76  Uppskot til  løgtingslóg um at einskilja P/F Atlantsflog

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð
H. Broytingaruppskot
I. 3. viðgerð
J. Orðaskifti við 3. viðgerð

Ár 2006, 2. mars, legði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um at einskilja P/F Atlantsflog

 

§ 1. Landsstýrismaðurin fær í 2006 heimild at selja upp til 33% av partapeninginum í P/F Atlantsflog.

 

§ 2. P/F Atlantsflog skal skrásetast á føroyska virðisbrævamarknaðinum.

 

§ 3. Landsstýrismaðurin fær heimild at hækka partapeningin í P/F Atlantsflog við í mesta lagi 70 mió. kr. í ognarinnskoti (apportinnskoti).

 

§ 4. Lógin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

Viðmerkingar til lógaruppskotið

Kap. 1: Almennar viðmerkingar

 

Endamálið við lógini

Í sambandi við, at Føroya Landsstýri fer undir varliga og gjøgnumskygda einskiljing av fyritøkum landsins, sum virka í kappingarkendum vinnugeirum, hevur landsstýrismaðurin í vinnumálum síðani í januar 2005 arbeitt við at fyrireika einskiljingartilgongdina í P/F Atlantsflog.

 

Í einskiljingararbeiðinum hevur landsstýrismaðurin lagt dent á eina varliga og gjøgnumskygda einskiljingartilgongd viðvíkjandi P/F Atlantsflog.

 

Endamálið við lógini er at útvega landsstýrismanninum materiella heimild at selja upp til 33% av partapeninginum í P/F Atlantsflog. Harafturat skal lógin tryggja, at málið fær eina nøktandi politiska viðgerð, áðrenn avgerðin um at einskilja P/F Atlantsflog verður tikin.

 

Í viðmerkingunum til lógina verður einskiljingartilgongdin lýst gjøllari, so Løgtingið verður kunnað um, hvør ætlan landsstýrismansins er.

 

Ætlanin hjá landsstýrismanninum at einskilja P/F Atlantsflog

Upprunaliga var ætlanin, at Løgtingið veitti landsstýrismanninum eina heimild at selja upp til 66% av P/F Atlantsflog. Politisk undirtøka er fyri at einskilja upp til 66% av felagnum, men tilgongdin skal byggja á tvær løgtingssamtyktir heldur enn á eina. Uppskotið er tillagað samsvarandi.

 

Ætlanin hjá landsstýrismanninum er lýst niðanfyri :

 

Sum partur í eini heildarætlan at einskilja 66% av partapeninginum í P/F Atlantsflog, fer landsstýrismaðurin at biðja Løgtingið um heimild at einskilja upp til 33% av partapeninginum í 2006.

 

Tá  partabrøvini eru seld, verður felagið skrásett á føroyska virðisbrævamarknaðinum.

 

Tá ið felagið er skrásett á føroyska virðisbrævamarknaðinum, fer landsstýrismaðurin at biðja Løgtingið um heimild at selja onnur 33% av partapeninginum.

 

34% av partapeninginum verða framvegis ogn hjá Føroya Landsstýri eftir tað, at felagið er einskilt.

 

Landsstýrismaðurin fer at taka atlit í sambandi við søluna, so at virksemið hjá felagnum verður ikki flutt av landinum eftir tað, at meirilutin í felagnum er seldur.

 

Landsstýrismaðurin fer at virka fyri, at P/F Atlantsflog fær ein virknan eigaraskara og at almenningurin og starvsfólk  fáa høvi at keypa partabrøv í felagnum.

 

Landsstýrismaðurin fer at virka fyri, at tyrludeildin hjá P/F Atlantsflog verður løgd í eitt dótturfelag.

 

Tyrlan, sum landið eigur, verður skotin inn í P/F Atlantsflog, soleiðis at partapeningurin verður hækkaður við ognarinnskoti (apportinnskoti). Eftir at dótturfelagið er stovnað, verður tyrlan avhendað til dótturfelagið.

 

Dótturfelagið hjá P/F Atlantsflog heldur fram at røkja innanoyggja tyrluflúgving og bjargingartænastu fyri landið eftir tað, at felagið er einskilt. Tænasturnar verða eftir lokið sáttmálaskeið bodnar út alment.

 

Hangarurin, sum landið eisini eigur, verður skotin inn í P/F Atlantsflog, soleiðis at partapeningurin verður hækkaður við ognarinnskoti (apportinnskoti).

 

Lóggáva viðvíkjandi P/F Atlantsflog

Í november 1987 boðaði landsstýrið frá, at ætlanin var at stovna felag at flúgva ímillum Føroyar og útheimin. Landsstýrið setti 1 mió. kr. í felagið við heimild í løgtingslóg nr. 11 frá 25. januar 1988 um tekning av partapeningi í felag við tí endamáli at taka lut í flogferðslu.

 

Við løgtingslóg nr. 29 frá 20. apríl 1989 fekk landsstýrið heimild at veðhalda fyri láni til P/F Atlantsflog.

 

Tá búskaparkreppan fór at gera um seg í 1992, var eginognin hjá P/F Atlantsflog horvin.

 

Við heimild í løgtingslóg nr. 160 frá 1. desember 1992 verður landsstýrið heimilað, landskassans vegna, at tekna 75 mió. kr. í partapeningi í P/F Atlantsflog, treytað av, at veðhald landskassans fyri láni til felagið verður strikað. Samstundis sum hendan lógin kom í gildi, fóru løgtingslóg nr. 11 frá 25. januar 1988 og løgtingslóg nr. 29 frá 20. apríl úr gildi.

 

Høvuðsinnihaldið í lógaruppskotinum

Lógaruppskotið hevur, umframt ígildiskomuásetingina, tríggjar greinar:

 

§ 1 er ein heimildargrein, sum heimilar landsstýrismanninum í 2006 at selja upp til 33% av partapeninginum í P/F Atlantsflog.

§ 2 er ein grein, sum áleggur landsstýrismanninum at skráseta P/F Atlantsflog á føroyska virðisbrævamarknaðinum.

§ 3 er heimildargrein, sum heimilar landsstýrismanninum at hækka partapeningin í P/F Atlantsflog við ognarinnskoti (apportinnskoti). Ætlanin hjá landsstýrismanninum er at skjóta hangarin og tyrluna, sum landið eigur, í felagið. 

 

Lógin at einskilja 33% av partapeninginum í P/F Atlantsflog hevur við sær, at ognarparturin hjá landinum í felagnum minkar. Frá at eiga 100% av partapeninginum í felagnum minkar ognarparturin hjá landinum niður í 67%, tá 33% av partapeninginum eru seld. Harafturat áleggur lógin landsstýrismanninum, at felagið skal verða skrásett á føroyska virðisbrævamarknaðinum.   

 

Lógin heimilar landsstýrismanninum at skjóta tyrluna Bell 212 og bygning á matr. nr. 427 í Sørvági (hangarin) í felagið sum apportinnskot.

 

Gongdin higartil

Í sambandi við einskiljingararbeiðið hevur landsstýrismaðurin sett ein arbeiðsbólk. Arbeiðsbólkurin er mannaður við umboðum fyri P/F Atlantsflog, Vinnumálaráðið og Einskiljingarnevndina. Endamálið við arbeiðsbólkinum er at fyrireika, fylgja við og vera við í einskiljingararbeiðinum. Í sambandi við lógaruppskotið hevur arbeiðsbólkurin gjørt tilmæli til landsstýrismannin. Eisini hevur arbeiðsbólkurin gjørt eina frágreiðing, sum m.a. lýsir einskiljingartilgongdina, P/F Atlantsflog og umhvørvið hjá felagnum.

 

Arbeiðsbólkurin hevur hesa tíðina havt regluligt fundarvirksemi.

 

Harafturat hevur málið verið til viðgerðar í Einskiljingarnevndini, politiska fylgibólkinum og á landsstýrisfundi. Landsstýrismaðurin hevur kunnað andstøðuna um lógaruppskotið.

 

Endamálið við at einskilja P/F Atlantsflog

Endamálið við at einskilja P/F Atlantsflog er hetta:

-         at skipa greitt mark millum almenna og einskilda geiran

-         at skapa rúm fyri meira handilsligum framtakshugi (dynamikki)

-         at loysa landskassan frá verandi váða og ábyrgd fyri verandi og komandi íløgum

-         at kapitalisera virðini í P/F Atlantsflog

-         at styrkja føroyska kapitalmarknaðin

 

Endamálið verður lýst her:

 

Skipa greitt mark millum almenna og einskilda geiran

Gongdin í flogferðslu í altjóðarákinum er rættiliga greið viðvíkjandi almenna geiranum. Tað gongur móti deregulering og fríari kapping. Almenni geirin verður broyttur frá at vera íbirtarin, ið skipar og hevur eftirlit við, at alt gongur, sum tað eigur, til at vera tann, ið ger umstøðurnar hjá flogfelagnum enn betri, samstundis sum flogfelagið tekur ábyrgd av egnum viðurskiftum.

 

Føroya Landsstýri er einasti parteigari í P/F Atlantsflog, sum er einasta flogfelag, sum flýgur ímillum Føroyar og útheimin. Hetta hevur við sær, at samstundis sum Føroya Landsstýri skal skapa bestu karmar um flogferðslu í Føroyum sum heild, skal Føroya Landsstýri eisini varða av felagnum, sum landið eigur. Henda tvístøða kann í summum førum vera óheppin, tí samstundis sum tað almenna ásetur kappingarkarmar um flogferðslu, er tað almenna størsti fyritøkueigari innan flogferðslu í Føroyum. Sleppast kann undan hesari støðu, verður almenna flogfelagið  einskilt.

 

Skapa rúm fyri meira handilsligum framtakshugi (dynamikki)  

Føroya Landsstýri arbeiðir við ítøkiligum ætlanum at frígera (liberalisera) flogferðslumarknaðin millum ES og Føroyar, samstundis sum Føroya Landsstýri arbeiðir við at útbyggja og yvirtaka Vága Floghavn. Endamálið við at frígera (liberalisera) og útbyggja Vága Floghavn er millum annað at fáa kapping á flogleiðini millum Føroyar og útheimin, soleiðis at tá karmarnir um at flúgva millum Føroyar og útheimin verða broyttir til tað betra, batna møguleikarnir fyri tí, at onnur flogfeløg fara at bjóða seg fram á flogleiðini millum Føroyar og útheimin. Meiri kapping fer møguliga at hava við sær, at flogferðaseðlaprísurin lækkar, og at umstøðurnar fyri borgarar og vinnulívið í Føroyum verða broyttar, umframt tað at fleiri útlendsk ferðafólk koma til landið.

 

Tað hevur stóran týdning fyri landsstýrið at skapa karmar um meiri kapping, hóast tað møguliga kann hava ávirkan á virðisásetingina í P/F Atlantsflog.

 

P/F Atlantsflog hevur ikki virkað í kappingarkendum umhvørvi á flogleiðini ímillum Føroyar og útheimin síðan á heysti 2004. Hetta merkir tó ikki, at P/F Atlantsflog á øllum virkisøkjum hevur monopollíka støðu. Felagið hevur bjóðað seg fram í útlondum í kapping við onnur flogfeløg og røkir nú sáttmálabundna flúgving uttanlands. 

 

Partafelagslógin ger tað, at felagið ber seg at sum eitt partafelag. Hóast hetta, fer tað, tá felagið er einskilt, at geva rúm fyri meira handilsligum framtakshugi (dynamikki).

 

Royndir aðrastaðni vísa, at tað at einskilja almenna felagið/virkið hevur bøtt munandi um møguleikarnar hjá tí at standa seg í kappingarkendum umhvørvi.  Hetta, tí at ein privatur eigari  tekur størri handilslig atlit og setur størri krøv til avkast hjá felagnum, og soleiðis lagar felagið til marknaðin við áhaldandi at bøta um kappingarfyrimunirnar hjá felagnum. Tað vísir seg ofta, at landið er ein meira tolin eigari, sum ikki á sama hátt setur krøv til avkast av íløguni, og tí kann framtakshugurin (dynamikkurin) í almenna partafelagnum minka.

 

Royndir aðrastaðni vísa, at feløg/virkir hava lættari við at útvega sær kapital, eftir tað at tey eru einskild. Tað kann hugsast, at hetta eisini verður galdandi fyri P/F Atlantsflog. Tað er neyvan sannlíkt, at Føroya Landsstýri fer at seta meiri pening í felagið, um felagið til dømis hevur ætlanir um at fáa sær nýggj flogfør. Um felagið er einskilt ella almenn ogn, eigur tó ikki at ávirka møguleikan hjá felagnum at læna pengar.

 

Kapitalisera virðini í P/F Atlantsflog og loysa landskassan frá verandi váða og ábyrgd

Sambært § 3 í leiðreglunum um at einskilja fyritøkur landsins er eitt endamál at einskilja fyritøkur landsins at minka um skuld landskassans.

 

At einskilja P/F Atlantsflog fer at hava við sær, at pengar hjá landinum, sum annars standa bundnir í felagnum, verða loystir. Einskiljingin kann sostatt í fyrsta umfari síggjast sum at  umleggja ogn av einum slag til annað. At selja partabrøvini í P/F Atlantsflog merkir, at ogn í partabrævasniði verður broytt til gjaldføri í peningastovni, sum síðan kann nýtast til at gjalda skuld aftur við ella til annað endamál. 

 

At einskilja P/F Atlantsflog fer eisini at hava við sær, at landskassin verður loystur frá tí váða og ábyrgd, sum standast av verandi og komandi íløgum hjá felagnum.

 

Ein óheft virðismeting viðvíkjandi P/F Atlantsflog verður gjørd, áðrenn felagið verður einskilt. Viðvíkjandi útreiðslum av søluni, so er vanligt, at ráðgevar taka umleið 3-5% av sølukostnaðinum fyri at fyrireika, avgreiða og ráðgeva í sølutilgongdini. Arbeitt verður við at fáa serliga játtan til ráðgevaraútreiðslurnar.

 

Styrkja føroyska kapitalmarknaðin

Føroyski kapitalmarknaðurin hevur havt tann serliga trupulleikan, at hóast nóg mikið av kapitali er til staðar, so hava fáir íløgumøguleikar verið, og neyðugt hevur verið við óvirknum (passivum) lánsbrævaíløgum uttanlands. Tann stóra forðingin fyri at menna føroyska kapitalmarknaðin hevur verið, at tað almenna eigur so stóran part av tí føroyska vinnulívinum.

 

Hóast tað at einskilja P/F Atlantsflog bert avmarkað styrkir kapitalmarknaðin í Føroyum, so fer tað at einskilja felagið, saman við tí at einskilja fyritøkur landsins annars, at verða við til at tryggja, at áhugaverdar íløgur kunnu verða gjørdar í landinum, og at føroyskur kapitalur kann geva avkast her, skapa arbeiðspláss og nýggjar vinnumøguleikar.

 

Í hesum viðfanginum er vert at nevna, at hetta serliga fer at gera seg galdandi, um so er, at sølan fer fram umvegis ein partabrævamarknað, soleiðis at flest møgulig fólk hava møguleikan at keypa.

 

Evnið er annars gjøllari viðgjørt í brotinum um søluhátt, men samanumtikið, er eingin ivi um, at tað at einskilja almennar ognir sum heild, er ein av fortreytunum fyri, at vit kunnu fáa ein virknari kapitalmarknað í Føroyum.

 

Viðmerkjast skal, at arbeiðsbólkurin í fyrstu atløgu mælti til, at felagið varð selt uttan um virðisbrævamarknaðin. Eftir at hava verið til viðgerðar í samgonguflokkunum var ein greið ábending um, at politiska ætlanin var, at felagið skal verða skrásett á virðisbrævamarknaðinum. Landsstýrismaðurin hevur gjørt av at ganga hesi umbøn á møti.

 

Hvussu stórur partur skal verða seldur?

Landsstýrismaðurin hevur í einskiljingararbeiðinum tikið avgerð um, hvussu stórur partur av felagnum skal verða einskildur, og avleiðingarnar av tí verða lýstar.

 

Landsstýrismaðurin hevur eftir tilmæli frá arbeiðsbólkinum gjørt av, at upp til 66% av partapeninginum skulu verða seld.

 

Landsstýrismaðurin vil hava eina varliga tilgongd og fer tí í fyrstu atløgu at biðja tingið um heimild at einskilja 33% í 2006. Eftir tað, at felagið er skrásett á virðisbrævamarknaðinum, fer landsstýrismaðurin aftur í tingið við málinum at biðja tingið um heimild at selja onnur 33%. 

 

Arbeiðsbólkurin skal leggja til rættis alla sølutilgongdina í 2006. Tað merkir, at arbeiðsbólkurin saman við ráðgeva skal leggja til rættis at selja 66% av partapeninginum í P/F Atlantsflog.

 

Landið skal sita eftir við 34% av partapeninginum. Um umstøðurnar at flúgva til Føroya og úr Føroyum í aðrar mátar broytast munandi, og Føroya Landsstýri av teirri orsøk vil selja tey 34% av partapeninginum, kann tað gerast, við tað at landsstýrið leggur avgerðina fyri tingið.  

 

Fyrimunir og vandamál at einskilja meirilutan í felagnum, eru lýst niðanfyri:

 

Fyrimunir at selja meirilutan í felagnum

Við at selja alt felagið ella ein meiriluta í felagnum tryggjar landið sær “rættari marknaðarprís” fyri felagið, tí ein íleggjari fær munandi meiri nyttu burturúr at ogna sær lut í felagnum, tá tað er á privatum hondum, enn nyttuna, íleggjarin fær burturúr við bert at eiga ein minnilutapart í felagnum við tí almenna sum høvuðsparteigara.

 

Tá meirilutin er seldur, verður greiðari skilnaður gjørdur millum almenna og einskilda geiran, so at tað almenna heldur seg til at skapa bestu karmarnar um flogferðsluvinnu í Føroyum, uttan samstundis at vera kappingarneyti hjá øðrum flogfeløgum, sum eftir ætlan fara at virka á tí føroyska marknaðinum.

 

Við at selja meirilutan í felagnum verður eisini rúm fyri meira handilsligum framtakshugi (dynamikki). Landskassin verður fyri ein stóran part loystur frá verandi váða og ábyrgd fyri verandi og komandi íløgum, og ein partur av virðinum í P/F Atlantsflog verður kapitaliseraður. Sostatt verður endamálið at einskilja P/F Atlantsflog partvís rokkið, eftir tað at 66% av felagnum eru einskild.

 

Her eru tó ávís vandamál, ið kunnu hugsast, og sum politiski myndugleikin hevur lagt uppfyri:

 

Vandamálini, sum standast av at einskilja meirilutan í felagnum og hvussu tey kunnu verða fyribyrgd, eru lýst niðanfyri:

 

Monopolstøða

Vil illa til, kann hugsast, at íleggjari – útlendskur ella føroyskur – leggur seg eftir at vinna ræðið á P/F Atlantsflog og á henda hátt at koma í monopollíka støðu á føroyska marknaðinum. Við hesum eru brúkaraáhugamálini í vanda, tí fyritøka, sum ikki fær kapping, kann hækka prísir í stórum, uttan at kundin fer aðrar vegir.

 

Hetta líkist støðuni á flogferðslumarknaðinum í Føroyum nú, tó so, at nú er tað landið, sum eigur og varðar av monopolfelagnum. At Føroya Landsstýri eigur og tískil velur nevndina í P/F Atlantsflog, merkir tó ikki, at landið beinleiðis hevur ávirkan á prísgrundarlagið hjá felagnum av teirri orsøk. Nevndin í felagnum er vald at varða av felagnum og skal tískil í øllum lutum taka atlit at, hvat gagnar felagnum. Tó skal danska ferðslumálaráðið loyva øllum prísbroytingum hjá felagnum. Hetta verður broytt, eftir tað at marknaðurin er frígjørdur (liberaliseraður) og flogferðslulógin dagførd.

 

Sostatt valdar alment monopol á føroyska flogferðslumarknaðinum. Vandi kann verða fyri, at tá ið meirilutin í P/F Atlantsflog er einskildur, verður almenna monopolið vent til privat monopol. Privat monopol hevur í nógvum førum víst seg at verið verri fyri samfelagið enn alment monopol.

 

Í fyrireikingini at einskilja P/F Atlantsflog hevur landsstýrismaðurin tikið vandan fyri privatum monopoli í størsta álvara. Í hesum sambandi arbeiðir landsstýrið við at skapa karmarnar um flogferðslu til Føroya og úr Føroyum so góðar sum møguligt, soleiðis at onnur flogfeløg fáa møguleikan at flúgva til Føroya og úr Føroyum. Ætlanin er at leingja flogvøllin munandi, soleiðis at onnur størri flogfør kunnu brúka flogvøllin í Vágum.

 

Viðvíkjandi tí at frígera (liberalisera) flogferðsluna arbeiðir landsstýrið við at knýta føroyska flogferðslumarknaðin upp í tann evropeiska marknaðin. Á landsstýrisfundi tann 18. oktober 2005 tók landsstýrið undir við, at Føroyar verða knýttar at ECAA-avtaluni og gerast partur av frígjørda (liberaliseraða) flogferðslumarknaðinum í ES. Nevndin heldur, at sáttmálin kemur í gildi 1. januar 2007. Sostatt verður møguligt hjá føroyskum flogfeløgum at flúgva frítt bæði í ES og eisini í øðrum londum, sum eru knýtt at ECAA-avtaluni.

 

Viðmerkjast skal eisini, at kappingarlóggávan, í ávísum førum, forðar fyri, at monopolfelag hækkar prísin í stórum, soleiðis at brúkaraáhugamál eru í vanda. 

 

Annars hava teir, ið hava stovnað nýtt flogfelag, boðað frá, at felagið, Faroe Jet, fer at flúgva ímillum Føroyar og Danmark tann 1. mai 2006. Sostatt verður monopolstøðan á danmarkarflogleiðini brotin, tá nýggja felagið fer at flúgva.

 

Høvuðssætið hjá P/F Atlantsflogi

Annað vandamál viðvíkjandi stórum íleggjarum, ið fara at hava beinleiðis ávirkan á P/F Atlantsflog, snýr seg um, hvar høvuðssætið og aðrir partar av selda felagnum skulu halda til. Er íleggjarin t.d. stórt útlendskt flogfelag, sum longu hevur høvuðssæti í útlondum, og tað virkar væl, kann hugsast, at hesin parturin av føroyska felagnum verður spardur burtur ella fluttur. Við hesum verða nøkur arbeiðspláss, sum hava stóran strategiskan týdning fyri samfelagið, spard burtur ella flutt av landinum, samstundis sum ringvirknaðurin rakar innlendskar fyritøkur, sum standa fyri hávitanartænastum í kunningartøkni, løgfrøði, grannskoðan o.ø.

 

Føroya Landsstýri hevur ymisk amboð til taks, ið kunnu byrgja fyri hesum trupulleika. T.d. fer landsstýrismaðurin at seta fram krav um, at høvuðsvirksemið hjá P/F Atlantsflog eftir einskiljingina av meirilutanum verður verandi í Føroyum. Í hesum liggur m.a., at høvuðsskrivstovan hjá felagnum skal ikki verða flutt til annað land. Tøkniliga verður hetta m.a. tryggjað í einari parteigaraavtalu.

 

Eftir næsta søluumfarið í tí at einskilja P/F Atlantsflog situr landið eftir við einum steðgandi minniluta av partapeninginum í felagnum. Hetta merkir, at viðtøkubroytingar ikki kunnu verða framdar uttan við semju. Parteigaraavtalan skal tryggja, at landið eftir einskiljingina fær lim í nevndina í P/F Atlantsflog.

 

Ætlanin hjá landsstýrismanninum at skjóta hangarin í P/F Atlantsflog sum ognarinnskot 

(apportinnskot) minkar eisini vandan fyri tí, at høvuðssætið hjá felagnum verður flutt av landinum, um tann virkni eigarin er útlendskur keypari.

 

Atlit at taka í sambandi við at einskilja P/F Atlantsflog

Í sambandi við at landsstýrismaðurin arbeiðir fram ímóti at einskilja meirilutan í felagnum, fer landsstýrismaðurin at tryggja, at hetta atlit verður tikið:

 

-         at høvuðsvirksemið hjá P/F Atlantsflog, tá felagið er einskilt, verður verandi í Føroyum.

 

At høvuðsvirksemið hjá P/F Atlantsflog skal vera í Føroyum merkir, at høvuðsskrivstovan hjá felagnum skal ikki verða flutt til annað land, og at Føroyar skulu vera fráfaringarstaður fyri allar flogleiðir, sum felagið flýgur í fastari flogleið ímillum Føroyar og útheimin.

 

Atlitið verður tryggjað, við tað at landið, eftir at hava einskilt upp í 66% av partapeninginum,  situr við 34% av partapeninginum.

 

Eftir tað, at meirilutin í felagnum er einskildur, skal partapeningurin, sum landið situr eftir við, tryggja atlitið, soleiðis at landsstýrið sum medeigari skal góðkenna allar avgerðir, sum eru  týdningarmiklar fyri rakstur felagsins, undir hesum at umleggja rakstur felagsins til útheimin. Hetta verður, sum áður greitt frá, tryggjað í einari parteigaraavtalu og ígjøgnum tey 34%, sum landið enn eigur. 

 

Broytast umstøðurnar harafturímóti fyri flúgving munandi, og Føroya Landsstýri av teirri orsøk ætlar at selja tað, ið eftir er av partapeninginum, verður henda avgerð løgd fyri Løgtingið at taka støðu til.

 

Orsøkin til at landsstýrismaðurin ætlar at takað atlit at tí at einskilja

Sum støðan er í løtuni, hevur tað eydnast føroyska felagnum at byggja upp eitt ferðslukervi við Føroyum í miðdeplinum, sum røkkur øll okkara grannalond.

                               

Í føroyskum samanhangi er P/F Atlantsflog eitt stórt arbeiðspláss. Umleið 150 fólk starvast hjá felagnum, og talan er sostatt um eina týðandi vinnugrein í føroyskum samanhangi.

 

Fyri at verja seg fyri áðurnevndu vandamálum verður atlit tikið í sambandi við at einskilja P/F Atlantsflog. Atlitið skal virka við til, at førleikin í flúgving og arbeiðsplássini hjá P/F Atlantsflog verða varðveitt, eisini eftir tað at meirilutin í felagnum er einskildur. Samstundis skal atlitið virka við til, at felagið eisini eftir einskiljingina fer at menna ferðasambandið til útheimin og flúgving sum vinnugrein við grundarlagi í Føroyum.

 

Sølutilgongd við P/F Atlantsflog

Framferðarhátturin í sambandi við at selja P/F Atlantsflog kann verða skipaður á ymiskan hátt.

 

Miðað verður eftir at fáa ein søluhátt, sum mest møguligt røkkur endamálunum at einskilja P/F Atlatnsflog, og sum samstundis leggur upp fyri atlitinum í sambandi við at einskilja P/F Atlantsflog. Endaligi søluhátturin skal eisini samsvara við yvirskipaða politikkin hjá Føroya Landsstýri.

 

Brotið byrjar við at greiða frá, hvat arbeiðsbólkurin kom fram til viðvíkjandi tí at selja P/F Atlantsflog.  Seinni í brotinum verða teir ymisku søluhættirnir lýstir í stuttum.

 

Niðurstøða arbeiðsbólksins

Arbeiðsbólkurin, sum er settur at arbeiða við at einskilja P/F Atlantsflog, mælti til, at:

 

-                    66% av partapeninginum í P/F Atlantsflog verða seld í 2006. Parturin hjá landinum saman við einari parteigaraavtalu skulu tryggja atlitið, soleiðis at virksemið verður ikki flutt av landinum.

 

Somuleiðis mælti arbeiðsbólkurin til, at felagið verður selt uttan um virðisbrævamarknaðin. Grundgevingin fyri hesum er:

 

-                    at í altjóðasamanhangi er P/F Atlantsflog at rokna sum eitt lítið felag. Vansarnir við at skráseta eitt lítið felag á virðisbrævamarknaðinum eru stórar útreiðslur, bæði tá hugsað verður um byrjanarútreiðslur, sum standast av at gera fyritøkuna búna til skráseting, og ikki minst støðugar útreiðslur, sum standast av, at fyritøkan er skrásett á virðisbrævamarknaðinum.

 

Eisini eru reglurnar at gera ársroknskap munandi meira umfatandi fyri eina fyritøku, sum er skrásett á virðisbrævamarknaðinum. Her verður bæði hugsað um krøvini til leiðslufrágreiðing, sjálvan roknskaparháttin og kravið at gera ársfjórðingsroknskap. Í nógvum førum verður neyðugt at tillaga innanhýsis mannagongdir og skrásetingar. Sum skrásett fyritøka eru ymiskar mannagongdir, ið felagið skal fylgja. Fyritøkan skal fylgja nøkrum leiðreglum viðvíkjandi innanvitan, almannakunngering og virkisleiðslu (Corporate Governance).

 

Eisini fær felagið minni frælsi at úttala seg í fjølmiðlunum, hetta er tí, at alt, sum kemur frá felagnum, verður tulkað, og tað kann ávirka kursin á partabrøvunum.

 

Politisk ætlan

Uppskotið hjá arbeiðsbólkinum hevur verið til viðgerðar í samgonguflokkunum. Viðmerkingarnar vísa ætlanirnar, at:

 

felagið skal verða skrásett á virðisbrævamarknaðinum

 

uppskotið at einskilja 66% skal verða góðkent tvær ferðir í tinginum.

 

felagið skal eftir einskiljingina hava ein virknan eigaraskara, og almenningurin og starvsfólk skulu kunna ogna sær lut í felagnum

 

Tilmæli

Í framhaldi av viðgerðini at selja P/F Atlantsflog er uppskotið tillagað soleiðis, at:

 

Sum partur í eini heildarætlan at einskilja 66% av partapeninginum í P/F Atlantsflog, fer landsstýrismaðurin at biðja Løgtingið um heimild at einskilja upp til 33% av partapeninginum í 2006.

 

Eftir tað, at partapeningurin er seldur, verður felagið skrásett á føroyska virðisbrævamarknaðinum.

 

Eftir tað, at felagið er skrásett á føroyska virðisbrævamarknaðinum, fer landsstýrismaðurin at biðja Løgtingið um nýggja heimild at selja onnur 33% av partapeninginum.

 

Føroya Landsstýri situr eftir við 34% av partapeninginum, eftir tað at felagið er einskilt.

 

Landsstýrismaðurin fer at virka fyri, at P/F Atlantsflog fær ein virknan eigaraskara, og at almenningurin og starvsfólk  fáa høvi at keypa partabrøv í felagnum.

 

Arbeiðsbólkurin skal saman við ráðgevanum gera eina ætlan hesum viðvíkjandi.

 

Søluháttur

Tað hevur í einskiljingarsamanhangi víst seg, at søluháttur, sølunøgd og prísur eru liðir, sum hanga saman.

 

Nú landsstýrismaðurin í fyrstu atløgu fer at biðja um heimild at einskilja 33% av P/F Atlantsflog, er tað týdningarmikið fyri allar íleggjarar og serliga stórar íleggjarar, at landsstýrið í einari heildarætlan kann vísa á, nær og hvussu annað søluumfar verður skipað.

 

Tað er harafturímóti ikki ókent at fara varliga til verka, tá almennar fyritøkur skulu verða einskildar. Verður hugt at íslendsku einkiljingartilgongdini, hevur verið vanligt at selja almennu fyritøkurnar í smáum.   

 

Arbeiðsbólkurin hevur gjørt tilmæli til landsstýrismannin um, at í fyrsta søluumfari skulu almenningurin og starvsfólk fáa høvi at keypa partabrøv í P/F Atlantsflog. Eftir tað, at felagið er skrásett, skal tann virkni íleggjarin fáa í boði at bjóða upp á felagið.

 

Arbeiðsbólkurin mælir til, at øll starvsfólk hjá P/F Atlantsflog fáa í boði at keypa partabrøv í felagnum. Hyggja vit at einskiljingum í Íslandi, so hevur verið vanligt, at starvsfólk fáa í boði at keypa 3-5% av partabrøvunum í felagnum, har tey starvast.

 

Tann virkni íleggjarin - strategiskir ella fíggjarligir íleggjarar - gjalda munandi hægri prís fyri at fáa avgerandi ávirkan á virksemið hjá felagnum. Tí eigur teimum at standa í boði at keypa í minsta lagi 1/3 av øllum partapeninginum.

 

Tann virkni íleggjarin kann vera ein strategiskur ella fíggjarligur íleggjari ella eitt samtak av íleggjarum, sum bjóðar upp á felagið.

 

Fyri at skapa nóg stóran áhuga fyri skrásetingini á virðisbrævamarknaðinum fer landsstýrismaðurin at virka fyri, at øll partabrøvini verða skrásett á virðisbrævamarknaðinum.

 

Viðmerkjast skal, at jú minni verður selt, og jú fleiri bindingar verða lagdar á keyparar, lægri verður prísurin, sum landið fer at fáa, eftir tað at P/F Atlantsflog verður einskilt.

 

Landsstýrismaðurin ætlar, at P/F Atlantsflog skal verða einskilt og skipað soleiðis:

 

1. umfar í 2006

 

Í 2006

2. umfar

Landið

Almenningurin

Starvsfólk

Skráseting

 Virkin íleggjari

 F.L.

30%

3%

 

33%

34%

33%

 

 

33%

34%

 

Landsstýrismaðurin biður í fyrsta søluumfari um heimild at selja upp til 33% av partapeninginum í P/F Atlantsflog. Av teimum 33% verða 3% boðin út til starvsfólkini í P/F Atlantsflog. Hini 30% skulu verða boðin almenninginum.

 

Almenningurin eru smáir íleggjarar, sum ikki mugu eiga meiri enn 10% av partapeninginum í felagnum. Viðmerkjast skal, at er eftirspurningurin ikki nóg stórur eftir partabrøvunum, og Føroya Landsstýri av teirri orsøk fær ikki selt øll 33%, er møguleiki fyri at selja tey í næsta søluumfari.

 

Eftir søluna verður felagið skrásett á virðisbrævamarknaðinum. Í øðrum umfari verða 33% av partapeninginum seld virknum íleggjarum. Landið situr eftir við 34%.

 

Uppgávur hjá ráðgeva

Eftir tað, at landsstýrismaðurin hevur fingið heimild at selja 33% av partapeninginum, verður farið at søkja eftir ráðgeva. Ráðgevauppgávurnar skulu sambært leiðreglunum verða bodnar út alment. Arbeiðsbólkurin fyrireikar at bjóða út slíkar uppgávur og ger tilmæli til landsstýrismannin at seta tænastuveitara. Tilmælið verður grundað á innkomin tilboð, har greiði er á tænastuvavi, prísi og treytum annars.

 

Landsstýrismaðurin ætlar at bjóða uppgávurnar út bæði í Føroyum og uttanlands.

 

Ráðgevin skal saman við arbeiðsbólkinum gera verkevnisætlan (prospekt) viðvíkjandi P/F Atlantsflogi. Eisini skal felagið verða virðismett. Ráðgevin skal saman við arbeiðsbólkinum standa fyri at selja felagið og bera so í bandið, at felagið verður skrásett á føroyska virðisbrævamarknaðinum.

 

Fyri at Virðisbrævamarknaður Føroya kann góðtaka verkevnisætlanina (prospektið), er tað krav, at ráðgevin, sum stendur fyri skrásetingini, er limur á ICEX.

 

Íleggjaraáhugi

Í londunum uttan um okkum er einskiljingartilgongdin byrjað fyri fleiri árum síðan. Íslendsku leiðreglurnar eru frá 1996, og hevur íslendska stjórnin einskilt nógvar av landsins fyritøkum. Tað sama er galdandi í Danmark og hinum Norðurlondunum. Viðmerkjast skal, at íslendska flogfelagið ongantíð hevur verið á almennum hondum.

 

Hugsandi er, at serliga íleggjarar í Føroyum og í Íslandi fara at vísa áhuga fyri at gera íløgur í P/F Atlantsflog.  

 

Søla á virðisbrævamarknaðinum

Landsstýrismaðurin hevur gjørt av, at P/F Atlantsflog skal skráseta partabrøvini á føroyska virðisbrævamarknaðinum eftir fyrsta søluumfar.

 

Niðanfyri er ein lýsing av føroyska virðisbrævamarknaðinum og hvørjar avleiðingar, tað hevur fyri felagið at verða skrásett á marknaðinum.

 

Spjaðing í eigaraskaran

Landsstýrismaðurin ætlar, at ein partur av P/F Atlantsflogi skal verða seldur føroyska almenninginum. Endamálið er at vekja áhuga millum føroyingar at keypa partabrøv, og at fólk fáa møguleika at gera íløgur í føroyskar fyritøkur, undir hesum í P/F Atlantsflog. Avleiðingin av hesum verður væntandi ein styrktur føroyskur kapitalmarknaður.

 

Eftir tað, at P/F Atlantsflog er skrásett á virðisbrævamarknaði, merkir tað, at øll, sum hava hug og keypsorku, kunnu ogna sær partabrøv í felagnum. Talan kann verða um føroyskar og útlendskar íleggjarar.

 

Ein av vansunum við tí at skráseta P/F Atlantsflog á virðisbrævamarknaði kann verða, at ein stórur íleggjari hevur minni áhuga í at gera íløgur í eina fyritøku, sum hevur ein stóran spjaddan eigaraskara.

 

Treytir, um felagið verður skrásett á føroyska virðisbrævamarknaðinum

Tá ein fyritøka skal skráseta partabrøv á marknaðinum, skal hon lúka ávísar treytir um stødd og spjaðing við virðisbrøvum. Fyritøkur kunnu annaðhvørt verða skrásettar á løggilda marknaðinum ella á virðisbrævaskálanum. Virðisbrævaskálin er tann størri marknaðurin, sum lýkur ES-krøv. Løggildi marknaðurin setur linari treytir til fyritøkurnar.

 

Fyri at verða skrásett á virðisbrævaskálanum, eitt nú á føroyska virðisbrævamarknaðinum, er fyrsta kravið, at metta marknaðarvirðið á fyritøkuni er minst 60 mió. kr., og at fyritøkan hevur virkað í 3 ár (3 ársroknskaparár). Harumframt skulu í minsta lagi 25% av marknaðarvirðinum ella av partabrævaklassanum, eru partabrøvini býtt í klassar, verða seld smáíleggjarum (generellum).

 

Ein smáíleggjari (generellur)  er ein, sum ikki eigur meir enn 10% av marknaðarvirðinum og ikki er nevndarlimur ella í stjórnini í fyritøkuni. Undantiknir eru eisini teir íleggjarar, sum hava fíggjarligt samband við teir, ið ikki eru smáíleggjarar (generellir), t.e. dóttur- og móðurfeløg teirra, eins og hjúnafelagi, sambúgvi ella ómyndug børn.

 

P/F Atlantsflog lýkur krøvini um marknaðarvirðið, og at felagið hevur virkað í meira enn 3 ár.

 

Føroya Landsstýri eigur 100% av partapeninginum í P/F Atlantsflog. Sum er, lýkur P/F Atlantsflog ikki kravið, nevnt omanfyri, at 300 smáíleggjarar (generellir) eiga minst 25% av fyritøkuni. Tað merkir, at frammanundan einari skráseting á føroyska virðisbrævamarknaðinum skal eitt søluarbeiði verða framt, so P/F Atlantsflog á hesum øki lýkur treytirnar at verða skrásett.

 

Sambært reglunum hjá ICEX ber til at gera tíðaravmarkað undantøk frá  regluni um, at smáíleggjar (generellir) skulu eiga 25%. T.d. seldi íslendska stjórnin bert 15% av partabrøvunum í Landsbanka Íslands og Búnaðarbankanum, tá teir vórðu einskildir, men so var tað ein treyt, at innan 18 mánaðir skuldi parturin hjá teimum smáíleggjarunum (generellum) gerast 25%.

 

Áðrenn P/F Atlantsflog verður skrásett á føroyska virðisbrævamarknaðinum, skal felagið verða lýst í eini verkevnisætlan (prospekti), ið skal geva íleggjarunum greiða mynd av, hvat felagið er vert, og hvussu framtíðarútlitini eru. Almenningurin hevur atgongd til verkevnisætlanina (prospektið).

 

Fyritøkur hava vanliga ein meklara at ráðgeva sær, tá tær skulu skráseta seg á marknaðinum. Ráðgevingin kann bæði fata um at skriva verkevnisætlan (prospekt) og at gera leiðreglur. Síðan verður farið undir eina sølugongd, har meklarin kannar áhugan hjá íleggjarum. Ein ella fleiri meklarar verða settir at standa fyri hesari søluni.

 

Eftir tað, at partabrøvini í fyritøkuni eru seld, og kravið er lokið, at í minsta lagi 25% av fyritøkuni eru hjá 300 smáíleggjarum (generellum), kann fyritøkan verða skrásett. Ein meklarafyritøka, sum er limur á marknaðinum, stendur fyri og hevur endaligu ábyrgdina av, at fyritøkan verður skrásett á virðisbrævamarknaðinum.

 

Eisini eru krøv, sum merkja, at felagið má hava tamarhald á upplýsingum um fyritøkuna. Eitt skrásett felag hevur skyldu beinanvegin at kunna íleggjarar um øll viðurskifti, sum kunnu ávirka prísin á felagnum. Tí er tørvur á at stýra øllum upplýsingum, sum fyritøkan letur almenninginum, fjølmiðlunum ella marknaðinum. Fyri at verja íleggjarar fyri at innaravitan verður misnýtt, hevur felagið skyldu at gera leiðreglur um, hvussu viðkvæmar upplýsingar fara um í felagnum.

 

Tekstboks: Fyrimunir
Fyrimunir hjá eini fyritøku við at lata seg skráseta eru:
- at fáa atgongd til kapital, sum annars ikki slepst til
- fyritøkan verður sjónligari fyri vanliga brúkaran
- leikararnir vita um virðið á fyritøkuni. 
Vansar
Vansar hjá eini fyritøku við at lata seg skráseta eru:
- stórar útreiðslur fyri smá feløg
- meiri umsiting
- minni frælsi 
 
Tað standast bæði fyrimunir og vansar av at skráseta eina fyritøku á einum virðisbrævamarknaði. Her eru nøkur dømi:

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Søluháttur og gjøgnumskygni

Fyri at tryggja øllum pørtum javngóðan møguleika at vísa áhuga og at leggja fram boð, verður ítøkilig ætlan at selja P/F Atlantsflog kunngjørd alment sambært § 5 í leiðreglunum. Hetta verður gjørt fyri at tryggja gjøgnumskygni, tá ið P/F Atlantsflog verður selt.

 

Landsstýrismaðurin kunnar almenningin um gongd og støðu at einskilja P/F Atlantsflog. Landsstýrismaðurin kunnar bæði Einskiljingarnevndina, Føroya Landsstýri, samgonguna og andstøðuna um gongdina í einskiljingararbeiðinum. Somuleiðis verða starvsfólkini í P/F Atlantsflog kunnað um gongdina at einskilja P/F Atlantsflog.

  

Partapeningurin skal verða seldur sambært leiðreglunum at einskilja fyritøkur landsins.

 

Starvsfólkapartabrøv

At nýta starvsfólkapartabrøv gerst alt vanligari í londunum uttan um okkum. Nógvar stórar fyritøkur bjóða starvsfólkinum at keypa partabrøv til lagaligar treytir.

 

Eisini tá einskilt verður, hava stjórnir nýtt starvsfólkapartabrøv. Íslendska stjórnin hevur, tá ið hon hevur einskilt landsins fyritøkur, veitt starvsfólkum lagalig lán til tess, at tey skulu fáa høvi at ogna sær part í fyritøkuni. Íslendska stjórnin hevur lagt seg eftir, at øll starvsfólkini í fyritøkuni, sum skal verða seld, fáa í boði at keypa partabrøv, hvat starv í fyritøkuni tey so hava.

 

Sambært íslendsku einskiljingarnevndini hava starvsfólkapartabrøvini lætt um einskiljingartilgongdina, tí starvsfólkini orsakað av partabrøvunum hava verið við í tilgongdini.

 

Almennar uppgávur

P/F Atlantsflog rekur nakrar uppgávur fyri tað almenna føroyska samfelagið, undir hesum innanoyggja tyrluflúgving og bjargingartænastuna.

 

Tyrluflutningur

P/F Atlantsflog hevur við sáttmála bundið seg til at veita tyrlutænastu sambært teirri til eina og hvørja tíð galdandi ferðaætlan. Veitingin fatar um skipanarliga (operativa) og tøkniliga raksturin/røkt, sum er neyðugt fyri at halda ferðaætlanina, og sum eftirlitsmyndugleikin, Statens Luftfartsvæsen, krevur. Veitingin fatar eisini um flightwatch, avgreiða tyrlupallarnar kring landið, ferðaseðlasølu, o.s.fr. P/F Atlantsflog teknar og rindar allar neyðugar útreiðslur.

 

Føroya Landsstýri letur P/F Atlantsflogi 5 mió. kr. í samsýning um árið fyri at reka tyrlutænastuna. 

 

Galdandi sáttmáli ímillum Føroya Landsstýri og P/F Atlantsflog stavar frá 1996, men nýggjur sáttmáli er ávegis.

 

Bjargingartænasta

P/F Atlantsflog hevur gjørt sáttmála við Fiskimálaráðið (Vaktar- og Bjargingartænastuna) um at røkja bjargingartænastu. Sáttmálin er galdandi til 31. desember 2010. Tó hava báðir partar rætt til í skeiðinum - eina ferð árliga - at biðja um samráðingar til tess at endurskoða sáttmálan. Hevur annar parturin biðið um samráðingar, og partarnir eftir 3 mánaðir ikki eru vorðnir samdir um ein endurskoðaðan sáttmála, kann Fiskimálaráðið annaðhvørt skrivliga siga upp samstarvið við P/F Atlantsflog við 12 mánaða varningi ella krevja, at samstarvið heldur fram. Avger Fiskimálaráðið at halda fram við samstarvinum, hevur P/F Atlantsflog møguleika at halda fram við  sáttmálanum, sum er, ella at krevja eina nýggja árliga samsýning.

 

Undir bjargingartænastu kemur sjúkraflutningur, leitingar og bjargingarflúgving. Hetta verður gjørt í samstarvi við Vaktar- og Bjargingartænastuna og er ein liður í SAR tilbúgvingarætlanini (Search And Rescue). Tyrlan er við í bjargingararbeiði bæði á sjógvi og landi.

 

P/F Atlantsflog hevur eitt innanhýsis bjargingarlið. Regluligar venjingar eru tvær ferðir um mánaðin, so at manningin altíð er væl fyrireikað, um boð eru eftir henni. Vant verður við einum krana í tyrluni, sum kann seta fólk út og taka fólk upp av sjógvi og í bjarglendi.

 

Sum áður nevnt, er sáttmálin við Fiskimálaráðið um bjargingartænastu av í 2010. Fyri at tryggja javnbjóðis møguleikar fyri kapping eigur Føroya Landsstýri at hava eitt alment útbjóðingarumfar at bjóða tænastuna út, tá sáttmálaskeiðið er av. Tað sama er galdandi, tá talan er um tyrluflúgving við ferðafólki og farmi millum oyggjarnar.

 

Dótturfelag

Tyrlutænasturnar hjá P/F Atlantsflog eru skipaðar sum ein deild fyri seg í fyrisitingini. Deildin verður rópt Tyrludeildin.

 

Fyri at fáa meiri gjøgnumskygni ímillum tyrluflutning og aðra flúgving fer landsstýrismaðurin at virka fyri, at tyrludeildin hjá P/F Atlantsflog verður løgd í eitt dótturfelag, áðrenn felagið verður einskilt. Bindingar skulu verða lagdar í bygningsháttin, soleiðis at ein keypari ikki kann umskipa dótturfelagið til eina deild, fyrr enn sáttmálaskeiðið við landið er av.

 

Tilmæli

Landsstýrismaðurin fer at virka fyri, at tyrludeildin hjá P/F Atlantsflog verður løgd í eitt dótturfelag, sum heldur fram at røkja áðurnevndu tænastur fyri landið, eftir tað at felagið er einskilt. Tá sáttmálar, sum nú eru, eru av, verða tænasturnar bodnar út í almennum útbjóðingarumfari.

 

Ognir hjá Føroya Landsstýri

Føroya Landsstýri eigur tyrluna, sum P/F Atlantsflog nýtir til ferðafólkaflúgving, og hangarin, har felagið hevur sítt høvuðssæti.

 

Tyrlan

Føroya Landsstýri eigur tyrluna Textron Bell 212, sum P/F Atlantsflog nýtir til tyrluflutning. P/F Atlantsflog hevur fullan nýtslurætt til tyrluna sambært sáttmála við Føroya Landsstýri. Tyrlan verður í høvuðsheitum nýtt til at flyta ferðafólk og farm sambært ferðaætlanini hjá Strandferðsluni. 

 

Tyrlan varð bygd í 1974 og rúmar 10 ferðafólkum umframt einum skipara og einum stýrimanni.

 

Patria Ostermans Aero AB í Svøríki virðismetti tyrluna. Patria Ostermans Aero AB í Svøríki umboðar Bell í Svøríki. Tyrlan varð virðismett í 2004, og mett varð, at virðið á tyrluni er um 1,4 mió. USD, sum við navnsverdum (áljóðandi) kursi er umleið 8 mió. kr.  

 

Hangarurin

Føroya Landsstýri eigur bygningin á matr. nr. 427 í Sørvági, vanliga nevndur hangarurin. Hangarurin varð bygdur í 1988-89 og er eisini verkstaður, goymsla og umsitingarhølir.

 

Óla Jákup Guttesen, byggifrøðingur, virðismetti hangarin í 2004, og var virðið á bygninginum mett til at vera um 29,2 mió. kr. Landsstýrismaðurin arbeiðir í løtuni við einari nýggjari virðismeting viðvíkjandi hangarinum. Væntandi verður virðismetingin liðug fyrst í mars 2006.

 

P/F Atlantsflog leigar hangarin fyri 200.000 kr. um árið frá Føroya Landsstýri.

  

P/F Atlantsflog hevur við fleiri høvi borið fram tankar um at fáa møguleika at keypa tyrluna hjá landinum, og sum felagið nýtir til at røkja útoyggjaflúgving við. Eisini hevur felagið viljað fingið ognarviðurskiftini í sambandi við hangarin, ið felagið nýtir, løgd í eina fasta legu, sum frálíður.

 

Tilmæli

Í sambandi við at einskilja P/F Atlantsflog fer landsstýrismaðurin at virka fyri, at tyrlan verður skotin inn í P/F Atlantsflog, soleiðis at partapeningurin verður hækkaður við ognarinnskoti (apportinnskoti). Eftir at dótturfelagið er stovnað, verður tyrlan avhendað til dótturfelagið.

 

Hangarurin verður skotin inn í P/F Atlantsflog sum ognarinnskot. Avleiðingin av hesum er, at partapeningur felagsins hækkar.

 

Ummæli

Lógaruppskotið hevur verið til ummælis í einskiljingarbólkinum, einskiljingarnevndini og  politiska fylgibólkinum. Uppskotið hevur verið til viðgerðar hjá samgonguflokkunum og eru tilmælini hjá arbeiðsbólkinum lagað eftir politisku umbønunum. Lógaruppskotið hevur verið til kunning hjá andstøðuni.

 

Kap. 2: Avleiðingar av uppskotinum

 

Fíggjarligar avleiðingar

 

A. Fyri landið

At einskilja P/F Atlantsflog fer at hava við sær, at pengar hjá landinum, sum annars standa bundnir í felagnum, verða loystir. Einskiljingin kann sostatt í fyrsta umfari síggjast sum, at ognirnar eru eitt slag av umlegging yvir í annað. At selja partapeningin í P/F Atlantsflog merkir, at ogn sum partabrøv verða broytt til gjaldføri í peningastovni.

 

Tað er torført at meta um, hvat tað at selja 33% av partapeninginum í P/F Atlatnsflog fer at geva landskassanum í peningi. Viðmerkjast skal, at eginpeningurin í 2004 var 126.145.828 kr.  P/F Atlantsflog hevði 31. desember 2005 ein bókførdan eginpening, sum er  umleið 152.000.000 kr. Harafturat hækkar eginpeningurin samsvarandi partapeninginum, tá hangarurin og tyrlan verða skotin inn í felagið við ognarinnskoti  (apportinnskoti).

 

Viðvíkjandi útreiðslum, sum standast av søluni, so er vanligt at ráðgevar taka umleið 3 %-5% av sølukostnaðinum fyri at fyrireika, avgreiða og ráðgeva í sølutilgongdini.

 

B. Fyri kommunurnar

Uppskotið hevur ongar fíggjarligar avleiðingar fyri kommunurnar.

 

C. Fyri vinnuna

Uppskotið hevur ongar fíggjarligar avleiðingar fyri vinnuna.

 

Umsitingarligar avleiðingar

Uppskotið hevur ongar umsitingarligar avleiðingar.

 

Umhvørvisavleiðingar

Uppskotið hevur ongar umhvørvisavleiðingar.

 

Avleiðingar fyri serstøk øki í landinum

Uppskotið hevur ongar avleiðingar fyri serstøk øki í landinum.

 

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Uppskotið hevur ongar avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur.

 

Sosialar avleiðingar

Uppskotið hevur ongar sosialar avleiðingar.

 

Talva 1: Yvirlit yvir avleiðingar

 

Fyri landið/

landsmyndug-leikar

Fyri kommunalar myndugleikar

Fyri pláss/øki í landinum

Fyri ávísar samfelagsbólkar/ felagsskapir

Fyri vinnuna

Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar avleiðingar

 

 

Nei

Nei

 

 

 

Kap. 3: Viðmerkingar til einstøku lógargreinarnar

 

Til § 1:

Ásetingin heimilar landsstýrismanninum at selja upp til 33% av partapeninginum í P/F Atlantsflog í 2006.

 

Av teimum 33% av partapeninginum í P/F Atlantsflog verða 3% boðin starvsfólkinum í felagnum at keypa. Hini 30% skulu verða boðin út til almenningin.

 

Almenningurin er tað sama sum smáir íleggjarar, sum ikki mugu eiga meiri enn 10% av partapeninginum í felagnum.

 

Ráðgevi fer saman við arbeiðsbólkinum at ráðgeva landsstýrismanninum um treytirnar at selja starvsfólkapartabrøvini. Øll starvsfólkini hjá P/F Atlantsflog skulu fáa í boði at keypa starvsfólkapartabrøv.

 

Í sambandi við søluna av partapeninginum fer landsstýrismaðurin at søkja eftir ráðgeva. Ráðgevauppgávurnar skulu verða bodnar út alment. Arbeiðsbólkurin fyrireikar at bjóða út slíkar uppgávur og ger tilmæli til landsstýrismannin at seta tænastuveitara. Tilmælið verður grundað á innkomin tilboð, har greiði er á tænastuvavi, prísi og treytum annars.

 

Landsstýrismaðurin fer at bjóða ráðgevauppgávurnar út bæði í Føroyum og uttanlands.

 

Ráðgevin skal saman við arbeiðsbólkinum gera verkevnisætlan (prospekt) viðvíkjandi P/F Atlantsflogi. Eisini skal felagið verða virðismett. Ráðgevin skal saman við arbeiðsbólkinum standa fyri at selja felagið. Landsstýrismaðurin tekur av tilboði um sølu eftir tilmæli frá ráðgeva og arbeiðsbólkinum.

 

Landsstýrismaðurin kunnar almenningin um gongd og støðu at einskilja P/F Atlantsflog.

 

Partapeningurin skal í øllum lutum verða seldur sambært leiðreglunum at einskilja fyritøkur landsins.

 

Til § 2:

P/F Atlantsflog skal verða skrásett á føroyska virðisbrævamarknaðinum.

 

Øll partabrøvini í felagnum skulu verða skrásett á virðisbrævakeypsskálanum (fondsbørsinum), sum er tann størri børsurin, sum lýkur ES-krøv.

 

Áðrenn P/F Atlantsflog kann skráseta partabrøvini á marknaðinum, skal felagið lúka ávísar treytir m.a. um stødd og at spjaða virðisbrøv.

 

At verða skrásett á virðisbrævakeypsskálanum (fondsbørsinum), eitt nú á føroyska virðisbrævamarknaðinum, er fyrsta kravið, at metta marknaðarvirðið á fyritøkuni er minst 60 mió. kr., og at hon hevur virkað í 3 ár (3 ársroknskaparár). Harumframt skulu í minsta lagi 25% av marknaðarvirðinum ella av partabrævaklassanum, um partabrøvini eru býtt í klassar, verða seld smáíleggjarum (generellum). 

 

Ein smáíleggjari (generellur)  er ein, sum ikki eigur meir enn 10% av marknaðarvirðinum og ikki er nevndarlimur ella partur í stjórnini í fyritøkuni. Undantiknir eru eisini teir íleggjarar, sum hava fíggjarligt samband við teir, ið ikki eru smáíleggjarar (generellir), t.e. dóttur- og móðurfeløg teirra, eins og hjúnafelagi, sambúgvi ella ómyndug børn.

 

P/F Atlantsflog lýkur nú krøvini um marknaðarvirðið, og at felagið hevur virkað í meira enn 3 ár.

 

Føroya Landsstýri eigur 100% av partapeninginum í P/F Atlantsflog. Sum er, lýkur P/F Atlantsflog ikki krøvini, nevnd eru omanfyri, at 300 smáíleggjarar (generellir) eiga minst 25% av fyritøkuni. Tað merkir, at frammanundan einari skráseting á føroyska virðisbrævamarknaðinum skal eitt søluarbeiði verða framt, so P/F Atlantsflog á hesum øki lýkur treytirnar fyri at verða skrásett.

 

Áðrenn P/F Atlantsflog verður skrásett á føroyska virðisbrævamarknaðinum, skal felagið verða lýst í einari verkevnisætlan (prospekti). Almenningurin hevur atgongd til verkevnisætlanina (prospektið).

 

Ein meklarafyritøka, sum er limur á marknaðinum, stendur fyri og hevur endaligu ábyrgdina av skrásetingini á virðisbrævamarknaðinum.

 

Viðmerkjast skal, at søkt kann verða um undantaksloyvi at skráseta felagið sjálvt, um treytirnar ikki eru loknar. Til dømis kann hugsast, at smáíleggjarar (generellir)  megna ikki at keypa minst 25% av fyritøkuni. Í hesum føri kann marknaðurin veita undantaksloyvi, soleiðis at felagið kann verða skrásett, sjálvt um tað ikki lýkur treytirnar eina ávísa tíð.

 

Landsstýrismaðurin fer, at virka fyri at felagið verður skrásett á virðisbrævamarknaðinum, sum skjótast eftir tað, at upp til 33% av partapeninginum í felagnum er seldur. Viðmerkjast skal, at henda mannagongdin er vanlig.

 

Til § 3

Í sambandi við at einskilja P/F Atlantsflog, verður hangarurin (matr. nr. 427 í Sørvági) skotin inn í felagið, soleiðis at partapeningurin í felagnum hækkar við ognarinnskoti (apportinnskoti). Somuleiðis verður tyrlan (Bell 212) skotin inn í P/F Atlantsflog. Eftir at dótturfelagið, sum skal reka tyrlutænastu, er sett á stovn, verður tyrlan avhendað til dótturfelagið.

 

At partapeningur felagsins hækkar við ognarinnskoti  (apportinnskoti), hækkar samsvarandi um eginpeningin í felagnum.

 

Tyrlan er virðismett til 8 mió. kr., og hangarurin var í 2004 virðismettur til 29,2 mió. kr. Ein nýggj virðismeting viðvíkjandi hangarinum er ávegis, og verður bygt á nýggju metingina.

 

Til § 4

Ætlanin er, at lógin skal koma í gildi, skjótast til ber.

 

Skjal 1: Frágreiðing at einskilja P/F Atlantsflog

 

1. viðgerð 10. mars 2006. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 21. apríl 2006 legði fram soljóðandi

 

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 2. mars 2006, og eftir 1. viðgerð tann 10. mars 2006 er tað beint vinnunevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 27., 30. og 31. mars og 20. apríl 2006.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við umboð fyri P/F Atlantsflog, P/F Faroejet og við landsstýrismannin í vinnumálum.

 

Frá Atlantsflog fekk nevndin avrit av framløgu, ið varð gjøgnumgingin fyri nevndini. Frá Vinnumálaráðnum fekk nevndin avrit av tveimum frágreiðingum, onnur frá Landsbyggifelagnum til Atlantic Airways viðvíkjandi virðismeting av hangarinum og hin viðvíkjandi viðurskiftum viðvíkjandi loyvum og hangarinum.

 

Sambært nýggju virðismetingini av hangarinum er virði á bygninginum, byggibúning og taxivegur íroknað, mett til 43,8 mió. kr. í dagsins prísum. Metingin er gjørd út frá eini kostnaðarmeting av, hvat bygningurin hevði kostað at bygt í dagsprísum. Metingin fyri bygging av nýggjum bygningi er á 49,4 mió. kr. Frádráttur fyri neyðugar ábøtur og fyri slit í 15 ár er 5,6 mió. kr.

 

Uppskotið gevur landsstýrismanninum heimild at hækka partapeningin við í mesta lagi 70 mió. kr. í ognarinnskoti. Nevndin hevur umrøtt spurningin, um upphæddin eigur at verða lækkað til eitt tal, sum samsvarar nýggju virðismetingini av hangarinum og tyrluni. Nevndin heldur tó ikki, at tað er rætt, at Løgtingið leggur seg út í hesar virðismetingarnar og mælir tí heldur til, at lógin fær avmarkað gildi soleiðis, at heimildin at hækka partapeningin ikki verður standandi aftaná, at heimildin at einskilja er farin úr gildi.

 

Nevndin er samd um, at inntøkurnar frá einskiljingini eiga at nýtast til at niðurgjalda landskassaskuld.

 

Samsvarandi hesum setir nevndin fram soljóðandi 

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t

 

§ 4 verður orðað soleiðis: "Lógin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og fer úr gildi tann 31. desember 2006."

 

Ein samd nevnd tekur undir við málinum, og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið við nevndu broytingum.

 

2. viðgerð 26. apríl 2006. Broytingaruppskot frá samdari vinnunevnd til § 4 samtykt 26-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 26-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

 

Á tingfundi 28. apríl 2006 løgdu tingmenninir Henrik Old, Alfred Olsen, Jørgen Niclasen, Heðin Zachariasen, Gerhard Lognberg, Tórbjørn Jacobsen og Heidi Petersen  fram soljóðand

 

Broytingaruppskot 

til 

3. viðgerð

 

Í § 4 verður "2006" broytt til "2007".

                                                                 

Viðmerkingar:

Sambært § 3 skal P/F Atlantsflog skrásetast á føroyska virðisbrævamarknaðinum. Tað er ikki vist, at hetta verður gjørt, áðrenn árið er úti. Fyri at eingin ivi skal vera um, at felagið skal skrásetast, sjálvt um hetta ikki verður gjørt fyrr enn í 2007, so verður gildistíðin fyri lógina longd til árslok 2007.

 

3. viðgerð 28. apríl 2006. Broytingaruppskot frá Henrik Old, Alfred Olsen, Jørgen Niclasen, Heðin Zachariasen, Gerhard Lognberg, Tórbjørn Jacobsen og Heidi Petersen til § 4 samtykt 24-0-0. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, og soleiðis broytt við 3 viðgerð, endaliga samtykt 26-0-0. Málið avgreitt.

 

Ll.nr. 37 frá 09.05.2006