79  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til umsorgararbeiði

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
G. 3. viðgerð
H. Orðaskifti við 3. viðgerð

Ár 2006, 2. mars, legði Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

 

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til umsorgararbeiði

 

§ 1

 

Í løgtingslóg nr. 46 frá 9. mai 2005 um stuðul til umsorgararbeiði verða gjørdar hesar broytingar:

 

1)        § 1 verður orðað soleiðis:

§ 1. Stuðul til umsorgararbeiði verður latin til sosial tiltøk ella fyriskipanir, ið eru ætlað fólkapensjónistum.

Stk. 2. Stuðulin kann veitast øllum, sum fremja virksemi, ið stuðlar fólkapensjónistum at vera búgvandi í egnum heimi, ella stimbrar hesum til at gerast virknari.”

 

2)        § 2, stk. 1 verður orðað soleiðis:

“Virksemi, umfatað av hesi lóg, er mattænasta, koyritænasta, vitjunar-tænasta og dagtilhald.”

 

3)        § 3, stk. 1 verður orðað soleiðis:

“Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð nærri reglur fyri virkseminum, ið er fevnt av lógini, harundir raðfesting og treytir fyri veiting av stuðli.”

 

4)        Í § 3 verður aftaná stk. 1 sum nýtt stk. sett:

Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð ein býtislykil fyri stuðulin til dagtilhald fyri fólkapensjónistar.”

Stk. 2 verður hereftir stk. 3.

 

§ 2

 

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.


 

Kap. 1. Almennar viðmerkingar 

Endamálið við lógarbroytingini er at gera skipanina við stuðli til umsorgararbeiði greiðari og lættari at umsita. Uppskotið hevur við sær, at skipanin við stuðli til umsorgararbeiði verður staðfest sum ein stuðulsskipan fyri sosial tiltøk til heimabúgvandi fólkapensjónistar. Á henda hátt gerst skipanin aftur í tráð við upprunaliga endamálið, har stuðul til umsorgararbeiði var ein partur av fólkapensjónslógini. Stuðulsskipanin verður sostatt avmarkað til einans at stuðla tiltøkum fyri fólkapensjónistar, men avmarkingin merkir ikki, at tiltøk og fyriskipanir, ætlað fyritíðarpensjónistum (sum áður hava verið fíggjað sum umsorgararbeiði) verða við skerdan lut. Á fíggjarlógini fyri 2006 er stuðulin til hesi tiltøk nevniliga fluttur til aðrar kontur á fíggjarlógini. Tiltøkini og fyriskipanirnar eru 7 í tali, nevniliga: Stuðul til Deyvafelagið, stuðul til Føroya Blindafelag, stuðul til innlesing av ljóðbókum, stuðul til trý dagtilhald fyri menningartarnað og stuðul til eitt dagtilhald fyri sinnisveik.

 

Heimildirnar hjá landsstýrismanninum til í kunngerð at gera raðfestingar millum tey ymisku sløgini av tiltøkum verða somuleiðis greiðari orðaðar við teim broytingum, sum lógaruppskotið leggur upp til. Eisini fær landsstýrismaðurin heimild til at áseta í kunngerð, at stuðulin til dagtilhald hjá fólkapensjónistum verður veittur eftir einum býtislykli. Hesin skal virka á tann hátt, at tað, sum er eftir av játtanini til umsorgararbeiði, tá stuðul er játtaður til mat-, koyri-, og vitjunartænastur, verður veitt til dagtilhald fyri fólkapensjónistar. Stuðulin skal býtast eftir talinum á fólkapensjónistum í kommununi, sum dagtilhaldið liggur í, tó við landafrøðiligum atlitum.

 

Galdandi løgtingslóg um stuðul til umsorgararbeiði varð samtykt av Føroya Løgtingi tann 27. apríl 2005 og kom í gildi tann 1. januar 2006. Endamálið við henni var at taka stuðulin til umsorgararbeiði burtur úr pensjónslóggávuni, og samstundis broyta hann frá eini lógarbundnari játtan til eina stuðulsjáttan. Men longu áðrenn lógin kom í gildi, tóku trupulleikar seg upp. Í sambandi við fíggjarlógina fyri 2005 varð stuðulin broyttur til eina stuðulsjáttan, men samstundis vísti tað seg, at talið av umsóknum var munandi økt. Orsakað av, at gamla lógin framvegis var galdandi, varð mett, at heimild ikki var fyri at gera munagóðar raðfestingar av stuðlinum, og tí var heldur ikki møguligt at veita fulla játtan til umsóknirnar. Almannastovan, ið umsitur stuðulin til umsorgararbeiði, hevði tí einans møguleika at viðgera allar umsóknir eins. Í fyrsta umfari varð avleiðingin av hesum tann, at allir umsøkjararnir fingu játtað 56% av tí, ið søkt var um.

 

Men hetta skapti nýggjar trupulleikar, tí nú gjørdist stórur vandi fyri, at fleiri týdningarmiklar skipanir, ið vórðu fíggjaðar sum umsorgararbeiði, steðgaðu upp. Serliga álvarsamt var hetta fyri matartænasturnar til pensjónistar, sum so at siga eiga lívið í mongum heimabúgvandi fólkapensjónistum. Landsstýrismaðurin valdi tí at bera fíggjarnevndini eitt fíggjarnevndarskjal, har biðið varð um at fáa flutt 2 milliónir kr. frá øðrum kontum á fíggjarlógini til umsorgararbeiði. Hetta játtaði fíggjarnevndin tann 6. juli 2005, men legði samstundis áherðslu á, at landsstýrismaðurin skuldi gera reglurnar á økinum greiðari, og hartil skuldi vera møguligt at raðfesta stuðulsjáttanirnar.

 

Undir umrøðuni av fíggjarnevndarskjalinum boðaði landsstýrismaðurin fíggjarnevndini frá, at hann hevði ætlanir um at endurskoða kontuna umsorgararbeiði á tann hátt, at tær politisku raðfestingarnar kunnu gerast týðuligari. Hetta varð tikið upp undir arbeiðinum við at gera kunngerðina um umsitingina av stuðlinum til umsorgararbeiði, sum kom í gildi á nýggjárinum. Sum úrslit av hesum arbeiði heitti landsstýrismaðurin á fíggjarnevndina um at gera ymiskar broytingar til kontuna umsorgararbeiði, har kontan varð “reinsað” fyri rakstrarjáttanir til feløg og tiltøk og fyriskipanir fyri fyritíðarpensjónistar, sum varð flutt til aðrar kontur á fíggjarlógini. Fíggjarnevndin tók undir við broytingaruppskotunum, sum síðan vórðu einmælt samtykt av Løgtinginum.

 

Landsstýrismaðurin hevur eisini gjørt greiðari reglur fyri umsitingina av stuðlinum til umsorgararbeiði, ið nú eru ásettar í kunngerð nr. 160 frá 21. desember 2005 um umsorgararbeiði. Arbeiðið við kunngerðini avdúkaði tó, at orðingarnar í lógini í fleiri førum eru ógreiðar, eins og heimildirnar hjá landsstýrismanninum at gera raðfestingar av stuðlinum heldur ikki eru nóg greiðar. Til tess at bøta um hesa støðu hevur landsstýrismaðurin lagt hetta lógaruppskotið fyri Løgtingið.

 

Ummæli

Uppskotið hevur verið til hoyringar hjá Kommunusamskipan Føroya, Føroya Kommunufelag, Innlendismálaráðnum, Heimarøktini og Serforsorgini, Almannastovuni og Landsfelag Pensjónista.

 

Kommunusamskipan Føroya ger einans viðmerkingar til nýggju § 3, stk. 2, sum heimilar landsstýrismanninum í kunngerð at áseta ein býtislykil fyri stuðulin til dagtilhald fyri fólkapensjónistar. Kommunusamskipan Føroya fatar býtislykilin sum eina útreiðslujavningarskipan, sum áleggur teim fíggjarliga sterkastu kommununum størstu byrðarnar. Víst verður á, at hetta er ein sera eymur spurningur í kommunalum høpi, og tí verður mælt frá at fremja hesa broyting, til arbeiðsbólkurin undir Innlendismálaráðnum, sum arbeiðir við spurninginum, hevur gjørt sínar niðurstøður og tilmæli.

 

Landsstýrismaðurin er als ikki samdur við Kommunusamskipan Føroya í hesi útleggingini av endamálinum við býtislyklinum. Talan er ikki um at gera eina útjavningarskipan, men at áseta nakrar leiðreglur fyri útgjaldi av studningi til dagtilhald fyri fólkapensjónistar. Til tess, at sleppast kann undan øllum misskiljingum verður skotið upp, at ein greið heimild verður ásett til í kunngerð at gera ein býtislykil, sum skal virka á tann hátt, at tað, sum er eftir av játtanini til umsorgararbeiði, tá stuðul er játtaður til mat-, koyri-, og vitjunartænastur, verður veitt til dagtilhald fyri fólkapensjónistar. Stuðulin skal býtast eftir talinum á fólkapensjónistum í kommununi, sum dagtilhaldið liggur í, tó við landafrøðiligum atlitum.

 

Føroya Kommunufelag mælir í hoyringssvari sínum til, at ein heildarætlan verður gjørd fyri eldraøkið, ið ger ein greiðan skilnað í uppgávubýtinum millum land og kommunur. Harumframt verður víst á, at ein avleiðing av, at kontan stuðul til umsorgararbeiði er broytt frá at vera lógarbundin játtan til stuðulsjáttan, kann vera, at kommunurnar koma at bera ein størri kostnað á økinum frammyvir. Føroya Kommunufelag tekur tí ikki undir við, at slíkar broytingar verða gjørdar, uttan at broytingar samstundis verða framdar í skattliga býtinum millum land og kommunur.

 

Landsstýrismaðurin er samdur við Føroya Kommunufelag, at spurningurin um uppgávubýtið millum land og kommunur eigur at vera viðgjørdur sum ein heildarætlan. Tí hevur hann longu tikið stig til at fáa spurningin umrøddan í samgonguni, til tess at komast kann til eina felags politiska niðurstøðu um, hvørjir partar av eldraøkinum, ið skulu flytast til kommunurnar. Politiska viðgerðin í samgonguni verður vændandi framd nú í vár.

 

Landsstýrismaðurin skal eisini vísa á, at lógaruppskotið ikki broytir stuðulin til umsorgararbeiði frá at vera ein lógarbundin játtan til at vera ein stuðulsjáttan. Broytingin hendi nevniliga fyri einum knøppum ári síðani, tá Løgtingið samtykti verandi lóg um stuðul til umsorgararbeiði.

 

Innlendismálaráðið viðgerð fyri tað mesta teir partarnar av lógaruppskotinum, sum kunnu fáa avleiðingar fyri kommunurnar, nevniliga heimildin hjá landsstýrismanninum til í kunngerð at áseta ein býtislykil til stuðul til dagtilhald fyri fólkapensjónistar.

 

Innlendismálaráðið sóknast eftir, hvussu ein býtislykil til stuðul til dagtilhald fyri fólkapensjónistar ítøkiliga skal fremjast. Í sama viðfangi verður eisini spurt, um tað kann væntast, at eitt møguligt egingjald í sambandi við dagtilhald skal ásetast við støði í eldralutfallinum í tí ávísu kommununi.

 

Landsstýrismaðurin skal gera vart við, at hugtakið eldralutfallið er slept í sambandi við stuðulin til dagtilhald. Í staðin verður skotið upp, at heimild verður fyri í kunngerð at gera ein býtislykil, sum er grundaður á talið á fólkapensjónistum í kommununi, sum dagtilhaldið liggur í, tó við landafrøðiligum atlitum. Heimildin til at gera ein slíkan býtislykil, fevnir hvørki um, at ásetingar kunnu gerast um stødd á einum egingjaldi, ella at nakrar útreiðslur kunnu áleggjast kommununum. Heimildin gevur einans landsstýrismanninum møguleika til í kunngerð at gera ásetingar um, hvussu stuðulin frá landinum til rakstur av dagtilhaldum fyri fólkapensjónistar skal lutast millum umsøkjararnar.

 

Innlendismálaráðið metir, at viðmerkingin um, at broytingaruppskotið skal tryggja, at skipanin aftur verður í samsvari við fólkapensjónslógina, ikki er í tráð við, at kommunurnar skulu bera ein part av fíggingini av umsorgararbeiði. Men sum nevnt omanfyri, miðar lógaruppskotið ímóti at gera skipanina við stuðli til umsorgararbeiði meiri gjøgnumskygda á tann hátt, at heimildirnar at gera raðfestingar av stuðlinum verða greiðari. Sostatt avgera kommunurnar sjálvar, hvørt tær eru áhugaðar í at vera við til at fíggja raksturin av dagtilhaldunum fyri fólkapensjónistar.

 

Innlendismálaráðið er eisini inni á spurninginum um, hvussu stuðulin til umsorgararbeiði skal raðfestast. Her skal landsstýrismaðurin vísa til galdandi kunngerð, sum ásetur hesa raðfestingina:

 

1.      Mattænasta fyri fólkapensjónistar.

2.      Koyritænasta ella vitjunartænasta fyri pensjónistar.

3.      Dagtilhald fyri fólkapensjónistar ella minnisveik.

4.      Onnur tiltøk ella fyriskipanir fyri fólkapensjónistar.

 

Raðfestingin í kunngerðini er grundað á, at lívsneyðug tilboð, sum mattænastur fyri fólkapensjónistar, verða tryggjað, meðan hini tilboðini verða fíggjað út frá samlaðu játtanini. Gerast skal tó vart við, at hugtakið “onnur tiltøk ella fyriskipanir fyri fólkapensjónistar”, við hesum broytingaruppskoti verður strikað úr lógini, og tí eisini kemur at verða strikað úr kunngerðini.

 

Almannastovan, sum umsitir stuðulin til umsorgararbeiði, er samd í, at uppskotið ger skipanina við stuðli til umsorgararbeiði greiðari og lættari at umsita. Stovnurin vísir á, at ein av avleiðingunum av raðfestingini av stuðlinum til umsorgararbeiði kann vera, at játtanin møguliga ikki røkkur til at stuðla teim tiltøkum og fyriskipanum, ið ikki eru raðfest ovarlaga. Somuleiðis verður sagt, at skal lógin bert fevna um fólkapensjónistar, merkir hetta, at rættindini hjá fyritíðarpensjónistum verða skerd í sambandi við stuðul til umsorgararbeiði.

 

Landsstýrismaðurin skal vísa á, at ongin bólkur av fyritíðarpensjónistum hevur fingið síni rættindi skerd orsakað av, at stuðulin umsorgararbeiði verður avmarkaður til tiltøk og fyriskipanir fyri fólkapensjónistar. Á fíggjarlógini fyri 2006 er stuðulin til hesi tiltøk, sum áður nevnt, fluttur til aðrar kontur á fíggjarlógini, og tí verða ongi sosial rættindi skerd orsakað av hesum uppskotinum. Hinvegin kann raðfestingin av stuðlinum merkja, at summi tiltøk ella fyriskipanir fáa eina avmarkaða játtan, men landsstýrismaðurin heldur tað vera týdningarmest fyrst og fremst at tryggja lívsneyðugar fyriskipanir sum mattænastunar til heimabúgvandi fólkapensjónistar.

 

Almannastovan vil eisini vera við, at neyðugt verður at broyta kunngerðina um umsorgararbeiði, um lógin ikki verður samtykt. Harvið verður óbeinleiðis sagt, at heimild ikki er fyri ásetingunum, sum nú eru gjørdar í kunngerðini um umsorgararbeiði, um raðfesting av stuðlinum. Hesum er landsstýrismaðurin ósamdur í, tí galdandi lóg um umsorgararbeiði heimilar bæði landsstýrismanninum í kunngerð at áseta, hvat virksemi, ið er fevnt av lógini, umfrant treytir fyri veiting av stuðli. Raðfesting av stuðlinum er júst ein treyt fyri veitingini av stuðlinum, og sostatt er heimild fyri hesum. Lógaruppskotið ger tó heimildina so mikið greiða, at tað ikki er møguligt at mistulka hana.

 

Heimarøktin og Serforsorgin tekur undir við lógaruppskotinum, sum stovnurin heldur fer at elva til størri greidleika, hvat umsiting og ábyrgdarbýti viðvíkur. Størsti parturin verður annars nýttur til at endurgeva nakrar viðmerkingar hjá einum økisleiðara í heimarøktini viðvíkjandi áskoðanini hjá kommununum í heimarøktarøkjunum.

 

Landsfelag Pensjónista tekur undir við lógaruppskotinum, men felagið mótmælir, at hugtakið “eldrabyrða” verður nýtt. Landsstýrismaðurin hevur tikið viðmerkingina til eftirtektar og broytt lógaruppskotið samsvarandi. 

 

Kap. 2. Avleiðingarnar av uppskotinum

 

Umsitingarligar avleiðingar

Uppskotið ger tað munandi lættari at umsita skipanina við stuðli til umsorgararbeiði.  Skipanin verður staðfest sum ein stuðulsskipan til sosial tiltøk fyri fólkapensjónistar, og harvið eru øll ivamál um ætlanina við skipanini burtur. Harumframt verða heimildirnar hjá landsstýrismanninum at áseta reglur í kunngerð greiðari, og hetta lættir eisini um umsitingina av skipanini.

 

Fíggjarligar avleiðingar

Uppskotið viðførir nakrar óbeinleiðis fíggjarligar avleiðingar. Tær greiðaru heimildirnar til at áseta reglur fyri raðfestingini av stuðlinum til umsorgararbeiði geva nøkur munandi betri fyrisitingarlig amboð til tess at tryggja, at játtanin verður hildin.

 

Uppskotið kann eisini hava fíggjarligar avleiðingar fyri kommunur. Landsstýrismaðurin fær nevniliga heimild til at áseta ein býtislykil fyri stuðul til dagtilhald, sum skal virka á tann hátt, at tað, sum er eftir av játtanini til umsorgararbeiði, tá stuðul er játtaður til mat-, koyri-, og vitjunartænastur, verður veitt til dagtilhald fyri fólkapensjónistar. Stuðulin skal býtast eftir talinum á fólkapensjónistum í kommununi, sum dagtilhaldið liggur í, tó við landafrøðiligum atlitum. Um játtanin ikki røkkur til at veita dagtilhaldinum fullan stuðul, kann neyðugt verða við einum ávísum egingjaldi í sambandi við dagtilhald. Somuleiðis er møguligt, at kommunur ella felagsskapir kunnu gjalda ein ávísan part av rakstrarkostnaðinum av dagtilhaldunum fyri fólkapensjónistar.

 

Umhvørvisligar avleiðingar

Uppskotið hevur ikki umhvørvisligar avleiðingar.

 

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Uppskotið hevur ikki avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur.

 

Sosialar avleiðingar

Uppskotið hevur óbeinleiðis sosialar avleiðingar. Við heimildunum at áseta reglur fyri raðfesting av stuðlinum til umsorgararbeiði, er m.a. møguligt at tryggja matartænasturnar fyri fólkapensjónistar, so hesar ótarnaðar kunnu halda fram.

 

Avleiðingar fyri vinnuna

Uppskotið hevur ikki avleiðingar fyri vinnuna.

 

Yvirlit yvir avleiðingar

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar

Fyri
kommunalar
myndugleikar

Fyri
pláss/øki í
landinum

Fyri
ávísar sam-
felagsbólkar/
felagsskapir

Fyri
vinnuna

Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

Ja

Ja

Nei

(Ja)

Nei

Umsitingarligar
avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar

 

 

 

(Ja)

 

 

Kap. 3. Serligar viðmerkingar

 

Til § 1:

 

Ad 1.) Greinin ásetir, at persónsskarin, ið er fevndur av lógini, er fólkapensjónistar. Somuleiðis verður ásett, at umsorgararbeiði verður roknað sum sosial tiltøk, ið hava til endamáls at stimbra heimabúgvandi fólkapensjónistum at gerast virknari og sum longst at vera búgvandi í egnum heimi.

 

Ad 2.) Greinin ásetir virksemið, ið er fevnt av lógini.

 

Ad 3.) Greinin heimilar landsstýrismanninum í kunngerð at áseta reglur fyri virkseminum eftir lógini, umframt reglur fyri raðfesting og veiting av stuðli. Allar nærri treytir í sambandi við stuðulin verða ásettar í kunngerðini, t.d. at umsóknin altíð greitt skal tilskila, hvør søkir um stuðul, lýsa virksemið, sum søkt verður um stuðul til, og neyvt útgreina upphæddina, ið søkt verður um (t.d. í lønarútreiðslur og útreiðslur til høli).

 

Í kunngerðini vera eisini ásettar reglur um eftirlit við, at útgoldin stuðul verður nýttur til endamálið, umframt at roknskapur skal latast inn í seinasta lagi 2 mánaðir eftir, at játtanartíðarskeiðið er endað.

 

Ad 4.) Greinin heimilar landsstýrismanninum í kunngerð at áseta ein býtislykil fyri stuðul til dagtilhald fyri fólkapensjónistar. Býtislykilin skal virka á tann hátt, at tað, sum er eftir av játtanini til umsorgararbeiði, tá stuðul er játtaður til mat-, koyri-, og vitjunartænastur, verður veitt til dagtilhald fyri fólkapensjónistar. Stuðulin skal býtast eftir talinum á fólkapensjónistum í kommununi, tó við landafrøðiligum atlitum.

 

Til § 2:

Gildiskomuregla.

 

Hjáløgd skjøl:

Skjal 1: Hoyringssvar frá Kommunusamskipan Føroya

Skjal 2: Hoyringssvar frá Føroya Kommunufelag

Skjal 3: Hoyringssvar frá Innlendismálaráðnum

Skjal 4: Hoyringssvar frá Heimarøktini og Serforsorgini

Skjal 5: Hoyringssvar frá Almannastovuni

Skjal 6: Hoyringssvar frá Landsfelag Pensjónista

 

1. viðgerð 13. mars 2006. Málið beint í trivnaðarnevndina, sum tann 6. apríl 2006 legði fram soljóðandi

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 2. mars 2006, og eftir 1. viðgerð 13. mars 2006 er tað beint trivnaðarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann  28. og 29. mars og 5. apríl 2006.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í almanna- og heilsumálum og kommunufeløgini.

 

Nevndin heldur, at landsstýrismaðurin eigur at legga umsitingina av hesi játtan soleiðis til rættis, at í samband við viðgerð av fíggjarlóg hevur landsstýrismaðurin kunnleika um, hvørjar umsóknir eru og hvussu nógv, hann ætlar at seta av.  Tí eigur landsstýrismaðurin at tillaga umsóknarfreistin eftir hesum.

 

Nevndin heldur, at verandi virksemi ikki eigur at verða útsett fyri at fáa tann vanliga stuðulin skornan mitt í árinum.

 

Eisini heldur nevndin, at landsstýrimaðurin eigur at finna eitt greiðari býti millum, hvørja tænastu landið stuðlar og hvørjar eru kommunalar uppgávur. Nevndin heldur ikki, at verandi uppskot ger uppgávubýtið millum land og kommunur greiðari.

 

Nevndin er vitandi um, at ein bólkur, mannaður av fólki frá kommununum, Innlendismálaráðnum og Fíggjarmálaráðnum, í løtuni arbeiðir við at gera greiðan skilnað millum land og kommunur. Nevndin heldur ikki, at verandi uppskot ber brá av at vera í samsvari við hetta arbeiðið, og setir tí fram soljóðandi

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t

 

Í § 1 verður nr. 4 strikað 

 

Við hesum viðmerkingum tekur ein samd nevnd undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 21. apríl 2006. Broytingaruppskot frá samdari trivnaðarnevnd til § 1 samtykt 24-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 24-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 27. apríl 2006. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 27-1-0. Málið avgreitt.

 

Ll.nr. 39 frá 09.05.2006