10  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnavernd

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð (Orðaskiftið riggar ikki)
G. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2005, 20. september, legði Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

 

til

 

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnavernd 


 

Í løgtingslóg nr. 18 frá 08.03.2005 um barnavernd verða gjørdar hesar broytingar:

 

§ 1

 

1)   Í § 33, stk. 1 verður “stovnsetur rekur” broytt til: “stovnsetur og rekur”

 

2)   Í § 33, stk. 2 verður “stovnsetur rekur” broytt til: “stovnsetur og rekur”

 

3)  Í § 77 verður sum stk. 4 sett:                

Stk. 4. Hóast ásetingina í stk. 1 kemur § 33, stk. 2 í løgtingslóg nr. 18 frá 08.03.2005 í gildi 1. november 2005. Landið ber útreiðslurnar av § 33, stk. 2 frá 1. november 2005.”

 

§ 2


Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. november 2005.

 

Kap. 1. Almennar viðmerkingar 

Í sambandi við ein vaksandi tørv á serligum ansingartilboðum til børn, sum ikki kunnu vera á vanligum dagstovni, ynskir landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum at seta á stovn ein serdagstovn til børn  í aldrinum 0-7 ár.

 

Í fíggjarlógini 2005 er játtað 1 mió. kr. til at seta á stovn eitt serligt dagstovnatilboð til børn við atferða- og tilknýtingartrupulleikum. Í viðmerkingunum til játtanina var eisini greitt frá, at landsstýrismaðurin hevði ætlanir um at leggja eitt lógaruppskot fyri Løgtingið í august 2005, ið skuldi vera tað materiella grundarlagið fyri virkseminum. Hetta var eftir ynski frá bæði Trivnaðarnevndini og Fíggjarnevndini, ið báðar hildu, at landsstýrismaðurin átti at komið í Løgtingið við eini lóg, sum gav honum heimild at stovna slíkan stovn, so Løgtingið eisini fekk høvi at geva til  kennar sína støðu til raðfestingina.

 

Við § 33, stk. 2 í nýggju barnaverndarlógini, sum varð samtykt í vár, hevur Løgtingið tikið støðu til, at landsstýrismaðurin stovnsetur og rekur dagstovnar fyri børn, ið eru fevnd av barnaverndarlógini, og sum ikki kunnu integrerast á kommunalum dagstovni.

 

Við hesi lógarbroyting ynskir landsstýrismaðurin at fáa undirtøku fyri at framskunda heimildina frá 1. januar 2006 til 1. november 2005.

 

Børn við serligum tørvi

Landsstýrismaðurin setti á sumri 2004 ein arbeiðsbólk at greina tørvin á einum ansingartilboði til børn við serligum tørvi, ið ikki kundu vera í vanligum dagstovni vegna álvarsligar atferða- og tilknýtingartrupulleikar.

 

Børn við álvarsligum atferða- og tilknýtingartrupulleikum eru børn við psykososialum trupulleikum, har ólag er í kensluligu og sosialu menningini. Hesi børn vísa tekin um tilknýtisólag, og hetta vísir seg m.a. við vánaligum innlivingarevnum, vantandi evnum at plikta seg í mun til onnur, nógvum konfliktum og vantandi evnum at læra av egnum royndum. Tey hava vánalig bindindi, rúma illa mótgangi og megna illa at stýra impulsum og aggressjónum. Hesi børn hava massivar trupulleikar við teimum eksekutivu (útinnandi) funksjónunum, sum eru kognitivu (fatanarligu) funksjónirnar viðvíkjandi stýring/planlegging og útinnan av egnari atferð.

 

Hesi børn rúmast ikki í einum vanligum dagstovnaumhvørvi. Í einum vanligum dagstovni er heldur ikki møguligt at nøkta serliga tørvin hjá hesum børnum. Hesi børn skilja seg nógv frá øðrum børnum og eru sera orkukrevjandi hjá starvsfólkum í teimum vanligu dagstovnunum, tí hesi børn hava eina atferð, sum ger, at tey krevja serligar umstøður.

  

Arbeiðsbólkurin handaði landsstýrismanninum endaliga álitið í summar. Niðurstøðurnar í álitinum eru m.a., at í Føroyum eru 34 børn í aldrinum 0 til 7 ár við álvarsligum atferða- og tilknýtingartrupulleikum. Kynsbýtið er 4 gentur og 30 dreingir.

 

26 av teimum 34 børnunum hava ella hava havt eitt stuðulsfólk, sum er við barninum á dagstovni ella í vøggustovu. Sum støðan er í dag, so fáa børn við álvarsligum atferða- og tilknýtingartrupulleikum játtað stuðul sambært barnaforsorgarlógini sum ein fyribyrgjandi fyriskipan, tí hesi børn kunnu ikki vera í vanligum kommunalum dagstovni uttan eitt stuðulsfólk.

 

Tímatalið, sum hesi børn fáa játtað stuðulsfólk til, liggur oftast um 30 tímar um vikuna. Tilsamans 15 av 34 børnum, ella umleið 45%, fáa 30 ella fleiri tímar játtaðar. 11 av hesum ganga eisini til ymiskar kropsligar venjingar so sum fysioterapi, ergoterapi og ríðing. Tey allarflestu eru kannað av sálarfrøðingi, og 7 eru javnan til sálarfrøðiliga viðtalu.

 

Eisini verður hjálp latin til foreldrini hjá børnum við psykososialum trupulleikum. Her kann nevnast, at nøkur foreldur hava verið á ymiskum skeiðum fyri at læra, hvussu tey betur kunnu fara um barnið, og onnur fáa sálarfrøðiligan stuðul. Viðhvørt er eisini neyðugt at fáa børnini í vikuskiftisumlætting. 5 av hesum 34 børnunum eru í umlætting 1-2 vikuskifti um mánaðin.

 

Tað eru 6 av teimum skrásettu børnunum, sum í dag fáa markant færri stuðulstímar enn áður, og tað týður uppá, at hesi børnini eru í menning. Hjá nøkrum av børnunum eru tímarnir farnir úr 30 tímum heilt niður í 5-10 tímar um vikuna.  

 

Arbeiðsbólkurin metir, at 20 av teimum 34 børnunum hava so stórar atferða- og tilknýtingartrupulleikar, at tey hava tørv á einum serstovni. Kynsbýtið av hesum 20 børnunum er 3 gentur og 17 dreingir.

 

Serdagstovnurin

Arbeiðsbókurin kom fram til, at trupulleikin hjá hesum børnunum kann loysast við at skipa ein serdagstovn til ein bólk upp á 8 til 10 børn, sum skulu innskrivast á stovnin fyri eitt styttri ella longri tíðarskeið. Hesin serdagstovnur skal:

 

o       mannast við 5 starvsfólkum og einum leiðara,

o       hava tætt samstarv við Sernámsfrøðiligu ráðgevingina, Psykiatriska depilin á  Landssjúkrahúsinum, Almannastovuna, barnaverndartænasturnar kring landið, sum skulu veita støðugan fakligan stuðul,

o       við tíðini skulu starvsfólkini á serdagstovninum virka ráðgevandi og vegleiðandi hjá starvsfólkum á øðrum kommunalum dagstovnum og hjá barnaverndartænastunum kring landið,

o       kunna ráðgeva foreldrum og fosturforeldrum, 

o       geografiskt liggja í miðstaðarøkinum,

o       gerast eitt betri tilboð til børn við psykososialum trupulleikum enn tað tilboðið, sum hesi børn fáa í dag.

 

Í sambandi við upptøku á dagstovnin mælir arbeiðsbólkurin til, at ein upptøkunevnd verður sett, sum endaliga tekur støðu til upptøku á dagstovninum. Umboðini í upptøkunevndini skulu vera leiðarin fyri dagstovnin, umboð fyri Psykiatriska depilin og umboð fyri Sernámsdepilin. 

 

 

Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum

 

Fíggjarligar avleiðingar

Torført er at siga heilt neyvt, hvussu nógv ein serdagstovnur fyri børn við serligum tørvi kemur at kosta. Útreiðslurnar til børn við serligum tørvi hava verið nógv vaksandi tey seinastu árini.

 

Útreiðslurnar til serdagstovnin eru løn til 5 starvsfólk umframt reingerð, løn til leiðara, rakstur og fakligan serkunnleika frá ymiskum fakfólki svarandi til eitt ársverk. 

 

Sparingar av verandi útreiðslum vera útreiðslurnar til stuðulsfólk innan barnavernd. Av tí at útreiðslur til stuðlar innan barnavernd eftir 1. januar 2006 verður ein kommunal útreiðsla, verður sparingin kommunal. Roknað verður við eini sparing á umleið 1,2 mió. kr. fyri eitt ár, og svarar tað til, at 8 børn hava 30 tímar stuðul um vikuna.

 

Í barnaverndarlógini er heimild til, at kommunurnar skulu gjalda brúkaragjald. Brúkaragjaldið er ásett út frá, hvussu nógv eitt barnagarðspláss kostar í Tórshavnar kommunu (íroknað foreldragjald). Roknað verður við, at brúkaragjaldið í 2006 gevur eina inntøku til landið upp á 464 tkr.

 

Vart skal gerast við, at bæði útreiðslur og inntøkur eru á 2005-støði (uttan lønarhækkan fyri oktober-desember 2005), og kann tí broytast seinni.

 

Mett fíggjarætlan fyri 2006 í 2005-tølum:

 

Serdagstovnur

 

 

 

 

 

 

tkr.

Útreiðslur:

 

 

 

Lønir:

 

 

2.100

Rakstur:

 

 

624

Útreiðslur í alt:

 

 

2.724

 

 

 

 

Inntøkur:

 

 

 

Brúkaragjald frá barnaverndarøkjunum

 

 

464

Inntøkur í alt:

 

 

464

 

 

 

 

Í alt

 

 

2.260

 

Í 2005 ber landið allar útreiðslurnar. Á fíggjarlógini varð 1 mió. kr. sett av til at byrja stovnin, men roknað verður við, at 600 tkr. verða nýttar til hetta endamálið í 2005. Hetta er til at seta leiðara og ein part av starvsfólkunum, finna egnað høli og keypa tað, sum er neyðugt.

 

Umsitingarligar avleiðingar

Lógaruppskotið hevur umsitingarligar avleiðingar fyri Almannastovuna, tí Almannastovan skal umsita stovnin.

 

Vinnuligar avleiðingar

Lógaruppskotið hevur ikki fíggjarligar ella umsitingarligar avleiðingar fyri vinnuna.

 

Umhvørvisligar avleiðingar og avleiðingar í mun til altjóða sáttmálar

Lógaruppskotið hevur ongar umhvørvisligar avleiðingar ella avleiðingar í mun til altjóða sáttmálar.

 

Avleiðingar fyri serstøk øki í landinum

Lógaruppskotið hevur ikki fíggjarligar, umsitingarligar ella umhvørvisligar avleiðingar fyri serstøk øki í landinum.

 

Sosialar avleiðingar

Lógaruppskotið hevur við sær sosialar avleiðingar. Stovnurin hevur til endamáls at hjálpa børnum millum 0-7 ár, ið eru sosialt illa fyri.

 

Avleiðingar í mun til millumtjóða sáttmálar

Lógaruppskotið hevur ongar fíggjarligar, umsitingarligar ella umhvørvisligar avleiðingar í mun til millumtjóða sáttmálar.

 

 

Yvirlit yvir avleiðingar.

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar

Fyri
kommunalar
myndugleikar

Fyri
pláss/øki í
landinum

Fyri
ávísar sam-
felagsbólkar/
felagsskapir

Fyri
vinnuna

Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar
avleiðingar

Ja

Nei

 

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar

 

 

 

Ja

 

 

 

Ummæli

 

Lógaruppskotið hevur ikki verið til hoyringar. Lógaruppskotið hevur bert til endamáls at framskunda gildiskomuna fyri, nær landsstýrismaðurin kann seta á stovn og reka serdagstovnar fyri børn, ið ikki kunnu integrerast á kommunalum stovni sambært § 33, stk. 2 í barnaverndarlógini. Barnaverndarlógin var til hoyringar í fleiri umførum, áðrenn henda varð løgd fyri Løgtingið. 

 

Kap. 3. Serligar viðmerkingar

 

Til § 1

1) Endamálið er at rætta eina málsliga villu.

 

2) Endamálið er at rætta eina málsliga villu.

 

3) § 77, stk. 4 ásetur, at § 33, stk. 2 skal fáa gildi 1. november 2005, soleiðis at landsstýrismanninum verður heimilað at seta á stovn og reka stovnar fyri børn, ið eru fevnd av barnaverndarlógini, og sum ikki kunnu integrerast á kommunalum dagstovnum. § 77, stk. 4 staðfestir, at landið ber útreiðslurnar av nevndu dagstovnum frá 1. november 2005.

 

Til § 2

Greinin ásetur lógarinnar gildiskomu.

 

Hjáløgd skjøl:

 

Skjal 1: Álit um serdagstovn

 

1. viðgerð 30. september 2005. Málið beint í trivnaðarnevndina, sum tann 23. november 2005 legði fram soljóðandi

 

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 20. september 2005, og eftir 1. viðgerð  30. september 2005 er tað beint trivnaðarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 5. oktober og 2., 9. og 23. november 2005.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í almanna- og heilsumálum og við landsstýrismannin í mentamálum, umframt Felagið fyri børn, ið hava MPD/DAMP

 

Í sambandi við, at trivnaðarnevndin gjørdi tilmæli til fíggjarnevndina um fíggjarlógaruppskot 2005, skrivaði nevndin ma.: “Nevndin hevur fingið upplýsingar frá landsstýrismanninum um ætlanina at seta á stovn ein nýggjan dagstovn. Nevndin er samd um, at nakað eigur at verða gjørt við ”Økið børn við serligum tørvi,” tó ynskir nevndin at viðgera nærri, hvat er rættast at gera fyrst. Nevndin eftirlýsir, um ikki lóg eigur at liggja til grund fyri slíkum avgerðum, so Løgtingið fær høvi at geva til kennar sína støðu til raðfesting.”

 

Landsstýrismaðurin metir seg við uppskotinum at geva tað materiella grundarlagið fyri virkseminum av stovninum. Landsstýrismaðurin vísir til ynskir bæði frá Trivnaðarnevndini og Fíggjarnevndini, ið báðar hildu, at landsstýrismaðurin átti at komið í Løgtingið við eini lóg, sum gav honum heimild at stovna slíkan stovn, so Løgtingið eisini fekk høvi at geva til  kennar sína støðu til raðfestingina.

 

Nevndin er sannførd um, at tørvur er á serstovni  fyri  børn Nevndin setir spurnartekin  við, um ein dagstovnur, ið hevur opið frá kl. 8 – 17, nøktar tørvin fyri allar Føroyar.  Nevndin vónar, at landsstýrismaðurin finnur ein hátt at loysa hesa uppgávu.

 

Økið børn við seligum tørvi er stórt og umfatar eisini børn við MBD/Damp. Ásannandi at umrøddi stovnurin ikki rúmar øllum, ynskir nevndin, at landsstýrismaðurin í sínum raðfestingum hevur hetta fyri eyga.

 

Undir viðgerðini er nevndin komin fram á, at serdagstovnur kann setast á stovn bæði við heimild í barnaverndarlógini og í lóg um serskúla. Tað eru ávikavist landsstýrismaðurin í almanna- og heilsu-málum og landsstýrismaðurin í mentamálum, sum varða av hesum lógum.

 

Nevndin hevur undir viðgerðini fingið upplýst, at møguleiki er innan verandi almennar bygningar at húsa nevnda stovni, har starvsfólk og serkunnleiki  kunnu virka við meira enn einum almennum virksemi, har støðið verður í minsta lagi líka høgt.  Hetta hevur við sær sparingar bæði innan løgu og rakstur.  

 

Tað hevur ikki verið møguligt hjá nevndini at fáa eitt samlað uppskot frá landsstýrismonnunum báðum um, hvussu ein serdagstovnur kann skipast. Serliga er tað ivamálið um avgerðarrætt, um stovnar í felags rakstri eru undir tveimum landsstýrismonnum.

 

Nevndin metir tó, at møguleiki er at rúma nevnda stovni innan verandi karmar, og tað má vera uppgávan hjá landsstýrinum at finna eina loysn, so at sleppast kann undan eyka útreiðslum til bæði løgur og rakstur, tó at støðið verður tryggjað í minsta lagi líka høgt.

 

Trivnaðarnevndin hevur kunnað fíggjarnevndina um málið, so hetta verður tikið við í viðgerðini av fíggjarlógaruppskotinum fyri 2006.

 

Við hesum viðmerkingum tekur ein samd nevnd undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 29. november 2005. Uppskot frá Páll á Reynatúgvu um at beina málið aftur í nevnd fall 1-1-21. §§ 1 og 2 samtyktar 25-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3.viðgerð.

3. viðgerð 1. desember 2005. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 18-0-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 134 frá 9/12-05