67  Uppskot til  samtyktar um góðkenning av avtulu um at umsita svartkjaftastovnin í Landnyrðingsatlantshavinum

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð

Ár 2006, 3. mars, legði Jóannes Eidesgaard, løgmaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

samtyktar 

 

Løgtingið góðkennir hjáløgdu avtalu um at umsita svartkjaftastovnin í Landnyrðingsatlantshavinum. 

 

Viðmerkingar
 

Eftir drúgvar samráðingar síðan 2000 um umsitingartiltøk fyri svartkjaft varð endalig avtala undirskrivað tann 16. desember 2005 í Oslo millum strandarlondini Føroyar, ES, Ísland og Noreg. Avtalan gevur Føroyum 26,125% í sín part. Fyri 2006 hava strandarlondini sett eina heildarkvotu á 2 mió. tons. Av hesum eiga Føroyar so tilsamans 522.500 tons.

 

Ásetingarnar í avtaluni, harímillum skipan fyri fleirára umsiting, skipan av fiskiskapi í altjóðasjógvi og onnur viðurskifti verða gjøllari lýst niðanfyri.

 

 

Svartkjaftur í Landnyrðingsatlantshavinum er uppsjóvarfiskastovnur, ið hevur sera stóran búskapar- og samfelagstýdning fyri Føroyar. Svartkjaftur verður brúktur bæði til ídnað og til matna. Ferðingarmynstrið hjá stovninum hevur við sær, at svartkjaftur fæst í føroyskum sjógvi at kalla alt árið.

 

Føroyskur fiskiskapur eftir svartkjafti hevur síðan síðst í nítiárunum ment seg til ein týðandi part av samlaðu veiðini hjá flota okkara. Miðalveiðan hjá føroyskum skipum seinastu trý árini hevur verið góð 300.000 tons, samanborið við eina miðalveiðu á sløk 50.000 tons frá 1980 til 1999. Russar hava leingi og støðugt veitt svartkjaft til matna undir Føroyum, og henda veiða er framvegis ein týðandi partur av fiskiveiðu samstarvinum millum Føroyar og Russland og gevur okkum virðismiklar toskakvotur í Barentshavinum.

 

Noreg og Ísland hava seinastu árini eisini økt munandi um veiðu sína, og samlaða veiðan hjá ES-londunum hevur verið umleið líka stór sum tann føroyska. Noreg hevur serliga økt um fiskiskap sín í altjóðasjógvi. Ísland fór ikki at gagnnýta svartkjaft fyrr enn í 1998, og fiskiskapurin hjá Íslandi er nógv vaksin síðan. Ein orsøk til hetta er, at íslendsk skip hava havt fría atgongd at fiska svartkjaft undir Føroyum sambært avtalu millum Føroyar og Ísland.

 

 

Skjóta menningin í fiskiskapinum sum heild var atvoldin til, at londini tóku upp samráðingar í 2000 til tess at fáa í lag felags umsiting av stovninum. Í fleiri ár mælti ICES til at avmarka heildarveiðuna til uml. 600.000 tons, men tó er hon vaksin úr 672.000 tonsum í 1997 til 2,4 mió. tons í 2004. Eyðsýnt var longu í 1998, at óskipaða støðan ikki var haldgóð. ICES hevur tó seinnu árini broytt ráðgeving sína, av tí at tað hevur víst seg, at stovnurin tolir størri veiðitrýst, enn fyrr varð hildið. Fyri 2005 mælti ICES til at avmarka heildarveiðuna til 1,075 mió. tons og fyri 2006 mælir ICES til 1,5 mió. tons.

 

Síðan 2000 hava strandarlondini havt átjan formligar fundir um, hvussu svartkjafturin eigur at verða umsitin. Størsti trupulleikin í samráðingunum hevur verið tær sera ólíku fatanir av, hvørjar treytir, ið býtið skal byggja á.

 

Undir samráðingunum hevur føroyska samráðingarnevndin áhaldandi víst á, at býtið eigur at byggja á fleiri treytir. Hesar hava verið fiskiskapur, økistilknýti/útbreiðsla, búskapar- og samfelagstýdningur av fiskiskapi (á enskum: dependency), umframt atgongd og íkast til gransking. Í samstarvi við granskarar og vinnulív tók Fiskimálaráðið í 2000 stig til at útgreina búskapar- og samfelagstýdningin av svartkjafti sum verandi ein treyt, ið hevur eins stórt gildi sum eitt nú søguligur fiskiskapur og økistilknýti. Við serligum atliti at hesi treyt, men útfrá øðrum treytum eisini, var grundleggjandi krav føroyinga nakað oman fyri 30%. Ásannandi, at tað var ein samráðingarspurningur, hvussu tær ymsu treytirnar skuldu vigast sínámillum, vísti føroyska sendinevndin kortini støðugt á, at neyðugt var at taka atlit at fleiri viðurskiftum, um semja skuldi fáast í lag.

 

Harafturímóti hildu bæði Noreg og Ísland seg til økistilknýtið sum einasta grundarlag undir krøvum sínum, og ES bygdi sítt krav á søguliga fiskiskap sín árini 1977 til 1997, áðrenn samráðingar vórðu upptiknar. Størsti bágsteinur í samráðingunum var stóra og óvikandi kravið hjá ES um 57% av heildarkvotuni, sama, hvussu fiskiskapurin hevði ment seg síðan 1997. Hetta var støðan heilt fram til 2004.

 

Hetta árið vóru glottar at síggja, tá ið ES segði seg vera til reiðar at slaka munandi í kravi sínum. Men ikki fyrr enn í 2005 kom verulig gongd á samráðingarnar. Hetta hevði lutvíst samband við, at ES nú sýndi góðan semingsvilja, men tað, sum at enda fekk glið á samráðingarnar, var átak hjá vinnuumboðum í ES, Noregi og Íslandi, sum í september 2005 gjørdu sítt egna býtisuppskot, ið tey sendu myndugleikum sínum. Føroyska vinnan kundi ikki góðtaka hetta uppskot, tí hugsaði parturin hjá føroyingum var bert 18%. Men átakið hevði kortini við sær, at kravið hjá ES varð trýst heilt niður á 30%. Hetta var avgerandi fortreyt fyri at fáa eitt varandi býti millum partarnar at ganga upp.

 

Á samráðingarfundi millum strandarlondini í Keypmannahavn um mánaðarskiftið oktober/november 2005 komu partarnar ásamt um endaligt býti, sum gevur Føroyum 26,125%. Síðan vinnuuppskotið varð sett fram í september, høvdu Føroyar verið undir stórum trýsti frá hinum pørtunum um at sættast við ein part millum 20 og 25%. Kortini eydnaðist føroysku samráðingarnevndini at halda býtinum oman fyri 25%. Hóast partur okkara er væl minni enn upprunakravið, varð at enda ásannað, at neyðugt var hjá øllum pørtum at slaka til frama fyri eina varandi felagsloysn, sum ger, at svartkjaftafiskiskapurin nú umsíðir kemur undir skipað viðurskifti.

 

 

Umframt tey fýra strandarlondini, ið hava gjørt sínámillum avtalu, hevur Russland eisini verið við í samráðingartilgongdini eftir serligari innbjóðing, ásannandi tann týdning, sum svartkjafta ­fiski­skapur hevur fyri Russland, tó at tað er ikki viðurkent sum strandarland.

 

Grønland hevur stundum eisini verið umboðað sum strandarland undir samráðingunum, men tá ið endaliga semjan fekst um býtið millum Føroyar, ES, Ísland og Noreg, kravdi Grønland kortini ikki part sum strandarland.

 

 

 

Fundarsemjan (Agreed Record) er í høvuðsheitum formliga tilmælið til avvarðandi myndugleikar hjá strandalondunum og lýsir reglurnar fyri, hvussu avtalan kemur í gildi, og hvussu hon verður uppsøgd.

 

Skjal I í avtaluni ásetir eina heildarkvotu í 2006 á 2 mió. tons og fast setir eitt býti, ið skal vera galdandi so leingi, sum avtalan er í gildi, sama, hvørjar broytingar verða í ásettu heildarkvotuni næstu árini.

 

Umroknað til prosentpartar er býtið hetta:

 

                      Prosentpartur                       Í tonsum 2006

 

Føroyar:         26,125 %                            522.500

ES:                 30,05 %                              610.000

Ísland:            17,63 %                              352.600

Noreg:           25,745 %                            514.900

 

Skjal I, grein 2, ásetir eisini, at hvørt land kann flyta upp til 10% av ófiskaðu kvotu síni í 2006 til 2007. Føroyar tóku ikki undir við hesi áseting, m.a. tí at heildarkvotan fyri 2006 longu er sett í hægra lagi. Harumframt kemur spurningurin um, hvørt endaligu veiðitølini fyri 2006 yvirhøvur verða tøk, tá ið londini skulu semjast um at dagføra avtaluna fyri 2007. Sami trupulleiki við endaligum veiðutølum kann eisini gera seg galdandi í sambandi við grein 3 í Skjali 1. Har verður ásett, at fiskar land meira enn ásetta kvotu í 2006, verður samsvarandi nøgd drigin frá kvotuni hjá hesum landi í 2007. Semja fekst ikki um at strika hesar ásetingar, og ikki var hildið at vera ráðiligt at seta alla avtaluna í váða av hesum. Høvi verður at endurskoða hesar ásetingar, tá ið Skjal I verður dagført fyri 2007.

Skjal II í avtaluni ásetir skipan fyri fleirára umsiting av svartkjaftastovninum. Henda skipan skal tryggja eina langtíðar, burðardygga gagnnýtslu. Av serligum týdningi er ásetingin í grein 4 um, at heildarkvotan verður lækkað við í minsta lagi 100.000 tonsum um árið frá 2007. Við hesum ásanna partarnir, at heildarkvotan á 2 milliónir tons fyri 2006 er væl oman fyri ta nøgd, ið umsitingarskipanin annars skal tryggja - nevniliga at fiskideyðatalið ikki verður hægri enn 0,32% (Fpa), og at gýtingarstovnurin verður hildin oman fyri 2,25 milliónir tons (Bpa), við grundarlagi í seinastu ráðgevingini frá ICES.

 

Víst verður eisini á grein 3 í fundarsemjuni, har mælt verður til at heita á ICES um at meta um, hvørt skipanin fyri fleirára umsiting er í samsvari við fyrivarnisregluna, eins og ásett er í Skjali II. Roknað verður tí við, at fleiráraskipanin verður endurskoðað við støði í metingini hjá ICES, tá ið avtalan verður dagførd aftur fyri 2007.

                                       

Í Skjali 1, grein 4, verður ásett, at strandarlondini kunnu fiska hvør sín part bæði í egnum sjógvi og í altjóðasjógvi.

 

Í Nevndini fyri fiskivinnusamstarv í Landnyrðingsatlantshavinum, NEAFC, verður samtykt, at kvotan í NEAFC-øki í 2006 er tilsamans 253.000 tons (uppskot til samtyktar er hjálagt). Av hesi kvotu fáa Grønland og Russland tillutað hvør sína nøgd av svartkjafti í altjóðasjógvi, ávikavist 10.000 tons og 100.000 tons. NEAFC-kvoturnar hjá Russlandi og Grønlandi verða ásettar umframt heildarkvotuna, ið strandarlondini áseta sær. Kvoturnar hjá Russlandi og Grønlandi í NEAFC-høpi skulu eisini tillagast komandi árini í samsvari við ráðgeving hjá ICES og ætlaðu lækkingina av heildarkvotuni hjá strandarlondunum.

 

Sambært NEAFC-samtyktini verður tað, sum eftir er av kvotuni í NEAFC-øki, býtt millum strandarlondini við avrundaðum tonsatølum, soleiðis at Føroyar fáa 37.000, ES 44.000, Noreg 37.000 og Ísland 25.000 tons. Hetta skal hvørki skiljast sum eitt øðrvísi býti ella ein avmarking av teimum nøgdum, ið strandarlondini kunnu fiska í altjóðasjógvi sambært strandarlandaavtaluni. Víst verður í hesum sambandi til áðurnevnda Skjal 1, grein 4 í avtaluni.

 

 

Í hesi strandarlandaavtalu er einki avrátt um at kunna veiða svartkjaft í øki hjá øðrum avtaluparti, eins og gjørt var í t.d. strandarlandaavtaluni um norðhavssild.

 

Tó hava Føroyar og Noreg tann 5. januar 2006 undirskrivað seravtalu um slíkan fiskiskap, har víst verður beinleiðis til strandarlandaavtaluna. Hendan seravtala er í gildi, so leingi sum strandarlandaavtalan er tað, (seravtala er hjáløgd). Sambært avtaluni kunnu føroyingar fiska 2% av heildarkvotuni hjá strandarlondunum í norskum sjógvi, tó í mesta lagi 30.000 tons. Norðmenn kunnu fiska 4% av heildarkvotuni í føroyskum sjógvi, tó í mesta lagi 60.000 tons.

 

Ójavnvágin í seravtaluni við Noreg skal síggjast í tí høpi, at samsvarandi seravtala um atgongd at fiska makrel hjá hvør øðrum varð undirskrivað millum Føroyar og Noreg, samstundis sum avtalan um atgongd at fiska svartkjaft varð gjørd. Eftir makrelavtaluni kunnu føroyingar fiska tvær ferðir so nógvan makrel í norskum sjógvi, sum norðmenn í føroyskum sjógvi. Tølini eru ávikavist 3% og 1,5% av heildarkvotuni hjá strandarlondunum. Við hesum er gjald fyri atgongd ikki longur partur av sínámillum fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og Noreg.

 

Í sínámillum fiskveiðisamstarvi millum Føroyar og Ísland hava londini frítt at fiska egna svartkjaftakvotu á økinum hjá hvør øðrum. Sama er við norðhavssild. Møguleikin hjá íslendingum at fiska svartkjaft undir Føroyum skal tó setast í samband við semjuna um uppsjóvarveiðu sum heild, har ið føroyingar fáa 30.000 tons av lodnu undir Íslandi. Harumframt kemur botnfiskakvotan á 5.600 tons, ið Føroyar fáa frá Íslandi á hvørjum ári.

 

Tó hava Føroyar undir seinastu samráðingunum við Ísland gjørt greitt, at av tí at áhugin at royna eftir svartkjafti í føroyskum sjógvi er so stórur, verður neyðugt at skipa henda fiskiskap eftir neyvari ásetingum í framtíðini.

 

Í sínámillum avtalu millum Føroyar og ES um fiskiveiðu í 2006, eru partarnir vorðnir samdir um at venda aftur til spurningin um sínámillum atgongd tíðliga í 2006. Hetta er gjørt eftir ynski frá ES.

 

 

Umframt áðurnevndu avtalur um atgongd, eru kvotubýtini av svartkjafti í sínámillum fiskiveiðiavtalum, ið Føroyar hava við onnur lond fyri 2006, hesi:

 

Føroyar/Russland:                Russland fær 160.000 tons í føroyskum sjógvi

Føroyar/ES :                        ES fær 16.000 tons í føroyskum sjógvi, og Føroyar fáa 45.000 tons í ES-sjógvi

Føroyar/Noreg:                    Noreg fær 20.800 tons í føroyskum sjógvi. Føroyar fáa ikki longur svartkjaft í býti við Noreg, men kunnu nú fiska upp til 30.000 tons í norskum øki.

 

Hjáløgd skjøl:

 

1. viðgerð 22. mars 2006. Málið beint í uttanlandsnevndina, sum tann 20. apríl 2006 legði fram soljóðandi

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 3. mars 2006, og eftir 1. viðgerð tann 22. mars 2006 er tað beint uttanlandsnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 5. og 19. apríl 2006.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í fiskivinnumálum.

 

Nevndin fekk upplýst, at tilmælið frá fiskifrøðingunum var at seta kvotuna til 1,5 mió. tons. Semjan setir kvotuna til 2 mió. tons, men soleiðis at man bindur seg til komandi árini at minka kvotuna eftir tilmæli frá fiskifrøðingunum við í minsta lagi 100 tús. tonsum niður til 1,5 mió. tons.

 

Uttanlandsnevndin er samd um, at avtalan eigur at verða endurskoðað, tá kvotan er komin niður á 1,5 mió. tons.

 

Við hesum viðmerkingunum tekur ein samd nevnd undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 26. apríl 2006. Uppskot til samtyktar samtykt 26-0-0. Málið avgreitt.