100-42 Fyrispurningur til Jacob Vestergaard, landsstýrismann, viðvíkjandi foreldrarætti  

Orðaskifti

Ár 2006, týsdagin 28. februar, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur   

  1. Er tað rætt, at landsstýrið hevur ætlanir um at seta í gildi fyri Føroyar aðra lóg um foreldrarætt?
  2. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, hvørja lóg talan er um? Hana, sum í dag er galdandi í Danmark ella hana, sum danir ætla at seta í verk? Ella er talan um onkra heilt triðju útgávu?
  3. Er tað rætt, at tann lógin, sum skal setast í gildi, bert kann fevna um tey, sum fáa foreldrarætt aftan á ígildiskomuna?
  4. Er tað rætt, at tey á ríkisumboðnum eru farin undir at fyrireika seg upp á komandi lógarbroytingar, áðrenn tingið á nakran hátt veit nakað um eina møguliga lógarbroyting á økinum?
  5. Hví taka tit í landsstýrinum ikki bara tað einføldu og skilabestu loysnina, nevniliga at skipa hetta og onnur familjurættarlig øki sum føroysk málsøki?  Ella ætla tit at bíða til 31.12 2014?

 

Viðmerkingar

Familjurættarliga lóggávan, sum er galdandi fyri Føroyar, er í syndarligum standi, um vit skulu nýta rímiliga pen orð um hana. Avoldaðar danskar lógir, sum eru muteraðar á løgnan og ivasaman hátt til føroysk viðurskifti, gera tað, at støðan á familjurættarliga økinum í Føroyum er ein ræðusøga, sum flestu lógarkøn í øðrum londum høvdu fingið vøkunætur av. Um aldursmark var galdandi fyri lógirnar, sum arbeitt verður eftir á familjurættarliga økinum í Føroyum, so høvdu tær allar samlar verið pensjóneraðar fyri langari tíð síðan. Og um siðvenja fyri góðskumeting hevði verið galdandi á okkara familjurættarliga økið, ja, so høvdu allar lógirnar fyri langari tíð síðan verið tveittar í ruskspannina. Familjurættarliga økið í Føroyum er,  alt sum tað er,  ein fúl skomm fyri politisku skipanina. Tí átti eingin ivi at valda í nakrari føroyskari sál, og í hvussu er ikki í nøkrum løgtingslimi um, at vit í stundini skipa familjurættarliga øki okkara sum føroyskt málsøki. Og at vit síðan settu okkara egnu dagførdu og tíðarhóskandi lógir í verk á økinum. Alt annað er mannminkandi og fátæksligt.

 

Tað er óskiljandi, at nakar føroyingur skal vera ímóti, at vit skipa okkara familjurættarligu viðurskifti soleiðis, at tað eru føroyskar lógir, sum galda, og at tað eru vit sjálvi, sum umsita hesar lógir.

 

Tí er tað við sorgblídni, at ein frættir, at nú skulu broytingar fremjast viðvíkjandi foreldrættinum. Tað góða er, at lóggávan nú verður broytt og dagførd, tað harmiliga er, at nú skal enn ein donsk lóg setast í gildi her á landi.

Hvørja lóg tosa vit um

Nú ætlanin er at seta donsku lógina um foreldrætt í gildi, vil spyrjarin fegin vita, hvørja lóg tá talan er um. Er tað núgaldandi lóg, har tað er møguligt at fáa felags foreldrarætt, um søkt verður um tað, og semja er millum partarnar. Ella um tað er komandi danska lógin, har tey allarflestu fáa felags foreldrarætt, samd ella ei?

 

Danir hava nevniliga avgjørt at broyta lógina um foreldrarætt, tí verandi lóg elvir nógv meira til ósemju og klandur enn tað øvugta. Hetta tí tað í alt ov nógvum førum er sera trupult at fáa persónar, sum fara frá hvørjum øðrum, at semjast um at geva hinum partinum rætt til børnini.  Danir hava tí avgjørt, at teirra lóggáva skal geva felags foreldrarætt, soleiðis næstan pr. automatikk.

 

Spyrjarin heldur sjálvur, at leiðin, danir nú velja at ganga viðvíkjandi foreldrarættinum, er tann rættara. Tí verður spurt, um tað er lógina, sum danir eru við at fara frá, sum landsstýrið ætlar at seta í verk her á landi. Ella um ætlanir landsstýrisins fevna um lógina, sum danir fara at seta í gildi. Somuleiðis hevur spyrjarin frætt, at lógin, sum ætlanin er at seta í gildi,  bert kann fevna um tey, sum fara at fáa foreldrarætt aftan á ígildiskomuna. Hetta fer at bera við sær, at vit fara at hava tvær ymiskar skipanir við foreldrarætti. Eina fyri tey, sum fáa hann eftir nýggju lógini. Og so verandi skipan fyri tey, sum fingu hann, áðrenn nýggja lógin varð sett í gildi. Hetta fer at skapa óheppin og sera fløkt viðurskifti á økinum.

 

Hvør avger hvat

Í sambandi við, at ein roynir at kunna seg um, hvat skal fara fram viðvíkjandi foreldrarættar­spurninginum her á landi, hevur ein fingið varhugan av, at tey á Ríkisumboðnum eru farin at fyrireika seg til eina lógarbroyting á økinum. Og at sama Ríkisumboð skal hava biðið danskar myndugleikar um at bíða eitt sindur við at seta lógina í gildi, tí tey skulu fyrireika seg til nýggju avbjóðingarnar. Nú er málsøkið danskt, og tað er Ríkisumboðið, sum umsitur málið. Men er tað so livandi galið, at tey sita og fyrireika sína umsiting upp á lógarbroytingar, áðrenn tingmenn hava ánilsi av, at hesar eru ávegis. Er tað veruliga so, ella er spyrjarin bara skeivt kunnaður? Var tað nakar sum nevndi hjálandatónar?

 

Á tingfundi 1. mars 2006 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

 

Á tingfundi 19. apríl 2006. svaraði Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

 

Svar 

 

Til spurning 1 og 2:

Landsstýrið hevur ætlanir um á Ólavsøku at leggja uppskot til ríkislógartilmæli fyri tingið um at seta í gildi donsku lógina um foreldramyndugleika og samveru frá 1995, og tær broytingarnar, sum síðani eru gjørdar í lógini. Uppskotið er sent til hoyringar hjá viðkomandi myndugleikum og felagsskapum.

 

Danska lógin er broytt fýra ferðir, síðani hon kom í gildi í 1995, og tað var í 1997, 2001, 2004 og í 2005. Uppskotið til ríkislógartilmæli fevnir um eina samanskriving av upprunalógini og trimum teimum fyrstu broytingarlógunum. Uppskotið fevnir ikki um seinastu lógarbroytingina, sum danir hava framt, og sum er ein avleiðing av broytta kommunala bygnaðinum í Danmark. Hendan er ikki viðkomandi at fremja í Føroyum.

 

Spyrjarin sigur í viðmerkingunum til fyrispurningin, at danir hava avgjørt at broyta lógina um foreldrarætt, so tey allarflestu fáa felags foreldramyndugleika, um tey eru samd ella ei, ”soleiðis næstan pr. automatikk”, sum hann málber seg.

Hetta er ikki rætt. Í mars 2005 setti danski familjumálaráðharrin eina nevnd at endurskoða reglurnar um foreldramyndugleika og samveru. Nevndin hevur m.a. til uppgávu at umhugsa, um rætturin skal hava møguleika at gera av, at foreldur framhaldandi skulu hava felags foreldramyndugleika, hóast annað teirra ynskir at uppheva foreldramyndugleikan. Verður ein slík broyting framd, so hevur tað tó  ikki við sær, at foreldur, sum frá byrjan av ikki ynskja ella semjast um felags foreldramyndugleika, kunnu fáa álagt at hava felags foreldramyndugleika.

 

Sambært upplýsingum frá Familiestyrelsen væntast nevndin at lata úr hondum sítt álit í mai mánaði í ár, og ikki fyrr enn tá, fer danski familjumálaráðharrin at taka støðu til, um og hvørjar broytingar møguliga skulu gerast í donsku lógini.

 

Til spurning 3:

Nei, tað er ikki rætt, at tann lógin, sum skal setast í gildi, bert kann fevna um tey, sum fáa foreldrarætt aftan á ígildiskomuna, og vit fara ikki at hava tvær ymiskar skipanir við foreldrarætti, sum spyrjarin vil vera við í viðmerkingunum.

 

Skipanin við felags foreldramyndugleika byggir á, at foreldrini eru samd um at hava felags foreldramyndugleika. Semjast tey ikki, tekur rætturin avgerð um, hvør teirra skal hava foreldramyndugleikan. Hetta sama ger seg galdandi í uppskotinum, sum eg ætli at leggja fyri tingið á Ólavsøku.

 

Verður lógin samtykt, so kunnu foreldur – um tey eru samd um tað – fráboða Ríkisumboðnum, at tey skulu hava felags foreldramyndugleika, eisini tey foreldur, hvørs mál longu er avgjørt við, at annað av foreldrunum hevur fingið foreldramyndugleikan.

 

Til spurning 4:

Innlendismálaráðið og undanfarni landsstýrismaðurin í innlendismálum samskiftu á fyrsta sinni við danskar myndugleikar um hetta mál í februar 2004 – serliga við atliti til at finna út av, um Ríkisumboðið var til reiðar at umsita lógina, um hon varð samtykt, og í november 2005 vendi Innlendismálaráðið sær aftur til danskar myndugleikar, hesu ferð við tí fyri eygað at fáa gjørt endaliga uppskotið til kongligu fyriskipanina.

 

Hvat danskir myndugleikar gera av fyrireikandi arbeiði í sambandi við eina møguliga lógarbroyting, sum danskir myndugleikar í Føroyum skulu umsita, skal eg ikki svara fyri, men tað er valla annað enn partur av eini skilagóðari tilgongd at kanna, hvat skal til, um og tá ein lógarbroyting verður framd.

 

Til spurning 5:

Samgongan hevur sambært samgonguskjalinum ikki sum mál at yvirtaka hetta málsøkið.

 

Málið avgreitt.