10  Uppskot til  samtyktar um arbeiðsumhvørvi í fólkaskúlanum

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð

Ár 2006, 6. februar, legði Mathilda Follend vegna næmingar frá 9. a í Eysturskúlanum í Havn fram soljóðandi

Uppskot 

til 

samtyktar

Heitt verður á landsstýrið um at leggja fyri Løgtingið løgtingslógaruppskot um broyting í lógini um arbeiðsumhvørvi, sum tryggjar, at fólkaskúlanæmingar í skúlatíðini verða fevndir av lógini, tá tað snýr seg um larm, pláss, inniluft, høli til matarsteðg, reinføri o.a.

1. viðgerð 06.02.2006. Málið beint í trivnaðarnevndina, sum tann 7. februar 2006 legði fram soljóðandi

Álit

 

9. d í  Eysturskúlanum hevur lagt málið fram tann 6. februar 2006, og eftir 1. viðgerð er tað beint trivnaðarnevndini.

 

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 6. februar 2006.

 

 

Ein meiriluti (Sharon Zachariassen, Beinta Bergsdóttir, Eyðin Djurhuus, Sissal Magnussen,  Jona Venned og  Olga Gullaksen) tekur ikki undir við uppskotinum og mælir Ungdómstinginum frá at samtykkja tað.

 

Ein minniluti (Mathilda Follend) tekur undir við uppskotinum og mælir Ungdómstinginum til at samtykkja tað.

 

Ein minniluti (Sjúrður K. Thomassen, Gunnar Thomsen og Diana Jacobsen) boðar frá, at minnilutin tekur støðu í tingsalinum.

2. viðgerð 7. februar 2006. Uppskotið fallið 7-10-13. Málið avgreitt.