100-50 Fyrispurningur til Bjørn Kalsø, landsstýrismann, viðvíkjandi Skipaeftirlitinum 

Orðaskifti

Ár 2006, fríggjadagin 7. apríl, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur   

1.      Røkir Skipaeftirlitið tær uppgávur, sum tí er álagt sambært lóggávuni, á nøktandi hátt? 

 

2.      Um svarið er noktandi - hvørjar eru so orsøkirnar?

 

3.      Eru fleiri dømi um skip/bátar, sum ikki hava fingið lógarkravdu góðkenningina frá Skipaeftirlitinum í sambandi við umbyggingar o.a.?

 

4.      Verða trygdarkrøvini til allar skipabólkar (harundir til smábátar) eftirkannað regluliga og neyðug stig tikin?

 

5.      Hvør er starvsfólkaorkan til at fremja uppgávurnar - harundir til sýn og góðkenningar, og er nøkur serlig upplæringarskipan galdandi?

 

6.      Er nøkur altjóða meting gjørd um dygdina í arbeiðinum hjá Skipaeftirlitinum?

 

7.      Hevur landsstýrismaðurin havt vitan um trupulleikar viðvíkjandi skipaeftirliti í Føroyum - um so er nær, og hvørji stig hevur landsstýrismaðurin tikið til tess at loysa trupulleikar og tryggja dygdina í uppgávurøktini hjá Skipaeftirlitinum?

 

 

Viðmerkingar

Skipaeftirlitið hevur ábyrgdina av trygd á sjónum, og er tískil ein tann týdningarmesti eftirlits- og trygdarstovnurin í føroyska samfelagnum.

 

Í seinastuni hava fleiri mál verið frammi í fjølmiðlunum, har spurnartekin eru sett við trygdina og arbeiðið hjá Skipaeftirlitinum. Millum annað er komið fram, at bátar eru umbygdir uttan at hava fingið neyðugu góðkenningina frá Skipaeftirlitinum.

 

Harafturat er spurningur reistur viðvíkjandi eftirlitinum við, um smábátar lúka trygdarkrøvini og verða sýnaðir regluliga.

 

Hetta eru álvarsmál, ið eru reist og ikki kunnu standa ósvarað. 

 

Trygd á sjónum er ein fortreyt fyri skipaðum og tryggum viðurskiftum allastaðni í føroyska samfelagnum. Fyri trygd hjá sjófólki, hjá ferðafólki, hjá fólki, sum er á sjónum í frítíðarvirksemi ella parttíðarútróðri, og fyri størsta partin av vinnuligum virksemi í Føroyum.

 

Neyvan er nakað virksemi í føroyska samfelagnum, sum ikki so ella so er knýtt til spurningin um trygd á sjónum.

 

Trygd á sjónum er sjálvsagt eisini ein fortreyt fyri altjóða umdømi og altjóða samstarvi Føroya.

 

Tí eigur okkara Skipaeftirlit sjálvsagt at vera í heimsflokki og eigur at fáa hægstu politisku raðfesting. Tað skal virka til fulnar og eftir hægstu dygdarkrøvum - fyri nærum ein og hvønn prís.

 

Eisini er hetta eitt øki, har Føroyar eiga at ganga undan í altjóða samstarvi til tess at økja um trygdarkrøv og eftirlit.

 

Tað kann tykjast margháttligt, um vit ikki seta somu krøv til trygdina hjá skipum og bátum, sum vit gera til eitt nú bilar. Har er ongin bøn, um ein bilur ikki lýkur trygdarkrøvini. Tá verða bæði revsing og forboð hjá bilum at koyra sett í verk við stuttari ávaring.

 

Vónandi hevur landsstýrið eisini greið krøv um, at eftirlitsfólk fáa holla útbúgving og upplæring, og at nýggj fólk reglugliga verða sett við í arbeiðinum.

 

Eitt sjálvsagt krav er eisini, at føroyska Skipaeftirlitið regluliga verður eftirmett eftir altjóða forskriftum.

 

Tí verða spurningarnir settir landsstýrismanninum.

 

Á tingfundi 18. apríl 2006 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast

 

Á tingfundi 2. mai 2006 svaraði Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

 

Svar:

 

Til spurning 1.

Skipaeftirlitið røkir fleiri av uppgávunum betri nú, enn fyri 1. januar 2002, tá trygd á sjónum varð yvirtikið sum føroyskt sermál. Eg nevni her dømi um uppgávur, ið vera røktar á nøktandi hátt.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Øll nevndu viðurskifti virka nøktandi og serstakliga tað fyrsta, ið er sera týðandi og beinleiðis svar til spurningin, nevniliga at øll lógarkravd, umbiðin sýn verða framd.

 

Arbeiðsøkið hjá Skipaeftirlitinum er í støðugari broyting, og sum føroysk deild er Skipaeftirlitið framvegis lutfalsliga nýtt. Tískil eru sjálvandi ymisk virkisøki, ið mega mennast, áðrenn hesi kunnu tulkast sum nøktandi. Mest viðkomandi øki eru  hesi:

 

 

 

 

 

 

Nevndu dømi eru dømi um arbeiðsøki, ið ikki virka nøktandi, men ætlanin er at økja um arbeiðsorkuna á deildini, og harvið vera somu mál betur røkt.

 

 

Til spurning 2.

Har uppgávurnar ikki vera røktar á nøktandi hátt er talan í mongum førum um tørvandi arbeiðsorku. Viðvíkjandi tekniska regluverkinum, gingu meira enn tvey ár frá tí, at Skipaeftirlitið varð yvirtikið, til tað frá politiskari síðu varð tikin avgerð um, hvussu regluverkið skuldi dagførast og lýsast. Samstundis er fyrisitingin, sum umsitur trygd á sjónum spjadd millum fleiri ráðharrastovur og stovnar. Tað krevur eyka arbeiðsorku at samla upplýsingar, ella at seta skipanir í verk, soleiðis at streymurin av upplýsingum flýtur ímillum fyrisitingarligu eindirnar á nøktandi hátt. Harafturat skal eg minna á, at Skipaeftirlitið er lutfalsliga nýtt, sum deild í Føroyum, og at tað tekur tíð at byggja upp fullfíggjaðar mannagondir

 

 

Til spurning 3.

Verður Skipaeftirlitið varugt við, at skip og bátar sigla uttan lógarkravdar góðkenningar í sambandi við umbyggingar o.a., verða neyðug stig tikin beinanvegin at fáa hetta rættað. Dømi um hetta er ein longdur glasfipurbátur, sum hevur fingið nógva umtalu í útvarpinum í seinastuni. Annað dømi eru tiltøkini, ið vórðu sett í verk móti ikki góðkendu bátunum, ið fóru at sigla við ferðafólki, í samband við at verkfall var á heysti 2005.

 

 

Til spurning 4.

Sum áður nevnt, verða øll umbiðin lógarkravd sýn gjørd. Eftirkanningarnar av vinnuligum smábátum áttu tó at verið meira umfatandi, men arbeiðsorka er ikki til tess. Fyri frítíðarbátar ger Skipaeftirlitið einki eftirlit. Allir bátar og før, ið vera nýtt til regluligan ferðafólkaflutning, verða sýnd formliga.

 

 

Til spurning 5.

Játtanin á Løgtingsins fíggjarlóg til Skipaeftirlitið røkkur til 12 starvsfólk. Tey eru deildarstjóri, ein løgfrøðingur, ið tekur sær av at skipa regluverkið og fyrisitingarligum málum annars, ein fulltrúi og ein málsviðgeri, ið taka sær av manningarviðurskiftum, mynstringum og eftirliti, fimm skipaeftirlitsmenn, ið taka sær av tekniska eftirlitinum, ein journal/arkivleiðari, ein roknksaparleiðari og ein dygdarmenningarleiðari.

 

Upplærigarskipan er til starvsfólkini á Skipaeftirlitinum. Upplæringarskipanin verður veitt sum felags innanhýsis undirvísing, samstarv við arbeiðsfelagar, sjálvlestur og uttanhýsisskeið.  Ítøkiliga verður hvørt einstakt starvsfólk útbúgvið eftir tørvi, til at kunna røkja uppgávurnar, tað skal taka sær av.

 

Skipanin kann gerast betri, og kemur at verða dagførd samsvarandi úrslitinum av skoðanum, ið skulu gerast í sambandi við ISO9000 skipanina. Í hesum sambandi hevur Skipaeftirlitið gjørt avtalu við Det Norske Veritas um beinleiðis upplæring at sýna, ella sokallaða ”sidemandsoplæring”. Henda upplæring fer fram uttan fyri Føroyar. Skipaeftirlitið hevur eisini sent - og kemur at senda - fólk á skeið hjá klassafeløgunum.

 

 

Til spurning 6.

Ein altjóða meting er gjørd av partinum, ið hevur við manningarviðurskifti at gera, hetta er konventiónskrav og lýkur Skipaeftirlitið krøvini. Úrslitið av eftirmetingini er, at Føroyar eru á hvíta lista hjá IMO.

 

Skipaeftirlitið verður í ár klárt til at verða ISO-9000 sertifiserað. Tá ISO-9000 sertifikatið er veruleiki, hevur Skipaeftirlitið prógv uppá, at tað lýkur øll krøv til dygd, sum verða sett einari fyrisiting. Standardurin Skipaeftirlitið skal skoðast upp ímóti, byggir á altjóða krøv. Útlendskur stovnur kemur at skoða Skipaeftirlitið í sambandi við sertifiseringina.

 

 

Til spurning 7.

Deildarstjórin á Skipaeftirlitinum og aðalstjórin í Fiskimálaráðnum kunna landsstýrismannin regluliga. Hetta verður gjørt í ársfrágreiðing, vanligum brævaskifti og munnligum samrøðum.  Landsstýrismaðurin er vitandi um, hvussu virksemið hjá Skipaeftirlitinum virkar.

 

Sum fyrr nevnt er vantandi arbeiðsorka á Skipaeftirlitinum ein trupulleiki. Gongdin í játtanini til stovnin seinastu 3 árini kemur tó at betra um hesi viðurskifti sum frálíður. Harafturat verður eisini víst til tær sertifiseringar, ið eru í umbúna í næstum. Eg skal eisini enn einaferð endurtaka, at skipaeftirlit er eitt øki, ið nýliga er yvirtikið, og at tað tekur tíð at menna arbeiðið hesum viðvíkjandi.

 

Játtanin til starvsfólk varð hækkað við kr. 300.000,- í 2005 og 500.000,- á Løgtingsfíggjarlógini fyri 2006. Skotið verður upp at hækka játtanina til starvsfólk meira á Løgtingsfíggjarlógini fyri 2007.

 

Nettojáttanin á Løgtingsfíggjarlógini til Skipaeftirlitið hevur í árunum síðani 2002 verið:

 

Í 2002 kr.   10,0 mió.

í 2003 kr.     8,2 mió.

í 2004 kr.     7,4 mió.

í 2005 kr.     8,4 mió. 

í 2006 kr.     8,6 mió.

 

Verður eitt komandi tilmæli fyri 2007 um hækkandi játtan gingið á møti, so kann arbeiðsorkan á deildini økjast enn meira.

 

Umframt regluligu kunningina, ið eg sum landsstýrismaður fái frá umsitingini, plagi eg at taka mál upp, um eg av øðrum ávum gerist varugur við tey.

 

Herfyri tók mál seg upp um leinging av glastrevjabátum, og tað er greitt, at eg sum landsstýrismaður taki tílík mál í fullum álvara, og eftir atfinningarnar setti eg meg í samband við Skipaeftirlitið við tí fyri eyga at finna eina loysn. 

Skipaeftirlitið hevur eisini boðað frá, at málið við ítøkiliga glastrevjabátinum er loyst, og at tað annars verður arbeitt støðugt við at loysa mál av tílíkum slagi fyri at varðveita trygdina á sjónum. 

 

Málið avgreitt.