82  Uppskot til  broyting í tingskipan Føroya Løgtings

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð

Ár 2006, 3. mars, legði Edmund Joensen, løgtingsformaður, vegna formansskapin fram soljóðandi

Uppskot

til

broyting í Tingskipan Føroya Løgtings

               

 § 1

 

1)      Í § 24, stk. 1, nr. 1 verður sett inn nýtt pkt. 3, sum verður soljóðandi:

      “ Hon hevur eftir áheitan frá landsstýrismanninum í fíggjarmálum heimild at ráðgeva honum um broyttar fortreytir fyri játtanum.”

 

2)      Í § 54, stk. 1 verður sett inn nýtt pkt. 2, sum verður soljóðandi:
”Uppskot til játtanarkarmar fyri fíggjarlógini komandi ár skal tó verða lagt fram innan 1. apríl.”  

 

§ 2

 

Henda broyting í tingskipanini fær gildi ólavsøkudag 2006.

 

Viðmerkingar

Í løgtingsmáli nr. 81/2005: Uppskot til løgtingslóg um landsins játtanarskipan hevur formansskapurin lagt fram uppskot um játtanarskipan við støði í álitinum frá nevnd, sum Løgtingið samtykti at seta 1. mars í 2005.

 

Í lógaruppskotinum og álitinum frá  arbeiðsbólkinum verða skotnar upp mannagogndir, sum hava ávirkan á tingskipanina, og verða tí omanfyrinevndu broytingaruppskot løgd fyri tingið.

 

Á síðu 94 í álitinum verður sagt: "Arbeiðsbólkurin er komin eftir, at um fortreytirnar fyri fíggjarætlanini verða broyttar, so tær eru í andsøgn við viðmerkingarnar í henni, kann hetta vera orsøk til nakrar trupulleikar. Eftirsum ongar mannagongdir eru at broyta viðmerkingar eftir, hava hesi viðurskifti havt nógv óheppin dømi við sær.

 

Fyri at sleppast kann undan politiskum trupulleikum, tá tulkingin av viðmerkingunum møguliga verður broytt, mælir arbeiðsbólkurin til, at viðkomandi landsstýrismaður gjøgnum landsstýrismanin í fíggjarmálum kann biðja fíggjarnevndina um at taka undir við broyttum fortreytum fyri fíggjarætlanini. Hetta krevur, at tingskipanin verður broytt."

§ 8 í lógaruppskotinum er soljóðandi: ”§ 8. Fyri 1. apríl leggur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum fram uppskot til løgtingssamtykt, sum fevnir um ein samlaðan játtanarkarm fyri fíggjarlógina næsta ár, býtt á greinar.

Stk. 2. Ein frágreiðing (Búskaparfrágreiðing I), sum lýsir og metir um búskaparstøðu Føroya, herímillum tann almenna geiran, verður løgd við uppskotinum til løgtingssamtykt.

Stk. 3. Hvør landsstýrismaður skal innan fyri tillutaða játtanarkarmin gera sín part av fíggjarlógaruppskotinum."

 

Í álitinum verður á síðu 12 sagt ”Arbeiðsbólkurin mælir til, at mannagongdin við fíggjarlógararbeiði verður býtt soleiðs, at karmarnir um málsøkini verða settir í einari tilgongd, og tann nágreiniliga ráðleggingin og viðgerðin av fíggjarlógaruppskotinum fer fram í aðrari tilgongd.

 

Mælt verður til, at fyrsta partstilgongdin verður staðfest í Løgtinginum við uppskoti til samtyktar í apríl, sum bæði fevnir um samlaðan útreiðslukarm og karmar um hvørt málsøki sær. Treytin fyri hesum er broytt tingskipan, sum ásetir 5. mars sum evstu freist fyri at leggja fram uppskot fyri Løgtingið”.

 

Samasvarandi hesum verða omanfyrinevndu broytingar í tingskipnaini skotnar upp, soleiðis at samsvar verður millum landsins játtanarskipan og tingskipanina.

 

Viðmerkingar til tær einstøku greinarnar:

ad 1. Landsstýrismaðurin fær við hesi áseting heimild at ráðføra seg við fíggjarnevndina, um játtanarfyritreytirnar fyri eini kontu verða broyttar.

 

ad 2. Ásetingin er eitt undantak frá regluni um, at øll tingmál, sum skulu hava viðgerð í eini tingsetu, skulu verða løgd fyri tingið innan 5. mars.

1. viðgerð 15. mars 2006. Tingmálini nr. 81 og 82/2006 vórðu viðgjørd undir einum. Hetta málið beint beinleiðis til 2. viðgerð