100-48 Fyrispurningur til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, viðvíkjandi Rúsdrekkalógini 

Orðaskifti

Ár 2006, fríggjadagin 7. apríl, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá tingsmonnunum  Bill Justinussen og Jenis av Rana, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur   

1.      Hvussu nógv avhaldsfólk eru í Føroyum í mun til okkara grannalond

2.      Um ikki ber til at svara spurningi 1, hvussu metir landsstýrismaðurin, at lutfallið er millum avhaldsfólk í Føroyum og í okkara grannalondum?

3.      Hvussu stór var rúsdrekkasølan fyri 2005 í Suðurstreymoy, Eysturoynni, Norðoyggjum og Suðuroynni, Vágunum, Norðstreymoy og Sandoynni hvør sær.

4.      Hvussu stór var miðalnýtslan pr. persón í somu økjum, um vit taka sum givið, at tað, sum varð selt í hvørjum øki, samsvaraði nýtsluni í sama øki.

5.      Hvussu nógv skeinkiloyvi eru í hvørjum av nevndu økjum.

6.      Hvussu nógv fastbúgvandi fólk eru fyri hvørt skeinkiloyvi í hesum økjum.

7.      Hvussu nógv skeinkiloyvi eru drigin inn vegna ólógliga handfaring, síðani galdandi lóg varð sett í gildi?

8.      Hvørjar vóru orsøkirnar í høvuðsheitum fyri at inndraga skeinkiloyvini?

9.      Hvussu nógvar umsóknir um skeinkiloyvir eru ávikavist játtaðar og noktaðar, síðani galdandi lóg varð sett í gildi?

10.  Hvussu ætlar landsstýrismaðurin frameftir at tryggja, at ung undir 18 ár ikki fáa hendur á rúsdrekka?

11.  Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at tryggja, at galdandi lóg við skeinkiloyvum verður hildin?

 

Viðmerkingar

Nú eru góð 14 ár liðin, síðani galdandi rúsdrekkalóg var sett í gildi. § 1 í rúsdrekkalógini sigur: ”Endamálið við hesi lóg miðar ímóti at avmarka rúsdrekkanýtsluna og minka sum mest um skaðan, sum rúsdrekkanýtslan hevur við sær fyri einstaklingin og samfelagið, og til tess at røkka hesum endamáli at áseta reglur í sambandi við rúsdrekka í Føroyum.”

 

Endamálið rokkið?

Hagtølini yvir miðalnýtsluna, sum eru at finna á heimasíðuni hjá Rúsuni, vísa, at seinastu 2-3 árini hevur talan verið um eina lítla minking í miðalnýtsluni av rúsdrekka. Sostatt kann fyri hetta tíðarskeiðið varðisliga staðfestast, at gongdin er í samsvari við endamálið um minkaða nýtslu. Tó manglar okkum týðandi hagtøl yvir veruligu miðalnýtsluna hjá teimum, sum drekka. Tað er helst ein sannroynd, at í Føroyum eru nógv, sum als ikki smakka rúsdrekka. Um hetta talið lutvíst er størri enn í okkara grannalondum, merkir tað helst, at miðalnýtslan millum teir føroyingar, sum drekka, er størri, enn hagtølini vísa.

 

Úrslit av spurnarkanningum

Hóast verandi rúsdrekkalóg hagtalsliga sýnist at virka eftir endamálinum, eru tó nógv lýtir við henni. Nýggjar spurnarkanningar (frá 2003) av drekkivanum millum 9. floks næmingar (partar úr kanning hjálagdir), har 659 næmingar vóru spurdir, sýna, at rúsdrekkanýtslan økist millum teirra, sum sambært lógini ikki hava loyvi at útvega sær rúsdrekka.

 

Kanningin vísir m.a., at 87,6% av øllum 9. floks-næmingum hava smakkað rúsdrekka, tvs. nærum allir. Eisini sýnir kanningin, at heili 32% ella ein triðingur av hesum, sum bert eru 15-16 ára gomul, hava smakkað sær á 40 ferðir ella oftari. Tað merkir, at tey eru mong, sum byrja í rættiliga ungum aldri at smakka sær á, og tað vísa spurnarsvarini eisini – nøkur longu tá tey eru 11-12 ára gomul. Hesi ungu eru tíverri ein týðandi partur av samlaðu fjøldini, sum drekkur, hóast tey sambært lógini ikki hava loyvi at keypa rúsdrekka.

 

Kanningin vísir eisini, at talan helst er um, at treytirnar fyri skeinkiloyvum ikki verða hildnar til lítar. Um verandi lóg verður hildin, eigur ikki at vera gjørligt hjá fólki yngri enn 18 ár at fáa hendur á rúsdrekka, har loyvishavari hevur eftirlit. Sambært spurningi nr. 15 verður m.a. upplýst, at 33,2% av teimum ungu í 9. flokki, sum seinast smakkaðu sær á, fingu hendur á rúsdrekka inni á diskotekum og 3,8% inni á barr ella klubba. Hetta sigur okkum, at lógin so ella so er brotin, tí loyvishavarin hevur ábyrgdina av, at hetta ikki kemur fyri.

 

Nú uppskot er lagt fyri tingið um at víðka um møguleikarnar hjá teimum, sum hava skeinkiloyvi, at flyta seg út um matrikkulin við skeinkiloyvinum, má hesin veruleiki havast í huga. Ásannast má, at løgreglan, sum hevur eftirlit við hesum øki, ikki megnar uppgávuna til fulnar, tá so mong hava atgongd til rúsdrekka, har hetta sambært lógini eigur at vera ómøguligt. Hetta merkir, at foreldur av røttum ikki kunnu hava álit á, at teirra børn undir 18 ár, ikki fáa hendur á rúsdrekka, hóast loyvishavari eigur at tryggja, at so er. Fyriliggjandi uppskot til broytingar í rúsdrekkalógini hevur m.a. við sær, at fleiri útskeinkarstøð vera á stevnum, summarfestivalum, størri tiltøkum osfr., har nógv ung undir 18 ár savnast. Avleiðingarnar kunnu vit bara stúra fyri, tá vit hava nevndu upplýsingar í huga.

 

Nýtsla í mun til atkomu

Tað er ein royndur lutur, at jú lættari hendur fæst á rúsdrekka, jú meiri verður drukkið. Hetta vísa hagtøl frá okkara grannalondum. Fyri at kunna fáa eina ábending um, at so er, verður landsstýrismaðurin í hesum fyrispurningi eisini biðin um at upplýsa fyri tinginum sambandið millum fólkatal í økinum, skeinkiloyvir í økinum og samlaða rúsdrekkasølu. Hóast hesi tøl helst skulu takast við fyrivarni, má ábendingin metast sum haldgóð.

 

Fyri at varpa ljós á nøkur viðurskifti í sambandi við galdandi rúsdrekkalóg, verða hesir fyrispurningar reistir. 

 

Á tingfundi 18. apríl 2006 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast

 

Á tingfundi 5. mai 2006 svaraði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis

 

Svar: 

 

Til sp. 1 og 2: 

Rúsdrekka- og Narkotikaráðið gjørdi eina umfatandi kanning um hesi viðurskifti í 1991-1994. Svarað bleiv skrivliga og anonymt. Niðanfyristandandi tøl vísa, hvussu stórur partur av fólkatalinum vóru avhaldsfólk hesi bæði árini.

 

 

Føroyar

1991

Mannfólk

13 %

Konufólk

28 %

1994

Mannfólk

14 %

Konufólk

27 %

 

 

Tølini frá hinum norðurlondunum eru frá kanning ið bleiv gjørd í 1979. Hendan kanningin var tann seinasta av sínum slagi, sum kundi nýtast at samanlíkna við kanningina í Føroyum.

 

 

1979

Norðanlond

 

Finnland

Ísland

Noregi

Svøríki

Mannfólk

10%

12%

11%

8%

Konufólk

23%

27%

20%

15%

 

 

Føroyska kanningin varð gjørd undan og eftir, at Rúsdrekkasøla landsins var sett á stovn í 1992. Broytingin frá 1991 til 1994 er ikki stór. Í meðal er prosenttalið fyri bæði kynini tað sama í 1991 sum í 1994, nevniliga góð 20 %.

 

Fyribyrgingarráðið gjørdi annars eisini, við hjálp frá Gallup, telefonspurnarkanningar í 2003 og 2004 um alkoholnýtsluna í Føroyum. Sambært hesum kanningum søgdu 35 % av teimum spurdu seg vera avhaldsfólk í 2003, og 32 % í 2004. Kanningin fyrst í 90’unum, var tó ein munandi størri kanning, og av tí at tey, ið svaraðu vóru anonym, verður mett, at henda kanning er meira eftirfarandi. Nevnast kann, at hildið verður, at talið av avhaldsfólki helst er minkað nakað síðani fyrst í 90’unum.

 

Annars kann verða lagt afturat, at kanningarnar ið Fyribyrgingarráðið gjørdi í 2003-2004 vístu eina geografiska variasjón við flestum avhaldsfólkum í Eysturoynni og færri í miðstaðarøkinum, ávikavist 49% og 22%. Hesin munur var ikki óvæntaður, tí tað er vælkent, at hugburður til alkohol kann variera nógv geografiskt. Í miðstaðarøkjum verður meira brúkt, meðan minni verður brúkt, har hugburðurin hjá fólki er merktur av avhaldshugsan, sum aftur fyri ein stóran part er tengd at átrúna og tradisjón í viðkomandi økjum.

 

Atkomiligheitin til alkohol í Føroyum er ikki mett at vera so ójøvn, at tað er orsøk til tann í kanningunum staðfesta munin.

 

Til Sp. 3: 

Til henda spurning skal fyrst viðmerkjast, at spurningurin verður svaraður við støði í sølutølunum hjá Rúsdrekkasølu landsins. Afturat søluni hjá Rúsdrekkasøluni kemur sølan hjá bryggjaríunum. Tey samlaðu sølutølini hjá bryggjaríunum eru tøk, men ikki fyri tey í spurninginum nevndu øki.

 

Eisini skal viðmerkjast, at í Streymoynni hevur Rúsdrekkasølan bert eittans sølustað, og er tað deildin hjá í Havn. 

 

Í niðanfyristandandi talvu er sølan í mill. kr. sølan hjá Rúsdrekkasøluni í teimum nevndu økjunum, meðan tølini við alkohol litrum fevnir um bæði søluna hjá Rúsdrekkasøluni og søluna hjá bryggjaríunum. Sum nevnt hevur ikki verið møguligt at fingið útgreinaði tøl fyri økini frá bryggjaríunum, og er ølsølan hjá bryggjaríunum tí vektað eftir íbúgvaratalinum.

 

Tølini fyri 2005 vóru á hesum grundarlagi hesi: 

 

Sølustað

mill. kr.

Alc.ltr.

Tórshavn

54,5

136.426

Klaksvík

9,9

25.866

Drelnes

9,7

22.907

Miðvágur

5,4

14.898

Skálavík

2,2

6.268

Saltangará

12,8

40.415

 

Sølan í kr. eru uttan meirvirðisgjald og tollfría sølu til skip og flogfør. Íroknað sølutølini fyri Tórshavn er postordrasøla á kr. 750.000 uttan MVG.

 

Sp. 4: 

Niðanfyri eru tølini roknaði eftir teimum fortreytum settir eru í spurninginum. Tølini skulu tó takast við einum ávísum fyrivarni, av tí at ein partur av teimum mongu, sum arbeiða í Havn, men búgva aðrastaðni, keypa rúsdrekka í Havn. Somuleiðis er meginparturin av allari rúsdrekkasølu til skeinkistøð í Havn, av tí at tað er her, at tær flestu matstovurnar og caféirnar v.m. eru. Hesi støð verða eisini nógv vitjaði av fólki aðrastaðni frá – bæði av útlendingum og av fólki av bygd, ið ofta koma til Havnar, tá farið verður í býin ella ætla sær ein góðan bita at eta við onkrum drekkandi afturvið. Henda nýtslan telur eisini við í tølunum fyri Havnina.

 

 

Nýtsla pr. íbúgva

Sýsla

Íbúgvar

Alc.ltr.

Streymoyar

22.224

6,1

Norðoyggjar

5.987

4,3

Suðuroyar

4.950

4,6

Vága

2.936

5,1

Sandoyar

1.384

4,5

Eysturoyar

10.742

3,8

 

48.223

5,1

 

 

Til. Sp. 5: 

Talið av skeinkiloyvum er hetta:

 

Í Suðurstreymoy eru:                                 26 skeinkiloyvi.

Í Norðurstreymoy eru:                               2 skeinkiloyvi

Í Eysturoynni eru:                                       7 skeinkiloyvi

Í Norðoyggjum eru:                                   7 skeinkiloyvi

Í Suðuroynni eru:                                       8 skeinkiloyvi

Í Sandoynni er:                                          1 skeinkiloyvi

Í Vágunum og Mykinesi eru:                       2 skeinkiloyvi.

 

 

Til sp. 6:

 

Øki

Skeinkiloyvi

Íbúgvar

Meðal íbúgvar pr. skeinkiloyvi

Suðurstreymoy

26

18.326

705

Norðstreymoy

2

3.884

1942

Norðoyggjar

7

5.987

855

Suðuroy

8

4.950

619

Vágar (og Mykines)

2

2.936

1468

Sandoy

1

1.384

1384

Eysturoy

7

10.742

1535

 

Til sp. 7:   

Onki loyvi er inndrigið av núverandi loyvisnevnd. Tað hevur ikki eydnast at fáa upplýsingar um hesi viðurskifti um tíðina frammanundan.

 

Til sp. 8:    

Víst verður til svarið til sp. nr. 7.

 

Til sp. 9: 

Tað er ikki møguligt at svara hesum spurningi, av tí at onki samlað yvirlit finst yvir hesi viðurskifti.  Sambært Loyvisnevndini er talan ofta um umsóknir, sum ikki lúka kravið um at reka matstovuvirksemi, ella at tey ikki fáa onnur neyðug loyvi, t.d. frá Brunaumsjónini, ella øðrum myndugleikum, og til dømis eisini um umsóknir frá skipum. Eisini kunnu loyvi verða noktaði av fráhaldsligum orsøkum, kanska tí talan er um støð, har børn og ung koma saman, ella tí at bý – og bygdaráð ikki viðmæla umsókn.

 

Til. Sp. 10 og 11. 

Eg havi valt at svara hesum báðum spurningum saman.

 

Rúsdrekka millum ung er eitt mál, sum eg síggi við stórum álvarssemi uppá, og er tað ein týdningarmikil uppgáva hjá serliga okkum foreldrum at geva børnum okkara gott í beini tá um rúsdrekka ræður, tí eg eri sannførdur um, at tað eru foreldrini og tey avvarðandi annars, sum hava tann týdningarmesta leiklutin, tá tað snýr seg um rúsdrekka og ung.

 

Annars er § 17 í rúsdrekkalógini er soljóðandi:

 

”Tað er forboðið, at selja ella flýggja út rúsdrekka til persónar, sum ikki eru fyltir 18 ár, ella at flýggja út rúsdrekka, um tað er sannlíkt, at rúsdrekkað er tilætlað øðrum, sum ikki lúka treytirnar fyri at fáa rúsdrekka.

Stk. 2. Tann, sum selur, flýggjar út, skeinkir ella letur skeinkja rúsdrekka, hevur skyldu til at um neyðugt tryggja sær við framvísan av samleikaprógvi, at móttakarin lýkur aldurstreytina.
Stk. 3. Á støðum við útskeinkingarloyvi hevur loyvishavarin skyldu til við uppslagi á sjónligum staði at gera vart við, at tað er forboðið at skeinkja rúsdrekka fyri persónum, sum ikki hava fylt 18 ár.”

 

Sum sæst er ikki loyvt at selja ella flýggja út rúsdrekka til ung undir 18 ár. Tað eru tí ikki  lógarásetingar, ið mangla á hesum øki.

 

Tað er tó ein sannroynd, at ein partur av teimum ungu undir 18 ár nýta rúsdrekka, hóast tey ikki hava loyvi at keypa tað sjálvi, men er hetta ikki nakað nýtt fyribrigdi. Soleiðis var tað eisini undir gomlu rúsdrekkalógini, hóast atkomulighetin tá, ikki var nær til tann sama sum hon er í dag. Eg havi onga grund til at halda, at tey sum hava skeinkiloyvi ikki eru ábyrgdarfull og halda galdandi lógir og treytirnar annars fyri virksemi teirra. Tey, sum eru yngri enn 18 ár, og vilja hava hendur á rúsdrekka, vilja altíð finna onkrar útvegir so ella so til tess at fáa hendur á rúsdrekka.

 

Fyri at fáa rúsdrekkanýtsluna millum ung, og í samfelagnum yvirhøvur at minka, skulu onnur amboð til enn ein restriktiv lóggáva.  Forboð og restriktivar lógarásetingar annars koma ikki at hava við sær eina minni nýtslu millum tey ungu, um ikki annað eisini verður gjørt. Tað, sum skal til fyri at minka um rúsdrekkanýtsluna, er ein broyting av hugburðinum millum fólk mótvegis rúsdrekka.  Her skulu onnur amboð nýtast, t.d. upplýsingarátøk o. l., men verður tað ikki gjørt eftir einum degi ella einum ári, og skal hetta arbeiðið gerast støðugt og áhaldandi yvir mong ár. Hetta er m.a. ein av uppgávunum hjá Fyribyrgingarráðnum. 

 

At enda vil eg vísa á fólkaheilsuætlanina, sum var til viðgerðar í Løgtinginum fyri fáum døgum síðani. Millum heilsupolitisku málini eru, at rúsdrekkamisnýtslan sum heild skal minka, og at byrjunaraldurin tá ung byrja at drekka rúsdrekka, skal útsetast. Hetta skal gerast við m.a. at fremja upplýsingarátøk um heilsuvandar við rúsdrekka- og rúsevnismisnýtslu, og at styrkja um fyribyrgjandi átøkini móti rúsdrekka- og rúsevnismisnýtslu, serliga fyri tiltøk, sum eru ætlað børnum og ungum. 

 

Skjal

 

Málið avgreitt.