58  Uppskot til  løgtingslóg um fjølmiðlaábyrgd

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð
H. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)
 

Ár 2006, 21. februar, legði Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um fjølmiðlaábyrgd

 

Kapittul 1

Øki lógarinnar

 

§ 1. Lógin er galdandi fyri hesar fjølmiðlar:

1)      Rit, eisini myndir og líknandi í Føroyum, sum verða prentað ella á annan hátt margfaldað, og sum bera fjøld av fólki upplýsingar og gera hetta støðugt ella regluliga, tó í minsta lagi tvær ferðir árliga,

2)      ljóð- og myndasendingar, sum verða varpaðar út av Kringvarpi Føroya ella persónum, feløgum, kommunum og øðrum (hereftir nevnd aðrar kringvarpsstøðir), sum sbrt. kringvarpslógini hava sendiloyvi, og

3)      tekstir, myndir og ljóðsendingar, sum regluliga verða bornar almenninginum, um so er, at tær bera brá av at vera tíðindi, ið kunnu javnsetast við teir miðlahættir ella ta miðling, ið er fevnd av nr. 1 ella 2.

 

Kapittul 2

Vanligar ásetingar

 

Rit í Føroyum, sum bera fjøld av fólki upplýsingar støðugt ella regluliga

§ 2. Útgevari av einum riti er tann, fyri hvørs rokning ritið verður givið út.

Stk. 2. Tað er eitt rit í Føroyum, um virksemi útgevarans er í Føroyum.

Stk. 3. Eitt rit ber upplýsingar støðugt ella regluliga, um tað er ætlað at koma út í minsta lagi 2 ferðir árliga.

 

§ 3. Í øllum ritum í Føroyum, ið bera upplýsingar støðugt ella regluliga, skal vera upplýst, hvør sbrt. stk. 2 er ábyrgdarblaðstjóri, hereftir nevndur blaðstjóri.

Stk. 2. Blaðstjórin er tann, ið hevur rætt til endaliga at gera av innihaldið í einum riti. Tað kann bara vera ein blaðstjóri.

Stk. 3. Útgevarin og blaðstjórin hava ábyrgdina, um upplýsingin um blaðstjóran vantar ella er skeiv. Viðkomandi, sum ístaðin stendur at vera blaðstjóri, hevur eisini ábyrgdina, um hetta er framt við hansara samtykki.

 

§ 4. Blaðstjórin skal eftir áheitan geva øllum, sum hava rættarligan áhuga, upplýsingar um samleikan hjá persónum, ið eru fevndir av § 10, sbr. § 9, stk. 2 og 3, § 14 og § 28, stk. 1.

 

Útvarp og sjónvarp

§ 5. Kringvarp Føroya og aðrar kringvarpsstøðir, sum hava sendiloyvi til útvarps- ella sjónvarpsvirksemi sbrt. kringvarpslógini, skulu boða Fjølmiðlanevndini frá, hvør redaktørurin er sbrt. stk. 2.

Stk. 2. Redaktørurin er tann, ið hevur rætt til endaliga at avgera, um varpað verður út. Tað kann bara vera ein redaktørur.

Stk. 3. Allar kringvarpsstøðir skulu eftir áheitan geva øllum upplýsingar um, hvør redaktørurin er.

Stk. 4. Kringvarpsstøðin og redaktørurin hava ábyrgdina, um upplýsingin um redaktørin vantar ella er skeiv. Viðkomandi, sum ístaðin stendur at vera redaktørur, hevur eisini ábyrgdina, um hetta er framt við hansara samtykki.

 

§ 6. Redaktørurin skal eftir áheitan geva øllum, sum hava rættarligan áhuga, upplýsingar, sum kunnu vera við til at finna fram til ávísar sendingar, og um samleikan hjá persónum, ið eru fevndir av § 17, stk. 1, § 18, stk. 1, § 20, stk. 1, og § 28, stk. 1.

 

§ 7. Redaktørurin hevur skyldu til at tryggja, at upptøkur av øllum sendingum verða goymdar tryggiliga í minsta lagi 3 mánaðir.

Stk. 2. Verður kært um eina sending til Fjølmiðlanevndina, ella verður rættarmál reist í sambandi við eina sending, skal upptøkan av viðkomandi sending verða goymd, til málið er liðugt viðgjørt.

 

Aðrir fjølmiðlar

§ 8. Fjølmiðlar, ið nevndir eru í § 1, nr. 3, eru fevndir av ásetingunum í §§ 5-7.

 

Kapittul 3

Revsiábyrgd
 
Rit í Føroyum, sum bera fjøld av fólki upplýsingar støðugt ella regluliga

§ 9. Revsiábyrgd av innihaldinum í einum riti í Føroyum, sum ber upplýsingar støðugt ella regluliga, hevur høvundurin at greinini, blaðstjórin og útgevarin, sbr. tó §§ 14, 25 og 28.

Stk. 2. Ásetingarnar um ábyrgdina av greinum skulu eisini nýtast um  myndir o.l.

Stk. 3. Tíðindaseðlar, plakatir, uppsløg o.t. verða roknað sum partur av ritinum, sum tey vísa til ella stava frá.

 

§ 10. Høvundurin at einari navnnevndari grein í einum riti hevur ábyrgdina av innihaldinum í greinini eftir reglunum í vanligu lóggávuni.

Stk. 2. Ein grein er navnnevnd, tá hon er almannakunngjørd við navni ella mynd høvundsins við hansara samtykki. Tað sama er galdandi, um greinin er almannakunngjørd við dulnevni ella merki, um almenningurin veit, hvør nýtir hetta dulnevni ella merki.

Stk. 3. Eru fleiri navnnevndir høvundar at einari grein, uttan at tað sæst, hvør hevur skrivað hvat, hava allir ábyrgdina av innihaldinum eftir reglunum í vanligu lóggávuni.

Stk. 4. Er høvundurin at einari grein eitt virki, felag, sjálvsognarstovnur ella tílíkt, hevur leiðslan á hesum løgfrøðiliga persóni ábyrgdina av innihaldinum í greinini eftir reglunum í vanligu lóggávuni.

Stk. 5. Sektarábyrgd kann verða áløgd løgfrøðiliga persóninum í stk. 4.

Stk. 6. Ein grein, ið verður almanna-kunngjørd við navninum á einari tíðindastovu sum keldu, er ikki  navnnevnd.

 

§ 11. Blaðstjórin hevur ábyrgdina av innihaldinum í eini ónavnnevndari grein í ritinum, hóast lógarbrotið ikki kann roknast honum at vera gjørt við vilja ella av ósketni.

Stk. 2. Blaðstjórin hevur harumframt ábyrgdina av innihaldinum í eini navnnevndari grein, um ábyrgd ikki kann gerast galdandi móti høvundi eftir § 10, tí honum vantar tilknýti til Føroyar, ella neyðuga saknæmi til at revsiábyrgdast. Hetta er eisini galdandi, hóast lógarbrotið ikki kann roknast blaðstjóranum at vera gjørt við vilja ella av ósketni.

 

§ 12. Blaðstjórin hevur harumframt ábyrgdina av innihaldinum í eini grein ella eini framsøgn, sum hevur verið almannakunngjørd við navni í øðrum fjølmiðli, og sum verður endurgivin í riti blaðstjórans. Hetta er eisini galdandi, hóast lógarbrotið ikki kann roknast blaðstjóranum at vera gjørt við vilja ella av ósketni. Um høvundurin hevur givið loyvi til endurtøkuna, er greinin ella framsøgnin fevnd av reglunum í §§ 10 og 14.

 

§ 13. Blaðstjórin hevur samábyrgd av innihaldinum í eini navnnevndari grein í ritinum, um so er, at blaðstjórin hevur kunnleika til, at greinin er skrivað av einum starvsfólki á ritinum, um greinin er skrivað eftir áheitan ella við aðrari hjálp frá blaðstjóranum, ella um blaðstjórin visti, at innihaldið var skeivt, ella at skemma frið einstaklinganna.

 

§ 14. Tann, hvørs framsøgn verður endurgivin í eini grein, hevur samábyrgd av innihaldinum í framsøgnini eftir reglunum í vanligu lóggávuni. Hetta er einans galdandi, um framsøgnin er rætt endurgivin, og viðkomandi hevur góðkent, at framsøgnin verður endurgivin við navni.

 

§ 15. Útgevarin hevur ábyrgdina av innihaldinum í ritinum, um ábyrgd ikki kann gerast galdandi móti blaðstjóranum sbrt. §§ 11-13, tí ásetingin um blaðstjóran vantar ella er skeiv, tí honum vantar tilknýti til Føroyar ella neyðuga saknæmi til at revsiábyrgdast. Hetta er eisini galdandi, hóast lógarbrotið ikki kann roknast útgevaranum at vera gjørt við vilja ella av ósketni.

Stk. 2. Er útgevarin eitt virki, felag, sjálvsognarstovnur, grunnur ella tílíkt, kann sektarábyrgd verða áløgd løgfrøðiliga persóninum. Er útgevarin ríkið ella staturin, landið, kommuna ella kommunalur felagsskapur, kann honum verða áløgd sektarábyrgd.

 

Útvarp og sjónvarp

§ 16. Revsiábyrgd av innihaldinum í eini útvarps- ella sjónvarpssending, sum nevndar eru í § 1, nr. 2, hevur høvundurin at tekstinum, tann, ið sigur eitthvørt, redaktørurin og kringvarpsstøðin, sbr. tó § 20, stk. 2, 25 og 28.

Stk. 2. Ásetingarnar um ábyrgdina av tekstum og framsøgnum skulu eisini nýtast um filmar, myndir o.l.

 

§ 17. Høvundurin at einum teksti, ið verður sendur út, hevur ábyrgdina av innihaldinum í hesum teksti eftir reglunum í vanligu lóggávuni, um teksturin er sendur út við hansara samtykki. Tað er ikki galdandi, um høvundurin vil vera ónevndur, sbr. tó § 20, stk. 2.

Stk. 2. Redaktørurin hevur ábyrgdina í teimum í stk. 1, 2. pkt. nevndu førum, hóast lógarbrotið ikki kann roknast honum at vera gjørt við vilja ella av ósketni.

Stk. 3. Redaktørurin hevur eisini ábyrgdina av innihaldinum í einum teksti í eini óbeinleiðis sending, um ábyrgd ikki kann gerast galdandi móti høvundinum, tí teksturin ikki er sendur út við hansara samtykki, ella um ábyrgd ikki kann gerast galdandi móti høvundinum, tí hann ikki hevur givið rættar upplýsingar um samleika sín, honum vantar tilknýti til Føroyar ella neyðuga saknæmi til at revsiábyrgdast. Hetta er eisini galdandi, hóast lógarbrotið ikki kann roknast útgevaranum at vera gjørt við vilja ella av ósketni.

 

§ 18. Tann, ið sigur eitthvørt í eini óbeinleiðis sending, hevur ábyrgdina av innihaldinum í hesi framsøgn eftir reglunum í vanligu lóggávuni. Hetta er ikki galdandi, um

1)      samleiki hansara ikki skilst,

2)      hann ikki hevur givið loyvi til, at framsøgnin verður send út, ella

3)      hann hevur fingið loyvi at vera við uttan at verða kendur aftur, og hóskandi tiltøk eru sett í verk til tess at tryggja tað.

Stk. 2. Redaktørurin hevur ábyrgdina í teimum í stk. 1, nr. 1-3 nevndu førum, hóast lógarbrotið ikki kann roknast honum at vera gjørt við vilja ella av ósketni. Hetta er eisini galdandi, um ábyrgd ikki kann gerast galdandi móti honum, ið hevur borið fram framsøgnina, tí hann ikki hevur givið rættar upplýsingar um samleika sín, honum vantar tilknýti til Føroyar ella neyðuga saknæmi til at revsiábyrgdast.

 

§ 19. Redaktørurin hevur ábyrgdina av innihaldinum í einum teksti ella eini framsøgn, sum hevur verið almannakunngjørd við navni í øðrum fjølmiðli, og sum verður endurgivin í eini sending hjá viðkomandi kringvarpsstøð. Hetta er galdandi, hóast lógarbrotið ikki kann roknast honum at vera gjørt við vilja ella av ósketni. Um høvundurin ella tann, ið hevur borið fram framsøgnina, hevur givið loyvi til endurtøkuna, er hesin fevndur av §§ 17, 18 og 20. Ein tekstur, ið verður almannakunngjørdur við tíðindastovu sum navni, verður ikki mettur sum almannakunngjørdur við navni.

 

§ 20. Tann, ið sigur eitthvørt í eini beinleiðis sending, hevur ábyrgdina av innihaldinum í hesi framsøgn eftir reglunum í vanligu lóggávuni. Hetta er ikki galdandi, um hann hevur fingið loyvi at vera við uttan at verða kendur aftur, og hóskandi tiltøk eru sett í verk til tess at tryggja tað. Tá hevur redaktørurin ábyrgdina, hóast lógar­brotið ikki kann roknast honum at vera gjørt við vilja ella av ósketni. Hetta er eisini galdandi, um ábyrgd ikki kann gerast galdandi móti honum, ið hevur borið fram framsøgnina, tí hann ikki hevur givið rættar upplýsingar um samleika sín, honum vantar tilknýti til Føroyar ella neyðuga saknæmi til at revsiábyrgdast.

Stk. 2. Revsiábyrgdin av innihaldinum í tekstum ella framsøgnum, sum verða bornar fram í beinleiðis sendingum í útvarpi ella sjónvarpi frá almennum fundum ella øðrum hendingum, sum eru frammi, verður ásett eftir reglunum í vanligu lóggávuni.

 

§ 21. Redaktørurin hevur samábyrgd av innihaldinum í einum teksti ella fram­søgn, sum nevnt í § 17, stk. 1, § 18, stk. 1 og § 20, stk. 1, um 

1)      redaktørurin hevur kunnleika til, at teksturin ella framsøgnin er skrivað ella borin fram av einum starvsfólki á kringvarpsstøðini, ella

2)      um teksturin ella framsøgnin er skrivað ella borin fram eftir áheitan ella við aðrari hjálp frá redaktørinum, ella

3)      um redaktørurin visti, at innihaldið var skeivt ella brot á friðin hjá tí einstaka, og tá tað snýr seg um beinleiðis sendingar, at hann visti, at teksturin ella framsøgnin varð send út. 

Stk. 2. Redaktørurin hevur samábyrgd av innihaldinum í einum teksti ella framsøgn, um tann, ið hevur skrivað tekstin ella hevur borið fram framsøgnina, hevur fingið loyvi at vera við uttan at verða kendur aftur samsvarandi § 18, stk. 1 og § 20, stk. 1, men hóskandi tiltøk ikki eru sett í verk til tess at tryggja tað. Hetta er eisini galdandi, hóast lógarbrotið ikki kann roknast redaktørinum at vera gjørt við vilja ella av ósketni.

 

§ 22. Tann, ið lesur upp ella á annan hátt miðlar ein tekst ella eina framsøgn, hevur ikki ábyrgdina av innihaldinum í teksti ella framsøgn.

 

§ 23. Kringvarpsstøðin hevur ábyrgdina av innihaldinum í einum teksti ella framsøgn, um ábyrgd ikki kann gerast galdandi móti redaktørinum, tí ásetingin um redaktørin vantar ella er skeiv, tí honum vantar tilknýti til Føroyar ella neyðuga saknæmi til at revsiábyrgdast. Hetta er eisini galdandi, hóast lógarbrotið ikki kann roknast kringvarpsstøðini at vera gjørt við vilja ella av ósketni.

Stk. 2. Er kringvarpsstøðin eitt virki, felag, sjálvsognarstovnur, grunnur ella tílíkt, kann sektarábyrgd verða áløgd løgfrøðiliga persóninum sbrt. stk. 1. Er kringvarpsstøðin ríkið ella staturin, landið, kommuna ella kommunalur felagsskapur, kann honum verða áløgd sektarábyrgd.

 

Aðrir fjølmiðlar

§ 24. Revsiábyrgdin av innihaldinum í teimum fjølmiðlum, sum eru nevndir í § 1, nr. 3, verður áløgd eftir reglunum í §§ 9-15 ella §§ 16-23 alt eftir slagi av fjølmiðli.

 

Felags ásetingar

§ 25. Ábyrgdarreglurnar í vanligu lóggávuni verða nýttar í tann mun, lógarbrot verður framt umvegis innihaldið í einum fjølmiðli, og sum hevur við sær revsing í 6 ár ella meira.

 

§ 26. Miðlavirki ábyrgjast beinleiðis fyri bót og sakarmálskostnaðin, sum verður álagdur sbrt. reglunum í §§ 9-25.

 

§ 27. Tá rætturin ásetir bót sbrt. §§ 9-25, skal dentur verða lagdur á slag av lógarbroti og grovleikan, hvussu algongdur fjølmiðilin er, og hvussu stórur vinningurin hevur verið ella kundi verið hjá fjølmiðlinum í sambandi við lógarbrotið. Rætturin kann ístaðin fyri dagbøtur nýta annað slag av bót.

 

§ 28. Tann, ið setir eina lýsing í ein fjølmiðil, hevur ábyrgdina av innihaldinum eftir reglunum í vanligu lóggávuni. Hetta er eisini galdandi fyri tann, ið hjálpt hevur við hesum.

Stk. 2. Redaktørurin ella blaðstjórin hevur samábyrgd av innihaldinum í lýsingum eftir reglunum í vanligu lóggávuni. Røkir redaktørurin ella blað­stjórin ikki skyldu sína í §§ 4 og 6, hevur hann ábyrgdina av innihaldinum í lýsingini, hóast lógarbrotið ikki kann roknast honum at vera gjørt við vilja ella av ósketni.

 

Kapittul 4

Endurgjaldsábyrgd av innihaldi fjølmiðlanna

 

Rit í Føroyum, sum bera fjøld av fólki upplýsingar støðugt ella regluliga

§ 29. Endurgjaldsábyrgdin av innihaldi fjølmiðlanna hevur tann, ið ber revsiábyrgdina sbrt. §§ 9-15 og §§ 25 og 28.

 

§ 30. Útgevarin av einum riti í Føroyum ábyrgist beinleiðis fyri endurgjald og sakarmálskostnað, sum verður álagt sbrt. § 29.

 

Útvarps- og sjónvarpssendingar

§ 31. Endurgjaldsábyrgdin av innihaldi útvarps- og sjónvarpssendinganna, sum nevnd í § 1, nr. 2, hevur tann, ið ber revsiábyrgdina sbrt. reglunum í §§ 16-25 og § 28.

 

§ 32. Kringvarp Føroya ella persónar, feløg, kommunur og onnur, sum hava sendiloyvi sbrt. kringvarpslógini, ábyrgjast beinleiðis fyri endurgjald og sakarmálskostnað, sum verður álagt sbrt. § 31.

Stk. 2. Ábyrging sbrt. stk. 1 fevnir ikki um skaða, sum stendst av beinleiðis sendingum frá almennum fundum ella hendingum, ið eru frammi, um skaðavaldarin ikki er í tænastu hjá viðkomandi kringvarpsstøð.

 

Aðrir fjølmiðlar

§ 33. Endurgjaldsábyrgd av innihaldi fjølmiðlanna, sum nevnd í § 1, nr. 3, fylgir reglunum í §§ 29-32.

 

Kapittul 5

Fjølmiðlasiður

 

§ 34. Fjølmiðlar skulu halda góðan fjølmiðlasið.

Stk. 2. Tann, ið heldur seg líða órætt vegna brot á stk. 1, kann kæra til fjølmiðilin ella Fjølmiðlanevndina. Kærufreistin er 4 vikur eftir, at upplýsingarnar eru almanna-kunngjørdar. Avgerð, ið fjølmiðil hevur tikið um góðan fjølmiðlasið, kann kærast til Fjølmiðlanevndina innan 4 vikur eftir, at kærarin hevur fingið avgerðina.

Stk. 3. Tann, ið heldur seg líða órætt vegna brot á stk. 1, framt av Kringvarpi Føroya ella aðrari kringvarpsstøð, sum hevur sendiloyvi sbrt. kringvarpslógini, skal kæra til hesar fjølmiðlar innan 4 vikur eftir, at upplýsingarnar eru almannakunngjørd­ar. Avgerðin hjá hesum fjølmiðlum kann kærast til Fjølmiðlanevndina innan 4 vikur eftir, at kærarin hevur fingið avgerðina.

Stk. 4. Í heilt serligum føri kann verða vikið frá kærufreistini.

 

§ 35. Reglurnar í kringvarpslógini eru galdandi fyri kæru um innihaldið í lýsingum í útvarpi og sjónvarpi.

 

Kapittul 6

Rætturin at svara aftur

 

§ 36. Umbøn um loyvi at svara aftur í fjølmiðli mótvegis roynveruligum upplýsingum, sum kunnu elva til fíggjarligan ella annan skaða av týdningi, og sum hava verið í einum fjølmiðli, skal takast til eftirtektar. Tað er tó ikki galdandi, um ongin ivi er um, at upplýsingarnar eru rættar.

Stk. 2. Tann, sum upplýsingarnar viðvíkja, kann seta fram umbøn um at svara aftur. Er hann deyður, kunnu hansara næstringar seta fram umbønina.

Stk. 3. Umbøn um at svara aftur skal sendast skrivliga til blaðstjóran ella redaktørin innan 4 vikur eftir, at roynveruligu upplýsingarnar eru almannakunngjørdar.

Stk. 4. Reglurnar í kringvarpslógini eru galdandi fyri rættin at svara aftur í sambandi við lýsingar í útvarpi og sjónvarpi.

 

§ 37. Blaðstjórin ella redaktørurin hevur skyldu at almannakunngera eitt aftursvar.

 

§ 38. Aftursvarið skal vera avmarkað til bara at viðvíkja roynveruligu upplýsingunum, og innihaldið má ikki vera ólógligt.  

Stk. 2. Fjølmiðilin kann krevja, at tann, ið biður um at svara aftur, sjálvur evnar aftursvarið til.

 

§ 39. Aftursvarið skal almannakunngerast uttan kostnað og uttan seinkan. Aftursvarið skal vera so sjónligt og tilskilað, sum eftir umstøðunum er rímiligt at krevja.

Stk. 2. Ritstjórnarligar orðingar í sambandi við almannakunngerðina skulu avmarkast til roynveruligar upplýsingar.

 

§ 40. Kæra um eitt aftursvar, ið hevur verið noktandi, kann innan 4 vikur eftir, at svarið er komið fram, kærast til Fjølmiðlanevndina.

Stk. 2. Tá umbøn um loyvi til aftursvar verður noktað, skal tað gerast skrivliga við vegleiðing um, at kærast kann til Fjølmiðlanevndina innan 4 vikur eftir, at avgerðin er komin fram. Bústaður Fjølmiðlanevndarinnar skal í hesum sambandi verða upplýstur.

 

Kapittul 7

Fjølmiðlanevndin

 

§ 41. Landsstýrismaðurin setir fjølmiðlanevnd við formanni og trimum øðrum limum. Ein limur, sum er løgfrøðingur, verður tilnevndur av landsstýrismanninum, ein limur verður tilnevndur eftir tilmæli frá Føroya Blaðmannafelag, ein limur verður tilnevndur eftir tilmæli frá umboðum hjá leiðslunum (redaktión­unum) á teimum miðlum, sum eru fevndir av § 1, og ein limur verður tilnevndur sum umboð fyri almenningin eftir tilmæli frá Fróðskaparsetrinum.

Stk. 2. Fyri hvønn lim verður valdur tiltakslimur eftir somu reglum. Hann er við í viðgerð av málum, har vanliga liminum berst frá. Limir og tiltakslimir verða valdir fyri 4 ár. Limir og tiltakslimir kunnu endurtilnevnast, um treytirnar í stk. 1 framvegis eru loknar.

Stk. 3. Nevndin skipar seg sjálv. Er nevndin ikki samd um val av formanni, velur landsstýrismaðurin, hvør av teimum 4 limunum skal vera formaður.

 

§ 42. Fjølmiðlanevndin er viðtøkufør, tá allir limir eru møttir.

 

§ 43. Fjølmiðlanevndin tekur avgerð í málum, ið víðvíkja

1)      brot á góðan fjølmiðlasið og

2)      rættinum at svara aftur, undir hesum skylduna til at almanna­kunngera eitt aftursvar, og spurningum um innihald, snið og staðseting.

Stk. 2. Formaðurin kann vísa burtur kærur, sum

1)      eyðsýniliga ikki eru undir málsræði Fjølmiðlanevndar-innar, sbr. stk. 1, ella sum eyðsýniliga onki hald er í, og

2)      kærur frá kærarum, sum ikki hava rættarligan áhuga í málinum. 

Stk. 3. Formaðurin vísir burtur kærur, sum ikki eru komnar fram, tá kærufreistin er farin, og ongi serlig viðurskifti gera seg galdandi.

 

§ 44. Kæra til Fjølmiðlanevndina skal vera skrivlig.

Stk. 2. Fjølmiðlanevndin kann í serligum førum taka mál upp til viðgerðar av sínum eintingum, um málið hevur serligan týdning. Í tílíkum føri skal tann, ið hevur verið fyri órætti, geva loyvi, og navn hansara má bara nevnast, um hann eisini hevur givið loyvi til tað.

 

§ 45. Fjølmiðlanevndin sendir avrit av kæruni til viðmerkingar hjá tí fjølmiðli, ið kæran viðvíkir. Freistin at koma við viðmerkingum er 10 dagar. Um ongin viðmerking er komin, kann Fjølmiðlanevndin gera úrskurð á verandi grundarlagi. Fjølmiðlanevndin kann eftir umsókn leingja freistina at koma við viðmerkingum.

Stk. 2. Fjølmiðlanevndin kann krevja at fáa eitt eintak av tí riti ella sending, ið kæran snýr seg um.

 

§ 46. Fjølmiðlanevndin skal gera úrskurð í málinum skjótast til ber.

Stk. 2. Fjølmiðlanevndin kann kalla partarnar inn at geva frágreiðing um kærumálið. Møtir kærarin ikki upp, kann Fjølmiðlanevndin vísa kæruni burtur ella gera úrskurð á verandi grundarlagi. Møtir tann, ið kært verður um, ikki, kann úrskurður somuleiðis verða gjørdur á verandi grundarlagi.

 

§ 47. Limur kann ikki taka lut í viðgerð av kæru um fjølmiðil, sum hann sjálvur hevur tilknýti til, ella tá tað snýr seg um viðurskifti annars, sum kunnu vekja grundaðan iva um parthall.

Stk. 2. Tá limur víkir sæti ella ikki fær møtt, tekur tiltakslimur hansara við. Kann tiltakslimurin ikki taka lut í viðgerð av kæru um fjølmiðil, tí hann sjálvur hevur tilknýti til hendan, ella tað snýr seg um viðurskifti annars, sum kunnu vekja grundaðan iva um parthall, tilnevnir formaðurin ein lim í hesum máli sbrt. reglunum í § 41, stk.1.

Stk. 3. Víkir limur ikki sjálvboðin sæti sbrt. stk. 1 ella 2, verður spurningurin avgjørdur av Fjølmiðlanevndini við vanligum meiriluta. Stendur á jøvnum, er formansins atkvøða avgerandi.

 

§ 48. Avgerð Fjølmiðlanevndarinnar verður tikin við vanligum meiriluta í grundaðum úrskurði. Tað er ikki galdandi, um kærari og tann, ið kært verður um, eru komnir ásamt. Stendur á jøvnum, er formansins atkvøða avgerandi. Er avgerðin ikki einmælt, skal áskoðan minnilutans við í úrskurðin.

 

§ 49. Fjølmiðlanevndin kann áleggja viðkomandi fjølmiðli at almannakunngera úrskurðin skjótast til ber á slíkan hátt og í vavi, sum Fjølmiðlanevndin metir vera nøktandi. Almannakunngeringin skal fara fram uttan viðmerkingar og skal vera so sjónlig, sum eftir umstøðunum er rímiligt at krevja.

 

§ 50. Avgerð Fjølmiðlanevndarinnar er endalig innan fyrisitingina. Metingar fjølmiðlanevndarinnar um brot á góðan fjølmiðlasið og um rættin til at svara aftur eru ikki fevndar av virkseminum hjá løgtingsins umboðsmanni.

 

§ 51. Fjølmiðlanevndin letur á hvørjum ári landsstýrismanninum frágreiðing um virksemi sítt í farna ári. Landsstýrismaðurin letur frágreiðingina almannakunngera.

 

§ 52. Fjølmiðlanevndin ger egnar reglur fyri virksemi sítt, hesar skulu góðkennast av landsstýrismanninum.

Stk. 2. Fjølmiðlanevndin hevur skrivstovu, sum landskassin rindar fyri.

Stk. 3. Limirnir fáa samsýning og ferðaútreiðslur goldnar eftir reglum landsins um fundarpening og ferðapening.

Stk. 4. Í serligum føri kann Fjølmiðla­nevndin áseta, at ein fjølmiðil skal rinda fyri útreiðslurnar av eini nevndarviðgerð.

 

Kapittul 8

Revsiásetingar og gildiskoma

 

§ 53. Brot á § 3, stk. 1, sbr. stk. 3, § 4, § 5, stk. 1, sbr. stk. 4, § 5, stk. 3, § 6 og § 7 kunnu revsast við bót ella hefti.

Stk. 2. Verða boð um almannakunngering sbrt. §§ 49 og 54 ikki fylgd, kann verða revsað við bót ella hefti.

Stk. 3. Feløg vm. (løgfrøðiligir persónar) kunnu revsast sbrt. reglunum í kap. 5 í revsilógini.

 

§ 54. Um ein verður dømdur sekur í rættinum og skal revsast, gjalda endurgjald ella fær ógildingardóm fyri innihaldið í einum fjølmiðli, kann rætturin áleggja honum, at dómsúrskurðurin  skjótast til ber skal almannakunngerast í fjølmiðlinum á slíkan hátt og í vavi, sum rætturin metir vera nøktandi. Ábyrgdina fyri almannakunngeringini hevur blaðstjórin ella redaktørurin.

Stk. 2. Almannakunngeringin verður gjørd uttan kostnað og skal vera so sjónlig, sum eftir umstøðunum er rímiligt at krevja.

 

§ 55. Henda lóg kemur í gildi tann 1. juli 2006.

Stk. 2. Samstundis fer úr gildi lov nr. 147 af 13. april 1938 om pressens brug.

 


 

Kap. 1. Almennar viðmerkingar

 

Orsøkin til at uppskotið er gjørt 

Málið um at seta eina tíðarhóskandi lóggávu í gildi fyri Føroyar innan fjølmiðlaøki byrjaði fyri langari tíð síðani og hevur verið frammi javnan, uttan at nøkur loysn er funnin. Nú fjølmiðlaábyrgdarøkið verður yvirtikið, er tíðin búgvin at gera eina tíðarhóskandi lóggávu um ábyrgdina fyri tí, ið ført verður fram í fjølmiðlunum í Føroyum.

 

Endamálið við uppskotinum 

Eitt av endamálunum við hesum uppskoti er at skapa eina tíðarhóskandi lóggávu fyri fjølmiðlar og ábyrgd teirra. Pressulógin frá 1938 hevur bert ásetingar um ábyrgd hjá skrivaða fjølmiðlinum, men lógaruppskotið fevnir eisini  um útvarps- og sjónvarpsmiðlar og aðrar elektroniskar miðlar.

 

Høvuðsendamálið við lógini er at tryggja skrivi-, talu- og kunningarfrælsi og á henda hátt skapa bestu fortreytirnar fyri almenna orðaskiftinum. Hetta verður serliga tryggjað við at gera eina serliga ábyrgdarskipan fyri fjølmiðlarnar, sum í høvuðsheitum ber í sær, at blaðstjóri/redaktørur ella útgevarin/útvarps- ella sjónvarpsvirki kunnu ábyrgjast fyri at almannakunngera ónavnnevndar greinar, framsøgnir, sendingar og tílíkt, og bara  navnnevndur høvundur ella upphavsmaður hevur ábyrgdina. Ónavnnevndi høvundurin/upphavsmaðurin kann ikki ábyrgjast, og rættindi fjølmiðlanna at verja keldur teirra verða tryggjað.

 

Av tí at hesi rættindi verða tryggjað, er eisini neyðugt, at tað altíð er ein, ið kann ábyrgjast fyri innihaldið í einum fjølmiðli, í hesum føri blaðstjórin/redaktørurin ella navnnevndi høvundurin/upphavsmaðurin ella útgevarin.

 

Sostatt ásetir uppskotið til fjølmiðlaábyrgdarlóg, hvør kann ábyrgjast/hvørjum eitt sakarmál skal leggjast ímóti, men ásetir ikki nakað mark fyri skrivi-, talu- og kunningarfrælsi, ella hvat kann revsast. Hesar ásetingar vera framvegis at finna í aðrari lóggávu, serliga revsilóggávuni og í endurgjaldsrættinum.

 

Harumframt ásetir lógaruppskotið reglur um, nær borgarin hevur rætt til at svara aftur í fjølmiðlum, ið hava umrøtt viðkomandi á ein hátt, ið kann virka spillandi ella skaðiligur fyri hann.

 

Lógaruppskotið fevnir harumframt um ein kærustovn, ta sonevndu fjølmiðlanevndina, hvørs uppgáva verður

 

  1. at taka avgerð í málum, um ein fjølmiðil hevur framt brot á aðalregluna um góðan fjølmiðlasið, og

  2. spurningar um rættin til at svara aftur hjá einum borgara ella virki.

 

Fjølmiðlanevndin kemur soleiðis at átaka sær tær uppgávur, ið áður hava ligið hjá danska Berigtigelsesnævnet, sum varð niðurlagt, tá nýggja lógin um fjølmiðlaábyrgd var sett í gildi í Danmark, og verður eisini kærumyndugleiki í sambandi við kærur um góðan fjølmiðlasið, har Kringvarp Føroya ella aðrar kringvarpsstøðir sambært kringvarpslógini hava tikið avgerð.

 

Fjølmiðlanevndin skal virka sum ein óheftur stovnur, og skal ikki fylgja boðum frá øðrum stovnum ella landsstýrismanni. Avgerðir hennara kunnu roynast við dómstólarnar sbrt. § 63 í grundlógini. Útgangstøðið er eisini, at stovnurin ikki verður fevndur av heimildini hjá Løgtingsins Umboðsmanni, serliga tí tað snýr seg um eina fakliga samansetta nevnd, ið skal viðgera trætur. Nevndin er tó undir eftirliti umboðsmansins, tá tað snýr seg um málsviðgerðarreglur. Hetta samsvarar eisini við ta støðu, umboðsmaðurin sjálvur hevur havt í tílílkum málum, sí eisini ársfrágreiðingina frá Løgtingsins Umboðsmanni 2002, s. 159, har víst verður til, at slík mál hoyra heima í eini fakligari kærunevnd.

 

Nevndin kann ikki áleggja revsing ella endurgjaldsskyldu, hetta fyri at tryggja, at nevndin ikki ber ov nógv brá av einum dómstóli. Tað verða framvegis dómstólarnir, sum óheftir skulu meta um grundarlagið fyri hesum rættarkrøvum. Møguligt er eisini at leggja málið fyri dómstólarnar, bæði samstundis og aftan á, at eitt mál er lagt fyri Fjølmiðlanevndina.

 

Fjølmiðlanevndin kann í avgerð síni vísa sína ónøgd við ein fjølmiðil við t.d. at áleggja honum at almannakunngera avgerð nevndarinnar, bæði um brot á góðan fjølmiðlasið og rættin at koma við aftursvari.

  

Galdandi lóggáva og atfinningar 

Galdandi lóggáva á økinum er lov nr. 147 af 13. april 1938 om pressens brug, sum seinast broytt  við lov nr. 524 af 28. november 1969, eisini nevnd pressulógin.

 

Við hesi lóg er ein serlig ábyrgdarskipan sett á stovn, ið umfatar bløðini (trykte, periodiske skrifter), meðan aðrir fjølmiðlar ábyrgjast sbrt. vanligu ábyrgdarreglunum í revsilógini og í endurgjaldsrættinum.

 

Meginreglan í lógini er, at fyri innihaldi í einum blaði kunnu bara høvundur og blaðstjóri verða revsaðir, sbr. § 6, stk. 8. Tað merkir, at ein blaðstjórnarskrivari, sum hevur tikið avgerð um at almannakunngera (prenta) eina ávísa grein, sum hevur revsiverdugt innihald, ikki kann ábyrgjast. Tað sama ger seg galdandi fyri tekniska starvsfólkið og blaðútgevaran.

 

Hvør av hesum skal ábyrgjast verður ásett í § 6, stk. 3-7 í lógini. Meginreglan er, at bert annar kann revsiábyrgjast fyri innihaldið í eini grein. Skilt verður ímillum, um greinin er navnnevnd við høvundans navni ella ónavnnevnd (anonym).

 

Er greinin navnnevnd, kann høvundurin revsiábyrgjast sbrt. § 6, stk. 4 eftir vanligu reglunum í revsilógini, antin einsamallur ella saman við blaðstjóranum. Blaðstjórin kann revsast, tá tað snýr seg um eina navnnevnda grein, um so er, at greinin er skrivað eftir áheitan frá blaðstjóranum, um blaðstjórin hevur verið við til at skriva greinina, ella hann visti, at innihaldið í greinini var ólógligt. Harumframt kann blaðstjórin revsast, um høvundurin ikki hevur bústað ella er í landinum ella er ómyndigur.

 

Er greinin ikki navnnevnd, kann høvundurin ikki ábyrgjast, um blaðstjórin hevur bústað ella er í landinum. Annars kann hann ábyrgjast eftir somu reglum sum ein høvundur til eina navnnevnda grein.

 

Ábyrgd blaðstjórans er ásett í § 6, stk. 3, sum sigur, at blaðstjórin hevur ábyrgdina av øllum ónavnnevndum í einum blaði, sum um hann sjálvur var høvundurin. Tað merkir, at hann eisini kann ábyrgjast, hóast hann ikki hevur lisið umrøddu greinina t.d. vegna sjúku (uttan mun til skuld – partleyst (objektivt) grundarlag).

 

Reglurnar í revsilógini viðvíkjandi ábyrgdargrundarlagnum eru ikki merktar av pressulógini. Avgerðin, um ein grein gongur ímóti lógini, kann bert verða tikin við støði í vanligu reglunum um talu- og skrivifrælsi.

 

Pressulógin hevur eisini ásetingar um endurgjaldsábyrgd. Hesar eru í stóran mun tær somu sum fyri revsiábyrgdina. Høvuðsreglan er sostatt, at tað er høvundurin ella blaðstjórin, ið ber endurgjaldsábyrgdina. Harumframt kann útgevarin ábyrgjast fyri álagt endurgjald og sakarmálskostnað.

 

Rætturin at svara aftur er í ávísan mun ásettur í pressulógini. Sbrt. reglunum er sett á stovn eitt ”Berigtigelsesnævn”, sum tekur avgerð, um blaðstjórin skal rætta roynveruligar upplýsingar. Fyri at hetta kann verða álagt blaðstjóranum, skal greinin kunna elva til ”ikke uvæsentlig skade i økonomisk henseende eller i offentlighedens omdømme.” Tá danska fjølmiðlaábyrgdarlógin varð sett í gildi, varð ”Berigtigelsesnævnet” eisini avtikið. Fyri føroysk viðurskifti merkir hetta, at í roynd og veru er ongin stovnur at taka sær av hesum málum í dag.

 

Pressulógin fevnir ikki um útvarps- og sjónvarpsmiðlar. Her eru framvegis vanligu ábyrgdarreglurnar galdandi bæði fyri revsi- og endurgjaldsábyrgd. Kringvarpslógin hevur heldur ikki ásetingar um revsi- ella endurgjaldsábyrgd fjølmiðlanna ella um rætt at svara aftur. Tað merkir, at ein blaðstjórnarskrivari, sum hevur tikið avgerð um at almannakunngera (prenta) eina ávísa grein, sum hevur revsiverdugt innihald, kann ábyrgjast. Tað sama ger seg galdandi fyri tekniska starvsfólkið og blaðútgevaran.

 

Samandráttur av nýskipanini 

Nýskipanin við hesum lógaruppskoti er sostatt at fáa til vega tíðarhóskandi ábyrgdarreglur fyri teir fjølmiðlar, sum í dag ikki eru fevndir av pressulógini. Í stóran mun snýr tað seg um eina dagføring og tillaging av gomlu lógini.

 

Tó snýr tað seg um eina størri nýskipan við Fjølmiðlanevndini, ið skal taka avgerð um góðan fjølmiðlasið og rættin at svara aftur. Góður fjølmiðlasiður hevur ikki áður verið evni at lóggeva um, men hildið verður, at tíðin er komin til at hava eina sakkøna nevnd at taka avgerð um hesi mál. Oftani vil kærarin hava eina moralska uppreisn heldur enn eina fíggjarliga uppreisn, og samstundis kunnu hesi mál avgreiðast nógv skjótari í eini nevnd, enn at leggja tey fyri rættin.

 

Umboð fyri báðar partar verða í nevndini, so javnvág er í. Harumframt verður eisini javnvág millum leiðslu og tíðindafólk í fjølmiðlunum í nevndini. Hetta er fyri at tryggja, at avgerðin verður so røtt sum gjørligt, og at hon avmyndar hugburðin í samfelagnum til eina og hvørja tíð.

 

Hugtakið góður fjølmiðlasiður er ikki nærri nágreinað í lógini, tí hugtakið broytist við tíðini, og pláss skal verða fyri hesum. Tað verður upp til nevndina at áseta, hvat er góður fjølmiðlasiður og at fáa hetta fest á pappír skjótast.

 

Harumframt skal nevndin taka sær av uppgávuni hjá ”Berigtigelsesnævnet” um rættin at svara aftur. Tað inniber, at nevndin kann taka endaliga avgerð, um ein kærari hevur rætt til at svara aftur, og um fjølmiðilin hevur skyldu at almannakunngera aftursvarið.

 

Avleiðingar fyri rættargangslógina 

Galdandi § 172 í rættargangslógini er soljóðandi:

 

§ 172. Redaktører, redaktionssekretærer og journalister ved et her i riget trykt periodiskt skrift har ikke pligt til at afgive vidneforklaring om, hvem der er forfatter eller kilde til en i skriftet optaget unavngiven artikel eller meddelelse. Det samme gælder andre, der i kraft af deres tilknytning til vedkommende skrift, trykkeri, nyhedsbureau eller forlag har fået kendskab til forfatterens eller kildens identitet.
Stk. 2. Angår sagen en forbrydelse, der kan medføre højere straf end hæfte, eller angår den brud på tavshedspligt, som påhviler nogen i offentlig tjeneste eller hverv, og vidneførslen findes nødvendig af hensyn til sagens opklaring, kan retten dog pålægge de i stk. 1 nævnte personer vidnepligt, såfremt hensynet til vægtige offentlige eller private interesser afgørende taler derfor.

 

Tað merkir, at hesar serligu reglur um frítøku av vitnum í sambandi við fjølmiðlar bert fevna um teir miðlar, ið eru fevndir av pressulógini.

 

Í sambandi við eina fjølmiðlaábyrgdarlóg verða hesar ásetingar í rættargangslógini dagførdar soleiðis, at tær samsvara tí økinum, ið er fevnt av fjølmiðlaábyrgdarlógini.

 

Orðaljóðið verður nøkulunda soleiðis (samsvarandi § 172 í donsku rættargangslógini):

”§ 172. Redaktører og redaktionelle medarbejdere ved et skrift, der er omfattet af § 1, nr. 1, i medieansvarsloven, har ikke pligt til at afgive vidneforklaring om:

1)   Hvem der er kilde til en oplysning eller forfatter til en artikel, eller hvem der har optaget et fotografi eller frembragt en anden billedlig fremstilling. Sker der offentliggørelse, er det en forudsætning for vidnefritagelsen, at kilden, forfatteren, fotografen eller fremstilleren ikke er identificeret i det trykte skrift.

2)   Hvem et billede forestiller, eller hvem der er genstand for omtale, når de pågældende har fået tilsagn om anonymitet. Sker der offentliggørelse gælder vidnefritagelsen, blot identiteten ikke fremgår af teksten.

Stk. 2. Redaktører og redaktionelle medarbejdere ved et radio- eller fjernsynsforetagende, der er omfattet af § 1, nr. 2, i medieansvarsloven, har ikke pligt til at afgive vidneforklaring om:

1)   Hvem der er kilde til en oplysning eller forfatter til et værk, eller hvem der har optaget et fotografi eller frembragt en anden billedlig fremstilling. Udsendes oplysningen, værket m.v. er det en forudsætning for vidnefritagelsen, at kilden, forfatteren, fotografen eller fremstilleren ikke er identificeret i udsendelsen.

2)   Identiteten af medvirkende, som har fået tilsagn om at medvirke uden at kunne identificeres. Udsendes en optagelse, er det en forudsætning for vidnefritagelsen, at de pågældende ikke er angivet ved navn, og at der er truffet rimelige forholdsregler for at skjule identiteten.

Stk. 3. Vidnefritagelse som nævnt i stk. 1 og 2 gælder også andre, der i kraft af deres tilknytning til skriftet eller dets fremstilling eller deres tilknytning til radio- og fjernsynsforetagendet eller til fremstillingen af vedkommende udsendelse har fået kendskab til kildens, forfatterens eller den medvirkendes identitet.

Stk. 4. Bestemmelserne i stk. 1-3 finder tilsvarende anvendelse for de massemedier, der er omfattet af § 1, nr. 3, i medieansvarsloven.

Stk. 5. Angår sagen en lovovertrædelse, som er af alvorlig karakter, og som efter loven kan medføre straf af fængsel i 4 år eller derover, kan retten dog pålægge de i stk. 1-4 nævnte personer vidnepligt, såfremt vidneførslen må antages at have afgørende betydning for sagens opklaring og hensynet til opklaringen klart overstiger massemediernes behov for at kunne beskytte deres kilder.

Stk. 6. Retten kan ligeledes pålægge de i stk. 1-4 nævnte personer vidnepligt, hvis sagen angår en overtrædelse af straffelovens §§ 152-152 c. Dette gælder dog ikke, hvis det må antages, at forfatteren eller kilden har villet afdække forhold, hvis offentliggørelse er af samfundsmæssig betydning.

 

Av tí at rætturgangur er danskt málsøki, verður neyðugt at gera ríkislógartilmæli um hesar broytingar.

 

Hugtøk og orðingar

Løgfrøðilig hugtøk og orðingar eru gjørd í samsvari við dansk-føroyska orðalistan í løgfrøði. Orðalistin er at finna á heimasíðuni hjá Løgtinginum.

 

Ummæli og viðmerkingar 

Uppskotið hevur verið til ummælis hjá Mentamálaráðnum, Fróðskaparsetrinum, Løgtingsins umboðsmanni, Føroya Landfúta, Útvarpi Føroya og Sjónvarpi Føroya (nú Kringvarp Føroya), Føroya Blaðmannafelag, Starvsmannafelagnum, Programnevndunum fyri Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya, Rás 2, Lindini, Dimmalætting, Sosialinum, Oyggjatíðindum, Fregnum, Dagblaðnum, FF-blaðnum, Norðlýsinum, Føroya Advokatfelag og samgonguflokkunum.

 

Hoyringstilfarið er rúgvismikið.

 

Tó eru nakrar afturvendandi viðmerkingar, m.a. til at miðlar, sum virka sambært § 1, nr. 3, skulu boða frá, um teir ynskja at verða fevndir av ásetingunum í lógini, sbr. § 8. Hetta hevur elvt til ta misskiljing, at um fjølmiðilin boðar frá, at hann ikki ynskir at verða fevndir av lógini, at so kann hann sleppa undan ábyrgd. Hetta er ikki beint, tí so er fjølmiðilin fevndur av vanligu revsireglunum, og øll starvsfólkini koma undir ábyrgd í mun til hesar serligu reglurnar um, hvør kann hava ábyrgdina. Landsstýrismaðurin heldur tó, at rættast er at strika § 8, og lata fjølmiðlar, sum nevndir eru í § 1, nr. 3 verða fevndir av serligu ábyrgdarskipanini fyri ikki at elva til fleiri misskiljingar. Eisini eru hesir miðlar í dag so vanligir, at tíðin er búgvin til, at teir eru fevndir av skipanini.

 

Ávís ummæli hava ført fram, at rættindini í Evropeiska Mannarættindasáttmálanum ikki eru nóg væl tryggað, ella at lógin ikki í nóg góðan mun ásetir innihaldsligar reglur, men bert formligar reglur. Í hesum sambandi skal verða gjørt greitt, at uppskotið ikki ásetir markið fyri talu- og skrivifrælsi, men einans ásetir reglur um ábyrgdina, um farið verður um markið. Ætlanin hevur heldur ikki verið at viðgjørt hesar spurningar í uppskotinum. Ætlanin hevur verið at nýtímansgera lóggávuna á økinum, tí pressulógin frá 1938 hevur bert ásetingar um ábyrgd hjá skrivaða fjølmiðlinum, men lógaruppskotið fevnir eisini um útvarps- og sjónvarpsmiðlar og aðrar elektroniskar miðlar.

 

Uppskotið ásetir, hvør kann ábyrgjast, og hvørjum eitt sakarmál skal leggjast ímóti, men ásetir ikki nakað mark fyri skrivi-, talu- og kunningarfrælsi, ella hvat kann revsast. Hesar ásetingar vera framvegis at finna í aðrari lóggávu, serliga revsilóggávuni og í endurgjaldsrættinum.

 

Samansetingin av nevndini hevur eisini verið umrødd í ummælunum. Hóast nógv talar bæði fyri og ímóti størri umboðan fyri fjølmiðlarnar, hevur landsstýrismaðurin heldur valt at leggja dentin á javnvág í umboðanini millum fjølmiðil og almenning. Nevndin skipar seg sjálv, og er formansins atkvøða avgerandi, um tað stendur á jøvnum. 

 

Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum

 

Uppskotið hevur við sær fíggjarligar og umsitingarligar avleiðingar fyri landið, tí landskassin skal rinda fyri kostnaðin av nevndini. Harumframt skal landið fáa til vega eitt skrivstovuhøli hjá nevndini at arbeiða í. Á fíggjarlógini fyri 2006 eru 200.000 kr settar av til endamálið.

 

Uppskotið hevur ikki við sær fíggjarligar ella umsitingarligar avleiðingar fyri vinnuna.

 

Uppskotið hevur ikki við sær avleiðingar fyri umhvørvi.

 

Uppskotið hevur ikki við sær serligar fíggjarligar, umsitingarligar ella umhvørvisligar avleiðingar fyri serstøk øki í landinum.

 

Uppskotið hevur ikki við sær sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir.

 

Uppskotið er ikki tengt at millumtjóða sáttmálum. 

 

 

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar

Fyri
kommunalar
myndugleikar

Fyri pláss/
økir í
landinum

Fyri ávísar samfelagsbólkar/
felagsskapir

Fyri
vinnuna

Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar
avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar

 

 

 

Nei

 

 

Kap. 3. Serligar viðmerkingar

 

Til kapittul 1

Øki lógarinnar

 

Til § 1

 

Í hesi grein verður øki lógarinnar ásett.

 

Nr. 1.

Rit, eisini myndir og líknandi í Føroyum, sum verða prentað ella á annan hátt margfaldað, og sum bera fjøld av fólki upplýsingar og gera hetta støðugt ella regluliga, tó í minsta lagi tvær ferðir árliga, eru fevnd av orðingini, og øki lógarinnar er sostatt næstan tað sama sum § 6 og § 16, stk. 3 í pressulógini. Broytingarnar eru fyri størsta partin ein nútímansgerð og ein roynd at fylgja við teknisku menningini á økinum.

 

Hugtakið skrift fevnir bert um elektroniskt tekstsamskifti, um so er, at pappír av sær sjálvum er ein partur av hesum. Elektroniski samskiftishátturin er fevndur av § 1, nr. 3, men nr. 1 er ein nútímansgerð av hugtakinum í lógini frá 1938, sum umfatar eitt meira „varandi fysisk produkt“, og sum kann goymast, takast fram aftur og verða lisið umaftur, t.d. eitt blað.

 

Annars verður hugtakið rit ikki nærri allýst, tí at tað ikki er gjørligt at siga, hvat skal verða fevnt av hugtakinum nú og frameftir, soleiðis at hesi eisini verða fevnd av ábyrgdarskipanini. Hetta verður avgjørt av dómstólunum og frameftir eisini Fjølmiðlanevndini. Viðvíkjandi rættarstøðuni um hugtakið rit verður víst til „betænkning nr. 1205/1990 om medieansvar“, s. 85 ff.

 

Nr. 2

Í nr. 2 verður ásett, at ljóð- og myndasendingar, sum Kringvarp Føroya ella persónar, feløg, kommunur og onnur varpa út, sum sbrt. kringvarpslógini hava sendiloyvi, eru fevndar av lógini. Ásetingin er nýggj, tí pressulógin bert umfatar rit.

 

Uppskotið leggur upp til somu avmarking sum í kringvarpslógini. Tað merkir, at serliga ábyrgdarskipanin fevnir um Kringvarp Føroya ella persónar, feløg, kommunur og onnur, sum hava sendiloyvi. Útlendskar sjónvarpsrásir, sum verða móttiknar og spjaddar í Føroyum um fylgisvein eru ikki fevndar av lógini. Fyri hesar fjølmiðlar eru vanligu ábyrgdarreglurnar galdandi. Treytin fyri at nýta serligu ábyrgdarreglurnar í uppskotinum til fjølmiðlaábyrgdarlóg, har dulnevni ella ónavnnevni frítekur fyri ábyrgd, má vera, at tað er ein í Føroyum, sum kann ábyrgjast, bæði veruliga og rættarliga.

 

Nr. 3.

Henda áseting merkir, at lógaruppskotið eisini fevnir um tekstir, myndir og ljóðsendingar, ið kunnu javnsetast við teir miðlahættir, ið eru fevndir av nr. 1 ella 2. Eisini henda áseting hevur sum treyt, at tað er ein í Føroyum, sum kann ábyrgjast, bæði veruliga og rættarliga.

 

Ein onnur treyt er, at tilfarið verður borið almenninginum. Tað merkir, at meginreglan er, at øll sum útgangsstøði skulu hava atgongd til tilfarið, møguliga við at gjalda fyri tað. 

 

Kravið um, at tilfarið skal bera brá av at vera tíðindi, ið kunnu javnsetast við teir miðlahættir, ið eru fevndir av nr. 1 ella 2, avmarkar, hvørjir miðlar verða fevndir av ásetingini. M.a. merkir tað, at tað skal snúgva seg um einvegismiðil eins og bløðini og sjónvarp/útvarp, tí bert tá ber ikki til hjá móttakaranum at ávirka tilfarið, og tí er bert í hesum føri møguligt at ábyrgda ávísar persónar, ið sita við tíðindamiðilin.

 

Harumframt er kravið um, at tilfarið skal bera brá av at vera tíðindi, sera týdningarmikið. Tað merkir ikki, at tað verður sett krav um serligt slag av tilfari, ella ávís góðskukrøv skulu setast, men at einans miðlar, ið hava eitt innihald, sum er samansett av fleiri upplýsingum, sum koma ymsastaðni frá, eru fevndir av serligu ábyrgdarskipanini. Harumframt er kravið, at hesi tíðindi skulu kunna javnmetast við teir miðlahættir (den formidling), ið eru fevndir av nr. 1 ella 2. Tað merkir, at tilfarið skal arbeiðast sjálvstøðugt ígjøgnum, áðrenn tað verður borið almenninginum. Skipanir, ið virka sum tekniskir boðberar, eru tískil ikki fevndar av lógini. Tað merkir eisini, at tað skal ein meting til í hvørjum einstøkum føri, um ein telefonavís, ljóðavís ella tílíkt eru fevnd av § 1, nr. 3. Ein nærri gjøgnumgongd av teim ymisku elektronisku miðlunum er at finna í „betænkning nr. 1205/1990 om medieansvar“, s. 91 ff.

 

Til kapittul 2

Vanligar ásetingar

 

Rit í Føroyum, sum bera fjøld av fólki upplýsingar støðugt ella regluliga

 

Til § 2

 

Stk. 1

Reglan er tann sama sum § 12, stk. 3 í pressulógini.

 

Stk. 2.

Her verður ásett, at um virksemi útgevarans er í Føroyum, er talan um eitt rit í Føroyum. Tað er fyri at tryggja, at tað er ein í Føroyum, sum kann ábyrgjast, bæði veruliga og rættarliga. Tað  avgerandi er, í hvørjum landi virksemið er. Útgevarin kann vera ein persónur, eitt partafelag, ein grunnur, sjálvsognarstovnur o.l. Avgerandi fyri, um virksemið er í Føroyum, er ein heildarmeting, har hugt verður at búðstaðarviðurskiftum, prentstaði, arbeiðsbústaði, stovningarstaði og tílíkum. Onki krav er um, at ritið skal vera á føroyskum. Rit á øðrum máli, ið verða útgivin í Føroyum, eru eisini fevnd av lógini.

 

Stk. 3

Ásetingin er tann sama sum § 16, stk. 2 í pressulógini og merkir, at uppskotið umfatar dagbløð (avísir), lokalbløð, vikubløð, bløð, ið koma út aðruhvørja viku, mánaðarbløð, kvartalsrit og hálvársrit. Tað hevur ongan týdning, um ritið kemur út regluliga ella ikki, bara tað er ætlað at koma út í minsta lagi 2 ferðir árliga. Árbøkur og tílíkt, ið bert eru ætlað at koma út eina ferð árliga, eru  sostatt ikki umfatað av lógini.

 

Harumframt má eisini krevjast, at ritið, umframt at vera ætlað at koma út 2 ferðir árliga, eisini má hava eitt innihald, sum kemur ymsastaðni frá. Hetta er eisini eyðkennið hjá bløðunum, og tað er eisini tílíkt innihald, ið er grundarlagið fyri at gera eina serliga ábyrgdarskipan. Tað er jú bara orsøk til at víkja frá vanligu ábyrgdarreglunum í tann mun, atlit skulu takast at skrivi– og talufrælsinum. Harafturímóti kunnu krøv ikki setast til góðskuna ella dygdina av ritinum.

 

Til § 3

 

Ásetingin er nøkulunda tann sama sum §§ 2 og 16, stk. 1 í pressulógini. Eitt grundsjónarmið í uppskotinum er, at blaðstjórin kann ábyrgjast á partleysum (objektivum) grundarlagi fyri ónavnnevnda tilfarið í einum blaði, og tískil er neyðugt nærri at áseta hugtakið blaðstjóri.

 

Stk. 1

Orsøkin til, at heitið ábyrgdarblaðstjóri er nevnt, er, at oftani eru fleiri blaðstjórar, men bara ein er ábyrgdarblaðstjóri. Samstundis verður gjørt greitt, at uppskotið nýtir orðingina blaðstjóri.

 

Stk. 2

Hugtakið blaðstjóri fevnir um tann, ið hevur rætt til endaliga at gera av innihaldið í einum riti. Tað avgerandi er sostatt ikki, hvør hevur tikið avgerðina í tí einstaka førinum, men hvør hevur rætt til endaliga at taka avgerðina. Harumframt kann einans vera ein blaðstjóri, sum hevur ábyrgd av øllum innihaldinum, hóast ein serligur blaðstjóri er nevndur fyri ein serligan part.

 

Stk. 3

Ásetingin er hin sama sum § 2, stk. 2 í pressulógini.

 

Ásetingin um blaðstjóran er skeiv, um so er, at viðkomandi ikki hevur tann førleika, ið blaðstjórin skal hava sbrt. stk. 2. Er ásetingin skeiv, hevur persónurin, sum (skeivt) er settur sum blaðstjóri, ikki ábyrgdina sum blaðstjóri. Ábyrgdina hevur bert veruligi blaðstjórin, hóast hann ikki er nevndur sum blaðstjóri í samsvari við § 3, stk. 1.

 

Til § 4

 

Blaðstjórin hevur skyldu til at upplýsa um, hvørjir persónar hava ábyrgdina sbrt. kap. 3, soleiðis at borgarin altíð lættliga kann finna fram til, móti hvørjum at skal søkjast.

 

Útvarp og sjónvarp 

Til § 5

 

Stk. 1 

Víst verður til viðmerkingarnar til § 1, nr. 2 um, hvørjir miðlar eru fevndir av hesi áseting. Hesir fjølmiðlar hava skyldu at boða frá, hvør redaktørurin er. Sendingar, ið verða varpaðar út, eru ikki varandi, so at skilja, at borgarin altíð kann síggja, hvør redaktørurin er. Tískil verður mælt til eina skipan, har neyðugt er at boða frá, hvør redaktørurin er, soleiðis at borgarin lættliga kann finna fram til rætta viðkomandi.

 

Ein skipan, har upplýst verður, hvør redaktørurin er við byrjan og enda er ikki serliga heppin, tí tað krevur, at ein hevur fingið antin byrjan ella endan á eini sending við, meðan upplýsingin heldur ikki í hesum føri verður ”standandi”.

 

Boðast skal frá hvørja ferð, at ein av fjølmiðlunum, ið eru fevndir av § 5, stk. 1, skiftir redaktør. Heimild er at revsa vantandi fráboðan í § 53, stk. 1. Annars svarar ásetingin innihaldsliga til § 3 viðvíkjandi ritum í Føroyum, sum bera fjøld av fólki upplýsingar støðugt ella regluliga.

 

Stk. 2

Hugtakið redaktørur fevnir um tann, ið hevur rætt til endaliga at gera av, um varpað verður út. Tað avgerandi er sostatt ikki, hvør hevur tikið avgerðina í tí einstaka førinum, men hvør hevur rætt til endaliga at taka avgerðina. Harumframt kann talan bert vera um ein redaktør, sum hevur ábyrgd av øllum innihaldinum. Hetta merkir fyri Kringvarp Føroya, at meginreglan er, at tað er stjórin, ið er redaktørur, sbr. eisini §§ 6, stk. 1 og 18, stk. 1 í kringvarpslógini. Tað útilokar ikki, at virksemið innanhýsis verður skipað soleiðis, at heimild at leggja til rættis og taka avgerð um ávísar sendingar verður løgd til programleiðarar o.l. Redaktørábyrgdin, tvs. ábyrgdin fyri ónavnnevndum ella dulnevndum innsløgum, kann tó ikki flytast.

 

Stk. 3

Sbrt. hesi áseting hava øll rætt til at fáa upplýst, hvør redaktørurin er.

 

Stk. 4

Ásetingin samsvarar skipanini fyri rit, tó soleiðis at útvarps- ella sjónvarpsvirkið kemur í útgevarans stað. Víst verður tískil til viðmerkingarnar til § 3, stk. 3.

 

Til § 6

 

Ásetingin er serlig fyri hesar fjølmiðlar, sum eru hvørvnir. Orsøkin til hesa áseting er, at redaktørurin í tann mun, hann ikki hevur ábyrgdina, skal hjálpa til við at finna fram til persónarnar og til tær sendingar ella innsløg, sum liggja til grund. Harumframt skal ásetingin eins og § 4 gera tað lættari hjá einum borgara at finna fram til, móti hvørjum at skal søkjast.

 

Til § 7

 

Álagt verður redaktørinum at goyma eitt avrit av øllum upptøkum tryggiliga, soleiðis at tað er lættari at skjalprógva innihaldið í eini ávísari sending ella innslagi. Skyldan fevnir bert um 3 mánaðir, men um ein kæra er komin innan hetta tíðarskeið er runnið, verður freistin longd, til málið er endaliga avgreitt.

 

Aðrir fjølmiðlar 

Til § 8

 

Fyri fjølmiðlar, ið lúka treytirnar í § 1, nr. 3, eru reglurnar í §§ 5-7 galdandi. Víst verður til hesar viðmerkingar.

 

Kapittul 3

Revsiábyrgd

 

Rit í Føroyum, sum bera fjøld av fólki upplýsingar støðugt ella reguliga 

Til § 9

 

Stk. 1

Ásetingin samsvarar í ávísan mun  § 6, stk. 2 í pressulógini. Tey, ið kunnu ábyrgjast fyri innihaldið eru høvundurin, blaðstjórin og útgevarin. Vanligu revsireglurnar um revsiábyrgd fyri at hjálpa til eru ikki galdandi. Treytirnar fyri, at hesi kunnu ábyrgjast, eru ásettar í §§ 10-15.

 

Stk. 2

Ásetingin samsvarar § 16, stk. 3 í pressulógini.

 

Stk. 3

Ásetingin samsvarar § 8, stk. 2 í pressulógini. Tað merkir, at somu ábyrgdarreglur eru galdandi fyri tíðindaseðlar, plakatir, uppsløg o.t., sum fyri tað ritið, sum hesi stava frá, hóast t.d. ein tíðindaseðil einsamallur neyvan kann metast at vera eitt rit sbrt. lógaruppskotinum.

 

Til § 10

 

Stk. 1

Ásetingin samsvarar § 6, stk. 4 í pressulógini. Sbrt. vanligum revsirættarligum meginreglum kann ein høvundur altíð umbera seg við objektivum orsøkum at sleppa undan ábyrgd, t.d. við at føra sannleikaprógv, sbr. § 269, stk. 1 í revsilógini.

 

Verður ásetingin hildin saman við § 11, stk. 1, merkir tað, at ónavnnevni frítekur høvundan fyri  ábyrgd. Í hesum føri eigur hvørki ein privatur saksøkjari ella ákæruvaldið at leita eftir samleika høvundans, tí at tá er tað blaðstjórin, ið hevur ábyrgdina.

 

Stk. 2

Tað verður ásett, nær ein grein e.t. er navnnevnd. Ein grein, ið ikki hevur navn høvundans, men mynd hansara ístaðin, verður eisini mett at vera navnnevnd, tí hann má rokna við, at hann lættliga kann verða kendur aftur.

 

Tað er ikki neyðugt, at eitt møguligt samtykki er skrivligt, tað kann eisini gerast tigandi. Ásetingin skal harumframt lesast í ljósinum av § 4, sum áleggur blaðstjóranum eina skyldu at upplýsa um samleikan hjá persónum, ið eru fevndir av § 10.

 

Stk. 3

Um fleiri høvundar eru til eina grein, hava allir ábyrgdina, um teir eru navnnevndir, og tað ikki sæst, hvør hevur skrivað hvat. Eru fleiri høvundar til eina grein, men bert ein navnnevndur, hevur hesin ábyrgdina av allari greinini, eins og hesin eisini hevur ábyrgdina av almannakunngeringini av eini mynd, ið er sett í blaðið ónavnnevnd.

 

Stk. 4-5

Um ein løgfrøðiligur persónur stendur sum høvundur til eina grein, kann tað virka særandi – serliga tá talan er um grov brot – at tað bara verður álagt bót. Tískil verður ásett, at leiðslan kann revsast eftir reglunum í vanligu lóggávuni. Hon kann tískil verða dømd til bót, hefti ella fongsul, alt eftir, hvat talan er um.

 

Stk. 6

Ein tíðindastova verður ikki at meta sum ein navnnevnd grein, tí at tað ikki nóg ítøkiliga er ásett ein rithøvundur. Í hesum føri er tað blaðstjórin, ið ber ábyrgdina.

 

Til § 11

 

Ásetingin samsvarar til § 6, stk. 3, 1. pkt. í pressulógini og merkir, at blaðstjórin hevur ábyrgdina fyri ónavnnevnda grein, hóast tað ikki kann roknast honum at vera gjørt við vilja ella av ósketni. Hann hevur ábyrgdina á objektivum grundarlagi.

 

Ein grein er ónavnnevnd, um hon ikki ber navn høvundans, ella um hon ber navn, merki ella mynd hansara, men er almannakunngjørd uttan høvundans loyvi.

 

Er talan um eitt lesarabræv við følskum ella skeivum navni, ber blaðstjórin eisini ábyrgdina.

 

Yvirskriftir, forsíðuávísingar o.t. verða mett sum partur av greinini.

 

Sbrt. vanligum revsirættarligum meginreglum, kann ein blaðstjóri altíð umbera seg við objektivum orsøkum at sleppa undan ábyrgd, t.d. sannleikaprógv, sbr. § 269, stk. 1 í revsilógini.

 

Stk. 2

Ásetingin samsvarar § 6, stk. 3, 2. pkt. í pressulógini.

 

Til § 12

 

Ásetingin er nýggj í mun til gomlu pressulógina og er galdandi, tá ein fjølmiðil endurgevur ein annan fjølmiðil. Í hesum føri hevur upprunaligi navnnevndi høvundurin bara ábyrgdina, um hann hevur givið loyvi til endurgevingina. Hevur hann ikki givið loyvi, er tað at meta sum dulnevnt ella ónavnnevnt.

 

Til § 13

 

Ásetingin fevnir um samábyrgd blaðstjórans fyri innihaldinum í navnnevndari grein og samsvarar í stóran mun § 6, stk. 3 í pressulógini.

 

Til § 14

 

Útgangsstøðið er, at ábyrgdin fyri endurgevingini av eini framsøgn  í einum riti verður áløgd sbrt. reglunum í fjølmiðlaábyrgdarlógini. Er sjálv framsøgnin eitt brot á galdandi lóggávu, kann høvundur ella blaðstjóri ábyrgjast fyri endurgevingina, meðan tann, ið hevur borið hana fram, kann revsast sbrt. vanligu lóggávuni.

 

§ 14 merkir, at tann, ið hevur borið framsøgnina fram, undir ávísum treytum eisini kann ábyrgjast fyri almannakunngeringina. 

 

Hóast ásetingin í sær sjálvum er nýggj, er hon í samsvari við rættarstøðuna í dag.

 

Til § 15

 

Ásetingin merkir, at um ábyrgd ikki kann gerast galdandi móti blaðstjóranum, er tað útgevarin, ið má bera ábyrgdina. Pressulógin leggur í ávísum føri ábyrgdina aftur á høvundan, hóast hesin er ónavnnevndur, men tað má metast at vera meira hóskandi, um útgevarin altíð hevur ábyrgdina, um blaðstjórin ikki kann ábyrgjast.

 

Útvarps- og sjónvarpssendingar 

Til § 16

 

Stk. 1

Ásetingin samsvarar § 9, stk. 1, tó er skarðin av teimum, ið kunnu ábyrgjast fyri innihaldið  størri, tí tað snýr seg um eitt annað slag av miðli. Tað eru sostatt høvundurin, redaktørurin, útvarps- ella sjónvarpsvirkið og tann, ið sigur eitthvørt, ið kunnu ábyrgjast. Vanligu revsireglurnar um revsiábyrgd fyri at hjálpa til eru ikki galdandi, sí tó § 20, stk. 2, og §§ 25 og 27. Tað merkir, at øll, ið eru við til at gera ella framleiða eina sending, ikki kunnu ábyrgjast fyri innihaldið.

 

Stk. 2

Ásetingin samsvarar í høvuðsheitum § 9, stk. 2 í uppskotinum.

 

Til § 17

 

Ásetingin er í samsvari við § 10 um ábyrgd høvundans fyri innihaldið í eini grein í einum riti. Ásetingin skal lesast saman við § 20, stk. 2 um, hvør hevur ábyrgdina í eini beinleiðis sending, sum inniber, at ónavnnevnd ikki sleppa undan ábyrgd, men ábyrgjast eftir vanligum reglum. Víst verður til viðmerkingarnar til §§ 10-11 og § 20, stk. 2.

 

Til § 18

 

Ásetingin snýr seg um ábyrgdina fyri eini framsøgn í eini óbeinleiðis sending. Tá tað í §§ 18-20 verður sagt „tann, ið sigur eitthvørt”, verður hugsað um tann, sum sigur eitthvørt sjálvstøðugt – eina framsøgn. Tann, ið lesur upp ella á annan hátt miðlar, hvat hin hevur sagt, er ikki fevndur av orðingini „tann, ið sigur eitthvørt”.

 

Um viðkomandi skal frítakast fyri ábyrgd, skulu ávísar fortreytir vera til staðar. Víst verður í hesum sambandi til viðmerkingarnar til § 10. Men av tí at útvarp og sjónvarp eru serligir miðlar, er neyðugt við aðrari orsøk til frítøku í mun til ritini, nevniliga um viðkomandi hevur fingið loyvi at vera við uttan at verða kendur aftur, og hóskandi tiltøk eru sett í verk til tess at tryggja tað. Hvussu hesi tiltøk skulu skipast er tengt at umstøðunum. Í eini útvarpssending kann røddin t.d. verða gjørd øðrvísi, og sjónvarpssendingar kunnu vísa viðkomandi í svørtum ella sum skuggamynd, kanska í sambandi við at røddin eisini er broytt.

 

Meginreglan er, at jú kendari viðkomandi er, jú størri tiltøk mugu setast í verk til tess at tryggja, at viðkomandi ikki verður kendur aftur, soleiðis at hann ikki kann ábyrgjast.

 

Til § 19

 

Ásetingin snýr seg um ta støðu, at ein tekstur ella ein framsøgn hevur verið send í øðrum fjølmiðli navnnevnd, t.d. at ein grein í einum riti verður lisin upp ella á annan hátt endurgivin í eini útvarpssending. Sí viðmerkingarnar til § 12.

 

Til § 20

 

Ásetingin snýr seg um framsøgn í eini beinleiðis sending, t.d. í sambandi við eina samrøðu, kjaksending, politiskan fund, gudstænastu ella annað tílikt tiltak, ið verður sent beinleiðis. Í hesum føri hevur tann, sbr. stk. 1, 1. pkt., ið hevur borið fram, ábyrgdina eftir reglunum í vanligu lóggávuni. Tað er bara, um hann hevur fingið loyvi at vera við uttan at verða kendur aftur, og hóskandi tiltøk eru sett í verk til tess at tryggja hetta, at redaktørurin hevur ábyrgdina.

Víst verður annars til viðmerkingarnar til § 18 um treytirnar fyri hesum tiltøkum.

 

Stk. 2

Orsøkin til hesa áseting er, at redaktørurin ella starvsfólkið vanliga ikki kunnu stýra ella hava ávirkan á, hvat hendir til sovorðin tiltøk og kanska heldur ikki kunnleika til, hvør ”er við” í sendingini.

 

Fyri at minka um misnýtsluna í hesum sambandi, soleiðis at onkur kann lesa ein tekst ella siga eitthvørt uttan at hava ábyrgdina og sleppa undan reglunum í vanligu revsilógini um at hjálpa til at fremja eitt brot, er ásett, at í hesum føri eru vanligu reglurnar galdandi.

 

Til § 21

 

Sí viðmerkingarnar til § 13 um rit og §§ 17, 18 og 20.

 

Til § 22

 

Ásetingin fevnir um tann, ið miðlar ein tekst ella eina framsøgn, herundir upplestur. Oftani hevur ein høvundur skrivað tekstin, og ein annar lesur hann upp í sendingini ella miðlar hann á annan hátt. Harumframt snýr tað seg oftani um samrøður ella kjak, t.d. tíðindafólk, ið hevur eina samrøðu við ein politikara. Í hesum føri hevur tíðindafólkið, ið miðlar, ikki ábyrgdina.

 

Til § 23

 

Sí viðmerkingarnar til § 15, tó soleiðis at útvarps- ella sjónvarpsvirkið kemur ístaðin fyri útgevaran.

 

Til § 24

 

Alt eftir, hvat slag av fjølmiðli, tað snýr seg um í tí einstaka førinum, verður ábyrgd áløgd antin sbrt. reglunum fyri rit ella útvarp og sjónvarp. Sí eisini viðmerkingarnar til § 33.

 
Felags ásetingar 

Til § 25

 

Talan er um eina dagføring av ásetingini í § 7 í pressulógini, ið ásetti, nær reglurnar í vanligu lóggávuni skuldu nýtast.

 

Til § 26

 

Miðlavirkini ábyrgjast beinleiðis fyri bót og sakarmálskostnað, ið verður álagt sbrt. §§ 9-25.

 

Til § 27

 

Ásett verður, hvat rætturin í síni døming serliga skal leggja dent á. Hetta er m.a. grundað á, at ein bót vanliga verður áløgd út frá inntøkuviðurskiftunum hjá tí einstaka, sí revsilógina §§ 51 og 80. Hildið verður ikki, at tað er rímiligt, at ein bót í sambandi við eitt lógarbrot, sum verður framt gjøgnum ein fjølmiðil, skal ásetast í mun til, hvussu stóra inntøku høvundurin ella redaktørurin hevur. Harafturímóti eru tað heldur tær umstøður, ið nevndar eru í greinini, ið skulu vera avgerandi.

 

Til § 28

 

Stk. 1

Ásetingin kemur ístaðin fyri § 6, stk. 6 í pressulógini. Tær umstøður, ið gera seg galdandi, tá tað snýr seg um eina serliga ábyrgdarskipan fyri fjølmiðlar, gera seg ikki galdandi í sambandi við lýsingar. Tískil eiga lýsingar at verða undantiknar.

 

Stk. 2

Redaktørurin ella blaðstjórin hevur harumframt eina samábyrgd sbrt. vanligu reglunum. Tað snýr seg um ábyrgd á objektivum grundarlagi, eins og tað er, tá tað snýr seg um redaksjonel evni. Harumframt merkir tað, at onnur, ið starvast á fjølmiðlinum, ikki kunnu ábyrgjast.

 

Kapittul 4

Endurgjaldsábyrgd fyri innihald fjølmiðlanna 

Til § 29

 

Reglan um endurgjaldsábyrgd fyri rit í Føroyum samsvarar í høvuðsheitum § 6, stk. 7 í pressulógini og ásetir, hvør ber endurgjaldsábyrgdina. Hesi eru tey somu, sum hava revsiábyrgdina, og verður ábyrgdin áløgd eftir somu grundreglum.

Ásetingin fevnir tó ikki bert um endurgjaldsábyrgd í sambandi við okkurt revsivert; tað verður avgjørt eftir vanligu reglunum um endurgjaldsábyrgd.

 

Til § 30

 

Reglan samsvarar í høvuðsheitum § 12, stk. 1 í pressulógini, sum tó bert fevnir um ábyrgd útgevarans í mun til blaðstjóran, meðan nýggja ásetingin eisini fevnir um høvundan. Tað merkir, at útgevarin heftir beinleiðis fyri endurgjald og sakarmálskostnað, sum verður álagt einum sbrt. §§ 9-15 og §§ 25 og 27, og kann verða kravdur beinleiðis eftir hesum, hóast hann ikki hevur verið við í sjálvum rættarmálinum. Tað fylgir av vanligum rættarmeginreglum, at útgevarin kann krevja pengarnar aftur frá honum, ið ber ábyrgdina sbrt. § 29. (regresrætturin). 

 

Til § 31

 

Reglan er tann sama sum fyri rit í Føroyum, sí viðmerkingarnar til § 29.

 

Til § 32

 

Reglan er tann sama sum fyri rit í Føroyum, útgevarin er bara skiftur út við Kringvarp Føroya ella onnur, ið hava sendiloyvi. Sí viðmerkingarnar til § 30.

 

Til § 33

 

Reglan skal lesast saman við § 24, sum ásetir, at hesir fjølmiðlar, sum nevndir eru í § 1, nr. 3, bera revsiábyrgdina sbrt. §§ 9-15 ella §§ 16-23, alt eftir hvat slag av fjølmiðli tað snýr seg um. Tað merkir, at endurgjaldsábyrgdin verður mett á sama hátt.

 

Kapittul 5

Fjølmiðlasiður 

Til § 34

 

Í dag er tað bara revsilógin, ið ásetir reglur um ónáðir og ærumeiðing. Oftani hava serligar reglur um góðan fjølmiðlasið verið eftirlýstar í føroysku skipanini, og ætlanin er at áseta tær sbrt. hesi grein. Hugtakið góður fjølmiðlasiður er tó ikki nærri lýst, tí hildið verður rættast, at tað eru fjølmiðlarnir sjálvir gjøgnum umboð síni í Fjølmiðlaráðnum, ið gera av, hvat góður fjølmiðlasiður er.

               

Onnur lond, ið hava lóggivið á hesum øki, hava eisini valt at lata upp til tann stovn, ið skal taka avgerð um góðan fjølmiðlasið, at slóða leiðina fram. Á henda hátt verður góður fjølmiðlasiður støðugt dagførdur við grundarlagi í samfelagsmentanini.

 

Til ber ikki til fulnar at lýsa hugtakið ”góður fjølmiðlasiður”, men tað merkir fyrst og fremst, at innihald og atburður skulu vera í samljóði við mentan og sjálvsfatan okkara.

 

Innihald er tilfarið, sum fjøldin av fólki fær atgongd til.

 

Atburður er tann framferð, sum fjølmiðlafólk nýta, tá tey útvega og framleiða tilfar.

 

Sum dømi úr øðrum londum, vit vanliga sammeta okkum við, verða donsku og ensku vegleiðandi reglurnar um góðan fjølmiðlasið hjálagdar.

 

Fjølmiðlanevndin eigur beinanvegin at gera skrivligar leiðreglur um góðan fjølmiðlasið, soleiðis at fjølmiðlar hava hesar reglur at halda seg til.

 

Stk. 2

Ásetir, hvør hevur rætt til at kæra, og Fjølmiðlanevndin eigur í avgerð sínari at taka støðu til, um kærarin er so nær tengdur at málinum, at hann/hon hevur grundaða orsøk til at halda seg líða órætt. Løgfrøðiligir persónar hava sama rætt at kæra. Ein kæra kann sendast antin til viðkomandi fjølmiðil ella til fjølmiðlanevndina. Avgerðin, sum fjølmiðilin tekur, kann kærast til fjølmiðlaábyrgdarnevndina

 

Stk. 3

Hetta er ein serliga áseting fyri Kringvarp Føroya ella persónar, feløg, kommunur og onnur, sum sbrt. kringvarpslógini hava sendiloyvi. Orsøkin til hesa serligu reglu er, at hesi sbrt. kringvarpslógini hava skyldu at viðgera eina tílíka kæru, og tí skal ein møgulig kæra sendast hesum fyrst og ikki fjølmiðlaábyrgdarnevndini.

 

Kærufreistin

Henda undantaksreglan frá kærufreistini er serliga ætlað sjófólki og øðrum í líknandi støðu, sum ikki fáa vart síni áhugamál við so stuttari freist. Tað verður formaðurin, ið tekur avgerð í hvørjum einstøkum føri, um víkjast skal frá kærufreistini.

 

Til § 35

 

Tað snýr seg einans um eina nágreining av ásetingunum í kringvarpslógini hesum viðvíkjandi. Kringvarpslógin ásetir m.a., hvørji krøv verða sett til lýsingar, herundir hvat loyvt er at lýsa fyri. Eisini tekur Kringvarpið endaliga avgerð um øll ivamál viðvíkjandi innihaldi og sniði í lýsingum. Afturat hesum er heimilað landsstýrismanninum í loftmiðlamálum at áseta nærri reglur um lýsingar í Kringvarpinum. Ætlanin er ikki, at lýsingar skulu verða fevndar av serligu ábyrgdarskipanini í fjølmiðlaábyrgdarlógini, tí at hesar ásetingar eru fyri at tryggja skrivi-, talu- og kunningarfrælsi og á henda hátt skapa bestu fortreytirnar fyri almenna orðaskiftinum. Hetta verður serliga tryggjað við at gera eina serliga ábyrgdarskipan fyri fjølmiðlarnar, sum í høvuðsheitum ber í sær, at blaðstjóri/redaktørur ella útgevarin/útvarps- ella sjónvarpsvirkið kunnu ábyrgjast fyri at almannakunngera ónavnnevndar greinar, framsøgnir, sendingar og tílíkt, og bara  navnnevndur høvundur ella upphavsmaður hevur ábyrgdina. Ónavnnevndi høvundurin/upphavsmaðurin kann ikki ábyrgjast, og rættindi fjølmiðlanna at verja keldur teirra verða tryggjað. Hesi atlit gera seg als ikki galdandi í sambandi við lýsingar og eiga hesar tískil at verða fevndar av vanligu reglunum um revsi- og endurgjaldábyrgd.  

 

Kapittul 6
Rætturin at svara aftur 

Til § 36

 

Ásetingin samsvarar § 9 í pressulógini um ”berigtigelse”. Í sambandi við stk. 6 verður eisini víst til viðmerkingarnar til § 35.

 

Til § 37

 

Ásetingin samsvarar § 9 í pressulógini. Tað er blaðstjórin ella redaktørurin á fjølmiðlinum, ið hevur ábyrgdina av at almannakunngera eitt aftursvar, og tað er honum, ein umbøn skal sendast.

 

Til § 38

 

Ásetingin samsvarar § 9 í pressulógini. 

 

Til § 39

 

Ásetingin samsvarar í høvuðsheitum § 9 í pressulógini. Sbrt. pressulógini skal eitt aftursvar almannakunngerast í næsta nummari av ritinum, meðan § 39 í uppskotinum ásetir, at tað skal almannakunngerast uttan seinkan, av tí at lógaruppskotið eisini fevnir um elektroniskar miðlar. Hildið verður, at tað er óheppið, um ítøkilig freist verður ásett fyri hesar miðlar.

 

Til § 40

 

Ásetingin samsvarar  § 9 í pressulógini, tó at kærufreistin á 4 vikur er nýggj. Orsøkin til, at formligar treytir eru settar, er, at tað oftani snýr seg um privat, sum ikki hava skyldu at liva upp til krøvini í fyrisitingarlógini um t.d. kæruvegleiðing.

 

Kapittul 7

Fjølmiðlanevndin 

Til § 41

 

Fjølmiðlanevndin skal taka sær av góðum fjølmiðlasiði og rættinum at svara aftur. Fjølmiðlanevndin verður sett saman av 4 limum; 1 umboð fyri tíðindafólkini og 1 umboð fyri leiðsluna á fjølmiðlunum fyri at skapa javnvág millum hesar bólkar. Harumframt verður 1 umboð valt fyri almenningin og landsstýrismaðurin velur 1 umboð, sum skal vera løgfrøðingur. Á henda hátt er javnvág millum fjølmiðil og almenning og javnvág millum leiðslu og tíðindafólk á fjølmiðlunum. Eitt tilmæli til landsstýrismannin er bindandi, gera serlig viðurskifti seg ikki galdandi, t.d. at bæði tilmælti limur og tiltakslimur starvast á sama fjølmiðli.

 

Stk. 2

Fyri hvønn limin verður valdur tiltakslimur, sum, tá liminum berst frá, kemur í hansara stað. Bæði limir og tiltakslimir verða valdir fyri 4 ár, og hava møguleika at verða valdir aftur, um teir framvegis lúka treytirnar fyri tilnevning.

 

Stk. 3

Nevndin skipar seg sjálv, og tað merkir, at hon sjálv velur formannin. Tað stendur sostatt til nevndina, hvør av valdu limunum verður formaður og harvið hevur avgerandi leiklutin, um tað stendur á jøvnum. Verður nevndin ikki samd um at velja formannin, er tað landsstýrismaðurin, ið velur henda millum teir fýra limirnar.

 

Til § 42

 

Fyri at javna umboðanin veruliga skal síggjast aftur, er neyðugt, at allir limir eru við, tá avgerð skal takast. 

 

Til § 43

 

Ásett verður, hvat er fevnt av málsøki fjølmiðlanevndarinnar, sí eisini §§ 34 og 40. Vert er at bíta merki í, at nevndin í ávísum føri bert kann taka avgerð, um kærarin fyrst hevur sent kæru til viðkomandi fjølmiðil, sbr. § 34, stk. 3.

 

Avgerð, ið Fjølmiðlanevndin tekur, kann sbr. § 50 ikki kærast til annan fyrisitingarligan myndugleika, men kann leggjast fyri rættin at taka støðu til.

 

Stk. 2 og 3

Formaðurin hevur heimild til at taka avgerð um at vísa kærur burtur. Hetta er fyri at lætta um arbeiði nevndarinnar.

 

Til § 44

 

Stk. 1

Fjølmiðlanevndin skal bert viðgera skrivliga kæru og hevur ikki skyldu at viðgera ónavnnevndar kærur sbr. vanligum fyrisitingarligum meginreglum.

 

Stk. 2

Harumframt loyvir ásetingin nevndini at taka mál upp, sum hava serligan týdning. Tað krevur tó loyvi frá honum, ið heldur seg líða órætt.

 

Til § 45

 

Tað snýr seg um mannagongdir í samsvari við fyrisitingarlógina. Neyðugt er við lógarásettum kravi í hesum føri, tí tað ikki altíð snýr seg um almennan myndugleika, ið hevur skyldu at lúka krøvini í fyrisitingarlógini. Harumframt er endamálið við ásetingini, at annar parturin ikki kann leingja málið við ikki at svara.

 

Stk. 2

Lógarásett krav fyri at lætta um arbeiðið hjá nevndini, tí miðilin ikki kann leingja um málsviðgerðina við ikki at útflýggja ritið ella sendingina, kært verður um.

 

Til § 46

 

Stk. 1

Fjølmiðlanevndin skal taka avgerð, so skjótt arbeiðsgongdin loyvir tí. Hildið verður, at skjót avgerð hevur stóran týdning fyri bæði kærara og tann, ið kært verður um.

 

Stk. 2

Endamálið er, at annar parturin ikki kann leingja málið við ikki at møta.

 

Til § 47

 

Orsakað av samansetingini av nevndini, kann tað koma fyri, at ein kæra viðvíkir einum fjølmiðli, sum ein av limunum er knýttur at. Tá verður hann noyddur at víkja sæti. Harumframt kunnu verða umstøður, ið kunnu vekja iva um parthall, t.d. at ein limur alment hevur sagt sína meining, áðrenn málið er kært til nevndina ella, at hann hevur tøtt familjubond til kæraran.

 

Til § 48

 

Av tí at tað eru 4 limir, er ásett, at formansins atkvøða er avgerandi, stendur tað á jøvnum. Harumframt skal nevndin gera grundaðan úrskurð í øllum málum. Úrskurðurin skal innihalda meting ella áskoðan um málið og grundgeving fyri hesum. Fjølmiðlanevndin hevur ikki skyldu til hvørki at geva kærara ella tí, ið kært verður um, viðhald, men kann frítt av kærukrøvum teirra gera sína niðurstøðu. Eru allir limirnir ikki samdir um ein úrskurð, skal áskoðan minnilutans við í úrskurðin.

 

Til § 49

 

Tað er upp til nevndina at gera av, um ein úrskurður skal almannakunngerast, og á hvønn hátt og í hvørjum vavi.

 

Til § 50

 

Onki er til hindurs fyri, at kært verður til Fjølmiðlanevndina samstundis, sum málið verður lagt fyri rættin. Avgerðin hjá Fjølmiðlanevndini kann tó ikki kærast til annan fyrisitingarligan myndugleika. Metingar um brot á góðan fjølmiðlasið og um rættin at svara aftur eru ikki fevndar av eftirliti umboðsmansins, tí at hann ikki hevur serligar fortreytir fyri at meta um, hvat t.d. góður fjølmiðlasiður er. Slík mál hoyra natúrliga heima í eini fakligari samansettari kærunevnd. Tó er avgerð nevndarinnar ikki uttan fyri eftirlitið hjá umboðsmanninum, tá tað snýr seg um málsviðgerðarreglur.

 

Til § 51

 

Frágreiðingin skal innihalda eitt yvirlit yvir tey mál, sum eru viðgjørd, og høvuðsinnihald teirra. Tó eiga mál, har nevndin metir, at tað snýr seg um brot á góðan fjølmiðlasið, og sum hava almennan áhuga, at verða endurgivin í sínum fulla líka.

 

Til § 52

 

Stk. 1-4

Fjølmiðlanevndin ger sínar egnu innanhýsis reglur, eins og vanligt er. Landskassin rindar fyri skrivstovu nevndarinnar, meðan nevndin í serligum føri kann gera av, at ein fjølmiðil skal rinda fyri útreiðslurnar av eini nevndarviðgerð, t.d. samsýning til limirnar og aðrar útreiðslur í hesum sambandi. Hetta kann t.d. koma fyri, um tað átti at staðið viðkomandi fjølmiðli heilt greitt, at hann breyt góðan fjølmiðlasið

 

Limirnir verða samsýntir sbrt. vanligu reglum landsins. 

 

Kapittul 8

Revsiásetingar og gildiskoma 

Til § 53

 

Ásetingin samsvarar § 19 í pressulógini. Í § 53 verður ásett, at brot á eina røð av sokallaðum mannagongdum, kunnu verða revsað við bót ella hefti. 

 

Harumframt kunnu løgfrøðiligir persónar, land, kommuna ella kommunalir felagsskapir, ið bróta ásetingarnar, sum nevndar eru í stk. 1, revsast sbrt. kap. 5 í revsilógini.

 

Til § 54

 

Ásetingin samsvarar § 11 í pressulógini

 

Til § 55

 

Ætlanin er, at lógin kemur í gildi tann 1. juli 2006. Samstundis verður gamla pressulógin sett úr gildi.

 

Hjáløgd skjøl: 

Skjal 1:  Vejledende regler for god presseskik (Danmark)

Skjal 2:  Code of Practice (Ongland)

Skjal 3:  Vær varsom – etiske normer for pressen (Noreg)

 

1. viðgerð 28. februar 2006. Málið beint í rættarnevndina, sum tann 27. apríl 2006 legði fram soljóðandi

 

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 21. februar 2006, og eftir 1. viðgerð tann 28. februar 2006 er tað beint rættarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 7., 20. og 27. mars og 3., 24. og 27. apríl 2006.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Kringvarp Føroya, Lindina, Rás 2, Dimmalætting, FF-blaðið, Sosialin, Vikublaðið, Oyggjatíðindi, Blaðmannafelagið, Blaðútgevarafelagið og landsstýrismannin í innlendismálum. Frá Óla Jacobsen hevur nevndin fingið viðmerkingar til fjølmiðlaábyrgdarlógina, dagfest 20. og 27. mars 2006, og frá landsstýrismanninum í innlendismálum hevur nevndin fingið svar, dagfest 24. apríl 2006, upp á spurningar, nevndin hevur sett í telduposti tann 27. mars og 3. apríl 2006.

 

Undir nevndarviðgerðini hevur ivi tikið seg upp, hvørt ásetingarnar fyri Kringvarp Føroya í fjølmiðlaábyrgdarlógini eru í samsvari við politiska ynskið og ásetingarnar í nýggju kringvarpslógini § 6, um at tað til eina og hvørja tíð skulu vera tvær sjálvstøðugar tíðindaeindir í Kringvarpi Føroya.

 

Sambært løgfrøðiligu ráðgevingini staðfestir fjølmiðlaábyrgdarlógin, at rættarliga ábyrgdin fyri redaksjonella tilfarinum hjá kringvarpinum liggur hjá einstaka starvsfólkinum og í evsta føri hjá kringvarpsstjóranum. Fyri báðar tíðindadeildirnar merkir hetta, at rættarliga ábyrgdin í fyrstu atløgu liggur hjá einstaka tíðindafólkinum og síðani hjá kringvarpsstjóranum, meðan tíðindastjórarnir í veruleikanum ikki hava størri rættarliga ábyrgd enn einstøku tíðindafólkini.

 

Av tí, at tað við hesum verður staðfest, at rættarliga ábyrgdin fyri tíðindaflutninginum bæði í útvarpi og sjónvarpi verður savnað á einum staði, ivast nevndin í, hvørt fjølbroytnið í almenna tíðindaflut­ninginum er nóg væl tryggjað.

 

Fyri at broyta hesi viðurskifti og fáa rættarligu ábyrgdina lagda út á leiðararnar á báðum tíðindadeildunum er neyðugt við einum skilgreiningararbeiði av virkseminum hjá tíðindadeildunum. Tí hevur nevndin í samráð við landsstýrismannin í innlendismálum gjørt av at mæla til at samtykkja lógina við teirri broyting, at hon fyribils verður galdandi í eitt ár, meðan landsstýrismaðurin fyrireikar neyðugu tillagingarnar at leggja fyri Løgtingið í næstu tingsetu.

 

Samsvarandi hesum setir nevndin fram soljóðandi 

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t 

 

1) Í § 55, stk. 1 verður aftaná ”2006” sett: ”og fer úr gildi 1. juli 2007.”

 

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið við nevndu broyting.

 

 2. viðgerð 2. mai 2006. Uppskot frá Bill Justinussen um at beina málið aftur í nevnd fall 2-0-25. Broytingaruppskot frá samdari rættarnevnd til § 55 samtykt 28-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 27-0-1.  Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

 

3. viðgerð 4. mai 2006. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-1. Málið avgreitt.

 

Ll.nr. 45 frá 16.05.2006