52  Uppskot til  samtyktar um fráboðan til Sameindu Tjóðir

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð

Ár 2006, 31. januar, legði Høgni Hoydal, løgtingsmaður o.fl. vegnaTjóðveldisflokkin fram soljóðandi

 

Uppskot

 

til

 

samtyktar

 

Løgtingið staðfestir:

-         at føroyingar eru tjóð við óskerdum tjóðarrættindum

-         at bert Føroya fólk kann taka avgerð um rættarstøðu Føroya og støðu Føroya í altjóða samfelagnum

-         at tað er ikki í samsvari við sjálvsavgerðarrætt og tjóðarrættindi føroyinga, at danskir myndugleikar hava sent einvísa fráboðan til Sameindu Tjóðir um danska fólkatingslóg og danska grundlóg Føroyum viðvíkjandi

 

Løgtingið heitir á landsstýrið um beinanvegin at tryggja, at Sameindu Tjóðir fáa boð um støðu Løgtingsins.

 

Viðmerkingar

Danska Uttanríkisráðið hevur sent eina einvísa fráboðan til Sameindu Tjóðir (ST), dagfest 7. november 2005.

 

Í henni verður fráboðað, at ein donsk fólkatingslóg um uttanríkispolitisku heimildir føroyinga er í samsvari við sjálvsavgerðarrætt føroyinga sambært altjóða rætti. Danska fólkatingslógin við viðmerkingum er partur av hesi fráboðan.

 

Í fráboðanini verður m.a. sagt:

- at føroyingar hava ikki sjálvstøðugar heimildir mótvegis øðrum tjóðum

- at føroyingar bert kunnu gera avtalur við onnur lond sum samrunnin partur av Danmark undir heitinum “Kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne”

- at danska grundlógin setir mørkini fyri, hvørji rættindi føroyingar og føroyskir myndugleikar hava

- at ein donsk grundlógarbroyting er neyðug, um føroyingar skulu hava nakrar sjálvstøðugar heimildir

- at føroyingar hava ongar heimildir viðvíkjandi verju- og trygdarpolitikki

- at føroyingar kunnu ikki gera avtalur, ið ganga móti áhugamálunum hjá danska ríkinum

- at føroyingar kunnu ikki gerast limir í altjóða felagsskapum, har Danmark frammanundan er limur.

 

Hetta er gjørt, uttan at Føroya fólk er spurt, og tíansheldur er Løgtingið kunnað um hesa einvísu fráboðan. Kortini verður sagt í fráboðanini, at hetta er í samsvari við sjálvsavgerðarrætt føroyinga.

 

Henda fráboðan stendur í andsøgn til alt tað, sum Løgtingið og allir flokkar á tingi hava hildið fast um viðvíkjandi tjóðarrættindum føroyinga – fram til 2005.

 

Ein av fremstu serfrøðingum í altjóða rætti, Guðmundur Alfredsson, professari, hevur víst á, at hetta kann hava skaðiliga ávirkan og kann virka til at staðfesta danskt vald í Føroyum í enn størri mun enn áður.

 

Hann mælir til, at føroyingar boða ST frá síni støðu.

 

Løgmaður, Jóannes Eidesgaard, og fyrrverandi løgmaður, Anfinn Kallsberg, hava báðir sagt alment, at teir taka ikki undir við donsku sjónarmiðunum, sum send eru ST, men at avgerandi er at halda fast um føroysku fatanina av viðurskiftunum.

 

Tískil verður mælt til at, Løgtingið beinanvegin ger støðuna greiða og tryggjar, at føroysku sjónarmiðini verða fráboðað ST.

 

1. viðgerð 8. februar 2006. Málð beint í uttanlandsnevndina, sum tann 23. mars 2006 legði fram soljóðandi

Álit

 

Tjóðveldisflokkurin hevur lagt málið fram tann 31. januar 2006, og eftir 1. viðgerð tann 8. februar 2006 er tað beint uttanlandsnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 8., 15. og 22. mars 2005.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við løgmann.

 

Ein meiriluti í nevndini (Johan Dahl, Óli Breckmann, Anfinn Kallsberg, John Johannessen og Kristian Magnussen) vísir á, at málið longu er avgreitt.

 

Løgmaður hevur við brævi til nevndina, tann 24. februar 2006, kunna um skriv, hann hevur sent danska uttanríkisráðharranum við føroyska ískoytinum til 5. periodisku rapportina hjá Danmark sambært ST-konvensjónini um borgarlig og politisk rættindi.

 

Føroyska ískoyti fevnir um føroysku uppfatanina av politisku og rættarligu støðu Føroya, og er harumframt viðmerkingar til art. 1 í konvensjónini.

 

Meirilutin tekur tí ikki undir við málinum, og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

 

Ein minniluti í nevndini (Hergeir Nielsen og Jenis av Rana) tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

Minnilutin vísir á at:

Í nýársrøðu síni og 2. januar  2006 hevur løgmaður boðað frá, at: “Danir hava nú boðað altjóða samfelagnum frá nýggju uttanríkispolitisku lógini soleiðis, at onnur lond og millumtjóða felagsskapir skulu vita um uttanríkispolitisku heimildirnar hjá Føroyum.”

 

9. januar boðar sami løgmaður frá, at: “Eingin nýggj avgerð er tikin í málinum um uttanríkispolitisku lógina, eftir at hon hevur verið viðgjørd í Løgtinginum. Tí hevði løgmaður ikki skyldu sambært stýrisskipanarlógini grein 54 at ráðføra seg við uttanlansnevndina í sambandi við, at danir boðaðu ST frá víðakaðu heimildum Føroya á uttanrikispolitiska økinum.
Hetta metir løgfrøðiliga ráðgevingin á Løgmansskrivstovuni, sum sostatt er ósamd við løgfrøðingarnar, sum í útvarpinum hava ført fram, at løgmaður átti at ráðført seg við uttanlandsnevndina.”

 

Aftaná, at løgtingsmál nr. 52/2005: Uppskot til samtyktar um fráboðan til Sameindu Tjóðir frá Tjóðveldisflokkinum varð framlagt tann 31. januar 2006  og fekk fyrstu viðgerð 8. februar 2006, kom vend í málið.

 

24. februar 2006 verður avrit av brævi til danska uttanríkisráðharran, dagfest 24. februar 2006, sent uttanlandsnevndini til kunningar í sambandi við fimtu frágreiðing Danmarkar viðvíkjandi Altjóðaseminginum um Borgarlig og Politisk Rættindi.

 

Løgmaður upplýsir her í einum fyrlgiskrivi til Per Stig Møller, uttanríkisráðharra: “Som du kan se, er dette bidrag omfattet af en erklæring, som indeholder den færøske opfattelse af Færøernes politiske og retlige status, og som herudover er bemærkninger til artikel 1 i konventionen.”

 

Løgmaður upplýsir á fundi tann 15. mars 2006 í uttanlandsnevndini, at honum er ikki kunnugt, um ella nær henda fráboðan verður send víðari, og heldur ikki er honum kunnugt, um henda fráboðan endar á sama staði, sum danska fráboðanin, ið uttanlandsnevndin ikki varð kunnað um, endaði.

 

Vísandi til hesa burturav tilvildarligu mannagongd viðvíkjandi rættindum okkara í altjóða samfelagnum, mælir minnilutin til at samtykkja uppskotið og heita á landsstýrið um at boða ST frá, at:

“Løgtingið staðfestir:

·        at føroyingar eru tjóð við óskerdum tjóðarrættindum

·        at bert Føroya fólk kann taka avgerð um rættarstøðu Føroya og støðu Føroya í altjóða samfelagnum

·        at tað er ikki í samsvari við sjálvsavgerðarrætt og tjóðarrættindi føroyinga, at danskir myndugleikar hava sent einvísa fráboðan til Sameindu tjóðir um danska fólkatingslóg og danska grundlóg Føroyum viðvíkjandi.

 

Løgtingið heitir á landsstýrið um beinanvegin at tryggja, at Sameindu Tjóðir fáa boð um støðu Løgtingsins.”

 

2. viðgerð 19. apríl 2006. Uppskotið til samtyktar fall 10-0-20. Málið avgreitt.