9  Uppskot til  samtyktar um teldur í fólkaskúlanum

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð

Ár 2006, 6. februar, legði Schønning Eysturoy vegna seg sjálvan,  Sjúrð, Øssur, Gunnar og Hans Bjarna í 9. ð í Eysturskúlanum í Havn fram soljóðandi

Uppskot

til 

samtyktar

 

Heitt verður á landsstýrið um at skipa fyri, at teldufrálæra verður ein natúrligur partur av undirvísingini í fólkaskúlanum, og at telduútgerð í fólkaskúlunum javnan verður dagførd. 

 

Viðmerking:

Vit halda, at teldurnar í fólkaskúlunum, eru alt ov gamlar og verða alt ov sjáldan moderniseraðar.

Teldurnar eru seinar og megna ikki alt, næmingarnir hava tørv á.

 

Nú á døgum verður sera nógv undirvísing framd á telduni og á alnótini. Tí mugu fólkaskúlarnir hava atgongd til ordiligar teldur, ið hava alt, ið er neyðugt at hava til nýmótans undirvísing.

 

Tí vilja vit hava eina lóg, sum sigur, at teldur í fólkaskúlunum mugu dagførast av og á. Og hava alt tað nýggja, ið næmingarnir hava tørv á.

1. viðgerð 06.02.2006. Málið beint í mentanarnevndina, sum tann 7. februar 2006 legði fram soljóðandi

Álit

 

Sjúrður Thomassen, Øssur Debes Eiriksfoss, Gunnar Thomsen, Schønning Eysturoy og Hans Bjarni Lervig, 9.ð í Eysturskúlanum, hava lagt málið fram tann 6. februar 2006, og eftir 1. viðgerð er tað beint mentanarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 6. februar 2006.

 

Landsstýrið hevur eina visjón 2015, sum miðar ímóti, at Føroyar skulu vera millum tey mest framkomnu londini í heiminum í 2015. Teldur spæla ein stóran leiklut í tí framkomna samfelagnum, tí er tað eitt gott stað at byrja at innføra teldufrálæru í undirvísingina í fólkaskúlanum á einum ella øðrum støði. Møguliga sum valfak. Teldur verða brúktar ov lítið í fólkskúlanum í dag. Ein forkláring uppá hetta kann vera, at lærararnir ikki hava nóg stóran kunnleika til teldur. Tí er neyðugt at senda lærararnar á skeið.

 

Nógvar teldur í fólkaskúalnum í dag eru gamlar og seinar og nøkta ikki tørvin hjá næmingum í fólkaskúlanum. Tí eiga teldurnar javnan at verða dagførdar.

 

2. viðgerð 7. februar 2006. Uppskotið samtykt 23-7-0. Málið avgreitt.