81  Uppskot til  løgtingslóg um landsins játtanarskipan

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl

Ár 2006, 3. mars, legði Edmund Joensen, løgtingsformaður, vegna formansskapin fram soljóðandi

Uppskot

til

 

løgtingslóg um landsins játtanarskipan 


 

Kapittul 1

Játtanarlógir og aðalreglir um játtan

 

 § 1. Eingin útreiðsla má verða goldin og ikki má verða tikið ímóti inntøku, er játtan ikki útvegað frammanundan.

 

§ 2. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum leggur fram vegna Landsstýrið:

1)      Uppskot um løgtingsfíggjalóg ella bráðfeingis játtanarlóg

2)      Uppskot um eykajáttan, sum fevnir um broytingar, sum Løgtingið ger í játtanum, eftir at fíggjarlógin er samtykt.

3)      Uppskot um eykajáttan, sum fevnir um broytingar, sum fíggjarnevndin ger  í játtanum, tá hesar hava skund.

4)      Uppskot um eykafíggjarlóg, sum fevnir um tær eykajáttanir, sum fíggjarnevndin hevur veitt í fíggjarárinum

Stk. 2. Lógaruppskot um neyðuga fylgilóggávu skal verða lagt fram og samtykt í seinasta lagi samstundis sum játtnaruppskot verður lagt fram og samtykt, smbr. stk. 1, nr. 1 og 2.

 

§ 3. Fíggjarlógin skal fevna um allar landsins inntøkur og útreiðslur og verða grundað á veruleikakendar vónir og so hollar ætlanir sum til ber um inntøkur og útreiðslur í fíggjarárinum.

Stk. 2. Fíggjarlógin skal verða ætlað eftir somu meginreglum, sum eru galdandi fyri gerð og uppsetingini av landsroknskapinum, sambært lóg um landsins almenna roknskaparhald v.m.

 

§ 4. Allur beinleiðis og óbeinleiðis skattur, sum kravdur verður inn við heimild í lóg, verður førdur á fíggjarlógina.

Stk. 2. Beinleiðis og óbeinleiðis skattur fevnir um øll kravd gjøld, uttan beinleiðis mótveiting.

 

§ 5.  Við á fíggjarlógina verða tiknir stovnar og grunnar o.t., hvørs útreiðslur ella roknskaparligu hall verða goldin við studningi frá landinum ella við gjøldum ella aðrari inntøku sambært lóg, ella sum eru ella partvís eru stovnaðir við kapitalinnskoti frá landinum.

Stk. 2. Stk. 1. verður tó ikki nýtt, um reglur eru í aðrari lóg, sum víkja frá hesum.

 

§ 6. Játtanir verða veittar á høvuðskontum sum bruttojáttanir við serstakari játtan til at halda útreiðslur og hava inntøkur.

Stk. 2. Farið kann ikki verða út um útreiðslujáttan við at vísa til meirinntøku í mun til inntøkujáttan.

 

§ 7. Tá ið veitt játtan verður nýtt, skulu neyðug búskaparlig atlit verða tikin.

Kapittul 2

Játtanararbeiðið og játtanareftirlit

 

§ 8. Fyri 1. apríl leggur landsstyrismaðurin í fíggjarmálum fram uppskot til løgtingssamtykt, sum fevnir um ein samlaðan játtanarkarm fyri fíggjarlógina næsta ár, býtt á greinar.

Stk. 2. Ein frágreiðing (Búskaparfrágreiðing I), sum lýsir og metir um búskaparstøðu Føroya, herímillum tann almenna geiran, verður løgd við uppskotinum til løgtingssamtykt.

Stk. 3. Hvør landsstýrismaður skal innan fyri tillutaða játtanarkarmin gera sín part av fíggjarlógaruppskotinum.

 

§ 9. Samstundis sum fíggjarlógaruppskotið verður lagt fram, leggur landsstýrismaðurin við fíggjarmálum fram frágreiðing (Búskaparfrágreiðing II), sum gjølligari lýsir og metir um innihaldið í fíggjarlógaruppskotinum og greiðir frá játtanareftirlitinum í fíggjarárinum.

 

Kapittul 3

Uppseting og innihald í fíggjarlógaruppskotinum

 

§ 10. Fíggjarlógaruppskotið  er sett saman av sjálvum uppskotinum, sum fevnir um játtan og  átekningar, og viðmerkingum til uppskotið.

Stk. 2. Fíggjarlógaruppskotið er býtt í lógargreinir, hvørt landsstýrismannaøki hevur sína grein,  Løgtingið hevur sína grein, ein serlig grein er til inntøkur og ein grein er til gjaldføri og skyldur.

Stk. 3. Lógargreinirnar verða býttar í høvuðsøki eftir endamáli og høvuðskontum.

 

§ 11. Viðmerkingarnar til fíggjarlógaruppskotið skulu hava tilvísingar til lógarásetingar, sum gera av, hvussu játtanin verður nýtt, lýsing av teimum úrslitum, miðað verður eftir við játtanini, og upplýsingar um nádd úrslit o.t.

Stk. 2. Inntøkur og útreiðslur verða vístar í fleirárs yvirlitum, sum fevna um síðstu roknskapirnar, fíggjarlóg, fíggjarlógaruppskotið og veruligar fíggjarætlanir fyri fylgjandi fíggjarár.

 

§ 12.  Við átekning kann heimild verða givin at gera avtalur, sum hava við sær útreiðslur í fylgjandi fíggjarárum, og gjørdar kunnu verða ítøkiligar lógarásetingar, viðvíkjandi játtanum.

Stk. 2. Átekningar kunnu bara verða tiknar við á fíggjarlóg ella eykajáttan, smbr. § 2, stk. 1, nr. 1. og 2, og hava bara gildi í sama fíggjarári.

 

§ 13. Ikki ber til at flyta játtan millum høvuðskontur ella flyta játtanir til seinni fíggjarár.

Stk. 2. Innanhýsis flytingar millum høvuðskontur  kunnu tó verða loyvdar við átekningum.

 

Kapittul 4

Játtanarsløg

 

§ 14. Játtanirnar á fíggjarlógini kunnu liðast í hesi játtanarsløg, sum serligar ræðisreglur galda fyri:

1)      Rakstarjáttan

2)      Løgujáttan

3)      Lógarbundin játtan

4)      Stuðulsjáttan

Stk. 2. Játtanarslagið skal síggjast á høvuðskontuni.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum tekur støðu í ivaspurningum um játtanarsløg.

 

Rakstrarjáttan

 

§ 15. Rakstrarjáttan verður brúkt, tá ið endamálið við játtanini fyrst og fremst verður rokkið við virksemi, sum fevnir um at seta starvsfólk og at halda útreiðslurnar í hesum sambandi, herímillum keypa vørur og tænstur, útvega tilfar og rakstur av bygningum.

 

§ 16. Hóast ásetingina í § 6 verður rakstrarjáttan sett upp sum nettoútreiðslujáttan. Er inntøkan hægri enn ætlað, kunnu verða hildnar fleiri útreiðslur, so leingi ikki verður farið út um nettoútreiðslujáttanina. Er inntøkan minni enn ætlað, hevur hetta við sær, at útreiðslurnar skulu verða skerdar samsvarandi.

Stk. 2. Hóast ein játtan verður latin sum nettojáttan, verða inntøkur og útreiðslur settar upp fyri seg í viðmerkingunum (meginreglan um at skráseta brutto), um ikki landsstýrismaðurin í fíggjarmálum gevur loyvi til at víkja frá meginregluni.

Stk. 3. Í viðmerkingunum til rakstrarjáttan skulu verða yvirlit yvir starvsfólkanýtslu, sum vísir lønarsamtøl og tal av ársverkum.

 

§ 17. Landsstýrismaður kann  gera avtalur, sum hava útreiðsluvirkna í seinni fíggjarárum, um tað er ein nattúrlig fortreyt fyri einum skynsamum og framhaldandi rakstri.

 

§ 18. Ber virksemi handilsligan dám, kann landsstýrismaðurin í fíggjarmálum loyva, at tað verður framt eftir ræðisreglum galdandi fyri landsfyritøkur.

 

§ 19. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum kann loyva, at inntøkufíggjað virksemi kann verða framt undir rakstrarjáttan, um tað er sprottið náttúrliga úr vanliga virksemi stovnsins.

 

§ 20. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum kann loyva, at tað undir rakstrarjáttan kann fara fram virksemi av ikki handilsligum slag, sum er fíggjað við stuðli, og sum er sprottið úr vanliga virksemi stovnsins.

 

§ 21. Loyvi at reka landsfyritøku, smbr. § 18, inntøkufíggjað virksemi, smbr. § 19, og stuðulsfíggjað virksemi, smbr. § 20,  skal verða greitt eftir viðmerkingunum til fíggjarlógaruppskotið.   

 

            

 

Løgujáttan

 

§ 22.Løgujáttan verður nýtt í sambandi við bygging, ognan ella avhending av bygningum, løgum og skipum o.ø. og í sambandi við stór viðlíkahaldsarbeiði.

Stk. 2. Hóast ásetingina í § 13, kann tað við átekning verða givin heimild at flyta óbrúktar løgujáttanir til seinni fíggjarár.

Stk. 3. Í viðmerkingunum til løgujáttanir skal verða ein frágreiðing um tað ávísa løguarbeiðið og upplýsingar um útreiðslurnar fyri alla verkætlanina liðaðar á fíggjarár.

Stk. 4. Viðmerkingar til inntøkujáttanir skulu lýsa grundarlagið undir inntøkumetingum.

 

Lógarbundin játtan

 

§ 23. Lógarbundin játtan verður nýtt til lógarbundnan stuðul, har móttakaraskari og stuðulssupphædd ella útrokningargrundalag eru ásett við lóg.

 

Stuðulsjáttan

 

§ 24. Stuðulsjáttan verður nýtt til stuðul, sum ikki er lógarbundin, til lán og til útreiðslur fyri veðhøld.

Stk. 2. Verður stuðul, lán og innloyst veðhøld afturrindað, verða tey tikin við undir stuðulsjáttan.

Stk. 3. Sama um gjald heilt ella fyri ein part verður goldið í einum seinni fíggjarári, so verða tilsagnir um stuðul og lán útreiðsluførdar í tí fíggjarári, tá ið bindandi tilsøgn er givin. Tilsagnarupphæddir, ið ikki eru útgoldnar við ársenda, verða fluttar til fíggjarstøðuna, har tær standa støðlaðar, til tilsøgnin endaliga verður avgreidd.

Stk. 4. Viðmerkingar til stuðulssjáttanir skulu lýsa neyvt endamál, mótakaraskara, útrokningarhátt, samantalda studningsupphædd og útgjaldingartíð. 

 

Kapittul 5

Stuðulsfyrisiting

 

§ 25. Til tess at tryggja skynsama stuðulsfyrisiting skulu reglur verða ásettar um:

1)      Endamálið við stuðlinum

2)      Móttakaraskara og útrokningargrundarlag

3)      Útgjaldshátt og útgjaldstíð

4)      Málsviðgerð

5)      Viðtøkur fyri sjálvsognarstovnar

6)      Eftirlit

7)      Fíggjarætlan, roknskap og grannskoðan

8)      At geva ella taka aftur tilsøgn og at afturrinda stuðul

9)      Upplýsingarskyldu og atgongd til kanning á staðnum og kanning av roknskapartilfari

10)  Møguliga sekt við bót fyri at bróta reglurnar

Stk. 2. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum ásetur reglur, sum víst í stk. 1.

Stk. 3. Í tann mun slíkar reglur ikki longu eru ásettar í ella sambært lóg verða reglurnar, ásettar eftir stk. 2, nýttar. 

 

Kapittul 6

Aðrar ásetingar

                                                            

§ 26. Tað liggur á landsstýrismanninum í fíggjarmálum at síggja til, at hvør einstakur landsstýrismaður altíð heldur ásetingarnar í hesi lóg og reglur, gjørdar sambært lógini.

 

§ 27. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum fær heimild at áseta neyvari reglur um:

 

1)      Uppseting og innhald í uppskoti til fíggjarlóg

2)      Rakstrarjáttan, herímillum hvørjar inntøkur og utreiðslur, ið kunnu verða tiknar við

3)      Fíggjarligan rakstur av landsfyritøkum

4)      Fíggjarligan rakstur av inntøkufíggjaðum virksemi

5)      Fíggjarligan rakstur av stuðulssfíggjaðum virksemi, og meginreglur fyri, nær hesar inntøkur verða skrásettar.

6)      Løgujáttan

7)      Lógarbundna játtan

8)      Stuðulsjáttan

9)      Avmarkingar í flytingum millum standardkontur  

 

Kapittul 7

Gildiskoma

 

§ 28. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og virkar, har ið til ber, í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2007.

 


 

Viðmerkingar til lógaruppskotið

 

Almennar viðmerkingar:

Reglur um játtanarskipanina eru ásettar í §§ 41-45 í stýriskipanarlógini, serliga §§ 43-45, har § 45 viðgerð roknskap og grannskoðan.

 

§§ 41-45 siga frá nøkrum grundreglum, sum síggjast aftur í játtanarskipanum í øðrum Norður-londum og nógvum øðrum londum.

 

Fyri tað fyrsta er ein eittársmeginregla. Játtanir verða sostatt veittar fyri eitt tíðarskeið, ið er eitt ár. Aðalreglan verður kortini ikki hildin at forða fyri, at skipanir kunnu verða fingnar í lag, sum við Løgtingsins samtykki, kunnu slaka hana.

 

Eisini verður er fullvegismeginregla, og eftir henni skal fíggjarlógin vísa allar landsins inntøkur og útreiðslur. Meginreglan útihýsir ikki møguleikanum, at t.d. stovnar og virki við vinnuligum dámi ella við serliga avmarkaðum arbeiðssetningi, sum verður fíggjað á serligan hátt, kunnu virka fullkomiliga ella fyri ein part uttan fyri fíggjarlógina.

 

Til endans er bruttomeginreglan, sum ásetur at serstøk játtan skal verða til inntøkur og útreiðslur – ið hvussu er sum grundstøði. Vikið kann eisini verða frá hesi meginreglu um Løgtingið samtykkir hetta.

 

Í stýrisskipanarlógini verður bert í einum einstøkum føri givin heimild  til at áseta neyvari reglur við løgtingslóg, sbr. §45, stk. 2, um at áseta neyvari reglur um talið á løgtingsgrannskoðarum og virksemi teirra. Hóast tulkingin av stýrisskipanarlógini ikki eigur at verða niðurbundin av ásetingum, ið eru gjørdar við løgtingslóg, eru ásetingarnar í stýrisskipanarlógini um játtanar-skipanina so mikið almennar og høvuðsskipaðar, at tað er neyðugt at hava eina fullfíggjaða áseting av reglum til tess at tryggja eina vælvirkandi skipan.

 

Áður eru hesar reglur ásettar fyrisitingarliga, uttan at formlig heimild hevur verið til fyri hesum í stýrisskipanarlógini. Reglurnar eru at finna í Játtanarskipanini frá 1996 við broytingum frá 1999. Játtanarskipanin, sum formliga er eitt rundskriv, er ein partur av viðmerkingum til fíggjarlógaruppskotið og verður almannakunngjørd saman við fíggjarlógini. Havast má í huga, at Løgtingið, herundir Fíggjarnevndin, hevur tað sum fortreyt, tá ið fíggjarlógaruppskotið verður samtykt, at reglurnar í Játtanarskipanini verða fylgdar,  í sambandi við at játtanir verða nýttar.

 

Skotið verður upp at avmarka játtanarlógina til at stuðla reglunum í stýrisskipanarlógini á nøkrum høvuðsskipaðum økjum.

 

Við løgtingssamtykt nr. 38 frá 1. mars 2005 var avgjørt at seta ein sakkønan arbeiðsbólk og ein politiskan fylgibólk at fyrireika uppskot til eina játtanarlóg, sum skal áseta treytir og framferðarhættir viðvíkjandi játtanum. Løgtingssamtyktin er løgd hjá sum fylgisskjal 1.

 

Arbeiðsbólkurin og fylgibólkurin lótu løgtingsformanninum álit sítt saman við lógaruppskoti tann 24. februar 2006. Álitið er lagt hjá sum fylgisskjal 2.

                                             

Ein samandráttur av álitinum er í 2. kapitli  í álitinum. Í 3. kapitli   verður greitt frá galdandi játtanarskipan. Skipanirnar í Danmark, Grønlandi, Íslandi, Noreg og Svøríki eru lýstar í 4. kapitli. Í 5. kapitli er uppskotið hjá arbeiðsbólkinum til nýggja játtanarskipan. Uppskot til løgtingslóg um játtanarskipan landsins við viðmerkingum er lagt hjá álitinum sum fylgisskjal.

 

Í álitinum er sostatt ein lýsing av galdandi reglum og av, hvussu tær hava virkað, og hvussu funnist kan verða at galdandi lóggávu umframt ein samandráttur av broytingaruppskotinum. Ein lýsing av hesum viðurskiftum er tí ikki endurgivin her.

 

Fíggjarmálaráðið metir, at nýggja játtanarlógin fer at hava hesar fíggjarligu avleiðingar:

 

At seta í verk: Gjørdar skulu verða kunngerðir sbr. § 27. Øll fíggjarlógin skal verða gjøgnumgingin viðvíkjandi m.a. uppseting, viðmerkingum, inntøkufíggjaðum virksemi, starvsfólkayvirlitum og virkisyvirlitum. Fíggjarmálaráðið miðar ímóti at fáa hetta arbeiðið liðugt í 2006 og heldur, at tað fer at kosta 500.000 kr.

 

Umsiting í framtíðini: Uppskotið til játtanarlóg miðar ímóti at styrkja fíggjarlógararbeiðið hjá Fíggjarmálastýrinum. Í framtíðini skulu gerast 2 búskaparfrágreiðingar, sum tilsamans fara at vera størri í vavi enn tann, sum higartil hevur verið gjørd. Ein størri eftirlitsskylda verður áløgd Fíggjarmálastýrinum, sbr. § 26. Fíggjarmálaráðið skal í framtíðini geva loyvi til landsvirksemi, inntøkufíggjað virksemi og stuðulsfíggjað virksemi sbr. §§18-20. Tað krevur somuleiðis eyka orku at seta í verk eina skipan við ætlanarárum. Fíggjarmálaráðið heldur, at tað megnar nevndu uppgávur við einum eyka ársverki svarandi til 600.000 kr.

 

Uppskotið hevur ikki verið til hoyringar, í tí at víst verður til, hvussu arbeiðsbólkurin er settur saman við umboðum fyri Fíggjarmálaráðið, Landsgrannskoðanina og Løgtingsskrivstovuna. Harumframt hevur Fíggjarmálaráðið kunnað umsitingina um arbeiðið.

 

Viðmerkingar til einstøku ásetingarnar:

Viðmerkingarnar niðanfyri til einstøku ásetingarnar eru ógvuliga stuttoraðar.  Víst verður til áðurnevnda álit at har meira nágreiniligari er greitt frá.

 

Til § 1

Í samsvari við føroyska tekstin, ið hevur forrætt fram um danska tekstin, um ósemja tekur seg upp, skal hugtakið "afholdes" í § 43 stk. 2, 1. pkt. í stýriskipanarlógina lesast "verður goldin”. Ásetingin er orðað í samsvari við tað.

 

Formliga grundarlagið undir fíggjarlógini er kontantmeginreglan. Meginreglan um veitingar- og rættarkrøv verður hinvegin nýtt sum grundarlag fyri, nær ein útreiðsla ella inntøka skal verða tikin við í roknskapin.  Tað er reglufest í roknskapkunngerðini, sum er útgivin sambært løgtingslóg um roknskap landsins v.m. Sambært § 3, stk. 2 skal játtan á løgtingsfíggjarlógini verða grundað á somu aðalreglur, sum er galdandi fyri landsroknskapin.

 

Tað eru dømi, tá ið landsstýrismaður verður noyddur at gjalda, sama um heimild er til tess ella ei, t.d. um dómur áleggur landsstýrismanni  at gjalda, um borgari hevur rættarkrav  ímóti landsstýrinum, ella um landsstýrismaðurin  áleggur landskassanum óneyðugar útreiðslur við at gjaldið verður útsett.  Slík dømi sleppa kortini ikki landsstýrismaninum undan at søkja um heimild.

 

 

 

Til § 2

Í stk 1 verður útgreinað, at tað er landsstýrismaðurin í fíggjarmálum ið leggur uppskot til løgtingsfíggjarlóg o.a. fram vegna Landsstýrið.

Í ásetingini eru nevndar tær játtanarlógir, ið nýttar verða nr. 1 (løgtingsfíggjalóg og bráðfeingis játtanarlóg), nr. 2 (eykajáttanarlógir), nr.3 (eykajáttanarskjøl frá fíggjarnevndini) og nr. 4 (endalig eykajáttanarløgtingslóg).

Til tess at tryggja at neyðugar broytingar í materiellari lóggávu verða framdar samstundis sum arbeitt verður við fíggjarlógini, staðfestir stk. 2, at slík lógaruppskot skula verða løgd fram og samtykt í seinasta lagi samstundis, sum uppskot um játtanarlóg (nr. 1 og 2) verður lagt fram og samtykt.

 

Til § 3

Stk. 1 staðfestur fullvegismeginregluna og leggur dent á kravið um  at inntøkum og útreiðslum verða ætlaðar so væl sum gjørligt.

Við ásetingini í stk. 2 verður herðsla løgd á, at játtan og roknskapur skulu verða grundað á somu meginreglur (tíðaravmarkingar o.t.) til tess at tryggja  líkskap og gjøgnumskygni

 

Til § 4

§ 41, stk. 1 í stýrisskipanarlógini slær eina fast, at  beinleiðis og óbeinleiðis skattur (avgjøld) verða kravd í lóg. Í § 4, stk. 1, verður harumframt ásett, at beinleiðis og óbeinleiðis skattur skulu setast á figgjarlógina. Ásetingin hevur við sær, at beinleiðis ella óbeinleiðis skattur, sum landsfyritøkur o.a. krevja uttan fyri fíggjarlógina til at fíggja sínar útreiðslur, frá nú av skulu verða sett á fíggjarlógina. Tað kann verða gjørt sum inngangandi og útgangandi postur, so at samlaða árinið á landins fíggjarætlan er neutralt. Spurningurin um, tilknýtið hjá slíkum fyritøkum til fíggjarlógina, verður viðgjørdur í § 5. Til at greiða málið verður í stk. 2 skotið upp at allýsa  beinleiðis og óbeinleiðis skatt sum gjøld, uttan beinleiðis mótveiting. Í hesum liggur, at gjøld koma frá enstaklingum og privatum virkjum o.ø. IMF og OECD hava allýst og flokkað skatt sum kravd gjøld frá privatum, sum uttan beinleiðis mótveiting.

 

Til § 5

Skotið verður upp við atliti at fullvegismeginregluni og fyri at geva Løgtinginum yvirlit yvir virksemi landsins, at í lógini verða almennar meginreglur settar upp fyri, nær eitt virksemi kann verða sett á fíggjarlógina, og nær ið virksemið kann fara fram uttan fyri løgtingsfíggjarlógina. Avgerandi er fíggingin av virkseminum (fyritøkum og grunnum o.ø.). Eitt uppskot til nágreining av tí er í § 5, stk. 2.  Ásetingin svarar í høvuðsheitum til § 15 í løgtingslóg um grannskoðan av landsroknskapi v.m.. og § 2 í løgtingslóg um landsins almenna roknskaparhald v.m. Ásetingin tryggjar sostatt líkskap millum tað, ið tikið verður við á fíggjarlógina, nýtsluøkið fyri landsins roknskaparreglur og heimildirnar hjá løgtingsgrannskoðarum og Landsgrannskoðanini.

Eftir stk. 2 verður stk. 1 bara brúkt, tá ið ikki í aðari lóg er áseting, sum víkur frá hesum. Fyritøka ella grunnur o.t. kann sostatt framvegis, um tað er ásett við lógtingslóg, virka uttan fyri fíggjarlógina. Skotið verður upp, at í slíkari serlóg verður greið støða tikin til, um ávísar almenrættarligar  reglur, sum galda fyri fyritøkur o.a. sum eru á fíggjarlógini, eisini skulu verða galdandi til hesar. Tað snýr seg um almennar lønarsáttmálar, leigureglur, kappingarreglur, útboðsreglur, sjálvstryggingarskipanir og innlits- og fyrisitingarlógina. Aftrat koma reglur um roknskap og grannskoðan o.a.

 

Annars eigur tað almenna ikki at átaka sær nakra ábyrgd av virksemi uttan fyri fíggjarlógina, sum landsstýrismaður ikki hevur rætt at geva tænastuboð um og/ella hevur eftirlitskyldu við. Um ynski er um at leggja alment virksemi út um fíggjarlógina, eigur Løgtingið samstundis at tryggja sær, at tað almenna stendur ikki við og kann ikki ábygjast í sambandi við hetta virksemi uttan at eisini landsstýrismannaábyrgd kan verða gjørd galdandi. Tí eigur støða at verða tikin til, um fyritøkan kann fara í gjaldsteðg og/ella fara á húsagang. Í sambandi við at alment virksemi verður stovnað uttan fyri fíggjarlógina, eigur støða eisini at verða tikin til eigaraskap. Um tað almenna til eina og hvørja tíð skal kunna afturføra møgulig virði til landskassan, eiga øll áhugað at verða kunnað um tað frammanundan.

 

Til § 6

Í § 6, stk. 1, verður ásett, at játtanir verða veittar á høvuðskontustigi, t.e. á fíggjarlógini og ikki í viðmerkingunum til fíggjarlógina, og at játtan - í samsvari við bruttomeginregluna - skal vera bæði fyri inntøkur og útreiðslur.

Í stk. 2 verður undirstrikað, at fari kan ikki verða út um útreiðslujáttan um talan er um eina meirinntøku.

 

Til § 7

Skotið verður upp, at meginreglan um búskaparligt skynsemi verður lógarfest beinleiðis og greidliga. Skyldan at taka neyðug búskaparlig atlit í umsitingini av landsins peningi er galdandi fyri bæði landstýrismenn og stovnar undir teimum o.o. Sambært § 4, stk. 3, 2. pkt, í løgtingslóg um grannskoðan av landsroknskapinum v.m. skulu løgtingsgrannskoðararnir (og Landsgrannskoðanin) ansa eftir og meta um, annaðhvørt umsitingin av tí peningi og rakstrinum av teimum stovnum og tí virksemi, ið roknskapurin fevnir um, fer fram á búskaparliga forsvarligan hátt (fyrisitingarlig grannskoðan).  

At taka neuðug búskaparlig atlit ber við sær, at sýnast skal í verki effektivitetur (mál, ið sett verða fyri viðkomandi stovn ella stuðulsskipan o.a..samanberast við orkuna, ið nýtt er), framleidni (tal av framleiddum eindum, eitt nú í mun til talið av seingjardøgum ella skurðviðgerðum á einum sjúkrahúsi ella talið av loystum málum í eini umsiting) umframt sparsemi (at neyðugt og nøktandi orka verður brúkt til at loysa eina uppgávu, at t.d. útreiðslur til umboðan eru á einum hóskandi og rímiligum støði, at avsláttarskipanir verða gagnnýttar, at kostnaðarstøðið fyri fingnar vørur og tænastur verður tryggjað við at slíkar veitingar við jøvnum millumbilum verða bodnar út, hóast eingin lógaráløgd skylda er til tess, at bygningar støðugt verða røktir soleiðis, at tað slepst undan stórum umvælingum seinni o.s.fr.)   

 

Til §§ 8- 9

Fyri at fáa sum mest burtur úr játtanararbeiðnum verður skotið upp, at øll játtanartilgongdin verður skipað soleiðis, at neyðug tíð fæst til politiska viðgerð av fíggjarlógaruppskotinum, harímillum raðfestingar av málsøkjum og samanburð við tey úrslit, ið higartil eru fingin, umframt at tíð verður til góðskutrygging av fíggjarlógaruppskotinum.

Sambært uppskotinum skal landsstýrismaðurin í fíggjarmálum fyri 1. apríl leggja fyri Løgtingið uppskot til samtyktar, ið bæði skal innihalda heildarjáttanarkarmin, og gera eitt býti av karminum út á greinar, smbr. § 8 stk 1. Innan hesar karmar ger hvør landsstýrismaður sín part av fíggjarlógaruppskotinum. Við uppskotinum til samtyktar skal leggjast ein Búskaparfrágreiðing I, sum í stórum dráttum lýsir og metir búskaparstøðuna í Føroyum, herímillum almenna geiran. Tað er í hesum viðfangi umráðandi, at øll fíggjarvirðurskiftini hjá tí almenna - landið og kommunurnar o.t. - verða mettar undir einum.

Sambært § 9 leggur landsstýrismaðurin við fíggjarmálum, samstundis sum fíggjarlógaruppskotið verður lagt fram, fram eina Búskaparfrágreiðing II. Ein slík frágreiðing verður longu gjørd, men ynskiligt er, at innihald hennara verður endurskoðað og viðgerðin av samfelagsbúskapinum flutt til ta nýggju frágreiðingina (Búskaparfrágreiðing I). Búskaparfrágreiðing II eigur ítøkiligari at taka støðu til innihaldið í fíggjarlógaruppskotinum, herímillum greiða frá játtanareftirlitinum í fíggjarárinum.

 

Til §§ 10-13

§§ 10-13 innihalda yvirskipaðar ásetingar um uppseting og innihaldið í fíggjarlógaruppskotinum. Tað verður ikki mett neyðugt at gera samsvarandi ásetingar um aðrar játtanarlógir, smbr. § 2, stk. 1, kortini við teirri fyritreyt, at uppskot um eykajáttanarlógir fylgir somu reglum.

Tað verður ikki mett skilagott, at gera nágreinligari ásetingar. Slíkt eigur at verða gjørt umsitingarliga, so at trygd fæst fyri, at játtanarskipanin innan lógarinnar karmar altíð er smidlig og vælvirkin.

 

§ 10 lýsir núverandi uppseting av fíggjarlógaruppskotinum. Her eru ongar broytingar skotnar upp.

 

Í § 11 verður skotið upp, at viðmerkingarnar til fíggjarlógaruppskotið fáa eitt meira kunnandi og nýtiligt innihald, og at tær vera eins dygdargóðar á øllum økjum. Vísast skal altíð til materiella lóggávu og somuleiðis skulu ætlað og fingin úrslit á einstøkum økjum lýsast.

 

Í § 11, stk. 2 verður skotið upp, at inntøkur og útreiðslur koma fram í fleirárayvirlitum (roknskapur, fíggjarlóg, fíggjarlógaruppskot og harumframt realistiskar fíggjarætlanir fyri eftirfylgjandi ár. Tað er ætlanin, at fleirárayvirlitið verður prístalsjavna (uppskotsárið).

 

§12 setir reglur fyri nýtsluna av átekningum (materiell lóggáva á fíggjarlógini). Avmarkaða nýtslan, ið skotin verður upp, er í samsvari við galdandi siðvenju.

 

Sambært § 13, stk. 1, er ikki heimilað at flyta játtanir millum høvuðskontur og somuleiðis kunnu játtanir heldur ikki flytast til seinni fíggjarár.

 

Gjørt verður vart við, at í § 22, stk. 2, verður skotið upp í ein ávísan mun at heimila flyting av óbrúktum løgujáttanum.

 

Sambært § 13, stk. 2, kunnu innanhýsis flytingar millum høvuðskontur (upphæddir) heimilast við átekning.

 

Til § 14

Skotið verður upp at varðveita við fáum broytingum galdandi skipan, ið býtir útreiðslujáttanina sundur í játtanarsløg. Skotið verður upp at broyta játtanarslagið ”Landsvirksemi” til at vera eitt avbrigdi av rakstrarjáttan. Harumframt verður skotið upp at taka av játtanarslagið ”Onnur játtanir” og seta í staðin eitt nýtt játtanarslag ”Stuðulsjáttanir” (ikki lógarbundin stuðul v.m). Mælt verður til at brúka hesi 4 játtanarsløgini (afturímóti 5 nú): Rakstrarjáttan (§§ 15-21), Løgujáttan (§ 22), Lógarbundin játtan (§ 23), Stuðulsjáttan (§ 24). Ein serlig ”Inntøkujáttan” (beinleiðs og óbeinleiðis skatt o.a.) hevur verið umhugsað.  Ein slíkt játtanarslag var tó ikki mett skilagott, av tí at endamálið við at býta sundur í játtanarsløg er at fastseta ræðisreglur fyri at halda útreiðslu.

Sambært stk. 2 skal játtanarslagið, sum nú, tilskilast undir høvuðskontuni. 

 

 

Til §§ 15-21

Játtanarslagið Rakstrarjáttan verður viðgjørt í §§ 15-21. Undir rakstrarjáttan eru løgd 3 serlig rakstarsløg: Landsvirksemi (§ 18), Inntøkufíggjað virksemi (§ 19) og  stuðulsfíggjað virksemi (§ 20).

 

Rakstrarjáttan verður nýtt sambært § 15, tá ið endamálið við játtanini fyrst og fremst verður rokkið við virksemi, sum fevnir um at seta starvsfólk og at halda útreiðslurnar í hesum sambandi, herímillum keypa vørur og tænstur, útvega tilfar og rakstur av bygningum. Sambært § 27 ger landsstýrismaðurin við fíggjarmálum nágreiniligari reglur, m.a. um hvørjar inntøkur og útreiðslur, verða tiknar við undir hetta slagið av játtan.

 

Ikki er óvanligt at privatir felagsskapir røkja rakstraruppgávur við rakstrarjáttan á fíggjarlógini. Fyritreytin fyri at slíkar rakstraruppgávur kunnu setast undir eina rakstrarjáttan er, at ein sáttmáli er gjørdur millum landsstýrið og viðkomandi felagsskap. Í hesum viðfangi verður víst til viðmerkingarnar til § 5.

 

Høvuðsskipaðar ásetingar fyri Rakstrarjáttan eru í § 16, sum er ein nettojáttan ctr § 6. Hægri inntøkur heimila sostatt at hildnar verða meirúteiðslur, um bert nettojáttanin verður hildin. Samsvarandi hevur inntøkuminking  útreiðsluminking við sær, smbr. stk. 1.

 

Í § 16, stk. 2, verður herðsla løgd á, at hóast ein Rakstrarjáttan verður latin sum nettojáttan, skal nýtslan verða greinað sambært bruttoskrásetingarregluni, uttan so at landsstýrismaðurin við fíggjarmálum loyvir fráviki. Her verður serliga hugsað um slík føri, tá ið bruttoskráseting hevur órímiliga nógv arbeiðið við sær í mun til fyrimunirnar.

 

Sambært § 16, stk. 3, skulu starvsfólkayvirlit við lønarupphæddum og ársverkum takast við í viðmerkingarnar.

 

Sambært § 17 kann ein landsstýrismaður gera avtalur, ið hava útreiðsluvirknað longri enn fíggjarárið, hóast eingin greið heimild er fyri tí, um tað er ein natúrlig fortreyt fyri einum skynsamum og framhaldandi rakstri. Sum dømi kunnu nevnast setan av starvsfólki og tænastuavtalur við uppsagnarfreist, ið røkkur inn í næsta fíggjarár. Ásetingarnar lógarfesta siðvenjuna higartil.

 

Skotið verður sum nevnt upp at flyta landsvirksemi undir Rakstrarjáttan, smbr. § 18. Landsvirksemið krevur at hava handilsligan dám. Einasti munurin annars er, at forboðið móti flyting av peningi frá rakstrarkontu til lønarkontu, ið er galdandi fyri Rakstrarjáttan ikki fevnir um Landsvirksemi. Arbeiðsbólkurin skjýtur sum so ikki upp, at hetta verður broytt, men metir tað ikki vera skilagott at lógarfesta regluna. Reglugerð um hetta eigur at verða gjørd umsitingarliga, smbr. § 27.

 

Mælt verður til at varðveita møguleikan at fremja inntøkufíggjað virksemi undir Rakstrarjáttan, um tað er sprottið náttúrliga úr vanliga virksemi stovnsins.

 

Í núverandi játtanarskipan eru ongar serstakar reglur fyri stuðulsfíggjað virksemi. Higartil er Inntøkufíggjað virksemi nýtt samsvarandi. Góðar grundir eru kortini til at seta undir Rakstrarjáttan eitt serligt rakstrarslag - Stuðulsfíggjað virksemi - ið ikki skal vera av handilsligum slag, men spretta natúrliga úr rakstrinum hjá viðkomandi stovni.

 

Landsstýrismaðurin við fíggjarmálum ger nágreiniligari reglur sambært § 27. Skotið verður upp, at rættur til at reka Landsvirksemi, Inntøkufíggjað virksemi og Stuðulsfíggjað virksemi skal verða treytaður av loyvi frá landsstýrismanninum i fíggjarmálum, og at slíkur rættur skal síggjast í viðmerkingunum til høvuðkontuna á fíggjarlógini.

  

Til § 22

§ 22 ásetir nær játtanarslagið ”Løgujáttan” kan verða nýtt. Løgujáttan verður nýtt um bygt verður, við ognan ella avhending av bygningum, løgum og skipum o.ø. og í sambandi við stór viðlíkahaldsarbeiði. Játtanarslagið verður eisini nýtt til at hava inntøkur, eitt nú inntøkur av fastogna- ella skipasølu. Grundarlagið fyri slíkum inntøkumetingum skal verða lýst í viðmerkingunum (stk. 4).

 

Stuðul- og lán til byggi- og løguarbeiði (løgustuðul) til almenn partafeløg og kommunur eru higartil skrásett undir løgujáttan. Mælt verður til, at slíkur stuðul o.t. í framtíðini verður tikin við undir ”Lógarbundna játtan” ella ”Stuðulsjáttan” alt eftir rættargrundarlagnum.

 

Til at tryggja smidliga og skilagóða viðgerð av serliga byggi- og løguarbeiðum, verður skotið upp, at heimilað verður við átekningum - hóast ásetingina í § 13 - at flyta óbrúktar løgujáttanir til fylgjandi fíggjarár, smbr. stk. 2.

 

Í viðmerkingunum verður greitt frá ávísa arbeiðnum, og upplýsingar verða givnar um hvat útreiðslurnar eru tilsamans fyri alla verkætlanina liðað út á fíggjarár, smbr. stk.3

 

Landsstýrismaðurin i fíggjarmálum ger nágreiniligari reglur sambært § 27.

                                  

Til § 23

Lógarbundin játtan verður nýtt til lógarbundnan stuðul, har móttakaraskari og stuðulssupphædd ella útrokningargrundalag eru ásett við lóg. Skotið verður ikki upp at broyta nýtsluna av hesum játtanarslagnum, hetta undantikið, ið nevnt varð viðv. § 22 um íløgustuðul.

 

Landsstýrismaðurin i fíggjarmálum ger nágreiniligari reglur sambært § 27.

 

Til § 24

Tað nýggja játtanarslagið ”Stuðulsjáttan” verður brúkt til ikki lógarbundnan stuðul, herímillum tann áðurnevnda løgustuðulin, og til lán og útreiðslur vegna veðhøld (stk, 1.). Eisini verður játtanarslagið brúkt um stuðul, lán  ella vehaldsútlegg verða goldin aftur. (stk. 2).

Í viðmerkingunum skal verða upplýst um nágreiniliga endamálið, móttakaraskara, útrokningarháttin fyri stuðulin, heildarstuðulin umframt útgjaldingardag, smbr. stk. 4. Higartil hevur bert stuðul, sum varð útgoldin í fíggjarárinum, verið útreiðsluførdur á viðkomandi stuðulskontu. Til at fáa betri yvirlit yvir skyldur landskassans, verður skotið upp, at bæði útgoldin stuðul og givnar tilsagnir verða tiknar við sum útreiðslur á fíggjarlógina, smbr. stk. 3, 1. pkt. Stuðulsupphæddir, ið ikki er útgoldin, t.e. skyldur, verða fluttar til fíggjarstøðuna, har tær standa støðlaðar, til tær verða útgoldnar í eftirfylgjandi fíggjarárum, smbr. stk. 3, 2. pkt.

 

§ 25

Munaverdur stuðul verður vanliga veittur við heimild í lóg, har støða í størri ella minni mun er tikin til ymsar spurningar um umsiting, roknskaparhald og grannskoðan o.a., herímillum eisini revsing fyri brot á reglurnar. Reglur um tað kunnu eisini gerast umsitingarliga við heimild í stuðulslógini ella aðrari lóg. Stuðul kann harafturat verða veittur við heimild í átekningum, sum eisini kunnu innihalda ásetingar um umsiting, roknskaparhald og grannskoðan o.a.. ella heimild til at gera umsitingarligar reglur hesum viðvíkjandi. Loksins kann stuðul verða veittur við heimild í játtanini, sum so eisini er materiell heimild. Her eru eingir møguleikar at gera reglur um umsiting, roknskap og grannskoðan o.a..

 

Til at tryggja eina rætta og vælvirkna stuðulsumsiting, er neyðugt at reglur verða gjørdar um hesi viðurskifti. Mælt verður til at skyldan at tryggja at slíkar reglur eru tøkar, verður lógarfest í  §  25, stk. 1,  við eini uppískoyttari útgreining av reglunum.                                                     

 

Til § 26

Til at tryggja at játtanarskipanin altíð virkar rætt og trygt, verður skotið upp, at landsstýrismanninum i fíggjarmálum greidliga verður álagt at ansa eftir, at hvør eisntakur landsstýrismaður altíð heldur hesa lóg og tær reglur, ið eru gjørdar við heimild í henni.

 

Til § 27

Av praktiskum orsøkum eru heimildirnar til at gera nágreiniligari reglur um íverksetan av lógini savnaðar saman í § 27.

 

Til § 28

Skotið verður upp, at lógin í størst møguligan mun verður nýtt longu í sambandi við fíggjarlógaruppskotið fyri 2007.

 

Hjáløgd skjøl:

Skjal 1: Løgtingssamtykt nr. 38 frá 1. mars 2005 um at fyrireika uppskot til játtanarlóg

Skjal 2: Álit um játtanarskipan landsins, frá 24. februar 2006

1. viðgerð 15. mars 2006. Tingmálini nr. 81 og 82/2006 vórðu viðgjørd undir einum. Uppskot var frá Jenis av Rana um at beina hetta málið í serliga nevnd. Formaðurin mælti til at beina málið í  § 25 nevnd, mannað av fylgibólkinum, ið settur var sambært løgtingssamtykt at fylgja arbeiðinum hjá arbeiðsbólkinum at gera uppskot til nýggja játtanarlóg: Anfinn Kallsberg, Lisbeth L. Peteren, Kaj Leo Johannesen, Karsten Hansen, Páll á Reynatúgvu, Vilhelm Johannesen, Kári P. Højgaard og Jenis av Rana. Samtykt 21-0-0.