60  Uppskot til  løgtingslóg um altjóða menningarsamstarv

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. Nevndarskjøl
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð
H. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2006, 21. februar, legði Jóannes Eidesgaard, løgmaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um altjóða menningarsamstarv

 

§ 1. Endamálið við altjóða menningarsamstarvi er at stuðla myndugleikum í menningarlondum í stremban teirra fyri búskaparvøkstri og við hesum at tryggja sosial framstig og politiska sjálvræði teirra í samsvari við grundleggjandi samtyktir Sameindu Tjóða. Eisini skal miðast ímóti at stuðla myndugleikunum at skipa eina haldgóða fyrisiting og at økja um mentanarliga og vinnuliga samskiftið, so at felagsskapur verður millum Føroyar og avvarðandi menningarlond.

 

§ 2. Landsstýrismaðurin kann seta í verk samstarvsverkætlanir við stjórnir í menningarlondum, stovnar teirra, stjórnarfelagsskapir ella ikki-stjórnarfelagsskapir, ið virka í londunum.

Stk. 2. Tílíkar verkætlanir kunnu fevna um fíggjarligan stuðul og fakligt samstarv, heruppií at senda starvsfólk til menningarlond. Verkætlanirnar skulu hava eitt greitt menningarinnihald, bæði tá ið talan er um fakligt samstarv og fíggjarligan stuðul.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir neyvari skipanir og reglur fyri starvsfólk, ið verða send til menningarlond.

 

§ 3. Landsstýrismaðurin eigur at virka fyri øktum vinnuligum sambondum við menningarlond og skal kunna almenning, fyritøkur og stovnar her á landi um virki sítt.

 

§ 4. Ein ráðgevandi nevnd fyri altjóða menningarsamstarv verður skipað. Nevndin skal ráðgeva landsstýrismanninum í at fremja hesa lóg í verki.

Stk. 2. Nevndin hevur formann og fýra limir, ið landsstýrismaðurin tilnevnir fyri eitt fýra ára skeið eftir tilmæli frá Menningarstovuni.

Stk. 3. Nevndin skal gera árliga frágreiðing um virksemi sítt.

Stk. 4. Landsstýrismaðurin ger fyriskipan fyri virksemi nevndarinnar.

 

§ 5. Landsstýrismaðurin ásetir neyvari reglur fyri fakligum samstarvi, og hvussu veittur verður fíggjarligur stuðul sambært grein 2.

 

§ 6. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

Kap. 1: Almennar viðmerkingar

 

Umsiting av menningarhjálp higartil

Síðan fyrst í nítiárunum hava verið játtaðar um 200.000 krónur á fíggjarlógini til menningarsamstarv. Í 2001 varð játtanin hækkað til 300.000 krónur. Men harafturat var bæði í 1999 og 2002 við fíggjarnevndarskjali játtað at geva ávikavist 2,5 og 2,7 milliónir afturat í bráðfeingishjálp. Bæði í 2002 og 2003 er størsti parturin av játtanini latin ST-felagsskapinum World Food Programme.

 

Menningarstuðulin er í flestu førum játtaður til lutfalsliga stórar verkætlanir. Samanumtikið hava tó fleiri teirra verið heldur trúboðara- og neyðhjálparkendar í mun til tað, sum onnur lond skilmarka sum menningarsamstarv. Tó hevur onki lógarverk ella reglur verið fyri, hvussu stuðulin hevur verið veittur, og hetta hevur í fleiri ár verið ein afturvendandi trupulleiki.

 

Tað reingist ikki, at Føroyar eru væl fyri í altjóðahøpi, og at vit hava góð kor afturímóti øðrum londum, har fólki tørvar hjálp. Føroyar eru millum tey lond, sum kunnu veita hesa hjálp, umframt at okkara vælvirkandi samfelag kann gagna tilafturskomnu londunum við vitan og royndum.

 

Henda sannroynd hevur ført til, at Løgtingið í 2004 gjørdi av at játta 2,7 milliónir um árið til altjóða menningarsamstarv, umframt at gera neyðuga lóggávu á økinum.

 

Løgtingið vil við hesum staðfesta, at Føroyar hava medábyrgd í heimssamfelagnum og eiga at geva sítt íkast til at betra um lívskorini í fátæku londunum. Við at seta fólk til burturav at taka sær av at skipa ein politikk á økinum, vísir Løgtingið eisini vilja til at seta sær langtíðarmál. Hetta er samstundis ein staðfesting av, at í veruliga hugtakinum fyri menningarsamstarv býr eisini hugtakið “vinningur”. Verkætlanir í menningarlondum koma sostatt eisini gevaralondunum til góðar við øktum samskifti, heruppií samhandli. Altjóða menningarsamstarv er eisini ein háttur at marknaðarføra eitt land, til tess at altjóða støða landsins verður viðurkend og vird.

 

Rákið í altjóða menningarsamstarvi

Miðskeiðis í sjeytiárunum samtykti aðalfundur Sameindu Tjóða, at hjálpin til menningarlond treytaleyst átti at verið økt til 0,7% av bruttotjóðarúrtøkuni hjá øllum ídnaðarlondum. Ídnaðarlond náddu tó ongantíð hesum máli, Norðurlond tó undantikin.

 

Til fyri kortum varð tosað um menningarhjálp (stuðul til menningarlond), og at tey ríku sendu teimum fátæku pening. Nú verður hetta kallað menningarsamstarv, tí at tað snýr seg meira um samstarv enn um at geva pening. Samstarv millum stjórnir, økismyndugleikar, altjóða og einskildar stovnar og einstaklingar. Tað snýr seg ikki um olmussu, men um sínámillum vælgerð og um rættin hjá fólki at sleppa burtur úr fátækradømi.

 

Vit skriva 2006, nú Føroyar hava sett altjóða menningarsamstarv á politisku dagsskránna. Grannalond okkara hava verið virkin á hesum øki seinastu fjórðingsøldina og hava ognað sær nógva vitan og virðismiklar royndir. Vitan og royndir, sum vit hava skyldu at taka til okkara, so at vit fara fram á rættan hátt og ikki gera somu mistøk, sum onnur longu hava gjørt.

 

Ein av týdningarmestu royndunum hjá hesum londum er, at menning kemur ikki uttanífrá. Drívmegin má koma frá hvørjum einstakum menningarlandi og tess stjórn, myndugleikum, vinnulívi og einstaklingum, ið berjast ímóti fátækradømi. Umheimurin kann stuðla hesum setningi m.a. við altjóða menningarsamstarvi.

 

Menning gerst veruleiki, tá ið frælsi, vælferð og sjálvsvirði hjá tí einstaka økist í samspæli við burðardyggan og rættvísan búskaparvøkstur. Fyri at røkka hesum krevst, at fátæk kunnu hava ábyrgd av sínum lívi og taka lut í politiska, sosiala og búskaparliga arbeiðinum.

 

 

Menningarpolitikkur í grannalondunum

Broytti hugburðurin at samstarva heldur enn einans at stuðla, hevur borið við sær, at størstu gevaralondini, (eitt nú tey skandinavisku londini), nú oftast arbeiða innan ávís øki og geva beinleiðis stuðul til fíggjarlógina í samstarvi við stjórnina í móttakaralandinum. Soleiðis verður hjálp latin til at styrkja almenna bygnaðin sum heild, og ráðgeving og fíggjarligur stuðul verður latin til at umsita t.d. ávís øki innan heilsu ella fiskivinnu, ístaðin fyri til einstakar verkætlanir sum fyrr. Fyrimunurin við hesum er, at størri ábyrgd verður løgd á myndugleikarnar í móttakara-landinum, umframt at tað krevur minni umsitingarliga orku frá gevaralandinum at fylgja við gongdini í verkætlanunum. Hinvegin er vansin, at nógv verri er at siga nágreiniliga, hvagar peningurin er farin.

 

Ísland hevur verið virkið innan altjóða menningarsamstarv í eini 15 ár. Landið hevur valt ein nakað øðrvísi leist enn hini Norðurlondini og stuðlar fyrst og fremst ítøkiligum verkætlanum, serliga innan fiskivinnu, men eisini innan heilsu- og útbúgvingarøkið. Ísland er framvegis eitt lítið gevaraland, og mett verður, at avmarkaði stuðulin ger best mun í ítøkiligum og avmarkaðum verkætlanum á økjum, har íslendingar hava vitan at lata frá sær.

 

 

Hvønn leist velja Føroyar

Upphæddin er ikki stór, ið avsett er til menningarsamstarv, og tí er neyðugt at fara sera skynsamliga og miðvíst fram, fyri at peningurin skal gera mun. Við tí avmarkaðu orku, bæði peningaliga og fyrisitingarliga, vit hava á hesum øki, ber ikki til at fylgja sama politikki sum stóru gevaralondini. Hildið verður, at rættast er at brúka nøkulunda sama leist sum Ísland.

 

Tað er tó alneyðugt at gera sær greitt, at tolin trívst, tá ið av álvara verður farið undir altjóða menningarsamstarv. Vit mugu arbeiða við einum veruleikakendum hugburði, og munagóð úrslit fáast ikki eftir einum degi. Tí er skeivt at halda, at um fyrsta verkætlanin ikki er væleydnað, so hava vit spilt burtur pening og orku, og at tað ikki loysir seg at royna aftur. Tí eins og vit hava ávísa vitan og førleikar at lata einum menningarlandi, so skulu vit sjálvi í tí tilgongdini læra og gera okkara egnu royndir. Ongin ivi er um, at tað er sera torført at stýra millum skerini á hesum nýggja øki, og tí skulu vit vænta, at vit onkuntíð bera við og fáa onkran snuddin.

 

Vit mugu vera fyrireikað til at geva hesum arbeiði ta tíð, tað krevur, og somuleiðis tryggja støðugar karmar fyri einum langtíðar menningarpolitikki. Føroyar noyðast at seta sær einføld og greið mál fyri okkara altjóða menningarsamstarvi. Í samsvari við altjóða viðurkendar endamálsorðingar fyri menningarsamstarv, skal aðalendamálið hjá okkum eisini vera at bøta um livistøðið í teimum samfeløgum, vit fara at samstarva við. At føroyska samfelagið eisini kann fáa nógvan lærdóm og neyðugar royndir við at átaka sær størri altjóða leiklut og ábyrgd, er uppaftur ein eyðsýndur fyrimunur við slíkum samstarvi.


 

Valdi leisturin er ein byrjan til lærdóm

Landsstýrið hevur hildið tað verið rætt at samstarva við eittans land í fyrstu syftu. Eitt land, ið hevur tørv á okkara vitan og royndum, soleiðis at menningarsamstarvið kann gera veruligan mun. Sum kunnugt hevur Landsstýrið arbeitt við Peru sum fyrsta samstarvslandi á menningarøkinum, og arbeitt hevur verið við at seta eina ítøkiliga verkætlan í gongd.

 

Hesa tíðina er vorðið Landsstýrinum greitt, at tað er sera torført og vandamikið at standa sum einsamallur luttakari í einari verkætlan. Meðan vit enn hava so lítlar royndir á økinum, eiga vit at leggja okkum eftir at fáa eitt tætt samstarv við annan útlendskan menningarstovn, ið hevur royndir við menningarsamstarvi í viðkomandi menningarlandi. Hugsast kann, at Føroyar seta sjøtul á við at stuðla partar av verkætlanum hjá øðrum útlendskum menningarstovni, og soleiðis byggja upp egnar royndir við at velja út, seta í verk, fylgja og eftirmeta verkætlanir. Tí verður dentur lagdur á at fáa í lag samstarv við annan útlendskan menningarstovn, sum virkar í samstarvslandinum.

 

Umframt hesi átøk verður arbeitt við at fáa í lag rammusáttmála millum Føroyar og stjórnina í Peru. Hetta, tí tað eru nógv viðurskifti millum londini, ið tala fyri einum skilagóðum samstarvi, og sum kunnu skapa munandi virðir fyri londini bæði.

 

Útfrá hesum verður mett, at við at koma í gongd, og helst í samstarvi við onnur, fáast ítøkiligar royndir, sum gera Landsstýrið betur ført fyri at skapa ein støðufastan politikk á økinum. Tí er lógaruppskotið, ið her fyriliggur, merkt av, at Landsstýrið júst er farið undir hetta nýggja økið, og hevur fáar royndir og avmarkaða vitan um, hvussu tað skal umsitast í framtíðini. Tí er væntandi, at lógin verður endurskoðað um eini 2-3 ár.

 

Hetta lógaruppskot hevur verið til ummælis hjá fólki, ið Landsstýrið metir hevur fakligt innlit í hesi viðurskifti.


Kap. 2: Avleiðingarnar av uppskotinum

 

Fíggjarligu avleiðingarnar av uppskotinum eru tær, ið Løgtingið ásetir í fíggjarløgtingslóg á hvørjum ári.

 

Umsitingarliga hevur lógaruppskotið við sær, at eitt fólk burturav er sett at taka sær av at gera mannagongdir og reglugerðir fyri at útinna politikkin á økinum. Harumframt verður neyðugt at brúka ein part av játtanini til eina fasta umboðan í samstarvslandinum, tí tað er har, ið veruliga menningarsamstarvið fer fram. Í fyrstu atløgu er talan um, at Landsstýrið keypir sær ráðgeving, ið stendur fyri at umboða Landsstýrisins áhugamál í samstarvslandinum. Hetta verður gjørt til ein møgulig meirjáttan kann geva okkum fast umboð á staðnum.

 

Viðvíkjandi upphæddini, ið avsett er til menningarsamstarv, mælir ST ídnaðarlondum til at gjalda 0,7 % av BTÚ til altjóða menningarsamstarv. Veruliga talið er tó bert 0,25 % í meðal. Í teimum sokallaðu 2015 málunum hjá ST verður sagt, at tey ríku londini skulu halda síni lyftir og gjalda 0,5 % av BTÚ. Tey lond, sum lata mest til altjóða menningarsamstarv, eru skandinavisku londini við uml. 0,8 % av BTÚ. Ísland letur 0,22 % í løtuni og hevur avgjørt at røkka 0,35 % innan 2009.

 

Samtyktin hjá ST er einans galdandi fyri sjálvstøðug lond. Hon umfatar tískil ikki Føroyar, ið eru fevndar av altjóða menningarsamstarvinum hjá Danmark. Sjálvt um onki verður væntað av okkum frá altjóða samfelagnum, tykist politisk semja vera um, at Føroyar eiga at seta sær sum mál at lata munandi størri part av BTÚ til altjóða menningarsamstarv. Sum er, lata vit 2,7 milliónir, og tað samsvarar uml. 0,027% av BTÚ. Tí kundi verið hóskiligt, at vit seta okkum sum fyrsta mál at lata 0,25 % av BTÚ innan 2015. Við dagsins BTÚ samsvarar hetta uml. 25 milliónum krónum árliga.

 

 

 

Fyri landið/

Lands­myndugleikar

Fyri kommunalar myndugleikar

Fyri pláss/øki í landinum

Fyri ávísar sam­felagsbólkar/

felagsskapir

Fyri vinnuna

Fíggjarligar/

búskaparligar

avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar

avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar

avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar avleiðingar

 

 

 

Nei

 

 

 

Kap. 3: Serligar viðmerkingar

 

Ad grein 1.

Endamálið skal skiljast heilt breitt, soleiðis at Landsstýrið kann stuðla øllum átøkum og verkætlanum, ið røkka einum av nevndu endamálum.

 

Ad grein 2

Stuðul til altjóða menningarsamstarv kann latast til almennar stovnar og stjórnir í menningarlondum, til stjórnarfelagsskapir og til ikki-stjórnarfelagsskapir, ið virka í landinum. Við

stjórnarfelagsskapir verður t.d. sipað til menningarhjálparstovnar hjá londum, ið vit samstarva við um at fíggja verkætlanir. Við ikki-stjórnarfelagsskapir verður sipað til sokallað NGO (non-governmental organisation) t.d. Reyða Kross og Mellemfolkeligt Samvirke. Beinleiðis stuðul kann ikki latast til privat virkir ella einstaklingar, men hesi kunnu tó vera samstarvspartar í verkætlanum og vera við at fíggja verkætlanir saman við Landsstýrinum.

 

Stuðulin kann latast sum faklig hjálp innan ávís øki, har Føroyar eiga serkunnleika, sum samstarvslandinum tørvar. Hesin kunnleiki kann latast sum vitanarflutningur, t.d. við at føroyingar starvast í menningarlandinum eitt skifti, ella við at starvsfólk úr menningarlandinum koma hendavegin at ogna sær vitan. Í hesum førum keypir Landsstýrið sær fakliga ráðgeving frá virkjum ella stovnum í eitt ávíst tíðarskeið. Eisini skal møguleiki vera hjá starvslesandi og sjálvbodnum at sleppa at arbeiða í okkara samstarvslondum eina tíð.

 

Stuðul kann eisini latast sum beinleiðis fíggjarligur stuðul til ítøkiligar verkætlanir.

 

Felags fyri bæði fakligan og fíggjarligan stuðul er, at Landsstýrið skal hava eina umsókn frá viðkomandi stovnum, við upplýsingum um innihald, upphædd, endamál o.s.fr. Henda umsókn er grundarlag fyri stuðulsveitingini.

 

Verkætlanirnar skulu hava eitt greitt menningarinnihald, bæði tá ið talan er um fakligt samstarv og fíggjarligan stuðul. Við menningarinnihald skilst t.d., at verkætlanin er við til at skapa størri virði og úrtøku enn higartil, ella at talan er um nýhugsan og førleikamenning, ið verður liggjandi eftir á staðnum.

 

Við menningarinnihald skilst eisini, at stuðlaðar verkætlanir skulu yvirhøvur vera elvdar av ynskjum og tørvum hjá menningarlandinum sjálvum, og tær skulu vera í samsvari við bæði politikk menningarlandsins á økinum og við altjóða viðtøkur um burðardygga menning. Best er eisini, um tær hava við sær møguleikar at flyta føroyska vitan og serkunnleika til menningarlandið.

 

Landsstýrismaðurin fær heimild at áseta neyvari reglur fyri, undir hvørjum treytum starvsfólk verða send til menningarlond at arbeiða, herundir m.a. lønar- og tryggingarviðurskifti, eftirløn, viðbøtur, umframt hvørjar skyldur partarnir hava hvør móti øðrum. 

 

Ad grein 3.

Umframt, at Landsstýrið arbeiðir við altjóða menningarstarvi, skal eisini arbeiðast fram ímóti øktum vinnusamstarvi ímillum londini. Hetta kann t.d. umfata sáttmálar innan fríhandil, tvískatt, íløgustabilitet, privatar íløgur og samhandil annars. Hetta, fyri at skapa teir neyðugu karmarnar fyri øktum vinnuligum og handilsligum virksemi millum Føroyar og samstarvslandið.

 

Almenningur, fyritøkur og stovnar skulu verða kunnað eftir tørvi og førimuni um arbeiði Landsstýrisins at skapa nevndu karmar. 

 

Ad grein 4.

Umframt formannin eru fýra fólk í ráðgevandi nevndini, sum øll eru vald av landsstýrismanninum. Nevndarlimirnir kunnu t.d. hava fakligan førleika frá vinnu, fakligum stovni, almennum granskingarstovni og frá hjálparfelagsskapi.

 

Umsitingin er sera lítil, og tí verður hildið at vera neyðugt við einari ráðgevandi nevnd, ið skal fylgja og ráðgeva umsitingini í arbeiðinum innan altjóða menningarsamstarv. Nevndin skal samstundis menna dygdina í arbeiðinum og kjølfesta menningarpolitikk landsins í einum breiðari høpi í samfelagnum.

 

Frágreiðingin frá ráðnum verður partur av uttanlandsfrágreiðingini, ið verður løgd fyri Løgtingið á hvørjum ári.

 

Landsstýrismaðurin fær heimild at gera reglur fyri virksemið hjá ráðgevandi nevndini, eitt nú fundarskipan og neyvari reglur um, hvussu samstarvið millum landsstýrismann og nevndina verður skipað. 

 

 

Ad grein 5.

Av tí at so stutt er fráliðið, síðan farið var undir arbeiðið við hesum øki, eru reglur og mannagongdir á týðandi økjum ikki lidnar. Farið er til verka, m.a. við at gera mannagongdir fyri val av samstarvslandi, val av verkætlanum, val av luttakarum í verkætlanum (bæði útlendskum og føroyskum), hvussu stuðul verður latin, uppfylging og eftirmeting av veittum stuðli, hvussu menningarinnihald verður greidliga lýst o.a. Tí verður mett at vera rætt, at landsstýrismaðurin í kunngerð og leiðbeiningum kann áseta neyvari reglur fyri hesum mannagongdum.

1. viðgerð 9. mars 2006. Málið beint í uttanlandsnevndina, sum tann 19. apríl 2006 legði fram soljóðandi

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 21. februar 2005, og eftir 1. viðgerð tann 9. mars 2005 er tað beint uttanlandsnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 29. mars, 5. og 19. apríl 2005.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við løgmann.

 

Við tilvísing til viðgerðina av løgtingsmáli nr. 78 í seinastu tingsetu eftirlýsir nevndin framhaldandi, at nærri treytir verða ásettar við lóg. Lógaruppskotið í løgtingsmáli nr. 78 varð samtykt við tíðaravmarkaðum gildi. Sum fyrra uppskotið leggur fyriliggjandi uppskot eisini upp til, at heimildirnar at áseta nærri reglur verða lagdar til landsstýrismannin, meðan ásetingarnar í sjálvum lógaruppskotinum bert innihalda leysar endamálsorðingar. Sambært viðmerkingunum er grundgevingin tann, at so stutt er fráliðið, síðani farið varð undir arbeiðið við hesum øki.

 

Nevndin heldur tað hava stóran týdning, at Føroyar fara í gongd við at veita menningarhjálp, men heldur framvegis ikki, at her fyriliggur eitt uppskot, sum kann verða framtíðar grundarlagið fyri hesum. Nevndin mælir tí til aftur at geva lógini tíðaravmarkað gildi fram til 30. juli 2007. Hetta skuldi givið landsstýrinum stundir at lagt uppskot fyri Løgtingið, ið ásetir greiðar reglur og karmar viðvíkjandi menningarhjálpini.

 

Samsvarandi hesum setir nevndin fram soljóðandi

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t

 

§ 6 verður orðað soleiðis: "§ 6. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og fer úr gildi 30. juli 2007."

 

Við hesum viðmerkingum tekur meirilutin undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið við nevndu broyting.

2. viðgerð 21. apríl 2006. Broytingaruppskot frá samdari uttanlandsnevnd til § 6 samtykt 27-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 27-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 27. apríl 2006. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 25-0-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 34 frá 05.05.2006