71  Uppskot til  løgtingslóg um at broyta løgtingslógina um samsýning og eftirløn landsstýrismanna v.m. 

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð
H. Frávik
I. 3. viðgerð
J. Orðaskifti við 3. viðgerð

Ár 2006, 1. mars, legði Jóannes Eidesgaard, løgmaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um at broyta løgtingslóg um samsýning og eftirløn landsstýrismanna v.m.


 

§ 1

 

Í løgtingslóg nr. 10 frá 8. januar 1993 um samsýning og eftirløn landsstýrismanna, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 170 frá 21. desember 2001, verða gjørdar hesar broytingar:

 

1.  Í § 1, stk. 1 verður sum nýtt pkt. 2 sett:

“Løgmaður gongur í starvsviðurskiftum o.ø. annars eftir somu reglum sum landsstýrismenn, sbr. tó stk. 2.”

 

2.  § 3 verður orðað soleiðis:

§ 3. Landsstýrismaður hevur rætt til egineftirløn, tá ið hann hevur verið landsstýrismaður í minsta lagi í eitt ár samanlagt. Eftirlønin verður útgoldin mánaðarliga frammanundan frá 1. í mánaðinum eftir tað, at hann hevur fylt 67 ár, og útgjald eftir § 1 er steðgað, sbr. tó stk. 2.
 

Stk. 2. Er aldurin á landsstýrismanninum og tvær ferðir starvsaldurin á tingi og í landsstýrinum til samans í minsta lagi 95 ár, fær hann eftirløn frá 60 ára aldri eftir somu reglum, sum eru ásettar í stk. 1. Løgmaður kann veita løgmanni ella landsstýrismanni, sum er fráfarin og er fyltur 60 ár, egineftirløn eftir stk. 1, um heilsulig, fíggjarlig ella onnur sosial viðurskifti tala fyri tí.
 

Stk. 3. Hægsta egineftirløn, sum er 60% av eftirlønargevandi lønini í tí lønarflokki, landsstýrismaðurin er samsýntur eftir, verður veitt, tá ið eftirlønaraldurin er 8 ár ella meiri. Hvørt eftirlønaraldursár er uppíroknað útrokningarprosentið soleiðis, at 1.-4. ár telja 9% hvørt, og 5.-8. ár telja 6% hvørt.
 

Stk. 4. Eftirløntum landsstýrismanni, sum er ikki fyltur 67 ár, verður veitt viðbót, sum fyri hvørt eftirlønarárið eftir stk. 3 er 1/8 av viðbótini í § 6, stk. 4 í løgtingslóg um tænastumannaeftirlønir.
 

Stk. 5. Landsstýrismaður, sum bæði hevur verið landsstýrismaður og løgmaður, fær eftirløn sum løgmaður.
 

Stk. 6. Eftirløntur landsstýrismaður, sum aftur tekur sæti í landsstýrinum, fær ikki eftirløn ta tíðina, hann fær samsýning eftir § 1.

 

Stk. 7. Eftirløntur landsstýrismaður, sum tekur sæti á tingi, fær ikki eftirløn ta tíðina, hann fær samsýning sum løgtingsmaður.”

 

3.         § 4 verður orðað soleiðis:

"§ 4. Hjúnafelagi eftir landsstýrismann, sum hevur sitið í landsstýrinum í minsta lagi í 1 ár, hevur rætt til hjúnafelagaeftirløn, sama, um landsstýrismaðurin hevði rætt til egineftirløn ella sat í landsstýrinum, tá ið hann doyði. Treytirnar eru tó, at tey vóru gift:

1.   áðrenn landsstýrismaðurin var 60 ár

2.   meðan landsstýrismaðurin enn var landsstýrismaður og

3.   í meira enn 3 mánaðir fyri tað, at landsstýrismaðurin doyði.

Stk. 1, nr. 3 er ikki galdandi, doyr landsstýrismaðurin av skaðatilburði, meðan hann røkir starvið sum landsstýrismaður.
 

Stk. 2. Hjúnafelagaeftirlønin er 74% av egineftirlønini eftir § 3, stk. 3.
 

Stk. 3. Eftirløntum hjúnafelaga, sum er ikki fyltur 67 ár, verður veitt viðbót, sum fyri hvørt eftirlønarárið eftir § 3, stk. 3 er 1/8 av viðbótini í § 6, stk. 4 í løgtingslóg um tænastumannaeftirløn.
 

Stk. 4. Fer aldurin á deyða hjúnafelaganum, tey árini tó frádrigin, sum hjúnabandið hevur vart, meiri enn 10 ár upp um aldurin á tí, ið eftir situr, verður hjúnafelagaeftirlønin eftir stk. 2 lækkað 2% fyri hvørt ár, munurin fer upp um 10 ár.
 

Stk. 5. Rætturin til hjúnafelagaeftirløn verður ikki ávirkaður av sundurlesing. Hvat viðvíkir rættinum til hjúnafelagaeftirløn, eru hjúnini skild, galda tær reglur, sum ásettar eru í løgtingslóg um tænastumannaeftirlønir.
 

Stk. 6. Hevur hjúnafelagi eftir landsstýrismann eftir reglum omanfyri rætt til fleiri eftirlønir sambært hesi lóg, verður bara tann hægsta eftirlønin útgoldin.”

 

4.         Eftir § 4 verður sett:

§ 4a. Egineftirløn og hjúnafelagaeftirløn eftir hesi lóg verða útgoldnar við teimum avmarkingum, sum eru ásettar í stk. 2 og 3, sama, um landsstýrismaður annars fær løn ella eftirløn úr landskassanum, og hevur tað onga ávirkan á rættin til slíka løn ella eftirløn. Tað sama er galdandi, fær landsstýrismaðurin løn ella eftirløn sum landsins tænastumaður, statstænastumaður, fólkatingsmaður, løgtingsmaður, løgtingsformaður ella frá starvi í eini kommunu, konsessjoneraðum felag, øðrum statsstuðlaðum eftirlønarkassa ella aðrari tænastumannalíknandi eftirlønarskipan.
 

Stk. 2. Hevur landsstýrismaður rætt til egineftirløn sum løgtingsmaður, løgtingsformaður, fólkatingsmaður, borgarstjóri, tænastumaður landsins, statstænastumaður, úr statsstuðlaðum eftirlønarkassa ella aðra tænastumannalíknandi eftirløn, kann egineftirlønin samanlagt ikki fara upp um hægstu egineftirlønina sambært løgtingslóg um tænastumannaeftirlønir. Egineftirlønin úr landsstýrinum verður í slíkum førum lækkað ta upphædd, sum munurin er. Hevur eftirløntur landsstýrismaður lønarinntøku í starvi, sum gevur rætt til eftirløn, sum ásett í pkt. 1, kunnu lønin og eftirlønin samanlagt ikki fara upp um hægstu tænastumannaløn, sum gevur eftirløn. Eftirlønin úr landsstýrinum verður í tí føri lækkað, sum ásett í pkt. 1.

 

Stk. 3. Hevur hjúnafelagin eftir landsstýrismann rætt til hjúnafelagaeftirløn, sum stavar frá, at hjúnafelagin fær eftirløn, tí landsstýrismaðurin hevur verið løgtingsmaður, løgtingsformaður, fólkatingsmaður, tænastumaður landsins, statstænastumaður ella hevur rætt til eftirløn úr statsstuðlaðum eftirlønarkassa ella aðra tænastumannalíknandi eftirløn, kann hjúnafelagaeftirlønin samanlagt ikki fara upp um hægstu hjúnafelagaeftirløn sambært lógini um tænastumenn landsins. Fer eftirlønin samanlagt uppum, verður eftirlønin úr landsstýrinum lækkað ta upphædd, sum munurin er.”

 

5.         Eftir § 4a verður sett:

“§ 4b. Reglurnar í lóg um tænastumannaeftirlønir § 8, smbr. § 2 og § 12, stk. 4 eru eisini galdandi fyri eftirlønir og hjúnafelagaeftirlønir eftir hesi lóg.


Stk. 2. Verður landsstýrismaður óarbeiðsførur, eftir at hann er fráfarin, og fær hann tá rætt til fyritíðarpensjón, verður eftirlønin útgoldin um sama mundið sum fyritíðarpensjónin.”

 

6.         § 5 verður orðað soleiðis:

§ 5. Reglurnar í kapitli 4 í løgtingslóg um tænastumannaeftirlønir um barnaeftirløn og barnaeftirlønarviðbót eru galdandi. Barnaeftirløn og barnaeftirlønarviðbót verða tó ikki goldnar, verða tær frammanundan goldnar eftir tænastumannaeftirlønarlógini, lógini um samsýning og eftirløn løgtingsmanna ella fólkatingsvallógini.”

 

7.         § 6 verður strikað.

 

8.         § 7, stk. 2 verður strikað.

 

9.         Í § 8 verður sett sum stk. 2:

“Stk. 2. Ásetingarnar í § 26 í lóg um tænastumannaeftirlønir um at javna eftirlønir og eftirsitilønir eru eisini galdandi fyri at javna eftirlønir eftir hesi lóg.”

 

10.       § 10 verður orðað soleiðis:

“§ 10. Verður tænastumaður valdur til landsstýrismann, hevur hann rætt til farloyvi úr starvi sínum og missir ikki lønaraldur, um hildið verður, at embætið tolir tað.


Stk 2. Landsstýrismaður hevur rætt til farloyvi í sambandi við barnsburð og ættleiðing eftir reglunum, sum eru galdandi fyri tænastumenn.
 

Stk. 3. Farloyvi eftir stk. 2 ber ikki við sær frádrátt í samsýning eftir § 1, stk. 1, og eftirlønaraldri.”

 

11.       § 11 verður strikað.

 

12.       Sum nýggj § 12a verður sett:

“§ 12a. Fyri undanfarnar landsstýrismenn, sum hava rætt til eftirløn, innan henda lóg kemur í gildi, galda reglurnar í tænastumannalógini § 37 fyri hesar eftirlønir.”

 

§ 2

 

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi fyri landsstýrismenn, sum tóku sæti 15. mai 1998 ella eftir henda dag. Samstundis verður danski teksturin í lógini strikaður.

 

Kap. 1: Almennar viðmerkingar

Við Ll. nr. 12 frá 18. februar í 1999 vórðu eftirlønarviðurskiftini hjá løgtingsmonnum broytt. Undan broytingini kundi løgtingsmaður í mesta lagi fáa 90 % av hægstu eftirlønini í tí lønarflokki, hann var løntur í. Ein annar munur er, at hevur løgtingsmaður eisini vunnið sær rætt til eftirløn sum tænastumaður ella landsstýrismaður, verða eftirlønirnar samanlagdar. Tó er mark sett við, at samanlagt kunnu tær ikki vera hægri enn hægsta egineftirløn, sum tænastumaður hevur rætt til. Í løtuni knappar 31.000 kr. Eisini ber til hjá løgtingsmanni, undir ávísum treytum, at fáa eftirløn, tá ið hann er 60 ár.

Hægsta eftirløn, landsstýrismaður kann vinna sær, er 75% av hægstu eftirløn í tí lønarflokki, hann var løntur í. Hevur hann eisini vunnið sær rætt til eftirløn sum tænastumaður ella løgtingsmaður, hevur hann bara rætt til hægstu eftirlønina.

Broytingarnar í lógini um samsýning og eftirløn løgtingsmanna hava sostatt borið við sær, at skal samsvar vera millum eftirløn hjá løgtingsmonnum og landsstýrismonnum, er neyðugt at broyta lógina um samsýning og eftirløn landsstýrismanna.

Eftirløn løgmans og landsstýrismanna hevur sum heild verið eftir tænastumannaeftirlønarlógini. Talan hevur verið um egineftirløn, hjúnafelagaeftirløn, barnaeftirløn og eftirsitiløn. Egineftirlønin er ásett eftir, hvussu leingi landsstýrismaður hevur havt sæti í landsstýrinum, og hvør samsýningin var, tá ið hann legði frá sær.

Egineftirlønin hevur verið útgoldin frá 1. í mánaðinum eftir, at landsstýrismaður hevur fylt 67 ár. Hann hevur tó ikki fingið eftirløn, hevur hann framvegis fingið samsýning sum landsstýrismaður.

Hjúnafelagi eftir landsstýrismann hevur fingið eftirløn, sum hevur verið partur av eftirlønini, landsstýrismaðurin hevði vunnið sær.

At samsýning og eftirløn løgtingsmanna varð broytt við Ll. nr. 12 frá 18. februar 1999 hevur m.a. borið við sær, at nú ber til hjá løgtingsmanni at vinna sær eftirløn frá fleiri tænastumannasetanum ella tænastumannalíknandi setanum. Eftirlønin kann tó ikki samanlagt fara upp um hægstu egineftirløn sambært løgtingslóg um tænastumannaeftirlønir. Til ber eisini hjá løgtingsmanni at fara frá sum 60 ára gamal undir øðrum treytum enn fyrr, og eisini eftir øðrum treytum enn tænastumenn.

Fyri at samsvar skal vera millum eftirlønarviðurskiftini í lógunum um samsýning løgtingsmanna og samsýning landsstýrismanna, verða ásetingarnar um eftirlønarviðurskiftini hjá landsstýrismonnum broytt, so tey vera lík teimum hjá løgtingsmonnum. Onnur viðurskifti verða ikki broytt í hesum umfari.

Landsstýrismenn verða framvegis eftirløntir eftir meginreglunum í løgtingslóg um tænastumannaeftirløn. Landsstýrismenn fáa eftirløn, tá ið teir hava fylt 67 ár, men kunnu, um heilsuni bilar, fáa eftirløn áðrenn. Somu ásetingar verða brúktar sum fyri tænastumenn. Aftur at tí kunnu teir tó, eins og tingmenn, fáa eftirløn sum 60 ára gamlir eftir øðrum treytum, sí viðmerkingarnar til pkt. 2.

Eftir verandi skipan fáa løgmaður og landsstýrismenn, roknað eftir starvstíð, part av eftirlønini í tí lønarflokki, teir verða samsýntir eftir (ávikavist 40. og 38. lønarflokki hjá tænastumonnum landsins). Henda meginregla verður varðveitt. Eftir galdandi reglum kunnu teir tó ongantíð fáa meiri enn 75% av hægstu eftirløn í tí lønarflokki, teir eru løntir eftir. Eftir broytingarnar verður hægsta eftirløn líka høg sum hægsta eftirløn hjá tænastumonnum landsins.

Tá ið lógin um samsýning løgtingsmanna varð broytt, varð eftirlønarprosentið hjá teimum broytt samstundis. Skotið verður upp, at eftirlønarprosentini hjá løgmanni og landsstýrismonnum verða ásett á sama hátt sum fyri løgtingsformannin. Eftirlønin verður hægri, enn hon er í dag, men hildið verður, at rættast er, at løgmaður og landsstýrismenn hava somu eftirlønarskipan sum løgtingsformaðurin.

Eftir uppskotinum hækka eftirlønirnar í miðal eini 60-70%. Hetta fær tó ikki ávirkan, fyrr enn teir landsstýrismenn og løgmenn, sum tóku sæti í landsstýrinum 15. mai í 1998 ella seinri, fara frá við eftirløn. Viðmerkt skal tó verða, at eftirlønarútreiðslurnar eru nærum tvífalt so stórar, um ein gevst sum 60 ára gamal við somu eftirløn sum tann, ið er 67.

Á fíggjarlógini fyri 2006 eru játtaðar 900.000 kr. til eftirlønir til løgmenn og landsstýrismenn.

 

 

Kap. 2: Avleiðingar av uppskotinum

 

 

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar

Fyri
kommunalar
myndugleikar

Fyri
pláss/øki í
landinum

Fyri
ávísar sam-
felagsbólkar/
felagsskapir

Fyri
vinnuna

Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

ja

Nei

nei

ja

nei

Umsitingarligar
avleiðingar

nei

Nei

nei

nei

nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

nei

Nei

nei

nei

nei

Altjóða avtalur og reglur

nei

Nei

nei

nei

 nei

Sosialar
avleiðingar

 

 

 

 

ja

 

 

 

 

Viðmerkingar til einstøku broytingarnar

 

Til § 1.

ad pkt. 1. § 1, stk. 1, pkt. 2 er innsett, so at ivi skal ikki vera um, at løgmaður hevur somu treytir sum landsstýrismenn, hvat starvsviðurskiftum o.ø. viðvíkur. Skulu bæði landsstýrismenn og løgmaður verða nevndir hvørja ferð, verða orðingarnar fløktar og tungar.

ad pkt. 2. Henda greinin er um eftirlønarrætt hjá løgmanni og landsstýrismonnum. Eftirlønarskipanin er gjørd við grundarlagi í tænastumannaeftirlønini. Meginreglan er, at landsstýrismaður skal hava verið landsstýrismaður í minsta lagi í 1 ár samanlagt, og at eftirlønin verður útgoldin, tá ið hann er 67 ár. Undantak er tó gjørt í § 4b.

Í stk. 2 eru tvey undantøk frá meginregluni um 67 ár. Fyrsta er, at landsstýrismaður kann fáa eftirløn, tá ið hann er 60 ár, um so er, at aldur hansara + tvær ferðir starvsaldurin á tingi og í landsstýrinum er 95 ár ella meira. Dømi um hetta kann vera, at landsstýrismaður er 53 ár, tá ið hann fer úr landsstýrinum. Hann hevur sitið á tingi og í landsstýrinum í til samans 21 ár. Aldur + 2*starvsaldurin = 53 + 2*21 = 95 ár, so hann hevur rætt til eftirløn, tá ið hann verður 60 ár. Hitt undantakið er, at løgmaður kann veita fráfarnum løgmanni ella landsstýrismanni eftirløn, tá ið hann er 60 ár, gera serlig viðurskifti seg galdandi.

Í stk. 3 verður ásett, hvussu løgmaður og landsstýrismaður vinna sær eftirlønaraldur. Eftirlønin er í mesta lagi 60% av lønini, ið gevur eftirløn, í ávikavist 40. og 38. lønarflokki. Tað fær hann, tá ið hann hevur sitið í sessinum í 8 ár ella meira. Eftirlønin verður fyri hvørt árið roknað sum prosentpartur av lønini í ávikavist 40. og 38. lønarflokki. Tey fyrstu fýra árini telja 9% hvørt og tey næstu fýra árini 6% hvørt. Meginreglan er tann sama sum í tænastumannaeftirlønarlógini. Landsstýrismaður hevur vunnið sær fulla eftirløn, tá ið hann hevur sitið í 8 ár. Tað er tað sama, sum hjá løgtingsformanninum. Til samanberingar kann verða nevnt, at eftirlønaraldur hjá tænastumanni skal vera 37 ár, fyri at hann skal fáa fulla eftirløn.

Í stk. 4 er ásett, at landsstýrismaður, sum er yngri enn 67 ár og fær eftirløn, fær ískoyti, sum er 1/8 av grundupphæddini av fólkapensjónini. Hetta kemst av broytingini, sum í 1997 var gjørd í tænastumannaeftirlønarlógini. Samskipanarfrádráttur við sosialar pensjónir var avtikin fyri tænastumannaeftirlønir, og tí vórðu tær lækkaðar. Tað bar við sær, at eftirløntir tænastumenn, yngri enn 67 ár, fingu munandi minni í eftirløn enn áðrenn broytingina, og tí fáa teir ískoyti.

Stk. 5 er tað sama sum § 3, stk. 4 í galdandi lóg.

Í stk. 6. verður ásett, at eftirløntur landsstýrismaður, sum aftur fær sæti í landsstýrinum, missir eftirlønina ta tíðina, hann er løgmaður ella landsstýrismaður.

Í stk. 7. verður ásett, at eftirløntur landsstýrismaður, sum fær sæti á tingi, missir eftirløn ta tíð, hann er tingmaður.

ad pkt. 3. Í hesi grein verður ásett, hvussu hjúnafelagi eftir landsstýrismann fær eftirløn. Sum við sjálvari eftirlønini, verður hon ásett sambært tænastumannaeftirlønarlógini. Fyrsta treyt fyri at fáa eftirlønina er, at talan er um hjún, og at hjúnalagið er komið í lag innan ávísa tíð. Tað er ikki treyt, at landsstýrismaður skal hava fingið eftirløn útgoldna, tá ið hann doyði. Treytin er, at hann hevur vunnið sær rætt til eftirløn, t.e. hevur verið landsstýrismaður í minst eitt ár. Eftirlønin er 74% av eftirlønini, landsstýrismaðurin hevði havt vunnið sær eftir § 3. Var landsstýrismaðurin eftirløntur, tá ið hann doyði, fær hjúnafelagin somuleiðis 74% av eftirlønini.

Í stk. 3 fær hjúnafelagi undir 67 ár somu viðbót sum landsstýrismenn, ið fara frá fyri 67 ára aldur, sí viðmerking til § 3, stk. 4.

Stk. 4 tryggjar, at giftir landsstýrismaður seg ungari konu ella ungum manni, so verður eftirlønin hjá hesum hjúnafelaga skerd nakað, er aldursmunurin sera stórur. Sama regla er galdandi fyri tænastumenn.

Í stk. 6 er ásett, at hjúnafelagi, sum er einkja ella einkjumaður eftir meiri enn ein landsstýrismann, bara fær hægstu eftirlønina.

ad pkt. 4. Her verður ásett, hvørji lønar- og eftirlønarviðurskifti ávirka, og hvørji ikki ávirka rættin til egineftirløn og hjúnafelagaeftirløn. Landsstýrismaður kann vinna sær rætt til eftirløn í fleiri størvum, sum geva rætt til tænastumannaeftirløn, tænastumannalíknandi eftirløn og eftirløn eftir hesi lóg. Reglurnar um hetta eru ásettar í stk. 1.

Í stk. 2 og 3 eru settar avmarkingar fyri, hvussu høgar lønirnar og eftirlønirnar kunnu vera. Landsstýrismaður, sum hevur vunnið sær rætt til eftirløn sum landsstýrismaður, umframt eftirløn í einum ella fleiri av teimum størvum, sum nevnd eru í stk. 2, hevur rætt til eftirløn úr øllum størvum. Tað er tó avmarkað, hvussu høg eftirlønin samanlagt kann vera. Hon kann í mesta lagi vera so høg sum hægsta eftirlønin eftir tænastumannaeftirlønarlógini. Hægsti flokkur hjá tænastumonnum landsins er 40. lønarflokkur, og hægsta eftirlønin í 40. lønarflokki er knappar 31.000 kr. um mánaðin (1.10.2004-stig). Fer eftirlønin samanlagt upp um hetta, verður eftirlønin úr landsstýrinum lækkað. Fær eftirløntur landsstýrismaður løn úr einum av teimum størvum, sum nevnd eru í stk. 2, verður eftirlønin eisini lækkað, fara løn + eftirløn upp um hægstu eftirlønargevandi løn í 40. lønarflokki hjá tænastumonnum landsins, sum er góðar 51.000 kr. um mánaðin (1.10.2004-stig). Hægsta eftirløn, hjúnafelagi eftir landsstýrismann kann fáa, er knappar 23.000 kr. um mánaðin (1.10.2004-stig).

ad pkt. 5. Í hesi grein verður givin heimild til, at landsstýrismaður, um hann verður fyri so ringum løsti í landsstýrisstarvi sínum, at hann verður óarbeiðsførur og tí fær rætt til endurgjald eftir lóg um vanlukkutrygging, fær eftirløn, sum um hann hevði havt sæti í landsstýrinum í meira enn 8 ár. Hetta er ikki galdandi, um løsturin er elvdur av ósketni ella fyllskapi. Hjúnafelagi hevur eisini rætt til hægstu hjúnafelagaeftirløn, um so er, at landsstýrismaður doyr av skaða, hann fær.

Í stk. 2 er ásett, at verður landsstýrismaður óarbeiðsførur, eftir at hann er fráfarin, og tí fær rætt til almenna fyritíðarpensjón, hevur hann rætt til beinanvegin at fáa eftirløn útgoldna. Tá er treytin ikki, at hann skal vera 67 ár.

ad pkt. 6. Í hesi grein er ásett, at reglurnar um barnaeftirløn og barnaeftirlønarískoyti eru eftir somu reglum, sum hjá tænastumonnum. Hevur landsstýrismaður, sum doyr, børn undir 21 ár, fáa børnini barnaeftirløn, sum er um 2.500 kr. um mánaðin (1.10.2004-stig). Eru børnini foreldraleys, er barnaeftirlønin dupult. Fer landsstýrismaður frá við eftirløn og hevur børn undir 21 ár, fær hann barnaeftirlønarískoyti, til børnini verða 21 ár. Barnaeftirlønarískoytið er eisini um 2.500 kr. um mánaðin (1.10.2004-stig).

ad pkt. 7. Samskipanarfrádrátturin, ið var ásettur í § 6, verður strikaður. Hetta kemst av broytingini, sum í 1997 var gjørd í tænastumannaeftirlønarlógini, har samskipanarfrádráttur við sosialar pensjónir var avtikin fyri tænastumannaeftirlønir.

ad pkt. 8. Eftir uppskotinum er í § 3, stk. 1 ásett, hvussu eftirlønirnar verða goldnar. Tí verður henda áseting í galdandi lóg strikað.

ad pkt. 9. Í hesum stykki verður ásett, hvussu eftirlønir, eftirlønarískoyti, viðbótin til eftirløntar løgmenn og landsstýrismenn og hjúnafelagaeftirlønir verða javnað.

ad pkt. 10., stk. 1 er næstan sama orðing sum § 10 í galdandi lóg. Tó er strikað, at tænastumaður, sum verður valdur til landsstýrismann, hevur rætt til farloyvi úr starvi sínum og missir ikki eftirlønaraldur. Eftir § 4a í uppskotinum fær hann nú, við ávísum avmarkingum, útgoldna eftirløn í báðum størvum.

Í stk. 2 og 3 verður ásett, at landsstýrismaður hevur rætt til barnsburðarfarloyvi eftir somu reglum, sum tænastumenn landsins í sambandi við barnsburð og ættleiðing. Hetta merkir, at kvinnuligur løgmaður ella landsstýrismaður fær farloyvi við samsýning í 24 vikur í sambandi við barnsburð og ættleiðing. Mannligur løgmaður og landsstýrismaður kann fáa farloyvi í upp til 14 dagar við ongari samsýning og við ongum missi í eftirlønaraldri.

ad pkt. 11. Ásetingin um, at tíðin, sum undanfarnir landsstýrismenn hava fingið bíðipening sum landsstýrismenn, skal verða frádrigin í eftirlønaraldri, verður strikað fyri teir landsstýrismenn, sum koma undir lógarbroytingina. Hetta verður gjørt fyri at fáa samsvar við lógina um eftirløn til løgtingsmenn.

ad pkt. 12. Lógin er ikki galdandi fyri undanfarnar landsstýrismenn. Hvørki teir, sum fáa eftirløn eftir higartil galdandi lóg, ella teir, sum hava rætt til útsetta eftirløn. Tænastumanneftirlønarlógin varð broytt við gildi frá 1. januar 1997. Eftirlønarútrokningin er nú heilt annarleiðis enn í lógini, sum var galdandi, tá lógin um samsýning og eftirløn landsstýrismanna v.m. varð gjørd í 1993. Tað ber við sær, at eftirlønirnar til løgmenn og landsstýrismenn, sum verða eftirløntir frameftir, fara at minka munandi sum frálíður. Tænstumannaeftirlønirnar minka eisini, men gjørdar eru skiftisreglur fyri hetta. Skotið verður tí upp, at skiftisreglan í § 37 í tænastumannalógini verður galdandi fyri eftirlønir hjá fráfarnum landsstýrismonnum. Tað merkir, at eftirlønin verður tann sama, sum hon er í dag.

ad § 2. Broytingarnar koma í gildi dagin eftir, at lógin er lýst. Broytingarnar eru galdandi fyri løgmenn og landsstýrismenn, sum vórðu valdir í landsstýrið 15. mai í 1998, og teir, sum hava fingið og fara at fáa sæti í landsstýrinum eftir tað. Lógin er tó ikki galdandi fyri løgmenn og landsstýrismenn, sum eru farnir úr landsstýrinum fyri 15. mai í 1998, hvørki teir, sum fáa eftirløn eftir higartil galdandi lóg, ella teir, sum hava rætt til útsetta eftirløn. Ásetingin um 15. mai í 1998 er brúkt, tí tað er sami dagur, sum galdandi er fyri broytingarnar í eftirlønarviðurskiftunum hjá løgtingsmonnum.

1. viðgerð 9. mars 2006. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 2. mai 2006 legði fram soljóðandi

 

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann  1. mars 2006, og eftir 1. viðgerð tann 9. mars er tað beint fíggjarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 16. og 27. mars og 18. og 20 apríl 2006.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í fíggjarmálum og við Duritu Tausen, ráðgeva. 

 

Við uppskotinum verða ásetingarnar um eftirlønarviðurskiftini hjá landsstýrismonnum broytt soleiðis, at samsvar skal verða millum eftirlønarviðurskiftini í lógunum um samsýning løgtingsmanna og samsýning landsstýrismanna. 

 

Ein samd nevnd setir fram soljóðandi  

b r o y t i n g a r u p p s k o t

 

Í § 1, nr. 4 verður í § 4a, stk. 2, 2. og 3. pkt. orðað soleiðis:

“Egineftirlønin úr landsstýrinum verður í slíkum førum lækkað ta upphædd, sum munurin er, tó soleiðis, at hevur landsstýrismaðurin eisini rætt til eftirløn sum løgtingsmaður, verður tann eftirlønin lækkað fyrst. Er egineftirlønin framvegis hægri enn egineftirløn sambært løgtingslóg um tænastumannaeftirlønir, verður egineftirlønin úr landsstýrinum lækkað ta upphædd, sum munurin er tá.”

3. og 4. pkt. verða hereftir 4. og 5. pkt.

 

Viðmerkingar:

Eftirlønin úr Løgtinginum verður fyrst lækkað. Er eftirlønin tá samanlagt framvegis hægri enn hægsta egineftirløn sambært løgtingslóg um tænastumannaeftirlønir, verður egineftirlønin úr landsstýrinum lækkað ta upphædd, sum munurin tá er.” 

 

Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í 4 minnilutar.

 

Ein minniluti (Anfinn Kallsberg og Vilhelm Johannesen) heldur, at uppskotið frá landsstýrinum leggur upp til at síðustilla landsstýrismenn við løgtingsmenn, og at lógaruppskotið hevur somu gildiskomu sum fyri løgtingsmenn, og tí er uppskot landsstýrisins tað mest rættvísa at fremja.

Minnilutin tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja tað. 

 

Ein annar minniluti (Kaj Leo Johannesen  og Lisbeth L. Petersen) setir fram soljóðandi

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t

 

Í § 2 verður orðingin  soljóðandi:

“§ 2. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, hon er kunngjørd, og verður galdandi fyri landsstýrismenn, sum taka sæti í landsstýrinum eftir næsta løgtingsval og frameftir. Samstundis verður danski teksturin í lógini strikaður.”

 

Soleiðis broytt tekur minnilutin undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja tað. 

 

Ein triði minniluti (Páll á Reynatúgvu og Karsten Hansen)  tekur ikki undir við uppskotinum og mælir Løgtinginum til seta eina §25 nevnd, sum við serkønari hjálp ger eitt tilmæli til Løgtingið. Minnilutin tekur ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja tað. 

 

Ein fjórði minniluti (Kári P. Højgaard) hevur hesar viðmerkingar:

 

Samgongan hevur lagt uppskotið fram, uttan at allir flokkar eru hoyrdir í hesum máli.

 

Minnilutin hevur fyrr víst á, at fyrsta broytingin um samsýning og eftirløn landsstýrismanna eigur at verða, at tað ikki skal bera til at fáa løgtings- og landsstýrismannaløn samstundis.

 

Lóggaruppskotið er eitt av nógvum málum, ið eru framløgd so seint í tingsetuni, at møguleikarnir fyri at geva uppskotinum eina góða viðgerð ikki eru til staðar.

 

Stór ósemja tykist eisini at vera um ígildiskomuna, tí er spurningurin, um tað er so átrokandi at fáa hetta málið skundað ígjøgnum, áðrenn tingið fer heim í summarfrí.

 

Minnilutin tekur ikki undir við uppskotinum og heitir á løgmann um at taka málið aftur, ella í øðrum lagi, at Løgtingið fellur uppskotið.

 

2. viðgerð 4. mai 2006. Uppskot um at beina málið aftur í nevnd fall 15-0-16. Broytingaruppskot frá minnilutanum í fíggjarnevndini, Kaj Leo Johannesen og Lisbeth L. Petersen, til § 2 fall 6-0-25. Broytingaruppskot frá samdari fíggjarnevnd til § 1 samtykt 16-2-13. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 16-0-15. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

 

Áheitan frá tingmonnunum Heðin Zachariasen, Óla Breckmann, Jørgen Niclasen, Poul Michelsen, Andrias Petersen, John Johannessen, Henrik Old, Gerhard Lognberg, Sverre Midjord, Vilhelm Johannesen, Alfred Olsen, Rósu Samuelsen, Lisbeth L. Petersen, Kaj Leo Johannesen, Bill Justinussen, Jógvan við Keldu og Olav Enomoto um at gera frávik, sambært § 85 í tingskipanini frá tíðarfreistini millum 2. og 3. viðgerð av tingmáli nr. 71/2005: Uppskot til løgtingslóg um at broyta løgtingslóg um samsýning og eftirløn landsstýrismanna v.m., soleiðis, at málið verður endaliga avgreitt frá tinginum fríggjadagin 5. mai 2006 samtykt 21-0-8.

Á tingfundi 5. mai 2006 løgdu tingmenninir John Johannessen, Bill Justinussen, Jørgen Niclasen og Henrik Old fram soljóðandi

Broytingaruppskot 

til 

3. viðgerð

 

Aftaná § 2 verður sett:

Ҥ 3

Fyri landsstýrismenn, sum hava havt sæti í landsstýrinum eftir 29. juli 1995, og sum ikki aftur taka sæti í landsstýrinum, er reglan í § 3, stk. 5 í løgtingslóg nr. 10 frá 8. januar 1993 um samsýning og eftirløn landsstýrismanna v.m. hvat viðvíkur løgtingsmannaeftirløn ikki galdandi.

Stk. 2 Fyri landsstýrismenn sum hava rætt til eftirløn eftir stk. 1 eru reglurnar í §1, nr. 4, § 4 a, stk. 2 og 3, galdandi frá kunngerðardegnum.”  

 

 

Viðmerkingar:

Í stýrisskipanarlógini, sum kom i gildi á ólavsøku 1995 er ásett, at tingmaður, sum verður landsstýrismaður skal leggja tingsessin frá sær meðan hann situr í landsstýrinum. Hetta hevur fyri nakrar fyrrverandi landsstýrismenn havt ta avleiðing, at teir missa eftirløn bæði í tinginum og landsstýrinum orsakað av regluni í § 3, stk. 5 í galdandi lóg. Tað eru hjá teimum fyrrverandi landsstýrismonnum, sum hava rætt til hægri tingamannaeftirløn enn, meðan teir, sum hava rætt til hægri landsstýrismannaeftirløn eisini hava rætt til løgtingsmannaeftirløn, um teir hava ella hava havt sæti á tingið eftir 1. mars 1999, tá lógin um samsýning og eftirløn løgtingsmanna fekk gildi. Við at gera hetta undatak verður hesin ójavni tikin burtur.

Í stk. 2 verður tryggja, at egineftirløn og hjúnafelagseftirløn ikki hann verða hægri enn ávikavíst hægsta egineftirløn ella hjúnafelagseftirløn.

 

3. viðgerð 5. mai 2006. Uppskot frá Annitu á Fríðriksmørk um at beina málið aftur í nevnd fall 11-0-20. Broytingaruppskot frá John Johannessen, Bill Justinussen, Jørgen Niclasen og Henrik Old  til § 1 fall 15-0-16. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 14-6-11. Málið avgreitt.

 

Ll.nr. 65 frá 18.05.2006