1-12  Uppskot til  eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2006

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgðerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
G. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)
 

Ár 2006, 3. mars, løgdu tingmenninir Tórbjørn Jacobsen og Heidi Petersen, vegna Tjóðveldisflokkin fram soljóðandi

Uppskot

til

eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2006  

 

                                   § 7.  Útbúgving og gransking

                                                             A. Yvirlit

 

  Játtanar yvirlit

  Tús. kr.                                                            Netto                       Útreiðslur               Inntøkur

  Útreiðsluætlan                                                         2.500                          2.500                         -

  Løgu ætlan                                                                    -                                -                          -

  Útbúgving og gransking                                                                          2.500                          -

     7.23.5.  Fólkaupplýsing........................................                                            2.500                          -

 

 

 

                                                           B. Játtanir

                                                                                                                     Útr.            Innt.

                                                                                                                           - Tús. kr. -

    7.23.5.  Fólkaupplýsing

       23.5.10.  Musikkskúlar (Rakstrarj.)                                                    J:            7.583                  -  

                                                                                                      EYJ:        2.500                  -  

 

  

Viðmerkingar:

 

Musikkskúlaskipanin røkkur um alt landið og hevur ment tónleikin og tónleikarar í Føroyum í alstóran mun. Sambært upplýsingum frá Musikkskúla Føroya standa hundraðtals næmingar í bíðirøð at sleppa inn á musikkskúlan, og lærarakreftir eru ónýttar, orsakað av vantandi játtan.

Tjóðveldisflokkurin mælir til at hækka játtanina við 2,5 mió. kr., og hetta fer at geva 650 næmingum afturat undirvísing í musikkskúlanum..

 

1.viðgerð 22. mars 2006. Tingmálini 1-10, 1-11 og 1-12/2006 vórðu viðgjørd undir einum og beind í fíggjarnevndina, sum tann 28. apríl 2006 legði fram soljóðandi

 

Álit 

 

Tjóðveldisflokkurin hevur lagt málið fram tann 3. mars 2006, og eftir 1. viðgerð tann 22. mars er tað beint fíggjarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 27. mars og  6., 24., og 26. apríl 2006.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í mentamálum.

 

Landsstýrismaðurin hevur greitt nevndini frá, at mark er fyri, hvussu nógv tað ber til at økja virksemi musikkskúlans eftir stuttari tíð. Landsstýrismaðurin ivast í, at til ber at økja virksemið teir seinastu 5 mánaðirnar í árinum við kr. 5 mió. (kr. 2,5 mió. frá landinum og kr. 2,5 mió. frá kommununum), sum uppskotið leggur upp til.

 

Landsstýrismaðurin hevur eisini fyri nevndini lagt dent á, at tað neyvan er rætt at økja um virksemi skúlans nú, um tað ikki samstundis er ætlanin at hækka virksemið komandi ár.

 

Ein eykajáttan í ár til musikkskúlan uppá kr. 1 mió. til seinnu helvt av skúlaárinum viðførir sostatt eina hækking í játtanini til komandi ár uppá kr. 2,5 mió. til landið. Kommununnar partur verður samsvarandi. 

 

Nevndin tekur undir við uppskotinum, men sambært landsstýrismanninum ber ikki til at seta skipanina í verk fyrr enn, tá skúlaárið byrjar aftaná summarfrítíðina. Tí heldur nevndin tað ikki verða neyðugt at játta alla upphæddina, tá hetta bert verður galdandi fyri 5 mánaðir og setir tí fram soljóðandi:  

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t 

 

7.23.5.  Fólkaupplýsing

       23.5.10.  Musikkskúlar (Rakstrarj.)                                                    J:            7.583                  -  

                                                                                                      EYJ:       1.000                  -  

 

Kommunurnar eru ikki hoyrdar í hesum máli, og heldur nevndin, at landsstýrismaðurin eigur, áðrenn hann setur økta virksemið í verk, at ráðføra seg við kommunufelagsskapirnar.

 

2. viðgerð 3. mai 2006. Broytingaruppskot frá samdari fíggjarnevnd samtykt 29-0-1. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 30-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

 

3. viðgerð 5. mai 2006. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 31-0-0. Málið avgreitt.

 

Ll.nr. 42 frá 16.05.2006