92  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lønarhæddaravgjald

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
G. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2006, 3. mars, legði Bárður Nielsen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

 

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lønarhæddaravgjald

 

§ 1

 

Í løgtingslóg nr.  193  frá 10. desember 1993   um lønarhæddaravgjald, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 29. frá 8. apríl 2005, verður gjørd henda broyting:

 

1)  Í § 3, stk. 3 verður aftaná 1. pkt sum nýtt 2. pkt. sett:

“Ásetingarnar í 1. pkt eru ikki galdandi í tann mun, annað er ásett í sáttmála frá 31. august 2005 millum stjórn Íslands øðrumegin og stjórn Danmarkar og Føroya Landstýri hinumegin (Hoyvíkssáttmála-num).”  

 

§ 2

 

Henda løgtingslóg kemur í gildi samstundis, sum sáttmáli frá 31. august 2005 millum stjórn Íslands øðrumegin og stjórn Danmarkar og Føroya Landstýri hinumegin fær gildi.

 

Kapittul 1. Almennar viðmerkingar

 

Føroya Landsstýri og Íslandska stjórnin hava tann 31. august 2005 undirskrivað sáttmála um m.a. at fremja búskaparligu viðurskiftini millum Ísland og Føroya og samskipa búskaparligu menningina í londunum.

 

Endamálið við sáttmálanum er at fáa í lag eitt búskaparøki, ið fevnir um umveldini Ísland og Føroyar. Á hesum búskaparøki verður, innan innihaldsvídd sáttmálans, bannað at gera mismun vegna tjóðskap, virkisstað ella vegna vøruuppruna.

 

Eftir sáttmálanum er tað bannað at gera mismun vegna m.a. “virkisstað”. Hugtakið er ikki allýst í sáttmálanum. Fíggjarmálaráðið hevur heitt á Løgmansskrivstovuna um at lýsa hugtakið. Løgmansskrivstovan hevur víst á, at hugtakið skal tulkast sambært altjóðarætti, og at hetta merkir staðið/landið har persónur/fyritøka er virkin t.v.s. hevur virksemi. Longdin av tíðarskeiðnum, virksemi stendur við, er ikki avgerandi.

 

Mett veður, at kravið um umboðan er ein handilsforing. Sum beinleiðis avleiðing av omanfyri standandi leggur landsstýrismaðurin við fíggjarmálum fram uppskot til løgtinglóg um broyting í løgtingslóg um lønarhæddaravgjald fyri at tryggja, at mismunur ikki verður gjørdur millum føroysk og íslendsk virki.

 

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum metir tí, at neyðugt er at gera broytingar til ásetingina í lógini um lønarhæddaravgjald, har krav er um, at útlendsk virki, sum ikki hava deild ella tílíkt her á landi, skulu skrásetast við persóni, ið er búðsitandi her á landi, ella við virki, sum hevur sølustað her á landi.

 

Skotið verður tí upp, at eitt íslendskt virki ikki skal viðgerast sum eitt útlendskt virki eftir lógini um lønarhæddaravgjald.

 

Kapittul 2. Avleiðingar av uppskotinum

 

Mett verður ikki, at uppskotið fer at hava fíggjarligar avleiðingar við sær fyri landið. Hetta tí, at Føroyar hava eina avtalu við tey norðurlendsku londini um at hjálpa hvørjum øðrum við millum annað at innheinta lønarhæddaravgjald, um so er, at virki eru í eftirstøðu hesum viðvíkjandi. Um so er, at eitt íslendskt virki kemur í eina tílíka eftirstøðu, kann áheitan sendast til íslendskar myndugleikar um at hjálpa við at innheinta eftirstøðuna.

 

Uppskotið hevur ikki fíggjarligar avleiðingar við sær fyri kommunurnar.

 

Mett verður ikki at uppskotið hevur nakrar avleiðingar fyri vinnuna. Mett verður, at tað verður lættari hjá einum íslendskum virki at reka vinnu í Føroyum.

 

Mett verður, at uppskotið hevur umsitingarligar avleiðingar við sær. Hetta serliga fyri eftirlitið hjá Toll- og Skattstovu Føroya, og møguliga eisini hjá innkrevjingini hjá Toll- og Skattstovu Føroya.

 

Uppskotið hevur ikki umhvørvisligar avleiðingar.

 

Uppskotið hevur ikki serligar fíggjarligar, umsitingarligar ella umhvørvisligar avleiðingar fyri serstøk øki í landinum.

 

Mett verður ikki, at uppskotið hevur sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir.

 

Uppskotið verður ikki mett at hava avleiðingar fyri altjóða avtalur og reglur, men er ein avleiðing av Hoyvíkssáttmálanum (lm. 15/2005). 

 

 

 

Fyri landið/lands-

myndugleikar

Fyri

kommunalar

myndugleikar

Fyri

pláss/øki í

landinum

Fyri

ávísar sam-felagsbólkar/

felagsskapir

Fyri

vinnuna

Fíggjarligar/

búskaparligar avleiðingar

Nei

Nej

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar

avleiðingar 

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar

avleiðingar 

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur 

(Nei)

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar

avleiðingar 

 

 

 

 

         Nei

 

 

 

 

 

Kapittul 3. Serligar viðmerkingar

 

Til § 1

Ásetingin er ein avleiðing av, at Hoyvíkssáttmálin verður settur í gildi í Føroyum. Sambært honum er tað bannað at gera nakran mismun millum íslendskar likamligar persónar og føroyskar likamligar persónar vegna tjóðskap, og at gera nakran mismun vegna virkisstað millum løgfrøðiligar persónar heimahoyrandi innan umveldisvídd sáttmálans. 

Til § 2.

Ongar viðmerkingar.

 

1. viðgerð 13. mars 2006. Tingmálini nr. 90, 91, 92 og 93/2005 vórðu viðgjørd undir einum og beind í fíggjarnevndina, sum tann 26. apríl 2006 legði fram soljóðandi

 

Álit  

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann  3. mars 2006, og eftir 1. viðgerð 13. mars er tað beint fíggjarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 16. og 27. mars 2006.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í fíggjarmálum Bárður Nielsen.

 

Uppskotið er ein avleiðing av løgtingsmáli nr.15/2005: Uppskot til løgtingslóg um at seta í gildi Hoyvíkssáttmálan, har álit nú er framlagt. 

 

Ein minniluti(Kári P. Højgaard) tekur undir við uppskotinum við fylgjandi viðmerkingum:

Sjálvstýrisflokkurin hevur reist spurningin um lønarhæddaravgjaldið, ið er ásett sambært løgtingslóg nr. 193 frá 10. desember 1993. Her verður serliga hugsa um tann partin sum fevnir um læknavirksemi, tannlækna- og annað dentalvirksemi, kiropraktik, fysioterapi og aðra veruliga heilsurøkt, ið av hesum álagda gjaldið kann kennast dýrkandi og órættvís.

Talan er um eina kreppuloysn frá 90’unum, ið treingir til broytingar ella møguliga avtøku.

 

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja tað.

 

2. viðgerð 2. mai 2006. §§ 1 og 2 samtyktar 30-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

 

3. viðgerð 4. mai 2006. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 31-0-0. Málið avgreitt.

 

Ll.nr. 51 frá 16.05.2006