5  Uppskot til  samtyktar um minni skúlagongd

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð

Ár 2006, 6. februar legði Pætur Askildsen frá 9. d í Eysturskúlanum í Havn fram soljóðandi

Uppskot

til

samtyktar

 

Heitt verður á landsstýrið um at kanna møguleikan fyri, at føroyskur skúlaungdómur fær styttri skúladagar, og at lærararnir verða lærdir betur, so næmingarnir fáa meira burtur úr tímunum. 

 

Viðmerkingar:

Ov nógv tíð hjá tí unga fer til at ganga í skúla. Skúlin byrjar kl. 8.00 til og endar kl. 15.00. Eg haldi at hetta er ov long tíð at ganga í skúla. Skúlin skuldi byrja kl. 9.00 og enda kl. 13.00. Eg haldi eisini, at lærarar skulu lærast betur, so næmingarnir fáa meira burtur úr tímunum.

1. viðgerð 06.02.2006. Málið beint í mentanarnevndina, sum tann 7. februar 2006 legði fram soljóðandi

Álit

 

Hóri Ranason undir Kletti, 9.d í Eysturskúlanum, hevur lagt málið fram tann 6. februar 2006, og eftir 1. viðgerð er tað beint mentanarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 6. februar 2006.

 

Ein samd nevnd mælir Ungdómstinginum frá at samtykkja uppskotið, tí nevndin heldur, at tímatalið, sum næmingar í fólkaskúlanum hava í dag, er nóg gott.

 

2. viðgerð 7. februar 2006. Uppskotið fall 7-3-20. Uppskotið sostatt fallið. Málið avgreitt.