49  Uppskot til  løgtingslóg um tinglýsingaravgjald

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti
D. Álit
E. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
F. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2005, 20. desember, legði Bárður Nielsen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um tinglýsingaravgjald

 

§ 1. Tá føst ogn við keyp og sølu, gávubrævi ella á annan hátt verður latin øðrum eigara, skal tinglýsingaravgjald rindast til landskassan. Við arvaskifti skal einki tinglýsingaravgjald rindast fyri tann partin av ognini, sum arvaavgjald verður latið fyri.

Stk. 2. Avgjaldið er ½ % av keypsprísinum.

 

§ 2. Við makaskifti av fastari ogn skal einki avgjald rindast til landskassan, um ognirnar ganga líka upp hvør móti aðrari. Verður peningur rindaður umframt, skal tinglýsingaravgjald rindast av hesi upphædd.

 

§ 3. Um føst ogn verður givin burtur, skal  tinglýsingaravgjald latast av tí virði, sum ognin verður mett at hava.

 

§ 4. Tinglýsingaravgjald skal rindast til tinglýsingarstovuna, áðrenn skeyti, gávubræv ella makaskiftisbræv verða tinglisin.

 

§ 5. Skeyti, gávubræv ella makaskiftisbræv verða burturvíst frá dagbókini, um tinglýsingaravgjald ikki er goldið.

 

§ 6. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. februar 2006. Samstundis fer Forordning af 8. februar 1810, hvorved i Danmark og Norge med underliggende lande indtil videre påbydes en afgift af ejendommens værdi, hver gang disse overdrages til nye ejere m.v.,  úr gildi.

 

Kapittul 1. Almennar viðmerkingar

 

Landsstýrismaðurin við innlendismálum hevur tann 11. november 2005 lagt fram lógaruppskot, har mælt verður til at gera boytingar í tinglýsingarlógini soleiðis, at lógin er í samsvari við politiska ynskið at fáa fyrisitingina av tinglýsingini heim til Føroya við gildi frá 1. februar 2006.

 

Sum beinleiðis avleiðing av omanfyri standandi leggur landsstýrismaðurin við fíggjarmálum fram uppskot til løgtinglóg um tinglýsingaravgjald soleiðis, at inntøkurnar frá tinglýsingini – sum áður eru farnar í statskassan - frameftir fara í landskassan.

 

Kapittul 2. Avleiðingar av uppskotinum

 

Uppskotið hevur fíggjarligar avleiðingar við sær fyri landið. Tað er lógarásett, at umsitingarmyndugleikin ber útreiðslurnar av skipanini, og tað merkir, at tá tinglýsingin verður tikin heim, fella inntøkurnar frá tinglýsingaravgjaldinum í landskassan. Av tí, at útreiðslurnar til tinglýsingarskipanina eru partar av samlaðu útreiðslunum hjá dómsvaldinum, er sera trupult at áseta neyvt, hvørjar útreiðslur eru.

 

Uppskotið hevur ikki fíggjarligar avleiðingar við sær fyri kommunurnar.

 

Uppskotið hevur umsitingarligar avleiðingar við sær, men tað er sera trupult at áseta neyvt, hvørjar umsitingarligar avleiðingar uppskotið hevur, tí umsitingin av tinglýsingaravgjaldinum er bert ein lítil partur av umsitingini av tinglýsingini.

 

Uppskotið hevur ikki umhvørvisligar avleiðingar.

 

Uppskotið hevur ikki serligar fíggjarligar, umsitingarligar ella umhvørvisligar avleiðingar fyri serstøk øki í landinum.

 

Uppskotið hevur ikki sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir.

 

Uppskotið hevur ikki avleiðingar fyri altjóða avtalur og reglur.

 

 

 

 

Fyri landið/lands-

myndugleikar

Fyri

kommunalar

myndugleikar

Fyri

pláss/øki í

landinum

Fyri

ávísar sam-felagsbólkar/

felagsskapir

Fyri

vinnuna

Fíggjarligar/

búskaparligar avleiðingar

Ja

Nej

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar

avleiðingar 

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar

avleiðingar 

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur 

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar

avleiðingar 

 

 

 

 

         Nei

 

 

 

  

Kapittul 3. Serligar viðmerkingar

 

Til § 1

Tá føst ogn við keyp og sølu, gávubrævi ella á annan hátt verður latin øðrum eigara, skal tinglýsingaravgjald rindast til landskassan. Við makaskifti av fastari ogn skal tó einki avgjald rindast, um ognirnar ganga líka upp móti hvør aðrari.

 

Skiftir ogn eigara í sambandi við sundurlesing ella hjúnaskilnað, skal tinglýsingaravgjald rindast í sama lutfalli, sum ognin skiftir eigara.

 

Tá føst ogn verður latin í arv, skal einki tinglýsingaravgjald latast fyri tann partin av ongini, sum arvaavgjald verður latið fyri.

 

Til § 2

Einki tinglýsingaravgjald skal rindast við makaskifti av fastari ogn, um ognirnar ganga líka upp móti hvør aðrari. Verður peningur rindaður umframt, skal  tinglýsingaravgjald rindast í sama lutfalli, sum peningur verður latin fyri.

 

Til § 3.

Við tinglýsing av gávubrævi er virðisgrundarlagið fyri útrokning av tinglýsingaravgjaldinum virðið, sum ognin verður mett at hava.

 

Til § 4.

Tinglýsingaravgjald fellur til gjaldingar, tá skjalið verður fráboðað til tinglýsingar.

 

Til § 5.

Verður avgjald ikki goldið samstundis við fráboðanini, verður skjalið burturvíst frá dagbókini. Um so er, fellur avgjaldið burtur.

Til § 6.

Mælt verður til at lata løgtingslógina koma í gildi 1. februar 2006.
 

1. viðgerð 31. januar 2006. Málíð beint í fíggjarnevndina, sum tann 9. februar 2006 legði fram soljóðandi

 

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 20. desember 2005, og eftir 1. viðgerð tann 31.januar 2006 er tað beint fíggjarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 1. og 9.februar 2006.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í fíggjarmálum.

 

Landsstýrismaðurin hevur fyri nevndini upplýst, at avleiðingin av  uppskotinum er, at nú fer tinglýsingasravgjaldið í landskassan ístaðin fyri í statskassan. Landsstýrismaðurin upplýsti, at avgjaldi fór at geva landskassan netto 5 mió. kr.

 

Ein samd fíggjarnevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.  

 

2. viðgerð 21. februar 2006. §§ 1 til og við 6 samtyktar 27-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

 

3. viðgerð 23. februar 2006. Uppkotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 28-0-0. Málið avgreitt.


Ll.nr. 8 frá 28.02.2006