7  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð

Ár 2006, 6. februar, legði Pætur Askildsen frá 9. d í Eysturskúlanum í Havn fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg

 

§ 1

Í løgtingslóg nr. 125 frá 20. juni 1997 um fólkaskúlan, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 53 frá 9. mai 2005, verður gjørd henda broyting:

 

1)      Í § 6 verður sum stk. 4 sett: ”Stk. 4. Næmingarnir kunnu skipa fyri andakt í fólkaskúlanum.”

 

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir at hon er kunngjørd.

 

Viðmerkingar:

Sambært lóg fólkaskúlans § 2, stk. 3 so skal fólkaskúlin geva næmingunum eina kristna og siðalagsliga uppaling. Sjálvandi í sátt  og semju við foreldrini. Eg haldi ikki , at lógin verður hildin, tí eg læri einki í kristni, og eg gangi í 9. flokki. Eg havi tosað við nakrar vinmenn hjá mær, og teir siga, at teir læra heldur einki, og tað haldi eg vera sera vánaligt. Tað má gerast betri stundisliga, tí minst til, at tey ungu eru framtíðin hjá Føroyum.

 

Eg eri ein trúgvandi drongur, sum kundi hugsa mær at havt andakt í skúlanum sum eg gangi í. Eg hald, at tað burdi verið ein lóg, ið segði, at í hvørjum einasta fólkaskúla skal vera andakt, sum trúgvandi næmingar, ikki lærarar, skipa fyri. Vit eitast at vera ein kristin tjóð, og ikki hava vit andaktir í skúlunum.

 

Tað er ikki dýrt at hava andaktir í skúlunum. Tað kostar bara tað, at skúlin letur eitt høli til at hava andaktir í. Man kann eisini hava tað í gongini ella uttandura (um summarið).

1. viðgerð 06.02.2006. Málið beint í mentanarnevndina, sum tann 7. februar 2006 legði fram soljóðandi

Álit

 

Pætur Askildsen, 9.d í Eysturskúlanum, hevur lagt málið fram tann 6. februar 2006, og eftir 1. viðgerð er tað beint mentanarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 6. februar 2006.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

 

Ein meiriluti í nevndini (Schønning Eysturoy, Pætur Askildsen, Høgni Eysturoy, Øssur Debes Eiriksfoss, Barbara Álaberg, Rannvá Jarnskor og Birita Adela Davidsen) mælir Ungdómstinginum til at samtykkja uppskotið. Meirilutin heldur, at um so er, at næmingar hava hug til at hava andakt í skúlanum, so eigur møgleiki at vera fyri hesum. Eitt rúm eigur at verða tøkt at ráða yvir hjá teimum næmingum, sum ætla at skipa fyri hesum. Tað skal tó standa næmingunum frítt, hvørt teir vilja luttaka í andaktini ella ei, tí vit hava trúarfrælsi í Føroyum.

 

Ein minniluti í nevndini (Karina Joensen og Silja Mikkelsen) heldur, at man eigur at kunna møtast og tosa um kristnar spurningar á sama hátt sum allar aðrar spurningar. Tó heldur minnilutin ikki, at tað eigur at verða skipað andakt í fólkaskúlanum, tey ungu hava møguleika at fara á ungdómsmøti og annað uttan fyri skúlatíðina. Tí mælir minnilutin Ungdómstinginum frá at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 7. februar 2006. Uppskotið samtykt 18-5-7. Málið avgreitt.