4  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serligt avgjald á brenniolju

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð (orðaskiftið riggar ikki)

Ár 2005, 16. august, løgdu tingmenninir Bill Justinussen og Jenis av Rana vegna Miðflokkin og Kári P. Højgaard vegna Sjálvstýrisflokkin fram soljóðandi  

Uppskot

 

til

 

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serligt avgjald á brenniolju

 

§ 1

Í løgtingslóg nr. 179 frá 18. desember 1992 um serligt avgjald á brenniolju, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 73  frá 30. mars 2000, verða gjørdar hesar broytingar: 

1) § 1, stk. 2 verður orðað soleiðis:
Stk. 2. Fyri hvørt oyra, søluprísurin av gassolju uttan meirvirðisgjald er oman fyri  2,45 kr./ liturin, íroknað oljuavgjaldið, lækkar oljuavgjaldið á gassolju við 0,5 oyrum/ liturin. Gjaldið kann ikki vera negativt.

2) § 1, stk. 3 verður orðað soleiðis:
Stk. 3. Fyri hvørt oyra, søluprísurin av gassolju uttan meirvirðisgjald er niðan fyri 2,45 kr./ liturin, íroknað oljuavgjaldið, hækkar oljuavgjaldið á gassolju við 0,5 oyrum/ liturin.

3) § 1, stk. 2-4 verða hereftir stk. 4-6. 

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

Viðmerkingar:

Mikudagin hin 9. august 2005 náddi oljuprísurin 64 dollarum fyri tunnuna, og er hetta hægsti prísur, ið verið hevur á alheimsmarknaðinum. Heima hjá okkum nærkast prísurin kr. 3,60 fyri liturin, saman við MVG, ið er 90 oyru fyri liturin, og hinum  almenna oljuavgjaldinum, ið er 80 oyru fyri liturin, verður prísurin  hjá vanliga húsarhaldinum methøgur - kr. 5,30 fyri liturin.

 

Lógin, sum heimilar at leggja avgjald afturat oljuprísinum, varð samtykt á Løgtingi 18. december 1992, tó ikki í núverandi líki. Avgjaldið varð tá sett til 95 oyru fyri liturin, men lagt varð upp fyri høgum prísi við í lógini at áseta, at avgjaldið skuldi ávikavist minkast ella hækkast við hálvum oyra, um prísurin, íroknaður oljuavgjaldið, hækkaði yvir ella minkaði undir  kr. 2,45 fyri liturin.

 

30. mars  2000 varð lógarbroyting samtykt á Løgtingi, sum ásetti eitt fast oljuavgjald upp á 80 oyru fyri liturin, uttan mun til hvussu prísurin annars var. Júst tá var  oljuavgjaldið áleið 70 oyru liturin. Høvuðsgrundgevingin fyri hesari broyting var sagdur vera óstøðugi oljuprísurin, sum m.a. førdi við sær at oljuavgjaldið varð broytt í heilum. Hetta hevði við sær  trupulleikar  at  áseta røttu  inntøkuna av hesum á løgtingsfíggjarlógina.

 

Atlit fyri umhvørvinum hevur  eisini verið ein av orsøkunum til  oljuavgjaldið, men oljuprísurin  er í løtuni  so mikið høgur,  og útlitini fyri minkan so døpur, at hesin í sær sjálvum tvingar fólk at spara olju, eisini sjálvt um avgjaldið fellur burtur. Skuldi prísurin hinvegin minka munandi, so hevur Miðflokkurin í uppskoti sínum valt, heldur enn heilt at taka avgjaldið av, at venda aftur til prísreguleringina í 1992-uppskotinum.

 

Trupulleikar av ymsikum slagi hava seinastu árini havt við sær áður óhugsandi høgar oljuprísir. Í løtuni sigast trupulleikar í amerikonsku oljuraffinadaríunum, óstabiliteturin í Saudi Arabiu vegna deyða kongsins, alheimsterrorvirksemi,  umframt óstabilu viðurskiftini í Miðeystri sum heild at vera atvoldin til høgu prísirnar, og serfrøðingar meta útlitini fyri minkandi prísum í nærmastu framtíð at vera minimal.

 

Hækkaða oljurokningin seinastu mánaðirnar er  so ovurhonds fyri vanliga føroyska húsarhaldið, at mong í dag hava ilt við at fáa endarnar at røkka saman. Einamest rakar hetta barnafamiljurnar og tey, sum einans hava pensjón at líta á. Samstundis sum tey stríðast fyri at finna útvegir at kunna verða verandi í bústaði sínum ella parti av hesum,  lesa tey undrandi oljurokning sína, sum vísir, at stórur og óbroyttur partur av hesari ikki fer í hendur teirra seljandi, men í landskassan. Ikki bert er talan um oljuavgjaldið, men hartil MVG-upphæddin, sum eisini økist saman við hækkandi oljuprísinum.

 

Sum sæst av uppgerðini niðanfyri, er MVG-inntøka landskassans fyri liturin í dag 90 oyru, og er  hetta ein hækkan upp á góð 25 oyru fyri liturin, sammett við meðaltalið fyri 2004, sum var 64,3 oyru! So umframt sjálvt oljuavgjaldið er MVG-útreiðslan av olju vorðin ein ovurhonds eykabyrða fyri húsarhaldið.

 

Gassolja til brúkarar 2005

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Frá

til

útsøluprísur

produktpr.

MVG

avgjald

 

 

 

sethús

skip 20brt

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

01-01-2005

27-01-2005

416,30

269,00

67,25

80,00

 

28-01-2005

31-01-2005

435,00

284,00

71,00

80,00

 

01-02-2005

28-02-2005

435,00

284,00

71,00

80,00

 

01-03-2005

07-03-2005

453,80

299,00

74,75

80,00

 

08-03-2005

20-03-2005

468,80

311,00

77,75

80,00

 

21-03-2005

31-03-2005

481,30

321,00

80,25

80,00

 

01-04-2005

04-04-2005

481,30

321,00

80,25

80,00

 

05-04-2005

07-04-2005

493,80

331,00

82,75

80,00

 

08-04-2005

13-04-2005

503,80

339,00

84,75

80,00

 

14-04-2005

20-04-2005

493,80

331,00

82,75

80,00

 

21-04-2005

30-04-2005

483,80

323,00

80,75

80,00

 

01-05-2005

03-05-2005

483,80

323,00

80,75

80,00

 

04-05-2005

17-05-2005

471,30

313,00

78,25

80,00

 

18-05-2005

31-05-2005

458,80

303,00

75,75

80,00

 

01-06-2005

05-06-2005

458,80

303,00

75,75

80,00

 

06-06-2005

08-06-2005

477,50

318,00

79,50

80,00

 

09-06-2005

14-06-2005

502,50

338,00

84,50

80,00

 

15-06-2005

20-06-2005

517,50

350,00

87,50

80,00

 

21-06-2005

30-06-2005

530,00

360,00

90,00

80,00

 

01-07-2005

04-07-2005

530,00

360,00

90,00

80,00

 

05-07-2005

18-07-2005

538,80

367,00

91,75

80,00

 

19-07-2005

25-07-2005

528,80

359,00

89,75

80,00

 

26-07-2005

31-07-2005

517,50

350,00

87,50

80,00

 

01-08-2005

01-08-2005

517,50

350,00

87,50

80,00

 

02-08-2005

 

530,00

360,00

90,00

80,00

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Í hesum sambandi skal verða upplýst, at skipanin verður umsitin soleiðis, at einki meirvirðisgjald verður tikið av oljuavgjaldinum og soleiðis, at oljuavgjald ikki verður lagt oman á meirvirðisgjaldið av brenniolju.

 

Alheims príslegu hevur landsstýrið sum nevnt onga ávirkan á, men oljuavgjaldið og MVG gjaldið kunnu vit gera nakað við. Hetta hava eisini fleiri enn ein av stjórnarpolitikarum okkara víst á í fjølmiðlunum.

 

Uppskot Miðfloksins hevði beinanvegin havt við sær ein lætta upp á tey 80 oyruni fyri liturin, sum  í løtuni er fasta oljuavgjaldið. Tann lættin, hetta gevur, um enn lutfalsliga lítil, kann tó verða avgerandi fyri, um mong megna at verða verandi í húsum sínum. Fyri eitt húski við meðal nýtslu svarar hesin lættin til umleið kr. 3000 árliga. Fyri landskassan er talan um minni inntøku upp á áleið kr. 60 mió. árliga,  tó kann hugsast, at  nakrar av hesum spardu krónum verða brúktar til annað fyri landskassan inntøkugevandi virksemi.

 

Vitandi at landsstýrið fyri komandi ár hevur ætlanir um skattalætta, sum gott og væl samsvarar við minkandi inntøkuna av avtikna oljuavgjaldinum, fer Miðflokkurin at skjóta upp heldur at brúka part av hesari skattalættanarupphædd til at fíggja avtøkuna av oljuavgjaldnum. Hava vit í huga, at avtøkan av oljuavgjaldinum er munandi rættari sosialt enn ætlaði skattalættin, átti uppskotið at fingið góða undirtøku.

Minni inntøka  landskassans fyri verandi ár, sum úrslit av, at uppskotið vónandi verður samtykt, verður mett til kr. 5  mió. um mánaðin - tvs 10-15 mió. - alt eftir nær broytingin kemur í gildi. Hetta samsvarar við áleið ta eyka MVG-inntøku landskassin kann væntast at hava  í ár av hækkaða oljuprísinum, sammett við farna ár, og má metast at vera rímilig  sjálvfígging.

 

1. viðgerð 8. september 2005. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 4. november 2005 legði fram soljóðandi
 

Álit

 

Sjálvstýrisflokkurin og Miðflokkurin hava lagt málið fram tann 16. august 2005, og eftir 1. viðgerð 8. september 2005 er tað beint fíggjarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 20. oktober og 3. november 2005.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin fingið upplýsingar frá landsstýrismanninum í fíggjamálum, sum vísa, at prísvøksturin fyri brennievni ikki gevur grundarlag fyri at tosa um eina reallønarlækking.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

 

Meirilutin (Anfinn Kallsberg, Vilhelm Johannesen, Kaj Leo Johannesen, Karsten Hansen, Maiken Krabenhøft og Lisbeth L. Petersen) metir ikki, at grundarlag er fyri at avtaka avgjaldið á brenniolju. Meirilutin leggur dent á, at til ber at hækka barnafrádráttin og/ella viðbót til ávísar pensjónistar, um hildið verður, at hesir bólkar hava fyri neyðini at fáa kompensatión fyri prísøkingina á bennioljuni. Meirilutin vísir á, at viðbótin til ávísar pensjónistar er økt við 4 % á hvørjum ári.

 

Meirilutin mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið. 

 

Minnilutin (Kári P. Højgaard ) tekur undir við uppskotinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja tað.

2. viðgerð 29. november 2005. §§ 1og 2 fullu 4-1-24. Uppskotið sostatt fallið. Málið avgreitt.