15  Uppskot til  løgtingslóg um at seta í gildi Hoyvíkssáttmálan

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskiftið við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð
H. Broytingaruppskot
I. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2005, 19. oktober, legði Jóannes Eidesgaard, løgmaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

 

til

 

løgtingslóg um at seta í gildi Hoyvíkssáttmálan

(Staðfesting Føroya o.a. av Sáttmála millum Stjórn Íslands, øðrumegin, og

Stjórn Danmarkar og Føroya Landsstýri, hinumegin)

 

 

§ 1. Sáttmáli frá 31. august 2005 millum Stjórn Íslands, øðrumegin, og Stjórn Danmarkar og Føroya Landsstýri, hinumegin, við atknýttum frumskjølum og yvirlýsingum (Skjal 1) kann verða staðfestur Føroya vegna.

 

§ 2. Ásetingarnar í Sáttmálanum frá 31. august 2005 millum Stjórn Íslands, øðrumegin, og Stjórn Danmarkar og Føroya Landsstýri, hinumegin, (Skjal 1) hava gildi í Føroyum í øllum yvirtiknum málum, ið nevndi sáttmáli fevnir um.

 

§ 3. Løgmaður kann heimila Felagsnevndini Føroya vegna at broyta Sáttmálan frá 31. august 2005 millum Stjórn Íslands, øðrumegin, og Stjórn Danmarkar og Føroya Landsstýri, hinumegin, (Skjal 1) samsvarandi grein 7, stk. 2 og grein 8, stk. 2 í sáttmálanum.

Stk. 2. Løgmaður kann seta sáttmálabroytingar sambært stk. 1 í gildi í Føroyum við kunngerð.

 

§ 4. Løgtingslógin fær gildi á gildisdegi Sáttmálans frá 31. august 2005 millum Stjórn Íslands, øðrumegin, og Stjórn Danmarkar og Føroya Landsstýri, hinumegin, (Skjal 1).


 

Kap. 1. Almennar viðmerkingar

 

Endamálið við lógaruppskotinum

Hin 31. august 2005 varð sáttmáli millum Stjórn Íslands, øðrumegin, og Stjórn Danmarkar og Føroya Landsstýri, hinumegin, undirritaður í Hoyvík – eftir hetta nevndur Hoyvíkssáttmálin.

 

Við at samtykkja lógaruppskotið góðkennir Løgtingið, samsvarandi grein 52 í stýrisskipan Føroya, at Hoyvíkssáttmálin kann verða staðfestur Føroya vegna, og at hann kann gerast bindandi í altjóðarætti.

 

At Hoyvíkssáttmálin óivað er mest víðfevndi sáttmáli Føroyar nakrantíð hava gjørt við nakað annað land, og at hesin sáttmáli fer at ávirka mong stór lógarøki í føroyska løgdøminum, hevur havt við sær ta meting, at skilabest er at seta ásetingarnar í sáttmálanum viðvíkjandi øllum yvirtiknum málum, ið sáttmálin fevnir um, í gildi í Føroyum við løgtingslóg. Lík lóggávutilgongd er nýtt í Føroyum fyrr eins og í øðrum londum í sambandi við, at tílíkir stórir sáttmálar eru settir í gildi.

 

Um Hoyvíkssáttmálan

Endamálið við Hoyvíkssáttmálanum er at skapa fyritreytir fyri samfelagsligari menning í Føroyum og í Íslandi.

 

Við Hoyvíkssáttmálanum verða búskaparligu sambondini millum Føroyar og Ísland nýskipað. Búskaparsáttmálar millum londini bæði hava higartil í høvuðsheitum verið avmarkaðir til frælsi fyri vøruhandil landanna millum.

 

Hoyvíkssáttmálin fevnir afturímóti um øll týðandi búskaparøki, ið ganga aftur í nútíðar sáttmálum um tætt búskaparligt samstarv millum lond. Við gildiskomu sáttmálans verða Føroyar og Ísland eittans búskaparøki at rokna.

 

Týðandi tættir í Hoyvíkssáttmálanum snúgva seg um at seta í gildi tey sokallaðu fýra frælsini, ið skulu tryggja, at vørur, tænastur, kapitalur og persónar kunnu flyta seg ótarnað millum londini bæði.

 

Tey fýra frælsini vera í sáttmálanum stuðlað við ásetingum um m.a.:

 

Somuleiðis vilja londini við sáttmálanum stimbra og breiðka samstarvið á øðrum økjum, ið hava felags áhuga, t.d. innan:

 

Tey fýra frælsini verða ítøkiliga tryggjað í grein 5 í Hoyvíkssáttmálanum, har sáttmálapartarnir binda seg til ikki at gera mismun í lóg ella í verki viðvíkjandi tjóðskaparviðferð. Týðandi ásetingar eru í hesum viðfangi hesar:

 

 

Í Hoyvíkssáttmálanum eru somuleiðis ásett forboð ímóti mismuni í sambandi við uppihaldsrætt, kapital, stovnseturætt, kappingarrætt, almennan stuðul til vinnufyritøkur o.a.

 

Í grein 6 í Hoyvíkssáttmálanum eru ásett ávís undantøk viðvíkjandi tjóðskaparviðferð.

 

Ísland kann varðveita avmarkingar viðvíkjandi ognarrætti og stovnseturætti innan fiskiskap og fiskavirking, sum galdandi vóru, tá sáttmálin varð undirritaður. Á sama hátt kunnu Føroyar varðveita avmarkingar innan vinnugreinina fiskiskap. Somuleiðis kunnu Føroyar framhaldandi hava avmarkandi ásetingar í løgtingslóg nr. 31 frá 16. mars 1998 um kolvetnisvirksemi. Kolvetnislógin skal tó í hesum viðfangi verða tulkað soleiðis, at hon á mismunarleysan hátt gevur íslendskum persónum, ið eru stovnsettir ella búsettir í Føroyum, rættindi eftir nevndu lóg.

 

Íløgufrælsi geldur ikki fyri stjórn og almennar stovnar soleiðis at skilja, at t.d. føroyskur almennur stovnur hevur ikki eftir sáttmálanum rætt at gera íløgur í Íslandi og øvugt.

 

Í grein 6 í Hoyvíkssáttmálanum er somuleiðis ásett, at vørur koma undir reglur um djóra- og plantuheilsufrøði hjá landinum, ið flytur vøruna inn. Slíkar reglur mugu tó ikki hava við sær mannagongdir o.t., ið darva samhandlinum landanna millum.

 

Í grein 4 í Hoyvíkssáttmálanum eru ásetingar um viðferð sum best tignaða tjóð – most favoured nation treatment. Greinin tryggjar, at Føroyar fáa minst líka lagaligar treytir í samhandli sínum við Ísland, sum nakað annað land í heimi, ið hevur samhandil við Ísland. Somuleiðis tryggjar greinin føroyskum likamligum og løgfrøðiligum persónum eina viðferð í Íslandi, sum ikki er ólagaligari enn viðferðin, persónar úr nøkrum øðrum landi fáa í Íslandi. Sáttmálin tryggjar íslendskum vørum og persónum samsvarandi kor í Føroyum.

 

Viðmerkjast skal, at løgmaður og íslendski uttanríkisráðharrin undirritaðu felagslýsing til sáttmálan hin 31. august 2005 í Hoyvík við heitinum:

 

Joint Declaration by the Contracting Parties to the Agreement between the Government of Iceland, of the one Part, and the Government of Denmark and the Home Government of the Faroe Islands, of the other Part.

 

Felagslýsingin staðfestir vilja partanna at taka burtur millum annað mangt avmarkingar viðvíkjandi at avreiða fisk hvør hjá øðrum. Sostatt verður neyðugt at broyta kunngerð setta í gildi við heimild í lóg um vinnuligan fiskiskap, ið avmarkar avreiðingar hjá føroyskum skipum í Íslandi. Helst eigur heimildin í lógini at verða avmarkað so, at hon fevnir ikki um Ísland. Somuleiðis skulu tillagingar gerast í fiskirættindasáttmálum partanna millum, ið taka burtur avmarkingar viðvíkjandi at gagnnýta og avreiða fisk.

 

Hoyvíkssáttmálin er stovnsliga skipaður við ráði og felagsnevnd. Ráðið verður mannað við avvarðandi ráðharrum hjá londunum báðum, ið fara at hittast minst eina ferð um árið. Ráðið skal geva politiskan stuðul til, at sáttmálin verður framdur, og um neyðugt leiðbeina felagsnevndini í starvi hennara. Felagsnevndin skal tryggja, at sáttmálin virkar á munadyggan hátt. Nevndin kann gera tillagingar viðvíkjandi ásetingum sáttmálans um tjóðskaparviðferð og samvinnu á øðrum økjum til tess at støðugt frælsisgera handilin og at styrkja samstarvið annars millum londini bæði.

 

Hoyvíkssáttmálin kann verða víðkaður til eisini at fevna um onnur lond enn Føroyar og Ísland. Serstakur sáttmáli skal tá verða gjørdur um treytir og kor fyri slíkari víðkan.

 

Stjórnarráðini, ið hava luttikið í sáttmálasamráðingunum, hava við fyriliti fyri grein 52 í stýrisskipan Føroya kannað, um ríkislógartilmæli eru neyðug, fyri at Hoyvíkssáttmálin kann verða útintur í landinum. Í hesum sambandi verður loftferðslulógin broytt.

 

Loftferðslulógin

 

Kongliga fyriskipanin, sum setir loftferðslulógina í gildi í Føroyum, er ikki broytt síðan 1990, og er hon øðrvísi enn galdandi lóg í Danmark.

 

Í § 77 er ásett, at fyri at kunnu fáa loyvi at reka innanríkisflúgving við ferðafólki, posti ella farmi, skal ein lúka treytirnar, sum eru ásettar í § 7 í somu lóg fyri at kunna skráseta eitt ”luftfartøj” í Danmark. Ein av hesum treytum er, at ”luftfartøjet” hevur danskan eigara. Fyri at verða mettur sum danskur, skulu persónar hava danskan ríkisborgararætt. Partafeløg skulu hava danska nevnd og danska leiðslu.

 

Í donsku loftferðslulógini er hetta broytt, so EØS-lond eisini kunnu skráseta flogfør í Danmark.

 

Sí umrøddu ásetingar niðanfyri:

 

§ 77. Tilladelse til befordring af passagerer, post og gods kan, når befordringen alene sker mellem steder inden for riget, kun gives til den, der opfylder de i § 7, stk. 1, for registrering af luftfartøj her i landet opstillede vilkår.”

 

og

§ 7. Et luftfartøj kan kun registreres her i landet, når det har dansk ejer. Som dansk ejer anses:

a)

den danske stat og institutioner, som styres af staten,

b)

danske kommuner,

c)

danske statsborgere,

d)

stiftelser, som udelukkende har dansk ledelse med sæde i Danmark, jf. stk. 3,

e)

foreninger og lignende sammenslutninger, som udelukkende har dansk ledelse med sæde i Danmark, og hvor mindst 2/3 af medlemmerne er danske statsborgere, jf. stk. 3,

f)

aktieselskaber, som udelukkende har dansk bestyrelse og direktion med sæde i Danmark, jf. stk. 3,

g)

andre selskaber med begrænset ansvar, når det overvejende antal deltagere består af danske statsborgere eller andre, som efter denne paragraf anses for lige med danske statsborgere,

h)

ansvarlige selskaber, når de udelukkende består af danske statsborgere eller andre, som efter denne paragraf anses for lige med danske statsborgere,

i)

Færøernes hjemmestyre og institutioner, som styres af dette, samt færøske kommuner.”

 

 

Løgmaður hevur undir samráðingunum ráðført seg við uttanlandsnevnd Løgtingsins samsvarandi grein 54 í stýrisskipan Føroya. Nevndin hevur hin 11. mars 2005 mælt løgmanni til at undirrita Hoyvíkssáttmálan.

 

 

Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum

Endamálið við lógaruppskotinum er at tryggja, at Hoyvíkssáttmálin kann koma í gildi og verða útintur í Føroyum. Endamálið við sáttmálanum – og harvið lógaruppskotinum – er at skapa fyritreytir fyri búskaparligari og samfelagsligari menning sum heild í Føroyum og í Íslandi. Tað ber ikki til at siga fyri vist um møguligar búskaparligar avleiðingar í einstøkum økjum í landinum.

 

Uppskotið kann møguliga hava fíggjarligar avleiðingar við sær fyri landið í sambandi við marknaeftirlitsstøðir fyri ávikavist landbúnaðarvørur og livandi djór. Tílíkar útreiðslur eru treytaðar av, um privat íløgufígging er til taks, og/ella í hvønn mun brúkaragjøld verða áløgd.

 

Hoyvíkssáttmálin skipar Føroyar og Ísland sum eittans búskaparøki. Fyri vinnuna verður talan um at fleirfalda nærmarknaðin fyri vørur og tænastur. Fíggjarligar avleiðingar fyri føroysku vinnuna eru treytaðar av, hvussu vinnan stendur seg í kappingini á víðkaða nærmarknaðinum, ið nú verður umleið seksfaldaður í stødd.

 

Aðrar avleiðingar fyri føroyska vinnu verða harumframt, at fyrimunir, ið føroyskar løgfrøðiligar eindir hava havt í mun til íslendskar í samband við vinnuloyvi í Føroyum o.t., verða tiknir av. Atgongd hjá føroyskum løgfrøðiligum eindum at reka vinnu í Íslandi verður samsvarandi javnað. Sí annars viðmerkingar til § 2 niðanfyri.

 

Umsitingarligar avleiðingar standast av uppskotinum vegna tess, at Hoyvíkssáttmálin ásetir, at kappingarmyndugleikarnir í Føroyum og í Íslandi skulu samstarva, flýggja hvør øðrum upplýsingar og ráðføra seg hvør við annan um eftirlit til tess at tryggja frælsan handil og jøvn kappingarkor í føroyska-íslendska búskaparøkinum.

 

Somuleiðis fær uppskotið umsitingarligar avleiðingar í sambandi við virksemið hjá felagsnevnd og ráði, ið verða stovnað sambært Hoyvíkssáttmálanum. Tey fara at standa fyri, at sáttmálin verður framdur í verki og fer at virka á munadyggan hátt.

 

At samstarvið millum Føroyar og Ísland samsvarandi grein 7 í Hoyvíkssáttmálanum verður víðkað til at fevna um samvinnu á alt fleiri økjum, ið hava felags áhuga hjá londunum báðum, fer eisini at hava við sær umsitingarligar avleiðingar.

 

Uppskotið hevur við sær, at Hoyvíkssáttmálin kann verða staðfestur og fáa altjóðarættarligt gildi. Við gildiskomu sáttmálans fara tríggir eldri sáttmálar millum Føroyar og Ísland úr gildi. Hesir eru:

 

 

 

 

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar

Fyri
kommunalar
myndugleikar

Fyri
pláss/øki í
landinum

Fyri ávísar samfelagsbólkar/
felagsskapir

Fyri
vinnuna

Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

 

Ja/Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Ja/Nei

Umsitingarligar
avleiðingar

Ja

Ja

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til aðrar altjóða avtalur og reglur

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar

 

 

 

Nei

 

 

 

Kap. 3. Viðmerkingar til einstøku greinarnar í lógaruppskotinum

 

Til § 1

Í hesi grein góðkennir Løgtingið, at Hoyvíkssáttmálin kann verða staðfestur Føroya vegna og fáa altjóðarættarligt gildi. Nú sáttmálin fevnir um fleiri málsøki, ið ikki eru yvirtikin, er tískil eisini neyðugt, at danskir myndugleikar góðkenna sáttmálan, áðrenn hann verður bindandi í altjóðarætti. Sáttmálin er tískil gjørdur eftir Lóg um Føroya Heimastýri og ikki eftir Lóg um altjóðarættarligu sáttmálar Føroya landsstýris at gera.

 

Til § 2

Greinin hevur við sær, at ásetingarnar í Hoyvíkssáttmálanum fáa gildi í Føroyum, tá ið ræður um yvirtikin málsøki, ið sáttmálin fevnir um. Við hesum verður ikki neyðugt við fleiri uppskotum til løgtingslóg til tess at útinna sáttmálan, av tí at sáttmálin fær tjóðarrættarligt gildi viðvíkjandi nevndu málsøkjum. Harumframt víðkar greinin seg sjálva, so hvørt fleiri ikki-yvirtikin málsøki verða yvirtikin, ið sáttmálin fevnir um.

 

Sambært hesi grein fær lógaruppskotið sum løgtingslóg sostatt gildi fram um løgtingslógir, ið eru í ósamsvari við Hoyvíkssáttmálan. Millum løgtingslógir, ið eru viðkomandi, eru hesar:

 

Kappingarlógin 

Sáttmálin leggur upp til, at kappingarmyndugleikarnir í londunum, til tess at tryggja frælsan handil og jøvn kappingarkor á tí búskaparøki, skulu samstarva, og, sum partur av hesum, flýggja hvør øðrum upplýsingar. Galdandi kappingarlóg loyvir ikki, at trúnaðarupplýsingar verða latnar øðrum.

 

Løgtingslógirnar um skrásettar og løggildar grannskoðarar 

Tær hava sum treyt fyri skráseting ávíkavist løggilding og, at umsøkjarin hevur bústað í Føroyum.

 

Løgtingslóg um tryggingarvirksemi 

Í § 9, stk. 2 er ásett, at einans feløg, hvørs stovnarar kunnu skjalprógva, at parta- ella ábyrgdarpeningurin er føroyskur, kunnu fáa loyvi at reka tryggingarvirksemi í Føroyum.

 

Í § 9, stk. 4 er ásett, at tryggingarbarur váði í Føroyum, ið er knýttur at føroyskum áhugamálum, ikki kann verða tryggjaður aðrastaðni enn í Føroyum.

 

Løgtingslóg um vinnu 

Í § 2 er ásett sum treyt, at fyri at einstaklingar kunnu reka vinnu sum handilsfólk, handverkarar, ídnaðfólk og bileigarar, at tey hava bústað í Føroyum. Skráseting Føroya kann tó gera undantak frá hesum, og kann landsstýrismaðurin áseta reglur um hetta.

 

Sambært § 5 kunnu partafeløg og smápartafeløg reka omanfyrinevnda vinnuvirksemi í Føroyum, um tey eru skrásett í Føroyum. Onnur feløg kunnu reka nevnda virksemi um stjórarnir og meirilutin av nevndarlimunum hava bústað í Føroyum. Deildir av útlendskum feløgum skulu hava deildarstjóra, sum hevur fastan bústað í Føroyum.

 

Rúsdrekkalógin 

Sambært § 8 kann loyvisnevndin heimilað føroysku bryggjaríunum at útflýggja egnu framleiðslu teirra av øli.

 

Sambært § 10 og § 12 kunnu einans feløg, sum eru heimahoyrandi í Føroyum, og einans persónar, sum hava bústað í Føroyum fáa skeinkiloyvi.

 

Løgtingslóg um vatnið í sumbiarbergholinum 

Í § 3 er ásett, at um loyvi at gannýta vatnið í Sumbiarbergholinum verður latið einstaklingi (ella einstaklingum í felag), skulu hesir hava verið skrásettir í fólkayvirlitinum seinastu 2 árini og vera fult skattskyldugir í Føroyum. Verður loyvi latið felag, skal tað vera skrásett í Føroyum.

 

Lov om privat arbejdsanvisning 

Sambært hesi lógini frá 1938 eru ríkisborgararættur og bústaður treyt fyri loyvi at hava privata arbeiðsávísing.

 

Hendan lóg eigur helst undir øllum umstøðum at verða tikin av, tí tíðin er farin frá henni.

 

Løgtingslóg um biografar 

Grein 4 gevur persónum við donskum heimarætti frammíhjárætt.

 

Løgtingslóg um manning av skipum

Í manningarlógini er ásett, at skiparin skal hava heimarætt (§ 5, stk. 4). § 11, stk. 2 í somu lóg gevur rætt til at gera undantak. Reglurnar um undantak verða nýttar í verki á FAS-skipum, meðan politikkurin hevur verið, at tað ikki verður víkt frá kravinum um heimarætt til skiparan, tá talan er um fiskiskip.

 

Til § 3.

Í hesi grein er ásett, at løgmaður kann heimilað Felagsnevndini at broyta Hoyvíkssáttmálan samsvarandi grein 7, stk. 2 og grein 8, stk. 2 í sáttmálanum. Tílíkar sáttmálabroytingar hava altjóðarættarligt gildi. Til tess at tær eisini skulu hava tjóðarrættarligt gildi, kann løgmaður seta tær í gildi í Føroyum við kunngerð.

 

Til § 4.

Í hesi grein er ásett, at lógaruppskotið fær gildi sum løgtingslóg sama dag, Hoyvíkssáttmálin fær gildi. Gildiskoma sáttmálans er ásett í sáttmálagrein 13, har stykki 1 og 2 eru soljóðandi:

 

“1.        Hesin Sáttmáli skal staðfestast, góðkennast ella samtykkjast av Sáttmálapørtunum í samsvari við teirra innanhýsis mannagongdir.

 

2.         Hesin Sáttmáli kemur í gildi fyrsta dag í tí mánaði, sum tekur við eftir, at seinasta løgskjal um staðfesting, góðkenning ella samtykki er komið varðveitslupartinum, Uttanríkismálaráði Íslands, í hendur.”

 

Vegna tess, at Hoyvíkssáttmálin er gjørdur eftir Lóg um Føroya Heimastýri og ikki eftir Lóg um altjóðarættarligu sáttmálar Føroya landsstýris at gera, krevur innanhýsis mannagongdin, ið er ásett í sáttmálanum, at góðkenningarmannagongdin fevnir eisini um danskar myndugleikar. Sí eisini viðmerkingarnar til § 1 omanfyri.

 

Skjøl

Skjal 1: Sáttmálin á føroyskum við skjølunum 1, 2, 3 og 4, íslendskum við skjølunum 1, 2, 3, og 4, donskum við skjølunum 1, 2, 3 og 4 og enskum við skjølunum 1, 2, 3 og 4
Skjal 2: Deklaratión á enskum

 

1. viðgerð 11. november 2005. Málið beint í uttanlandsnevndina, sum tann 21. apríl 2006 legði fram soljóðandi

 

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 19. oktober 2005, og eftir 1. viðgerð tann  11. november 2005 er tað beint uttanlandsnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 15., 29. og 30. november, 6., 7. og 14.  desember 2005, 15. februar, 8., 15. og 29. mars, 5. og 19. apríl 2006.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við allar landsstýrismenn og løgmann, umboð fyri P/F Trygd, P/F Tryggingarfelagið Føroyar, P/F Føroya Lívstrygging, Halgir W. Poulsen, Bjørn á Heygum og Annfinn V. Hansen, advokatar, umboð fyri Vinnuhúsið, ríkisumboðsmannin og umboð fyri Føroya Bjór.

 

Endamálið við innkallingunum hevur serliga verið, at fáa greiði á, hvørjar broytingar skulu gerast í galdandi serlóggávu, um hendan skal koma í samsvar við ásetingarnar í sáttmálanum, og hvønn týdning hesar broytingar fara at fáa fyri føroyskt vinnulív.

 

Tær upplýsingar, ið nevndin hevur biðið um og fingið, hava stórt sæð havt sama endamál. Viðlagt er yvirlit yvir nevndarskjølini í málinum, sum eru sera rúgvismikil.

 

Ein meiriluti í nevndini (Anfinn Kallsberg, Óli Breckmann, Kristian Magnussen og John Johannessen) tekur undir við uppskotinum, men vísir í hesum sambandi á, at tá hetta er fyrsti sáttmálin av hesum slagi valdi landsstýrið at framleggja uppskotið sum løgtingslóg, men er meirilutin tó samdur um, at hesin háttur ikki er framtíðar leistur og ikki á nakran hátt skal skapa fordømi fyri framtíðar sáttmálagerðum av hesum slagi. Meirilutin mælir tó til ávísar broytingar í uppskotinum.

 

Løgmaður hevur í skrivi tann 12. desember boðað nevndini frá, "at  Hoyvíkssáttmálin kann einans verða settur í gildi eftir ásetingum sáttmálans, og tað er fyrsta dag í tí mánaði, ið tekur við, tá ið seinna løgskjal er komið íslendska uttanríkismálaráðnum í varðveitslu. Og tað er fyritreytin fyri gildisdegi lógaruppskotsins." Meiritutin heldur, at hetta er ógreitt í uppskotinum, og mælir tí til, at uppskotið verður broytt soleiðis, at hetta verður heilt greitt.

 

Í sama brævi boðaði løgmaður frá, at hann tekur fult undir við, at grein 3 í lógaruppskotinum verður strikað. Á fundi hevur Løgmansskrivstovan harumframt gjørt vart við, at tað ikki fer at hava nakar trupulleikar við sær, um § 2 verður broytt soleiðis, at heimildirnar hjá felagsnevndini og frumskjøl og yvirlýsingar til sáttmálan ikki verða lógarfest.

 

Samsvarandi hesum setir meirilutin fram soljóðandi

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t

 

1) Í § 2 verður sett inn nýtt stk. 2, sum verður soljóðandi: "Stk. 1 fevnir ikki um grein 7, stk. 2 og grein 8, stk. 2 í sáttmálanum og atknýtt frumskjøl og yvirlýsingar til sáttmálan".

2) § 3 verður strikað.

3) § 4, sum hereftir verður § 3, verður orðað soleiðis: "§ 3. Løgtingslógin fær gildi á gildisdegi sáttmálans, undirritaður 31. august 2005 millum Stjórn Íslands, øðrumegin, og Stjórn Danmarkar og Føroya Landsstýri, hinumegin, (Skjal 1) samsvarandi grein 13, stk. 2 í sáttmálanum."

 

Meirilutin tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið við nevndu broytingum.

 

Ein minniluti í nevndini (Johan Dahl, Hergeir Nielsen og Jenis av Rana) hevur hesar viðmerkingar til málið.

 

Advokatarnir, ið hava verið til hoyringar í sambandi við viðgerðina, hava ført fram fylgjandi niðurstøður um ígildisháttin:

 

Annfinn V. Hansen mælti til at nýta uppskot til samtyktar at samtykkja millumlandaavtalur, herundir at tann lóggáva, ið er neyðug at broyta, verður broytt. Hann heldur, at valdi mátin er ivingarsamur og fer undir øllum umstøðum at skapa stóra óvissu um galdandi lóggávu í landinum. Um galdandi mátin verður fasthildin, eiga tær neyðugu lógarbroytingarnar í mest møguligan mun at verða gjørdar samstundis. Hann førdi fram, at tað grundleggjandi er óheppið, at vikið verður frá teimum mannagongdum, sum stýrisskipanin ásetir, og at vandi eisini fer at verða fyri, at ein lóg kann koma at stríða móti grundleggjandi prinsippum í stýrisskipan okkara.

 

Bjørn á Heygum segði m.a., at hetta ikki er nøkur serliga heppin mannagongd, tá hugsað verður um upplýsingarstøðið og kunningina til lóggevandi valdið, sum fyri rættartrygdina eigur og má kenna avleiðingarnar av sínum samtyktum. Niðurstøða hansara í hesum máli er sostatt tann, at tað er óheppið at leggja málið fram sum lóg. Mannagongdin kann somuleiðis skapa eina ávísa líkasælu í umsitingini, tá framferðarhátturin við lóggávu er ómakasleysari, vegna tess, at lógin altíð av sær sjálvum setir mótstríðandi lóggávu úr gildi, hóast henda ikki er positivt nevnd ella seinni verður kunnað fyri Løgtinginum. Hann helt tað ikki vera løgfrøðiliga haldbart, at ein fyrisitingarligur myndugleiki í veruleikanum tekur valdið úr hondunum á lóggevandi valdinum. Eisini er hetta í stríð við bæði stýrisskipan og grundlóg, sum ger greiðan skilnað millum lóggevandi, útinnandi og dømandi vald.

 

Halgir W. Poulsen mælti til, at bæði grein 2 og 3 í uppskotinum verða strikaðar, tí tær eru óneyðugar, og vísti hann m.a. til § 55 í stýrisskipanarlógini. Eisini viðmerkir hann, at § 2 ikki er vanlig mannagongd við innkorporering av altjóða sáttmálum í føroyskan tjóðarrætt.

 

Tað hevur verið eitt greitt ynski frá nevndini at fáa allar samsvarandi broytingar í føroyskari lóggávu framdar samstundis, sum Hoyvíkssáttmálin verður settur í gildi. Løgmaður hevur tí framskundað tingframløgurnar av avvarðandi lógaruppskotum, til tess at tær seinastu skuldu kunna verða lagdar fram undan seinasta framløgudegi í hesi tingsetu, og liggja hesi mál nú til til viðgerðar í tinginum.

 

Enn eru tó einstøk ivamál um broytingar í føroyskari lóggávu, ið møguliga eru neyðugar afturat. Harumframt eru neyðugar broytingar í ríkislóggávu enn ikki lagdar fyri tingið.

 

Minnilutin heldur ikki, at reglurnar í Hoyvíkssáttmálanum eru hóskiligar at nýta sum ein beinleiðis partur av innlendis rættinum í Føroyum. Reglurnar venda sær ikki beinleiðis til landsins borgarar, virkir ella myndugleikar og innihalda ikki greiðar normeringar, sum borgarin hevur møguleika at fyrihalda seg til.

 

Harumframt heldur minnilutin ikki, at tað er rætt, at Løgtingið tekur ábyrgdina frá landsstýrinum eftir stýrisskipanarlógini §§ 52, stk. 3 og 53, stk. 3 samanhildið við § 55. Hetta hendir, um Løgtingið samtykkir lógaruppskot, sum setir sáttmálan í gildi sum ein beinleiðis part av galdandi lóg í Føroyum, heldur enn at Løgtingið við eini samtykt góðkennir, at landsstýrið kann seta sáttmálan í gildi.

 

Tað er tí lítil ivi um, at upprunauppskotið átti at verið lagt fram sum eitt uppskot til samtyktar samsvarandi grein 48, stk. 1, nr. 5 í tingskipanini og ásetingunum um millumtjóðasáttmálar í stýrisskipanarlógini.

 

Fyri at hetta uppskot ikki frameftir skal skapa fyridømi fyri ígildissetingina av komandi sáttmálum, so eigur uppskotið at verða broytt til eitt uppskot til samtyktar í staðin fyri eitt lógaruppskot. Minnilutin mælir sostatt til, at hesin og komandi sáttmálar verða framdir, sum tingskipanin og stýrisskipanin fyriskriva, nevniliga sum uppskot til samtyktar. Minnilutin viðmerkir í hesum sambandi, at tá ført verður fram, at undanfarnir sáttmálar hava verið settir í gildi sum lóg, so er her talan um sáttmálar, ið eru hóskiligar at nýta sum ein beinleiðis partur av innlendis rættinum í Føroyum.

 

Víst verður eisini til, at hin sáttmálaparturin, Ísland, samtykkir sáttmálan sum uppskot til samtyktar.

 

Minnilutin mælir tí Løgtinginum til at broyta uppskotið soleiðis, at Løgtingið bert samtykkir at góðkenna, at sáttmálin kann verða staðfestur Føroya vegna.

 

Hetta inniber, at ábyrgdin fyri, at galdandi lóggáva kemur í samsvar við sáttmálan, áðrenn hesin verður settur í gildi, verður verandi hjá landsstýrinum.

 

Sambært § 55 í stýrisskipanarlógini hevur løgtingslóg, ella partur av løgtingslóg, ikki gildi, um hon gongur ímóti millumtjóðasáttmála, heimastýrið hevur gjørt við onnur lond, ella um hon gongur ímóti millumtjóðasáttmála, Danmark hevur gjørt við onnur lond, og sum eisini fevnir um Føroyar.

 

Ásetingin í § 55 gevur ikki landsstýrinum heimild at lóggeva. Hetta kann landsstýrið tó skjótt koma til at gera, er tað ikki nóg varið í sambandi við ígildisseting av altjóða sáttmálum. Ásetingin í § 55 setir tí sera strong krøv til landsstýrið, sum hevur skyldu at upplýsa og fyrireika allar neyðugar løgtingslógarbroytingar og ríkislógartilmæli til Løgtingið soleiðis, at galdandi lógarásetingar, sum eru í stríð við ein millumtjóðasáttmála, ikki skulu verða ógildaðar við fráboðan (løgskjali) frá landsstýrinum til íslendska uttanríkismálaráðið við eftirfylgjandi ígildisseting av sáttmálanum.

 

At § 55 ikki gevur landsstýrinum heimild at lóggeva, umframt atlitið til rættartrygdina, áleggur helst eisini landsstýrinum eina skyldu at leggja "gloymdar" lógarbroytingar fyri Løgtingið og ikki fyrisita í andsøgn við hesar, eisini hóast lógarásetingarnar, ið neyðugar eru at broyta, mugu metast at verða settar úr gildi við ásetingini í § 55 í stýrisskipanarlógini.

 

Hvat viðvíkur heimildunum hjá felagsnevndini eftir §§ 7, stk. 2 og 8, stk. 2 í sáttmálanum, so hevur broytingin frá einum lógaruppskoti til eina løgtingssamtykt eisini við sær, at heimildirnar til eina og hvørja tíð eru avmarkaðar innan fyri teir karmar, ið galdandi lóggáva ásetir.

 

At broyta eitt lógaruppskot til eina løgtingssamtykt er eitt heldur óvanligt stig at taka.

 

Hóast eingin beinleiðis forðing er fyri hesum í tingskipanini, so hava ymisku viðgerðarhættirnir fyri lógaruppskot og uppskot til samtyktar við sær, at ivamál stinga seg upp, sum tingskipanin ikki hevur tikið støðu til. Harumframt eru krøvini til sjálvt uppskotið ymisk, alt eftir um talan er um eitt lógaruppskot ella eitt uppskot til samtyktar.

 

Ein trupulleiki er, at lógaruppskot skulu hava tríggjar viðgerðir, meðan samtyktir bert skulu hava tvær viðgerðir á tingi. Fyriliggjandi mál hevur fingið eina viðgerð, og verður tað broytt til eitt uppskot til samtyktar, er mest nærliggjandi avleiðingin tann, at uppskotið bert skal hava eina viðgerð afturat.

 

Av tí at talan er um eina broyting frá einum lógaruppskoti til eina samtykt og ikki umvent, heldur minnilutin, at tað í hesum serliga føri, eftir umstøðunum kann síggjast burtur frá, at málið er lagt fram og hevur fingið eina 1. viðgerð sum eitt lógaruppskot, samstundis sum minnilutin mælir til, at tað verður broytt og samtykt sum eitt uppskot til samtyktar.

 

Samsvarandi hesum setir minnilutin fram soljóðandi

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t

 

1) Heiti á løgtingsmálinum verður broytt til "Uppskot til samtyktar um at seta í gildi Hoyvíkssáttmálan" og parantesin undir heitinum verður strikað.

 

2) § 1 verður broytt til eina samtykt, við at "§ 1." verður broytt til "Løgtingið góðkennir at".

 

3) §§ 2, 3 og 4 verða strikaðar.

 

Minnilutin tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið við nevndu broytingum.

 

2. viðgerð 27. apríl 2006. Broytingaruppskot frá minnilutanum í uttanlandsnevndini, Johan Dahl, Hergeir Nielsen og Jenis av Rana, til heiti og §§ 1, 2, 3 og 4 fall 15-0-15. Broytingaruppskot frá meirilutanum í uttanlandsnevndini, Anfinn Kallsberg, Óla Breckmann, Kristian Magnussen og John Johannessen, til §§ 1, 2, 3, og 4 samtykt 16-6-8. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 17-6-7. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

 

Á tingfundi 2. mai 2006 løgdu tingmenninir Hergeir Nielsen, Johan Dahl, Jenis av Rana og Kári P. Højgaard fram soljóðandi

 

Broytingaruppskot 

til 

3. viðgerð

 

1) Heiti á løgtingsmálinum verður broytt til "Uppskot til samtyktar um at seta í gildi Hoyvíkssáttmálan" og parantesin undir heitinum verður strikað.

 

2) § 1 verður broytt til eina samtykt, við at "§ 1." verður broytt til "Løgtingið góðkennir at".

 

3) §§ 2 og 3 verða strikaðar.

 

3. viðgerð 2. mai 2006. Broytingaruppskotið frá tingmonnunum Hergeir Nielsen, Johan Dahl, Jenis av Rana og Kára P. Højgaard fall 14-0-16.  Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 24-4-2. Málið avgreitt.

 

Ll.nr. 66 frá 18.05.2006