100-49 Fyrispurningur til Jóannes Eidesgaard, løgmann, viðvíkjandi krøvum til umsóknir um ríkisborgararætt frá útlendingum í Føroyum 

Orðaskifti

Ár 2006, fríggjadagin 7. apríl, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur   

1.      Er landsstýrið kunnað um tey nýggju krøvini, ið eru lýst fyri útlendingar í Føroyum, sum søkja um ríkisborgararætt, og hevur landsstýrið tikið undir við teimum?

 

2.      Hvat heldur løgmaður um, at útlendingar í Føroyum, sum søkja um ríkisborgararætt, skulu skriva undir eina trúskapar- og loyalitetsváttan mótvegis Danmark og danska samfelagnum?

 

3.      Hevur landsstýrið tikið - ella fer landsstýrið at taka - nøkur stig mótvegis donsku stjórnini í hesum sambandi?

 

4.      Hvør mannagongd og hvørji krøv heldur løgmaður eiga at galda fyri útlendingar í Føroyum, sum søkja um ríkisborgararætt?

 

Viðmerkingar

Nýggjar reglur fyri at fáa ríkisborgararætt eru settar í gildi fyri Føroyar uttan um Løgtingið, og tær áseta millum annað:

-         at umsøkjarar skulu prógva, at teir duga danskt á hægri stigi

-         at umsøkjarar skulu til eina roynd í donskum viðurskiftum, danskari søgu og danskari mentan

-         at umsøkjarar skulu skriva undir eina váttan um trúskap og loyalitet mótvegis Danmark og danska samfelagnum.

Danski ráðharrin hevur seinni lovað, at tey bæði fyrstu krøvini kunnu broytast soleiðis, at útlendingar í Føroyum fáa undantak frá reglunum um mál og samfelagsroynd, meðan hildið verður fast um kravið um trúskaparváttan mótvegis Danmark og danska samfelagnum.


Hetta málið lýsir eina av stóru andsøgnunum í ríkisrættarligu viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark. Fólk, sum skulu liva og virka í Føroyum - og sum kanska ongantíð hava verið í Danmark - skulu undirskriva eina váttan um trúskap og loyalitet mótvegis Danmark og danska samfelagnum.
Danskir myndugleikar góðkenna ikki, at føroyingar og grønlendingar eru tjóðir, sum als ikki passa inn í hesa fatanina av Danmark og danska ríkinum.

Landsstýrið tykist ikki at hava gjørt vart við seg í málinum - og tískil er hetta dømi um, at reglur verða settar í verk fyri Føroyar, sum onga fólkaræðisliga viðgerð hava fingið yvirhøvur.

 

Á tingfundi 18. apríl 2006 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast

 

Á tingfundi 4. mai 2006 svaraði Jóannes Eidesgaard, løgmaður, fyrispurninginum soleiðis

 

Svar:

 

Í donsku grundlógini er ásett í § 44 stk. 1, at “Ingen udlænding kan få indfødsret uden ved lov”, sokallaðari “naturalisationslov”. Tað er sostatt formliga upp til Fólkatingið at gera av, hvør útlendingur fær danskan ríkisborgararætt. Í praksis hevur tann til eina og hvørja tíð sitandi stjórnin tó havt nakrar generellar leiðreglur fyri, hvørjar treytir skulu vera loknar, fyri at persónur verður settur á lógaruppskot um ríkisborgararætt. Seinast eru hesar reglur ásettar í eini politiskari avtalu frá 8. december 2005 millum stjórnarflokkarnar Venstre og Det Konservative Folkeparti við stuðli frá Dansk Folkeparti. Hendan avtalan er alment kunngjørd í cirkulæreskrivelse  nr. 9 frá 12. januar 2006 om naturalisation.

 

Føroyingar hava danskan heimarætt. Serføroyskur ríkisborgararættur ella føroyskur heimarættur er við núgaldandi stýrisskipan ikki møguligur annað enn, at tað eftir heimastýrislógini § 10 ber til at treyta valrætt og valføri til stovnar, sum hoyra undir føroyska heimastýrið, av, at avvarðandi er føroyingur. Annars kann í lóggávu ella umsiting ikki verða gjørdur munur á føroyingum og øðrum donskum ríkisborgarum.

 

Lógaruppskot um ríkisborgararætt hava eftir 1948 verið send føroyskum myndugleikum til ummælis. Í tíðarskeiðnum 1948 til 1959 eru gjørdar 43 ríkisborgararættarlógir. Vit vóru tá bara spurd um teir persónar, sum búðu í Føroyum og søktu um ríkisborgararætt. Landsstýrið ummælti tá sjálvt uttan at leggja spurningin fyri tingið.

 

Í tíðarskeiðnum 1960 til 1996 eru gjørdar 106 ríkisborgaralógir. Av hesum eru bara 6 ikki fyrilagdar føroyskum myndugleikum, helst av mistaki, og tær eru heldur ikki kunngjørdar at galda her á landi. Til 1964 ummælti landsstýrið sjálvt uppskotini, men eftir 1964 er tað hent, at øll málini eru løgd fyri Løgtingið til støðutakan. Í øllum førum er tilmælt.

 

Aftaná 1996 eru slík lógaruppskot ikki løgd fyri føroyskar myndugleikar til ummælis. Ikki er vist, at hetta er samsvarandi heimastýrislógini § 7, tá ið persónar búgvandi í Føroyum standa á uppskotinum. Verða slík lógaruppskot nú løgd fyri føroyingar, er neyðugt, at tilmæli úr Føroyum hesum viðvíkjandi má leggjast fyri Løgtingið sum ríkislógartilmælisuppskot sbr. stýrisskipanarlógini § 47.

 

 

Sum ítøkiligt svar uppá settu spurningarnar kann svarast:

 

Spurningur 1:  Nei, Landsstýrið er ikki kunnað um krøvini, annað enn almenningurin annars er við cirkulæreskrivelse nr 9 frá 12. januar 2006 om naturalisation. Landsstýrið hevur enn minni tikið undir við hesum cirkulæreskrivelse.

 

Spurningur 2: Eg haldi ikki, at tað er annað enn rímiligt, at ein persónur, sum fær rættindi sum ríkisborgari í Danmark, eisini bindir seg til eina trúskapar- og loyalitetsváttan mótvegis Danmark og danska samfelagnum. Rættindi og skyldur mugu fylgjast at. Hinvegin ætlar persónurin sær ikki til Danmarkar, men bert at verða í Føroyum, so eigur loyaliteturin fyrst og fremst at verða mótvegis Føroyum og føroyska samfelagnum. Hesar báðar loyalitetsskyldur eru ikki ósambæriligar. Eftir mínum tykki er einki til hindurs fyri, at umsøkjari í Føroyum skrivar undir felags loyalitetsváttan mótvegis Føroyum og Danmark og føroyska og danska samfelagnum. Loyalitetshugtakið er jú ikki serliga eintýtt, men meira ein proklamatión heldur enn innihald.

 

Spurningur 3: Landsstýrið hevur ikki tikið nakað stig, men ætlar at biðja ríkismyndugleikarnar um at taka stig til ta skipan, sum nevnd er undir svarinum til spurning 4.

 

Spurningur 4:  Mín støða er, at útlendingar, sum búgva í Føroyum, eiga ikki at fáa ríkisborgararætt við teim somu lógum, sum útlendingar búsitandi í Danmark fáa. Hvør skal fáa ríkisborgararætt av teimum útlendingum, sum búgva í Danmark, er ikki nakað, sum viðkemur føroyingum, og sum føroyingar eiga at hava nakra støðu til. Hinvegin eigur tað við jøvnum millumbilum – kanska annaðhvørt ár ella oftari, um tørvur er á tí - at verða gjørd ein serfólkatingslóg fyri teir útlendingar, sum búgva í Føroyum, og sum søkja um ríkisborgararætt. Upptøka á slíkt lógaruppskot eigur ikki at ganga eftir reglunum, ið áður nevnda danska cirkulæreskrivelse, men eftir reglum, sum ásettar verða eftir neyvari tingingum millum danska løgmálaráðið og føroyska innlendismálaráðið m.a. serreglum um loyalitet mótvegis Føroyum og føroyska samfelagnum. Viðgerðin av uppskotinum eigur annars at fara fram á tingi sbr. vanligu reglunum fyri viðgerð av ríkislógartilmælum.

 

Málið avgreitt.