1-11  Uppskot til  eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2006-3

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
G. Tikið aftur

 

Ár 2006, 2. mars, legði Hergeir Nielsen, løgtingsmaður, vegna Tjóðveldisflokkin fram soljóðandi

Uppskot

til

eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2006-3

 

 

 

                                                § 15.  Innlendismál

                                                             A. Yvirlit

  Játtanar yvirlit

  Tús. kr.                                                            Netto                       Útreiðslur               Inntøkur

  Útreiðsluætlan                                                           250                            250                         -

  Løgu ætlan                                                                    -                                -                          -

  Tilbúgving                                                                                               250                          -

    15.31.1.  ...............................................                                                              250                          -

 

  

                                                           B. Játtanir

                                                                                                                     Útr.            Innt.

                                                                                                                           - Tús. kr. -

  15.31.1.

       31.1.89.  Økismenning                                                                    J:                  -                   -  

                                                                                                      EYJ:          250                  -  

  

Átekning

 

nr. 1 ad. 31.1.89

Heimilað verður landsstýrismanninum at lata somu upphædd, sum kommununar lata til nevndu verkætlan, tó ongantíð meir enn kr. 250.000.

Landsstýrismaðurin hevur eftirlit við, at stuðulin verður nýttur sambært umsóknini. Um stuðulin ikki verður nýttur sambært ætlanini, eigur hann at verða goldin aftur.

Tá verkætlanin er liðug, skal landsstýrismaðurin hava grannskoðaðan roknskap.

Landsgrannskoðanin hevur heimild at eftirkanna roknskap o.a.

 

Viðmerkingar:

Undanfarna samgonga 1998-2004 setti fleiri størri íløguætlanir út í kortið viðvíkjandi Suðuroynni.

 

Hundraðtals mió.kr. stór ætlan varð løgd í ferju, ferjuhavn, djúphavn, skúla og tunnil, og var tað mesta komið undir land, áðrenn samgongan legði frá sær.

 

Sitandi samgonga kom fyri einum ári síðan við eini Suðuroyarætlan, har tað var ásannað, at støðan í Suðuroynni var vorðin so mikið hættislig, at politisk stig máttu takast til tess at stuðla eini tilgongd, ið hevði støðug arbeiðspláss í oynni við sær.

 

Løgmansrøðan 2005, hálvt ár seinni, segði als einki um hesa ætlan samgongunnar, og ein eitt ára gomul felags umsókn frá kommununum í Suðuroynni til Føroya Landsstýri um fíggjarligan stuðul til eina felags menningarætlan er tíverri ikki svarað enn.

 

Stigtakararnir, Jógvan Mørkøre og Magni Laksafoss, siga, at talan er um eitt átak við fyrimynd í Eyafjarðaravtaluni fyri part av Norðurlandinum í Íslandi, har Vinnumálaráðið, Akureyrar Kommuna, Eyafjarða Ídnaðarmenningarfelag, Bygdastofnun, Hægri háskúlin í Akureyri, Ídnaðarmenningarstovnurin, Eyafjarðar Samstarvsfelag, Norðurlands Búskaparvirksemisstovan, fakfeløg í økinum og Útflutningsráð Íslands eru gingin saman um avtalu fyri 4 ár.

 

Endamálið er fleirtáttað, men kortini samfelt.

 

Suðuroyarøkið skal aftur gerast

 

Í avtaluni er avrátt at savna orkuna um at menna seg í 4 tyssum - ella tað, sum á enskum verður nevnt "clusters". Har hava tey valt út útbúgving og gransking, heilsuarbeiði, ferðavinnu og matframleiðslu.

 

Fíggingarmynstrið í Íslandi er í høvuðsheitum, at landið rindar góða helvt, meðan kommunusamtak, vinnusamtak og onnur frá Eyafjarðarleiðini lata rest.

 

Tjóðveldisflokkurin skjýtur nú upp, at kommunurnar í Suðuroynni, sum tilsamans hava játtað 250.000 kr. til hesa ætlan, fáa samsvarandi játtan úr landskassanum, so sum umsókn er send landsstýrinum um fyri ári síðani.

 

Tjóðveldisflokkurin skeyt upp hesa játtan undir fíggjarlógarviðgerðini 2006, men var hon ikki gingin á møti tá.

 

1.viðgerð 22. mars 2006. Tingmálini 1-10, 1-11 og 1-12/2006 vórðu viðgjørd undir einum og beind í fíggjarnevndina, sum tann 28. apríl 2006 legði fram soljóðandi

 

Álit

 

Tjóðveldisflokkurin hevur lagt málið fram tann 2. mars 2006, og eftir 1. viðgerð tann 22. mars er tað beint fíggjarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 27. mars og  6. apríl 2006.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í innlendismálum.

 

Undir viðgerðini hesum nevndin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

 

Meirilutin (Anfinn Kallsberg, Vilhelm Johannesen, Kaj Leo Johannesen  og Lisbeth L. Petersen)

tekur sum so undir við uppskotinum, men landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur lagt sama uppskot fram. Annað uppskotið má tí falla, og hevur meirilutin tí avgjørt ikki at taka undir við hesum uppskotinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja tað.

 

 

Minnilutin (Páll á Reynatúgvu, Karsten Hansen og Kári P. Højgaard) tekur undir við uppskotinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja tað.

 

2. viðgerð 3. mai 2006. Uppskotið varð tikið aftur av uppskotssetaranum. Málið avgreitt.