91  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygdargrunn fyri avreiðingar og lønir v.m.

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
F. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2006, 3. mars, legði Bárður Nielsen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygdargrunn fyri avreiðingar og lønir v.m


 

§ 1

 

Í løgtingslóg nr.  68  frá 9. juni 1988   um trygdargrunn fyri avreiðingar og lønir v.m, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 44 frá 30. mars 2001, verður gjørd henda broyting:

 

1)  Í § 1 verður aftaná stk. 6 sum nýtt stk. sett:

Stk. 7. Krøvini um “føroysk skip/bátareigarar”, sum eru ásett í § 1, stk. 1 eru ikki galdandi í tann mun, annað er ásett í sáttmála frá 31. august 2005 millum stjórn Íslands øðrumegin og stjórn Danmarkar og Føroya Landsstýri hinumegin (Hoyvíkssátmálanum).”

 

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi samstundis, sum sáttmáli frá 31. august 2005 millum stjórn Íslands øðrumegin og stjórn Danmarkar og Føroya Landsstýri hinumegin fær gildi

 

 

Kapittul 1. Almennar viðmerkingar

 

Føroya Landsstýri og Íslandska stjórnin hava tann 31. august 2005 undirskrivað sáttmála um m.a. at fremja búskaparligu viðurskiftini millum Ísland og Føroya og samskipa búskaparligu menningina í londunum.

 

Endamálið við sáttmálanum er at fáa í lag eitt búskaparøki, ið fevnir um umveldini Ísland og Føroyar. Á hesum búskaparøki verður, innan innihaldsvídd sáttmálans, bannað at gera mismun vegna tjóðskap, virkisstað ella vegna vøruuppruna.

 

Eftir sattmálanum er tað bannað at gera mismun vegna m.a. “virkisstað”. Hugtakið er ikki allýst í sáttmálanum. Fíggjarmálaráðið hevur heitt á Løgmansskrivstovuna um at lýsa hugtakið. Løgmansskrivstovan hevur víst á, at hugtakið skal tulkast sambært altjóðarætti, og at hetta merkir staðið/landið, har persónur/fyritøka er virkin, t.v.s. hevur virksemi. Longdin av tíðarskeiðnum, virksemi stendur við, er ikki avgerandi.

 

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum metir tí, at neyðugt er at gera broytingar til ásetingina í lógini um trygdargrunn fyri avreiðingar og lønir v.m., har krav er um, at tað einans eru føroysk skip/bátar, sum avrokna fyri fisk avreiddan til føroysk fiskavirki, sum eru tryggjað eftir lógini. Við hesum verður tryggjað, at mismunur ikki verður gjørdur á føroyskum og íslendskum virki.

 

Skotið verður tí upp, at íslendsk skip/bátar, sum avrokna fyri fisk avreiddum til eitt føroysk fiskavirki, verða viðgjørd sum føroysk skip/bátar eftir lógini um trygdargrunn fyri avreiðingar og lønir v.m.

 

Kapittul 2. Avleiðingar av uppskotinum

 

Mett verður, at uppskotið kann fara at hava fíggjarligar avleiðingar við sær fyri landið. Hetta tí, at mismunur ikki skal gerast á føroyskum og íslendskum skipum/bátum. Ilt er at siga um tílík krøv kunnu koma til trygdargrunnin, og ikki ber til at meta um fíggjarligar avleiðingar fyri trygdargrunnin.

 

Uppskotið hevur ikki fíggjarligar avleiðingar við sær fyri kommunurnar.

 

Mett verður ikki, at uppskotið kann koma at hava avleiðingar fyri vinnuna við sær.

 

Mett verður, at uppskotið hevur umsitingarligar avleiðingar við sær. Hetta serliga fyri eftirlitið hjá Toll- og Skattstovu Føroya, og møguliga eisini hjá innkrevjingini hjá Toll- og Skattstovu Føroya.

 

Uppskotið hevur ikki umhvørvisligar avleiðingar.

 

Uppskotið hevur ikki serligar fíggjarligar, umsitingarligar ella umhvørvisligar avleiðingar fyri serstøk øki í landinum.

 

Mett verður ikki, at uppskotið hevur sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir.

 

Uppskotið verður ikki mett at hava avleiðingar fyri altjóða avtalur og reglur, men er ein avleiðing av Hoyvíkssáttmálanum (lm. 15/2005). 

 

 

 

 

Fyri landið/lands-

myndugleikar

Fyri

kommunalar

myndugleikar

Fyri

pláss/øki í

landinum

Fyri

ávísar sam-felagsbólkar/

felagsskapir

Fyri

vinnuna

Fíggjarligar/

búskaparligar avleiðingar

(Ja)

Nej

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar

avleiðingar 

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar

avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur 

(Nei)

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar

avleiðingar  

 

 

 

 

         Nei

 

 

 

 

 

Kapittul 3. Serligar viðmerkingar

 

Til § 1

Ásetingin er ein avleiðing av, at Hoyvíkssáttmálin verður settur í gildi í Føroyaum. Sambært honum er tað bannað at gera nakran mismun millum íslendskar likamligar persónar og føroyskar likamligar persónar vegna tjóðskap, og at gera nakran mismun vegna virkisstað millum løgfrøðiligar persónar heimahoyrandi innan umveldisvídd sáttmálans.

Til § 2 

Ongar viðmerkingar.

 

1. viðgerð 13. mars 2006. Tingmálini nr. 90, 91, 92 og 93/2005 vórðu viðgjørd undir einum og beind í fíggjarnevndina, sum trann 26. apríl 2006 legði fram soljóðandi

 

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann  3. mars 2006, og eftir 1. viðgerð 13. mars er tað beint fíggjarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 16. og 27. mars 2006.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í fíggjarmálum Bárður Nielsen.

 

Uppskotið er ein avleiðing av løgtingsmáli nr.15/2005: Uppskot til løgtingslóg um at seta í gildi Hoyvíkssáttmálan, har álit nú er framlagt.

 

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja tað.

 

2. viðgerð 2. mai 2006. §§ 1 og 2 samtyktar 30-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

 

3. viðgerð 4. mai 2006. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 31-0-0. Málið avgreitt.

 

Ll.nr. 47 frá 16.05.2006