2 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka
A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
Orðaskifti við 2. viðgerð
Ár 2006, 6. februar, legði Mathilda Follend frá 9. d í Eysturskúlanum í Havn fram soljóðandi
§ 1
Í løgtingslóg nr. 20 frá 10. mars 1992 um innflutning og sølu av rúsdrekka, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 64 frá 2. mai 2003, verður gjørd henda broyting:
1) Aftan á § 23 verður í kapittul 6 sett: ”§ 23a Landsstýrið ásetir nærri reglur um eftirlit við, at ásetingarnar í lógini um skeinking og sølu av rúsdrekka verða hildnar.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Viðmerkingar:
Eg fór til Danmarkar við Atlantsflog og fekk bæði øl og sterkari, hóast eg bert eri 15 ár. Hetta haldi eg ikki er í lagi, og eg haldi, at okkurt átti at verið gjørt við tað.
1. viðgerð 6. februar 2006. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 7. februar 2006 legði fram soljóðandi
Brian Rud Jensen, 9. d í Eysturskúlanum, hevur lagt málið fram í dag, og eftir 1. viðgerð er tað beint vinnunevndini.
Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi í dag.
Nevndin heldur ikki, at tað eiga at verða settar reglur um eftirlit við, at ásetingarnar í lógini um skeinking og sølu av rúsdrekka verða hildnar. Nevndin heldur, at tað má vera ábyrgdin hjá tí einstaka at halda lógina.
Ein samd nevnd tekur tí ikki undir við málinum og mælir ungdómstinginum frá at samtykkja uppskotið.
2. viðgerð 7. februar 2006. Uppskotið fall 6-5-18. Uppskotið sostatt fallið. Málið avgreitt.