100-47 Fyrispurningur til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann, viðvíkjandi landsætlan fyri ávísar skúlar og útbúgvingar 

Orðaskifti riggar ikki

Ár 2006, fríggjadagin 7. apríl, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur  

1)      Um ongin er, miðar landsstýrismaðurin so eftir at gera eina landssætlan fyri alt skúlaverkið oman fyri fólkaskúlan, serliga við atliti til landafrøðiligu plaseringina av viðkomandi skúlum?

 

2)      Tosað hevur verið fyri og ímóti deplum, har ymisk nám verða samansjóðað, kann landsstýrismaðurin gera greiði fyri møguligum vansum og fyrimunum í slíkari samankóking av ólíkum útbúgvingum, soleiðis sum vit kenna tær í dag?

 

3)      Eru milliardaíløgurnar í undirstøðukervið, og harvið mikið tættara knýti millum stóran part av landsins borgarum, ikki nóg mikil orsøk til at endurmeta og at áseta av nýggjum, hvar miðnáms- og aðrir skúlar í framtíðini skula húsast?

 

4)      Hevur landsstýrismaðurin sett út í kortið, hvat íløgum í skúlabygging viðvíkur, og finst nøkur fyribilsætlan í ráði hansara, um hvør ynskiliga fíggjarorkan er í so máta, tey næstu 8-9 árini, ella fram til visiónsbrakið í 2015?

 

5)      Nú alternativ fígging, í mun til tað, sum hevur verið almenn siðvenja, er løgd fram í uppskotum um stuðul til rentu- og avdráttarfrí lán til tveir skúlar (tekniskan skúla í Klaksvík og í Marknagili í Havn), skal tá roknast við, at hetta er leisturin, samgongan ætlar at fíggja komandi skúlabyggingar eftir?

 

6)      Hevur landsstýrismaðurin nakrar ætlanir um at fyrireika og at fáa upp at standa ein veruligan lærdan háskúla, sum er fyritreytin fyri veruligari menning í øllum framkomnum londum?

 

7)      Í viðmerkingunum fabulerar spyrjarin um omanfyri umrøddu mál. Tá ið illa ber til at spyrja ítøkiliga um hvørt málið sær, er ynskjandi, at landsstýrismaðurin í svarinum fabulerar afturímóti, soleiðis at tingmenn og føroyingar annars fáa eina fatan um, hvat landsstýrismaðurin ætlar, og hvørja leið hann fer at halda, tá ið tað aftur kemur ferð á byggingina í skúlaundirstøðukervinum í Føroyum?

 

8)      Er nøkur semja gjørd í hesi samgonguni um, hvussu stóra fíggjarorku landsins myndugleikar ætla at brúka í komandi árum á hesum øki? 

 

Viðmerkingar:

 

Mentanin í føroyskari skúlabygging er sjálvandi, at hvør bygd hevði sín bygdaskúla, har, ið hvussu er, fólkaskúlin rúmaðist. Seinri, serliga seinast í fimti- og fyrst í sekstiárunum, komu teir alkendu framhaldsskúlarnir, ið høvdu eitt størri upptøkuøki, eitt nú á Glyvrum, sum húsaði ungdóminum kring allan Skálafjørðin og í Gøtu bygdum. Tað, sum lá oman fyri hetta námsstøðið, fanst bara í Havn, tekniski-, sjómans- og maskinskúlin í Klaksvík undantiknir.

 

Ivaleyst liggja dalsakar av skuffum kjokkfullar av dýrum ætlanum, skitsum og tekningum, um frægastu lestrarkarmar til ungdómin, ið skal arva og menna hetta landið, soleiðis at sosiali elevatorurin kann halda fram við at lyfta seg uppeftir. Fáar av teimum eru monnum kunnugar, hinvegin samtykti Løgtingið 9. juni 1988 eina lóg (Ll. nr. 62) um ávísar skúlar, ið kann lesast sum ein ætlan fyri skúlabygging kring landið, hóast tey flestu um tað mundið hildu samtyktina kjálka meira upp at einum rossahandli - fyri løgtingsvalið hetta sama árið. Tær lokalu politisku gamasjubrøkurnar vigaðu helst meira í ásetingini - enn metingar frá serfrøðini.

 

Tað, sum er eftir av hesi lóg, eru Studentaskúlin- og HF-skeiðið á Kambsdali, Maskinskúlin í Havn, HF-skeiðið í Klaksvík, Fiskivinnuskúlin í Vestmanna og Miðnámsskúlin í Vági, sum nú er neyðtikin, og drigin úr bygdum norður í oyðimørkina - á markið millum Hov og Porkeri. Undirritaði legði fram broytingaruppskot til hesa lóg hin 3. mars 2001, har skotið varð upp, at “flyta” miðnámsskúlan úr Hovi til Vágs. 3. viðgerðin var 27. mars sama árið, og allir 28 tingmenninir, ið vóru á fundi hendan dagin, atkvøddu fyri broytingaruppskotinum. Tó nevndi Jenis av Rana í sínum minnilutaáliti, at rættast hevði verið at endurskoðað alla lógina, heldur enn bara partar av henni, nú samfelagið í allar mátar var so nógv broytt, síðani lógin upprunaliga var samtykt.

 

Skjótt eru gingin 18 ár síðani, og broytingar í útbúgving og serliga menningin í føroyska undirstøðukervinum gera, at neyðugt er at endurmeta viðurskiftini, og gera eina meginætlan fyri, hvussu skúlabygging skal fara fram í árunum sum koma. Stakviðgerðin og øsingin, sum oftani tekur seg upp í kjalarslóðini, fremur onki, og oftast kemur stígur í annars frægar ætlanir, oftani tí menn vera blendaðir av staklutum heldur enn heildini.

 

Kreppan steðgaði at kalla allari bygging í Føroyum. Yvirhøvur var semja um, at í fyrstu atløgu skuldi farast eftir tørvinum í undirstøðukervinum, og síðani stóðu skúlabyggingarnar í aðru raðfesting. So smátt eru vit komin hartil, og tað ljóðar, at landsstýrismaðurin fer at draga onkra ætlan úr skjáttuni ein av døgunum. Skilabetri hevði verið, um hann fyrst av øllum gjørdi eina heildarætlan fyri alt landið, lagað eftir viðurskiftunum, sum tey nú eru, og síðani virkaði fram eftir hesi ætlan. Andróðurin hevði helst verið lakari, tá ið hvør bygging var partur av heildarætlan, heldur enn sum nú, tá ið stakætlanir poppa upp úr ongum samanhangi.

 

Vegir og tunlar, oman- og niðansjóvar, fyri milliardir, mundu vera ætlaðir til annað enn aking frá fólki til fólk. At lætta um hjá fólki at støkka inn á gólvið hjá hvør øðrum. Politiski verkfrøðingurin, Atli P. Dam, maðurin í politisku skipanini, ið mundi hava størstu visiónirnar í so máta, tosaði um rasjonalitet og ein styrktan mobilitet, sum ein natúrligan avleggara av stóru útbyggingunum, og ivaleyst hevur skipanin av skúlakarmunum verið ein partur av hesum. Í hesum døgum, at fara undir skúlabyggingar, sum um onki var hent síðani 1988, tað ber snøgt sagt ikki til. Tí eigur landsstýrismaðurin at koma oman í tingið við eini fyribils heildarætlan, sum tingmenn kunna kjakast um, og har ráðini kunna koma á bráðpannuna, fyri at lætta um hjá landsstýrismanninum, at stinga út í kortið.

 

At kalla alt fólkið norðan fyri Skopunarfjørð verður bundið saman í einum kervi um fáar dagar. Um fá ár verður hetta markið flutt suður í Suðuroyarfjørð, eftir at Sandoyartunnilin er vorðin veruleiki. Tí má hetta økið skipast sum eitt øki í so mongum høpum, m.a. í skúlahøpi. Óneyðugt skuldi verið at hildið fast um tvívirkið eftir tað. Høvuðsstaðir alra landa eru oftast miðdeplar, tá ið um skúlaskap ræður. Hinvegin eru royndirnar aðrastaðir góðar, tá ið funksjónir eru lagdar kring landið. Hetta hevur havt við sær vøkstur og globala menning. Býirnir Tromsø og Akureyri eru talandi dømi um hetta. Hávitan verður flutt út í økini, og katalysatormegin hevur havt við sær succéssøgur, sum ongin hevði ætlað um frammanundan.

 

Soleiðis sum tingið er samansjóðað, er tað onki meira enn rímiligt, at menn og kvinnur tosa seg hás, tá ið mál av hesum slagi verða umrødd. Tingmenn eru valdir hvør í sínum øki, og væntað verður, at teir krøkja sum frægast til sín sjálvs og økini, teir umboða. Alt annað hevði verið ein andsøgn. Tí hevði tað verið rættast, um landsstýrismaðurin steðgaði á eitt andarhald, skipaði og legði fram fyri tingmenn eina heildarætlan eftir sínum høvdi hesum viðvíkjandi, læt nakað av luft leka millum skins og hold handan gamasjubrøkurnar, soleiðis at teir umframt lokalu fatanina, kundu tjakast út frá einum yvirskipaðum og meira rasjonellum sjónarhorni.

 

Uttan iva sita 32 tingmenn við hvør síni fatan hesum viðvíkjandi. Við hvør sínum Føroya-korti handan skallabeinini, har skúlar av alskyns slagi eru lagdir kring landið. Og fyri at stuðla kjakinum, eggja monnum og lynna undir tað, sum til endans eigur at hava við sær eina skilagóða heildarloysn, fer ósmæðni spyrjarin at seta fram hesa skúlakabalu.

 

 

·                                        Byggingin av tekniskum skúla í Havn verður slept endaliga. Tekniska frálæran og skúlin allur verður fluttur til Klaksvíkar. Bygt verður út har norðuri samsvarandi tørvinum.

 

·                                        Byggingin av fiskivinnuskúla í Vestmanna verður slept. Við tíðini er hesin skúlin vorðin ein vanligur gymnasialur skúli við eini fiskivinnulinju. Ongin orsøk er til at byggja nýggjar karmar um júst hesa útbúgvingina, hon kundi eins væl verið løgd afturat studentaskúlanum á Kambsdali sum eitt linjufak.

 

·                                        Handilsskúlanum í Marknagili stendur til eina og hvørja tíð í boði at byggja upp í verandi bygning. Hann er sjálvsognarstovnur, harvið kann ongin forða teimum, ið fyrisita honum, at taka samráðingar upp við landsstýrismannin, hvussu farast skal fram í so máta.

 

·                                        Almanna- og heilsuskúli verður bygdur á Tvøroyri. Argumentið fyri, at hann var lagdur har suðuri, var m.a., at hann hevði tørv á at liggja í grannalagnum hjá einum sjúkrahúsi. Rættast hevði verið at flutt Sjúkrarøktarafrøðingaskúlan til Suðuroyar eisini, soleiðis at hesir báðir skúlar kundu húsast undir somu lon.

 

·                                        Miðnámsskúlin í Suðuroy verður fluttur aftur úr Hovi suður til Vágs á grundstykkið í Hamrabø, har hann upprunaliga var ætlaður at vera.

 

·                                        Eftirskúli verður skipaður í Suðuroy.

 

·                                        Lista- og tónlistaskúlin, sum leingi hevur verið undir uppsigling í Sandoynni, eigur at hava fyrstu raðfesting. Skúlin tykist eisini at hava stóran áhuga uttan fyri politisku skipanina, nú ein arkitektur hevur sniðgivið hann í eini próvtøkuroynd fyri kortum. Nú tað røkist fyri føstum sambandi við meginøkið, og menn av álvara eru farnir at stinga høvdini saman í oynni, til frama fyri bygging av ítróttarhøll frammi við Meginskúlan, kundu lands- og lokalur máttur lyft oynna á ein skynsaman hátt.

 

·                                        Ferðavinnuskúli verður bygdur í Vágum.

 

·                                        Sjómansskúlin í Klaksvík verður niðurlagdur, tá ið Føroya Sjómansskúli sum onki kann húsa øllum navigatørnæmingum í landinum. Karmarnir har norðuri kundu hareftir verið brúktir samsvarandi uppskotinum, sum Miðflokkurin legði fyri tingið fyri kortum. Hareftir kundi verið skipaður ein altjóða maritimur skeiðsdepil. Trygdarmiðstøðin er har norðuri frammanundan, og Brandskúlin við Áir kundi verið fluttur norður hagar, soleiðis at allar funksjónirnar vóru savnaðar á einum staði. Ivaleyst kundi ein slíkur skeiðsdepil við tíðini verið rikin á handilsligum grundarlagi.

 

·                                        HF-skeiðið í Klaksvík verður flutt á Kambsdal.

 

·                                        Ítróttarskúli verður skipaður í Skálafirði, nú rættiliga ítøkiligar ætlanir eru frammi um at smíða eina fótbóltshøll harinni við stuðli frá altjóða fótbóltsheiminum. Roknast kann við, at somu kommunurnar, sum hava tikið seg saman um verkætlanina, sum frálíður, fara undir at gera eitt størri baðiland, ein rættiligan ítróttadepil, í økinum, - soleiðis at attraksjónin verður optimal.

 

·                                        Stuðulsstovnurin, sum var ætlaður at liggja í Runavík, verður umsíðir fluttur hagar, sambært avgerð tikin í Mentamálaráðnum í 2001.

 

·                                        Kykmyndaskúli verður skipaður í Hattarvík.

 

·                                        Er ætlanin at halda fast um ætlanina at byggja í Vestmanna, hevði skilabetri verið, at skipa ein altjóða matvøru- og kokkaskúla í nýggju fasilitetunum. Stórur tørvur er á slíkum skúla. Teir eru vælkendir í londunum kring okkum, og royndirnar eru góðar, eitt nú hava teir havt ein slíkan skúla í Narssaq í Grønlandi í mong ár.

 

·                                        Føroya Studentaskúli liggur framvegis í Hoydølum. Mikil ósemja er, um hann annaðhvørt skal vera verandi har, ella hann skal flytast út í Marknagil. Stígur tykist vera komin í tað málið, og uppskotið, sum nú er komið í tingið, um bygging av tekniskum skúla einsamøllum, boðar ikki frá, at ósemjan er loyst. Sambært omanfyrinevndu skitsu er Marknagilsdepilin sleptur. Tí má støða takast til, hvar ein nýggjur studentaskúli og HF-skeið skula húsast. Í Hoydølum - ella aðrastaðni í høvuðsstaðarøkinum.

 

·                                        Farið verður undir at skipa Lærda Háskúla Føroya. Eitt universitet á altjóðastigi. Ráð eiga at verða løgd um hetta sum skjótast, tá ið øll menning, í øllum londum, stendur og fellur við hvussu funksjonellir, dyggir og rúgvusmiklir lærdu háskúlarnir eru. Háskúlin eigur sjálvandi at byggja á herðarnar á Fróðskaparsetrinum, og rættast er at fara undir byggingina sum skjótast, soleiðis at Føroyar kunna skipa sína egnu akademisku sferu í fyrsta lagi á feltum, sum nøkta tjóðarinnar innasta tørvi. Mál, jura, bókmentir og teologi, tey tøkniligu námini, fyri at taka burtur úr rúgvuni, fyri síðani at spenna seg út, til at gerast eitt universitet sum samsvarar lærdum háskúlum í londunum kring okkum.

 

 

Hesin frymilin skal ikki skiljast sum annað enn eitt kjakupplegg, ongin ævigur sannleiki, men tað er alneyðugt, at orð verða skift um hetta, og at landsstýrismaðurin samsvarandi orðaskiftinum leggur eina ætlan fyri tingið, har dyggastu lestrarmøguleikar, økonomiskur rasjonalitetur og tjóðarbyggingin verða sett í hásætið. Øll menning í heiminum í dag stendur og fellur við vitanini hjá hvørjum einstøkum, og avrikunum, sum kollektiva vitanin kann lyfta. Hesin fyrispurningurin snýr seg meira um karmar heldur enn innihald. Samsvarandi tí, sum er likið út frá landsstýrismanninum, verður virkað við reguleringum og nýbrotum, eitt nú á miðnámsstøði, á kennarastøði og í øðrum høpum, og tað er sjálvandi ongin bági fyri tjakið, um alt undirvísingarverkið verður tikið til viðgerðar um eina og somu leið. Væntandi hevur landsstýrismaðurin gjørt sær eina meting um hesi viðurskifti fram til hitt nú so famøsa árið 2015. Og ongin skal ivast í, at omanfyrinevndu hugsanir røkka í minsta lagi eina fjórðingsøld fram í ókenda tíð. Roma varð ikki bygdur eftir einum degi.

 

Á tingfundi 18. apríl 2006 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast

 

Á tingfundi 4. mai 2006 svaraði Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis

 

Svar

 

Ad. 1: Tey seinastu 2 árini hevur í Mentamálaráðnum verið arbeitt miðvíst við at gera eina so skilagóða ætlan, sum til ber, fyri skúlaverkið sum heild. Arbeiðið fevnir eisini um landafrøðiliga staðseting av skúlum við atliti at útbúgvingunum. Sum kunnugt, eru maskinmeistara-, skipara- og skipsføraraútbúgvingarnar í Tórshavn nú lagdar saman í ein stovn, og í næstum er ætlanin at seta ein arbeiðsbólk at viðgera spurningin um, hvussu virksemið á sjómansskúlunum í Tórshavn og Klaksvík kann samskipast á skilabesta hátt. Í november í fjør varð ein nevnd sett, sum skal gera tilmæli til eina nýggja skipan viðvíkjandi teimum gymnasialu miðnámsútbúgvingunum, og nevndin er m.a. biðin um at koma við einum tilmæli um, hvussu skúlar kunnu samstarva um útbúgvingar í hesum økjum:  a) Norðoyggjum / Eysturoy, b) Tórshavn / Vestmanna og c) Suðuroy.

 

Nevndin er eisini biðin um at geva sítt besta boð uppá, hvussu ítøkiligt samstarv um útbúgvingar kann skipast millum økini, eins og hvussu skúlar kunnu samstarva um setan av lærarum, um fyrisiting, leiðslu, og hvussu vit fáa brotið niður ella minkað um bygnaðarligar forðingar millum sjálvsognarstovnar og almennar stovnar. Nevndin er biðin um at lata landsstýrismanninum sítt tilmæli í januar 2007.

 

 

Ad. 2: Tá ið tosað verður um deplar, er talan fyrst og fremst um at hýsa ymiskum útbúgvingum í somu bygningum og at samskipa útbúgvingarnar í økjum kring landið. Endamálið er m.a. at skapa samvirkandi fyrimunir í sambandi við setan av lærarum,  innan fyrisiting, innan leiðslu og møguliga eisini innan onnur samstarvsøki. Vansarnir við deplum kunnu m.a. vera, at ymiskar mentanir eins og ymisk nám við ymiskum útbúgvingarstigum skulu húsast saman ella skipast undir somu leiðslu, men hetta kann eisini skapa nýggjar møguleikar og nýggjar avbjóðingar. Eitt nú kann hetta føra við sær, at profilarnir, sum tær ymisku útbúgvingarnar hava hvør í sínum lagi, verða styrktir. Tað verður eisini møguligt at samstarva innan lærugreinir, umframt at tað fakliga umhvørvið hjá lærarunum gerst breiðari.

 

Orsakað av, at skúlarnir í Føroyum eru lutfalsliga smáir, um vit samanbera okkum við onnur lond, gevur ein skúladepil tí einstaka næminginum størri valmøguleikar, tí at útbúgvingarnar í einum skúladepli kunnu samstarva í sambandi við útboð av vallærugreinum, og ger hetta, at vit í størri mun kunnu laga útbúgvingarnar eftir okkara egnu viðurskiftum. Harumframt gevur ein skúladepil betri møguleika til samstarv tvørtur um lærugreinir (tvørfakliga), eitt nú innan verkætlanararbeiði og KT.

 

Aðrir fyrimunir við deplum kunnu vera:

-        landið sparir pening, um ein depil verður bygdur heldur enn fleiri minni skúlar

-        betri og bíligari fyrisiting og rakstur

-        betri møguleikar at nýta felags høli

-        betri møguleikar at gagnnýta útgerð og útbúnað

-        betri møguleikar fyri fjølbroyttum útbúgvingartilboðum

-        betri møguleikar at skipa fyri skeiðsvirksemi

-        betri møguleikar fyri áhugaverdum sosialum og námsfrøðiligum samstarvi fyri næmingar,  lærarar og onnur

-        betri møguleika fyri breiðum samstarvi innan undirvísing eins og betri menningarmøguleikar

 

Ad. 3: Eingin ivi er um, og tað munnu øll vera samd um, at íløgurnar, sum eru gjørdar í samferðslu- og samskiftiskervið, eiga at síggjast aftur í rationaliseringum á øllum økjum – og ikki minst á skúlaøkinum. Hetta er sjálvsagt, og hetta havi eg mangan ført fram sjálvur – og seinast í sambandi við kjakið, nú undirsjóvartunnilin til Klaksvíkar er veruleiki.

 

Hetta var eisini eitt av høvuðsargumentunum, tá ið samgongan í fjør avgjørdi at byggja miðnámsskúla í Suðuroy saman við nýggjum heilsuskúla. Tá ið hugsað varð um fólkagrundarlagið í Suðuroynni og um tað órationella í at byggja tveir skúlar, sum kunnu hava nógv til felags, so stutt frá hvørjum øðrum – ikki minst nú tunnilin millum Hov og Øravík er farin í gongd – so kendi samgongan tað sum sína skyldu at taka málið upp av nýggjum.

 

Annars kann sigast, sum eisini verður nevnt í svarinum til fyrsta spurning, at arbeitt verður við at gera so skilagóðar ætlanir sum møguligt, og sjálvandi fara íløgurnar, sum eru gjørdar í undirstøðukervið, frameftir at gera, at nýggj útbúgvingartilboð ikki verða løgd í fleiri økjum í landinum. Miðnámsútbúgvingarnar eru tó nakað fyri seg, tí her vera fyri ein stóran part somu tilboð til tey ungu í teimum trimum økjunum, sum longu eru nevnd, Norðoyggjar/Eysturoy, Tórshavn/Vestmanna og Suðuroy. Hetta skal eisini síggjast í ljósinum av, at landsstýrið hevur sum mál, at so nógv sum gjørligt, helst øll, skulu kunna fáa eina miðnámsútbúgving.

 

 

Ad. 4: Sum nevnt í løgmansrøðuni í 2005 ætlar landsstýrið at raðfesta skúlabygging frammarlaga tey komandi árini, og arbeitt verður eisini á skúlaøkinum við langtíðaríløguætlan. Í hesum sambandi hevur Mentamálaráðið arbeitt við eini ætlan fyri skúlabyggingar tey næstu árini, og roknast kann við, at í miðal verður tørvur á einum 45 mió. kr. árliga. Hetta er ikki endaliga viðgjørt politiskt, men ætlanin fevnir um bygging, umbygging og aðrar íløgur, sum hava samband við m.a. hesar skúlar: Miðnámsskúlarnar í Havn, Skúladepilin í Suðuroy, Fiskivinnuskúlan í Vestmanna, Tekniska Skúla í Klaksvík og eisini Lærda Háskúla Føroya og Sjómans- og Maskinmeistaraskúla.

 

 

Ad. 5: Vísandi til 4. spurning er ætlanin hjá landsstýrinum at fíggja íløgurnar í sambandi við komandi skúlabyggingar yvir íløgukarmin á løgtingsfíggjarlógini. Ætlanin er eisini at fíggja útbýggingina av Tekniska Skúla í Klaksvík sum aðrar íløgur, ið eru settar av á íløguætlanini hjá landsstýrinum.

 

Viðv. lógaruppskotinum um miðnámsskúla í Marknagili, sum fevnir um bygging av hølum til Tekniska Skúla og Føroya Handilsskúla í Tórshavn, er talan um eina netto íløgu upp á umleið 130 mió. kr fyri landskassan. Landsstýrið hevur við heimild í løgtingslóg nr. 106 frá 29. des. 1998 um yrkisskúlar ætlan um at loyva sjálvsognarstovnunum at taka upp lán svarandi til hesa upphædd, og ætlanin er, at lániútreiðslurnar verða fíggjaðar sum rakstrarstuðul á løgtingsfíggjarlógini. Hesin fíggingarháttur, at landskassin rindar skúlum, sum eru sjálvsognarstovnar, stuðul til rentur og avdráttir, er ikki nýggjur. Føroya Handilsskúli í Tórshavn, Handilsskúlin á Kambsdali, áður framda útbýgging av Tekniska skúla í Klaksvík og Skúlaheimið við Marknagilsvegin eru fíggjað á henda hátt.

 

 

Ad. 6: Sum áður umrøtt á tingi, er politisk avgerð tikin um, at tær hægru útbúgvingarnar, sum geva prógv í minsta lagi á bachelorstigi, skulu samskipast, og at hægri lærustovnar, ið bjóða hesar akademisku útbúgvingar, skulu leggjast saman í ein lærdan háskúla Føroya. Endamálið við hesi avgerð er at nútímansgera og uppstiga hesar útbúgvingar, soleiðis at tær vera á sama altjóða stigi sum tilsvarandi útbúgvingar í okkara grannalondum. Hetta merkir eisini, at nevndu útbúgvingar verða skipaðar samsvarandi Bologna-leistinum.

 

Í framhaldi av hesum er arbeiðsbólkur settur at gera uppskot til nýggja lóg um Fróðskaparsetur Føroya, ið sum nevnt skal gerast til Føroya Lærda Háskúla, og samstundis heimila landsstýrismanninum at leggja saman teir hægru lærustovnarnar, ið veita, ella sum skjótt fara at veita útbúgvingar á í minsta lagi bachelor stigi. Í fyrstu atløgu snýr hetta seg um Fróðskaparsetrið, Sjúkrarøktarfrøðiskúlan og Læraraskúlan. Sum frá líður, koma eisini aðrar hægri útbúgvingar við í hesa tilgongd.

 

Arbeiðsbólkurin skal endurskoða lóggávuna fyri Fróðskaparsetrið við tí fyri eyga at skapa ein einfaldari og smidligari bygnað enn tann, sum er í dag.

 

Eingin ivi er um, at ein veruligur lærdur háskúli er ein týðandi fortreyt fyri menning í einum framkomnum landi, og neyðugt er frameftir at byggja upp vinnur við støði í vitan og førleikum á sera høgum fakligum stigi. Hetta merkir við øðrum orðum, at tørvurin á væl útbúnum fólki fer at vaksa støðugt, og hetta merkir so aftur, at okkara hægru lærustovnar og okkara skúlaskapur sum heild má vera millum teir fremstu í heiminum.

 

Tað hevur tí skund at nútímansgera, samskipa og uppstiga okkara hægru lærustovnar, og vóni eg, at hetta fer at eydnast okkum tey komandi árini. Hetta krevur samstarv millum allar góðar kreftir, bæði her á løgtingi, innan undirvísingarverkið og innan vinnulívið. Ein fortreyt fyri, at hesin setningur skal hepnast, er, at tað eisini eydnast okkum at samskipa føroyska gransking, soleiðis at okkara tilfeingi – tað veri seg menniskjanligt ella fíggjarligt – verður troytt á skilabesta hátt. Undirvísing á lærdum háskúla fer sum kunnugt í stóran mun fram við støði í gransking.

 

 

Ad. 7: Tað sjeynda punktið hjá spyrjaranum er ikki nakar beinleiðis spurningur, men heldur ein áheitan á landsstýrismannin um at koma við ábendingum um, hvørjar ætlanir, ið liggja fyri á skúlaøkinum í Føroyum.

 

Flestu ætlanirnar eru umrøddar í hinum spurningunum, og samanumtikið kann sigast, at tað ikki er so lítið, sum er í gongd: Nýggjur Miðnáms- og Heilsuskúli verður bygdur í Suðuroy, Fiskivinnuskúli verður bygdur í Vestmanna, uppskot liggja í tinginum um nýggjan Tekniska Skúla og Handilsskúla í Havn og um útbygging av Tekniska Skúla í Klaksvík.

 

Sjómans- og Maskinmeistaraskúlin eru lagdir saman. Nevnd er sett at endurskoða tær gymnasialu útbúgvingarnar, har eisini skiftið frá fólkaskúla til miðnámsskúla verður viðgjørt. Í næstum fer Mentamálaráðið saman við vinnuni og skúlunum at fyrireika endurskoðan av yrkisútbúgvingunum. Arbeitt verður nú av álvara við nýggjari lóg fyri Fróðskaparsetur Føroya, og álit um lærara- og pædagog-útbúgvingarnar verður lagt fram fyrsta dagin.

 

Her skal ikki verða farið út í æsir við skúlakabaluni hjá spyrjaranum, men eg má siga, at sæð út frá tí rationalisering, sum spyrjarin annars eftirlýsir í spurninginum, tykist tað løgið, at hann samstundis t.d. mælir til at býta skúlan í Suðuroy sundur aftur og at leggja ymsar skúlar kring alt landið. Tí, um tað ber til, sum spyrjarin mælir til, at leggja Fiskivinnuskúlan sum eina deild á Kambsdali, ja, so má eisini bera til at leggja ein ferðavinnuskúla sum eina deild á Handilsskúlanum í Havn ella á Kambsdali ella ein listaskúla ella kykmyndaskúla sum eina deild aftrat onkrum øðrum skúla.

 

Eingin politisk avgerð er enn tikin um fleiri av hesum skúlatilboðum, men tað er avgjørt rætt at taka upp til viðgerð, hvørji tilboð vit eiga at hava her í Føroyum.

 

Tað, nú at fara at tosa um at flyta alla tekniska útbúgving til Klaksvíkar o.s.fr., meti eg ikki vera realistiskt politiskt. Men tað er avgjørt rætt, sum longu nevnt, at miðja ímóti frameftir ikki at leggja somu útbúgvingar á fleiri enn einum stað. Í sambandi við teir teknisku skúlarnar eiga vit at býta uppgávurnar ímillum skúlarnar, soleiðis, at somu útbúgvingar í minni mun eru á báðum skúlunum.

 

Ad. 8: Sum nevnt í svari til 4. spurning, hevur landsstýrið í løgmansrøðuni í 2005 boðað frá, at ætlanin er at raðfesta skúlabyggingar frammarlaga komandi árini. Fíggjarorkuna, ið skal nýtast til teir skúlar, sum nú verður farið undir at byggja, kenna vit, og langtíðaríløguætlan er til viðgerðar í løtuni.

 

Málið avgreitt.