevur virkisstað í Føroyum, og

2)            eigarin av farinum v.m. er fevndur av Hoyvíkssáttmálanum og hevur heimstað innan umveldisvídd sáttmálans.

Stk. 5. Hoyvíkssáttmálin, sum víst verður til í § 1, stk. 2 og 4, er sáttmáli frá 31. august 2005 millum stjórn Íslands øðrumegin og stjórn Danmarkar og Føroya Landstýri hinumegin.”

 

§ 2

 

Henda løgtingslóg kemur í gildi á gildiskomudegi sáttmálans frá 31. august 2005 millum stjórn Íslands øðrumegin og stjórn Danmarkar og Føroya Landstýri hinumegin.

Stk. 2. Samstundis fer úr gildi lov nr. 60 af 12. marts 1955 um Færøernes Realkreditinstitut.

 

Kapittul 1. Almennar viðmerkingar

 

Føroya Landsstýri og Íslandska stjórnin hava tann 31. august 2005 undirskrivað sáttmála um m.a. at fremja búskaparligu viðurskiftini millum Ísland og Føroyar og samskipa búskaparligu menningina í londunum.

 

Endamálið við sáttmálanum er at fáa í lag eitt búskaparøki, ið fevnir um umveldini Ísland og Føroyar. Á hesum búskaparøki verður, innan innihaldsvídd sáttmálans, bannað at gera mismun millum likamligar íslendskar og føroyskar persónar vegna tjóðskap, millum løgfrøðiligar persónar, heimahoyrandi innan umveldisvídd sáttmálans, vegna virkisstað ella vegna vøruuppruna.

 

Mett verður, at kravið um heimstað í Føroyum í lógini um Føroya Realkreditstovn er ein teknisk handilsforðing. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum metir tí, at neyðugt er at gera broytingar í lógini um Føroya Realkreditstovn, har ásett er, at tað einans kann veitast lán við veð í fiskiførum o.ø. og fiskaaling við heimstaði í Føroyum.

 

Sum beinleiðis avleiðing av omanfyri standandi leggur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum fram uppskot til løgtinglóg um broyting í løgtingslóg um Føroya Realkreditstovn fyri at tryggja, at mismunur ikki verður gjørdur vegna virkisstað millum persónar, heimahoyrandi í ávikavist Íslandi og Føroyum, sum eiga fiskifør, flótandi eindir, før í frálandsvinnuni ella fiskaaling, sum hava heimstað í Íslandi ella Føroyum, men við virkisstaði í Føroyum.

 

Eftir sáttmálanum er tað bannað at gera mismun vegna m.a. “virkisstað”. Hugtakið er ikki allýst í sáttmálanum. Tí hevur Fíggjarmálaráðið heitt á Løgmansskrivstovuna um at lýsa hugtakið. Løgmansskrivstovan hevur víst á, at hugtakið skal tulkast sambært altjóðarætti, og at hetta merkir staðið/landið, har persónur/fyritøka er virkin t.v.s. hevur virksemi. Longdin av tíðarskeiðnum, virksemið stendur við, er ikki avgerandi.

 

Skotið verður upp, at løgfrøðiligir persónar og sjálvstøðug vinnurekandi, sum eru fevnd av Hoyvíkssáttmálanum, og sum hava eitt fiskifar, flótandi eind, far í frálandsvinnu ella fiskaaling við heimstaði í Íslandi og við virkisstaði í Føroyum verða viðgjørd á sama hátt, sum um farið v.m. hevur heimstað í Føroyum.

 

Eisini verður skotið upp, at hugtakið “aðrar vinnugreinar í Føroyum” framyvir eisini fevnir um virkisstað í Føroyum innan vinnugreinina, um talan er um likamligar ella løgfrøðiligar persónar, sum hava heimstað í Íslandi.

 

Ummæli av lógaruppskotinum

 

Lógaruppskotið hevur verið til ummælis hjá:

Føroya Realkreditstovni

Tryggingareftirlitinum

Ríkisumboðnum

 

Føroya Realkreditstovnur hevur víst á, at Realurin einki hevur ímóti at fáa ein breiðari skara til útlánsvirksemi, tvørturímóti.

 

Vísandi til, at tað verður skotið upp, at eitt nú íslendsk fiskifør, sum hava virkisstað í Føroyum, verða viðgjørd á sama hátt, sum líknandi við heimstaði í Føroyum, verða viðgjørd eftir lógini um Føroya Realkreditstovn, mælir Føroya Realkreditstovnur til, at hugtakið ,,virkisstað í Føroyum” verður lýst neyvari. Føroya Realkreditstovnur metir tað verða neyðugt, at treytirnar eru meira ítøkiligar, fyri at teir kunnu umsita reglurnar á nøktandi hátt. Hetta fyri at teir kunnu meta um, nær treytirnar eru loknar fyri, at eitt nú eitt íslendskt reiðarí lýkur treytirnar fyri fáa lán frá Realinum, og at lánsheimildin er í lagi.

 

Føroya Realkreditstovnur vísir á, at ein annar spurningur so eisini er, hvat so hendir við einum íslendskum lántakara, sum ikki lýkur treytina. Eftir teirra tykki viðførir tað beinanvegin uppsøgn og innfríing av láninum, tí lántakarin ikki longur lýkur treytina fyri at hava lán hjá teimum.

 

Føroya Realkreditstovnur mælir til at seta lógarbroytingina sum seinasta pkt. í § 1, stk. 1 í staðin fyri eitt nýtt stk. 4 í § 1. Harumframt verður víst á, at um ikki danska lógin fyri langt síðani er sett úr gildi, eigur tað at verða gjørt.

 

Tryggingareftirlitið vísir á, at Realurin hevur eina góða fíggjarstøðu og kann fleirfalda útlánið við verandi eginpeningi. Tryggingareftirlitið metir sum útgangsstøði, at tað ikki eru beinleiðis fíggjarligar orsøkir til ikki at loyva Realinum at víðka um sítt virksemi innan flótandi før og/ella aðrar vinnugreinar.


Víst verður á, at í § 1, stk. 1 í lógini um Føroya Realkreditstovn er kravið, at flótandi eindirnar hava heimstað í Føroyum, meðan í stk. 2 er talan um vinnugreinar í Føroyum. Hetta er helst tí, at stk. 2 kann vera annað enn flótandi eindir, tó so, at tað eru flótandi eindir, ið ikki koma undir § 1, stk. 1 í lógini um Realin, t.d. farmaskip, sandskip v.m., ið eftir avgerð landsstýrismansins kunnu koma undir stk. 2.

 

Tryggingareftirlitið vísir á, at sambært uppskotinum skulu flótandi eindir v.m., ið hava heimstað í Íslandi, viðgerast á sama hátt, sum flótandi eindir v.m. við heimstaði í Føroyum, tó treytað av, at tey hava virkisstað í Føroyum. Tryggingareftirlitið mælir til, at heitið "virkisstað" verður lýst neyvari.

 

Ríkisumboðið hevur viðmerkt viðvíkjandi § 2, stk. 2 í uppskotinum, at danska Forsætismálaráðið í skrivi frá 10. juli 1996 til danska Fíggjarmálaráðið hevur víst á, at heimastýrið í samsvar við § 13 í heimastýrislógini kann broyta ella seta úr gildi lógina um “Færøernes Realkreditinstitut”. 

 

Omanfyrinevndu viðmerkingar hava ført við sær, at lógaruppskotið, ið nú er lagt fyri Løgtingið, er broytt á nøkrum økjum.

 

Kapittul 2. Avleiðingar av uppskotinum

 

Sum heild verður víst til uppskot til løgtingslóg um at seta í gildi Hoyvíkssáttmálan (løgtingsmál nr. 15).

 

Tó kann viðmerkjast, at sum útgangsstøði verður mett, at uppskotið ikki fer at hava fíggjarligar avleiðingar við sær fyri landið. Hetta tí, at talan er um veitan av lánum, sum skulu afturgjaldast. Tó kann tað koma fyri, at lánstakarin ikki er førur fyri at afturrinda lánið, og kann hetta hava við sær, at Realurin fær eitt tap. Hetta ger seg tó eisini galdandi, tá lán verður veitt við veð í skipi o.l. við heimstaði í Føroyum.

 

Mett verður ikki, at uppskotið hevur fíggjarligar avleiðingar við sær fyri kommunurnar.

 

Mett verður, at uppskotið kann hava umsitingarligar avleiðingar við sær. Uppskotið gevur møguleika fyri, at fleiri kunnu søkja um lán við veð í fiskifari v.m. Fleiri umsóknir vilja merkja meira arbeiði hjá Realinum. Mett verður tó, at tað ikki verður neyðugt at víðka umsitingarligu eindirnar orsakað av hesum uppskotinum.

 

Uppskotið verður ikki mett at hava umsitingarligar avleiðingar við sær fyri eftirlitsmyndugleikan hjá Realinum.

 

Mett verður ikki, at uppskotið hevur umsitingarligar avleiðingar við sær fyri kommunurnar.

 

Mett verður ikki, at uppskotið hevur nakrar beinleiðis avleiðingar fyri vinnuna.

 

Mett verður ikki, at uppskotið hevur umhvørvisligar avleiðingar.

 

Mett verður ikki, at uppskotið hevur serligar fíggjarligar, umsitingarligar ella umhvørvisligar avleiðingar fyri serstøk øki í landinum.

 

Mett verður ikki, at uppskotið hevur avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir.

 

Uppskotið er ein avleiðing av Hoyvíkssáttmálanum (lm. 15/2005). Mett verður ikki, at tað annars eru millumtjóða sáttmálar á økinum, sum uppskotið fevnir um, ið heimastýrið hevur skyldu at fylgja, og sum gera, at uppskotið fær fíggjarligar, umsitingarligar ella umhvørvisligar avleiðingar fyri landsmyndugleikar, kommunumyndugleikar, ávís øki í landinum, ávísar samfelagbólkar ella vinnuna.

 

 

 

 

Fyri landið/lands-

myndugleikar

Fyri

kommunalar

myndugleikar

Fyri

pláss/øki í

landinum

Fyri

ávísar sam-felagsbólkar/

felagsskapir

Fyri

vinnuna

Fíggjarligar/

búskaparligar avleiðingar

(Nei)

Nei

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar

avleiðingar 

(Ja)

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar

avleiðingar 

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur 

(Nei)

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar

avleiðingar 

 

 

 

 

         Nei

 

 

 

 

 

Kapittul 3. Serligar viðmerkingar

 

Til § 1 

Ásetingarnar eru ein avleiðing av, at Hoyvíkssáttmálin verður settur í gildi í Føroyum. Sambært honum er tað bannað at gera nakran mismun millum íslendskar likamligar persónar og føroyskar likamligar persónar vegna tjóðskap, og at gera mismun vegna virkisstað millum løgfrøðiligar persónar, heimahoyrandi innan umveldisvídd sáttmálans.

 

Ad. 1) Broytingin merkir, at í teimum førum, at landsstýrismaðurin ger av at víðka útlánsvirksemið hjá Føroya Realkreditstovni til aðrar vinnugreinar í Føroyum, skulu likamligir ella løgfrøðiligir persónar, sum er heimahoyrandi í Íslandi, og sum reka virksemi innan hesa vinnugrein við virkisstað í Føroyum, hava rætt til at fáa lán frá Føroya Realkreditstovni.

 

Ad. 2) Broytingin merkir m.a., at ein løgfrøðiligur ella likamligur persónur, sum er heimahoyrandi í Íslandi og sum eigur fiskifør, flótandi eindir, før í frálandsvinnu og fiskaaling sum eru skrásett við heimstaði í Íslandi, kann fáa lán frá Føroya Realkreditstovni, um farið ella fiskaalingin, sum veð skal takast í, hevur virkisstað í Føroyum.

 

Hugtakið virkisstað merkir staðið/landið, har persónur/fyritøka er virkin t.v.s. hevur virksemi, og fevnir m.a. um eitt virki, sum hevur deild, skrivstovu, verkstað ella støð í Føroyum. Annað handilsligt virksemi í Føroyum verður eisini mett sum virkisstað í Føroyum. 

 

Hevur t.d. eitt íslendsk fiskifar virksemi í Føroyum, kann farið metast at hava virkisstað í Føroyum.

 

Mett verður ikki, at broytingaruppskotið – sum heild – hevur týdning fyri lánsveitan við veð í førum, sum eru heimahoyrandi í Íslandi og við virkisstaði í Føroyum. Hóast eitt fiskifar, sum er heimahoyrandi í Íslandi, avreiðir til flakavirki í Føroyum e.l. og tí verður mett at hava virkisstað í Føroyum, er tíðarskeiðið, hetta fiskifarið hevur virkisstað í Føroyum, so stutt, at ein lánsveitan sambært lógini um Føroya Realkreditstovn vanliga ikki kemur uppá tal.

 

Um eitt fiskifar v.m., sum veð er tikið í, ikki longur lýkur treytina um at hava virkisstað/heimstað í Føroyum merkir hetta, at lánið verður sagt upp og kravt innfríað.

 

Lán kann veitast sambært hesum broytingaruppskotinum, um t.d. eitt felag, sum er heimahoyrandi í Íslandi, byrjar virksemi við fiskaaling í Føroyum. Eitt tílíkt virksemi hevur vanliga ikki heimstað í Føroyum men í Íslandi, men virkisstaðurin er í Føroyum.

 

Til § 2.

Viðvíkjandi ásetingini í stk. 2 verður mett, at § 13 í heimastýrislógini gevur tað neyðugu heimildina til Løgtingið til at broyta og seta úr gildi ríkislógir á teimum økjum, sum heimastýrið hevur yvirtikið sum sermál. Í hesum sambandi kann vísast á, at danska Forsætismálaráðið í skrivi frá 10. juli 1996 til danska Fíggjarmálaráðið hevur víst á, at heimastýrið í samsvar við § 13 í heimastýrislógini kann broyta ella seta úr gildi lógina um “Færøernes Realkreditinstitut”.

 

1. viðgerð 13. mars 2006. Tingmálini nr. 90, 91, 92 og 93/2005 vórðu viðgjørd undir einum og beind í fíggjarnevndina, sum tann 26. apríl 2006 legði fram soljóðandi

 

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann  3. mars 2006, og eftir 1. viðgerð 13. mars er tað beint fíggjarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 16. og 27. mars 2006.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í fíggjarmálum Bárður Nielsen.

 

Uppskotið er ein avleiðing av løgtingsmáli nr.15/2005: Uppskot til løgtingslóg um at seta í gildi Hoyvíkssáttmálan, har álit nú er framlagt.

 

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja tað.

 

2. viðgerð 2. mai 2006. §§ 1 og 2 samtyktar 30-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

 

3. viðgerð 4. mai 2006. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 31-0-0. Málið avgreitt.

 

Ll.nr. 53 frá 16.05.2006