1-9  Uppskot til  eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2006

A. Upprunauppskot
B. Frávik
C. 1. viðgerð
D. Orðaskifti við 1. viðgerð
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2006, 21. februar, legði Bárður Nielsen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2006

 

Høvuðsyvirlit

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Høvuðsyvirlit yvir uppskot til eykajáttanarløgtingslóg

Februar 2006

 

 

 

Rakstrarætlan

 

Løgu-

 

Túsund kr.

 

Útreiðslur

 

Inntøkur

 

ætlan

 

§ 6.

 

Vinnumál

 

1.000

 

-

 

-

 

 

38.

 

Samferðsla og samskifti

 

1.000

 

-

 

-

 

Tilsamans

 

1.000

 

-

 

-

 

 

 

 

 

 

 

 

Rakstrar-, løgu- og útlánsætlan RLÚ

-

 

-1.000

 

-

 

 

Tekstur

§ 6 Vinnumál

A. Yvirlit

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Játtanar yvirlit

 


 

 

Tús. kr.

 

Netto

 

Útreiðslur

 

Inntøkur

 


 

 

Útreiðsluætlan

 

-

 

-

 

-

 

Løguætlan

 

1.000

 

1.000

 

-

 


 

 

Samferðsla og samskifti

 

1.000

 

-

 

6.38.1.

 

Vegir og havnir

 

1.000

 

-

 

 


 

 

B. Játtanir

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Útreiðslur

 

Inntøkur

 

 

6.38.1.

 

Vegir og havnir

 

07.

 

Nýggir landsvegir (Løguj.)

 

J

 

129.300

 

100

 

 

EYJ

 

1.000

 

-

 

 

Almennar viðmerkingar

Hjálagt er fyrsta eykajáttanaruppskotið frá landsstýrinum, sum verður lagt fyri Løgtingið fyri fíggjarárið 2006. Samlaði kostnaðurin av uppskotinum er 1 mió. kr.

Eykajáttanin kann greinast soleiðis:

Á § 6 Vinnumál verður biðið um at hækka játtanina til nýggjar landsvegir við 1 mió. kr. til forkanningar í sambandi við uppskotna veg-/tunnilsføring í Leirvík.

 

 

Viðmerkingar

§ 6 Vinnumál

Samferðsla og samskifti

6.38.1. Vegir og havnir

6.38.1.07. Nýggir landsvegir (Løgujáttan)

Vegagerð í Leirvík – kanningar
Í verklagslógini fyri fasta sambandinum um Leirvíksfjørð er ásett, at tá neyðugar forkanningar og prosjektering eru gjørdar, og í seinasta lagi 15. februar 2006 skal landsstýrismaðurin leggja uppskot fyri Løgtingið um ein tunnil undir ella eina vegføring fram við Leirvík. Tríggjar vegføringar og ein veg-/tunnilsføring eru kannaðar, og varð kostnaðurin av vegføringunum mettur til uml. 40 mió. kr., meðan kostnaðurin av veg-/tunnilsføringini varð mettur til uml. 147 mió. kr.

Seinast í januar 2006 sendu NCC og J&K Petersen Vinnumálaráðnum eina kostnaðarmeting av  einari broyttari veg-/tunnilsføring undir Leirvíkar bygd, við einum nakað styttri og lættari tunli, og har tunnilin verður forankraður í helluna. Feløgini mettu, at kostnaðurin av hesari loysnini er uml. 86 mió. kr., umframt útreiðslur til ognartøku og eftirlit.

Politiskt ynski er nú um at kanna hesa loysn nærri, og er uppskot tí lagt fyri Løgtingið um at leingja freistina fyri, nær uppskot til løgtingslóg um vegføringina við Leirvík skal vera lagt fram. Neyðugt er eisini at fáa fígging til hesar kanningar og/ella prosjektering, sum ætlanin er at biðja privatar ráðgevar at gera. Skotið verður tí upp at hækka játtanina við 1 mió. kr. til hetta endamál.

Sundurgreinað ætlan

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 


 

 

Tús. kr.

 

J

 

EYJ

 

J+EYJ

 


 

 

Útreiðslujáttan

 

129.300

 

1.000

 

130.300

 

Inntøkujáttan

 

100

 

-

 

100

 


 

 

10.

 

Nýgerð av landsvegum

 

 

 

Útreiðslur

 

129.300

 

1.000

 

130.300

 

 

31.

 

Bygging og løguframleiðsla

 

129.300

 

1.000

 

130.300

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Inntøkur

 

100

 

-

 

100

 

 

42.

 

Søla av løgu o.ø.

 

100

 

-

 

100

 


 

 

 

Frávik
Hesir tingmenn heita á Løgtingið um í hesum málið at gera frávik sbr. § 85 í tingskipanini á øllum viðgerðarstigum

 

Alfred Olsen Lisbeth L. Petersen Poul Michelsen Heðin Zachariasen
Vilhelm Johannesen Marjus Dam Jørgen Niclasen Kaj Leo Johannesen
Bill Justinussen Jógvan við Keldu Andrias Petersen John Johannessen
Henrik Old Gerhard Lognberg Kristian Magnussen Óli Breckmann
Jenis av Rana Kári P. Højgaard    

Samtykt 21-0-7

1. viðgerð 22. februar 2006. Tingmálini nr. 61 og 1-9/2005 vórðu viðgjørd undir einum. Hetta málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 23. februar 2006 legði fram soljóðandi

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 21. februar 2006, og eftir 1. viðgerð tann 22. februar 2006 er málið beint fíggjarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 23. februar 2006.

 

Nevndin vísir á, at málið er tengt at løgtingsmáli nr. 61/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fast samband um Leirvíksfjørð. Um løgtingsmál nr. 61/2005 fellur við 2. viðgerð, er nevndin samd um at mæla tinginum frá at samtykja uppskot landsstýrisins, tí tá verður ikki neyðgut við hesi eykajáttan.

 

Annars hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

 

Meirilutin (Anfinn Kallsberg, Vilhelm Johannesen, Kaj Leo Johannesen, Lisbeth L. Petersen og Kári P. Højgaard) vísir á, at verður løgtingsmál nr. 61/2005 samtykt við 2. viðgerð, mælir meirilutin Løgtinginum til at samtykja hetta uppskotið.

 

Minnilutin (Karsten Hansen) tekur ikki undir við málinum.

 

2. viðgerð 23. februar 2006. Málið samtykt 19-0-12. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

 

3. viðgerð 23. februar 2006. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 19-0-12. Málið avgreitt.

Ll.nr. 9 frá 28.02.2006