Ungdómstingið 2006-02-06-EJ

 

Formansins vælkomstrøða

 

Tingfundurin er settur!

Soleiðis byrjar ein vanligur tingfundur, og soleiðis byrja vit eisini í dag, tá tit ungdómstinglimir, í 2 dagar yvirtaka tingsalin fyri at seta dagsskránna, við tykkara evnum, sum tit halda eru týdningarmikil at seta “ljóskastaran” á.

Eg fari at bjóða tykkum at vera hjartaliga vælkomnum, bæði næmingum og lærarum.

 

Ungdómsting á fyrsta sinni

Hetta er fyrstu ferð, at Ungdómsting verður hildið í Føroyum. Formansskapurin avgjørdi seinasta vár, at skipast skuldi fyri einum slíkum. Grannalond okkara hava góðar royndir av hesi skipan,  sum flest øll við jøvnum millumbilum skipa fyri. Hetta er ein góður háttur at fáa føroyska ungdómin virknari í samfelagskjakinum og at luttaka í fólkaræðinum.

Tað eru jú tit, sum tá tíðin er komin, skulu taka yvir og halda fram við nýmótansgerðini av samfelagnum.

 

Fyrireikingar
Fyrireikingarnar fóru í gongd, og nú sita tit her, tey fyrstu, sum fáa høvi at royna, hvussu tað er at “føra politikk í hjartanum av fólkaræðinum í Føroyum”. Í sjálvum Løgtinginum, sum sambært søgumonnum er besta boð upp á elsta ting í Evropa

 

Fólkaræði
Sum tit øll vita, so hava vit her í landinum fólkaræði – demokrati – vit meta tað sum  nakað gott og eina sjálfylgju, men hetta er ikki komið av sær sjálvum, men tí at fólk gjøgnum áhundraðir hava stríðst fyri tí.

 

Demokratiið – fólkaræðið – er nakað av tí dýrabarasta, vit eiga. Fólkaræðið er ikki nakað, sum er givið einaferð fyri allar tíðir, ella nakað, sum kemur av sær sjalvum. Tað er ein skipan, sum øll dagliga mugu virka fyri, fara væl um og verja. Løgtingið sjálvt er hornasteinurin í okkara fólkaræði.

 

Hetta er ein av grundunum til, at vit hava bjóðað tykkum her í dag – fyri at tit so tíðliga sum møguligt skulu uppliva hetta og læra, hvussu tað virkar. Ongantíð betur enn um skúlin í framtíðini fær tað sum ein fastan tátt ár um ár at halda ungdómsting.

 

Endamál
Endamálið við Ungdómstinginum er sostatt at geva tykkum størri innlit í arbeiðið hjá Løgtinginum og at vísa tykkum í verkið, hvussu avgerðarmannagongdir virka í einum fólkaræði, vónandi við tí úrtsliti, at tit verða ein virknari partur av sjálvum fólkaræðinum.

Tá vit sendu innbjóðingarnar út til hetta Ungdómstingið, var ein vissur spenningur um, hvussu hetta fór at verða móttikið. Vit høvdu sjálvandi vónað, at undirtøkan fór at verða stór, og at vit kundu manna Ungdómstingið við skúlanæmingum úr øllum valdømunum. Tað vísti seg tó, at tá ið freistin at senda uppskot inn var úti, vóru 9 uppskot komin inn frá 4 flokkum. Ikki heilt tann undirtøkan, sum vit høvdu vónað.

 

Framtíðarvónir
Tað er tó at gleðast um, at tykkara skúlar hava tikið av avbjóðingini, og hava gjørt eitt stórt arbeiði við at fyrireika uppskot at leggja fyri Ungdómstingið og fyrireika spurningar, sum tit ætla at seta løgmanni og landsstýrismonnunum.

 

Hvør veit, kanska fer onkur av okkara tingfólkum, sum dagliga arbeiða við lógarsmíði, at fáa íblástur av tykkara uppskotum, og fara at taka táttin upp. Og kanska fara spurningarnir frá tykkum til løgmann og landsstýrismenninar at fáa teir at hugsa um tykkara hugskot og leiklut, tá teir í tí dagliga skulu umsita síni øki.  

 

Tit kunnu við hesum eisini vera við til at kveikja áhugan hjá øðrum ungum til at luttaka í einum slíkum tiltaki eina aðru ferð, soleiðis at hesi møguliga fáa eyguni upp fyri, at tað kann lata seg gera at fáa ávirkan við at luttaka.

 

 

Frágreiðing um tingarbeiði
Eg sum tingformaður gleðist um, at tit hava gjørt eitt so stórt arbeiðið – og at tit vilja brúka tykkara tíð til hetta. Tit bera boð um, at demokratiið hevur áhuga eisini hjá ungum fólki.

Í dag og í morgin fáa tit høvið at royna tað politiska arbeiði í verki

-         tit skulu hava orðaskifti í tingsalinum um uppskotini,

-         tit skulu arbeiða í nevndum við uppskotunum og

-         tit skulu atkvøða um uppskotini.

-         Eisini fáa tit høvi at seta løgmanni og landsstýrismonnunum spurningar, júst á sama hátt sum løgtingslimir gera.

 

Sum tinglimur fær ein eitt mandat frá veljaranum, eisini frá teimum, sum man ikki kennir. Tit umboða á sama hátt ikki bara tykkum sjálvi, men eisini floksfelagar, foreldur og vinir. Men tit skula minnast til, at tit standa bara til svars fyri tykkum sjálvum og tykkara samvitsku, tað er tí týdningarmikið, at tit her koma fram við tykkara egnu meiningum, og at tit samstundis lurta eftir, hvat hini bera fram – tað er eyðkennið hjá demokratinum, ikki at tey flestu, bara tí tey er flest, hava rætt, men at tað er pláss fyri øllum. Tað eigur tí at vera ein av uppgávunum, umframt at geva tykkara egnu meining til kennar, eisini tryggja, at hini fáa borið síni sjónarmið fram.

 

Grundarlagið fyri demokratinum er, at eitt opið orðaskifti fer fram – vit síggja tað stríð, sum í hesum døgum fer fram í Evropa, har fjølmiðlafólk stríðast fyri at tryggja talu- og skrivifrælsið, og hvussu bólkar í ávísum einaræðislondum øsast upp og arbeiða ímóti. Tali- og skrivifrælsi “ ytringsfrihed “ er grundlógarfestur rættur hjá hvørjum einstøkum í okkara samfelag. Tað fylgir tí eisini ein stór ábyrgd við tí fría orðinum – (ansast má eftir, at vit ikki byrta ófrið ella særa onnur menniskju).

 

Í dag hava tit møguleikan frá tingsins røðarapalli at siga tykkara hugsan um viðurskifti, sum tit halda eiga at vera øðrvísi ella betri.

  

Eg vóni, at arbeiðið hesar báðar dagarnar fer at økja um tykkara áhuga fyri politikki. Vónandi fara tit at uppliva, at man kann fáa síni sjónarmið ígjøgnum, serliga um man argumenterar væl og hevur fyrireikað seg væl, men eisini at tit síggja týdningin av at lurta, gera semjur og raðfesta.

 

Vónandi fara tit at læra nakað hesar dagar, sum tit kunnu bera víðari.

 

Eg skal takka tykkum næmingum og lærarum, sum eru her, og floksnæmingum, sum eru eftir har heima, fyri eitt gott fyrireikingararbeiði og áhugan fyri tiltakinum.

 

Uppgávan hjá mær er at stýra fundinum. Umframt meg fer Vilhelm Johannesen,  2. næstformaður, eisini at loysa av í formanssessinum. 

 

Øll starvsfólkini í Løgtinginum hava í dag og í morgin eina uppgávu, og tað er at hjálpa tykkum við tykkara uppgávu her í tinginum, og í nevndunum, so tit skula ikki smæðast fyri at biðja tey hjálpa tykkum.

 

Góða eydnu við tingarbeiðinum. Eg ynski, at tit umframt tað álvarsliga tingarbeiðið fáa tveir stuttligar dagar, har sum tit finna nýggjar vinir, og at tit aftaná kunnu siga (sum tað eitur á nútíðar ungdómsmáli): At tað var virkuliga skeg og kul.

hjartaliga vælkomin.