72  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. Nevndarskjøl
F. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
G. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2006, 2. mars, legði Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

 

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt

 

§ 1

 

Í løgtingslóg nr. 67 frá 10. mai 2000 um dagstovnar og dagrøkt verður gjørd henda broyting:

 

Aftan á § 6 verður sett:

§ 6a. Fíggjarligt frípláss, antin fult ella partvíst, kann veitast foreldrum, ið ikki sjálvi megna at rinda útreiðslurnar sambært hesi lóg. Útreiðslur fyri fíggjarligt frípláss verða rindaðar av avvarðandi kommunum.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um fíggjarligt frípláss.”

 

§ 2

 

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2006.


 

Kap. 1. Almennar viðmerkingar 

Orsøk

Heimildin til at veita fíggjarligt frípláss var at finna í § 43 í lovbekendtgørelse nr. 104 af 2. marts 1988 om børneforsorg, sum fór úr gildi 1. januar 2006, tá løgtingslóg nr. 18 frá 8. mars 2005 um barnavernd, kom í gildi.

 

Løgtingslóg um barnavernd gevur einans heimild til at lata sosialt frípláss, og verður mett, at fíggjarligt frípláss eigur at verða heimilað í løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt, av tí at fíggjarlig frípláss verða rindað av avvarðandi kommunum.

 

Fyrrverandi heimild, sambært § 43 í lovbekendtgørelse om børneforsorg, var soljóðandi:

 

§ 43.    Útreiðslur til fyriskipanir eftir hesi lóg og útreiðslur av virkseminum av teimum eftir § 32, stk. 1, góðkendu samdøgursstovnunum, tó ikki útreiðslur til fíggjarligt frípláss, verða goldnar av landskassanum. Útreiðslur til fíggjarlig frípláss verða goldnar av kommununum.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin ger av í ivaføri um ein upphædd kann gjaldast sum barna­verndar­útreiðsla.

Stk. 3. Tann, ið hevur uppihaldsskyldu at einum barni, sum verður sett heimanífrá, verður settur í gjald sambært reglunum í lógini um almenna forsorg.

Stk. 4.  Barnaverndirnar kunnu gjalda útreiðsluna til frípláss sum barnaverndarútreiðsla, antin fult ella partvíst, har foreldur ikki sjálvi kunnu rinda hesar útreiðslur. Lands­stýris­maðurin ásetir nærri reglur um frípláss.

 

Endamál

Endamálið við lógaruppskotinum er at flyta heimildina til fíggjarligt frípláss frá lovbekendtgørelse om børneforsorg, ið fór úr gildi 1. januar 2006, til løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt.

 

Broytingin í løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt hevur við sær, at heimildin at taka avgerð um fíggjarligt frípláss verður givin avvarðandi kommunu. Á henda hátt kunnu kommunurnar sjálvar avgera, hvussu fíggjarligu fríplássini verða umsitin. Kommunurnar kunnu til dømis lata viðkomandi stovnsleiðara, barnaverndini ella sosialu deild í kommununi myndugleikan til at taka avgerð í málum um fíggjarlig frípláss.

 

Sambært § 43, stk. 4 í lovbekendtgørelse om børneforsorg vóru tað barnaverndirnar, ið kundu avgera at rinda útreiðslurnar fyri frípláss sum barnaverndarútreiðslur, antin fult ella partvíst, tá foreldur ikki sjálvi kundu rinda hesar útreiðslur. Við broytingini í hesum lógaruppskoti fáa kommunurnar størri sjálvsavgerðarrætt við atliti til, hvør tær halda hevur besta førleika til at taka tílíkar avgerðir.

 

Sambært § 78 í nýggju barnaverndarlógini, ið kom í gildi 1. januar 2006, er bert heimild fyri fíggjarligum fríplássi, sambært nýggju barnaverndarlógini, í eini skiftistíð. § 78 hevur eina skiftisreglu, ið heimilar, at "kunngerðir og aðrar reglur, sum eru settar í gildi sambært "Lovbekendtgørelse nr. 104 af 2. marts 1988 om børneforsorg", sum seinast broytt við ll. nr. 18 frá 12.03.02, verða verandi í gildi, til tær verða settar úr gildi ella verða avloystar av reglum, givnum við heimild í hesi lóg". Sambært viðmerkingunum til § 78 í lógaruppskotinum um nýggja barnaverndarlóg er kunngerð nr. 6 frá 25.01.1995 um gjaldsreglur fyri dagstovnar og dagrøkt, sum broytt við kunngerð nr. 84 frá 07.10.1999, ein av teimum kunngerðunum, ið framvegis er galdandi, til hon verður avloyst av nýggjum reglum. Í viðmerkingunum verður eisini nevnt, at “ætlanin er skjótast gjørligt at tilevna hesar kunngerðir, men fyri at ávís øki ikki skulu liggja í lógloysi, til nýggju kunngerðirnar eru tilevnaðar, verða galdandi kunngerðir í gildi, til tær verða avloystar av reglum sambært hesi lóg ella settar úr gildi”. 

Ummæli og viðmerkingar

Broytingaruppskotið varð sent til hoyringar hjá Kommunusamskipan Landsins, Føroya Kommunufelagi og Føroya Pedagogfelagi.

 

Føroya Pedagogfelag hevði ongar viðmerkingar.

 

Føroya Kommunufelag og Kommunusamskipan Landsins vóru sum heild væl nøgd við uppskotið, men komu tó við áheitanum um at lata kommunurnar sjálvar áseta nærri reglur um fíggjarligt frípláss.

 

Áheitanirnar frá Føroya Kommunufelagi og Kommunusamskipan Landsins eru ikki gingnar á møti, av tí at við verandi orðing verður øllum borgarum tryggjað somu treytir og møguleikar til at fáa fíggjarligt frípláss. 

 

Kap. 2. Avleiðingarnar av uppskotinum 

Fíggjarligar avleiðingar fyri land og kommunur

Lógaruppskotið er bert ein flytan av heimild, og hevur ongar fíggjarligar avleiðingar við sær.

 

Umsitingarligar avleiðingar fyri land og kommunur

Lógaruppskotið hevur umsitingarligar avleiðingar við sær fyri kommunurnar, ið fáa avgerðarmyndugleikan í málum um fíggjarligt frípláss. Kommunurnar kunnu taka avgerð um, hvør skal hava avgerðarmyndugleikan teirra vegna.

 

Avleiðingar fyri vinnuna

Lógaruppskotið hevur ongar avleiðingar fyri vinnuna.

 

Umhvørvisligar avleiðingar

Lógaruppskotið hevur ongar umhvørvisligar avleiðingar við sær.

 

Avleiðingar fyri serstøk øki í landinum

Eingi øki í landinum fara at kenna avleiðingar av lógaruppskotinum.

 

Sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar og felagsskapir

Lógaruppskotið hevur ongar sosialar avleiðingar við sær fyri ávísar samfelagsbólkar og felagsskapir.

 

Millumtjóða sáttmálar

Eingir millumtjóða sáttmálar eru á økinum.

 

Yvirlit yvir avleiðingar

 

Fyri landið/­landsmyndug­leikar

Fyri
kommunalar
myndugleikar

Fyri
pláss/­øki í
landinum

Fyri ávísar sam­felags­bólkar/­felagsskapir

Fyri
vinnuna

Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar
avleiðingar

Nei

Ja

 

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar

 

 

 

Nei

 

 

 

Kap. 2. Serligar viðmerkingar

 

Til § 1

§ 6a, stk. 1

Møguligt er at veita foreldrum, sum av fíggjarligum ávum ikki megna at rinda útreiðslur fyri dagstovn ella dagrøkt, fult ella partvíst fíggjarligt frípláss.

 

Avvarðandi kommuna rindar útreiðslurnar fyri fíggjarligt frípláss.

 

§ 6a, stk. 2

Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um fíggjarligt frípláss, og verða hesar reglur eftir ætlan ásettar við kunngerð, við støði í kunngerð nr. 6 frá 25. januar 1995 um gjaldsreglur fyri dagstovnar og dagrøkt, sum seinast broytt við kunngerð nr. 84 frá 7. oktober 1999.

 

Til § 2

Lógarinnar gildiskoma verður ásett.

 

1. viðgerð 9. mars 2006. Málið beint í trivnaðarnevndina, sum tann 6. apríl 2006 legði fram soljóðandi

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 2. mars 2006, og eftir 1. viðgerð  9. mars 2006 er tað beint trivnaðarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann  28. og 29. mars og 5. apríl 2006.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í almanna- og heilsumálum og kommunufeløgini.

 

Kommunufelagsskapirnir hava í hoyringsskrivum til lógaruppskotið víst, at útreiðsla fyri fíggjarlig frípláss skal rindast av kommununum, og eiga kommunurnar tí at verða við at gera reglurnar. Hoyringsskrivini eru viðløgd álitinum.

 

Nevndin heldur tað vera neyðugt at áseta í lógina, at reglurnar, sum landsstýrismaðurin ásetir, skulu henda í samráð við kommunurnar. Nevndin setir tí fram soljóðandi  

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t

 

Í § 1 verður §6a, stk. 2 orðað soleiðis:

Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um fíggjarligt fríplásss aftaná at hava ráðført seg við kommunurnar.”

 

Viðmerkingar:

Tað er landsstýrismaðurin, ið ásetir nærri reglur, men fyrst eigur landsstýrismaðurin at hava ráðført seg við kommunurnar.

 

 

Við hesum viðmerkingum tekur ein samd nevnd undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 21. apríl 2006. Broytingaruppskot frá samdari trivnaðarnevnd til § 1 samtykt 23-1-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 23-1-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 27. apríl 2006. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 26-1-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 38 frá 09.05.2006