86  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í rúsdrekkalógini

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
G. Broytingaruppskot
H. Álit II
I. 3. viðgerð
J. Orðaskifti við 3. viðgerð
K. Framhaldandi 3. viðgerð
L. Orðaskifti við framhaldandi 3. viðgerð

Ár 2006, 2. mars, legði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í rúsdrekkalógini

 

§ 1.

 

Í løgtingslóg nr. 20 frá 10. mars 1992 um innflutning og sølu av rúsdrekka, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 64 frá 02.05.2003, verður gjørd henda broyting:

 

Aftaná § 12 verður sett: ”§ 12 a. Til støk tiltøk sum størri samkomur, ráðstevnur, konsertir, stevnur og líknandi, kann loyvisnevndin uttan mun til ásetingina í § 11, stk. 1, 1.pkt. loyva,  at rúsdrekka verður skonkt, um loyvishavari eftir § 10 skipar fyri skeinkingini. Til størri uttanduratiltøk kann loyvi tó einans verða givið til at skeinkja øl. 

Stk. 2. Loyvisnevndin kann í serligum føri loyva, at persónur, ið lýkur treytirnar, ið eru ásettar í § 12, stk. 1, skipar fyri skeinkingini, um ongin loyvishavari kann átaka sær at skipa fyri skeinkingini.

Stk. 3. Loyvi eftir stk. 1 og 2 kann eftir umstøðunum avmarkast og treytast.

Stk. 4. Loyvisnevndin kann leggja sínar heimildir eftir hesi grein til annan myndugleika at umsita.”

 

§ 2.

 

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

Viðmerkingar til lógaruppskotið

 

Kap. 1: Almennar viðmerkingar  

Eftir galdandi rúsdrekkalóg er bert loyvt at skeinkja rúsdrekka á støðum við skeinkiloyvi, og loyvi til útskeinking kann einans verða veitt persónum, feløgum o.l., ið reka hotell- og restauratiónsvirksemi. Heimild er ikki fyri at loyva, at skonkt verður til støk tiltøk, eins og vanligt er aðrastaðni. Tískil er ikki møguligt at veita loyvi til at skeinkja á t.d. stevnum og øðrum tiltøkum, eins og møguleiki ikki er fyri at skeinkja rúsdrekka í sambandi við, at hildnar verða størri almennar veitslur ella dansikvøld, um hesi tiltøk verða hildin á øðrum støðum enn teimum, sum hava permanent skeinkiloyvi.

 

Verandi rættarstøða virkar neyvan tálmandi upp á nýtsluna av rúsdrekka í sambandi við nevndu tiltøk, men elvir hinvegin heldur til, at drukkið verður undir óskipaðum viðurskiftum uttan eftirlit.  Av tí, at rúsdrekka ikki kann keypast til hesi tiltøk, verður mangan drukkið ríkiligt, áðrenn farið verður heimanífrá, umframt at fólk hava rúsdrekka við sær.  Henda støða er óvirðilig, og minnir rúsdrekkamentanin á hesum øki ikki so lítið um ta rúsdrekkamentan, vit kendu so væl í Føroyum fyrr, og sum roynt var at koma burturfrá við nýggju rúsdrekkalógini í 1992. 

 

Núverandi skipan hevur eisini óhepnar avleiðingar við sær fyri trygdina til tey størru av umrøddu tiltøkum – her verður serliga hugsað um festivalarnar og størri dansikvøld, av tí at stórur vandi kann standast av teimum fløskum, sum fólk ofta hava við sær.  Hóast tað ikki er loyvt, eru royndirnar hjá teimum, sum skipa fyri slíkum tiltøkum og standa fyri vaktarhaldinum, at tað ikki ber til at sleppa undan, at fólk hava fløskur við sær inn á økið við teimum óhepnu avleiðingum, hetta hevur við sær.  Mett verður, at hesin trupulleiki hevði verið munandi minni, um loyvt var at skeinkja á staðnum. Hetta hevði samstundis gjørt tað møguligt at styrkt eftirlitið við teimum yngru, sum ikki hava aldur at keypa rúsdrekka á staðnum.

 

Mett verður ikki, at skeinking á staðnum hevði økt um rúsdrekka nýtsluna – helst heldur hinvegin.

 

Skotið verður tí upp, at lógin verður broytt soleiðis, at møguleiki verður fyri at loyva persóni ella felagi, sum frammanundan hevur skeinkiloyvi, at skipa fyri skeinking til støk tiltøk - t.v.s., at ein loyvishavi kann fáa loyvi til at skeinkja rúsdrekka uttan fyri vanliga skeinkistaðið í sambandi við serlig tiltøk - so rúsdrekkanýtslan eisini í slíkum førum kann fara fram undir skipaðum viðurskiftum og undir vanligum eftirliti.  

 

Eftir uppskotinum kann loyvisnevndin tó í serligum føri loyva persóni, sum ikki hevur skeinkiloyvi, at skipa fyri skeinkingini, um ongin loyvishavari kann átaka sær at skipa fyri skeinkingini.  Endamálið við hesum er, at sleppast kann undan, at krøvini í rúsdrekkalógini í royndum koma at útihýsa møguleikanum fyri skeinking í sambandi við tiltøk, um ongin loyvishavari kann átaka sær ábyrgd av skeinkingini - til dømis á útoyggjum, har ongin loyvishavari er.

 

2. Ummæli

Uppskotið var í oktober 2002 til ummælis hjá: Rúsdrekkasølu Landsins, Loyvisnevndini, Fyribyrgingarráðnum, Fíggjarmálaráðnum, Almanna- og Heilsumálaráðnum (Trivnaðarmálaráðnum), Kommunusamskipan Føroya, Føroya Kommunu­felag, Ferðaráð Føroya, Gistingarhús- og Matstovufelag Føroya, Vinnuhúsi­num (Føroya Arbeiðsgevarafelag),  Føroya Bjór og Restorffs Bryggjarí.

 

Fyribyrgingarráðið tók undir við uppskotinum, og metti ráðið ikki, at broytingarnar fara at føra við sær økta alkoholnýtslu ella hava aðrar óhepnar fylgjur.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag tók undir við uppskotinum.

 

Rúsdrekkasøla Landsins, Fíggjarmálaráðið,  Kommunusamskipan Føroya og Føroya Komm­­unufelag høvdu ongar viðmerkingar. Almanna- og Heilsumálaráðið hevði ongar fakligar viðmerk­ingar.

 

Loyvisnevndin og Gistingarhús- og Matstovufelag Føroya høvdu ikki nakrar viðmerkingar, seinast uppskotið var sent til hoyringar, men hava áður tikið undir við uppskotinum.

 

 

Kap. 2: Avleiðingar av uppskotinum 

Uppskotið hevur ongar fíggjarligar avleiðingar av týdningi fyri land og kommunur.

 

Umsitingarliga fær loyvisnevndin nakrar uppgávur afturat teimum, hon hevur í dag, men mett verður ikki, at hesar koma at hava øktar útreiðslur við sær.  

 

Uppskotið hevur ikki fíggjarligar ella umsitingarligar avleiðingar av týdningi fyri vinnuna.

 

Uppskotið hevur ongar avleiðingar fyri umhvørvið.

 

Uppskotið hevur ongar serligar fíggjarligar, umsitingarligar ella umhvørvisligar avleiðingar fyri serstøk øki í landinum.

 

Uppskotið hevur ikki sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir við sær. 

 

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar

Fyri
kommunalar
myndugleikar

Fyri
pláss/øki í
landinum

Fyri ávísar samfelags-bólkar/
felagsskapir

Fyri
vinnuna

Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar
avleiðingar


(Ja)


Nei


Nei


Nei


Nei

Umhvørvisligar
avleiðingar


Nei


Nei


Nei


Nei


Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar

 

 

 


Nei

 

 

 

Kap. 3: Serligar viðmerkingar

 

§12 a

Eftir uppskotinum verður møguligt hjá loyvisnevndini at loyva persóni ella felagi, sum hevur skeinkiloyvi eftir § 10, at átaka sær at skipa fyri skeinking uttan fyri vanliga loyvisstaðið í sambandi við støk tiltøk, sum størri samkomur, ráðstevnur, veitslur og líknandi. Tað verður upp til loyvisnevndina at meta um og gera av, hvørji tiltøk koma undir hesa áseting. Sum dømi kunnu nevnast fundir, ráðstevnur, veitslur, framsýningar, o.a., har almenningurin ella ein størri skari av fólki hevur atgongd. Tað er ein treyt, at talan er um støk tiltøk, og tískil eru tiltøk, sum eru reglulig ella afturvendandi við stuttum millumbilum, ikki fevnd av ásetingini.

 

Støk tiltøk fyri einum minni skara av fólki, ið hava eitt hvørt samband við hvønn annan, og har tiltakið er av slíkum slagi, at tað kundi verðið hildið við hús, um pláss var fyri tí, fella vanliga uttan fyri øki lógarinnar.

 

Loyvi eftir hesi grein koma ikki undir ásetingina í § 11, stk. 1, 1. pkt, og er tað tískil ikki ein treyt, at ummæli skal vera fingið frá kommunustýrinum, áðrenn loyvi verður latið. 

 

Eftir stk. 2 kann loyvisnevndin í serligum føri loyva, at persónur, sum ikki hevur skeinkiloyvi eftir § 10, kann skipa fyri skeinkingini, um so er, at ongin loyvishavari kann átaka sær at skipa fyri skeinkingini. Hugsað verður t.d. um tiltøk í økjum, har ongin loyvishavari er, t.d. á útoyggjum. Í slíkum førum hevði tað verið óheppið, um rúsdrekkalógin varð ein forðan fyri, at slíkt tiltak kundi verðið hildið á sama hátt sum líknandi tiltøk aðrastaðni í landinum. 

 

Tað verður harumframt ein treyt, at persónur, sum loyvi fær, lýkur treytirnar í § 12, stk. 1.

 

Loyvisnevndin kann alt eftir umstøðunum avmarka og treyta loyvi, ið verður latið eftir stk. 1 og 2.

 

Fyri at fáa ein smidligan og praktiskan hátt at avgreiða umsóknir um skeinkiloyvi til støk tiltøk, verður skotið upp, at loyvisnevndin kann delegera sínar heimildir eftir § 12 a til annan myndugleika, t.d. løgregluna at umsita.

1. viðgerð 14. mars 2006. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 21. apríl 2006 legði fram soljóðandi

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 2. mars 2006, og eftir 1. viðgerð tann 14. mars 2006 er tað beint vinnunevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 15. mars og 6. og 20. apríl 2006.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við umboð fyri Føroya Bjór, rúsdrekkaloyvisnevndina, Fyribyrgingarráðið og landsstýrismannin í vinnumálum.

 

Ein meiriluti í nevndini (Jørgen Niclasen, Heðin Zachariasen, Tórbjørn Jacobsen og Heidi Petersen) heldur, at tað er umráðandi at fáa skipaði viðurskifti á hesum øki. At hava forboð fyri útskeinking til tiltøk, umtalaði í uppskotinum, hevur víst seg at føra til óskipaði viðurskifti, ið ikki tæna endmálum í lógini.

 

Tey tiltøk ið eru fevnd av ásetingini, eru ikki avmarkað til ávís nevnd sløg av tiltøkum, við tað at heimild eisini er at geva loyvi til "líknandi tiltøk". Meirilutin heldur, at tað er Løgtingið, ið eigur at áseta hvørji ítøkilig sløg av tiltøkum, ið skulu verða fevnd av ásetingini, og mælir tí til, at heimildin at geva skeinkiloyvi til "líknandi tiltøk" verður strikað.

 

Uppskotið leggur upp til bert at skeinkja øl til størri uttanduratiltøk. Við lógarbroytingini verður tað loyvishavin, sum hevur ábyrgdini, og kann tí ábyrgdast, um ásetingarnar ikki verða hildnar á økinum, har serstaka uttanduratiltakið verður hildið. Við uppskotinum heldur meirilutin, at tað verður betur tryggjað, at ung undir 18 ár ikki fáa rúsandi løg.

 

Í lógaruppskotinum verður lagt upp til, at bert verandi loyvishavarar kunnu fáa loyvi at skeinka til umrøddu serstøku tiltøk. Tvs. at fyriskiparar ikki hava møguleikan. Loyvisnevndin helt á fundi við vinnunevnduna, at her bert var spurningur um, hvør skuldi fáa møguligan vinning. Meirilutin er samdur við hesum og mælir til at taka burtur treytina um, at bert verandi loyvishavarar kunnu fáa hesi loyvi. Tað má vera nóg mikið, at ein persónur, ið lýkur treytirnar, ið eru ásettar í § 12, stk. 1, skipar fyri skeinkingini. § 12, stk. 1 setir treytirnar fyri, at ein persónur kann fáa skeinkiloyvi.

 

Loyvisnevndin vísti eisini á, at tað fór at verða sera trupult at umsita lógarbroytingarnar, um treytirnar í § 10, stk. 1 um, at bert persónar, sum reka hotel- og restauratiónsvirksemi, skulu kunnu fáa skeinkiloyvi, eisini skulu vera galdandi fyri loyvir til serstøk tiltøk. Hetta inniber, at tað skal setast sum krav, at loyvi at skeinkja til slík tiltøk skal vera treytað av, at bert verður skonkt aftur við mati. Hesum er meiriutin samdur í og mælir til, at undantak verður gjørt frá ásetingini um, at bert persónar, sum reka hotel- og restauratiónsvirksemi, ikki skal vera galdandi fyri loyvir til serstøk tiltøk.

 

Á fundinum við loyvisnevndina og Fyribyrgingarráðið kom fram, at onkri ógreið viðurskifti eru í sambandi við uppskotið. Meirilutin heldur, at vísir tað seg at verða tørvur á at áseta almennar reglur um, hvussu loyvir skulu avmarkast og treytast, so skal landsstýrismaðurin hava heimild at gera hetta. Meirilutin mælir tí til, at heimildin hjá loyvisnevndini at avmarka og treyta einstøku loyvini, skal kunna skipast við almennum reglum í kunngerð. Tað er sostatt ábyrgdin hjá landsstýris­manninum at meta um og tryggja, at endamálið við lógini verður rokkið, eisini í sambandi við loyvir eftir nýggju ásetingini í § 12 a.

 

Samsvarandi hesum setir meirilutin fram soljóðandi

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t

 

1) Í § 1 verður orðingin í § 12 a, stk. 1 broytt soleiðis, at orðini "stevnur og líknandi" verða broytt til "og stevnur".

2) Í § 1 verður orðingin í § 12 a, stk. 1, 1. pkt. broytt soleiðis, at orðini "um loyvishavari eftir § 10 skipar fyri skeinkingini" verða broytt til "um persónur, ið lýkur treytirnar, ið eru ásettar í § 12, stk. 1, skipar fyri skeinkingini".

3) Í § 1 verður § 12a, stk. 2 orðað soleiðis: "Stk. 2. Kravið í § 10, stk. 1 um, at bert persónar, sum reka hotel- og restauratiónsvirksemi, skulu kunna fáa skeinkiloyvi, er ikki galdandi fyri loyvir sambært stk. 1."

4) Í § 1 verður orðingin í § 12 a, stk. 3 broytt soleiðis, at orðini "og 2" verða strikað.

5) Í § 1 verður sett inn nýtt 2. pkt. í § 12 a, stk. 3, sum verður soljóðandi: "Landsstýrismaðurin kann áseta reglur sambært 1. pkt. í kunngerð."

 

Meirilutin tekur undir við málinum, og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið við nevndu broytingum.

 

Ein minniluti í nevndini (Alfred Olsen og Gerhard Lognberg) tekur ikki undir við uppskotinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

 

Minnilutin vísir harumframt á, at sambært tí, sum er komið fram á fundunum, sum nevndin hevur havt við loyvisnevndina, og Fyribyrgingarráðið, so eru so nógv órgeið viðurskifti í uppskotinum, at tað einasta rætta hevði verið, at landsstýrismaðurin tók uppskotið aftur.

 

Ein annar minniluti í nevndini (Henrik Old) vísir á, at grundgevingarnar, tá nýggja rúsdrekkalógin í 1992 varð sett í gildi, varð at skipaði viðurskifti skuldi fáast á økinum, eftir at gamla rúsdrekkalógin varð blivin meira ella minni útholað. Minnilutin varð ein av teimum í tepra meirilutanum, sum avgjørdi at atkvøða fyri rúsdrekkalógini við omanfyrinevndu grundgeving. Nú eru 14 ár síðani, at nýggja rúsdrekkalógin varð gjørd, og byrjar hugflogið at úthola lógina aftur at gera um seg. Ein av orsøkunum er helst tann, at vandin fyri at missa skeinkiloyvi, tá reglurnar ikki verða hildnar, ikki er til staðar longur. Tá rúsdrekkalógin varð samtykt í 1992, varð uppskotið broytt soleiðis, at har landsstýrið hevði skotið upp, at tey, sum ikki hildu reglurnar, kundu missa loyvi, kravdi Løgtingið, at tey skuldu missa loyvi. Hetta hevði við sær, at rúsdrekkaloyvir í nøkrum førum vórðu tikin aftur. Tíverri var meiriluti í Løgtinginum seinni fyri at broyta orðið  “skal” aftur til “kann” við tí fylgju, at eingin síðani tá hevur mist skeinkiloyvi.

 

Millum annað var eitt av tiltøkunum at minka um nýtsluna, at ikki skuldi seljast rúsdrekka fyrrapart mitt í viku, men eisini tann ásetingin er burtur, og nú er opið at keypa rúsdrekka frá morgni av. Undir viðgerðini hevði nevndin fund við umboð fyri Fyribyrgingarráðið, sum gjørdi vart við, at trý parametir eru fyri, hvussu ein kann ávirka støddina á nýtsluni av rúsdrekka. Atkomuligheit, prísur og upplýsing. Hann segði, at verður givið út á einum av hesum parametrum, er neyðugt at stramma ein av hinum, skal nýtslan ikki økjast.

 

Í fyriliggjandi uppskoti verður lorað út, hvat viðvíkur atkomuligheitini, uttan at strammað verður upp við øðrum tiltøkum.

 

Uppskotið hevur við sær, at frít er at selja øll sløg av rúsdrekka til øll innandura tiltøk og øl til øll størri uttanduratiltøk. Við einum so stórum lætta í atkomuligheitini er eingin ivi um, at nýtslan fer at veksa. Hjá teimum, sum fáa skeinkiloyvi, snýr tað seg um at fáa so stóran vinning sum gjørligt, uttan atlit til avleiðingarnar, serliga tá hugsa verður um, at møguleikin at missa skeinkiloyvi er burtur.

 

Loyvisnevndin væntaði, at umsóknirnar um útskeinkingarloyvi fóru at vaksa so munandi, at tey fóru at hava trupult við at megna hetta. Hóast uppskotið heimilar loyvisnevndini at leggja heimildir til annan myndugleika, so er eingin játtan til hetta á fíggjarlógini.

 

Minnilutin tekur tí undir við niðurstøðuni hjá hinum minnilutanum um, at landsstýrismaðurin eigur at taka uppskotið aftur og fara undir arbeiðið at endurskoða lógina sum heild, har allir viðkomandi partar verða tiknir upp á ráð.

 

Eftir viðgerðina í vinnumevndini er minnilutin av tí áskoðan, at uppskotið opnar allar slúsur, hóast hetta helst ikki var tilætlað.

 

Minnilutin tekur tí ikki undir við uppskotinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

 

2. viðgerð 27. apríl 2006. Broytingaruppskot frá meirilutanum í vinnunevndin, Jørgen Niclasen, Heðin Zachariasen, Tórbjørn Jacobsen og Heidi Petersen, til § 1 samtykt 16-0-13. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 18-0-11. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

Á tingfundi 4. mai 2006 løgdu tingmenninir  Jørgen Niclasen, Heðin Zachariasen, Tórbjørn Jacobsen og Heidi Petersen fram soljóðandi

Broytingaruppskot 

til 

3. viðgerð

 

1) Í § 1 verður orðingin í § 12 a, stk. 1, 1. pkt. broytt soleiðis, at orðini "um persónur, ið lýkur treytirnar, ið eru ásettar í § 12, stk. 1, skipar fyri skeinkingini" verða broytt til "um loyvishavari eftir § 10 skipar fyri skeinkingini".

 

2) Í § 1 verður sett inn nýtt 3. pkt. í § 12a, stk. 1, sum verður soljóðandi: "Skeinkingin er ikki treytað av atknýttum matstovuvirksemi undir tiltakinum."

3) Í § 1 verður § 12a, stk. 2 orðað soleiðis: "Stk. 2. Loyvisnevndin kann í serligum føri loyva, at persónur, ið lýkur treytirnar, ið eru ásettar í § 12, stk. 1, skipar fyri skeinkingini, um eingin loyvishavari kann átaka sær at skipa fyri skeinkingini."

 

4) Í § 1 verður orðingin í § 12 a, stk. 3 broytt soleiðis, at orðini "og 2" verða sett inn aftaná "stk. 1".

 

Viðmerkingar:

Í  álitinum frá meirilutanum í vinnunevndini varð sagt um spurningin, hvør skuldi kunna standa fyri skeinkingini til støk tiltøk, at loyvisnevndin á fundi við vinnunevndina helt, at tað bara var ein spurningur um, hvør skuldi fáa møguligan vinning, og at meirilutin var samdur í hesum.

 

Ásannandi, at tað kortini ikki einans er ein spurningur um, hvør skal hava vinningin, men eisini ein spurningur um, á hvønn hátt tað best verður tryggjað, at treytirnar fyri skeinking til støk tiltøk verða hildnar, verður hildið, at tað verður lættari at revsa brot á treytirnar fyri skeinking til støk tiltøk, um tað er ein, ið hevur eitt vanligt skeinkiloyvi, sum hevur ábyrgdina av skeinkingini. Verða treytirnar ikki hildnar, kann hesin nevniliga missa sítt skeinkiloyvi, og tað er ein skeinkiloyvishavari av góðum grundum neyvan áhugaður í. Av hesi orsøk verður skotið upp, at rúsdrekkalógin verður broytt samsvarandi upprunaliga uppskotinum frá landsstýrismanninum, tó soleiðis, at hinar broytingarnar frá meirilutanum í vinnunevndini, sum vórðu samtyktar við 2. viðgerð, verða standandi. Undantakið frá atknýttum matstovuvirksemi er tó orðað øðrvísi.

 

3. viðgerð 4. mai 2006. Uppskot frá Henrik Old um at beina málið aftur í nevnd samtykt 18-2-11. Málið sostatt beint aftur í vinnunevndina, sum tann 5. mai 2006 legði fram soljóðandi

 

Álit II

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 2. mars 2006, vinnunevndin hevur lagt álit fram tann 21. apríl 2006, men undir 3. viðgerð tann 4. mai 2006 er tað beint aftur í vinnunevndina.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 5. mai 2006.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í vinnumálum.

 

Ein meiriluti í nevndini (Henrik Old, Jørgen Niclasen, Heðin Zachariasen, Tórbjørn Jacobsen og Heidi Petersen) vísir á, at landsstýrismaðurin á fundinum segði seg taka undir við hugskotinum, sum nevndarformaðurin í vinnunevndini kom við undir 3. viðgerð í tinginum um at strika ásetingina í § 12 a, stk. 4.

 

Eftir ásetingini kann loyvisnevndin leggja sínar heimildir eftir nýggju greinini til annan myndugleika at umsita. Sambært viðmerkingunum er hetta fyri at fáa ein smidligan og praktiskan hátt at avgreiða umsóknir um skeinkiloyvi til støk tiltøk.

 

Meirilutin mælir til at strika hesa heimild, soleiðis at loyvisnevndin sjálv skal taka sær av at geva hesi loyvir. Hetta krevur helst, at loyvisnevndin, í samráð við landsstýrismannin, má fáa onnur at fyrireika málini, áðrenn tey verða løgd fyri nevndina. Mett verður, at hetta fer at styrkja um arbeiðið hjá loyvisnevndini. Fíggjarligar spurningar í hesum sambandi má loyvisnevndin taka upp við landsstýrismannin í vinnumálum.

 

Samsvarandi hesum setir meirilutin fram soljóðandi

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t

Í § 1 verður § 12 a, stk. 4 strikað.

 

Ein partur av meirilutanum (Jørgen Niclasen, Heðin Zachariasen, Tórbjørn Jacobsen og Heidi Petersen) tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið við nevndu broytingum.

 

Ein minniluti í nevndini (Alfred Olsen og Gerhard Lognberg) tekur ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

 

Minnilutin endurtekur viðmerkingar sínar frá fyrra álitinum, har víst varð á, at sambært tí, sum er komið fram á fundunum, sum nevndin hevur havt við loyvisnevndina og Fyribyrgingarráðið, so eru so nógv ógreið viðurskifti í uppskotinum, at tað einasta rætta hevði verið, at landsstýrismaðurin tók uppskotið aftur.

 

Ein annar minniluti í nevndini (Henrik Old) vísir á, at broytingaruppskotið frá einum meiriluta í nevndini er eitt stig á rættari leið, og tekur tí undir við hesum. Minnilutin tekur tó ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

 

Framhaldandi 3. viðgerð 5. mai 2006. Broytingaruppskot frá Jørgen Niclasen, Heðin Zachariasen, Tórbjørn Jacobsen og Heidi Petersen til § 1 samtykt 22-2-7. Broytingaruppskot frá Jørgen Niclasen, Heðin Zachariasen, Tórbjørn Jacobsen og Heidi Petersen til § 1 samtykt 23-2-6. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, og soleiðis broytt við 3. viðgerð, endaliga samtykt 19-0-12. Málið avgreitt.

 

Ll.nr. 57 frá 16.05.2006