13  Uppskot til  samtyktar um broyting í løgtingslógini um almannapensjónir o.a.

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð (Orðaskiftið riggar ikki)

Ár 2005, 7. oktober, legði Finnur Helmsdal, løgtingsmaður, vegna Tjóðvedisflokkin fram soljóðandi  

Uppskot

 

til

 

samtyktar 

Heitt verður á landsstýrið um at leggja fram løgtingslógaruppskot um broyting í løgtingslógini um almannapensjónir o.a., sum broytir veitingarnar fyri fyritíðarpensjón. 

Viðmerkingar
 

Ein av teimum nógvu broytingunum, sum táverandi trivnaðarnevnd Løgtingsins ynskti í sambandi við, at nýggj pensjiónslóg varð viðgjørd og samtykt í Løgtinginum í 1999, var at taka av lægstu fyritíðar(avlamis)pensjónina. Hetta tí mett varð, at lægsta fyritíðarpensjón var - og er framvegis - alt ov lág og í veruleikanum ein meiningsleys veiting. Upprunaliga varð lægsta avlamispensjón - nú fyritíðarpensjón - mett sum eitt gott ískoyti. Hetta tí pensjónisturin sum oftast hevði møguleikan at finna onkra smávegis hjávinnu, so sum at hjálpa til hjá onkrum, egna e.a. Tá kostaðu føroysku húsarhaldini ikki nær námind av tí, tey gera í dag. Føroyska familjan hevur nógv fleiri og størri fastar útreiðslur nú enn fyrr.

 

Í dag er heldur ikki lætt, heldur at kalla ógjørligt, hjá einum, sum hevur mist helvtina av arbeiðsførleikanum, at fáa okkurt slag av lønandi vinnu. Og er støðan hjá teimum flestu, ið fáa lægstu fyritíðarpensjón, at tey hava ikki aðra inntøku. Og kunnu vit tí bæði ásanna og staðfesta, at tað hvørki er nøktandi ella virðiligt hjá familjufólki bara at hava eina inntøku, sum svarar til lægstu fyritíðarpensjón.

 

Tað er grundhugsanin í pensjónslógini, at pensjón er samsýning fyri mist arbeiðsevni. At fólk fáa pensjón, tí tey eru ikki før fyri at fara út á arbeiðsmarknaðin at vinna peningin. Hugsanin í lógini hevur verið, at tey, sum hava mist 50% av arbeiðsførleikanum, hava størri møguleikar at fara út á arbeiðsmarknaðin enn tey, sum hava mist 2/3 ella allan arbeiðsførleikan. Men soleiðis er ikki rættiliga í føroyska samfelagnum. Arbeiðsmarknaðurin er als ikki liðiligur ella rúmligur soleiðis, at fólk við skerdum arbeiðsevnum hava lætt við at sleppa inn. Tað almenna ger eisini alt ov lítið til tess at bøta um støðuna. Tað eru snøgt sagt alt ov fáir arbeiðsmøguleikar til teir føroyingar, sum so ella so hava fingið síni arbeiðsevni skerd. Og hava tey, sum fáa lægstu fyritíðarpensjón tí heldur ikki stórvegis møguleikar at forvinna nakað umframt sjálva pensjónina.

 

Tí verður skotið upp, at lógin um almennar pensjónir verður broytt soleiðis, at bert tvey sløg av fyritíðarpensjónum kunnu veitast. Nevniliga hægsta og lægsta. Tað áliggur landsstýrismanninum at skjóta upp, hvussu stórar pensjónsupphæddirnar skulu vera eftir broytingina. Tó metir uppskotsstillarin, at lægsta fyritíðarpensjónin, í krónum og oyrum,  í minsta lagi svarar til tað, vit í dag kalla miðal fyritíðarpensjón.

 

Tað áliggur eisini landsstýrismanninum at skjóta upp, um treytirnar fyri at fáa játtað fyritíðarpensjón skulu vera tær somu, hetta tá hugsað verður um skerdan arbeiðsførleika. Tó metir uppskotsstillarin, at tað hevði verið bæði skeivt og meiningsleyst, um landsstýrismaðurin fer at skjóta upp ta broyting, at lægsta avlamispensjón bara verður játtað, um umsøkjarin hevur mist minst 2/3 av arbeiðsførleikanum. Uppskotsstillarin heldur, at markið fyri lægstu fyritíðarpensjón framvegis skal vera 50%, meðan tað kanska er vert at umhugsa at lækka markið fyri hægstu fyritíðarpensjón niður í 2/3.

 

Kostnaðurin av  teirri broyting, sum er beinleiðis skotin upp, fer at verða, at øll tey, sum í dag fáa lægstu fyritíðarpensjón, fara at fáa játtað tað, sum í dag samsvarar við miðal fyritíðarpensjón (í umroknaðum upphæddum). Umframt liggur ávísur kostnaður eisini í játtanum frameftir. Tað fer at kosta umleið 18 milliónir árliga at hækka verandi lægstu fyritíðarpensjónirnar upp á eitt støði, sum samsvarar við miðal fyritíðarpensjónir.

 

Landsstýrismaðurin hevur møguleikan at fíggja hesa lógarbroyting við pengum, sum hann kann fáa inn við at broyta lógina um almennar pensjónir í aðrar mátar. Landsstýrismaðurin kann skjóta upp at broyta reglurnar viðvíkjandi fólkapensjón soleiðis, at øll ikki longur skulu fáa grundarupphæddina í fólkspensjónini. Landsstýrismaðurin kann skjóta upp, at tey, sum hava eftirløn í samband við arbeiðsmarknaðin ella aðra góða inntøku, ikki longur skulu fáa grundarupphæddina í fólkapensjónini frá 67 ára aldri. Við eini slíkari broyting fær landsstýrismaðurin pening til at fremja broytingina viðvíkjandi lægstu fyritíðarpensjón í verki.

 

1. viðgerð 20. oktober 2005. Málið beint í trivnaðarnevndina, sum tann 10. november 2005 legði fram soljóðandi

 

Álit 

 

Tjóðveldisflokkurin hevur lagt málið fram tann 7. oktober 2005, og eftir 1. viðgerð  20. oktober 2005 er tað beint trivnaðarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann  2. og 9. november 2005.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við bólk, ið viðger fyritíðarpensjónir, og við landsstýrismannin í almanna- og heilsumálum.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

 

Meirilutin (Jørgen Niclasen, Andrias Petersen, Lisbeth L. Petersen og Johan Dahl) er undir viðgerðin komin fram á, at tað tykist, sum fyritíðarpensjónsøkið krevur ábøtur. Meirilutin er vorðin varur við, at her eru onnur viðurskifti enn bara tey, sum uppskotið snýr seg um, ið eru nær tengd at fyritíðarpensjónini, sum samstundis eisini eiga at verða endurskoðað. Her verður m.a. hugsað um pensjónsviðurskifti sum heild og um arbeiðsmøguleikar hjá fyritíðarpensjónistum.

 

Fyri at geva landsstýrismanninum tíð at gera gera eitt nøktandi útgreiningararbeiði fyri alt økið, soleiðis at møguligar ábøtur verða so rættar sum gjørligt, fer meirilutin at mæla Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

 

Minnilutin (Finnur Helmsdal, Annita á Fríðriksmørk og Bill Justinussen) tekur undir við meirilut-anum um, at fyritíðarpensjónsøkið treingir til ábøtur, og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

2. viðgerð 29. november 2005. Uppskotið til samtyktar fall 8-1-16. Uppskotið sostatt fallið. Málið avgreitt.