Skrá fyri Ungdómstingið
Mánadagin 6. februar 2006
Kl. 9.00 Ungdómstinglimirnir møta í Løgtinginum
Kl. 10.00 Løgtingsformaðurin setir Ungdómstingið
Uppskotssetararnir leggja fram uppskotini. Møguleiki verður hjá ungdómstinglimunum at seta spurningar til uppskotssetararnar og koma við viðmerkingum.
Kl. 12.00 Døgverði
Kl. 13.00 Nevndarviðgerðir, har spurningar til landsstýrismenninar verða avgreiddir. Síðani verða ungdómstingmálini umrødd, og álit verður skrivað í øllum málunum. Í álitunum skal verða mælt til, at minst eitt uppskot skal samtykkjast, og minst 1 uppskot skal fella.
Týsdagin 7. februar 2006
Kl. 9.30 Ungdómstinglimirnir møta í Løgtinginum
Kl. 10.00 Ungdómstingfundurin byrjar
Umboð fyri nevndirnar leggja fram álitini. Uppskotini verða viðgjørd, og atkvøtt verður um tey.
Kl. 12.00 Døgverði
Kl. 13.00 Ungdómstinglimirnir møta í Løgtinginum
Kl. 13.30 Munnligir fyrispurningar til løgmann og landsstýrismenn
Kl. 15.00 Móttøka
Høvi verður hjá fjølmiðlunum at hitta ungdómstinglimirnar