61  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fast samband um Leirvíksfjørð

A. Upprunauppskot
B. Frávik
C. 1. viðgerð
D. Orðaskifti við 1. viðgerð
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð
H. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2006, 21. februar, legði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fast samband um Leirvíksfjørð

 

§ 1

Í løgtingslóg nr. 33 frá 26. mars 2002 um fast samband um Leirvíksfjørð, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 162 frá 22. desember 2005, verða í § 1, stk. 2, 2. pkt orðini “15. februar” strikað.

 

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

 

Viðmerkingar til lógaruppskotið 

Kap. 1: Almennar viðmerkingar

 

Í verklagslógini fyri fasta sambandinum um Leirvíksfjørð er ásett, at tá neyðugar forkanningar og prosjektering er gjørd, og í seinasta lagi 15. februar 2006, skal landsstýrismaðurin leggja fram uppskot um ein tunnil undir ella eina vegføring framvið Leirvík.

 

Kannaði eru 4 uppskot um veg- og/ella tunnilsføring gjøgnum ella fram við Leirvík:

  1. Senkitunnil oman fyri havnalagið
  2. Vegur niðarlaga í bygdini
  3. Vegur oman fyri bygdina, niðan fyri bygdahúsið
  4. Vegur oman fyri bygdina, oman fyri bygdahúsið

 

Sambært kostnaðarmetingini fyri senkitunnilin, sum teknistovan í Gøtu, COWI og HMP Consult hava gjørt, varð kostnaðurin av 400 m langa tunlinum við vegføring mettur til uml. 147 mió. kr. Óvissan var tó samstundis sett til +/- 27 mió. kr. Skal kostnaðarmetingin gerast við størri vissu, er neyðugt við einum detailprosjekti.

 

Í brævi, sum Vinnumálaráðið fekk 26. januar 2006, meta J&K Petersen og NCC, at ein tunnil kann gerast fyri uml. 87 mió. kr. u/ MVG, við hesum høvuðsfortreytum:

 

NCC og J&K Petersen skriva eisini, at feløgini eru til reiðar at samráðast um ein fastan prís fyri at fremja hesa verkætlan, við støði í einari hjálagdari spesifikasjón.

 

Brævið frá NCC hevur verið sent til ummælis hjá Landsverki, sum m.a. hevur víst á, at kostnaðarmetingin ikki er grundað á eitt prosjekt, og tí er torført at siga, hvat endaligi kostnaðurin verður. Tó skrivar Landsverk, at útreiðslur upp á uml. 9 mió. kr. til keyp og/ella ognartøku av jørð, neystum o.ø. ikki er við í kostnaðarmetingini, og at einki er avsett til eftirlit og óvæntaðar útreiðslur. Hesar útreiðslur eru í tí uppskotinum, sum teknistovan í Gøtu, COWI og HMP consult hava kannað, mettar til uml. 18 mió. kr. Harumframt ger Landsverk vart við nøkur viðurskifti og ivamál, sum mugu kannast nærri, áðrenn nøkur niðurstøða kann gerast um verkætlanina og kostnaðin av henni.

 

Av tí, at politiskt ynski er um, at nýggja loysnin hjá NCC og J&K Petersen verður kannað nærri, so grundarlagið fyri at taka støðu til, hvør verkætlan skal fremjast, verður betri, verður skotið upp, at framløgufreistin 15. februar verður strikað.

 

Landsverk hevur mett, at slíkar kanningar kunnu taka 3-6 mánaðir, men tað er torført at siga við vissu.

 

Av tí, at tað er torført at siga við vissu, hvussu langa tíð slíkar kanningar koma at taka, verður eingin nýggj tíðarfreist ásett í lógini. Ætlanin er tó at gera kanningarnar so skjótt sum møguligt, so uppskot kann leggjast fyri Løgtingið.

 

Ummæli

Uppskotið hevur ikki verið til ummælis.

 

Kap. 2: Avleiðingar av uppskotinum

 

Fíggjarligar avleiðingar

 

A. Fyri landið

Tað er torført at meta um kostnaðin av at kanna tunnilsuppskotið hjá NCC, men um eksternur ráðgevi skal gera hesar kanningarnar, kann prísurin við fyrivarni gerast uml. 1 mió. kr. Av tí at einki prosjekt er gjørt, er torført at siga júst, hvussu kanningarnar kunnu gerast.

 

Ætlandi verður eykajáttan løgd fyri Løgtingið um fígging til hesar kanningar.

 

B. Fyri kommunurnar

 

Uppskotið hevur ongar fíggjarligar avleiðingar fyri kommununar.

 

C. Fyri vinnuna

 

Uppskotið hevur smávegis positivar fíggjarligar avleiðingar fyri vinnuna.

 

Umsitingarligar avleiðingar

Uppskotið hevur lítlar ella ongar umsitingarligar avleiðingar.

 

Umhvørvisavleiðingar

Uppskotið hevur ta avleiðing fyri Leirvík, at tað verður longri, áðrenn farast kann undir arbeiðið at gera nýggja veg- og/ella tunnilsføring í Leirvík, og tí má ferðslan til og frá Norðoyatunlinum koyra enn longri tíðarskeið eftir verandi vegum gjøgnum Leirvíkar bygd.

 

Avleiðingar fyri serstøk øki í landinum

Sí tað, sum er skrivað undir 3.

 

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Uppskotið hevur ongar avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur.

 

Sosialar avleiðingar

Uppskotið hevur ongar sosialar avleiðingar.

 

Talva 1: Yvirlit yvir avleiðingar

 

Fyri landið/

landsmyndug-leikar

Fyri kommunalar myndugleikar

Fyri pláss/øki í landinum

Fyri ávísar samfelagsbólkar/ felagsskapir

Fyri vinnuna

Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Ja

Umsitingarligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar avleiðingar

Nei

Nei

Ja

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar avleiðingar

 

 

Nei

Nei

 

 

 

Kap. 3: Viðmerkingar til einstøku lógargreinarnar

 

Til § 1:

 

Skotið verður upp at strika verandi freist (15. februar) at leggja fram uppskot til verklagslóg fyri vegføring við Leirvík. Í broytta lógartekstinum verður tí ásett, at landsstýrismaðurin, tá neyðugar forkanningar og prosjektering er gjørd, í seinasta lagi í 2006 skal leggja fram uppskot til løgtingslóg um tunnil undir ella vegføring fram við Leirvík.

 

 Frávik
Hesir tingmenn heita á Løgtingið um í hesum málið at gera frávik sbr. § 85 í tingskipanini á øllum viðgerðarstigum

 

Alfred Olsen Lisbeth L. Petersen Poul Michelsen Heðin Zachariasen
Vilhelm Johannesen Marjus Dam Jørgen Niclasen Kaj Leo Johannesen
Bill Justinussen Jógvan við Keldu Andrias Petersen John Johannessen
Henrik Old Gerhard Lognberg Kristian Magnussen Óli Breckmann
Jenis av Rana Kári P. Højgaard    

Samtykt 21-0-7.

1. viðgerð 22. februar 2006. Tingmálini nr. 61 og 1-9/2005 vórðu viðgjørd undir einum. Hetta málið beint í vinnunevndina, sum tann 23. februar 2006 legði fram soljóðandi

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 17. februar 2006, og eftir 1. viðgerð tann 22. februar 2006 er tað beint vinnunevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 23. februar 2006.

 

Nevndin hevur undir viðgerðini býtt seg í tríggjar minnilutar.

 

Ein minniluti (Henrik Old, Alfred Olsen og Gerhard Lognberg) tekur undir við uppskotinum um, at freistin verður útsett. Landsstýrismaðurin upplýsti undir 1. viðgerð av málinum, at tað fór at taka 6 vikur at kanna uppskot frá privatari fyritøku um at gera lokrennu oman fyri havnalagið í Leirvík.  Minnilutin heldur, at landsstýrismaðurin eigur at leggja fram uppskot til endaliga loysn av málinum við samsvarandi freist. Við støði í hesum setir minnilutin fram soljóðandi

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t

 

§ 1 verður orðað soleiðis: Í løgtingslóg nr. 33. frá 26. mars 2002 um fast samband um Leirvíksfjørð, sum seinast  broytt við løgtinslóg nr. 162 frá 22. desember 2005, verða í § 1, stk. 2, 2. pkt. orðini “15. februar” broytt til “4. apríl” 

 

Ein annar minniluti (Jørgen Niclasen og Heðin Zachariasen) heldur, at tað við atliti til borgararnar í Leirvík er neyðugt, at endalig avgerð verður tikin í málinum, áðrenn Norðoyatunnilin verður latin upp, og mælir tí frá at samtykkja uppskotið.

 

Ein triðji minniluti (Heidi Petersen og Tórbjørn Jacobsen) mælir frá at samtykkja uppskotið.

 

2. viðgerð 23. februar 2006. Broytingaruppskot frá Henrik Old, Alfred Olsen og Gerhard Lognberg til § 1 samtykt 16-0-15. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 16-0-15. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 23. februar 2006. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 16-0-15. Málið avgreitt.

Ll.nr. 7 frá 27.02.2006