68  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at leggja virksemið hjá Postverki Føroya í P/F Postverk Føroya

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð
H. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2006, 2. mars, legði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at leggja virksemið hjá Postverki Føroya í P/F Postverk Føroya


 

§ 1

Í løgtingslóg nr. 76 frá 25. mai 2005 um at leggja virksemið hjá Postverki Føroya í P/F Postverk Føroya, verða gjørdar hesar broytingar:

 

1)        § 1, stk. 3 verður strikað, og innsett verður stk. 3 í § 1: “Stk. 3. P/F Postverk Føroya er bundið til, at økisposthús er í Klaksvík, í Saltangará, á Oyrabakka, í Miðvági, í Tórshavn, í Skopun og á Tvøroyri til 31. desember 2015”.

 

2)        Insett verður stk. 4 í § 1: “Stk. 4. P/F Postverk Føroya er bundið til, at tilknýtt posthús ella postavgreiðsla á avgreiðslustøðum er í Fuglafirði, á Toftum, í Gøtu, á Strondum, á Eiði, í Tórshavn, í Vestmanna, í Kollafirði, í Hvalba, í Vági og í Sørvági til 31. desember 2010.”

 

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

Viðmerkingar til lógaruppskotið

Kap. 1: Almennar viðmerkingar

1.      Endamálið við lógini

Endamálið við lógaruppskotinum er í størri mun at skipa postavgreiðslutænastuna til umstøður og tørv, og at fortreytir í mest møguligan mun verða skaptar fyri lønsemi. Í hesum sambandi verður miðað eftir, at Posttænastan kann varðveitast á sama, líknandi ella betri støði við at gera postavgreiðslutænastuna smidligari.

 

Í løgtingslóg nr. 76 frá 25. mai 2005 um at leggja virksemið hjá Postverki Føroya í P/F Postverk Føroya er ásett, at tað er ein treyt fyri heimildini hjá landsstýrismanninum at leggja virksemið hjá Postverki Føroya í P/F Postverk Føroya, at felagið bindur seg til at hava verandi posthús opin til onnur haldgóð loysn er løgd fyri Løgtingið.

 

Gongdin í Evropa

Gongdin í Evropa, at almennu poststovnarnir verða umskipaðir til partafeløg, hevur økt kravið um lønsemi, og hevur m.a. havt við sær, at onnur sløg av postavgreiðslustøðum verða brúkt enn tey traditionellu posthúsini. Umframt lønsemi leggja postfyritøkurnar við veitingarskyldu seg eftir útreiðsluvirkisføri og viðskiftatørvi. Endamálið er at økja atgongdina til posttænastur til viðskiftafólkini og samstundis at betra lønsemi í postavgreiðslunetinum, heldur enn at skerja netið.

 

Vanligt er at skipa postavgreiðslur í handli ella øðrum tænastustøðum, soleiðis at viðskiftafólkini kunna avgreiða ymisk ørindi um eina leið. Hendan skipan kann vera við til at skapa grundarlag fyri, at eitt nú handlar í bygdum hava størri inntøkugrundarlag. ES-reguleringin á postøkinum er staðfest í Postfyriskipanini[1], sum ásetur, at limalondini skulu skipa savningar- og innlatingarstøð, sum samsvara tørvinum hjá viðskiftafólkunum. Savningarstað verður lýst í grein 2 í fyriskipanini sum fysiskir fasilitetir, heruppí postkassar.

 

Regulering av postavgreiðslunetinum

Land

Krav um at ávíst posthús skal vera varðveitt

Frástøðukrøv

Útgreining

Danmark

Nei, partvíst

Nei

Ásett er við lóg, at verandi postavgreiðslur í býum við millum 2.000 og 5.000 íbúgvum ikki kunna verða niðurlagdar.

Norra

Nei

Nei

Tað er eitt lógarásett krav, at viðskiftafólkini hava nøktandi atgongd til postavgreiðslunetið.

Svøríki

Nei

Nei

Postfyritøkan við veitingarskyldu skal bjóða fram eina landsdekkandi avgreiðslu sum tryggjar, at øll hava atgongd til at taka ímóti og at gera peningaflytingar.

Finland

Nei

Nei

 

Belgia

Nei

Ja

Postfyritøkan við veitingarskyldu hevur møguleikan at tillaga postnetið, men um broytingin hevur við sær, at posthús, sum eru í 5 km frástøðu frá øðrum posthúsi stiengja, skal hetta fráboðast til statin.

Stórabretland

Nei

Ja

Samlað fyri alt landið skulu 95% av viðskiftafólkinum hava minni enn 5 km til eitt posthús.

Týskland

Nei

Ja

Í býum mugu viðskiftafólkini ikki hava longri enn 2 km til eitt posthús, og var tað eitt krav um eitt minsta tal á posthúsum inntil 2005.

Holland

Nei

Nei

Postavgreiðslunetið verður mett við støði í frástøðu og fólkatali. Frástøðan: Í økjum við meiri enn 5.000 íbúgvum í minsta lagi eitt posthús innan fyri ein radius uppá 5 km. Fólkatal: Í økjum við meiri enn 50.000 íbúgvum skal eitt posthús verða afturat fyri hvørjar 50.000 íbúgvar.

Kelda: Álit um framtíðar postpolitikkin í Danmark, Danska Ferðslumálaráðið, desember 2003.

 

Sum tað sæst í talvuni, har lóggávan í stuttum er lýst í ymsum londum í Evropa, er munur á lóggávuni. Summi lond hava yvirskipað endamál uttan nærri regulering, meðan onnur lond hava meginreglur um frástøðu og um postavgreiðslur í mun til fólkatal.

 

Í 1994 vóru 1275 posthús í Danmark. Síðani eru skipaðar postavgreiðslur í handlum og øðrum tænastustøðum, soleiðis at tað vóru 916 postavgreiðslustøð við fullari posttænastu í 2003, harav vóru 339 vanlig posthús rikin av Post Danmark.

 

Sama gongdin er í Norra og Finlandi. Í Norra vóru 2.536 posthús í 1990, meðan samlaða talið á postavgreiðslum var 1.504 í 2003 (harav 1200 postavgreiðslur í handli). 3000 posthús vóru í Finlandi í 1990’unum, meðan samlaða talið av postavgreiðslum var 1339 í 2003, harav vóru 293 posthús og 1046 postavgreiðslur í handli. Í Íslandi eru í dag íalt 94 postavgreiðslustøð, íroknað postavgreiðslur í handli. Umroknað til postavgreiðslustøð í mun til fólkatal hevði samsvarandi tal á postavgreiðslustøðum verið 16 í Føroyum. Tá er hædd ikki tikin fyri, at frástøðan í Íslandi er munandi størri í nógvum førum enn í Føroyum, tí eru 16 postavgreiðslustøð helst nakað høgt sett.

 

33 posthús eru í Føroyum í dag, og skulu hesi verða varðveidd undir sama formi, uttan møguleikar fyri at skipa seg við støði í tørvi og lønsemi, er neyðugt at gjalda fyri hetta, annaðhvørt við beinleiðis stuðulsjáttan til ávísu posthúsini, har lønsemi ikki fæst, ella við at viðskiftafólk gjalda sera høg gjøld fyri posttænastur í sambandi við posthúsini. Í Norra rindar landið fyri ólønsamar veitingarskyldutænastur, heruppií fyri posthús. Viðmerkjast skal, at gjaldið frá Norska statinum til Posten Norge er minkað seinnu árini.

 

Ansað eigur at verða eftir negativum avleiðingum fyri kappingarumhvørvi á postvirksemismarknaðinum, at virksemið hjá P/F Postverki Føroya verður fíggjað á Løgtingsfíggjarlógini. Eitt av endamálunum við Postvirksemislógini er at skapa fortreytir fyri kapping, og merkir hetta m.a., at Postverkið skal virka á vinnuligum grundarlagi. Samstundis eigur eisini at verða ansað eftir, at posttænastugjøldini eru á einum rímiligum støði fyri viðskiftafólkini.

 

Postvirksemislógin gevur landsstýrismanninum heimild til í konsessjón at áleggja loyvishavarum veitingarskyldutænastur eftir grein 6. Umframt veitingarskyldutænasturnar í grein 6, kunnu sertreytir áleggjast konsessjónshavara eftir grein 8. Dentur skal í hesum sambandi verða lagdur á, at eftir grein 8 kunna treytir verða álagdar konsessjónshavanum, sum í avmarkaðan mun ávirkar raksturin negativt. Sambært viðmerkingunum til grein 8 í Postvirksemislógini kann til dømis verða talan um, at flutningur av blindalestri skal vera ókeypis, onnur dømi eru postflutningur millum postverk av egnum posti og postflutningur til og frá krígsfangum o.l.

 

Postavgreiðsluætlanin

Nevndin í P/F Postverki Føroya hevur gjørt uppskot til eina postavgreiðsluætlan. Nevndin ætlar sær at fara til verka við tí endamáli at menna P/F Postverk Føroya sum tænastufyritøku, so hon til eina og hvørja tíð nøktar tørvin hjá brúkaranum. Postavgreiðsluætlanin er løgd hjá sum fylgiskjal til lógaruppskotið.

 

Nú Postverk Føroya er umskipað, og starvsfólkaumboð verða vald í nevndina fyri P/F Postverk Føroya, so vil nevndin fara aftur til hesa postavgreiðsluætlan við tí endamáli at menna tænasturnar kring landið út frá grundnetinum, sum lýst í hesi frágreiðing. Starvsfólkaumboðini eru týdningarmikil í hesum sambandi, tí tey kenna virksemið innanifrá, og tað er av stórum týdningi, tá umrøðast skulu nýggj hugskot til menning.

 

Við tí máli at menna P/F Postverk Føroya í samsvari við ynskjum brúkarans, fer nevndin at royna at útvega nýggjar inntøkumøguleikar og hyggja at alternativum loysnum til víðkan av tænastum, so at avgreiðslutíð og avgreiðsluhættir kunnu gerast høgligari hjá brúkarum kring alt landið.

 

Hetta inniber, at tænasturnar, um nevndin tekur avgerð um tað, kunnu víðkast í økjum út um tað, sum ætlanin sigur. Tær ítøkiligu royndirnar og ætlanirnar hesum viðvíkjandi bíða eftir, at fullmannaða nevndin í P/F Postverki Føroya, eftir umskipan, hevur viðgjørt spurningin meiri nágreiniliga.

 

Grundtænasturnar eru allar vanligar posttænastur: At keypa frímerkir, lata brøv inn og at avgreiða tollfríðar bræva- og pakkasendingar undantikið peningaflytingar.

 

Full posttænasta til privat viðskiftafólk er umframt grundtænasturnar allar vanligar peningaflytingartænastur, bræva- og pakkasendingar, sum eru heftar við tollkrøvum. Aðrar  sertænastur verða eisini avgreiddar.

 

Full posttænasta til vinnulívsviðskiftafólk eru grundposttænastur, full posttænasta til privat viðskiftafólk umframt tænasturnar, sum postverkið veitir í fríðari kapping uttan veitingarskyldu bæði á flutnings- og peningaflutningsøkinum.

 

Postavgreiðslunetið verður skipað í 7 meginøkir kring landið, hvørt við sínum økisposthúsi og økisleiðara, sum hevur ábyrgd av øllum postvirkseminum í økinum. Økisposthúsini hava, har grundarlag er fyri tí, fulla dagliga posttænastu og posttænastu til størri vinnulívsviðskiftafólk.

 

Síðani er ætlanin at hava 12 tilknýtt posthús, sum eru posthús, ið hava fulla dagliga posttænastu eisini til vinnulívsviðskiftafólk. Sertænastur verða avgreiddar í samstarvi við økisposthúsið. Avgreiðslutíðin hjá flestu av hesum posthúsum verður tillagað tørvin og virksemið í økinum. Tó verða einstøk tilknýtt posthús við fullari avgreiðslutíð, har posthúsið fevnir um økir við fleiri meðalstórum bygdum og/ella býum.

 

P/F Postverk Føroya hevur ikki gjørt eina ætlan enn um postavgreiðslur í avgreiðslustøðum eitt nú í handlum ella á øðrum tænastustøðum, heruppií um hvussu nógv avgreiðslustøð talan verður um. Ásetingar eru í sáttmálanum við fakfelagið, sum mugu greiðast. Eftir ætlan skulu avgreiðslur í tænastustøðum  viðføra, at avgreiðslutíðirnar verða longri við meiri málrættaðum tænastum. Sum nevnt aðrastaðni, ætlar nevndin í P/F Postverki Føroya at kanna møguleikarnar at skipa postavgreiðslur í samstarvi við handlar og onnur tænastustøð, sum kunnu koma ístaðin og afturat tilknýttu posthúsunum. Nevndin metir, at postavgreiðslur í handli ella øðrum tænastustaði kunnu verða til fyrimuns fyri viðskiftafólkið, av tí at ymisk ørindi kunna verða avgreidd á sama staði, og at avgreiðslutíðin er munandi longd, umframt kann tað skapa størri grundarlag fyri virkseminum hjá eitt nú handlum á smáplássum.

 

Útoyggjaavgreiðslur verða í Skúvoy, Mykinesi, Hesti, Nólsoy, Fugloy og í Svínoy. Hesi eru minni avgreiðslustøð, sum skulu nøkta tann tørv á postavgreiðslum, sum fólk hava á útoyggj.  Serligar postavgreiðslur verða avgreiddar í samstarvi við økisposthúsini. Hesi avgreiðslustøð hava sítt dagliga samskifti við økisposthúsini. Avgreiðslutíðin hjá útoyggjaavgreiðslunum er uml. 1 tíma 2 til 3 dagar um vikuna.

 

Í útjaðaraøkjunum, sum ikki koma undir útoyggjaavgreiðslurnar, eru avgreiðslupostboð, sum hava fulla posttænastu til privatu viðskiftafólkini. Vinnulívskundar við serligum tørvi á posttænastum verða avgreiddir á økisposthúsinum ella á tilknýttum posthúsi.

 

Ein partur av postavgreiðslunum serliga til vinnulívið verður avgreiddur ígjøgnum internetið. Nevnast kann her útskriving av brøvum, tollviðgerð av postpakkum, keyp av frímerkjum og øðrum postvørum.

 

2.      Ummæli

Uppskotið hevur verið til ummælis hjá Posteftirlitinum og P/F Postverki Føroya.

Viðmerkingarnar frá Posteftirlitinum eru í stuttum, at Posteftirlitið mælir til varsemi, tá tað snýr seg um at áleggja Postverkinum skyldur, ið møguliga ikki eru handilsliga skynsamar og skilagóðar, samstundis sum man tryggjar øllum pørtum av landinum eina nøktandi minstamarkstænastu. Tøkniliga menningin innan samskifti og flutning er í støðugari broyting, og torført er at meta um, hvønn leiklut og innihald posthús fara at hava um 5-10 ár. Um størri ósamsvar verður ímillum handilsligu fyritreytirnar og krøvini til Postverkið, kann hugsast, at Postverkið setur fram krav um viðurlag fyri skylduna. Harumframt vísir Posteftirlitið á, at  ávís búpláss (býir/bygdir) verða nevnd í lógaruppskotinum viðvíkjandi økisposthúsum og tilknýttum posthúsum ella postavgreiðslustøðum, ístaðin mælir Posteftirlitið til at hava breiðari staðarnavnamerking. T.d. vil tað kunna verða sera avmarkandi hjá Postverkinum at skula hava økisposthús í Saltangará og ikki kunna leggja tað á Glyvrum ella í Runavík, ella at tilknýtt posthús er í Gøtugjógv ístaðin fyri í Gøtudali.

 

Viðmerkingarnar frá P/F Postverki Føroya eru, at ásetingin um posthús í løgtingslóg um at leggja virksemið hjá Postverki Føroya í P/F Postverk Føroya er ein óheppin orðing, serliga sæð í mun til framtíðar arbeiðið hjá nýggja partafelagnum at menna tænastuútboðið til tey privatu viðskiftafólkini og vinnulívið kring landið. Vandi er við hesi orðing fyri, at Løgtingið fastheldur ein posthúsbygnað, ið tíðin er farin frá, samstundis sum ásetingin darvar eini menning av tænastuútboðnum á tí einstaka posthúsinum.

 

Nevndin í P/F Postverki Føroya hevur tikið undir við broytingini í ásetingini um posthús í lógaruppskotinum, men  ynskir tó at gera vart við, at sum ávíst í viðmerkingunum til lógaruppskotið, so skerja tær ásetingar, ið eftir hesum uppskoti koma at galda fyri posthúsnetið hjá P/F Postverki Føroya, munandi meira ræðisrættin hjá felagnum at skipa postavgreiðslunetið enn hvat ið er galdandi í okkara grannalondum. Tá til stykkis kemur hevur hetta við sær, at kostnaðurin fyri at veita  posttænastuna kring landið gerst munandi størri, enn neyðugt er fyri at veita eina fullgóða tænastu. Hetta stríðir ímóti endamálinum við lógini um umlegging av Postverki Føroya til partafelag, nevniliga at dentur verður lagdur á, at Postverk Føroya verður rikið á handilsligum grundarlagi.

 

Nevndin  er væl nøgd við, at við hesum uppskoti sæst ein endi fyri framman á einari drúgvari og til tíðir tyngjandi politiskari viðgerð av framtíðarkarmunum hjá P/F Postverki Føroya.

 

Kap. 2: Avleiðingar av uppskotinum

 

1. Fíggjarligar avleiðingar fyri land og kommunur

 

A. Fyri landið
Uppskotið hevur ongar fíggjarligar avleiðingar fyri landið.

 

B. Fyri kommunurnar

Uppskotið hevur ongar fíggjarligar avleiðingar fyri kommunurnar.

 

2. Umsitingarligar avleiðingar fyri land og kommunur

 

A. Fyri landið

Lógaruppskotið hevur ongar umsitingarligar avleiðingar fyri landið.

 

B. Fyri kommunur

Lógaruppskotið hevur ongar umsitingarligar avleiðingar fyri kommunur.

 

3. Fíggjarligar avleiðingar fyri vinnuna

Uppskotið hevur ongar fíggjarligar avleiðingar fyri vinnuna.

 

4. Avleiðingar fyri umhvørvið

Uppskotið hevur ongar umhvørvisavleiðingar.

 

5. Serligar fíggjarligar, umsitingarligar ella umhvørvisligar avleiðingar fyri serstøk øki í landinum

Uppskotið hevur ongar serligar fíggjarligar, umsitingarligar ella umhvørvisligar avleiðingar fyri serstøk øki í landinum.

 

6. Sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar/felagsskapir

Uppskotið hevur ongar sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar/felagsskapir.

 

7. Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Uppskotið hevur ongar avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur.

 

8. Sosialar avleiðingar

Uppskotið hevur ongar sosialar avleiðingar.

 

Talva 1: Yvirlit yvir avleiðingar

 

Fyri landið/
landsmyndug-
leikar

Fyri kommunalar myndugleikar

Fyri pláss/øki í landinum

Fyri ávísar samfelagsbólkar/ felagsskapir

Fyri vinnuna

Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar avleiðingar

 

 

Nei

Nei

 

 

Kap. 3: Serligar viðmerkingar


 

 

Til § 1, nr. 1:

Við ásetingini í § 1, nr. 1 verður § 1, stk. 3 í løgtingslóg nr. 76 frá 25. mai 2005 um at leggja virksemið hjá Postverki Føroya í P/F Postverk Føroya strikað, og nýtt stk. 3 innsett, har ásett er, at P/F Postverk Føroya fram til 31. desember 2015 er bundið til at hava økisposthús í Klaksvík, í Saltangará, á Oyrabakka, í Miðvági, í Tórshavn, í Skopun og á Tvøroyri. Postavgreiðslunetið verður sostatt skipað í 7 meginøkir kring landið, hvørt við sínum økisposthúsi og økisleiðara, sum hevur ábyrgd av øllum postvirkseminum í økinum. Økisposthúsini hava, har grundarlag er fyri tí, fulla dagliga posttænastu og posttænastu til størri vinnulívsviðskiftafólk. Full posttænasta til privat viðskiftafólk og til vinnulívskundar er umframt grundtænasturnar allar vanligar peningaflytingartænastur, bræva- og pakkasendingar, sum eru heftar við tollkrøvum. Aðrar  sertænastur verða eisini avgreiddar, afturat tænasturnar, sum postverkið veitir í fríðari kapping uttan veitingarskyldu bæði á flutnings- og peningaflutningsøkinum.

 

Til § 1, nr. 2:

Við ásetingini í § 1, nr. 2 verður sett inn stk. 4 í § 1, har ásett er, at P/F Postverk Føroya fram til 31. desember 2010 er bundið til at hava tilknýtt posthús ella postavgreiðslustøð eitt nú í handli ella øðrum tænastustaði í Fuglafirði, á Toftum, í Gøtu, á Strondum, á Eiði, í Tórshavn, í Vestmanna, í Kollafirði, í Hvalba, í Vági, á Eiði og í Sørvági. Tilknýttu posthúsini ella postavgreiðslurnar hava fulla dagliga posttænastu eisini til vinnulívsviðskiftafólk. Sertænastur verða avgreiddar í samstarvi við økisposthúsið. Avgreiðslutíðin hjá flestu av hesum posthúsum verður tillagað tørvinum og virkseminum í økinum. Tó verða einstøk tilknýtt posthús við fullari avgreiðslutíð, har posthúsið fevnir um økir við fleiri meðalstórum bygdum og/ella býum.

 

Til § 2

Ongar serligar viðmerkingar.

 

Fylgiskjøl

 

Fylgiskjal 1 – Postavgreiðslætlanin

1.1  Yvirlit yvir postavgreiðsluætlanina

1.2  Yvirlit yvir avgreiðslupostboðstænastuna

1.3  Myndir av postavgreiðsluætlanini skipað í økir

1.4  Samlað mynd av postavgreiðsluætlanini

 

Fylgiskjal 2 - Ummæli frá Posteftirlitinum

Fylgiskjal 3 - Ummæli frá P/f Postverki Føroya.


[1] Fyriskipan 97/67/EF frá 15. desember 1997, sum broytt við fyriskipan 2002/39/EF frá 10. juni 2002.

1. viðgerð 17. mars 2006. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 28. apríl 2006 legði fram soljóðandi

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 2. mars 2006, og eftir 1. viðgerð tann 17. mars 2006 er tað beint vinnunevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 3., 20. og 28. apríl 2006.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við umboð fyri P/F Postverk Føroya, umboð fyri Føroya Postfelag og við landsstýrismannin í vinnumálum.

 

Frá landsstýrismanninum hevur nevndin fingið skriv, dagfest 9. mars, har hann heitir á nevndina um at gera eina broyting í uppskotinum soleiðis, at Sandur verður innsett í § 1, nr. 2. Landsstýrismaðurin vísir á, at talan er um eina villu, at Sandur ikki verður nevnt, og vísir í hesum sambandi til fylgiskjal 1, ið er viðlagt uppskotinum.

 

Ein meiriluti í nevndini (Henrik Old, Alfred Olsen, Jørgen Niclasen, Heðin Zachariasen og Gerhard Lognberg) tekur undir við at seta Sand inn í § 1, nr. 2, men mælir harumframt til at seta Sandavág og Leirvík inn.

 

Samsvarandi hesum setir meirilutin fram soljóðandi 

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t

 

Í § 1, nr. 2 verða orðini "og í Sørvági" broytt til "í Sørvági, á Sandi, í Sandavági og í Leirvík".

 

Meirilutin tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið við nevndu broytingum.

 

Henrik Old viðmerkir harumframt, at skal posthúsið í Porkeri steingja, er neyðugt, at tey fáa avgreiðslupostboð ístaðin.

 

Ein minniluti í nevndini (Tórbjørn Jacobsen og Heidi Petersen) vísir á, at tey ikki hava broytt áskoðan til spurningin um at binda felagið til at hava ávís posthús opin. Í løgtingsmáli nr. 70/2004 tók minnilutin undir við uppskotinum hjá landsstýrismanninum, sum ikki innihelt ásetingar um, hvar í landinum P/F Postverk Føroya skal hava postavgreiðslur.

 

Minnilutin er ímóti at seta slík krøv í lógina og tekur tí ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

 

2. viðgerð 3. mai 2006. Broytingaruppskot frá meirilutanum í vinnunevndini, Henrik Old, Alfred Olsen, Jørgen Niclasen, Heðin Zachariasen og Gerhard Lognberg til § 1 samtykt 21-1-6. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 22-0-7. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

 

3. viðgerð 5. mai 2006. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 23-1-7. Málið avgreitt.

Ll.nr. 58 frá 16.05.2006