33  Uppskot til  løgtingslóg um ræði á málum málsøkjum

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð (Orðaskiftið riggar ikki)
C. Nevndarskjøl
D. Álit
E. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
F. 3. viðgerð
G. Orðaskifti við 3. viðgerð

Ár 2005, 8. november, legði Jóannes Eidesgaard, løgmaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum
 

§ 1. Øll mál og málsøki eftir lóg nr. 79 frá 12. mai 2005 um mál og málsøki føroyskra myndugleika at yvirtaka eru yvirtikin, sbr. tó stk. 2.

Stk. 2. Undantikin eru hesi mál og málsøki:

1)      Brotsmálaumsorgan.

2)      Fíggjarrættur.

3)      Fíggjarstovnar og eftirlit við slíkum.

4)      Flogferðsla.

5)      Fólkakirkjan.

6)      Fólkatrygging.

7)      Heilsumál, læknar, jarðamøður, sjúkrahús.

8)      Ídnaðarhugverksrættur.

9)      Kort- og landmátingarmyndugleiki.

10)  Leiðarbræv.

11)  Løgregla og ákærumyndugleiki og atknýttu partarnir av revsirættar­ganginum.

12)  Mát og vekt.

13)  Persóns-, húsfólka- og arvarættur.

14)  Rættargangur, heruppií at seta á stovn dómstólar.

15)  Revsirættur.

16)  Sakførarastarvsemi.

17)  Serumsorgan.

18)  Sjórættur, loðslógarøki, sjóupp-merking og vitaverk.

19)  Tey frá fólkakirkjuni víkjandi trúar­sam­feløg, halgidagslóggávan.

20)  Tilbúgving.

21)  Upphavsrættur.

22)  Útlendingaøki og marknaeftirlit.

23)  Veðurtænasta.

24)  Vinnufeløg, grunnar og feløg og ársroknskaparlóggáva.

 

§ 2. Er heimild ella skylda á yvirtiknum málsøki løgd til danskan myndugleika sambært lóg, liggja tær nú hjá avvarðandi føroyskum myndugleika.

 

§ 3. Løgtingslógin fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

Kap. 1. Almennar viðmerkingar

Endamálið við lógaruppskotinum er:

 

-         At skipanarliga í eini løgtingslóg greidliga at seta upp, hvørji mál og málsøki eru á føroyskum hondum, og hvørji eru á donskum.

-         At yvirtaka málsøkið “fjølmiðlaábyrgd”.

-         At fáa størri greiðu á yvirtøkuivamálum.

 

Ein tøkniligur trupulleiki, síðan heimastýrislógin fekk gildi í 1948, hevur verið, at byrjunarstøðið hevur verið, at øll mál hava verið á donskum hondum, hava føroyingar ikki serstakt yvirtikið økið. Yvirtøkurnar hava ofta ikki verið settar so greitt upp fyri almenninginum. Fyrsta stóra yvirtøkan í 1948 var ikki gjørd við løgtingslóg, men við tingsamtykt. Hendan varð ikki kunngjørd alment, men bert víst til í tingtíðindum.

 

Seinni hevur yvirtøkuhátturin í førum verið, at landsstýrið hevur skrivað út kunngerð um yvirtøku, t.d. um yvirtøku av kongsjørðini og undirgrundini. Í onkrum førum hevur bara verið løgtingslóggivið á økinum uttan formliga almenna yvirtøkufráboðan t.d. við postlógini frá 1976. Uppaftur í øðrum førum er yvirtøkan bara farin fram óformliga, uttan nakar veit nær, t.d. yvirtøkan av málsøkinum “Havnir”. Ríkisumboðið hevur í ársfrágreiðing síni roynt at gjørt yvirlit yvir, hvat føroyingar hava yvirtikið, men einki samlað løggilt yvirlit hevur verið, hvat ið yvirtikið er og ikki. Henda trupulleika verður við uppskotinum roynt at bøta um.

 

Tá ið lógin hevur fingið gildi, er sostatt bert neyðugt at hyggja í lógina í uppskoti at fáa greiðu á, um økið er á føroyskum hondum ella ikki. Framtíðar yvirtøkur verða framdar við, at økið, sum ætlast yvirtikið, verður strikað av listanum við broytingarlóg. Kjakmál um ivamál og um framtíðar málsøki, sum nú ikki eru kend, verða ikki í eins stóran mun. Fyrr hevur tað verið so, at hevur ivi verið, um mál hevur verið á føroyskum ella donskum hondum, so hevur byrjunarstøðið verið, at málið hevur verið danskt. Nú verður øvugt. Er kjak, um ávíst málsøki er danskt ella føroyskt, so er byrjunarstøðið, at tað er føroyskt.

 

Tá ið yvirtikið er, stendur galdandi lóggáva við sbr. heimastýrislógini § 13. Einasti munur verður, at eftir uppskotinum § 2 liggja lógaheimildirnar nú hjá føroyingum.  Yvirtøka av einum av teimum nevndu økjunum í stk. 2 krevur tí í grundregluni ongar lógarbroytingar, men føroyska fyrisitingin má sjálvsagt tillagast broytingini. Yvirtøkurnar kunnu sostatt frá einum politiskum sjónarmiði uttan nakað gerast til ein spurning um, hvør lóggeva og fyrisita skal – føroyingar ella danir – og ikki til ein spurning um, hvør rættarstandur skal verða á økinum. Í grundregluni ber tí í framtíðini til at yvirtaka eitt málsøki við bert at strika eitt av teimum tølum, sum standa í § 1, stk. 2 og onga fylgilóggávu gera annars. Fyritreytin er tó, at samráðst hevur verið áðrenn í teimum førum, yvirtøkulógin krevur tað.

Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum

Við uppskotinum verður í høvuðsheitinum bert ein yvirtøka framd, nevniliga at málsøkið “fjølmiðlaábyrgd” verður yvirtikið umframt, at ivamálum slepst undan. Galdandi lóggáva á økinum lov nr. 147 af 13. april 1938 om pressens brug, som senest ændret ved lov nr. 524 af 28. november 1969 stendur við. Tann broyting verður tó sbr. uppskotinum § 2, at heimildirnar og skyldurnar, sum í hesi lóg liggja hjá donskum myndugleikum, verða fluttar avvarðandi føroyskum myndugleikum. Lógin um pressens brug hevur í Føroyum, hvat ið viðvíkur myndugleikafyrisiting, verið óvirkin í nógv ár, og tað fer hon eisini at verða, til nýggj føroysk lóggáva er gjørd um evnið. Hetta merkir, at tá ið løgmaður hevur staðfest og kunngjørt samtykta uppskotið sum lóg, standast ongar beinleiðis avleiðingar av tí, so sum:

-          fíggjarligar avleiðingar fyri landskassan

-          umsitingarligar avleiðingar mótvegis landi ella kommunum

-          fíggjarligar ella umsitingarligar útreiðslur fyri vinnuna

-          umhvørvisligar avleiðingar

-          avleiðingar fyri serlig øki í landinum

-          sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir

Slíkar avleiðingar verða lýstar, tá ið nýggj løgtingslóggáva um fjølmiðlaábyrgd verður sett í gildi. Tær verða lýstar, tá ið uppskot verður lagt fyri tingið um hetta.

Kap. 3. Serligar viðmerkingar

Til § 1, stk. 1:

Eftir uppskotinum § 1, stk. 1 verða nú øll mál og málsøki á føroyskum hondum uttan tey, ið ikki kunnu yvirtakast eftir yvirtøkulógini § 1, stk. 2, og tey, sum listaði eru upp í uppskotinum § 1, stk. 2.

 

Til § 1, stk. 2: Øll tey nevndu økini kunnu sbr. lóg nr. 79 frá 12. mai 2005 um mál og málsøki føroyskra myndugleika at yvirtaka yvirtakast av føroyingum við løgtingslóggávu uttan samráðingar við danir uttan tal 1, 2, 4, 5, 8, 10, 11, 13, 14, 15, 16 og 22. Slíkar yvirtøkur krevja eftir hesi lóg samráðingar, men ikki samtykki, áðrenn føroyingar yvirtaka.

 

Til § 2:

Greinin staðfestir formliga í lóg bert tann praksis, sum higartil hevur verið, síðan heimastýrislógin fekk gildi.

 

Í lógbókini bind 1 verður á bls. 13 sagt um spurningin “Viðvíkjandi yvirtiknum sermálsøkjum, har donsk lóggáva framhaldandi er galdandi, og har lógin leggur til danskan ráðharra heimildir, er hesin myndugleiki nú hjá landsstýrinum, um hetta er eingin nota”. Einstakt dømi um hetta er Lov nr. 370 af 21. December 1938 for Færøerne om Bekæmpelse af smitsomme Plantesygdomme og Skadedyr, har heimildir eru lagdar til “Ministeren for Landbrug og Fiskeri”, men nú liggja hesar heimildir hjá landsstýrinum, hóast hetta formliga ikki er broytt við løgtingslóg. Hetta sæst av, at landsstýrið við heimild í hesi lóg hevur skrivað út kunngerð nr. 55 frá 02.09.2004 um góðkenning av virkjum, sum framleiða pakning úr viði og tílíkum.

 

Hvør landsstýrismaður ítøkiliga kemur at hava heimildina landsstýrisins vegna, verður útgreinað í fráboðan løgmans um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar.

 

 

Til § 3: Av tí, at lóggávan bert yvirtekur eitt málsøkið og annars bert er av skipanarligum slagi, er gildiskomudagurin settur til dagin eftir, at hon er kunngjørd.

1. viðgerð 30. november 2005. Málið beint í uttanlandsnevndina, sum tann 22. mars 2006 legði fram soljóðandi 

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 8. november 2005, og eftir 1. viðgerð tann 30. november 2005 er tað beint uttanlandsnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 6., 7. og 14. desember 2005, tann 15. februar og tann 22. mars 2006.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund landsstýrismannin í innlendismálum, Jacob Vestergaard, at greiða frá arbeiðnum við fjølmiðlaábyrgdarlógini.


Nevndin hevur fingið avrit av hesum skjølum:

Skriv, dagfest 21. november 2005, frá Mentamálaráðnum við viðmerkingum til uppskotið.

Skriv frá Løgmansskrivstovuni, dagfest 1. desember 2005, við avriti av uppriti til løgmann um kostnaðin av yvirtøkum.

Skriv frá Løgmansskrivstovuni, dagfest 2. desember 2005, við viðmerkingum til viðmerkingarnar frá Mentamálaráðnum.

Skriv frá Ríkisumboðsmanninum, dagfest 10. januar 2006, við svari upp á spurning frá nevndini, um listin í § 1, stk. 2 við málum, ið ikki verða yvirtikin, fevnir um øll mál og málsøki eftir lóg nr. 79 frá 12. mai 2005, bert undantikið fjølmiðlaábyrgd, ella um tað kann hugsast, at eisini onnur mál ella málsøki verða yvirtikin við hesum lógaruppskotinum.

Skriv frá løgmanni, dagfest 7. februar 2006, við svari upp á spurning frá nevndini, um uppskotið er í fullum samsvari við lóg um mál og málsøki føroyskra myndugleika at yvirtaka.

Skriv frá løgmanni til formannin í Sambandsflokkinum, dagfest 15. mars 2006, viðvíkjandi uppskotinum og viðvíkjandi yvirtøkulógini.

 

Løgmaður greiðir í hesum seinasta skrivinum frá, at "um eitt mál í framtíðini kemur upp, sum kann líkjast einum nýggjum málsøki, so vil eitt slíkt málsøki altíð leggja seg til eitt frammanundan kent málsøki. Hetta er tað, sum vit av royndum vita.

 

Er málsøkið, sum nýggja málsøkið leggur seg til, eitt málsøki, sum er undir føroyskum ræði, so er tað sjálvsagt, at nýggja málsøkið eisini verður undir okkara ræði. Er hinvegin talan um eitt málsøki, sum er undir donskum ræði, vil nýggja málsøkið sjálvsagt eisini verða undir donskum ræði."

 

Løgmaður skrivar eisini, at "Tá vit yvirtaka sambært løgtingslógini um ræði á málum og málsøkjum, verður positivlistin skerdur við tí málsøkinum, sum vit yvirtaka. Hvussu mannagongdin annars verður í sambandi við yvirtøkuna av einum málsøki verður avgjørt í sjálvari Yvirtøkulógini. Krevur málsøkið ongar tingingar millum partarnar, so verður málsøkið yvirtikið sambært § 2, stk. 1. Krevur málsøkið tingingar, eitt nú fólkakirkjan, verður yvirtøkan framd sambært § 2, stk. 2. Við øðrum orðum er Ræðislógin ein lóg, sum bara regulerar viðurskiftini her hjá okkum sjálvum og ikki millum danir og føroyingar."

 

Vísandi til omanfyristandandi upplýsingar tekur ein meiriluti í nevndini (Johan Dahl, Óli Breckmann, Anfinn Kallsberg, John Johannessen og Kristian Magnussen) undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

Ein minniluti í nevndini (Hergeir Nielsen og Jenis av Rana) tekur ikki undir við málinum og vísir til støðu sína í tingmáli nr. 91/2004: Uppskot til lóg um mál og málsøki føroyskra myndugleika at yvirtaka, nr. 92/2004: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om de færøske myndigheders overtagelse af sager og sagsområder" og nr. 52/2005: Uppskot til samtyktar um fráboðan til Sameindu Tjóðir.

 

2. viðgerð 19. apríl 2006. §§ 1, 2 og 3 samtyktar 23-1-7. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

 

3. viðgerð 21. apríl 2006. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 18-0-10. Málið avgreitt.

Ll.nr. 41 frá 10.05.2006